Floksleiðsla
- Sirið Stenberg, floksforkvinna
- Hervør Pálsdóttir, næstforkvinna
- Høgni í Stórustovu, aðalstjórnarformaður
- Áki Andreasen, skrivari
————-
Í viðtøkum floksins stendur um floksleiðslu:
Kapittul 10
Floksleiðsla
§27.Floksleiðslan virkar við ábyrgd mótvegis restini av aðalstjórnini og flokstinginum.
Stk. 2. Floksleiðslan hevur dagligu ábyrgdina av politiska virksemi floksins ímillum fundirnar í aðalstjórnini.
Stk. 3. Í málum, ið ikki tola at bíða, tekur floksleiðslan avgerðir við ábyrgd mótvegis restini av aðalstjórnini. Snýr avgerðin seg um fíggjarviðurskifti ella hevur fíggjarligar avleiðingar við sær, skal floksleiðslan ráðføra seg við kassameistaran áðrenn avgerðin verður tikin.
§ 28. Í floksleiðsluni sita:
1) Floksformaðurin, ið samskipar politiska arbeiði Tjóðveldis.
2) Næstformaðurin, ið ikki er valdur politikari, og sum er formaður í aðalstjórnini.
3) Næstformaðurin, ið er valdur løgtingslimur, og hevur ábyrgdina av samskiftinum millum floksleiðsluna og tingbólkin.
Floksskrivstovan
Postrúm 143
FO-110 Tórshavn
Tel: +298 229946
T-postur: loysing@olivant.fo
Heimasíða: www.tjodveldi.fo