Lýsing

Lógir

Skipan Tjóðveldisins

Kapittul 1

Hugsjón Tjóðveldis

§ 1. Tjóðveldi virkar fyri at seta á stovn føroyska tjóðveldið við fólkaræði í politiska, vinnuliga, sosiala og mentanarliga lívi landsins.

Stk. 2. Hugsjón floksins er lýst í Stevnu floksins, sum varð samtykt á stovningarfundi 22. og 23. mai 1948, og í stevnumiðum, sum verða samtykt á flokstingi.

Kapittul 2
Limaskapur

§ 2. Persónar, sum ikki eru limir í øðrum politiskum flokki, kunnu gerast limir í Tjóðveldi, um teir taka undir við hugsjón floksins.

Stk. 2. Ein gerst limur í Tjóðveldi ígjøgnum økisfeløgini.

§ 3. Um limur í einum av økisfeløgum Tjóðveldis í avgerandi mun arbeiðir ímóti politikki og/ella virksemi Tjóðveldis, ella virkar ímóti viðtøkum floksins, kann limurin verða útihýstur úr Tjóðveldi.

Stk. 2. Einans floksting og eykafloksting Tjóðveldis kunnu útihýsa limum.

Kapittul 3
Valdsbýti, javnstøða og bygnaður

§4. Flokstingið og eykaflokstingið hava evsta valdið í Tjóðveldi.

Stk. 2. Ímillum floksting og eykafloksting er aðalstjórnin hægsti myndugleiki í Tjóðveldi.
Stk. 3. Tingbólkurin hevur ræðisrætt í parlamentariskum málum í samsvar við politikk, stevnu og stevnumið floksins.

§ 5. Í allari umboðan eftir hesi skipan, herundir landsstýrisumboðan, skal javnstøða vera ímillum kynini.

Stk. 2. Undantikin frá ásetingunum í stk. 1 er uppstilling til val, sbrt. kap. 12.

§ 6. Tjóðveldi er skipað í:

  1. Økisfeløg
  2. Unga Tjóðveldið
  3. Floksting og eykafloksting
  4. Aðalstjórn
  5. Floksleiðslu
  6. Tingbólk

Kapittul 4

Økisfeløgini

§ 7. Økisfeløg eru skipað í Norðoyggjum, Eysturoy, Norðstreymoy, Suðurstreymoy, Vágum, Sandoy og Suðuroy. Feløgini eru sambindingarlið limanna til stýrandi skipanir floksins.

§ 8. Økisfeløgini virka eftir egnum lógum, sum verða sendar aðalstjórnini til kunningar.
Stk. 2. Um aðalstjórnin krevur broytingar í lógunum hjá einum økisfelag, kann hetta einans gerast við samtykki frá flokstinginum.

§ 9. Ársaðalfundur í økisfeløgunum verður hildin í februar ella mars mánaði.

Stk. 2. Á ársaðalfundinum velur felagið umboðslimir til floksting og eykafloksting, umframt ein lim og ein tiltakslim í aðalstjórnina.

Stk. 3. Aðalstjórnarforfólkið hevur ábyrgdina av at samskipa, at aðalstjórnarvalið eftir stk. 2 er í samsvari við ásetingarnar um javnstøðu í § 5.

Kapittul 5

Unga Tjóðveldið

§ 10. Unga Tjóðveldið er felag teirra ungu, ið fylkjast um stevnu Tjóðveldis.

Stk. 2. Unga Tjóðveldið virkar sum sjálvstøðugt landsfelag sambært egnum lógum, ið verða sendar floksleiðsluni til kunningar.

§ 11. Unga Tjóðveldið kann senda tvey umboð til floksting og eykafloksting.

Stk. 2. Unga Tjóðveldið kann velja ein lim og ein tiltakslim í aðalstjórnina.

Kapittul 6

Floksting

Fráboðan

§ 12. Aðalstjórnin kallar saman og skipar flokstingið.

Stk. 2. Fráboðan um tingið verður kunngjørd øllum pørtum í bygnaði Tjóðveldis fýra vikur fyri tingbyrjan.

Uppskot og uppskotsrættur

§ 13. Uppskot til flokstingið skulu vera aðalstjórnini í hendi í seinasta lagi tríggjar vikur fyri flokstingið.

Stk. 2. Allir limir hava rætt at seta fram uppskot.

Stk. 3. Innkomin uppskot verða send økisfeløgunum og Unga Tjóðveldinum í seinasta lagi tvær vikur fyri flokstingið.

Stk. 4. Uppskot til valevni til álitisfólk smbrt. §22, stk. 3 skulu vera aðalstjórnini í hendi í seinasta lagi fimm dagar fyri flokstingið, og verða send økisfeløgunum og Unga Tjóðveldinum í seinasta lagi tríggjar dagar fyri flokstingið.

Skrá

§ 14. Regluligt floksting verður hildið í seinasta lagi í mai mánaði sambært hesi skrá:

  1. Aðalstjórnarforfólkið setir tingið
  2. Tingið skipar seg við tingforfólki, tingskrivara og yvirlýsingartoymi
  3. Grannskoðaður roknskapur verður framlagdur
  4. Umrøða av innkomnum uppskotum og atkvøðugreiðsla
  5. Val av grannskoðarum
  6. Floksforfólkið sigur frá farna skeiði
  7. Orðaskifti um politisk mál
  8. Frágreiðing frá møguligum sernevndum og Unga Tjóðveldinum
  9. Ymiskt

Stk. 2.  Á fyrsta flokstingi eftir onnur val tekur flokstingið støðu til, um stillast skal uppaftur til komandi slík val.

Stk. 3. Onnur mál enn tey, ið nevnd eru omanfyri, kunnu verða sett á skránna, um aðalstjórnin hevur kunngjørt hesi í tingfráboðanini.

Møtirættur og talurættur

§ 15. Atgongd til flokstingið og talurætt hava øll tjóðveldisáhugað.

Umboðslimir

§ 16. Økisfeløgini velja umboðslimir til flokstingið, sum skulu leggja fram skrivliga fulltrúarváttan frá feløgum sínum.

Stk. 2. Umboðslimatalið verður ásett soleiðis:

  1. Norðoya Tjóðveldisfelag. 4 umboðslimir
  2. Eysturoyar Tjóðveldisfelag. 5 umboðslimir
  3. Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag. 2 umboðslimir
  4. Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag. 8 umboðslimir
  5. Vága Tjóðveldisfelag. 2 umboðslimir
  6. Sandoyar Tjóðveldisfelag. 2 umboðslimir
  7. Suðuroyar Tjóðveldisfelag. 4 umboðslimir
  8. Unga Tjóðveldi. 2 umboðslimir

Stk. 3. Feløgini hava skyldu at senda fult umboðslimatal á flokstingið.

Atkvøðurættur

§ 17. Umboðslimirnir hava saman við aðalstjórnarlimum og ting- og landsstýrisfólkum atkvøðurætt á flokstinginum.

Stk. 2. Eingin persónur hevur meira enn eina atkvøðu á flokstinginum.

Stk. 3. Atkvøðast kann ikki við fulltrú frá umboðslimi.

Stk. 4. Nøvn á umboðslimum skulu vera aðalstjórnarforfólkinum í hendi tríggjar dagar undan flokstinginum.

Tingfrágreiðing

§ 18. Tingskrivarin hevur ábyrgd av at lata aðalstjórnini frágreiðing frá flokstinginum innan 14 dagar eftir tinglok.

Stk. 2. Aðalstjórnin sendir tingfrágreiðingina til økisfeløgini, Unga Tjóðveldið, umboðslimirnar á flokstinginum, limirnar í aðalstjórnini, limirnar í tingbólki Tjóðveldis og til landsstýrisumboð floksins.

Kapittul 7

Eykafloksting

§ 19. Eykafloksting verður hildið, tá ið aðalstjórnin samtykkir tað, ella tá ið minst trý økisfeløg krevja tað.

Stk. 1. Regluligt floksting kann áseta, at eykafloksting skal haldast til at viðgera ávíst mál ella evni.

§ 20. Aðalstjórnin kallar saman og skipar eykaflokstingið. Skráin eigur greitt at tilskila, hvørji mál verða til viðgerðar og støðutakan.

Stk. 2. Eykafloksting kann einans viðgera mál, ið eru tilskilað í fráboðanini.

Stk. 3. Fráboðan um eykafloksting verður kunngjørd øllum pørtum í bygnaði Tjóðveldis.

Stk. 4. Eru broytingar í viðtøkum Tjóðveldis ella innkomin mál á skránni, verður fráboðan um eykaflokstingið kunngjørd øllum pørtum í bygnaði Tjóðveldis fimm dagar fyri eykaflokstingbyrjan.


§ 21.
 Innkomin uppskot til eykaflokstingið skulu vera aðalstjórnini í hendi í seinasta lagi fimm dagar fyri eykaflokstingið.

Stk. 2. Innkomin uppskot verða send økisfeløgunum og Unga Tjóðveldinum í seinasta lagi tríggjar dagar fyri eykaflokstingið.

Stk. 3. Ásetingarnar í § 17 um atkvøðurætt á flokstingi eru eisini galdandi fyri eykafloksting.

Kapittul 8

Val av aðalstjórn

§ 22. Aðalstjórnin hevur 13 limir og 9 tiltakslimir, sum verða valdir fyri 1 ár í senn.
Stk. 2. Økisfeløgini velja 7 limir og 7 tiltakslimir, Unga Tjóðveldið kann velja 1 lim og 1 tiltakslim. Tá ið flokstingið verður sett fær tingforfólkið fráboðan um, hvørji eru vald.

Stk. 3. Flokstingið velur 4 limir, og tingbólkurin velur 1 lim og 1 tiltakslim:

  1. Flokstingið velur floksforfólkið. Í uppskoti kunnu bara vera teir limir floksins, sum eru valdir í løgtingið
  2. Flokstingið velur eitt næstforfólk, sum eisini verður aðalstjórnarforfólk. Í uppskoti kunnu ikki vera løgtingslimir ella landsstýrisfólk floksins
  3. Flokstingið velur eitt næstforfólk við ábyrgd fyri samskiftinum millum floksleiðsluna og tingbólkin. Í uppskoti kunnu bara vera teir limir floksins, sum eru valdir í løgtingið
  4. Flokstingið velur kassameistara. Í uppskoti kunnu ikki vera løgtingslimir ella landsstýrisfólk floksins
  5. Tingbólkurin velur sínámillum eitt umboð og ein tiltakslim í aðalstjórnina. Hetta umboð virkar eisini í staði næstforfólksins við ábyrgd fyri samskiftinum millum floksleiðsluna og tingbólkin, um hesin hevur forfall

Stk. 4. Umboðið fyri tingbólkin virkar í staði næstforfólksins við ábyrgd fyri samskiftinum millum floksleiðsluna og tingbólkin, um hetta hevur forfall. Fara bæði floksforfólkið og næstforfólkið í landsstýrið, tekur umboðið fyri tingbólkin næstforfólksins stað, so leingi hetta er í landsstýrinum, meðan tiltakslimurin tekur sæti í aðalstjórnini fyri valda umboðið hjá tingbólkinum.

Kapittul 9

Aðalstjórnin

§ 23. Aðalstjórnin skal serstakliga virka fyri neyvum samstarvi millum øll liðini í bygnaði Tjóðveldis.

§ 24. Forfólkið í aðalstjórnini kallar stjórnina saman regluliga og í minsta lagi 10 ferðir árliga.
Stk. 2. Aðalstjórnin skal kallast saman, tá ið í minsta lagi tveir aðalstjórnarlimir ella floksforfólkið krevja tað.

§ 25. Aðalstjórnin hevur ábyrgdina fyri rakstrinum av floksskrivstovuni.

Stk. 2. Aðalstjórnin ger eina ársætlan fyri politiska virksemi floksins uttan fyri parlamentariska arbeiðið.

Stk. 3. Ársætlanin verður framd í samstarvi við økisfeløgini og tingmanningina.

Kapittul 10

Floksleiðsla

§ 26. Floksleiðslan virkar við ábyrgd mótvegis restini av aðalstjórnini og flokstinginum.
Stk. 2. Floksleiðslan hevur dagligu ábyrgdina av politiska virksemi floksins ímillum fundirnar í aðalstjórnini.

Stk. 3. Í málum, ið ikki tola at bíða, tekur floksleiðslan avgerðir við ábyrgd mótvegis restini av aðalstjórnini. Snýr avgerðin seg um fíggjarviðurskifti ella hevur fíggjarligar avleiðingar við sær, skal floksleiðslan ráðføra seg við kassameistaran, áðrenn avgerðin verður tikin.

§ 27. Í floksleiðsluni sita:

  1. Floksforfólkið, ið samskipar politiska arbeiði Tjóðveldis
  2. Næstforfólkið, ið ikki er valdur politikari, og sum er forfólk í aðalstjórnini
  3. Næstforfólkið, ið er valdur løgtingslimur, og hevur ábyrgdina av samskiftinum millum floksleiðsluna og tingbólkin

Stk. 2. Fara bæði floksforfólkið og næstforfólkið í landsstýrið samstundis, tekur umboðið fyri tingbólkin, ið virkar í næstforfólksins stað sbrt. § 22, stk. 4, sæti fyri næstforfólkið í floksleiðsluni, so leingi bæði næstforfólkið og floksforfólkið eru í landsstýrinum samstundis.

Kapittul 11

Tingbólkurin

§ 28. Løgtingsumboð Tjóðveldis skipa seg í tingbólk.

Stk. 2. Tingbólkurin skipar seg við forfólki, næstforfólki og politiskum framsøgufólkum.
Stk. 3. Tingbólkurin kann umskipa seg eftir tørvi.

Kapittul 12

Uppstilling til val

Uppstilling til løgtingsval

§ 29. Økisfelagið hevur ábyrgdina av at stilla upp valevni, ið eru limir í Tjóðveldi, til løgtingsval.
Stk. 2. Stillað verður upp soleiðis:

  1. Norðoya Tjóðveldisfelag: í minsta lagi 3 og í mesta lagi 5 valevni
  2. Eysturoyar Tjóðveldisfelag: í minsta lagi 5 og í mesta lagi 8 valevni
  3. Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag: í minsta lagi 2 og í mesta lagi 4 valevni
  4. Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag: íminsta lagi 11 og í mesta lagi 15 valevni
  5. Vága Tjóðveldisfelag: í minsta lagi 2 og í mesta lagi 3 valevni
  6. Sandoyar Tjóðveldisfelag: í minsta lagi 2 og í mesta lagi 2 valevni
  7. Suðuroyar Tjóðveldisfelag: í minsta lagi 2 og í mesta lagi 4 valevni
  8. Unga Tjóðveldið kann stilla upp í mesta lagi 2 valevni

Stk. 3. Avvarðandi økisfelagið ger sjálvt av innan fyri ásetingarnar í stk. 2. hvussu nógv verða uppstillað.

Stk. 4. Í uppstillingini skal økisfelagið tryggja, at javnstøðan millum kynini verður best møgulig.

Uppstilling til kommunuval

§ 30. Verður stillað upp politiskt til bý- ella bygdaráðsval í navni Tjóðveldis, hevur økisfelagið ábyrgdina av uppstillingini.

Stk. 2. Í uppstillingini skal tryggjast, at javnstøðan millum kynini verður best møgulig.

Kapittul 13

Átrokandi politisk mál

§ 31. Eru átrokandi politisk mál á skránni, kann floksforfólkið ella aðalstjórnarforfólkið kalla saman til bráðfeingis eykafloksting við styttri freist enn til vanligt eykafloksting.
Stk. 2. Floksforfólkið ásetir skrá, tíð og stað fyri bráðfeingis eykaflokstingi sambært hesi grein.

Stk. 3. Ásetingarnar í § 17 um atkvøðurætt á flokstingi eru galdandi. Umboðslimir, sum ikki fáa møtt á bráfeingis eykaflokstingi kunnu tó atkvøða gjøgnum telefonina.

§ 32. Aðalstjórnin og tingbólkurin viðgera í felag týðandi politiskar avgerðir, herundir skipan av landsstýri, uppsøgn av samgongu og tilnevning av landsstýrisfólkum.

§ 33. Aðalstjórnin og tingbólkurin gera tilmæli um val av landsstýrisfólkum, sum tingbólkurin tekur avgerð um.

Stk. 2. Fær uppskot til landsstýrisfólk, eftir stk. 1., við atkvøðugreiðslu í tingbólkinum, ikki stuðul frá einum meiriluta í tingbólkinum, kann floksforfólkið taka endaligu avgerðina.

Kapittul 14

Útihýsing

§ 34. Sum evsta vald Tjóðveldis kunnu floksting og eykafloksting útihýsa limum úr Tjóðveldi sbrt. § 3.

Stk. 2. Útihýsing av limi skal verða greitt tilskilað á endaligu skránni fyri flokstingið ella eykaflokstingið. Skráin verður fráboðað øllum pørtum í bygnaði Tjóðveldis sambært ásetingunum um hetta í kap. 6 ella 7.

Stk. 3. Útihýsing av limi kann einans fremjast, um minst 2/3 av møttu umboðslimunum atkvøða fyri.

Kapittul 15

Floksskrivstova, roknskaparhald og grannskoðan

§ 35. Tjóðveldi kann seta á stovn floksskrivstovu og seta starvsfólk, sum verða sett av aðalstjórnini eftir tilmæli frá floksleiðsluni. Starvsfólkini skulu vera limir í Tjóðveldi og kunnu ikki verða vald í aðalstjórnina.

Stk. 2. Floksskrivstovan virkar við ábyrgd mótvegis aðalstjórnini.

Stk. 3. Aðalstjórnin skal frammanundan hava givið sítt samtykki til, at nýggj størv verða sett á floksskrivstovuni.

Stk. 4. Starvsfólk hjá flokkinum kunnu taka lut á flokstinginum og á fundum hjá økisfeløgum og aðalstjórn, tó uttan atkvøðurætt. Økisfeløg og aðalstjórn kunnu í einstøkum førum gera av, at starvsfólk ikki eiga at møta á fundi.

§ 36. Aðalstjórnin hevur ábyrgdina av roknskapinum.

Stk. 2. Roknskaparár Tjóðveldis er álmanakkaárið.

§ 37. Yvirlit yvir fíggjarstøðu floksins eigur í minsta lagi hálvárliga at verða latin limunum í aðalstjórnini.

§ 38. Roknskapur Tjóðveldis verður grannskoðaður av skrásettum ella ríkisgóðkendum grannskoðara.

§ 39. Grannskoðaður roknskapur fyri farna roknskaparárið skal altíð verða lagdur fram á flokstinginum.

Kapittul 16

Rættur at binda Tjóðveldi fíggjarliga

§ 40. Forfólkið í aðalstjórnini og kassameistarin hava í felag rætt at binda Tjóðveldi í fíggjarligum málum.

Stk. 2. Í málum um keyp, sølu, veðseting av fastari ogn, upptøku av lánum og málum um parta- ella ábyrgdarpening, er Tjóðveldi ikki bundið, uttan at hetta frammanundan er samtykt á flokstingi ella eykaflokstingi.

§ 41. Limir og álitisfólk Tjóðveldis ábyrgjast ikki persónliga.

Stk. 2. Tvingsilsfulnaður kann einans verða gjørdur í ognum floksins.

§ 42. Tjóðveldi ábyrgist ikki fyri fíggjarligar avgerðir hjá økisfeløgunum.

§ 43. Kassameistarin hevur ræðisrætt á bankakonti Tjóðveldis við ábyrgd mótvegis aðalstjórnini.

Kapittul 17

Broyting í skipanini og gildiskoma

§ 44. Skipan Tjóðveldis kann verða broytt á flokstingi ella eykaflokstingi, um minst 2/3 av møttu umboðslimunum atkvøða fyri hesum.

Stk. 2. Henda skipan fær gildi dagin eftir, at hon er samtykt á flokstingi. Samstundis fer úr gildi galdandi skipan Tjóðveldis.

Samtykt á flokstingi í Fuglafirði tann 30. apríl 2022.