Hevur tú hugsað um, at tey størstu úrslitini og frambrotini í Føroyum eru framd við tjóðskaparrørsluni og Tjóðveldinum á odda? Tí at vit hava ein flokk og eina rørslu, sum hava bygt á eina greiða hugsjón um einar frælsar Føroyar fyri øll?
– Har vit sjálv taka ábyrgd av okkara landi og okkara samfelag?
– Har vit altíð byggja á tað, sum vit sjálv kunnu skapa úr okkara egna tilfeingi?
– Har vit alla tíðina menna okkara egnu førleikar sum fólk?
– Og har vit hava samband við allan heimin sum fólk millum onnur?
Um tú ivast, kanst tú her lesa um nøkur av úrslitunum, sum Tjóðveldi hevur staðið á odda fyri at fremja. Og sum at enda eru komin í lag við fólksligum trýsti og í samstarvi við aðrar flokkar.
Í nógvum av hesum málum var stór politisk mótstøða. Men í dag taka tey flestu undir við teimum málum, sum Tjóðveldi hevur stríðst fyri – og sum fyrr vórðu skírd “óðamannaverk og órealistisk.”
Nøkur høvuðsmál og úrslit:
At taka mál undir føroyskt ræði og føroyska ábyrgd. Til dømis: Fiskimark, undirgrund, skúlamál, almannamál, Fólkakirkju, tilbúgving, umhvørvi og havumhvørvi, vinnulóggávu, skipatrygd, útbúgvingarstuðul fyri lesandi í Føroyum o.m.a.
At vinna rættindi hjá føroysku tjóðini at umboða seg sjálva í altjóða samstarvi.
At seta í verk minstuløn og sosialar trygdarskipanir hjá fiskimonnum og verkafólki.
At stovna Húsalánsgrunnin, sum gjørdi tað møguligt hjá vanligum fólki í Føroyum at seta føtur undir egið borð.
At byggja upp føroyskt skúlaverk, heilsuverk og almannaverk.
At menna hægri útbúgving og gransking í Føroyum – við miðnámsskúlum, Fróðskaparsetri, granskingargrunni og skúlum kring landið, og at seta í verk útbúgvingarstuðul til lesandi og lærlingar.
At skipa føroyskan mentanarpolitikk, byggja upp føroyskar mentanarstovnar og stuðla listafólki. Til dømis: Mentanargrunnin, Útvarp, Sjónvarp, søvn, bókasøvn, Tjóðpallurin, stuðul til bókaútgávu, orðabøkur o.m.a.
At binda landið saman við vegum, tunlum, havnum og framkomnum skipum.
At flyta føroyska fiskimarkið út – fyrst út á 12 fjórðingar og síðan 200 fjórðingar.
At taka umsitingina av undirgrundini á føroyskar hendur.
At mótmæla hernaðarútbyggingini í Føroyum undir kalda krígnum, har avgerðir vórðu tiknar, uttan at Føroya fólk varð kunnað ella eftirspurt.
At fáa beinleiðis handilssambond millum Føroyar og onnur lond.
At Føroyar standa uttanfyri ES.
At fáa umhvørvislóggávu í Føroyum.
At seta í verk javnstøðulóg í Føroyum.
Fullveldissamgongan 1998-2003:
Fullveldissamgongan fór fyri fyrstu undir samráðingar við donsku stjórnina um at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land í einum frælsum felagsskapi við Danmark. Tær samráðingarnar rukku ikki á mál. Men hetta tíðarskeiðið skapti málið um einar frælsar Føroyar eina ørgrynnu av politiskum úrslitum og avrikum á øllum politiskum økjum. Og áhugin fyri at taka lut í politikki og at byggja land var ovurstórur millum fólk.
Fullveldissamgongan framdi m.a. hesi ítøkiligu úrslit:
Bankamálið varð loyst við stórum endurgjaldi til Føroya.
Undirgrundarmarkið við bretar varð loyst.
Skúlamál, almenn forsorg, skipasýn , havumhvørvismál, tílbúgving, og onnur mál vórðu tikin undir føroyskt ræði og føroyska ábyrgd.
24 mál vórðu liðugt fyrireikað og klár at yvirtaka: Harundir Fólkakirkja, Løgregla, Rættarskipan, Útlendingamál og persónsrættur.
Vit gjørdu okkum samstundis 366 mió. kr. minni heft av donskum studningi, og fastfrystu veitingina. (Annars hevði hon í dag verið 1,4 mia.kr.). Í roynd og veru ein hálvering av blokkstuðlinum.
Uppskot til føroyska grundlóg varð gjørt av Grundlógarnevndini.
Við Hvítubók o.ø var okkara rættarstøða lýst út í æsir, eins og øll krøv til umsiting, lóggávu og búskaparliga tillaging til einar sjálvstøðugar Føroyar.
Fullfíggjað uppskot varð gjørt til fullveldissáttmála.
Okkara hermálsliga støða og samstarvsmøguleikar vórðu kannaðir og lýstir við hjálp frá altjóða serfrøðingum.
Lógarfest varð, at dómarar og dómarafulltrúar við Føroya Rætt skulu duga føroyskt og kenna føroysk viðurskiftir.
Sendistova í London varð stovnað.
Lønarniðurskurður og kreppa undanfarnu árini vórðu vend til, at reallønin hjá øllum inntøkubólkum hækkaði munandi.
Skattalættar vórðu framdir til tey lægstløntu og til fólk við vanligari miðalinntøku.
Studningskipanir til høvuðsvinnuna vórðu støðgaðar.
Lóggávu og játtan til 123 nýggj ellis-, røktarheims- og sambýlispláss varð framd.
Fólkapensjónin varð hækkað við 8.000 kr. fyri hjún og 12.000 kr. fyri støk.
Nýggj lóg um barnavernd varð gjørd.
Fyritíðarpensjónin varð hækkað munandi og prístalsviðgjørd .
Barnafrádrátturin varð tvífaldaður.
Nýggj dagpeningalóg til tímalønt varð framd, har karensdagar vórðu tiknir av.
Nýggj arbeiðsumhvørvislóg sett í verk.
Barsilsskipanin varð sett í verk.
Nýtt landssjúkrahús varð bygt.
Sambýlir til eldri og til autistar og minnisveik vórðu stovnað.
Nýggj lóg um dagsstovnar og dagrøkt varð sett í verk. Kommunurnar tóku ábyrgdina av økinum. Tørvurin á barnaansing varð nøktaður kring landið, og tað gjørdist ein rættur hjá børnum at fáa tilboð um pláss.
Yvirskot var á fíggjarlógini hvørt ár í 6 ár.
Skuldin til Danmarkar varð goldin niður úr 5,6 mia. kr. í 2,1 mia. kr.
Uttanlandsskuldin varð minkað niður í 6,3 mia. niður í 3,7 mia kr.
Nýtt prístal varð gjørt.
Tjóðarroknskapur varð gjørdur (sum ikki hevði verið í 10-tals ár).
Ruddað varð upp í kapitalvinningsskattaskipanini.
10-ára Langtíðarætlan varð gjørd fyri íløgur, ið varð avtalað og samskipað við kommunurnar
Lestrarstuðulin varð hækkaður 35%.
Lesandi uttanfyri Norðurlond vórðu javnsett við onnur og kundu lesa hvar tey vilja, uttan mun til inntøku.
Altjóða Skrivstovan til lesandi varð sett á stovn.
Nýggjar útbúgvingar vórðu settar á stovn á Fróðskaparsetri Føroya.
Nýskipanir fyri gransking vórðu settar í verk við Granskingargrunninum.
Nýggj lóg um lærara- og pedagogútbúgving varð gjørd.
Nýggj lóg um útbúgving til sjúkrarøktarfrøði varð framd
Skúlatilboð til ung við breki varð sett á stovn.
Almanna- og Heilsuskúli varð settur á stovn.
Játtanin til fólkaskúlan varð munandi hækkað .
Eftirskúlalóg varð sett í gildi.
Játtanin til mentanarøkið varð tvífaldað.
Tjóðpallur Føroya varð settur á stovn – sum bæði stuðlar yrkissjónleiki og áhugasjónleiki.
Mentanargrunnur Landsins varð nýskipaður og játtanin hækkað støðugt.
Nýggj mentanarpolitisk ætlan varð løgd.
Nýggj lóg um bókasøvn varð sett í verk.
Byrjað varð at byggja og útbyggja miðnámsskúlar kring alt landið – Tekniska Skúla í Klaksvík, Sjómansskúlan í Tórshavn, Miðnámsskúla í Vági, Fiskivinnuskúla í Vestmanna, og liðugt uppskot um Marknagilsdepilin gjørt.
Nýggj Sandoyarferja (Teistin) varð bygd og túratalið økt munandi.
Undirsjóvartunnil varð gjørdur undir Vestmannasund.
Undirsjóvartunnil til Norðoyggjar samtyktur og liðugt boraður.
Berghol til Gásadals varð bygt.
Nýtt Suðuroyarskip (Smyril) varð bygt.
Ferjulega í Kalsoynni varð gjørd.
Nýggj ferjulega á Krambatanga .
Havnaútbygging í Vági.
Berghol millum Øravík og Hov varð samtykt.
Nýtt vaktarskip (Brimil) varð bygt.
Fullfíggjað føroysk tyrluskipan varð sett í verk.
Nýggjur vegur til Velbastaðar/Gomlurætt.
Nýggj ellis-/røktarheimspláss og sambýli gjørd.
Øll galdandi føroysk lóggáva við kunngerðum varð løgd á lógardátubasa á internetinum.
Krøv til føroyskt lógarsmíð og eftirkanning vórðu sett í verk.
Løgtingsins Umboðsmaður varð settur á stovn.
CHE-samgongan 2008
Tann sonevnda CHE-samgongan varð skipað í februar 2008 og virkaði fram til september 2008. Hesa tíðina var tingið bert saman í tilsamans í góðar 4 mánaðir. Kortini er neyvan so nógv framt uppá so stutta tíð í føroyskum politikki. M.a. hesi mál:
Barnsburðarfarloyvið longt við 8 vikum.
Stakir uppihaldarar fingu barnaískoyti á 6000 kr. eyka árliga fyri hvørt barnið.
FAS-skipanin varð gjørd kappingarfør.
Brúkaraumboð sett á stovn.
Skil fingið á útlendingamálum og Útlendingastova sett á stovn.
Fróðskaparsetrið varð munandi útbygt við fleiri hægri útbúgvingum.
Miðnámsskúlin í Marknagili samtyktur.
Kringvarpið fekk nýtt digitalt sendinet.
Økt játtan til børn við serligum tørvi.
Átøk fyri lesiveik í fólkaskúlanum.
Fleiri pláss til lærara- og pedagogútbúgvingarnar.
Fleiri nýggj miðnámsskúlapláss í Eysturoynni.
Vinnulóggávan varð dagførd.
Víðfevnd tryggingarlóggáva samtykt.
Loyvi varð givið til tollfría sølu á flogvøllinum.
Endurgjaldsábyrgdarlógin varð samtykt, ið gevur øllum vanlukkuraktum nýggja rættindi.
Játtanirnar til Mentanargrunn, tónleik, Tjóðpall og vinnugransking øktar.
Økisdepil og sambýli til sinnisveik samtykt.
Nýggjur fiskivinnupolitikkur varð stungin út í kortið.
Uttanríkisráð sett á stovn.
Samráðingar vóru um EFTA-limaskap og handilsavtalur.
Semjur við minnilutastjórn 2011
Í mai 2011 og í september 2011 gjørdi Tjóðveldi semjur við minnilutastjórnina, sum tá sat. Hesar tveir mánaðir hendi meira enn alt valskeiðið frammanundan. Og m.a. vórðu hesi úrslit framd:
Fíggjarkarmar vórðu samtyktir til 2016.
Búskapargrunnur Føroya varð stovnaður og pengar settir í.
Loðslógarøkið varð yvirtikið til frama fyri skipatrygd og umhvørvisverju.
Samtykt varð at áseta fátækramark.
Langtíðarsemja varð gjørd um umlegging í fiskivinnupolitikkinum.
Ferðaráð Føroya varð sett á stovn aftur.
Samtykt varð at byggja nýtt Havrannsóknarskip og peningur settur av.
Samtykt varð at byggja íbúðir til fólk við serligum tørvi kring landið.
Húsalánsgrunnurin varð umskipaður og fekk nýggjar heimildir.
Lutaíbúðarlógin varð samtykt.
Langtíðar íløguætlan varð gjørd.
Pensjónsbroytingar samtyktar.
Tjóðpallur Føroya fekk íløgujáttan.
Møguleiki til at bryggja sterkt í Føroyum settur í verk.
Samtykt varð at seta Rættarskipanarnevnd at gera uppskot til føroyska rættarskipan.
Tingskipanin varð broytt, soleiðis at danska grundlógin og heimastýrislógin ikki kunnu forða uppskotum at verða løgd fram á ting.