Lýsing

Á ting 1950

Við hesi stevnu varð farið til verka. Tjóðveldisflokkurin bjóðaði seg fram á løgtingsvali fyrstu ferð í 1950 og fekk tvey umboð vald í Løgtingið. Flokkurin vaks á valinum í 1954 og fekk seks umboð á ting. Í 1958 vann Tjóðveldisflokkurin sjey umboð.

Fyrstu umboð floksins á tingi vóru Hanus við Høgadalsá og D.P. Danielsen

Samstundis vóru oddafólk í flokkinum sera virkin í fakfelagsarbeiði, mentanararbeiði og vinnulívsmenning. Nevnast kunnu fólk sum D.P. Danielsen, Frederik Hansen, Erlendur Patursson, Jákup í Jákupsstovu, Andrea Árting, Andreas Ziska, Hanus við Høgadalsá, Hans Debes Joensen, Jóhan Simonsen, Karsten Hoydal, Sigurð Joensen og mong, mong onnur.

Síðan fimmtiárini hevur flokkurin støðugt verið millum teir fýra teir stóru flokkarnar í Føroyum og hevur oftast fingið millum 20 og 24% av atkvøðunum til løgtingsval.


Tingfólk floksins 1950-2011

  • Annita á Fríðriksmørk
  • Árni Joensen
  • Bergtóra Høgnadóttir Joensen
  • Bjørt Samuelsen
  • D.P. Danielsen
  • Erlendur Patursson
  • Finnbogi Ísakson
  • Finnur Helmsdal
  • Frederik Hansen
  • Hans Jacob Ellingsgaard
  • Hans Marius Joensen
  • Hanus við Høgadalsá
  • Heðin Klein
  • Heini O. Heinesen
  • Hemming Jespersen
  • Hergeir Nielsen
  • Hildur Patursson
  • Høgni Hoydal
  • Jógvan Arge
  • Jógvan Durhuus
  • Jógvan Høgnesen
  • Jóhan Simonsen
  • Jóngerð Purkhús
  • Karin Kjølbro
  • Karsten Hoydal
  • Kristina Háfoss
  • Meiken Karbenhøft
  • Niklái Petersen
  • Olaf Ellingsgaard
  • Olaf í Garði Joensen
  • Olga Biskopstø
  • Óluvá Klettskarð
  • Ove Mikkelsen
  • Páll á Reynatúgvu
  • Petur Reinert
  • Rói Egholm
  • Rúni Hentze
  • Signar á Brúnni
  • Sigurð Joensen
  • Sjúrður Skaale
  • Sólfríð Fjallsbak
  • Tórbjørn Jacobsen