Flokkurin í samgongu
Fyrstu 12 árini var Tjóðveldisflokkurin ikki í samgongu um at skipa landsstýri, men eftir valið í 1962 skipaði flokkurin samgongu saman við Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum.
Hetta landsstýrið varð nevnt “sjálvstýrislandsstýrið” og setti sær fyri at taka yvir fleiri mál frá Danmark. Kortini var, tá samanum kom, ikki semja í samgonguni til at fremja ætlaðu yvirtøkurnar.
Síðan hevur flokkurin verið í samgongu fleiri ferðir saman við skiftandi flokkum.
Samgongur, sum Tjóðveldisflokkurin hevur verið við í:
1963: Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Framburðsflokkurin.
Umboðini hjá Tjóðveldinum: Erlendur Patursson og Karsten Hoydal
1975: Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin.
Umboðini hjá Tjóðvledinum: Finnbogi Isaksen og Petur Reinert
1979: Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin.
Umboðini hjá Tjóðveldinum: Heðin M. Klein og Hergeir Nielsen
1985: Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Kristiligi fólkaflokkurin, Føroya framburðs- og fiskivinnuflokkur (KrFFF).
Umboðini hjá Tjóðveldinum: Jógvan Durhuus og Jóngerð Purkhús
1988: Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Kristiligi fólkaflokkurin, Framsóknarflokkurin.
Umboðini hjá Tjóðveldinum: Jógvan Durhuus og Jóngerð Purkhús
1989: Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin. Sjálvsýrisflokkurin og KrFFF
Umboðini hjá Tjóðveldinum: Signar á Brúnni og Finnbogi Ísakson
1989: Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin
Umboðini hjá Tjóðveldinum: Signar á Brúnni ogJóngerð Purkhús
1993: Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin.
Umboðini hjá Tjóðveldinum: Finnbogi Ísakson og Signar á Brúnni
1998: Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin.
Umboðini já Tjóðveldinum: Høgni Hoydal, Karsten Hansen, Signar á Brúnni, Tórbjørn Jacobsen (frá 21. juli 2000), Óli Holm (frá 14. juni 2001) Karsten Hansen
2002: Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin.
Umboðini hjá Tjóðveldinum: Høgni Hoydal, Páll á Reynatúgvu, Karsten Hansen, Annlis Bjarkhamar, Annita á Fríðriksmørk (frá 17. september 2003)
2008: Javnaðarflokkurin, Tjoðveldi og Miðflokkurin
Umboðini hjá Tjoðveldinum: Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen, Bjørt Samuelsen, Kristina Háfoss, Óluvá Klettsgarð frá (30. august 2008)