Komandi ættarlið eru grundarlag undir tjóðini komandi, og ungdómur okkara skal hava ávirkan, ábyrgd og javnbjóðis møguleikar í samfelagnum.
Tjóðveldi hevur sum ungdómspolitiskan málsetning: Øllum ungum skal tryggjast møguleikin fyri innihaldsríkum ungdómi, ið ger tey før fyri at liva eina sjálvstøðuga og innihaldsríka tilveru við virknari luttøku í samfelagslívinum.
Hesin málsetningur skal m.a. røkkast við hes-um amboðum og átøkum:
Ávirkan og ábyrgd
Einans við at kunna taka ábyrgd og gera sær praktiskar royndir í veruliga lívinum læra tey ungu at samráðast og taka avgerðir í einum samfelag, har ið rúm skal vera fyri ymiskum hugsjónum og meiningum. Skulu tey ungu virðismeta fólkaræðisligu virðini, mugu tey eisini hava veruliga ávirkan á teirra umhvørvi. Tey skulu hava ávirkan á skúlagongd, arbeiðstreytir, frítíð og framtíðarmøguleikar sínar.
Tjóðveldi vil
- Valaldurin verður lækkaður niður í 16 ár.
- Ung fáa størri ávirkan á útbúgvingarstovnarnar.
- Ungdómsting verður sett á stovn, har politisku ungmannafeløgini stilla upp og viðgera samfelagsmál eins og í Løgtinginum.
- Kommunal ungdómsráð verða sett á stovn í kommunum kring landið.
- Kunngerð ella løgtingslóg verður smíðað, ið ásetir kravda ungdómsumboðan í almennum ráðum og nevndum, ið viðgera mál, ið viðkoma ungum, og mannagongdir fyri vali av ungu umboðunum.
- Kravd undirvísing verður í fólkaræði/samfelagsfrøði í fólkaskúlanum.
Útbúgving og lestrarumhvørvi
Føroyar skulu áhaldandi verða kappingarførar í dystinum við grannalond okkara um ungu høvdini.
Tjóðveldi vil
- Skapa fjølbroyttar og breiðar útbúgvingarmøguleikar til tey ungu í landinum.
- Leggja til rættis góðar lestrarkarmar, ið skapa trivnað millum tey ungu.
- Byggja lestraríbúðir við tilknýti til útbúgvingarstovnar.
- Skapa fjølbroytt lestrarumhvørvi við mentanar-, lista- og frítíðartilboðum.
Vinna og arbeiðsmøguleikar
Týdningarmikið er, at tey ungu hava møguleikar at gera sær arbeiðsroyndir. Fleiri megna ikki at finna fótafesti í útbúgvingarskipanini, men læru- og praktikkpláss tróta
Tjóðveldi vil
- Stuðulsskipan til nýútbúgvin, ið leita eftir arbeiði.
- Styrka samskiftið millum skúlar og vinnulívið.
- Nullhugsjón viðvíkjandi ungdómsarbeiðsloysi.
- Skapa góðar karmar fyri íverksetan millum ung.
- Tað almenna og tað privata binda seg til at taka fleiri lærlingar og seta praktikantar.
- Styrka og økja útbúgvingarútboðið í vinnurættaðum útbúgvingum.
Mentan og trivnaður
Øll ung eiga at koma nøkulunda snikkaleyst gjøgnum ungdómsárini. Summi hava tørv á eini útrættari hond fyri at finna fótafesti í tilveruni. Tjóðveldi arbeiðir fyri trivnaði millum ung og ynskir at skapa optimalar karmar fyri eina sunna og fjølbroytta ungdómstilveru.
Tjóðveldi vil
- Fjølbroytt mentanartilboð
- Rúsdrekkafrí tilboð til ung, ið ikki sleppa inn á barrir og dansistøð.
- Áhaldandi styrkja SSP-samstarvið, tvs. samstarvið millum skúla, sosialmyndugleikar og løgreglu.
- Styrka ungdómsráðgevingina.