Fyrispurningar á tingi
Fáa vit meira heilsutænastu fyri pengarnar?
Í føroyska sjúkrahúsverkinum eru líka yvir 1.100 ársverk, og av teimum eru í dag góð 71 prosent heilsustarvsfólk, meðan smá 29 prosent ikki eru heilsustarvsfólk. Tað er ein broyting hend í tíðarskeiðnum 2019-2022, tá undanfarna samgonga sat, tí í 2019 var býtið smá 73 prosent heilsustarvsfólk og góð 27 prosent onnur. Í tali av starvsfólkum er talan um, at síðan 2019 eru 26 ársverk sett av heilsustarvsfólkum, meðan 35 ársverk eru sett av øðrum. Hetta kemur alt fram í fyrispurningi, sum landsstýriskvinnan í heilsumálum júst hevur svarað. Í svarinum verður somuleiðis tilskilað, at sjúklingahotellið og deildin serviðgerð uttanlands ikki eru taldar við, og tí er væl hugsandi, at veruliga býtið hellir enn meira til onnur starvsfólk enn til heilsustarvsfólk. Orsøkin til, at hetta kemur fram nú, er at Hagstovan í summar upplýsti, at samanborið við tey londini í Evropa, sum Hagstovan vanliga samanber við, so eru lutfalsliga allar flest onnur starvsfólk í sjúkrahúsverkinum í Føroyum. Tað kann avgjørt hava sínar frágreiðingar. Ein er til dømis, at vit eru lutfalsliga fá fólk í Føroyum, og tá kunnu sera lítil tøl gera stóran mun, tá vit samanbera við onnur lond. Ein annar partur er, at ein partur av okkara sjúkraviðgerð fer fram uttanlands, har rokningar síðan verða sendar til Føroyar fyri arbeiðið, og ein triði partur kann vera, at ávísar tænastur í sjúkrahúsverkunum aðrastaðni eru útveittar, so til dømis vasking og matur ikki gerast talan um ársverk á sjúkrahúsunum. Men samstundis hevur tað ljóðað, at vit kanska ikki hava fingið so nógv meira sjúkraviðgerð fyri tær øktu játtanirnar, sum sjúkrahúsverkið hevur fingið seinastu árini. Nú er onkursvegna greitt, at økta játtanin í minni mun er farin til heilsustarvsfólk enn til onnur, men tað merkir ikki endiliga, at tað bara er blivið til meira umsiting, hóast tað er skjótt at hugsa tann tankan. Tað kundi til dømis verið gott at fingið hesi tølini meira útgreinað frá sjúkrahúsverkinum í fakbólkar, sjúkrahús, deildir og so framvegis, so vit kunnu hava fult álit á, at vit sum samfelag alla tíðina fáa nóg mikið fyri tann skattin sum vit rinda. Tað er ongin ivi um, at skulu vit koma til eitt fíggjarliga haldført og sjálvbjargið samfelag, so mugu vit alla tíðina fylgja væl við og finna loysnir, sum hóska seg til okkara samfelag, og tryggja, at vit fáa sum mest burturúr tí, sum vit rinda í felagskassarnar. Les §52a spurningin hjá Eiriki í Jákupsstovu og svarið hjá Margit Stórá, landsstýriskvinnu, niðanfyri. https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10469 ...
Les meiraÍtøkilig og dagførd fakta um ríkisveitingina eru neyðug
“Føroyar hava góðar fyritreytir fyri at klára seg sjálvar fíggjarliga,” tað sigur Bjørt Samuelsen, sum í dag hevur sett Una Rasmussen fyrispurning um ríkisveitingina og fíggjarligt sjálvbjargni. “Seinastu árini er bruttotjóðarúrtøkan vaksin, eins og kommunurnar hava átikið sær stórar sosialar útreiðslur, sum fyrr lógu á landskassanum. Flestu flokkarnir á tingi siga seg vilja arbeiða fyri fíggjarligum sjálvbjargni. Skal metast um, hvat ið krevst fyri at niðurlaga restina av rískisveitingini og gerast fíggjarliga óheft at øðrum landi, so er neyðugt at taka kommunubúskapin við í roknistykkið. Frá 1. januar 2002 varð ríkisveitingin skorin við einum góðum triðingi. Tá táttaði ríkisveitingin í eina milliard krónur. Tí verður spurt um ríkisveitingina sum part av almenna búskapinum árið fyri og árini eftir blokkniðurskurðin. Ríkisveitingin ella blokkurin er áhaldandi ein sentralur lutur í kjakinum um møguleikarnar fyri at gerast fíggjarliga sjálvbjargin og eitt sjálvstøðugt land. Ítøkilig og dagførd fakta um búskaparviðurskifti eru neyðug, skal kjakið vera sakligt og ítøkiligt.” Spurningarnir eru soljóðandi: Hvussu stórur partur av samlaða almenna búskapinum er ríkisveitingin, t.e. í mun til inntøkur og útreiðslur hjá landi, kommunum og almennum grunnum? Hvussu stórur partur av samlaða almenna búskapinum var ríkisveitingin í 2001? Hvørjar hava inntøkurnar hjá landi, kommunum og almennum grunnum verið hesi árini við og eftir 2001, og hvussu stórur partur av inntøkunum hevur ríkisveitingin verið? Hvørjar hava almennu útreiðslurnar verið hesi somu ár, og hvussu stórur partur av útreiðslunum hevur ríkisveitingin verið? Hvør er føroyska bruttutjóðarúrtøkan í løtuni í mun til ta donsku og onnur grannalond, og hvussu stórur partur av føroyska BTÚ er...
Les meiraVerður arbeitt við at basa heimloysi?
Tá vit viðgjørdu løgmansrøðuna segði landsstýriskvinnan í almannamálum, at tey fóru undir at savna inn hagtøl yvir heimloysi í Føroyum. Tað er nakað, ið eg havi heitt á um at fáa gjørt, líka síðan eg varð vald. Arbeiðið skuldi vera liðug í ár, segði hon, men vit hava tíverri einki hoyrt síðan. Tí havi eg sett henni fyrispurning um, hvussu tað gongur við arbeiðinum. Eg havi lagt uppskot fram fleiri ferð um at áseta, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av heimleysum, men hesi vóru øll feld. So tað var ein lítil glotti at hoyra, at arbeitt varð við málinum um hagtølini. Í Føroyum hava vit eingi tøl fyri, hvussu stór bústaðarneyðin er. Vit hava eingi tøl fyri, hvussu nógv eru heimleys. Tí er tað eisini torførari at tosa og kjakast um, hvussu vit best loysa bústaðarneyðina, og hvat skal til. Vit vita, at fleiri hava ligið á sjúkrahúsinum eftir lidna viðgerð, tí sjúkrahúsini ongastaðni hava at útskriva tey til. Tað er óvirðiligt – serliga fyri eitt so ríkt samfelag, sum okkara. Eg vóni, at arbeiðið er komið væl í gongd, so vit veruliga kunnu hjálpa og eisini fáa eina mynd av, hvussu støðan er. Hervør...
Les meiraBjørt spyr um hvítting
Spurningar: Veit landsstýrismaðurin, um fleiri dømi eru um, at útlendskar fyritøkur ella persónar hava hvítvaskað pening ígjøgnum fyritøkur, skrásettar í Føroyum, og ígjøgnum føroysku bankarnar? Fáa føroyskir myndugleikar fráboðan frá donsku eftirlitsmyndugleikunum um tey mál, har talan er um svik ella hvítvasking av pengum, har Føroyar so ella so verða brúktar til endamálið? Fáa føroyskir myndugleikar yvirlit yvir, hvørjar fyritøkur ella persónar, skrásett ella búgvandi í Føroyum, ið eru partar av hvítvasking av pengum ella øðrum fíggjarligum kriminaliteti? Er ætlanin at kanna vavið á hvítvaski ella øðrum fíggjarligum kriminaliteti í Føroyum og gera nakað við trupulleikan? Viðmerkingar: KVF bar í gjár tíðindini um eitt mál, har ógvusligar mongdir av pengum eru hvítvaskaðar gjøgnum eitt føroyskt skrásett felag og gjøgnum føroyskan banka. Í hesum føri var talan um mál knýtt at sonevnda “ Kongoráninum”, har 100 milliónir krónur, stolnar frá fólkinum í Kongo, eru fluttar til Føroya. Áður hava vit frætt um fyritøkur, sum brúktu føroyskar skipanir til skattaundandrátt og svik. Í gjár boðaði Bank Nordik frá, at bankin í 2020 fráboðaði heili 176 mál til SØIK (Statsadvokaten for Særlig Økonomisk og International Kriminalitet), og at tað í danska peningastovnsgeiranum vórðu samanlagt meira enn 60.000 mál fráboðað. Føroysku bankarnir virka undir danskari lóggávu, og eftir somu krøvum og fráboðanarskyldum um hvítvask v.m., sum danskir bankar. Føroyskar fyritøkur eru fevndar av løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski og fígging av yvirgangi. Spurningarnir verða settir fyri at fáa fram, í hvønn mun føroyskir myndugleikar hava innlit í og kunning um tey mál har fyritøkur, skrásettar í Føroyum, og føroyskir bankar eru partar av. Og í hvønn mun ætlanin er at gera nakað við trupulleikan. Á Løgtingi, 23. november 2021 Bjørt...
Les meiraÁtøk at bjarga føroyska rossinum
Hevur politiski myndugleikin nakrar ætlanir um átøk at bjarga og varðveita føroyska rossið? Undirritaða hevur sett landsstýrismanninum fleiri spurningar um, hvat politiski myndugleikin kann og møguliga vil gera fyri at bøta uppá avbjóðandi støðuna hjá føroyska rossinum. Føroyar hava sambært ST-sáttmála bundið seg til at at verja lívfrøðiliga margfeldið. Føroyska rossið er eitt av gomlu serføroysku húsdýrasløgunum, og er fevnt av sáttmálanum. Fyri nógvum árum síðani varð farið undir at varðveita føroyska rossið, sum var nærum útdeytt. Felagið Føroysk Ross vísir á, at vit í verandi løtu hava ein stovn á 94 ross av serføroyskum slag, tá fyl og geld ross eru íroknað. Umframt eini 500 útlendsk ross. Støðan hjá føroyska rossinum er sera álvarsom. Ov fá fyl verða nú folað. Tað eru einans áleið 25 ryssur í burðardyggum aldri, og av hesum eru 7-10 ryssur, sum verða brúktar í aling. Sambært FAO skal stovnurin av aliryssum upp um 1000 ryssur fyri ikki at verða hóttur. Neyðugt er at skipa eina effektiva aling, ið varðvetir genetiska fjølbroytnið og forðar fyri innannøring. Í 2018 vórðu 13 fyl av føroyska rossaslagnum folaði, sum var met, men árini eftir hetta 6-7 fyl árliga, og í 2022 væntast bert hitt eina fylið, ið er lægsta talið síðan 1990. Alarar tora ikki at seta við, tí vandin fyri ikki at sleppa av við fylini er ov stórur, kann lesast á ffr.fo. Ein loysn á trupulleikanum er at fáa loyvi at útflyta føroysk ross, so til eisini ber at ala hesi uttanlands. Eitt nú í Danmark er eftirspurningur eftir føroyskum rossum. Í løtuni væntar lóggáva um at skráseta ross, og tí hevur eingin myndugleiki ella felag í Føroyum heimild til at vátta upplýsingarnar í rossapassum, vísir felagið á. Ein lítil játtan er á fíggjarlógini til stuðul til at varðveita føroyska rossið, men pengarnir strekkja ikki langt, og eldsálir brúka tí nógvan pening úr egnum lumma, fyri at varðveita stovnin. Landsstýrismaðurin verður biðin at svara uppá hvat, ið krevst av lógarbroytingum fyri, at føroysk ross kunnu útflytast. Og fyri at føroysk ross kunnu verða skrásett á góðkendan hátt og ein myndugleiki ella felag fáa heimild at vátta upplýsingarnar í rossapassum. Síðani verður landsstýrismaðurin spurdur, hvørt hann ætlar at fáa hesa lóggávu gjørda – og nær. Og um hann ætlar at hækka játtanina til stuðul til at varðveita føroyska rossið og gera ein miðvísan alipolitikk fyri at tryggja framtíðina hjá føroyska rossastovninum. Spurningarnir verða settir sum sonevndur §52a fyrispurningur, ið verður svaraður skrivaliga innan 10 yrkadagar. Vónandi er politiskur vilji til at tryggja framtíðina hjá føroyska rossinum! Bjørt Samuelsen...
Les meiraGóðtekur løgmaður sensur av ungum filmslistafólki?
So hendi tað enn einaferð, at landsstýrismaðurin í mentamálum kolldømdi eitt fakligt tilmæli um fíggjarligan stuðul til ungt filmslistafólk. Hóast grundgevingarnar frá ráðgevingini hjá landsstýrismanninum fyri at lata stuðul eru, at talan er um verkætlan á fakliga høgum støði, so noktar landsstýrismaðurin stuðul av filmsjáttanini, sonevnda filmsgrunninum. Føroysk filmsvinna og filmsframleiðsla hava ment seg sera nógv seinastu árini. Millum ungu talentini telist eisini Katrin Joensen-Næs, sum sambært tilmælinum átti at fáa 75 túsund krónur til filmin, sum viðgerð evnið sex – neyvan eitt heilt óviðkomandi evni fyri ung. Har sita væl skikkaði fólk og tilmæla. Fólk, sum eru skødd til at meta um, hvørt verkætlanin er dygdargóð og innihaldið borðbært. Men fótonglar verða lagdir fyri spírandi ungum listafólki, tí landsstýrismanninum ikki dámar tað, hesi ungu ætla at framleiða. Hóast landsstýrismaðurin ikki brýtur lógina, so minnir hetta ikki sørt um sensur. Síðani 2014 hevur serstøk játtan til film verið undir Mentamálaráðnum, og stuðulstørvurin er fleirfalt tað, sum pengarnir strekkja til. Stuðul úr filmsgrunni ella frá almennari stuðulsskipan, har stuðul verður givin eftir fakliga ásettum treytum, er aloftast ein fyritreyt fyri at fáa fígging aðrastaðni frá. Tí er tað at nokta fyri stuðuli eisini eitt slag, sum kann fáa størri avleiðing enn null krónu av játtanini, sum Jenis av Rana umsitur – vegna Løgtingið, og harvið vegna føroya fólk. Fari tí at seta løgmanni ein §52 fyrispurning um, hvør hann er nøgdur við háttin, sum landsstýrismaðurin í mentamálum umsitur játtanina til filmsframleiðslu. Fari at spyrja, um løgmaður sær nakrar óhepnar fylgjur av, at filmslistafólk fáa noktað stuðul, hóast tey fakliga verða mett at vera evnarík og gera filmsarbeiði á høgum støði. Og um hann heldur tað vera rætt, at eitt landsstýrisfólk soleiðis kann detailstýra hvør, ið fær stuðul, og at til dømis seksuelt innihald ella banniorð eru haldgóðar grundgevingar fyri at nokta ungum filmsspírum stuðul úr filmsgrunninum. Tað kann heilt einfalt ikki vera rætt, og er eftir míni fatan ein álvarsom skerjing av listaliga frælsinum hjá ungum listafólki. Bjørt Samuelsen ...
Les meiraTobbi spyr um ríkisveitingina
Spurningur: Hvussu rúgvismikil var danska ríkisveitingin í krónum áðrenn skorið var í hana pr. 01. januar 2002, og hvussu stórur partur, lutfalsliga, var danska ríkisveitingin tá av løgtingsfíggjarlógini og av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni? Danska ríkisveitingin varð skorin við 366 milliónum krónum, hvussu stórur partur, lutfalsliga, var danska ríkisveitingin av løgtingsfíggjarlógini og av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni í 2003 t.d.? Hvussu stórur partur var danska ríkisveitingin, lutfalsliga, av løgtingsfíggjarlógini og føroysku bruttotjóðarúrtøkuni tað seinasta árið vit hava eina endaliga uppgerð fyri hesa seinru? Hvussu rúgvismikil hevði danska ríkisveitingin nú verið í krónum, um ongin broyting var gjørd henni viðvíkjandi yvirhøvur síðan ár 2000, og hvussu stórur partur hevði hon tá verið, lutfalsliga, av løgtingsfíggjarlógini og bruttotjóðarúrtøkuni? Hvørjar høvdu tær fíggjar- og búskaparligu avleiðingarnar verið, um tað, sum nú er eftir av donsku ríkisveitingini, hevði verið laðað niður við einum fjórðingi hvør árið í 2022, 2023, 2024 og 2025, soleiðis, at danska ríkisveitingin ikki longur var ein partur av føroyska búskapinum? Viðmerkingar: Ivaleyst eru tað fleiri politiskar orsøkir og stjórnmálslig áhugamál, ið liggja undir hesum fyribrigdi, at føroyski landskassin úr danska ríkiskassanum fær fluttar fleiri hundrað tals milliónir krónur um árið til føroyska landshúsarhaldið. Hesir spurningar eru ikki settir fyri at fáa politisk ella partapolitisk svar. Spurningarnir eru settir av búskaparfrøðiligum áhuga. Refusiónsskipanir og seinri ríkisveiting vuksu ár undan ári fram til tann dagin ein samgonga og landsstýri hennara, fyrst í hesari øldini, valdi at minka munandi um árligu upphæddina í einvegis ferðsluni millum kassarnar báðar. Borgarar okkara eiga at fáa politiskt og partapolitiskt ólitað svar á spurningin, um hvør støðan var áðrenn niðurskurin, eftir niðurskurin, seinast bruttotjóðarúrtøkan var uppgjørd, hvør støðan í dag hevði verið, um ríkisveitingin ongantíð varð skorin og danski prísvøksturin ongantíð var steðgaður. Tað er eisini umráðandi, at seinasta svarið er eitt búskaparfrøðiligt svar, har mett verður um fíggjar- og búskaparligu avleiðingarnar av at skerja donsku ríkisveitingina burtur eftir 4 árum frá 2022 til og við 2025. Á Føroya løgtingi, 27. apríl 2021 Tórbjørn...
Les meiraSirið spyr um bíðitíðirnar í barnapsykiatriini
Spyrjari: Sirið Stenberg Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen Evni: Langar bíðitíðir í barnapsykiatriini Spurningar: Hvussu langar eru bíðitíðirnar í barnaspykiatriini ? Eru bíðitíðirnar ymiskar fyri ymisku bólkarnar av børnum ? Hvussu ætlar landsstýrismaðurin ítøkiliga at fáa bíðitíðina niður ? Og hvussu nógv væntar landsstýrismaðurin, at bíðitíðin kann minka í ár ? Er tað í kørmunum fyri 2020 lagt upp fyri raðfesting av barnapsykiatriini ? Viðmerkingar: Langar bíðitíðir Í seinastu samgongu bleiv barnapsykiatriin raðfest munandi. Tað eydnaðist í stóran mun at fáa bíðilistarnar langt niður, og í ávísan mun so gott sum burtur. Nú frættist, at bíðitíðin aftur er longd til langt yvir eitt ár, og at talið av ávísingum veksur alsamt. Skjót hjálp er góð hjálp Tað er sera álvarsamt við bíðilistum í barnapsykiatriini. Barnalívið er stutt, og ein bíðitíð, sum kann koma upp móti tveimum árum, kann gera, at støður, sum møguliga kundu verið hjálptar, um hjálpin kom í góðari tíð, kunnu elva til álvarsama sjúku, sum kann blíva varandi. Tí má alt setast til fyri at fáa bíðitíðina niður. Barnalívið má ikki brúkast til at vera á bíðlista. Tað skapar líðing har tíðin skuldi fari til trivnað og...
Les meiraSirið spyr um koronukoppseting til sjúklingar í uttanlandsviðgerð
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um koronukoppseting til sjúklingar í uttanlandsviðgerð, settur landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) Hvussu er ætlanin tryggja, at tey, sum eru stødd uttanlands í sjúkuviðgerð og teirra fylgjarar, verða koppsett? og nær kann roknast við, at hetta verður gjørt ? Verða starvsfólkini á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn eisini boðin koppsetingina samstundis ? Viðmerkingar: Tað verða støðugt sendir sjúklingar til sjúkuviðgerð uttanlands. Størsti parturin á Ríkissjúkrahúsinum. Fleiri av sjúklingunum eru ein part av tíðini á sjúklingahotellinum, og fleiri teirra hava avvarðandi við. Tað eru eisini fleiri, sum ferðast tíðum millum londini í sambandi við langa viðgerðir. Smittutrýstið er høgt í Danmark, og økta ferðingin saman við ymisku sjúkrasøgunum ger hetta til ein sera viðbreknan bólk. Tí hesir spurningar til landsstýrismannin, so greiða fæst á...
Les meiraFøroyskur sjógvur er ikki danskt øki
Nú Brexit er á gáttini, stúra nógv ES lond fyri at missa fiskivinnurættindi í bretskum sjógvi. Summi teirra fara kanska at hyggja hendaveg og royna at sleppa at fáa part av føroysku kvotunum. Tí er umráðandi, at vit verja føroysku fiskivinnuna. Millum teirra, ið kanska fara at missa fiskirættindi í samband við Brexit, eru donsk reiðarí. Hetta er sjálvandi spell, men vit mugu kortini halda fast um at føroyskur sjógvur er ikki danskt øki. Tí havi eg sett løgmanni fyrispurning um, hvat samskifti er millum landsstýrið og donsku stjórnina, um at loyva donskum skipum í føroyskan sjógv at fiska, og um donsk reiðarí eiga í skipum, sum í seinastuni eru komin inn í føroysku fiskivinnuna. Vit mugu ongantíð gloyma, at ES og Danmark boytottaðu føroysku fiskivinnuna. Tí mugu vit staðfesta, at bara Føroyar verja føroysk áhugamál. Beinta...
Les meira