Lýsing

Fyrispurningar á tingi

Katrin fingið svar uppá fyrispurning

, 18/04/2017

Katrin fingið svar uppá fyrispurning

Fyrispurningur um palliatión, settur landsstýrismanninum í heilsumálum, Sirið Stenberg (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Nær er skipanin við palliativa toyminum og palliativu eindini eftirmett, við tí endamáli at betra um palliativu tænastuna til sjúklingarnar? 2. Hvat vísti eftirmetingin, og hvørjar tillagingar eru gjørdar? 3. Eru ætlanir um at styrkja um tilboðið til heimabúgvandi sjúklingar, ið hava tørv á palliatión? 4. Um so er, hvørjar ætlanir eru? 5. Eru nakrar ætlanir um at seta á stovn hospice í Føroyum? Viðmerkingar: Krabbameinsætlanin kom við nógvum góðum tiltøkum til gagns fyri føroysku sjúklingarnar. Fleiri teirra eru sett í verk, og her er mammografiscreeningin feskasta dømið. Hóast krabbameinsviðgerð seinastu nógvu árini er vorðin alsamt betri og yvirlivingin størri, eru tað tíverri framvegis ov nógv, sum doyggja av krabbameini. Palliativa viðgerðin er ein týðandi partur av tilboðnum til krabbameinssjúklingar, har lekjandi viðgerð ikki er gjørlig. Heimsheilsustovnurin WHO, allýsir palliatión soleiðis: ”Palliativ viðgerð, røkt og umsorgan er ein innsatsur, sum skal bøta um lívsgóðskuna hjá sjúklingum, sum hava eina lívshó ttandi sjúku, og teirra avvarðandi. Hetta verður gjørt við at fyribyrgja og linna líðingina við tíðliga at staðfesta og meta um sjúkuna og við at viðgera pínu og aðrar trupulleikar av bæði kropsligum, sá larligum, sá larligum‐sosialum og andaligum slag”. Skilt verður millum tvey ymisk stig av pallierandi viðgerð: Palliativ viðgerð á grundstigi, sum verður veitt á vanligum sjúkrahúsdeildum (starvsfó lk á deildini) og íheiminum hjásjúklinginum (heimarøkt og kommunulæknar). Og palliativ viðgerð áserfrøðingastigi, sum verður veitt sjúklingum við sjúkueyðkennum, ið krevja serkøn og/ella tvørfaklig átøk. Hendan viðgerðin verður veitt av serú tbúnum starvsfó lki ípalliativari eind ásjúkrahúsi, á hospice og/ella við palliativum toymum. Palliativa viðgerðin skal sambært WHO:  Bjóða linnan av pínu og øðrum nervandi sjúkueyðkennum  Vátta lívið og fata deyðan sum eina natúrliga gongd  Hvørki royna at framskunda ella ú tseta deyðan  Taka við sá larligu og andaligu partarnar av umsorganini  Bjóða sjúklinginum stuðul at liva so virkið sum gjørligt til deyðan  Bjóða avvarðandi stuðul undir sjúkuni hjásjúklinginum og ísorgini yvir missin  Brúka tvørfaklig toymi at ganga tørvinum hjásjúklingi og avvarðandi á møti, í roknað stuðul í sorgini um  neyðugt  Økja um lívsgóðskuna og eisini hava positivt árin ásjúkugongdina  Kunna setast íverk tíðliga í sjúkugongdini, saman við øðrum viðgerðum ið verða veittar við tí endamá li at  leingja um lívið, t.d. kemo‐ og strá luviðgerð. Fevnir eisini um tær kanningar, sum eru neyðugar fyri betri at skilja og handfara líðingarmiklar kliniskar komplikatiónir. Ein palliatións‐sjúklingagongd fevnir um nógv  ymisk øki íheilsuverkinum, t.d. heimatænastu, onkologi, palliativa eind, palliativt toymi, sjúkrahúsdeildir og kommunulækna. Tað er umráðandi, at palliatiónin er lagað til øll støðini, og at hon byggir á gott tvørfakligt samstarv. Tá ein tosar um palliativa sjúklingin, er tann avvarandi altíð ein natúrliga atknýttur partur. Í Krabbameinsætlanini varð víst til kanningar uttanlands. sum vísa, at flestu sjúklingar, ið hava ó lekiliga sjúku, helst vilja doyggja heima. ÍFøroyum hava vit onga kanning av, hvar palliativir sjúklingar helst vilja doyggja. Men tað er ein sannroynd, at sera fá ir krabbameinssjúklingar íFøroyum doyggja íegnum heimi – bara 12 av tilsamans 85 sjúklingum í2007. Hetta svarar til 14%. Sum víst varð á í Krabbameinsætlanin, hava vit enn einki hospice íFøroyum. Eitt hospice kundi givið sjúklingunum og teirra avvarðandi góðar karmar og kundi haraftrat verið fakliga mennandi hjá starvsfó lkunum. Krabbameinsætlanin vísir tó á, at vit í fyrstu...

Les meira

Magni setur fyrispurning um loftferðslu

, 06/12/2016

Magni setur fyrispurning um loftferðslu

Á tingfundinum í morgin, setur Magni Arge soljóðandi fyrispurning til Poul Michelsen Føroysk flogvinna, sum nú stuðlar upp undir nærum 500 arbeiðspláss í Føroyum, kann mennast uppaftur meiri, um vit skapa røttu karmarnar og leggja okkum eftir at røkka størri úrslitum. Tað var niðurstøðan á fundi í Norðurlandahúsinum um føroyska flogvinnu í farnu viku. Ongin greitt orðaður politikkur fyri føroyska flogvinnu finst í løtuni, og tí kunnu eitt nú Atlantsflog og Vága Floghavn, sum bæði eru í almennari ogn, halda fullkomiliga hvør sina kós.   Verður nakað stig tikið á hesum økinum, so vinnan og feløgini fáa eina greiða kós at stýra eftir, og virksemið verður samskipað til størstan fyrimun fyri føroyska samfelagið?   Hinvegin kunnu ójavnar kappingartreytir millum eitt nú Atlantsflog og SAS vikna munandi um føroyska flogvinnu. 2. Ætlar landsstýrismaðurin at seta nakrar treytir, so norðurlendski flogrisin, SAS, við 40 milliardum í umsetningi ikki fær høvi at misnýta sína dominantu støðu í Norðurlondum og á flogvøllinum í Keypmannahavn – og taka kappingaravlagandi stig sum t.d. at siga upp samstørv um avgreiðslu av flogførum, ferðaseðlar og bonusskipan, ið hava verið millum feløgini í skjótt 30 ár? Magni Arge,...

Les meira

Bjørt spyr um verju av viðbreknum náttúruøkjum í sambandi við taðing

, 26/06/2016

Bjørt spyr um verju av viðbreknum náttúruøkjum í sambandi við taðing

§52a spurningur settur Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum –          Metir landsstýriskvinnan, at kunngerðin um taðing røkkur endamálinum at tryggja “at taðing ikki elvir til dálking av umhvørvinum”? –          Hvussu verður tryggjað, at taðað verður soleiðis, at tað ikki ger skaða á viðbrekin náttúruøki, fuglalív ella sjáldsamar plantur ella lekur í drekkivatn, áir og vøtn? –          Á hvønn hátt verður tryggjað, at taðað ikki verður tá lendið er fryst ella kavi liggur, so jørðin ikki fær tikið ímóti taðingini? –          Er landsstýriskvinnan samd við fakfólki sum meta, at tað taðing við eitt nú fiskasúrløgu kann fara illa við viðbreknum lendi, og gera seg inn á lívfrøðiliga margfeldni í økinum, har sprænt verður? –          Verður §9, stk 5, sum gevur umhvørvismyndugleikanum heimild at verja serliga viðkvom náttúruøkir, eitt nú fuglabøli, lyngheiðar o.tíl., fylgd? Í hvørjum føri er hon nýtt? –          Hava allar kommunurnar neyðuga fakliga kunnleikan til at meta um viðbrekin náttúruøki, so undantaksloyvi verða givin á nóg dyggum grundarlagi? –          Metir landsstýriskvinnan tað vera nøktandi, at eingin skipað meting ella eftirlit er við, at kunngerðin verður hildin? –          Ætlar landstýriskvinnan at tryggja, at viðbrekin øki fyri plantur og fugl verða eyðmerkt og vard, so slíkt lendi ikki fær varandi mein av óhepnari taðing?   Viðmerkingar Í 2012 varð kunngerð um taðing sett í gildi, hvørs endamál m.a. er “at tryggja, at taðing ikki elvir til dálking av umhvørvinum, heilsuvanda ella ampa í nærumhvørvinum. Endamálið er, at taðað verður á slíkan hátt, at náttúran ikki verður dálkað og skaði ikki gjørdur á viðbreking náttúruøki – lendi, vøtn og áir. Men, at tøðini verða nýtt sum tilfeingi at bøta um lendið. Sambært kunngerðini er loyvt at taða innan- og uttangarðs frá 15.mars til 15.oktobur, niðanfyri 250 metra hædd. Kommunurnar geva loyvi og hava eftirlit við taðingini. Tær kunnu geva undantøk, og verður tað javnan gjørt. Herfyri úttalaði Umhvørvisstovan seg á in.fo og segði, at tey ikki vistu, í hvønn mun taðingarkunngerðin, verður fylgd men mettu, at tað gongur spakuliga rætta vegin. Javnan síggjast spor eftir óhepnari taðing í náttúruni – eitt nú restir av fiskasúrløgu á kavafonnum, mykju á frystari jørð ella alt ov nær vøtnum og áum. Kringvarpið vísti í vár myndir av óhepnari taðing, ið tyktust vera greið brot á taðingarkunngerðina og endamálið við henni. Onnur hava víst á at hetta í fleiri førum snýr seg um bíliga burturbeining av lívrunnum burturkasti, heldur enn góðsking av lendinum. Og at fyrilitarleys taðingin kann gera óbótaligan skaða á viðbrekin náttúruøki. Tórshavn 23.juni 2016 Bjørt Samuelsen...

Les meira

Fyrispurningur um rentustuðul

, 18/06/2016

Fyrispurningur um rentustuðul

Annita á Fríðriksmørk setur Kristinu Háfoss § 52a fyrispurning um rentustuðul 1. Kann landsstýriskvinnan vísa á nøkur vanlig dømi, hvussu nógvan rentustuðul sethúsaánarar fáa, frá tí tey keypa, til húsini eru útgoldin? Talan kann t.d vera um dømi, har núverandi rentustuðul og núverandi sethúsarenta eru brúkt sum grundarlag. 2. Hvat heldur landsstýriskvinnan um hendan miss, sum nøkur av sethúsaánarum okkara eru í? 3. Er tað í lagi, at tænastumenn, sum eru áløgd at búgva í tænastumannaíbúðum, ikki hava rætt til rentustuðul av teimum húsum, tey eiga? Viðmerkingar: Løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum ásetir m.a kravið um, at viðkomandi, sum fær rentustuðulin, hevur sethúsalán og er búsitandi í sethúsunum. Í lógini stendur, at rentustuðul verður veittur fyri matrikulnummarið ávíkavist bústaðaeindina, har viðkomandi verður hildin at búgva. Tað vil sambært grein 2, stk 3 í lógini, siga, at tað er “…tann bústaður, sum viðkomandi persónliga og fíggjarliga er mest knýttur at (miðdepilin í lívsáhugamálunum).“ Hetta er skilagott, tá hugsað verður um lógina generelt. Hinvegin eru nøkur í føroyska samfelagnum, sum ikki sleppa at hava fastan bústað í egnum húsum. Hóast tey óbeinleiðis eru noydd at eiga egin hús. Talan er t.d. um nakrar av prestum okkara, læknum o.ø. tænastumonnum. Hesi skulu sambært lóg búgva í tænastumannaíbúðum, sum hoyrir til embætið, men hetta eru íbúðir, sum hesir somu tænastumenn onki eiga í. Hesir skulu tó rinda leigu fyri almennu leiguíbúðina; men hava ikki rætt til rentustuðul fyri síni egnu hús – tí tey búgva ikki í teimum.. Ein kann so spyrja um tey, sum við lóg eru kravd at búgva til leigu hjá tí almenna, nýtast at eiga egin hús. Til hetta er at siga, at eigur ein tænastumaður ikki egin hús, stendur hann á berum, tá ið hann fer úr starvi sum tænastumaður. Prestar o.o, sum eru áløgd at búgva í øðrum húsum enn sínum egnu, hava tí nógv tyngri lánsbyrðu av sethúsum sínum, enn onnur fólk hava. Húsaprísurin er stýrdur av marknaðinum; og rentustuðul, sum tey flestu hava rætt til, sum keypa sethús, er við í prísásetingini. Her eru umtalaðu tænastumenn við skerdan lut. Tey mugu kappast um húsakeyp, uttan at hava rætt til rentustuðul, við fólk, sum hava rætt til stuðulin. Fyri at fáa eina fatan av, hvussu nógv dýrari hús hjá hesum tænastufólkum eru, ynskir spyrjarin, at fáa at vita, hvussu nógvan rentustuðul vanligir sethúsaánarar fáa: Á Løgtingi, 17. juni 2016 Annita á...

Les meira

Sirið svarar uppá fimm fyrispurningar í dag

, 12/04/2016

Sirið svarar uppá fimm fyrispurningar í dag

Á tingfundinum í dag, hevur Sirið Stenberg svara uppá fimm fyrispurningar, teir vóru um  reglur um oljutangar hjá fyritøkum og privatum húsarhaldum, um bíðitíð til skurðviðgerð fyri ryggtrupulleikar, um dialysuviðgerð , og um um ættleiðing úr Etiopia fýra av hesum spurningum eru niðanfyri   Svar upp á skrivligan fyrispurning frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni nr. S-15/2015 viðvíkjandi reglum um oljutangar hjá fyritøkum og privatum húsarhaldum    Fyrispurningurin var soljóðandi:   Nær fer landsstýriskvinnan at áseta reglur, sum tryggja at oljutangar hjá fyritøkum og privatum húsarhaldum verða skiftir vegna aldur fyri at forða ógvusligari dálking í nærumhvørvinum?   Svar: Fyrst er at siga, at oljutangarnir hjá størri virkjum og fyritøkum koma undir reglurnar hjá Brunaeftirlitinum, sum liggur undir málsøkjunum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Størsta avbjóðingin er við sethúsaoljutangunum, tá hesir fara at leka og verða atvoldin til dálkað undirlendi við øllum, sum tað hevur við sær; dálkaðari mold, steinseting og urtagørðum, og viðhvørt dálkaðar ári og dálkaðan sjógv. Sambært Umhvørvisstovuni eru umleið 5000 av umleið 18000 sethúsaoljutangum eldri enn 20 ár. Tað vil siga , at umleið ein triðingur eru eldri enn 20 ár. Metingin byggir Umhvørvisstovan á upplýsingar, sum vóru fingnir til vega við Manntal. Skilagott hevði verið at fingið gjørt eina ætlan og sett krøv, soleiðis at sethúsaoljutangar verða skiftir út eftir eini ætlan, so umhvørvisavleiðingarnar verða fyribyrgdar. Arbeitt hevur áður verið við at gera uppskot til kunngerð á økinum, men enn er ikki komið á mál. Her kundi eg hugsað mær at hugt aftur eftir tí arbeiði, sum er gjørt. Um politisk undirtøka er fyri tí arbeiðinum, kann roknast við, at tað longu  í 2017 verða sett  krøv til sethúsaoljutangar, bæði teir niðurgrivnu, útitangar og innitangar. Eisini verða onnur krøv ásett, fyri at betra um trygdina og fyri at fyribyrgja dálking í nærumhvørvinum. Tað mest kostnaðarmikla kravið verður, at eldri oljutangar skulu skiftast út. Tí má ein rímilig skiftistíð eisini ásetast tvørtur um eitt ávíst áramál. Somuleiðis má kannast, um tað politiskt verður mett neyðugt at gera eina skipan við ávísum fíggjarligum stuðli í sambandi við oljutangaskiftið. Hinvegin kann sigast, at fíggjarligi smeiturin av ikki at skifta oljutangan kann gerast stórur, serliga um tryggingin ikki tekur við, tí oljutangin er tærdur ella illa farin vegna aldur.   Heilsu- og innlendismálaráðið, 30. mars 2016   Sirið Stenberg landsstýrismaður   Svar uppá fyrispurning nr. 36/2015 eftir § 52a í tingskipanini um bíðitíð til skurðviðgerð fyri ryggtrupulleikar frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni   Spurningurin var soljóðandi:   1.      Hvussu long er miðal bíðitíðin at fáa skurðviðgerð fyri diskusprolaps ella líknandi ryggtrupuleika?   2.      Hvussu nógvir føroyingar verða árliga skurðviðgjørdir fyri nevndu ryggtrupul­leikar?   3.      Hvussu nógvir av hesum verða árliga sendir til Danmarkar at skurðviðgerast?   4.      Verða hesir sendir til Ríkissjúkrahúsið til viðgerðar ella onnur sjúkrahús?   5.      Hvussu nógvir føroyingar árliga verða skurðviðgjørdir á privatsjúkrahúsum, og er talan um samstarv við eitt ella fleiri?   6.      Um bíðitíðin til skurðviðgerð gerst so long, at sjúklingar velja sjálvir at søkja sær hjálp á donskum privatsjúkrahúsi, kunnu hesir so fáa útreiðslurnar endurgoldnar samsvarandi kostnaðinum fyri almenna viðgerð?   7.      Um ikki, hví?   Svar:   Til nr. 1 Bíðitíðin er sjálvandi tengd at eini heilsufakligari meting av, hvussu akutt viðgerðin er. Er talan um akutta viðgerð, er ongin bíðitíð. Miðalbíðitíðin til ryggskurðviðgerðir, sum ikki eru akuttar, er umleið 2-4 vikur.   Tá ið talan er um størri skurðviðgerðir, er...

Les meira

Sirið svarar Óluvu Klettskarð uppá spurning, um grøna orku úr Haraldssundi

,

Sirið svarar Óluvu Klettskarð uppá spurning, um grøna orku úr Haraldssundi

skrivligan fyrispurning frá Óluvu Klettskarð, løgtingskvinnu í løgtingsmáli nr. S-12/2015: Viðvíkjandi grønari orku úr Haraldssundi   Fyrispurningurin var soljóðandi:   1.      Hevur landsstýriskvinnan yvirlit yvir, hvørjar royndir eru gjørdar við sjóvarfallsorku í Føroyum, almennar, privatar ella hjá SEV? 2.      Eru kanningar gjørdar av streymviðurskiftum í Haraldssundi í mun til spurningin um sjóvarfalls­orku? 3.      Heldur landsstýriskvinnan, at tað hevði verið vert at latið Haraldssund upp aftur til tess at fingið sjóvarfallsorku til vega?   Svar:   1.      Hevur landsstýriskvinnan yvirlit yvir, hvørjar royndir eru gjørdar við sjóvarfallsorku í Føroyum, almennar, privatar ella hjá SEV?   Okkum kunnugt er einasta praktiska royndin við at gagnnýta sjóvarfallsorku tann í Vestmannasundi, sum felagið Sp/F Atlantsmyllan hevur staðið fyri.   Myllan er gjørd á Nomatek í Tórshavn og sett út í Vestmannasund. Tað vísti seg, at  náttúrukreftirnar vóru nógv størri enn roknað varð við, og hetta gekk útyvir sjálva mylluna og festini.   Royndin varð gjørd millum annað við fíggjarligum stuðli og útlendskum íleggjara og við hjálp frá Sev, Fróðskaparsetrinum og Jarðfeingi.   SEV hevur eisini samstarvað við kendu fyritøkuna VOITH, sum framleiðir vatnorkuturbinur. Ein avtala er gjørd, sum miðar eftir at royndarkoyra eina sjóvarfalsturbinu í Føroyum, men enn er hetta lítið ítøkiligt.   Fróðskaparsetrið hevur eisini gjørt ymsar mátingar av sjóvarfallsorkuni á ymsum støðum. Hesar vísa, at týðandi orkunøgdir eru í sjóvarfallinum. Væntast kann tí, at hetta við tíðini verður eitt íkast til elframleiðsluna.   2.      Eru kanningar gjørdar av streymviðurskiftum í Haraldssundi í mun til spurningin um sjóvarfalls­orku?   Fróðskaparsetrið gjørdi í 1988 eina frágreiðing um rákið í Haraldssundi. Brúktur varð ein myndil, ið DHI (Dansk Hydraulisk Institut) hevði gjørt. Millum annað varð mett um, hvussu tað fór at reka í einum opi uppá 100 m í sundinum, sum í vídd var 1250 m2. Frammanundan hevði landsverkfrøðingurin gjørt uppmátingar og streymmátingar í sundinum, til dømis vórðu útrokningarnar gjørdar fyri eitt tíðarskeið uppá 12 tímar seinast í mei 1986, tá rákið var uppá tað harðasta. Tvey modell vórðu roynd, eitt grovmeskað og eitt fínmeskað. Hesi vístu, at streymferðin í opinum kom uppá  ávikavist 205 cm/s og 270 cm/s.   3.      Heldur landsstýriskvinnan, at tað hevði verið vert at latið Haraldssund upp aftur til tess at fingið sjóvarfallsorku til vega?   Út frá mátingum, sum vórðu gjørdar, áðrenn sundið varð tipt og teimum modellútrokningum, sum fyriliggja, er rákið í minna lagi til, at tað verður fíggjarliga burðardygt at lata Haraldssund upp við orkuframleiðslu fyri eyga.   Men mest av øllum verður mett, at tøknin ikki er til staðar, og tað fara at ganga ár, áðrenn til ber at fáa til vega turbinur, ið tola og halda til baldruta umhvørvið, og sum kunnu framleiða el til kappingarførar prísir.   Felags fyri verkætlanir innan sjóvarfallsorku er, at tær enn eru á royndarstigi við nógvum fíggjarligum stuðli og eru ikki fíggjarliga burðardyggar.   Í løtuni er tað neyvan skilagott hjá SEV ella tí almenna at fara undir orkuframleiðslu í Haraldssundi. Men um fyritøkur ella granskingarstovnar hava áhuga at gera og rinda fyri slíkar royndir, er støðan ein onnur.     Tórshavn, 30. mars 2016 Sirið Stenberg...

Les meira

Ingolf spyr um Smyril Line

, 17/03/2016

Ingolf spyr um Smyril Line

Skrivligur fyrispurningur til landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen viðvíkjandi Smyril Line   1.      Hvussu stóran part fær almenni eigarin (Føroya landsstýrið og Framtak) burturav vinningsbýtum, sum Smyril Line letur partaeigarunum?   2.      Hvussu nógv hava almennu eigararnir ár fyri ár fingið í vinningsbýti frá Smyril Line síðani 2007?   3.      Hvussu nógvan pening hevur almenni eigarin (Føroya landsstýri og Framtak) sett í Smyril Line síðani 2007, og hvussu stórur ognarlutur er fingin fyri hesi innskot, herundir stødd á innskoti og ognarluti tilsamans og útgreinað ár fyri ár?   4.      Í sambandi við, at Smyril Line aftur varð viðgjørt í Løgtinginum í 2011 hoyrdist, at ein partaeigaraavtala varð gjørd. Varð nøkur partaeigaraavtala  gjørd, og varð hon latin Løgtinginum ella Vinnunevndini?   5.      Er tað rætt, at ein partur av almenna ognarlutinum (Føroya landsstýri og Framtak) er seldur nýliga ella er í umbúna at verða seldur?   6.      Um so er, hvussu stórur partur varð/verður seldur, hvør er søluprísurin, og eftir hvørjum leisti er hann ásettur? Viðmerkingar: 21. november 2008 bjargaði føroyski skattgjaldarin Smyril Line frá húsagangi, tá ein meiri­luti í Løgtinginum – eftir at hava víkt frá øllum tíðarfreistum – samtykti at seta 30 milliónir krónur í reiðaríið. Grundgevingin fyri at bjarga privatu fyritøkuni var, at høvuðsaktivið hjá reiðarínum, ferða­mannskipið Norrøna, fór at verða mist, og tískil metti meirilutin í Løgtinginum, at stór samfelagslig virði vóru í vanda fyri at fara fyri skeyti. Samstundis, sum Løgtingið samtykti at seta 30 milliónir krónur í reiðaríið, setti almenni grunnurin Framtak 10 milliónir krónur í afturat teimum út við 70 milliónum krónunum, sum grunnurin frammanundan hevði sett í felagið. Í somu atløgu varð eisini eitt ábyrgdarlán á 15 milliónir krónur, sum Framtak hevði veitt Smyril Line, lagt um til partapening. Sostatt var samlaða upphæddin 55 milliónir krónur, sum tað almenna (tað er skattgjaldarin, annaðhvørt beinleiðis ella umvegis Framtak) í november 2008 í bráðskundi sprændi inn í reiðaríið í partapeningi.  Og við teimum 70 milliónum krónunum, sum Framtak hevði sett í framman­undan, var samlaða almenna engagementið í felagnum 125 milliónir krónur.   Tá roykurin hevði lagt seg, umsat Vinnumálaráðið umleið 58 prosent av partapeninginum í Smyril Line – 25 prosent av tí, sum Løgtingið setti í beinleiðis vegna føroyska skattgjaldaran, og 33 prosent, sum ognarluturin hjá almenna íløgugrunninum Framtak var gjørdur upp til. Skipað varð soleiðis fyri, at Vinnumálaráðið fekk avgerðarrættin í mun til nevndarval, eisini vegna Framtak, og kundi soleiðis einsamalt velja meirilutan í nevndini.   Bjargingarátakið hevði eisini við sær, at reiðaríið varð skuldarsanerað við umleið 200 milliónum krónum, og tískil kundi Norrøna aftur loysa frá landi á einum heilt nýggjum og munandi liviligari rakstrargrundarlagi. Tað gav skjótt at býta, og undantikið 2010 hevur Smyril Line síðani bjargingina í 2008 havt støðugt vaksandi roknskaparlig avlop. Í 2013 var avlopið góðar 32 milliónir krónur áðrenn skatt, og í 2014 var tað góðar 36 milliónir krónur áðrenn skatt – hetta árið samtykti aðalfundurin hjá reiðarínum at lata 30 milliónir krónur í vinningsbýti til partaeigararnar.   Kortini var landsstýrismaðurin í vinnumálum í 2011 aftur í Løgtinginum og bað um hjálp til í bráðskundi at styrkja gjaldførið hjá Smyril Line. Framtak skuldi aftur traðka til við 15 milli­ón­­um krónum, og privatir íleggjarar koma við øðrum 25 milliónum krónum. Men afturfyri kravdu privatu íleggjararnir, at landið slepti øllum valdinum í felagnum. Eisini til hesa viðgerðina varð víkt...

Les meira

Skula vit hava ein bátaportal?

, 10/02/2016

Skula vit hava ein bátaportal?

Munnligur fyrispurningur til Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum viðvíkjandi einum bátaportali 1.      Hvat heldur landsstýriskvinnan um hugskotið at gera ein bátaportal? 2.      Hvørja ávirkan heldur landsstýriskvinnan, at ein bátaportalur hevði havt á føroyska samfelagið? Viðmerkingar: Tað ber til at menna og varðveita tilvitanina um føroyska bátin og ta søgu og tað samfelag, hann umboðar. Hugskotið, sum hevur verið frammi alment, er at byggja ein sokallaðan bátaportal. Bátaportalurin kann savna og seta upp ta vitan, sum er um føroyska bátin, og um tað samfelag og tær broytingar, sum hann hevur fjálgað og tænt í øldir. Bátaportalurin átti at kunnað skipað fyri framsýningum um føroyskt bátasmíð og um søguliga týdningin, báturin hevur havt gjøgnum øldirnar. Eisini er hugsandi, at bátaportalurin er eitt livandi stað, har man kann koma og síggja handverkið í verki. Síggja fólk smíða bátin. Tað er komið at teimum døgum, at fá enn minnast bátin sum amboð teirra í bygdini fyri at yvirliva. Tí kundi bátaportalurin eisini verið høvi hjá teimum eldru fólkum, sum enn minnast tíðina, og latið hesi greitt frá týdninginum, báturin hevði fyri at yvirliva, og eisini, hvør hóttan lá í bátinum, tá hann í øllum veðri baldist á sjónum. Hugsandi er eisini, at bátaportalurin rúmar tjóðarítrótti okkara – kappróðrinum – og latið henda verið ein virknan part av húsinum. Hetta kundi man gjørt við at latið kappróðrarfeløg húsast á niðastu hædd. Niðasta hædd átti eisini at rúmað møguleikanum hjá fólki at roynt bátin og farið ein túr við honum. Tí er umráðandi, at hann liggur við sjógvin, so at børn, ferðafólk og onnur kunnu sleppa at flota og kenna sambandið millum sjógv og bát. Slíkir bátaportalar eru við góðum úrsliti gjørdir aðrastaðni, eitt nú í Hetlandi, Danmark og Noregi. Hugskotið fremur eisini tey ynski, ið hava verið frammi í politisku skipanini um at varðveita føroyska bátin og føroyskt bátasmíð, og tað gongur fleiri av teimum tilmælum á møti, sum vórðu sett fram í álitinum um at skapa føroyskum bátasmíði livilíkindi. Álitið varð latið Føroya landsstýri í 2012. Hvar bátaportalurin skal vera, og hvussu hann skal byggjast, eiga serkøn fólk at taka støðu til. Umráðandi er bara, at hann er bygdur soleiðis, at hann kann rúma tí virksemi, sum visjónin fyri portalin hevur, og at hann er lætt atkomuligur hjá flestu føroyingum og hjá ferðafólki. Á Løgtingi, 8. februar 2016 Annita á Fríðriksmørk – at vit gerast limur í IMO, WTO, UNECO osfr krevur fólk við hægri útbúgvingum – at tær royndir man har kemur at vinna sær, koma at menna okkara samfelag og seta fólk við hægri útbúgvingum í...

Les meira

Hava fólkapensjonistar meira ella minni um hendi nú eftir umleggingina?

,

Hava fólkapensjonistar meira ella minni um hendi nú eftir umleggingina?

Tað vil Annita á Fríðriksmørk hava at vita frá landsstýriskvinnuni í almannamálum, tí setir hon munnligan fyrispurning um tað á tingfundinum í morgun Munnligur fyrispurningur til Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum viðvíkjandi fólkapensjónistum 1.      Hava fólkapensjónistar meira ella minni um hendi nú eftir umleggingina?   2.      Á leið hvussu stórur er munurin?   Viðmerkingar Ónøgdin við umleggingina av pensjónini, tá grundarupphæddin lækkaði og útgjaldið úr samhaldsfasta hækkaði, var rímiliga sjónlig áðrenn ársskiftið. Kortini helt samgongan fast, tí vit sóu, at tølini vístu, at serliga teir fólkapensjónistar, sum onga aðra pensjón høvdu, fóru at fáa meira útgoldið eftir umleggingina.   Nú er so umleggingin komin á skinnararnar, og fyrsta mánaðargjaldið er farið afturum. Sjálv havi eg fingið rættiliga postivar afturmeldingar frá fólkapensjónistum, sum siga seg hava fingið meira um hendi nú enn áðrenn umleggingina. Men eitt er, hvat man hoyrir, annað er, hvørji tølini eru, sum myndugleikarnir sita við. Tí er hesin spurningur settur landsstýriskvinnuni.   Á Løgtingi, 9. februar 2016   Annita á Fríðriksmørk...

Les meira

Kristina fingið svar uppá fyrispurning

, 11/01/2016

Kristina fingið svar uppá fyrispurning

Svar upp á § 52 a fyrispurning nr. 16/2015 frá Kristinu Heðinsdóttir Clementsen, løgtingskvinnu, Fyrispurningur um fíggjarstøðuna hjá lesandi og lærlingum, settur Rigmor Dam, landsstýriskvinnu.   Fyrispurningurin er soljóðandi:   1.      Eru nakrar ítøkiligar ætlanir um at betra um fíggjarstøðuna hjá lesandi og lærlingum? 2.      Er ætlan at hækka studningin hjá fólki undir hægri lesnaði? 3.      Hvussu ætlar landsstýriskvinnan at tryggja sær, at lestrar- og lærlingaíbúðir verða bygdar komandi árini?   Svar til 1: Samgongan hevur sett sær fyri at betra um fíggjastøðuna hjá lesandi. M.a. er orðað í fylgiskjal til samgonguskjalið, at fíggjarligu korini hjá lesandi skulu líðandi gerast betur, og bíligir leigubústaðir til ung og barnafamiljur verða bygdir.   Lærlingar fáa ikki studning, men løn, sum verður ásett av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, og tískil hevur landsstýriskvinnan ikki beinleiðis ávirkan á fíggjarstøðuna hjá lærlingum. Skoytast kann uppí, at samgongan hevur sett sær fyri, at ætlan verður løgd fyri lærlingaøkið, og at nýútbúgvin skulu hava rætt til arbeiðsloysistuðul.   Svar til 2: Í tráð við samgonguskjalið, so ætlar sitandi samgonga at hækka studningin hjá fólki undir lesnaði í hesum valskeiði. Ætlanin er at hækka studningin í 2017. Arbeiðið at leggja neyva ætlan fyri, hvussu ætlaða økta játtanin til lesandi skal raðfestast, byrjar í ár.   Svar til 3: Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur júst sett arbeiðsbólk at fyrireika eina ætlan, hvussu Fróðskaparsetrið kann útbyggjast og mennast við atliti at lestrarbýlingi (kampus), bústøðum og kørmum annars. 8 mió. kr. eru settar av í fíggjarlógini 2016 til hetta arbeiðið. Innanfyri hesar karmar er eisini hædd tikið fyri fyrireiking av næmingabústøðum. Fyrireikað verður samstarv við Bústaðir um yvirtøku av verandi næmingabústøðum og víðkan av tilboðum av lestrar- og læringaíbúðum.   Vinarliga   Rigmor Dam...

Les meira