Fyrispurningar á tingi
Bjørt spyr um ílegukanningar av nýføðingum
Munnligur fyrispurningur um ílegukanningar av nýføðingum fyri CTD og aðrar arvaligar sjúkur. Settur Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í Heilsumálum -Hevur landsstýriskvinnan umhugsað at lata ílegukanningarnar av nýføðingum gera í Føroyum? -Hvør er orsøkin til, at heilsumyndugleikin ætlar, at ílegukanningar av føroyskum nýføðingum skulu gerast á Serumsinstituttinum í Keypmannahavn? -Er landsstýriskvinnan samd í, at fakligir førleikar og tøkniligur útbúnaður at gera slíkar kanningar eru í Føroyum? -Metir landsstýriskvinnan, at tað hevur týdning, at slíkar kanningar verða gjørdar her fyri at strykja førleikamenning, vitanarsavning, gransingarumhvørvið, skapa vitanartung arbeiðspláss og so frameftir? -Umhugsar landsstýriskvinnan at taka stig til, at hetta arbeiði kann gerast her heima? Viðmerkingar Ætlanin er at fara undir at ílegukanna allar føroyskar nýføðingar, fyri sjúkuna CTD og møguliga aðrar arvaligar sjúkur. Sambært tí, sum kom fram í sendingini Radarin, eru samráðingar um at gera avtalu við danska Serumsinstituttet, at gera hesar kanningar. Í Føroyum eru bæði fólk og útbúnaður til at gera ílegukanningar. Eitt nú kann nevnast granskingarsetrið iNova við nýtímans kanningarstovum og við útbúnaði at gera ílegukanningar. Bæði almennir stovnar og privatar fyritøkur við ílegufakligum førleikunum eru knýtt at iNova. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur somuleiðis útgerð, fakligar førleikar og drúgvar royndir at gera ílegukanningar. Landssjúkrahúsið eigur eisini at vera sentralur partur av arbeiðinum. Nógvir fyrimunir eru við at gera kanningarnar av CTD og øðrum arvaligum sjúkum í Føroyum. Eitt nú førleikamenning, vitanarsavning, styrking av gransingarumhvørvinum, skapan av vitanartungum arbeiðsplássum og so frameftir. Á Løgtingi 8 desember 2015 Bjørt Samuelsen...
Les meiraVerður íløga gjørd í grøna hitaskipan til Marknagilsdepilin?
Munnligur fyrispurningur til Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í skúlamálum viðvíkjandi upphiting av Marknagilsdeplinum við grønari orku 1. Hvør hitaskipan er vald fyri Marknagilsdepilin, og er ætlanin, at skúlin heilt ella lutvíst verður hitaður við grønari orku? 2. Hvussu nógv fer tað at kosta eyka, um íløga verður gjørd í hitaskipan, so Marknagilsdepilin burturav verður hitaður við orku frá hitapumpu og/ella aðrari grønari hitaskipan? 3. Yvir hvussu nógv ár kann ein slík íløga sparast innaftur? 4. Metir landsstýriskvinnan, at hetta eigur at verða raðfest á fíggjarlógini? Viðmerkingar Miðnámsskúlan í Marknagili er størsti skúlabygningur nakrantíð í Føroyum. Tað er Landsverk, sum er stovnur undir Samferðslumálaráðnum, ið er byggiharri, ímeðan tað er Mentamálaráðið, ið er arbeiðsánari. Samstundis er tað Heilsu- og Innlendismálaráðið, ið umsitur orkupolitikk landsins. Seinastu árini hava skiftandi landsstýrisfólk givið ymisk svar upp á spurningin, hvørt Marknagilsdepilin fór at verða hitaður við varandi orku. Eitt útspæl frá undanfarna landsstýri var, at privat felag skuldi gera eykaíløguna í grøna hitaskipan, og síðan skuldu felagið og landið býta tað, sum fór at vera spart við hesi skipan, í mun til um skúlin varð hitaður við olju. Ikki stendur greitt, hvørt endalig avgerð er tikin um grøna hitaskipan til Marknagilsdepilin. Hinvegin stendur greitt, at landið kann spara fitt av pengum við at gera íløguna í røttu hitaskipanina frá fyrsta degi. Allir nýggir almennir bygningar eiga at verða bygdir soleiðis, at teir nýta sum minst av orku, og at ljós og hiti í so stóran mun, sum til ber, kunnu koma frá varandi orku. Hetta er ein ábyrgd, sum landsstýrið hevur. Bæði í mun til gjørdar politiskar avtalur um at minka útlátið av CO2 og harvið olju munandi, og í mun til ábyrgdina av at gera Føroyar minni tengdar at oljuni – til gangs fyri verandi og komandi ættarlið. Hetta er eisini staðfest í samgonguskjalinum har tað stendur at: “Allir almennir nýbygningar skulu hitast við grønari orku, …” Á Løgtingi 9. november 2015 Bjørt Samuelsen...
Les meiraVerða greiðari reglur og javnseting av stuðli til landbúnaðin?
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um greiðari reglur og javnseting av stuðli til landbúnaðin, settur Høgna Hoydal, landsstýrismanni í búnaðarmálum (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Metir landsstýrismaðurin, at § 4 í kunngerð um stuðul til landbúnaðin, ið snýr seg um mvg-afturbering fyri vinnuliga framleiðslu av seyðakjøti, er nóg greitt orðað? 2. Hvussu stórur kann munurin vera ímillum ár, har stórur partur av mvg-num verður afturborðin, og har lítil partur verður afturborðin? 3. Metir landsstýrismaðurin tað vera nøktandi, at bøndur, sum liva – ella royna at liva – av framleiðslu av seyðakjøti, ikki greitt vita, hvat teir kunnu rokna við í mun til stuðul? 4. Metir landsstýrismaðurin, at stuðulin til vinnuliga framleiðslu av ymiskum búnaðarvørum – til dømis framleiðsla av mjólk og seyðakjøti – í størri mun átti at verið javnsett? 5. Metir landsstýrismaðurin, at stuðulin, í hesum føri afturbering av mvg, eisini eigur at fevna um aðra landbúnaðarframleiðslu, so sum grønmeti? Viðmerkingar: Samgongan hevur sett sær fyri at orða ein framskygnan landbúnaðarpolitikk, at stimbra størri og fjølbroyttari framleiðslu av føroyskum matvørum og at dagføra verandi landbúnaðarlóggávu. Eitt amboð at røkka hesum er at tryggja, at tann stuðul, sum verður latin landbúnaðinum, í størstan mun stuðlar undir tey mál, ætlanin er at seta. Stuðul til landbúnaðin er ásettur í lóg um landbúnaðarstuðul og í kunngerð. Í kunngerðini er millum annað ásett, at stuðul kann veitast til vinnuliga framleiðslu av mjólk, neytakjøti og seyðakjøti. Men, ásetingarnar fyri ymiskar framleiðslur eru ikki eins. Fyri seyðakjøt stendur í § 4 m.a, at: “Studningur til seyðakjøt er ein heilt ella lutvís afturbering av goldnum MVG fyri selt seyðakjøt. (….) Búnaðarstovan ger eina meting av játtanini í mun til væntaðar umsóknir í árinum. Endalig uppgerð verður gjørd, tá seinasti ársfjórðingur er uppgjørdur. (….) “. Við hesi orðing er ógjørligt hjá einum seyðabónda at vita, í hvønn mun roknast kann við afturbering av mvg. Í einihvørjari vinnu er umráðandi at kenna fíggjarliga grundarlagið, sum roknast kann við. Stórur áhugi er fyri at framleiða grønmeti í Føroyum. Men henda framleiðsla er ikki fevnd av omanfyrinevndu lógarásetingum um stuðul til landbúnaðin. Á Løgtingi, 13. oktober 2015 Bjørt...
Les meiraJørgen svarar Kristinu um ES bankalóggávu
8. juni spurdi Kristina Háfoss fyri Tjóðveldi Jørgen Niclasen fíggjarmálaráðharra, um avleiðingarnar fyri Føroyar, tá Danmark flytir bankalóggávu og fíggjareftirlit til ES, at svara skrivliga sambært § 52a. 19. juni svaraði Jørgen Niclasen landsstýrismaður. Her kanst tú lesa spurningarnar frá Kristinu og svar landsstýrismansins (reyður tekstur) 1. Hvørjar eru niðurstøðurnar hjá arbeiðsbólkinum, ið varð settur at greina avleiðingarnar fyri Føroyar og Grønland, av, at Danmark flytir bankalóggávu og fíggjareftirlitið – heilt ella partvíst – til ES? Svar: Endaligu niðurstøðurnar eru ikki tøkar, tá arbeiðsbólkurin enn ikki er liðugur við frágreiðingina. 2. Um endaligar niðurstøður framvegis ikki eru gjørdar, hví dregur arbeiðið út? Svar: Umboðini fyri Danmark, Føroyar og Grønland, sum mynda arbeiðsbólkin, arbeiða framvegis við at greina nakrar av torgreiddu spurningunum, ið hava stungið seg upp, nú Danmark umhugsar at luttaka í styrkta evropeiska bankasamstarvinum. Óvist er framvegis nær endaliga frágreiðingin verður liðug. 3. Um endaligar niðurstøður framvegis ikki er gjørdar, eru nakrar ávegis niðurstøður gjørdar? Um so er, hvørjar eru hesar? Svar: Danska Vinnu- og vakstrarmálaráðið almannakunngjørdi í apríl 2015 frágreiðingina, “Rapport om mulig dansk deltagelse i det styrkede banksamarbejde”. Í kapittul 16 í hesi frágreiðing eru hesar ávegis niðurstøður gjørdar: ES-rætturin loyvir ikki, at Føroyar og Grønland luttaka beinleiðs í styrkta bankasamstarvinum, tá styrkta bankasamstarvið er partur av ES-bygnaðinum, har einans ES-limalond kunnu luttaka. Mett verður, at Føroysku bankarnir heldur ikki kunnu blíva umfataðir av styrkta bankasamstarvinum, við at flyta høvuðssæti til Danmarkar. 4. Ætlar landsstýrismaðurin, at føroyskir bankar eisini – um møguligt – skulu undir eitt ES-fíggjareftirlit? Svar: Nei, tað ætlar landsstýrismaðurin ikki. Og sum svarið uppá spurning 3 vísur, so ber tað heldur ikki til, um onkur vildi tað. 5. Ætlar landsstýrismaðurin at flyta enn meira lóggávuvald úr Løgtinginum, niður til danskan ráðharra og/ella til ES innan fíggjarliga økið frameftir? Svar: Landsstýrismaðurin hevur ikki flutt lóggávuvald úr Løgtinginum. Eg havi gjørt mær ómak fyri at tryggja, at øll lóggáva á bankaøkinum, ið verður sett í gildi í Føroyum, skal ígjøgnum Føroya Løgting og allar kunngerðir, ið lýstar verða fyri Føroyar, skulu góðkennast av Føroya Landsstýrið, áðrenn tær verða settar í gildi. Soleiðis hevur arbeiðsgongdin verið og soleiðis er arbeiðsgongdin framhaldandi. 6. Hvussu nógvir løgfrøðingar starvast í Fíggjarmálaráðnum? Svar: Tá Fíggjarmálaráðið arbeiðir við bankalóggávu, er tað í tøttum samstarvið við løgfrøðingar, bæði í føroysku umsitingini og í danska fíggjareftirlitinum. Hesin leistur hevur riggað væl og eru arbeiðsgongdirnar við tíðini vorðnar alt meira kjølfestar. 7. Hvat ger landsstýrismaðurin fyri at styrkja fyrisitingina við fólki við løgfrøðiligari servitan innan ES-rætt og fíggjarliga lóggávu? Svar: Bankamál er framvegis danskt málsøkið. Um føroyingar ynskja at yvirtaka málsøkið, tá er tíðin at seta føroyskt Fíggjareftirlit á stovn, stovna føroyskan innskjótaragarantifond og gera samstarvsavtalur við ES á bankaøkinum og tá verður tørvur á nógvum fólki við servitan innan ES-rætt og fíggjarliga lóggávu. Viðmerkingarnar, ið fylgdu við upprunaligu spurningunum hjá Kristinu Háfoss Danmark flytir nú og komandi tíðina lóggávu fyri bankarnar og fíggjareftirlitið – heillt ella partvíst – til ES. Samstundis eru bankar í Føroyum undir danskari fíggjarligari lóggávu og undir danska fíggjareftirlitinum. Hartil eru Føroyar uttanfyri ES, og fara tí neyvan at gerast partur av ES fíggjareftirliti. Hetta er eitt av fleiri økjum, har Danmark flytir vald og avgerðar rætt til ES, meðan Føroyar framhaldandi eru hangandi í danskari lóggávu. Hetta ger støðuna sera fløkta, og enn er ógreitt hvørjar avleiðingarnar verða....
Les meiraUng á Rásini uttan bústað – einaferð enn!
§ 52a fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, um manglandi bústað v.m. til ung á Rásini – einaferð enn! 1. Er tað rætt, at avgerð er tikin um, ikki at taka nýggjar næmingar inn á Rásina komandi ár, tí møguligt er ikki at bjóða verandi næmingum hóskandi bústað v.m.? 2. Hava verandi næmingar á Rásini enn ikki fingið bústað v.m. bjóðaðan eftir, at tíðin á Rásini er liðug nú seinast í juni? 3. Um ikki, hví er hetta ikki komið í rættlag eftir 3 árum? 4. Um ikki, er hetta í samsvari við §6, stk. 4, í lóg um skúlatilboð til ung við breki? 5. Um ikki, er hetta ikki brot á ST-sáttmálan um rættindi teirra brekaðu? 6. Er tað rætt, at ætlanin er, at leingja tíðarskeiðið hjá verandi næmingum á Rásini, eins og gjørt varð fyri 3-4 árum síðan? 7. Hvat ger Almannamálaráðið ítøkiliga fyri at tryggja, at verandi næmingar fáa bústað v.m. í øki eftir egnum vali í summar, og at nýggir næmingar harvið kunnu koma inn á Rásina komandi ár? 8. Nær er varandi bústaðarloysn funnin til øll tey ungu frá Rásini, sum fingu eina fyribils bústaðarloysn fyri 3-4 árum síðan? 9. Heldur landsstýriskvinnan at Almannamálaráðið og Mentamálaráðið hava røkt sína uppgávu í hesum málinum? Viðmerkingar 7 ung fólk við menningartarni eru liðug við 3-ára útbúgving teirra á Rásini nú seinast í juni. Hóast hetta, so er enn ongin loysn fingin á, hvar tey ungu skulu búgva og virka eftir lokið skúlaskeið. Tíverri sær tað út til, at søgan er við at endurtaka seg. Tí fyri 3-4 árum síðan var neyðugt at leingja tíðarskeiðið hjá táverandi næmingum við ½ ári, tí ongin bústaður v.m. var klárur til tey, tá tey vóru liðug við skúlan. Eftir ½ árið fingu tey eina fyribils bústaðarloysn. Tað var tá ein gøla myndugleikarnir ikki høvdu tosað saman og tryggja teimum ungu nøktandi bústaðar- og virksemisloysn eftir lokna skúlagongd. Hetta hóast myndugleikarnir høvdu havt 3 ár at fyrireika hetta. Almannamálaráðið og Mentamálaráðið lovaðu tá, at hetta skuldi ikki endurtaka seg. Nú eru 3-4 ár aftur farin framvið, og 7 næmingar eru nú aftur til reiðar at flyta í egnan bústað og fara undir vart starv ella annað hóskandi virksemi. Men sum skilst er heldur ikki hesuferð nakað klárt til tey ungu frá Rásini. Hetta hendir enntá hóast tað í lóg um skúlatilboð til ung við breki í §6, stk. 4 verður ásett: “Ráðgevandi bólkurin skal saman við foreldrum og øðrum myndugleikum fyrireika bústaðar-, frítíðar- og arbeiðstilboð til tey ungu eftir lokið skúlaskeið”. Eisini hava Føroyar samtykt og sett í verk ST-sáttmálan um rættindi teirra brekaðu. Men einaferð enn standa foreldur, lærarar og tey ungu í eini ótolandi støðu, ið undir ongum umstøðum kann góðtakast. Ein støða sum er óskiljandi, tá myndugleikarnir hava havt meira enn 3 ár at fyrireika eina góða loysn. Fyri at fáa hesi viðurskifti í rættlag sum skjótast, verður hesin spurningur settur landsstýriskvinnuni á almannamálum. Á Løgtingi, 10. juni 2015 Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri...
Les meiraSkrivligur fyrispurningur
§ 52a fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um avleiðingarnar fyri Føroyar, tá Danmark flytir banka-lóggávu og fíggjareftirlit til ES 1. Hvørjar eru niðurstøðurnar hjá arbeiðsbólkinum, ið varð settur at greina avleiðingarnar fyri Føroyar og Grønland av, at Danmark flytir banka-lóggávu og fíggjareftirlitið – heilt ella partvíst – til ES? 2. Um endaligar niðurstøður framvegis ikki eru gjørdar, hví dregur arbeiðið út? 3. Um endaligar niðurstøður framvegis ikki er gjørdar, eru nakrar ávegis niðurstøður gjørdar? Um so er, hvørjar eru hesar? 4. Ætlar landsstýrismaðurin at føroyskir bankar eisini – um møguligt – skulu undir eitt ES-fíggjareftirlit? 5. Ætlar landsstýrismaðurin at flyta enn meira lóggávuvald úr Løgtinginum, niður til danskan ráðharra og/ella til ES innan fíggjarliga økið framyvir? 6. Hvussu nógvir løgfrøðingar starvast í Fíggjarmálaráðnum? 7. Hvat ger landsstýrismaðurin fyri at styrkja fyrisitingina við fólki við løgfrøðiligari servitan innan ES-rætt og fíggjarliga lóggávu? Viðmerkingar Danmark flytir nú og komandi tíðina lóggávu fyri bankarnar og fíggjareftirlitið – heillt ella partvíst – til ES. Samstundis eru bankar í Føroyum undir danskari fíggjarligari lóggávu og undir danska fíggjareftirlitinum. Hartil eru Føroyar uttanfyri ES, og fara tí neyvan at gerast partur av ES fíggjareftirliti. Hetta er eitt av fleiri økjum, har Danmark flytir vald og avgerðar rætt til ES, meðan Føroyar framhaldandi eru hangandi í danskari lóggávu. Hetta ger støðuna sera fløkta, og enn er ógreitt hvørjar avleiðingarnar verða. Arbeiðsbólkur varð tí, fyri langari tíð síðan, settur at greina avleiðingarnar fyri Føroyar og Grønland av, at Danmark væntandi fer at flyta fíggjareftirlit og fíggjarlóggávu til ES í næstum. Enn hevur tó ikki verið nakað at frætta um úrslitið av hesum arbeiði, og ógreitt er, hví so er. Í verandi støðu sær tað út til, at vit verða slúsað inn í ES umvegis danska bakdyr. Hetta sóðu vit m.a. seinast banka-lóggávan varð broytt í Føroyum. Tí samgongan samtykið at seta í verk umfatandi ES-lóggávu í Føroyum á fíggjarliga økinum í vár. Ein partur av hesum var at geva donskum ráðharra heimild til, við kunngerð at seta ES-reglur í verk í Føroyum. Hetta varð gjørt hóast ovasta løgfrøðiliga ráðgevingin hjá landsstýrinum ávaraði staðiliga ímóti hesum – og hóast víst varð til, at í verandi løtu hevði fyrisitingin ikki neyðugu førleikarnar og ikki fingið neyðugu tíðina til, at meta um avleiðingarnar av umfatandi lóggávuni. Síðan lógarpakkin varð samtyktur, hevur onki verið at frætt frá landsstýrinum. Fyri at fáa lýst hetta mál, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Á Løgtingi, 8. juni 2015 Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri...
Les meiraMykinesleiðin fyri mismuni
Johan Dahl hevur svarað Høgna Hoydal viðvíkjandi mykinessiglingini Her í mai mánað, tá ið mykinessiglingin byrjar, hevur báturin Jósup, ið varð bygdur til hesa farleið, verið tikin úr siglingini. Ístaðin er Jósup fluttur til at røkja aðra leið fyri Strandferðsluna. Mykinesfólk hava ímeðan havt eitt munandi meira óhøgligt flutningsfar. Høgni spurdi m.a., hvussu tað ber til, at mykinesfólk í tíðarskeið fáa verri tænastu á eini farleið, sum er útboðin til privat at røkja. Tað tykist undrunarvert, um ongar treytir eru settar í sáttmálanum um at halda tænastustøðið við ávísum flutningsfari. Og tað tykist sum mismunur, at farleiðin til Mykinesar skal fáa verri tænastu, tí egnaði báturin verður bjóðaður fram at røkja sigling til aðrar oyggjar fyri strandfaraskip, sum skal í dokk. Frammanundan hevur Mykines bert sjóvegis farleið frá mai til august, og at tann egnaði báturin er tryggjaður til at sigla hetta avmarkaða tíðarskeiðið, átti at verið sjálvsagt. Spurningurin og svarið hjá Johan Dahl kann lesast á hesi leinkju:...
Les meiraVerður tað lagaligari fyri lesandi uttanlands at greiða atkvøðu á løgtingsvali ?
Grein 52a fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum um broytingar í løgtingsvallógini (lagaligari mannagongdir fyri lesandi uttanlands at greiða atkvøðu á løgtingsvali) 1. Ætlar landsstýriskvinnan at gera nakað fyri at gera mannagongdirnar smidligari hjá lesandi uttanlands at greiða atkvøðu til løgtingsval? 2. Um ja, hvørjar eru ætlanirnar og verður eitt uppskot, ið skal bøta um hesi viðurskifti, lagt fram á Ólavssøku saman við øðrum broytingum í løgtingsvallógini, sum landsstýriskvinnan hevur boðað frá? 3. Ætlar Almannamálaráðið at skipa fyri kunning til lesandi uttanlands um hvussu mannagongdin er til at velja til løgtingsval – td gjøgnum samskifti við MFS, kommunur og við kunning og leinkjum á heimasíðu ráðsins? 4. Er møguligt at tey lesandi kunnu skráseta seg at velja talgilt, td. gjøgnum Studna? 5. Er møguligt at fáa føroysku sendistovurnar skrásettar sum valstað? 6. Kann landsstýriskvinnan tryggja, at tað verður lættari hjá útisetum at velja til komandi løgtingsvali? 7. Ísv við ætlaðu broytingarnar í løgtingsvallógini um at onki valstað kann hava færri enn 100 veljarar, er møguleikin kannaður í hesum sambandi, at gera tað møguligt at atkøða talgilt á teimum smáu valstøðunum? Viðmerkingar: Sum er, eru galdandi mannagongdir hjá lesandi uttanlands fyri at greiða atkvøðu til løgtingsval sera tungar og stirvnar og tað heldur teimum lesandi frá at fara á val. MFS gjørdi eitt stórt arbeiði áðrenn valið í 2011 við at eggja til og kunna um val-mannagongdirnar fyri at fáa so nógv lesandi sum gjørligt at fara á val. Hóast hetta vóru tað bert 40% av teimum lesandi í Danmark, ið brúktu sín valrætt. Eingi hagtøl eru um hvussu nógv lesandi uttanfyri Danmark greiddu atkvøðu. Stórt ynski er frá MFS og millum útisetar at fáa mannagongdirnar í samband við at velja til løgtingsval smidligari, soleiðis at fleiri lesandi fara at brúka sín rætt til at fara á val. Bara í Danmark eru 1400 lesandi, ið hava møguleika at fara á val. Verandi mannagongd er á leið soleiðis: ● Fyrst skal ein verða skrásettur í føroyska fólkayvirlitinum, og tað kann ein bert, um ein hevur havt bústað í Føroyum minst 5 ár, áðrenn ein flytur av landinum. ● Síðani skal ein útfylla eitt umsóknarblað (sum ikki er lætt at finna) fyri at vera skrásettur sum veljari uttanlands, og har skal ein viðleggja eina váttan frá lestrarstaðnum. ● Tá tað so er komið uppá pláss (hetta kann taka vikur), kann tann lesandi fara inn á eina sendistovu ella kommunukontór at greiða atkvøðu. Men her skal ein tryggja sær, at sendistovan/kommunuskrivstovan hevur tey neyðugu skjølini klár til at greiða atkvøðu. (Valevnir, flokkar – sum tey fáa sent stutt áðrenn valið). ● Tey, ið búgva uttanfyri Kongaríkið skulu brúka somu mannagongd, men tey skulu inn á føroyska ella danska sendistovu/konsulat fyri at greiða atkvøðu. Áhugin fyri føroyska samfelagnum millum lesandi er sum heild stórur og føroysk lesandi uttanlands ynskja at brúka sín demokratiska rætt at velja, soleiðis at tey kunnu vera við til at skapa tað samfelag, tey hava hug at koma heim aftur til. At hava lættan møguleika at velja, meðan tú ert lesandi er týðandi liður í at halda fast við tilknýtið til føroyska samfelagið. Tað økir somuleiðis um áhugan fyri at fylgja við í hvat fyriferst í føroyskum politikki og samfelagsviðurskiftum. Ynskið millum tey lesandi er, at skipanin verður talgild, td gjøgnum Studna,...
Les meiraEru broytingar í umbúna hjá Landsverki ?
Páll á Reynatúgvu hevur sett Fyrispurning um møguliga einskiljing av virkseminum hjá Landsverki, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í innlendismálum 1. Er ætlanin at umskipa veghaldið og aðrar uppgávur hjá Landsverki í Føroyum? 2. Um so, eftir hvørjum leisti? 3. Er í umbúna at siga fólkunum, sum arbeiða hjá Landsverki í Sandoynni, úr starvi? 4. Er ætlanin at privatisera virksemið hjá Landsverki í Sandoynni? 5. Er ætlanin at útveita uppgávuna? 6. Er ætlanin at bjóða uppgávuna út? Viðmerkingar Í eina tíð hevur ljóðað, at landsstýrismaðurin fyrireikar broytingar hjá Landverki viðvíkjandi veghaldinum. Hettar málið hevur ikki fingið politiska viðgerð yvirhøvur. Tí er ynskiligt, at landsstýrismaðurin váttar, ella avsannar, at broytingar eru í umbúna, og upplýsir Løgtinginum og almenninginum, hvørjar hesar eru, um so er. Á Løgtingi, 15. mai 2015 Páll á...
Les meiraGunvør spyr um møguligar sparingar í heilsuverkinum av at minka um nýtsluna av heilivági
Grein 52a fyrispurningur settur Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum um møguligar sparingar í heilsuverkinum av at minka um nýtsluna av heilivági 1. Hvussu stórar útreiðslur hevði heilsuverkið av heilivági í 2005 – 2010 og 2015? 2. Hvørji sløg av heilivági standa fyri størsta partinum av útreiðsluvøkstrinum? 3. Hvussu stórar útreiðslur hevði heilsuverkið av kolestorol-niðursetandi heilivági í 2005, 2010 og 2015? 4. Hvussu nógvir føroyingar vóru í viðgerð við kolestorol-niðursetandi heilivági í 2005, 2010 og 2015? 5. Hvussu stórar útreiðslur hevði heilsuverkið av diabetesheilivági í 2005, 2010 og 2015? 6. Hvussu nógvir føroyingar vóru viðgjørdir fyri diabetes I í 2005, 2010 og 2015? 7. Hvussu nógvir føroyingar verða viðgjørdir fyri diabetes II í 2005, 2010 og 2015? 8. Veit Heilsumálaráðið hvat diabetes kostar tí føroyska samfelagnum? 9. Hvussu stóran part av kolestorol- og diabetesheilivági rinda sjúklingarnir sjálvir og hvussu stóran part rindar heilsuverkið? 10. Hvussu nógvir kostfrøðingar eru í starvi og hvørjir sjúklingar verða sendir til kostfrøðingar? 11. Hvussu hevur játtanin til Fólkaheilsuráðið verið síðan tað varð sett á stovn? 12. Hvussu nógva orku leggur heilsuverkið (læknar og annað heilsustarvsfólk) í at upplýsa og vegleiða sjúklingar um lívsstíl (kost – rørslu o.a.) sum liður í at spara heilsuverkinum fyri stórar heilivágs-útreiðslur? Viðmerkingar: Nógv umrøða er í hesum døgum av vaksandi útreiðslunum av heilsuverkinum og hvussu samfelagið framhaldandi skal megna at fíggja eitt dygdargott heilsuverk. Landsstýrismaðurin í heilsumálum biðjur í hesum døgum um eykajáttan, m.a. tí heilivágsútreiðslurnar hækkaðu 14% í 2014, og tí roknað verður við, at útreiðslurnar økjast í 2015. Stórur partur av sjúkunum, ið okkara sjúkrahús viðgera, eru sonevndar lívsstílssjúkur. Diabetes (II), hjarta- karsjúkur, fleiri krabbameins- og giktasjúkur eru dømi um sjúkur sum í stóran mun stava frá tí lívsstíli vit hava vant okkum við seinastu 50-80 árini. Her verður hugsað um industrialiseraðan mat, royking, lítla rørslu og eitt javnt støðið av strongd. Tá ið so nógvar sjúkur stava frá lívsstíli, er tað áhugavert, at heilsuverkið ger so lítið við at vísa á okkara egnu ábyrgd og evni at fyribyrgja og møguliga lekja hesar sjúkur. Heilsuverkið sparir allar flest pengar við at færri gerast sjúk. Men ein fatalistiskur hugburður tykist at ráða, og tikið verður fyri givið, at vit skulu halda fram við sama lívsstíli og so heldur hervið verða bundin at dýrum og skaðiligum hjáárinum av heilivági eitt heilt lív fyr at halda sjúkuni so nøkulunda niðri. Óheft gransking, sum eingin fyrr virdi, hevur við treiskni og áhaldni nú sannført mong ivandi um, at fólk í stóran mun sjálv kunnu fyribyrgja – og í summum førum lekja – mangar av vælferðarsjúkunum. Td. verður ofta tjakast um hjáárinini við sonevndum statinum, (eitt slag av kolestorol heilivági.) Eitt annað dømi er (sera dýri) diabetes heilivágurin. Hesin heilivágur (móti høgum kolestoroli og diabetes) verða aloftast útskrivað av vana og uttan at sjúklingurin fær nakra miðvísa upplæring og vegleiðing í hvussu hann kann broyta livihátt, sum í ávísum føri kann føra til lægri kolestorol og steðga byrjandi diabetes sjúku. Hesir spurningar snúgva seg tí um at fáa staðfest, hvussu nógvar pengar heilsuverkið brúkar uppá heilivágin til tvær sera vanligar lívsstílssjúkur/tilstandir – høgt kolestorol (lutvíst lívsstílssjúka) og diabetes (II). Og um talið er vaksið ella minkað millum 2005 og 2015. Og spurningarnir snúgva seg eisini um hvussu høga raðfesting fyribyrging (fólkaheilsuráðið) og lívsstílsvegleiðing (kostur, rørsla og strongd) hevur...
Les meira