Fyrispurningar á tingi
Bjørt hevur fingið svar uppá spurning um vaksandi vandan við mótstøðuførum bakterium
Svar upp á fyrispurning eftir § 52a í tingskipanini um skjótt vaksandi vandan við mótstøðuførum bakterium frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu Spurningurin var soljóðandi: 1. Hvat verður gjørt í Føroyum til tess at fyribyrgja skjótt vaksandi vandanum við bakterium, ið gerast mótstøðuførar og tí ikki longur kunnu viðgerast við antibiotika? 2. Hvat metir landsstýrismaðurin kann og eigur at verða gjørt til tess at fyribyrgja, at mótstøðuførar bakteriur gerast ein munandi trupulleiki á føroysku sjúkrahúsunum? 3. Hvussu nógv antibiotika verður nýtt í Føroyum pr. íbúgva í mun til onnur lond, og hvussu nógv er hetta í mun til tey lond, sum brúka minst? 4. Hvat verður gjørt fyri at fáa vitanina út til fólkið, soleiðis at borgarin hevur røttu vitanina og kann virka eftir hesari? 5. Luttaka Føroyar í norðurlenskum samstarvi um fyribyrging av antibiotikaresistensi, um ja, á hvønn hátt? Svar: Til nr. 1. Sjúklingar, ið verða innlagdir á okkurt útlendskt sjúkrahús og sum síðani verða innlagdir á eitt sjúkrahús í Føroyum, verða kannaðir fyri MRSA (Meticillin resistentir Stafylokokkar). Harumframt verða børn, sum eru ættleitt úr londum, har MRSA er meira vanligt enn á okkara leiðum, eisini kannað fyri MRSA. Um MRSA verður staðfest, verður tann smittaði settur í sonevnda týningarviðgerð. Er talan um persón, ið ikki er innlagdur, verður alt húskið sett í viðgerð. Kontrollkanningar verða gjørdar upp til eitt hálvt ár. Til nr. 2. Tað er tikin avgerð um, at rutinukanningar fyri øðrum sløgum av mótstøðuførum bakterium verður sett í verk. Hetta arbeiðið byrjar í næstu viku. Í hesum føri verður neyðugt at senda tær flestu kanningarroyndirnar til Statens Serum Institut at verða dyrkaðar. Einstakar kanningarroyndir kunnu dyrkast í Føroyum. Til nr. 3. Ein máti, sum verður nýttur til at máta nýtsluna av antibiotika, er at máta dosir um døgnið fyri hvørjar túsund íbúgvar. í Kønberg frágreiðingini, sum spyrjarin eisini vísur til í viðmerkingunum, er eitt yvirlit frá 2011 yvir hesa nýtslu í Evropa, har nýtslan á sjúkrahúsunum ikki eru tikin við. Sambært yvirlitinum er Holland tað landið, sum brúkti minst antibiotika við umleið 11 dosir og Turkaland mest við umleið 42 dosir. Av teimum Norðurlendsku londunum nýtti Svøríki minst við umleið 14 dosir og Ísland og Finland mest við umleið 20-21 dosir hvør. Noreg og Danmark nýttu umleið 16-17 dosir hvør. Føroyar er ikki við í yvirlitinum, men sambært Landsapotekaranum nýtti Føroyar 15,8 dosir í 2011 og liggja tí enn rímiliga væl fyri samanborið við okkara grannalond. Til nr. 4. Tað verða av og á skipað fyri tiltøkum innan økið. Millum annað fyriskipaði Heilsumálaráðið tann 15. apríl 2015 fyri eini MRB ráðstevnu (MRB stendur fyri multiresistentar bakteriur). Ráðstevnan varð løgd til rættis av Smittuverjunevndini á Landssjúkrahúsinum saman við MRB-bólkinum, ið samskipar MRB-virkisætlanina fyri alt landið. Í kjalarvørrinum av MRB ráðstevnuni, er farið undir at samskipa tey tiltøkini, ið eiga at verða sett í verk, bæði fyri at upplýsa leikum og lærdum. Í hesum sambandi verður undirvísing fyri heilsustarvsfólkini ein týðandi partur umframt upplýsing til borgarar um, hvussu antibiotika eigur at verða brúkt. Til nr. 5. Føroyar luttaka í norðurlendskum samstarvi sum partur av MR-S, sum er Norðurlendska Ráðharraráðið fyri almanna- og heilsuøkið. Bo Kønberg handaði MR-S frágreiðingina við 14 tilmælum tann 11. juni 2014. Á fundi í oktober 2014 viðgjørdu ráðharrarnir á MR-S fundi frágreiðingina og tilmælini hjá...
Les meiraKristina fingið svar uppá fyrispurning um Bústaðir
Svar til fyrispurning frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu um Bústaðir og átøk at fáa til vega bíligar leigubústaðir Øll skulu hava møguleika at útvega sær ein bústað. Hetta er ein grundleggjandi rættur. Men hetta er ikki ein møguleiki fyri øll í Føroyum, tí útboðið av bíligum leigubústøðum er sera avmarkað. Tað var tí eitt stórt framstig, tá tað í 2011 eydnaðist Tjóðveldi at fáa meiriluta – saman við minnilutasamgonguni – fyri, at broyta lóggávuna fyri Húsalánsgrunnin (nú Bústaðir), soleiðis at hesin fekk heimild til, at víðka virksemi sítt til eitt nú eisini at fevna um leigubústaðir. Vónin var, at nú fór verulig ferð at koma á, at fáa bygt bíligar leigubústaðir, bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum, lestraríbúðir v.m. Endamálið hjá Bústaðir er eisini í lógini: “at virka fyri at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað”. Hesum hava øll ikki møguleika fyri í dag. Síðan lógin fyri Bústaðir varð broytt í 2011, hava ein røð av stórfingnum ætlanum um bústaðarverkætlanir sæð dagsins ljós. Nakrar eru eisini framdar í verki. Tær størru verkætlanirnar eru tó ikki komnar á mál enn, og eru nógvar enn bara á skriviborðinum. Millum nógvu ætlaðu verkætlanirnar eru eisini sokallaðar marglætisíbúðir. Hetta hevur undrað, tí í politisku skipanini hevur ikki verið hugsanin, at Bústaðir skuldi fara inn á tann partin av bústaðarmarknaðinum, ið tann privati marknaðurin eigur at megna at lyfta sjálvur. Hinvegin er stórur mangul uppá bíligar leigubústaðir til tey, ið ikki hava ráð til, at keypa sær hús og/ella leiga til verandi kostnað. Eisini er tørvur á lestraríbúðum og fleiri bústøðum til fólk við serligum avbjóðingum. Vónin var, at Bústaðir kundi gerast eitt amboð at røkka hesum málum,men nú frættist, at tað ikki verður møguligt at fremja ætlaðu bústaðarverkætlanirnar við verandi gjaldføri hjá Bústøðum. Neyðugt verður sostatt at heimila Bústaðir at taka lán fyri at økja gjaldførið, um haldast skal áfram við øllum bústaðarætlanunum. Men hvat ætlar landsstýrismaðurin? Og hví eru ongi stig tikin enn? Kann verandi støða merkja, at Bústaðir als ikki kann arbeiða víðari við teimum bústaðarverkætlanum kring landið, ið hava verið kunngjørdar? Fyri at fáa lýst málið, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum: 1. Hvussu nógvar leiguíbúðir kann Bústaðir útvega afturat við verandi gjaldføri? 2. Hvørjar av ætlaðu bústaðarverkætlanunum hjá Bústøðum kunnu gerast veru-leiki við verandi gjaldføri? 3. Hvørjar av ætlaðu bústaðarverkætlanunum hjá Bústøðum gerast væntandi ikki veruleiki, um Bústaðir ikki fær lántøku og meira gjaldføri? 4. Hví hevur landsstýrismaðurin ikki, eitt nú í kunngerð, málrættað verkætlanir-nar hjá Bústøðum til bíligar leigubústaðir, lestraríbúðir og bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum? 5. Fer landsstýrismaðurin at taka stig til, at Bústaðir í størri mun skal leggja seg eftir bíligum leigubústøðum, lestraríbúðum og bústøðum til fólk við serligum avbjóðingum? 6. Fer landsstýrismaðurin at virka fyri, at Bústaðir fær møguleika at taka lán og økja gjaldførið fyri at fremja fleiri bústaðarverkætlanir í verki? 7. Um ja, nær? Um nei, hví? 8. Hvussu leingi hevur landsstýrismaðurin vitað, at Bústaðir hevur tørv á meira gjaldføri fyri at fáa framt allar tær ætlaðu bústaðarverkætlanirnar í verki? Á Løgtingi, 16. apríl 2015 Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi Svar: 1. Bústaðir hevur 620 mió. kr. í eginpeningi, harav umleið 300 mió. kr. verða brúktar til annað virksemið enn leigubústaðir. Viðvíkjandi leigubústaðar virkseminum hjá Bústaðum, er støðan soleiðis, at 104 leiguíbúðir eru lidnir...
Les meiraGunvør spyr um gongdina í bygging av Marknagilsdeplinum
Grein 52a fyrispurningur settur Bjørn Kalsø um gongdina í bygging av Marknagilsdeplinum 1. Kann landsstýrismaðurin framvegis vátta, at Marknagilsdepilin verður klárur at taka í nýtslu við skúlaársbyrjan 2016? 2. Er gongd í byggingini í løtuni ella er arbeiðið steðgað upp? 3. Hvussu langt aftanfyri tíðarætlanina er byggingin í dag? 4. Hvat snúði roknifeilurin, sum tosað hevur verið um, seg um og hvussu ávirkar hann restina av byggingini? 5. Hvør hevur ábyrgdina av roknifeilinum og hvør ber ábyrgdina og kostnaðin av teimum seinkingum, ið fylgja í kjalarvørrinum av roknifeilinum? 6. Verður verkætlanin dýrari fyri landið og um ja, hvussu nógv? Viðmerkingar: Tíverri gerast leysatíðindini um at ein byggigøla er í væntu av Marknagilsdeplinum alt meira seiglívað. Søgur um, at orsakað av roknifeili, skal trappan og høvuðskonstruktiónin teknast og dimensjonerast av nýggjum og nógv sterkari, og hetta hevur ávirkan á prís- og tíðarætlanina av allari byggiverkætlanini. Søgur um at byggjaríið stendur stilt vegna ósemju millum høvuðsverktakarar um ábyrgd av hægra byggikostnaðinum. Og søgur um at verkætlanin verður nógv seinkað og longu byrjar at líkjast eini gølu. Vónandi kann landsstýrismaðurin avsanna leysasøgurnar og vónandi fáa vit ein Marknagilsdepil til tíðina, sum vit øll í semju kunnu gleðast um. Gunvør Balle 30. Apríl...
Les meiraHvat hendi við samtyktini at tryggja føroyska málinum atgongd í samskiftistøknini
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um samtyktina at tryggja føroyska málinum atgongd í samskiftistøknina, settur Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum Kann landssýrismaðurin greiða Løgtinginum frá, júst hvat er hent í málinum? Hvussu hava Mentamálaráðið, Fíggjarmálaðið, Fróðskaparsetrið og KT-felagið raðfest arbeiðið higartil, og hvør stendur fyri arbeiðinum? Hvørjum úrslitum ætlar landsstýrismaðurin at røkka, og hvør er tíðarfreistin? Viðmerkingar: Fyri tveimum árum síðani samtykti eitt samt Løgting soljóðandi uppskot til samtyktar: Løgtingið heitir á landsstýrismannin í mentamálum um at skipa samstarv millum Mentamálaráðið, Fíggjarmálaráðið, Fróðskaparsetur Føroya og KT-felagið við tí endamáli at tryggja føroyska málinum atgongd í samskiftistøknini, har serligur dentur skal vera á fartelefonir og teldur. Í fjør spurdi eg landsstýrismannin um, hvat hent er í hesum arbeiði, men tá var einki hent. Nú eru tvey ár liðin, síðan uppskotið varð samtykt, og tí verða spurningarnir settir aftur. Á Løgtingi, 28. apríl 2015 Gunvør...
Les meiraOyggjaleikirnar til Føroya
§52a spurningur til Løgmann um átøk fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya Hví varð umsóknin um, at Oyggjaleikirnir skuldu vera í Føroyum í ár 2019 tikin aftur? Hvat hevur landsstýrið gjørt fyri, at sleppa undan at umsóknin varð tikin aftur? Hví verður ongin umsókn latin inn, so Oyggjaleikirnir kunnu verða hildnir í Føroyum í 2021? Hvat hevur landsstýrið gjørt fyri, at fáa Oyggjaleikirnar til Føroyar í 2021? Hvørjar møguligar politiskar avtalur og bindingar skulu gerast, fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2021? Hvørjar íløgur skulu til fyri, at Oyggjarleikirnir fáast til Føroya í 2021? Hvussu nógv føroysk ítróttarfólk og hjálparfólk høvdu væntandi verið partur av einum Oyggjaleikum í Føroyum? Hvussu nógv fólk væntast til Føroya í sambandi við einar komandi Oyggjaleikir? Hvussu stórt samanlagt virði verður mett, at einar Oyggjaleikir hava fyri Føroyar? Ætlar løgmaður at innkalla politisku flokkarnar fyri at viðgera og gera semju um tey átøk, ið skulu fremjast fyri at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2021? Um ja, nær? Viðmerkingar 1989 var árið, tá Oyggjarleikir vóru í Føroyum fyri fyrstu og higartil einastu ferð. Hetta var eitt stórt og stórfingið tiltak, ið eisini skapti stórar ringar í vatninum bæði ítróttarliga, fíggjarliga og samfelagsliga. 26 ár eru nú farin framvið síðan, og hóast Føroyar hava staðið seg sera væl á nógvum Oyggjaleikum, so eru tíverri enn ikki útlit fyri, at Oyggjaleikirnir koma aftur til Føroya. Tað var annars eitt stórt framstig, tá umsókn varð latin inn um, at Føroyar skuldu hýsa Oyggjaleikunum í 2019. Sum skilst bendið alt á, at hinar oyggjaleika-tjóðirnar vóru til reiðar at stuðla Føroyum í hesum, um fyritreytirnar vórðu tær røttu. Men tíverri mátti ÍSF í seinastu løtu taka umsóknina aftur, um at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya í 2019. Fyritreytirnar vórðu ikki fingnar uppá pláss. Hetta var eitt vónbrot fyri nógv. Ein gyltur møguleiki glapp føroyingum av hondum. Nú er so aftur møguleiki at leggja inn umsókn um, at fáa Oyggjaleikirnar til Føroya – hesuferð í 2021. Freistin at lata umsóknina inn til oyggjaleikafelagsskapin er í september í ár. Men hóast samgongan nú hevur havt um 2 ár, síðan umsóknin um Oyggjaleikir í 2019 varð latin inn og tikin aftur, so eru fyritreytirnar framhaldandi ikki fingnar uppá pláss. ÍSF hevur tí fráboðað alment, at ongin umsókn verður latin inn um at fáa Oyggjarleikirnar til Føroya í 2021 heldur – í verandi støðu. Hetta átti annars verið eitt mál, ið vit øll vóru samd um at standa saman um, og at fremja Føroyum at frama. Ítróttarliga vilja Oyggjarleikir í Føroyum geva ómetaliga jalig ringárin, samfelagsliga vil hetta vera ein spennandi og savnandi avbjóðing fyri allar Føroyar, og fíggjarliga vilja Oyggjaleikirnir – hóast útreiðslur til fyrireiking og fyritreytir – eisini kasta av sær til alt samfelagið. Tað sama er galdandi fyri onnur altjóða ítróttartiltøk eru í Føroyum, so sum HM í fimleiki, Norðurlendska juniormeistarakappingin í svimjing og EM/HM undankappingar í fótbólti. Nú nógv verður gjørt fyri at menna ferðavinnuna í Føroyum, er eisini fyri ferðavinnuna upplagt, at fáa Oyggjaleikirnar henda vegin. Á komandi Oyggjaleikum í Jersey væntast um 3.000 ítróttarfólk og um 1.000 leiðarar og hjálparfólk. Hetta sigur ikki so lítið um týdningin av Oyggjaleikunum, sum eisini eru millum stórstu ítróttartiltøk í Evropa í 2015. Tá tað eru so sera nógv viðurskifti, ið tala fyri, at fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroya undrar, at tað...
Les meiraHvat hendir við NemID og Mínboks hjá peningastovnunum?
§52a-fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum um avtalu við Felagið føroyskir peningastovnar um KT-skipanir, NemID, Mínboks o.a. Hvat er ítøkiliga hent síðani fráboðaðu avtaluna við Felagið føroyskir peningastovnar um KT-skipanir í Føroyum frameftir og talgilda undirskrift, og hvussu verður avtalan útint í verki? Hvat er avtalan viðvíkjandi NemID, ið fólk enn verða beinleiðis biðin at tekna seg til á netbankanum – og hvussu nógv hava skrásett seg í NemID ávikavist fyri og eftir fráboðanina? Hví velja peningastovnarnir nú at vraka ta føroysku skipanina Mínboks til talgilt samskifti við føroyskar brúkarar? Hvussu samsvarar hendan avgerðin við fráboðanina um, at “Felagið Føroyskir Peningastovnar taka lut í arbeiðinum hjá landsstýrinum at talgilda Føroyar. Talgildingin hevur til endamáls at nútímansgera vælferðina og tænasturnar hjá føroyingum og skal viðvirka til at skapa kappingarføri, vøkstur og framleidni.” Hvussu skapar avgerðin hjá peningastovnunum um framvegis at biðja fólk brúka NemID og at taka burtur møguleikan at brúka føroysku skipanina Mínboks “kappingarføri, vøkstur og framleidni” fyri føroyska samfelagið? Hvørjar avleiðingar fær hetta fyri P/F Elektron og fyri møguleikarnar at menna føroyskar KT-loysnir til talgilt samskifti hjá føroyskum brúkarum frameftir? Hvat ger landsstýrið ítøkiliga til tess at tryggja, at føroyskar KT-skipanir kunnu mennast í Føroyum, og at gjørligt verður at taka tær skipanir heimaftur, sum eru fluttar av landinum? Hvørji eru sett at gera ta óheftu kanningina, ið nevnd verður í fráboðanini, har lýsast skulu viðurskifti í sambandi við møguliga heimtøku av KT-skipanunum – og hvør setur og velur fólk til kanningina? Viðmerkingar Eftir nógva almenna og politiska viðgerð og eitt fólksligt trýst, sendu landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, landsstýrismaðurin í vinnumálum og formaðurin í Felagnum føroyskir peningastovnar hesa felags fráboðan út 25. mars 2015: “Felags fráboðan frá Fíggjarmálaráðnum, Vinnumálaráðnum og Felagnum Føroyskir Peningastovnar Seinastu tíðina hevur nógv umrøða verið av málinum um NemId og KT hjá føroysku peningastovninum. Hendan fráboðan skal síggjast í ljósinum av hesum. Ein óheft kanning verður sett í verk at lýsa kostnað, fyrimunir og vansar við eini møguligari heimtøku av KT skipanum hjá føroysku peningastovnunum úr útlondum. Innritan til netbankan verður óbroytt. Tað merkir, at kravið um NemID verður slept, og brúkarar kunnu halda fram at brúka netbankan sum áður. Tey sum ynskja tað, kunnu sjálvboðin velja NemId ístaðin fyri verandi innritan. Tá ið Føroyar hava valt eina felags føroyska talgilda undirskrift í sambandi við arbeiðið hjá landsstýrinum at talgilda Føroyar, verður hendan eisini brúkt av peningastovnunum. Ein føroysk talgild undirskrift væntast liðug um 2 ár. Felagið Føroyskir Peningastovnar taka lut í arbeiðinum hjá landsstýrinum at talgilda Føroyar. Talgildingin hevur til endamáls at nútímansgera vælferðina og tænasturnar hjá føroyingum og skal viðvirka til at skapa kappingarføri, vøkstur og framleidni.” Nú ein knappur mánaður er liðin síðani fráboðanin varð send út, verða føroyskir brúkarar framvegis bidnir um at skráseta seg í NemID skipanina, tá ið teir skulu rita inn í netbankan. Og nú hava peningastovnarnir eisini boðað alment frá, at teir vilja ikki brúka ta føroysku skipanina Mínboks til at samskifta við sínar kundar um skjøl, kontuyvirlit, brøv o.a. Hetta tykist at vera í beinleiðis andsøgn við fráboðanina frá landsstýrinum og peningastovnunum. Tí verður spurt, hvat ítøkiliga innihaldið í fráboðaðu avtaluni er,og hvussu landsstýrið tryggjar sær, at avtalan verður útint í verki. Eisini verður spurt, hvørji eru sett at gera ta óheftu kanningina um at fáa KT-skipanirnar tiknar heim aftur til Føroya, og hvussu tey...
Les meiraKristina spyr um Bústaðir og átøk at fáa til vega bíligar leigubústaðir
§52a spurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um Bústaðir og átøk at fáa til vega bíligar leigubústaðir Hvussu nógvar leiguíbúðir kann Bústaðir útvega afturat við verandi gjaldføri? Hvørjar av ætlaðu bústaðarverkætlanunum hjá Bústaðir kunnu gerast veruleiki við verandi gjaldføri? Hvørjar av ætlaðu bústaðarverkætlanunum hjá Bústaðir gerast væntandi ikki veruleiki, um Bústaðir ikki fær lántøku og meira gjaldføri? Hví hevur landsstýrismaðurin ikki, eitt nú í kunngerð, málrættað verkætlanirnar hjá Bústøðum til bíligar leigubústaðir, lestraríbúðir og bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum? Fer landsstýrismaðurin at taka stig til, at Bústaðir í størri mun skal leggja seg eftir bíligum leigubústøðum, lestraríbúðum og bústøðum til fólk við serligum avbjóðingum? Fer landsstýrismaðurin at virka fyri, at Bústaðir fær møguleika at taka lán og økja gjaldførið, fyri at fremja fleiri bústaðarverkætlanir í verki? Um ja, nær? Um nei, hví? Hvussu leingi hevur landsstýrismaðurin vitað, at Bústaðir hevur tørv á meira gjaldføri fyri, at fáa framt allar tær ætlaðu bústaðarverktætlanirnar í verki? Viðmerkingar Øll skulu hava møguleika at útvega sær ein bústað. Hetta er ein grundleggjandi rættur. Men hetta er ikki ein møguleiki fyri øll í Føroyum, tí útboðið av bíligum leigubústøðum er sera avmarkað. Tað var tí eitt stórt framstig, tá tað í 2011 eydnaðist Tjóðveldi at fáa meiriluta – saman við minnilutasamgonguni – fyri, at broyta lóggávuna fyri Húsalánsgrunnin (nú Bústaðir), soleiðis at hesin fekk heimild til, at víðka virksemi sítt til eitt nú eisini at fevna um leigubústaðir. Vónin var, at nú fór verulig ferð at koma á, at fáa bygt bíligar leigubústaðir, bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum, lestraríbúðir v.m. Endamálið hjá Bústaðir er eisini í lógini: “at virka fyri at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað”. Hesum hava øll ikki møguleika fyri í dag. Síðan lógin fyri Bústaðir varð broytt í 2011, hava ein røð av stórfingnum ætlanum um bústaðarverkætlanir sæð dagsins ljós. Nakrar eru eisini framdar í verki. Tær størru verkætlanirnar eru tó ikki komnar á mál enn, og eru nógvar enn bara á skriviborðinum. Millum nógvu ætlaðu verkætlanirnar eru eisini sokallaðar marglætisíbúðir. Hetta hevur undrað, tí í politisku skipanini hevur ikki verið hugsanin, at Bústaðir skuldi fara inn á tann partin av bústaðarmarknaðinum, ið tann privati marknaðurin eigur at megna at lyfta sjálvur. Hinvegin er stórur mangul uppá bíligar leigubústaðir til tey, ið ikki hava ráð til, at keypa sær hús og/ella leiga til verandi kostnað. Eisini er tørvur á lestraríbúðum og fleiri bústøðum til fólk við serligum avbjóðingum. Vónin var, at Bústaðir kundi gerast eitt amboð at røkka hesum málum,men nú frættist, at tað ikki verður møguligt at fremja ætlaðu bústaðarverkætlanirnar við verandi gjaldføri hjá Bústøðum. Neyðugt verður sostatt at heimila Bústaðir at taka lán fyri at økja gjaldførið, um haldast skal áfram við øllum bústaðarætlanunum. Men hvat ætlar landsstýrismaðurin? Og hví eru ongi stig tikin enn? Kann verandi støða merkja, at Bústaðir als ikki kann arbeiða víðari við teimum bústaðarverkætlanum kring landið, ið hava verið kunngjørdar? Fyri at fáa lýst málið, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Á Løgtingi, 16. apríl 2015 Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri...
Les meiraSvar uppá fyrispurning um Teistan
Svar uppá fyrispurning frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. 74/2014, viðvíkjandi vikuskiftisferðaætlanina hjá Teistanum Spurningurin var soljóðandi: 1. Ætlar landsstýrismaðurin at betra um vikuskiftisferðaætlanina hjá Teistanum aftur, og nær? 2. Er tað rímiligt, at Teistin leggur stilt stóran part mitt á degi, leygardag og sunnudag? 3. Ber tað til at loysa spurningin um hvílitíð á annan hátt, enn at leggja Teistan mitt á degi, og hvussu? 4. Hevur landsstýrismaðurin umhugsað at loysa (megin) siglingina út í Hest á annan hátt, og hvørjir møguleikar eru til tess? Viðmerkingar Samgongan gjørdi fyri nøkrum mánaðum síðani av at broyta ferðaætlanina hjá Teistanum. Úrslitið gjørdist ein bati fyri tey ferðandi í Sandoynni (og Hestoy) mitt í viku, samstundis sum ferðaætlanin versnaði munandi leygardag og sunnudag. Serliga er tað tað nógva frítíðarvirksemið, ítrótta- og mentanarlívið, sum hevur fingið stóra ampan av broytingunum í ferðaætlanini. Ongan túr at sigla suðurgangandi millum klokkan 11.15 og klokkan 15.45, og norðurgangandi millum 9.30 og 14.15 er ógvuliga darvandi, tí vikuskiftini, serliga summarhálvárið, eru háárstíð fyri ítrótt og ferðavinnuvirksemi. M.a. eru nógvir húsvagnar við Teistanum hesar dagar, og nøgdin av møguligum ferðafólki avmarkast nógv, av tí at túratalið er so lítið. Eisini gerst bíðitíðin í Skopun og á Gomlu Rætt ótolandi í mun til dagsins tørv. Nøgdsemi hjá okkara ferðandi verður hareftir, havandi í huga hvussu leikandi lætt tað er at flyta seg millum búsetingar í meginøkinum. Undirritaði ávarar ímóti at seta setanarviðurskiftini hjá manningini á Teistanum upp ímóti greiða ynskinum hjá sandoyingum (og hestfólki) at fáa eina rímiliga og vælvirkandi farleið um Skopunarfjørð. Tað er somuleiðis týdningarmikið, at atlitini til eina nøktandi og møguliga nýhugsaða Hestleið verða tikin við í metingina. Nú ferðaætlanin hevur staðið sína roynd eina tíð, er rætt at eftirmeta støðuna. Svar Spr. 1: Sum eg áður havi boðað frá, so er tað ein avbjóðing at tillaga ferðaætlanina á Sandoyarleiðini, eftirsum Teistin siglir við nærum fullum orkuføri (kapasiteti). Eitt økt túratal í vikuskiftinum fyrrapart merkir sum útgangsstøði, at tað er neyðugt at skerja túratalið aðrar tíðir á degnum, um viðlíkahaldsarbeiði, hvílitíðarreglur, trygdarkrøv v.m. skulu haldast, t.e. við verandi vaktarskipan. Sum útgangsstøði meti eg, at Teistin, við sínum 122 túrum um vikuna, veitir sandoyingum eina sera góða tænastu við regluligum flutningi. Um mett verður, at tørvur er á at flyta túrar, soleiðis at Teistin siglir fleiri túrar um vikuskiftið og færri gerandisdagar, so haldi eg, at ein slík tillaging ljóðar skilagóð. Eg havi biðið Strandferðsluna enn eina ferð kanna, hvørjir møguleikar eru fyri slíkum tillagingum, soleiðis at tað í minst møguligan mun ávirkar siglingina gerandisdagar og sum samstundis leggur upp fyri, at lógarásettu krøvini verða hildin. Enn ein tillaging hevur við sær, at verandi vaktarskipan má broytast. Spr. 2: Verður hugt at ferðafólkahagtølunum saman við tøkum orkuføri fyri Sandoyarleiðina, síggja vit, at einans 8-10 % av orkuførinum verður nýtt í dag. Sagt á annan hátt, so eru “bara” 180.000 ferðandi til gott 2.000.000 pláss við núverandi sigling. Vikuliga orkuførið á Teistanum er um veturin 21.000 ferðandi og um summarið 31.000 ferðandi. Til hetta orkuføri er nýtslan á vetri 1350 – 2750 ferðandi og um summarið 1800- 4600 ferðandi. Víst verður í hesum sambandi til hjálagda skjal, sum vísir ferðaætlanina hjá Teistanum og hagtøl yvir ferðandi á leiðini. Hyggja vit nærri at leygar- og sunnudegnum, so hevur Sandoyarleiðin 14 túrar aftur og fram: 4 túrar aftur og...
Les meiraHvørjar verða avleiðingarnar fyri Føroyar, nú Danmark flytur fíggjarliga lóggávu og fíggjareftirlit til ES
Kristina Háfoss setur á tingfundinum í morgin, munnligan fyrispurning til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum viðvíkjandi avleiðingunum fyri Føroyar, nú Danmark flytur fíggjarliga lóggávu og fíggjareftirlit til ES 1. Hvørjar avleiðingar væntar landsstýrismaðurin tað fær fyri Føroyar, nú Danmark flytur lóggávuvald og eftirlit viðvíkjandi bankum til ES, meðan Føroyar framhaldandi eru fevndar av danskari lóg og donskum eftirliti fyri bankarnar? 2. Er nevndin, ið varð sett at greina avleiðingarnar fyri Føroyar og Grønland av, at Danmark flytur fíggjarliga lóggávu og fíggjareftirlit til ES, liðug við sítt arbeiði? 3. Um nei, nær væntast hon at vera liðug? 4. Um ja, hvør er niðurstøðan? Viðmerkingar Danmark flytur nú og í næstum sítt lóggávuvald og fíggjareftirlit – heilt ella partvíst – fyri peningastovnar til ES, meðan Føroyar, ið sum kunnugt eru uttan fyri ES, í verandi støðu eru undir danskari fíggjarligari lóggávu og danska fíggjareftirlitinum. Hetta ger støðuna sera fløkta, og enn er ógreitt hvørjar avleiðingarnar verða. Nevnd er fyri langari tíð síðan sett at greina avleiðingarnar fyri Føroyar og Grønland. Enn hevur tó ikki verið nakað at frætt um úrslitið av hesum arbeiði. Fyri at fáa lýst hetta mál, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum. Á Løgtingi, 14. apríl 2015 Kristina...
Les meiraGunvør spyr um útbúgving í sjúkrarøktarfrøði
Á tingfundinum í morgin, setur Gunvør Balle munnligan fyrispurning til Karsten Hansen um praktikkpláss á heilsuøkinum til sjúkrarøktarfrøðilesandi, og ein spurning til Bjørn Kalsø um upptøku til útbúgvingina í sjúkrarøktarfrøði Munnligur fyrispurningur settur Bjørn Kalsø um upptøku til útbúgvingina í sjúkrarøktarfrøði: 1. Hvussu nógvar lesandi tekur Setrið upp til sjúkrarøktarfrøði á hvøjum ári? 2. Hvussu nógvir umsøkjarar fáa avslag, hóast tey eru skikkað? 3. Hvat er orsøkin til at fleiri skikkaðir umsøkjarar ikki sleppa inn? 4. Hvat ger landsstýrismaðurin fyri at tryggja at tey, ið ynskja og eru skikkað at lesa sjúkrarøktarfrøði, sleppa inn? Viðmerkingar: Heildarætlanin um fólkavøkstur vísir á, at ein hornasteinur í arbeiðinum at skapa fólkavøkstur er at styrkja verandi útbúgvingar og vaksa um útbúgvingartilboðini. Eisini verður sagt, at tað hevur týdning at taka støði í teimum útbúgvingum, vit hava tørv á. Samfelagið hevur eitt kvinnuundirskot og serliga vantar okkum kvinnur undir 40 ár. Tað er eisini ein sannroynd, at nógv fleiri kvinnur enn menn starvast í heilsuverkinum og ynskja at nema sær útbúgving innan hetta øki. Í 2009 staðfesti Nærverkið, at tørvur fór at vera á fleiri hundrað nýggjum heilsustarvsfólkum komandi árini. Hóast tørvurin er stórur og nógv ynskja at gerast sjúkrarøktarfrøðingar, so merkja sparingar innan heilsuøkið, at avmarkað orka er til at taka sjúkrarøktarlesandi inn í praktikk. Og sum skilst er hetta høvuðsorsøkin til at Setrið ikki tekur fleiri lesandi inn. Tí er spurningurin um landsstýrismennirnir í heilsumálum og mentamálum eru farnir undir eitt miðvist arbeiði at loysa henda knútin, so fleiri, ið ynskja tað og eru skikkaði, kunnu sleppa inn at lesa sjúkrarøktarfrøði. 14. apríl 2015 Gunvør Balle Tjóðveldi Munnligur fyrispurningur settur Karsten Hansen um praktikkpláss á heilsuøkinum til sjúkrarøktarfrøðilesandi: 1. Hvussu nógvar sjúkrarøktarfrøði lesandi tekur heilsuverkið inn í praktikk á hvøjum ári? 2. Hvussu virkar skipanin við praktikkplássum (tvs hvørjir stovnar taka ímóti praktikantum, hvussu er við vegleiðarum o. ø) til sjúkrarøktarfrøði lesandi? 3. Hvat ger landsstýrismaðurin fyri at tryggja, at fleiri sjúkrarøktarfrøðilesandi sleppa í praktikk í heilsuverkinum og harvið tryggjar fleiri,sum ynskja tað, hesa útbúgving? Viðmerkingar: Heildarætlanin um fólkavøkstur vísir á, at ein hornasteinur í arbeiðinum at skapa fólkavøkstur er at styrkja verandi útbúgvingar og vaksa um útbúgvingartilboðini. Eisini verður sagt, at tað hevur týdning at taka støði í teimum útbúgvingum, vit hava tørv á. Samfelagið hevur eitt kvinnuundirskot og serliga vantar okkum kvinnur undir 40 ár. Tað er eisini ein sannroynd, at nógv fleiri kvinnur enn menn starvast í heilsuverkinum og ynskja at nema sær útbúgving innan hetta øki. Í 2009 staðfesti Nærverkið, at tørvur fór at vera á fleiri hundrað nýggjum heilsustarvsfólkum komandi árini. Hóast tørvurin er stórur og nógv ynskja at gerast sjúkrarøktarfrøðingar, so merkja sparingar innan heilsuøkið, at avmarkað orka er til at taka sjúkrarøktarlesandi inn í praktikk. Og sum skilst er hetta høvuðsorsøkin til at Setrið ikki tekur fleiri lesandi inn. Tí er spurningurin um landsstýrismennirnir í heilsumálum og mentamálum eru farnir undir eitt miðvist arbeiði at loysa henda knútin, so fleiri, ið ynskja tað og eru skikkaði, kunnu sleppa inn at lesa sjúkrarøktarfrøði. 14. apríl 2015 Gunvør Balle Tjóðveldi...
Les meira