Lýsing

Fyrispurningar á tingi

Sirið spyr um barsilsskipanina og um eldraøkið

, 14/04/2015

Sirið spyr um barsilsskipanina og um eldraøkið

Á tingfundinum í morgin, setir Sirið Stenberg Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, fyrispurning um barsilsskipanina, og Anniku Olsen landsstýriskvinnunu  í almannamálum,  um markamótsarbeiði fyri eldraøkið Munnligur fyrispurningur til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, um barsilsskipanina 1 Ætlar landsstýrismaðurin at gera broytingar í barsislakipanin so skipanin verður meira fleksibul ? 2 Er ætlanin er leingja barnsburðarfarloyvi, nú barsilsgrunnur er samtyktur ? 3 Er ætlanin er leggja upp fyri, at tvungna eftirlønargjaldið ikki fer at gera at barsilsgjaldi minkar hvørt ár komandi árini ? Viðmerkingar Barnnsburðarfarloyvi er tíbetur longt fyri stuttum. Øll tykjast tó samd um at tað framhaldandi er neyðugt at arbeiða við batum, og at málið eigur at vera eitt ára barnsburðarfarloyvi, og at gera skipanina meira fleksibla. Til dømis ber ikki til at fáa barsilsgjaldið drýggja yvir longri tíð. Ei heldur ber til hjá pápum at velja at vera heima uppundir føðing. Hetta rakar serliga pápar, sum arbeiða burtur frá heiminum, og kann gera at teir ikki fáa verið heima tá ið føðingin fer fram, tí teir ikki hava rætt til farloyvi fyrr enn eftir at barnið er føtt. Somuleiðis er nyggj eftirløniarlóg samtykt, har hvør einstakur skal spara eitt % upp árliga komandi árini, upp til 15 %. Hetta merkir at kravda uppsparingin fer beinleiðis av útgjaldinum, og útgjaldið sostatt minkar munandi yvir komandi árini, samsvarandi at árliga eftirlønargjaldið hækkar. Føroya løgting hevur samtykt at skipa barsilsgrunn. Harvið verður barsilspeningurin oyramerktur til familjurnar. Yvirskot hevur verið fleiri tey seinastu árini, og spurningurin er tískil um ætlanin er at hesin peningur verður settur til at leingja um barnsburðarfarloyvistíðina og til at gjalda kravda eftirlønarglaldið við. Sirið Stenberg Tjóðveldi Munnligur fyrispurningur til landsstýriskvinnuna í almannamálum, Anniku Olsen, um markamótsarbeiði fyri eldraøkið 1 Nær kann væntast at arbeiði við at greina markamót á eldraøkinum er liðugt ? Viðmerkingar Nú gongur á 4. mánað síðan eldraøkið bleiv lagt út til kommunurnar at umsita. Hóast hetta so er markamótsarbeiði ikki komið á mál enn. Hetta merkir í roynd og veru, at kommunurnar enn ikki vita heilt ítøkiliga hvørjir borgarir eru kommununar ábyrgd at veita tænastu til, hvør er ábyrgdin hjá landinum. Fyri borgaran er støðan tí heldur ikki nóg greið og spurningur kann óiva setast við rættartrygdina. Tað eru eisini í skrivandi løtu uppskot í løgtinginum, sum eru ógreið, júst av somu orsøk. Nevnast kann uppskot um endurmenning og uppskot um at taka gjald frá kommununum fyri liðugtviðgjørdar sjúklingar. Tað er tí alneyðugt at fáa markamótsarbeiði liðugt skjótast gjørligt. Um ikki er vandi fyri at borg arir kunnu detta niður millum. Sirið Stenberg...

Les meira

Nær fáa lág og miðallønt møguleika at leiga íbúðir frá Bústøðum ?

,

Nær fáa lág og miðallønt møguleika at leiga íbúðir frá Bústøðum ?

Sirið Stenberg vil hava at vita frá Jørgen Niclasen,  Hvussu gongst við ætlanini hjá Bústøðum, at byggja íbúðir, sum lág og miðallønt hava ráð at gjalda, tí hevur hon sett honum munnligan fyrispurning ið skal svarast á tingfundinum í morgin Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen um Bústaðir 1 Hvussu gongst við ætlanini hjá Bústøðum um at byggja íbúðir, sum lág og miðallønt hava ráð at gjalda ? Viðmerkingar Broytingin í grundarlagnum undir gamla Húsalásgrunninum til Bústaðir letur upp fyri nýggjum møguleikum. Ætlanin við Bústøðum er at útvega leigubústaðir til føroyingar kring landið, og betri bústaðir til allar samfelagsbólkar. Fleiri áhugaverd arbeiði eru í gongd. Millum annað er samstarv millum Bústaðir og Almannaverkið um at útvega fólki við serligum avbjóðingum bústað. Somuleiðis eru aðrar verkætlanir í gongd. Havandi í huga stóra tørvin á leiguíbúðun til fólk, við miðal og láginntøku, sóknast spyrjarin eftir nær hesin samfelagsbólkur kann vænta sær at fáa í boði eina leiguíbúð- fyri ein kostnað, sum er fyri hesar inntøkur at gjalda. Tað verið seg m.a stakir uppihaldarar, familjur við lágari inntøku, fólkapensjónistar, ungar barnafamiljur o.s.fr Sirið Stenberg...

Les meira

Fyrispurningur um skjótt vaksandi vandan við mótstøðuførum bakterium

, 13/04/2015

Fyrispurningur um skjótt vaksandi vandan við mótstøðuførum bakterium

Settur Karsteni Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, sum §52 fyrispurning.   –          Hvat gjørt verður gjørt í Føroyum til tess at fyribyrgja skjótt vaksandi vandan við bakterium, ið gerast mótstøðuførar, og tí ikki longur kunnu viðgerast við antibiotika? –          Hvat metir landsstýrismaðurin kann og eigur at verða gjørt, til tess at fyribyrjga, at mótstøðuførar bakteriur gerast ein munandi trupulleiki á føroysku sjúkrahúsunum? –          Hvussu nógv antibiotika verður nýtt í Føroyum pr íbúgva í mun til onnur lond, og hvussu nógv er hetta í mun til tey lond, sum brúka minst? –          Hvat verður gjørt fyri at fáa vitanina út til fólkið, soleiðis, at borgarin hevur røttu vitanina og kann virka eftir hesari? –          Luttaka Føroyar í norðurlenskum samstarvi um fyribyrging av antibiotikaresistensi, um ja, á hvønn hátt? Viðmerkingar Tað hendir longu hvønn einasta dag, at fólk doyggja kring um í heiminum av bakterium, sum annars hava verið mettar meinaleysar, men nú eru vorðnar mótstøðuførar ímóti antibiotika (bakteriutýnarum). Antibiotika, sum hevur verið ein av hornasteinunum undir nútímans sjúkuviðgerð, er komið undir álvarsamt trýst, og stór átøk verða nú gjørd í fleiri londum til tess at fyribyrgja, at alsamt fleiri bakteriur gerast mótstøðuførar ímóti øllum sløgum av antibiotika. Kring um í heiminum stríðast nógv sjúkrahús við hendan trupulleika, eisini í grannalondum okkara. Ein av fleiri orsøkum til skjótt vaksandi trupulleikan við mótstøðuførum bakterium, er ovurnýtsla av antibiotika. Í fjør summar lat norðurlendska ráðharraráðið úr hondum sonevndu Kønbergfrágreiðingina um norðurlendskt heilsusamstarv. Fremsta tilmælið er eitt felags átak ímóti vaksandi antibiotikamótstøðuførinum. Mælt verður m.a. til víðfevnda avmarking av nýtsluni av antibiotika, at stórar upphæddir verða settar á fíggjarlógirnar til fyribyrging og til menning av nýggjum antibiotika. Bo Kønberg vísir í frágreiðingini á, at vit í framtíðini fara at síggja alsamt fleiri doyggja av ígerðum, sum vit í dag meta vandaleysar, og hetta fer at leggja stórt trýst á heilsu- og sjúkrahúsverk. Í 2013 doyðu í minsta lagið 25 000 fólk, bara í Evropu, orsakað av mótstøðuførum bakterium – eins mong og tey, sum doyðu í ferðsluni. Støðan er enn verri, í fleiri londum uttanfyri Evropa. Ein onnur avbjóðing er, at nærum eingi nýggj sløg av antibiotika verða ment. Fram til 1970 komu eini tjúgutals nýggj sløg av antibiotika á marknaðin, soleiðis, at virkaði eitt ikki, kundi eitt annað í flestu førum nýtast. Síðani eru einans tvey nýggj sløg komin, av hesum einki síðani 1987! Heimsheilsustovnurin WTO hevur í áravís rópt varskó, og heitt á heimsins stjórnir um at taka trupulleikan í størri álvara. Í fjør kom WTO við enn einari frágreiðing, har m.a. verður sagt:”An increasing number of governments around the world are devoting efforts to a problem so serious that it threatens the achievements of modern medicine. A post-antibiotic era – in which common infections and minor injuries can kill – far from being an apocalyptic fantasy, is instead a very real possibility for the 21st Century.” Frágreiðingin kann lesast her: http://www.who.int/drugresistance/documents/surveillancereport/en/#.VSpTBqrrz24.facebook. Spyrjarin fegnast um, at tað í hesi vikuni verður skipað fyri ráðstevnu um vandan við vaksandi antibiotikamótstøðuføri, og vónar at hetta fer at seta neyðugt fokus á evnið.   Á Løgtingi 13. apríl 2015   Bjørt Samuelsen tingkvinna...

Les meira

Spurningur um at máa grundarlagið undan fíggjarlóg, játtanarlóg og stýrisskipanarlóg

, 27/03/2015

Spurningur um at máa grundarlagið undan fíggjarlóg, játtanarlóg og stýrisskipanarlóg

Kristina Háfoss hevur sett Jørgen Niclasen ein §52a fyrispurning,um at máa grundarlagið undan fíggjarlóg, játtanarlóg og stýrisskipanarlóg 1. Hví kom landsstýrismaðurin í figgjarmálum ikki beinanvegin í Løgtingið við eykajáttan til Heilsumálaráðið, tá tað gjørdist greitt, at neyðugt verður við 10,3 mió. kr. eyka til at rinda rokning, ið Heilsumálaráðið skal rinda sambært dómsúrskurði? 2. Heldur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tað vera í lagi, at landsstýrismaðurin í heilsumálum rindar hesar 10,3 mió. kr. av játtanini til serviðgerð uttanlands, hóast landsstýrismaðurin hevur upplýst, at játtanin á fíggjarlógini ikki røkkur til hesa serstøku rokning, umframt vanliga virksemið til serviðgerð uttanlands? 3. Er hesin framferðarháttur ikki við til at máa grundarlagið undan fíggjarlóg, játtanarlóg og stýrisskipanarlóg? 4. Er hetta í samsvari við játtanarlóg og stýrisskipanarlóg? 5. Hví umhugsar landsstýrið at fáa eykajáttan við fíggjarnevndarskjali, tá Løgtingið er saman og hevur fleiri tingfundir í vikuni? 6. Nær kann væntast at landsstýrið kemur við umbøn um eykajáttan til serviðgerð uttanlands, og hvussu stór væntast henda eykajáttan at verða? Viðmerkingar Tað undrar stórliga, at landsstýrið ikki er komið í Løgtingið við umbøn um eykajáttan til at rinda rokning á 10,3 mió. kr., ið eru álagdar Heilsumálaráðnum at rinda í rættinum herfyri. Løgtingið hevur 4 tingfundir hesa vikuna, og tí hevur verið rúm tíð at viðgera eina eykajáttan frá Landsstýrinum. Í staðin hevur í fjølmiðlunum verið at frætt, at landsstýrismaðurin í heilsumálum ætlaði at koma í Løgtingsins Fíggjarnevnd við umbøn um fíggjarnevndarskjal. Hetta undrar eisini stórliga. Tí Fíggjarnevndin játtar bert átroðkandi eykajáttanir umvegis fíggjarnevndarskjal, tá Løgtingið ikki er saman, og tá Løgtingið ikki hevur møguleika fyri skjótt at avgreiða eina átroðkandi eykajáttan. Hetta er ikki støðan í løtuni. Nú frættist so, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur noktað landsstýrismanninum í heilsumálum at koma í Fíggjarnevndina við fíggjarnevndarskjali. Í staðin skal landsstýrismaðurin rinda peningin av eini játtan til serviðgerð uttanlands, hóast landsstýrið veit, at játtanin harvið ikki fer at røkka til endamál sítt samsvarandi fíggjarlógini. Landsstýrismaðurin í heilsumálum upplýsir enntá sjálvur alment, at hann rindar av eini játtan á fíggjarlógini, har tað als ikki er nóg mikið av peningi á til bæði verandi virksemi og til hesa rokning á 10,3 mió. kr. Um landsstýrið velur henda leistin, fyri síðan einaferð seinni í ár at koma við umbøn um eykajáttan – leingi eftir at peningurin er nýttur – gerst Løgtingið til eitt “stempulkontór”, ið onga veruliga ávirkan fær á játtanina. Henda framferð setir tí eisini av álvara spurnartekin við, hvørt landsstýrið í hesum føri arbeiðir í samsvari við Játtanarlógina og Stýrisskipanarlógina, ið báðar áseta, at ongin útreiðsla má rindast uttan at játtan er til hesa áðrenn. Í Stýrisskipanarlógini verður í § 43, stk. 2 ásett: “Eingin útreiðsla má verða goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg, ella aðrari játtanarlóg, ið er í gildi, tá ið ávíst verður.” Og í Játtanarlógini verður í §1 ásett: “Eingin útreiðsla má verða rindað og ikki má verða tikið ímóti inntøku, er játtan ikki útvegað frammanundan”. Í hesum førinum verður ein útreiðsla rindað, hóast landsstýrið veit, at játtanin ikki gevur rúm fyri hesum, og hóast góðir møguleikar eru fyri, at Løgtingið kann veita eina eykajáttan beinanvegin. Hetta kann ikki vera rætt. Tí hesin framferðarháttur er við til at máa grundarlagið undan bæði fíggjarlóg, játtanarlóg og stýrisskipanarlóg. Fyri at fáa lýst málið, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Á Løgtingi, 27. mars 2015...

Les meira

Svar uppá fyrispurning um urologi

,

Svar uppá fyrispurning um urologi

Sirið Stenberg og Kristin Michelsen hava í dag fingið svar uppá fyrispurning um urologi Spyrjari: Sirið Stenberg og Kristin Michelsen Svarari: Karsten Hansen Spurningur: Á tingfundi 18. februar 2015 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi: 1. Hvørjar grundgevingar eru fyri at seta konsulent, sum starvast uttanlands, sum ábyrgdarhavara av urologi í Føroyum, samstundis sum serlækni í urologi frammanundan longu er settur í føroyska heilsuverkinum? 2. Hvussu nógvar vikur kann væntast, at serlæknin, sum arbeiðir sum konsulentur, verður árliga í Føroyum? 3. Hvussu metir landsstýrismaðurin, at vit kunnu liva upp til tilmælini um tíðarásetingar fyri diagnostisering og viðgerðarætlan í krabbameinsætlanini, tá ið serlæknatænastan í urologi ikki stendur borgarum í boði stóran part av árinum? 4. Hvørja ávirkan kann tað hava á sjúklingatrygdina, tá ið urologi í Føroyum skal skipast við konsulenti sum ábyrgdarhavara? 5. Kann væntast, at fleiri sjúklingar fara at verða sendir av landinum til urologiska viðgerð? 6. Hvørji atlit verða tikin, tá ið heilsuverkið skal velja viðgerðarstað uttanlands til okkara sjúklingar. Eru tað atlit til bíðitíð, góð úrslit/hagtøl fyri heilsubót ella onnur atlit? 7. Hvør fakkunnleiki hevur verið við í arbeiðinum og verið hoyrdur í sambandi við nýggju royndarskipanina av urologi, og hevur semja verið um nýggju royndarskipanina? 8. Hvussu nógv er nýggja royndarskipanin mett at kosta, og hvussu nógv verður goldið í konsulenttænastu í dag innan urologiska økið? 9. Verður tað eingin annar enn ábyrgdarhavandi serlækni av royndarverkætlanini, sum kann ávísa sjúklingar til viðgerð uttanlands? Viðmerkingar Fyri stuttum kunngjørdi landsstýrismaðurin í heilsumálum eina nýggja tvørgangandi 2-ára royndarskipan fyri urologi í Føroyum. Í stuttum skal tað, sambært kunningarskrivi frá landsstýris­manninum í heilsumálum, komandi tvey árini gerast ein tvørgangandi skipan millum sjúkrahúsini um urologi. Ábyrgdarhavandi fyri hesa skipan er konsulentur, sum skal vera í landinum nakrar vikur árliga. Konsulenturin er kendur í heilsuverkinum, tá ið hesin sami hevur verið konsulentur í Føroyum í nógv ár. Sambært kunningini frá landsstýrismanninum í heilsumálum skal ein partur av skurðviðgerðunum nú fara fram á Suðuroyar Sjúkrahúsið, undankanningar og ávísar viðgerðir skulu fremjast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi,, og Landssjúkrahúsið skal taka sær av visitatión og størru skurðvið­gerðunum. Føroyska heilsuverkið hevur útbúnan serlækna í urologi í føstum starvi. Hesin starvast á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tí undrar tað spyrjararnar, at man leitar sær uttanlands eftir serfrøði at vera ábyrgdar­havandi av nýggju royndarskipanini, tá ið vit hava sakkunnleikan frammanundan. Tískil sóknast undirritaðu eftir, hvørjar grundgevingar liggja til grund fyri hesum. Tað tykist sum orðaskiftið, sum hevur verið seinastu tíðina um nýggju royndarskipanina á urologiska økinum, viðger urologi og krabbamein sum eitt. Partur av urologisku sjúklingunum hava krabbamein, men okkum kunnugt, so hevur størsti parturin ikki krabbamein, men aðrar urologiskar sjúkur. Spyrjararnir kenna tørv á at vísa á hesa samanblanding, tí tað kann gera, at orðaskiftið og viðgerðin av hesum álvarsøki annars byggir á skeivar fortreytir. Tá ið tað kemur til krabbamein, so hava vit eitt dygdararbeiði liggjandi at taka støði í í Krabba­meins­ætlanini frá 2009. Millum annað stendur í Krabbameinsætlanini soleiðis: “Krabbameinsskurðviðgerðir eiga bara at verða gjørdar í Føroyum, um tær fylgja góðkendum vegleiðingum og prinsippum hjá Heilsustýrinum og/ella altjóða tilmælum. Ber ikki til at lúka hesar treytir, eiga krabbameinsskurðviðgerðir ikki at verða gjørdar í Føroyum. Fyri tey einstøku krabbameinssløgini eiga at verða gjørdar niðurskrivaðar heildartilgongdir, sum líkjast donsku sonevndu ”pakkaforløbunum”, men sum tó taka hædd fyri serligum føroyskum viðurskiftum. Heildartilgongdirnar skulu neyvt lýsa tey ymisku stigini...

Les meira

Fyrireikingarskeið og ráðgeving fyri ættleiðingarforeldur

,

Fyrireikingarskeið og ráðgeving fyri ættleiðingarforeldur

Sirið Stenberg hevur í dag fingið svar frá Karsten Hansen uppá fyrispurning um fyrireikingarskeið og ráðgeving fyri ættleiðingarforeldur Spurningur: Á tingfundi 18. februar 2015 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi: Hvørjar grundgevingar eru fyri, at ættleiðingarforeldrum ikki stendur í boði at fáa fyrireikingarskeið áðrenn ættleiðing og ráðgeving aftaná, at barnið er komið? Hvat skal til fyri at fáa sett fyrireikingarskeiðini og PAS-ráðgevingina á stovn í Føroyum? Er nøkur umbøn send frá føroysku myndugleikunum um at fáa sett á stovn hesar tænastur? Um so er, at fyrireikingarskeiðini og PAS-ráðgevingin verða sett á stovn, nær verður tað so? Viðmerkingar: Í fleiri førum hevur verið viðgjørt á Løgtingi stóri tørvurin á at styrkja um ráðgeving til ættleiðingarforeldur. Víst hevur verið á, at fyrireikingarskeið eru í øðrum londum og eru partur av góðkenningartilgongdini til ættleiðingarforeldur. Somuleiðis hevur verið víst á, at neyðugt er við uppfylging, PAS-ráðgeving aftaná, at barnið er komið til ættleiðingarforeldrini. Ættleiðingarforeldur hava eisini í almennu miðlunum víst á henda tørv, sum kundi verið familjunum ein góð hjálp til at handfara nýggju lívsumstøðurnar sum ættleið­ingarfamilja. Tað er ein heilt serlig støða at ættleiða børn, og tíbetur hava vit góðar familjur, sum ynskja at ættleiða. Í mun til fólkatalið koma nógv ættleidd børn til Føroyar. Familjan, sum ynskir at ættleiða, hevur frammanundan ofta verið ígjøgnum eina avbjóðandi tíð, tá barnloysi fyri mong pør er ein stór sorg. Eisini um foreldrini frammanundan eiga biologisk børn. Tí er sjálvt tann tilgongdin, foreldrini fara ígjøgnum, tá ið avgerð um ættleiðing verður tikin, ikki nøkur løtt tíð fyri mong. Ættleiðingarforeldur skulu sostatt bæði fyrihalda seg til sína egnu støðu og til nýggju støðuna sum foreldur at einum barni, sum krevur nakað heilt serligt, grundað á lívssøgu sína. Barnið, sum verður ættleitt, hevur heilt serligar lívsumstøður. Møguliga er tað longu frá føðing skilt frá foreldrunum og latið til onnur at taka sær av. Hetta kann vera barna­heim ella fosturfamilja. Eisini kunnu tað hava verið skiftandi familjur. Viðvíkjandi størri børnum kunnu tey hava verið útsett fyri mongum viðurskiftum í lívinum, sum kunnu hava stóra ávirkan á menningina. Felags fyri flest øll er, at tey onkursvegna eru umsorganarsvikin og skulu til at byggja eitt mennandi tilknýti til ættleiðingarforeldrini upp. Harumframt hevur eitt ávíst tal av børnunum serligan tørv. Tískil er tørvur á at fyrireika ættleiðingarforeldrini best møguligt til at møta tørvinum hjá barninum bæði í mun til tryggleika, umsorgan og vanligar foreldra­­uppgávur. Neyðugt er eisini at fyrireika og kunna um serliga tørvin, tí at barnið frammanundan er svikið og skal til at byggja álit á vaksin upp. Hetta er eingin løtt uppgáva og krevur skikkaða ráðgeving og fyrireiking. Løgtingsins ábyrgd og uppgáva er at trygja ættleiðingarbørnum bestu forteytir fyri einum mennandi lívi í nýggja landinum. Somuleiðis er uppgávan at gera alt, sum tilber, fyri at styrkja foreldraførleikan til nýggja foreldraleiklutin, so nýggja familjan kann mennast og trívast. Her eru fyrireikingarskeiðini og PAS-ráðgevingin hent og neyðug amboð. Samstundis hava Føroyar bundið seg til at seta á stovn fyrireikingarskeið og PAS-ráðgeving, tá ið vit bundu okkum til Haag-konventiónina um ættleiðing, sum er galdandi í Føroyum. Sostatt liggur ein skylda á føroyska samfelagnum at fáa hesi viðurskifti í rættlag. Á tingfundi 25. februar 2015 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast. Svar: Á tingfundi 26. mars 2015 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis: Svar: 1.       Hvørjar...

Les meira

Páll spyr um vikuskiftisferðaætlanina hjá Teistanum

, 26/03/2015

Páll spyr um vikuskiftisferðaætlanina hjá Teistanum

Páll á Reynatúgvu hevur sett ein Grein 52a fyrispurning til Landsstýrismannin í samferðslumálum viðvíkjandi vikuskiftisferðaætlanini hjá Teistanum, nú summarið stundar til Grein 52a fyrispurningur til Landsstýrismanni í samferðslumálum viðvíkjandi vikuskiftisferðaætlanini hjá Teistanum, nú summarið stundar til. Samgongan gjørdi fyri nøkrum mánaðum síðani av, at broyta ferðaætlanina hjá Teistanum. Úrslitið gjørdist ein bati fyri tey ferðandi í Sandoynni (og Hestoy) mitt í viku, samstundis sum ferðaætlanin versnaði munandi leygardag og sunnudag. Serliga er tað tað nógva frítíðarvirksemið, ítróttar og mentunarlívið, sum hevur fingið stóra ampan av broytingunum í ferðaætlanini. Ongan túr at sigla suðurgangandi millum klokkan 11.15 og klokkan 15.45, og norðurgangandi millum 9.30 og 14.15 er ógvuliga darvandi, tí vikuskiftini, serliga summarhálvárið, eru háárstíð fyri ítrótt og ferðavinnuvirksemi. M.a. eru nógvir húsvagnar við Teistanum hesar dagar, og nøgdin av møguligum ferðafólki avmarkast nógv, av tí at túratalið er so lítið. Eisini gerst bíðitíðin í Skopun og á Gomlu Rætt ótolandi í mun til dagsins tørv. Nøgdsemi hjá okkara ferðandi verður hareftir, havandi í huga hvussu leikandi lætt tað er at flyta seg millum búsetingar í meginøkinum. Undirritaði ávarar ímóti at seta setanarviðurskiftini hjá manningini á Teistanum, upp ímóti greiða ynskinum hjá Sandoyingum (og Hestfólki) at fáa eina rímiliga og vælvirkandi farleið um Skopunarfjørð. Tað er somuleiðis týdningarmikið at atlitini til eina nøktandi, og møguliga nýhugsaða Hestleið, verða tikin við í metingina. Nú ferðaætlanin hevur staðið sína roynd eina tíð, er rætt at eftirmeta støðuna. 1. Ætlar landsstýrismaðurin at betra um vikuskiftisferðaætlanina hjá Teistanum aftur, og nær? 2. Er tað rímiligt at Teistin leggur stilt, stóran part av miðjum degi, leygardag og sunnudag? 3. Ber tað til at loysa spurningin um hvílitíð á annan hátt, enn at leggja Teistan mitt á degi, og hvussu? 4. Hevur landsstýrismaðurin umhugsa at loysa (megin) siglingina út í Hest á annan hátt, og hvørjir møguleikar eru til tess? Virðingamest Páll á Reynatúgvu,...

Les meira

Landsstýrismaðurin ger einki fyri at steðga peningastovnunum

, 19/03/2015

Landsstýrismaðurin ger einki fyri at steðga peningastovnunum

Í svarið uppá fyrispurning um NemID, p-tal og føroyskar KT-loysnir kemur fram, at eingin greining er gjørd fyri at kanna avleiðingar fyri føroyska búskapin og føroyska KT- vinnu. landsstýrismaðurin hevði ynskt, at peningastovnarnir høvdu víst størri samfelagssinni og valt føroyskar loysnir, men ger kortini einki við málið Svar upp á fyrispurning eftir § 52a í tingskipanini nr. 58/2014 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi NemID, peningastovnarnar, p-tal og føroyskar KT-loysnir Spurningur 1 Hvørjar verða avleiðingarnar fyri føroyska borgaran av, at peningastovnarnir krevja, at øll í Føroyum skulu knýtast í ta donsku NemID-skipanina, til tess at fáa atgongd til egna peningakontu og til netbanka? Svar: Beinleiðis avleiðingin fyri føroyska brúkaran verður, at hann, tá ið hann skal inn í sín netbanka, frameftir umframt brúkaranavn og loyniorð eisini skal tøppa inn eitt tal, ið stendur á einum persónligum korti, hann fær sendandi frá sínum peningastovni. Peningastovnarnir meta, at hetta skal til, fyri at borgararnir skulu hava eitt trykt logg-in. Loysnin merkir eitt sindur meira av ómaki hjá borgarunum, tá ið teir skulu hava samband við sín netbanka. Spurningur 2 Hvørjar avleiðingar fær hendan ætlanin fyri føroyska búskapin, føroyska KT-vinnu og møguleikarnar at menna føroyskar loysnir og føroyskar førleikar (T.e. hvat kostar hetta í útreiðslum og mistum inntøkum, ið fara av landinum, og hvat kostar hetta í mistum arbeiðsplássum og vinnumøguleikum)? Svar: Tað er ikki gjørd nøkur greining, sum í krónum vísir avleiðingar fyri føroyska búskapin og føroyska KT- vinnu, men yvirskipað kann sigast, at ynskiligt hevði verið, um peningastovnarnir høvdu víst størri samfelagssinni  og valt føroyskar loysnir. Spurningur 3 Hvussu stóran part av yvirskoti bankanna, sum føroyskir brúkarar gjalda, fara av landinum til at menna elektroniskar skipanir uttanlands. Svar: Hetta eru ikki upplýsingar, ið fíggjarmálaráðharrin hevur atgongd til. Upp á fyrispurning svarar Felagið peningastovnar soleiðis: “Peningastovnarnir kunnu ikki at svara hesum spurningi, tí talan deils er um upplýsingar fevndar av tagnarskyldu mótvegis KT-veitaranum og deils um innanhýsis trúnaðarupplýsingar” Spurningur 4 Skulu føroyingar eftir ætlanini hjá peningastovnunum lata sítt p-tal til NemID og/ella skulu føroyingar hava eitt danskt cpr-nummar til tess at fáa atgongd til egna peningakontu og netbanka Svar: Upp á fyrispurning okkara til  Felagið Peningastovnar svarar felagið soleiðis: “ Við íverksetan av nýggju trygdarskipanini verða persónsupplýsingar kundans, p-tal, navn og bústaður, nýttar av Nets, sum dátuviðgeri, til eintýðuga eyðmerking av kundanum. Spurningur 5 Hvørja heimild hava peningastovnarnir til at krevja fólk í Føroyum at brúka hesa skipan? Svar: Peningastovnarnir hava onga heimild at krevja, at kundar teirra skulu brúka NemID, men tá ið teir onga alternativa loysn hava at bjóða kundunum, merkir tað, at kundar, ið ikki vilja brúka NemID, heldur ikki kunnu brúka netbankan, men noyðast sum í gomlum døgum inn í bankan at avgreiða síni bankaviðurskifti. Spurningur 6 Hvørja trygd kann landsstýrismaðurin veita hvørjum einstøkum borgara í Føroyum, at teirra upplýsingar eru tryggir og kunnu ikki misnýtast í hesi skipan – m.a. vísandi til dømini um vantandi trygd og atgongd hjá teldusníkum, sum alment hava verið ávíst? Svar: Landsstýrimaðurin hevur ikki møguleika at veita einstøkum borgarum ávísa KT-trygd, men kann staðfesta, at útlendski veitarin av skipanum til peningastovnarnar er undir eftirliti og fylgir altjóða trygdarstandardum.  Landsstýrismaðurin er kunnaður um, at peningastovnarnir hava sent fráboðan til Dátueftirlitið um flyting av upplýsingum til donsku fyritøkuna, ið eigur NemID. Uppgávan hjá Dátueftirlitinum er, av sínum eintingum ella eftir klagu frá skrásetta, at...

Les meira

20. mars 2015 verður ikki almennur frídagur

, 17/03/2015

20. mars 2015 verður ikki almennur frídagur

Gunvør Balle og Sirið Stenberg hava fingið svar uppá sínar fyrispurningar um at lýsa 20. mars 2015 sum almennan frídag. Spurningarnir vóru settir Bjørn Kalsø og løgmanni at svara skrivliga Svar upp á fyrispurning nr. 66/2014 eftir Tingskipanini § 52a frá Sirið Stenberg og Gunvør Balle, løgtingskvinnum. Fyrispurningur um at lýsa 20. mars 2015 sum almennan frídag hjá fólka- og miðnámsskúlum landsins, settur Bjørn kalsø, landsstýrismanni Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Heldur landsstýrismaðurin ikki, tað vera rætt at broyta avgerðina um, at fólkaskúlarnir skulu hava undirvísingarskyldu fríggjadagin 20.mars 2015? Svar Til 1: Tá 20. mars 2015  ikki er lýsur sum almennur frídagur, hevur Mentamálaráðið tikið avgerð um, at dagurin heldur ikki verður frídagur hjá skúlunum. Henda støða er tikin við atliti at næmingunum, soleiðis at teir næmingar, sum ikki hava møguleika at vera saman við avvarðandi  henda fyrrapart, kunna uppliva sólarmyrkingina saman við øðrum. Talan er um óvanliga hending, og í hesum sambandi stinga nógvir spurningar seg upp. Tí er  týdningarmikið, at næmingurin fær svar og er í einum tryggum umhvørvi. Hinvegin kunnu foreldur og verjar, sum ynskja og hava umstøður at verða saman við børnum sínum 20. mars, boða skúlanum frá, at teirra barn ikki kemur í skúla. Mentamálaráðið er kunnað um, at tað eru nógv foreldur, sum hava biðið barninum frí í sambandi við sólarmyrkingina. Mentamálaráðið hevur mælt skúlunum til at taka sólarmyrkingina við í undirvísingina, og hava skúlarnir tikið hesa uppgávu í stórum álvara. Í flestu skúlum verður í vikuni skipað fyri evnisdøgum um rúmdina, m.a. við atliti at fyribrigdinum sólarmyrking. Tiltøk verða fyriskipað í skúlanum,  tá sólarmyrkingin verður og í summum førum saman við kommununi á staðnum. Í fleiri førum eru foreldur og avvarðandi boðin at verða saman við næmingunum í skúlanum, tá ið sólarmyrkingin verður. Nakrar kommunur hava eisini saman við skúlunum fyriskipað størri tiltøk fyri allar borgarar í kommununi. Leggjast kann afturat, at skúlaleiðslur saman við lokalu myndugleikunum hava møguleika at leggja einstakar frídagar. Mentamálaráðið leggur seg ikki út í, nær hesir dagar verða lagdir. Mentamálaráðið er ikki vitandi um,  at skúlar hava valt 20. mars sum frídag. Vinarliga Bjørn Kalsø landsstýrismaður Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 67/2014 eftir § 52a í tingskipanini til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, frá Gunvør Balle og Sirið Stenberg, løgtingsmonnum, um at lýsa 20. mars 2015 sum almennan frídag Fyrispurningurin var soljóðandi: 1. Ætlar løgmaður ikki at lýsa 20. mars 2015, tá ið sólarmyrking verður, sum almennan frídag? 2. Um nei, hvørjar eru grundgevingarnar fyri tí? Svar: Til sp. 1: Løgmaður fer ikki at lýsa 20. mars sum frídag. Til sp. 2: Løgmaður hevur ikki heimild at lýsa ella áseta ein frídag. Spurningurin um frídagar er eitt mál millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Løgmaður fer ikki at leggja seg út í hesi viðurskifti. Viðmerkjast skal, at tað er ikki so einfalt hjá tí almenna at skipa dagin sum frídag. Tað er so, at nøkur arbeiðspláss eru av slíkum slagi, at ávíst tal av starvsfólki altíð má vera til staðar til dømis á sjúkrahúsum og á ymiskum døgnstovnum. Eisini hevði talan verið um eyka lønarútreiðlsur fyri landið, um 20. mars verður almennur frídagur. 20. mars er ein heilt serstakur dagur. Og eg skilji tí væl, at nógv ynskja at halda frí henda dagin. Eg ivist heldur ikki í, at flestu arbeiðsgevarar lata síni starvsfólk brúka ein av sínum frídøgum tann 20. mars, um...

Les meira

20. mars almennan frídag

, 09/03/2015

20. mars almennan frídag

Gunvør Balle og Sirið Stenberg hava sett ein Grein 52a spurning til Bjørn Kalsø um at lýsa 20. Mars sum almennan frídag hjá fólka- og miðnámsskúlum landsins. Fyrispurningur um at lýsa 20. mars 2015 sum almennan frídag hjá fólka- og miðnámsskúlum landsins, settur Bjørn kalsø, landsstýrismanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a) Heldur landsstýrismaðurin ikki, tað vera rætt at broyta avgerðina um, at fólkaskúlarnir skulu hava undirvísingarskyldu fríggjadagin 20.mars 2015? Viðmerkingar: Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur boðað alment frá, at hann ætlar ikki at lýsa fríggjadagin 20. mars 2015, tá sólarmyrkingin verður í Føroyum, sum almennan frídag í fólkaskskúlum landsins. Spurningurin er, um landsstýrismaðurin ikki eigur at endurskoða hesa avgerð. Sólarmyrking er ein so serstøk hending, sum eingin okkara, sum nú eru á lívi, fara at uppliva aftur í Føroyum. Um 8.000 ferðafólk koma til landið fyri at uppliva hetta sjáldsama fyribrigdið, og tá tykist tað heilt burturvið, at hesin dagur ikki er lýstur sum almennur frídagur fyri føroyskar skúlanæmingar. Talan kundi eisini verið um at loyva skúlunum at halda frí fyrrapartin hendan dagin. Foreldur og børn ynskja at vera saman, tá sólarmyrkingin verður, tí tað snýr seg um eitt minni fyri lívið. Í løtuni bendir alt á, at hvør einstøk kommuna, skúli og familja ætla at gera sínar egnu reglur fyri dagin. Summi foreldur fara als ikki at senda børn síni í skúla. Summir skúlar gera nógv burturúr og skipa fyri felags tiltøkum, og aðrir ætla at undirvísa sum vanligt, tí námsætlanin skal jú haldast. Nógvir skúlar og lærarar kenna seg ótryggar við at hava ábyrgd av, at børnini eru í verndarbrillum, og at tey sum heild fáa eina so minniliga og serstaka uppliving sum møguligt. Á Løgtingi, 9. mars 2015 Sirið Stenberg Gunvør...

Les meira