Fyrispurningar á tingi
Svar uppá spurning um sparingar í heilsuverkinum
Svarið ið Sirið Stenberg hevur fingið, gevur orsøk til stúran, tí í eini tíð við søguliga nógvum inntøkum verður leitað eftir sparingum á Landssjúkrahúsinum, tað sigur nakað um førda politikkin, og hvat samfelag samgongan ynskir Svar uppá fyrispurning um sparingar á Landssjúkrahúsinum frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu Spurningurin var soljóðandi: 1. Hvørja ávirkan fer manglandi játtanin upp á 4 milliónir í grundrakstrinum at hava fyri tænastustøðið á Landssjúkrahúsinum, og harvið á hvørji viðgerðar og røktartilboð til ber at veita? 2. Hvørjar avleiðingar hevur manglandi játtanin fyri starvsfólkini? 3. Innan hvørjar starvsbólkar eru tey uml. 25 ársverkini, sum í dag eru burtur á Landssjúkra-húsinum? 4. Hvussu merkist tað á Landssjúkrahúsinum, at tað í dag eru uml. 25 ársverk færri har enn fyri fáum árum síðan? 5. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin í heilsumálum at loysa trupulleikan við, at Landssjúkrahúsið manglar uml. 4 milliónir í grundrakstrinum? 6. Hvussu fer manglandi játtanin at merkjast á ymisku deildunum.T.d verður hetta spjatt yvir allar deildir, ella eru tað ávísar deildir ella starvsøki, sum koma at bera sparingina, og aðrar ikki? 7. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja eina tilgongd av fakfólki til Landssjúkrahúsið, um játtanin er ov lág? Svar: 1. Hvørja ávirkan fer manglandi játtanin upp á 4 milliónir í grundrakstrinum at hava fyri tænastustøðið á Landssjúkrahúsinum, og harvið á hvørji viðgerðar og røktartilboð til ber at veita? Talið á 4 mió. kr. skal takast við ávísum fyrivarni, av tí at Landssjúkrahúsið nú hevur upplýst, at útlit eru fyri at stovnurin við verandi játtan skal spara enn meira. Stjórnin á Landssjúkrahúsinum er í løtuni í eini tilgongd, saman við deplunum, fyri at viðgera hvat kann gerast um verandi játtan skal haldast – hendan tilgongd er ikki heilt liðug enn. Tað koma at ganga ein til tvær vikur afturat áðrenn nøkur endalig niðurstøða fyriliggur. 2. Hvørjar avleiðingar hevur manglandi játtanin fyri starvsfólkini? Um meirjáttan ikki verður veitt, kann hetta m.a. fáa tað ávirkan, at Landssjúkrahúsið má spara uppá avloysarar, og at deildir verða stongdar longri ella lágárstíðin verður longri á ymiskum deildum. Í tílíkum førum verður neyðugt at leggja feriur soleiðis til rættis, at tær órógva virksemið á sjúkrahúsinum sum minst. 3. Innan hvørjar starvsbólkar eru tey uml. 25 ársverkini, sum í dag eru burtur á Landssjúkra¬húsinum? Landssjúkrahúsið hevur í 2010-2014 serliga spart tímar innan hesi starvsfólkaøkið: Læknaskrivarar, vaskifólk, diatistar, fysioterapeutar, køksstarvsfólk, sosialráðgevarar, summarferiu-avloysarar, sjúkrarøktarfrøðingar. Harumframt eru tímar eisini spardir innan tænastuøkið, starvsfólkaøkið, fyrisiting, v.m. Umframt hetta hevur sjúkrahúsið roynt at minka um sjúkufráveru, yvirtíð v.m. 4. Hvussu merkist tað á Landssjúkrahúsinum, at tað í dag eru uml. 25 ársverk færri har enn fyri fáum árum síðan? Í 2010-2014 hava økir sum til dømis fysioterapi, sosialráðgeving og kostráðgeving merkt at tilboðið er minkað ella er burtur á sjúkrahúsinum. Eg havi í 2014 og 2015 raðfest fáa sett í verk júst tilboð við diatistum í primera geiranum, umframt at tilboðið við endurvenjing verður uppraðfest á sjúkrahúsunum í ár. 5. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin í heilsumálum at loysa trupulleikan við, at Landssjúkrahúsið manglar uml. 4 milliónir í grundrakstrinum? Sum áður nevnt verður tað arbeitt við málinum í løtuni. Tá málið er endaliga lýst, fari eg enn einaferð at biðja Løgtingið um játtan m.a. til grundraksturin. 6. Hvussu fer manglandi játtanin at merkjast á ymisku deildunum. T.d. verður hetta spjatt yvir allar deildir, ella eru tað ávísar deildir ella starvsøki, sum koma at...
Les meiraSpurningur um ansingarsamsýning til fólk, sum ansa fólki millum 18-67 ár heima
Sirið Stenberg og Eyðgunn Samuelsen hava saman sett skrivligan fyrispurning til Anniku Olsen um ansingarsamsýning til fólk, sum ansa fólki millum 18-67 ár heima Skrivligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum viðvíkjandi ansingarsamsýning til fólk, sum ansa fólki millum 18-67 ár heima 1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýriskvinnan at skipa møguleikar, eitt nú gjøgnum forsorgar-lógina, so avvarðandi kunnu fáa møguleika at ansa fólki millum 18 og 67 heima? 2. Um ja, nær verður tað? 3. Hvørjar ætlanir hevur landsstýriskvinnan í sambandi við at seta á stovn BPA-skipan í Føroyum? 4. Um ja, nær verður tað? 5. Sambært forsorgarlógini eru ongar forðingar fyri, at avvarðandi kann vera stuðul hjá sínum egnu. Hvørjar eru orsøkirnar til, at tað ikki sýnist at bera til í dag? 6. Hvørjar eru treytirnar fyri, hvør kann virka sum stuðul? 7. Hvørji stig fer landsstýriskvinnan at taka fyri at tryggja rættindini í ST-sáttmálanum um, at borgarin fær møguleika at velja sær sín stuðul? 8. Hvussu verður við skipanini við ansingarløn, nú hon verður løgd út til kommunurnar saman við eldraøkinum? 9. Verður møguleiki at veita ansingarløn til avvarðandi at persónum millum 18 og 67 ár? Viðmerkingar Undirritaðu spyrjarar settu á tingfundi 29. januar 2014 fram munnligar spurningar um ansingarsamsýning og rættindi í hesum sambandi, tá ið fólk millum 18 og 67 ár verða ansað heima. Svarið hjá landsstýriskvinnuni tann dagin var ikki so greitt og førdi til, at undirritaðu settu skrivligan fyrispurning fyri uml. einum ári síðan. Svarið hjá landsstýriskvinnuni varð tá, at landsstýriskvinnan var sinnað at hyggja nærri at málinum og at fremja tær neyðugu broyt-ingarnar, sum skuldu til fyri at finna eina góða loysn á málinum. Víst varð á fleiri ymiskar loysnir, men ikki sagt neyvt, hvør loysn var tann rætta. Nevnt var arbeiði við at hækka røktarviðbótina sum eina loysn. Sagt varð eisini, at orsøkin til, at avvarðandi ikki blivu sett sum stuðulsfólk, var tí, at hetta kundi hava óhepnar avleiðingar, m.a. orsakað av manglandi eftirliti. Grundin fyri spurninginum tá var tann, at tað alment hevði verið víst á, at familjur, sum varða av fólki við menningartarni, høvdu rent seg í trupulleikar við at fáa ansingarløn, ella aðra kompensatión fyri at ansa sínum heima. Víst var á, at eingin heimild er í kunngerð at veita ansingarløn til fólk millum 18 og 67, og at hetta er orsøkin til, at ávísar familjur vóru í tí støðu, at tey ikki hava havt annað enn røktar-viðbót at liva av í áravís. Familjur, sum ansa sínum heima, og harvið ikki fáa verið á arbeiðsmarknaðinum, fingu sostatt onga nøktandi inntøku/eftirløn. Landsstýiskvinnan hevur heimild at gera kunngerðir og kann sostatt broyta kunngerðina. Somuleiðis kann landsstýriskvinnan koma í Løgtingi við umbøn um at útvega sær aðrar neyðugar lógarheimildir, um so er, at lógarheimildir mangla. Tí er spurningurin, hvørt landsstýriskvinnan er sinnað at gera tær broytingar, sum skulu til, og hvørji stig landsstýris-kvinnan annars metir neyðug at taka fyri henda málbólk, so vit liva upp til ST-sáttmálan um rættindini hjá fólki, sum bera brek. Grundtankin í ST sáttmálanum er, at øll menniskju – eisini fólk, ið bera brek – skulu hava rætt til sjálvi at taka avgerðir um egið lív. Grein 4, stk. b og d í ST sáttmálanum ásetir, at limalondini skulu taka burtur allar forðingar, eisini siðvenjur, sum eru viðvirkandi til at gera mismun á fólki, ið bera brek....
Les meiraSirið spyr um avlýsingarnar hjá Smyrli
Sirið Stenberg vil á tingfundinum í morgin hava at vita frá Johan Dahl, hvør er orsøkin til avlýsingarnar, sum Smyril hevur havt seinastu tíðina Munnligur fyrispurningur til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum viðvíkjandi avlýsingum hjá Smyrli Hvør er orsøkin til avlýsingarnar, sum Smyril hevur havt seinastu tíðina? Viðmerkingar Seinastu tíðina hava avlýsingar verið hjá Smyrli. Eitt er, at illveður er orsøk til avlýsingar, tað skilja øll, og er tað eina skiparans avgerð. Tað, sum hinvegin undrar, er, tá onnur skip sigla hóast veðrið, og tá ið tað verður sagt, at avlýst er vegna hvílitíð. Í fíggjarlógarviðgerðini varð annars víst á, at peningur var fingin til hvílitíð. Tað er av allarstørsta týdningi fyri fólk og vinnulív í Suðuroynni, at frammanundan avmarkaða ferðasambandið hevur størsta reglusemi. Um ikki, verður ikki liviligt í útjaðarinum. Á Løgtingi, 10. februar 2015 Sirið...
Les meiraKristina spyr um manglandi sáttmála við kommunurnar um fígging av eldraøkinum
Á tingfundinum í morgin, setur Kristina Háfoss munnligan fyrispurning til Jørgen Niclasen viðvíkjandi manglandi sáttmála við kommunurnar um fígging av eldraøkinum Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann viðvíkjandi manglandi sáttmála við kommunurnar um fígging av eldraøkinum 1. Hví er sáttmálin millum landið og kommunurnar um fígging av eldraøkinum ikki undirskrivaður enn? 2. Hvat er eftir at semjast um? 3. Væntar landsstýrismaðurin, at innihaldið í sáttmálanum verður broytt, tá umræður uppgávur ella upphædd, í mun til tað, ið varð kunngjørt í fjør? 4. Nær væntast uppgávubýtið millum landið og kommunurnar viðvíkjandi eldraøkinum og heimarøktini at verða nágreinað og greitt? 5. Kann landsstýrismaðurin tryggja, at kommunurnar ikki verða álagdar uppgávur, ið landið ikki hevur røkt, áðrenn ábyrgdin varð flutt frá landi til kommunurnar? 6. Kann landsstýrismaðurin tryggja, at um so er, at kommunurnar fáa álagt nýggjar uppgávur, í sambandi við eldraøkið ella heimarøktina, at kommunurnar fáa samsvarandi inntøkur frá landinum? 7. Nær væntast sáttmálin at verða undirskrivaður? Viðmerkingar 1. januar 2015 valdu samgongan og landsstýrið at leggja eina grundleggjandi vælferðar-tænastu út til kommunurnar at taka sær av. Talan er um alt eldraøkið og heimatænastur til fólk í øllum aldri. Sera nógvir “leysir endar” vóru í málinum, og eru tað enn. Hetta var m.a. lýst í álitinum, tá fíggingin av eldraøkinum varð viðgjørd í Løgtinginum – sí http://www.logting.fo/files/casestate/14585/012.14%20Alit%20endurgjald%20til%20kommunur.pdf Hóast økið nú er kommunalt, og kommunurnar skulu hava góðar 400 mió. kr. í øktum útreiðslum og fleiri inntøkur frá landinum, so er sáttmáli um fígging av eldraøkinum framhaldandi ikki undirskrivaður. Tað er sjálvandi ikki nøktandi – hvørki fyri landið ella kommunurnar – at sáttmáli ikki varð undirskrivaður millum land og kommunur áðrenn 1. januar 2015, og helst áðrenn samgongan við lóg samtyktið málið í fjør. Fyri at fáa lýst málið verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum. Á Løgtingi, 10. februar 2015 Kristina Háfoss ...
Les meiraGunvør spyr um foreldramyndugleika
Gunvør Balle fer á tingfundinum í morgin,at seta Karsten Hansen fyrispurning viðvíkjandi lóg um foreldramyndugleika Munnligur fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann viðvíkjandi lóg um foreldramyndugleika 1. Hvat heldur landsstýrismaðurin fyrimunirnar og vansarnar vera við: a. at lata verandi lóg um foreldramyndugleika framhaldandi vera í gildi? b. at seta donsku “forældreansvarsloven” í gildi fyri Føroyar? c. at yvirtaka málsøkið familju- og arvarætt, so vit kunnu smíða okkara egnu lógir á økinum? 2. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at tað altíð er trygdin og trivnaðurin hjá barninum, sum er í hásæti og ikki rætturin hjá foreldrunum til eins nógva samveru, tá avgerð skal takast um foreldrarætt og -samveru við hjúnaskilna? Viðmerkingar: Nú landsstýrið hevur í umbúna at broyta lóg um foreldramyndugleika, hevur sjóneykan seinastu tíðina verið sett á ymisk viðurskifti í hesum sambandi, m.a. um at tryggja barninum eins góða samveru við bæði foreldrini eftir hjúnaskilnað. Og tryggja samverurætt hjá tí av foreldrunum, ið ikki hevur foreldrarættin (oftast pápin) við børnini eftir hjúnaskilnað. Ein nýggjur vinkul vísir á, at rætturin hjá børnum til tryggan uppvøkstur skal ganga fram um rættin til eins nógva samveru við bæði foreldrini. Tá ið talan er um, at annað av foreldrunum ikki er skikkað at hava samveru við børnini – t.d. orsakað av sálarligum órógvi, harðskapi, rúsevnismisnýtslu ella øðrum – kann tað vera beinleiðis skaðiligt fyri barnið, at eitt óskikkað av foreldrunum hevur ótarnaða atgongd til samveru við børn síni. Víst hevur verið á, at Føroyar verða brúktar sum friðskjól hjá hesum (oftast) mammum og børnum, ið verða noydd at flýggja undan hóttandi og skaðiligum pápum, tí sambært nýggju donsku foreldraábyrgdarlógini hava bæði foreldrini eins stóran rætt til samveru við barnið. Myndugleikarnir hyggja tí fyrst og fremst eftir, at barnið hevur eins nógva samveru við bæði foreldrini, meðan umstøðurnar hjá foreldrunum, teirra evnir at samstarva um børnini og teirra førleiki at geva barninum góða og trygga uppaling kemur í aðru røð. Um danska forældreansvarslógin verður sett í gildi fyri Føroyar, skal andin í lógini haldast, og bert smávegis praktiskar tillagingar kunnu gerast. Tey eru mong, ið mæla staðiliga frá, at sam-tykkja verandi donsku lóg í Føroyum. Um galdandi lóg um foreldramyndugleika heldur ikki er mett at vera nøktandi, kann einasta gongda leið vísa seg at vera at yvirtaka økið og smíða okkara egnu lógir á familju- og arvarættarøkinum. Tá ið ósemjur eru millum foreldrini eftir hjúnaskilnað, og myndugleikarnir eru blandaðir uppí, er tað av størsta týdningi, at myndugleikarnir seta barnið og tess trivnað í miðdepilin. Mong eru dømini um foreldur, ið liggja í innanhýsis beiskum valdsstríði um børnini. Og tann einasti tryggi taparin er barnið. Í slíkum førum skal lógin vera greitt orðað, so trivnaðurin hjá barninum er í fokus, og myndugleikin skal hava neyðuga játtan og fakligan førleika at útinna hetta í verki. Á Løgtingi, 10. februar 2015 Gunvør...
Les meiraKristina spyr um tollforðingar tá vøra, ið er virðisøkt í Føroyum verður útflutt
Kristina Háfoss fer á tingfundinum komandi mikudag, at spyrja Jørgen Niclasen hvat hann fer at gera við tær tollforðingar ið eru, tá vøra ið er virðisøkt í Føroyum verður útflutt Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í tollmálum, um at fáa burtur tollforðingar, tá vøra, ið er virðisøkt í Føroyum verður útflutt 1. Hvat hevur landsstýrið í hesum valskeiðnum gjørt fyri, at fáa burtur tollforðingar fyri útflutningi av vøru, ið er virðisøkt í Føroyum? 2. Nær væntast verandi handilssáttmáli við ES at verða dagførdur? 3. Metir landsstýrismaðurin at møguleiki er fyri, at fáa burtur tollforðingar í verandi ES sáttmála í næstum? 4. Hvørjar samráðingar eru í gongd um toll- og skattaavtalur og fríhandilsavtalur við onnur lond ? Viðmerkingar Føroyar hava tørv á, at fáa betri handilsavtalur og toll- og skattaavtalur við ES og onnur lond. Eitt nú hevur verandi sáttmáli við ES tollforðingar, tá umræður virðisøktari og meirvirkaðari fiskavøru. Ítøkiliga er hetta í løtuni ein forðing fyri tey feløg, ið ynskja at niðursjóða makrel v.m., og flyta hesa vøru á ES marknaðin. Tí eyka tollur á 25% verður eitt nú álagdur niðursjóðaðan makrel, um hesin verður seldur og fluttur úr Føroyum á ES marknaðin. Okkurt felag kann nú koma uttanum hesa forðing við at keypa felag, ið er innanfyri ES-marknaðin, har føroyskur makrelur v.m. síðan kann verða niðursjóðaður. Hetta er gleðiligt og eitt stórt frambrot fyri føroyskt vinnulív og føroyingar. Tað er tó alneyðugt at vinnan eisini fær møguleika at meirvirka vørur í Føroyum, og flyta hesa á ES-marknaðin, uttan at verða rakt av stórum tolli. Vit eiga at virka fyri, at fáa støðugt størri virðisøking av rávøru okkara. Skal hetta geva meining fíggjarliga, má tað verða møguligt at meirvirka vørur í Føroyum, og at útflyta hesar á marknaðir, uttan at verða áløgd eyka toll. Fyri at fáa lýst, hvat landsstýrið hevur gjørt við málið í hesum valskeiðnum, og hvat ætlanin er at gera, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Á Løgtingi, 6. februar 2015 Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri...
Les meiraNær verður nøktandi internetsamband aftur í Suðuroynni
Sirið Stenberg fer á tingfundinum komandi mikudag at spyrja Johan Dahl um trupulleikarnar við internetsambandinum í Suðuroynni Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í vinnumálum Johan Dahl um internet samband 1 Hvørji stig ætlar landsstýrismaðurin at taka so, at suðuroyggin fær nøktandi internetsamband ? 2 Nær kann væntast at viðurskiftini eru komin í rættlag ? 3 Eru tað onnur øki í landinum, sum ikki hava nøktandi internetsamband ? Viðmerkingar Eitt nøktandi internetsamband er eitt krav frá fólki flest í dag. Tíverri er internetsambandi til tíðir óstøðugt, og als ikki nøktandi. Tað tykist eftirhondini vera ein afturvendandi støða, at ávís øki í landinum hava millum lítið og onki internetsamband, hóast tað at kundin dagliga betalir fyri eina tæanstu, sum hann annahvørt ikki fær, ella fær í nógv minni mun enn tað, sum goldið verður fyri. Vánaliga internetsambandi darvar gerandislívið hjá fólki í stóran mun, og spurningurin er hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera fyri at loysa trupulleikan, og nær ein haldgóð loysn verður funnin, so leiðis at nøktandi internetsamband verður tøkt hjá øllum borgarum í landinum. Sirið Stenberg Tjóðveldi ...
Les meiraEr Sildberin góðkendur sum ferðafólkaskip?
Páll á Reynatúgvu vil millum annað hava at vita um Sildberin er endaliga góðkendur sum ferðafólkaskip, tí hevur hann sett Johan Dahl ein § 52a fyrispurning um viðurskiftini hjá Sildberanum Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um nýggja Sildberan, settur Johan Dahl, landsstýrismanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1) Hevur Sildberin fingið endaliga góðkenning sum ferðafólkaskip frá føroyska skipaeftirlitinum? 2) Hevur nakað beinleiðis samskifti verið millum landsstýrismannin og Sjóvinnu-stýrið um møguligu góðkenningina av Sildberanum sum ferðafólkaskip? 3) Er skrokkurin broyttur, síðani skipið kom til Føroya, og hví? 4) Hvør tók stig til at broyta skipið? 5) Hvussu tjúkt er stálið í botni, og borðum á Sildberanum? Viðmerkingar Undirritaði setti fyri nøkrum mánaðum líknandi fyrispurning, og fekk tá at vita at Sildberin var fyribils góðkendur sum ferðafólkaskip. Fyri at fáa vissu fyri trygdini hjá teimum, sum ferðast á Skúvoyarleiðini, verður spurt uppaftur. Á Løgtingi, 4. februar 2015 Páll á...
Les meiraViðurskifti á Vinnuháskúlanum
Er ósamsvar millum STWC krøv, fakkrøv og skrásettar karakterir í próvnum á Vinnuháskúlanum? Tað vil Páll á Reynatúgvu hava at vita, tí setir hann Bjørn Kalsø, landsstýrismanni ein § 52a fyrispurning um hetta, at svara skrivliga. Eru lestrarkrøvini á útbúgvingunum til ávíkavist maskinmeistara og skipsførara á Vinnuháskúlanum hægri enn minstukrøvini sambært STWC, og um so er, hví? Eru krøvini til nevndu útbúgvingar hægri enn í norðurlendsku grannalondum okkara, og um so er, hví? Er tað so, at skipsføraranæmingar, sum skulu standa royndir í støddfrøði, alisfrøði og evnafrøði á A og B støði, einans fáa skrásett C-støði í prógvið? Er tað so, at skipsføraranæmingar og maskinmeistaranæmingar skulu til somu royndir í støddfrøði, alisfrøði og evnafrøði, men fáa ymiskt støði skrásett í prógvið? Hvør er orsøkin, um so er? Eru nóg nógvir undirvísingartímar á Vinnuháskúlanum til nevndu útbúgvingar? Viðmerkingar Næmingar á Vinnuháskúlanum hava vent sær til undirrritaða við grundanum og hugsanum um, hví samsvar ikki er millum STWC-krøv, faklig krøv og skrásettar karakterir í útbúgvingunum. Gott hevði verið, um landsstýrismaðurin kundi greitt hesi ivamál og svara spurningunum. Á Løgtingi 3. februar 2015 Páll á...
Les meiraSparingarnar á Landssjúkrahúsinum
Sirið Stenberg vil hava at vita, hvussu landsstýrismaðurin í heilsumálum ætlar at loysa trupulleikan við at Landssjúkrahúsið manglar 4 milliónir í grundrakstrinum. Fyrispurningur um sparingar á Landssjúkrahúsinum, settur Karsten Hansen, landsstýrismanni (Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a, at svara skrivliga). Hvørja ávirkan ferð manglandi játtanin upp á 4 milliónir í grundrakstrinum at hava fyri tænastustøðið á Landssjúkrahúsinum, og harvið á hvørji viðgerðar og røktartilboð til ber at veita? Hvørjar avleiðingar hevur manglandi játtanin fyri starvsfólkini? Innan hvørjar starvsbólkar eru tey uml. 25 ársverkini, sum í dag eru burtur á Landssjúkra¬húsinum? Hvussu merkist tað á Landssjúkarhúsinum, at tað í dag eru uml. 25 ársverk færri har enn fyri fáum árum síðan? Hvussu ætlar landsstýrismaðurin í heilsumálum at loysa trupulleikan við, at Landssjúkrahúsið manglar uml. 4 milliónir í grundrakstrinum? Hvussu fer manglandi játtanin at merkjast á ymisku deildunum.T.d verður hetta spjætt yvir allar deildir, ella eru tað ávísar deildir ella starvsøki, sum koma at bera sparingina, og aðrar ikki? Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja eina tilgongd av fakfólki til landssjúkrahúsið, um játtanin er ov lág? Viðmerkingar Tá ið fíggjarlógin fyri 2015 var til viðgerðar kom fram, at Landssjúkrahúsinum tørvaði meira pening enn tað var í uppskoti. Hóast nakað av peningi kom afturat við 3. viðgerð, so var endaliga støðan tann, at samlaða játtanin var uml. 4 milliónir lægri enn aktuelli tørvurin. Í munnligum fyrispurningi til landsstýrismannin í heilsumálum 21. januar frá undirritaðu var enn einaferð staðfest, at játtanin til Landssjúkrahúsið var áleið 4 milliónir ov lág til grundraksturin. So hóast hækking í krónum, so var játtanin ikki nøktandi. Tá upplýsti landsstýrismaðurin, at nakað av sparingini kundi røkkast við natúrligari fráfaring av starvfólki. Seinastu árini hevur landssjúkrahúsið ikki fingið játtan fyri prís og lønarvøkstur, og hevur hetta eisini verið viðvirkandi til eina minking í talinum á ársverkum á uml. 25. Tøl sambært sjúkrahússtjóranum, Sigurð Ó Vang, í tíðindasending 22. januar. Spurningurin til landsstýrismannin er tí, hvussu henda vantandi játtan ávirkar tænastuna til sjúklingin, hvussu starvsfólkini merkja tað, og hvussu henda óheppna gongd kann ávirka stóra tørvin á støðugari tilgongd av fakfólki til landssjúkrahúsið. Frammanundan vita vit, at serlæknatørvurin er stórur, og at avbjóðingar eru við, at fleiri og fleiri sjúkrarøktarfrøðingar leita sær størv uttanlands. Somuleiðis hava aðrir týdningarmiklir starvsbólkar eisini færri fólk í starvi. Viðmerkjast kann, at sambært upplýsingum í fíggjarlógini fyri komandi árini, so er ætlanin at fremja munandi størri sparingar komandi árini ínnan heilsuverkið. Samstundis vita vit, at tørvrin á viðgerð hækkar støðugt, at nýggj viðgerðartilboð leggjast til, og at fólk verða eldri og eldri. Eitt dygdargott heilsuverk er ein av allar týdningarrmiklastu grundsúlunum í einum samfelag – um ikki tað týdningarmiklasta. Tí skapar tað stóran ótryggleika, ta ið vit longu nú frá ársbyrjan eru vitandi um, at játtanin er ov lág, samstundis sum útlit eru fyri stórum skerjingum komandi árini. Støðan á Landssjúkrahúsinum tykiskt tí vera komin at mørkum. Vónandi kann landsstýrismaðurin greina í svarinum, hvussu hann vil loysa hesa avbjóðing, sum hevur týdning fyri hvørt mansbarn í landinum. Á Løgtingi, 29. januar 2015 Sirið...
Les meira