Lýsing

Fyrispurningar á tingi

Gunvør spyr um miðnámsskúlaøkið

, 29/01/2015

Gunvør spyr um miðnámsskúlaøkið

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um miðnámsskúlaøkið (1), settur Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Ætlar landsstýrismaðurin at orða eina lóg um skúladeplar, sum skal taka hædd fyri framtíðar bygnaði og staðseting av miðnámsskúladeplum kring landið? 2. Hvørji atlit ætlar landsstýrismaðurin at taka, tá avgerð verður tikin um at skipa deplar, og ætlar landsstýrismaðurin at fylgja tilmælinum frá 2007 um tríggjar deplar? 3. Hvønn leiðslubygnað ætlar landsstýrismaðurin, at nýggi Marknagilsdepilin skal hava? 4. Nær ætlar landsstýrismaðurin at søkja eftir depilsstjóra til Marknagilsdepilin? 5. Ætlar landsstýrismaðurin at skipa miðnámsskúlarnar á Kambsdali og í Klaksvík í ein ella fleiri deplar, og verða hesir skipaðir sum sjálvsognarstovnar ella almennir stovnar? 6. Hvat ætlar landsstýrismaðurin við HF-skeiðnum í Klaksvík, sum í dag er partur av Eysturoyar Studentaskúla og HF-skeiði? Viðmerkingar: Stórar ný- og umbyggingar eru í gongd á miðnámsskúlunum kring landið. Miðnáms¬skúlaskipanin er kollvelt, men enn er eingin verulig bygnaðarbroyting farin fram, so hetta kann gagnnýtast til fulnar. Tí er umráðandi at Løgtingið fær kunning frá lands¬stýrismanninum um, hvørjar ætlanirnar eru. Sp. 1-2 Miðnámsskúlaskipanin er nógv broytt farnu árini. Lóggávan er nýggj, nýbyggingar eru framdar í Suðuroy og í Vestmanna, og ný- og umbyggingar fara fram í løtuni bæði í Tórshavn, á Kambsdali og í Klaksvík. Enn er bygnaðurin tó hin sami. Partur av ætlanini við nýggju lóggávuni og nýbygginginum er ein reformur av stovnabygnað¬inum innan miðnámsskúlaøkið. Hetta er ein fortreyt fyri at fáa skipanina at virka til fulnar og eftir ætlan. Tað er neyðugt, at Løgtingið og almenningurin fær kunning um ætlanir landsstýrismansins á hesum øki. Í álitinum um gymnasialar útbúgvingar frá 2007, sum er grundarlagið undir teimum broytingum, sum higartil eru framdar, verður mælt til tríggjar deplar. Ein fyri mið¬staðarøkið, ein fyri norður/eysturøkið og ein fyri Suðuroynna. Umráðandi er, at hesin spurningur eisini verður avgreiddur, so leiðslur og starvsfólk vita, hvussu framtíðin sær út og fáa lagt langtíðar ætlanir. Sp. 3-4 Seinasta summar fekk landsstýrismaðurin eitt rúgvusmikið álit um bygnaðin á Marknagilsdeplinum. Í álitinum eru tvey tilmæli viðvíkjandi leiðslubygnaði. Annað mælir til at seta eitt stýri ímillum landsstýrismannin og depilsstjóran, og hitt mælir til at seta eina ráðgevandi nevnd til depilsstjóran, sum vísir beinleiðis til landsstýris¬mannin. Áhugavert er at fáa at vita, hvat av hesum tilmælum landsstýrismaðurin ætlar at velja, og nær søkt verður eftir depilsstjóra. Sp. 5-6 Miðnámsskúlaverkið er ein samlað samanhangandi eind, og umráðandi er at bygnað¬urin í ymisku økjunum verður eftir sama leisti. Tí er umframt bygnaðin á Marknagils¬deplinum eisini umráðandi at fáa kunnleika um ætlanir landsstýrismansins fyri restina av landinum. Í norður-eysturøkinum eru í dag tríggir miðnámsskúlar við ymsum stað¬setingum, ymsum leiðslum og ymsum stovnsformum. Um- og nýbyggingar eru og fara fram á Tekniska skúla í Klaksvík og á Studenta¬skúlanum og Handilsskúlanum á Kambsdali. Hesar eru neyðugar fyri at fáa nýggju miðnámsskúlaskipanina at rigga eftir ætlan. Skal hetta gagnnýtast til fulnar, er tó neyðugt at skipa bygnaðin á hesum stovnum av nýggjum. Umráðandi er tí at fáa upplýst, hvat landsstýrismaðurin ætlar. Um ætlanin er at gera ein ella tveir deplar, og um hesir allir skulu gerast sjálvsognarstovnar ella almennir stovnar, ella um man framhaldandi fer at gera mun á stovnsformunum innan miðnámsskúlaøkið. Umráðandi er at fáa greiðu á, hvat landsstýrismaðurin ætlar við Klaksvíkar HF-skeiði, sum í dag er partur av Eysturoyar Studentaskúla og HF-skeiði. Somuleiðis er umráð¬andi at fáa...

Les meira

Føroysk-undirvísing til útlendingar

, 17/01/2015

Føroysk-undirvísing til útlendingar

Gunvør Balle hevur sett Bjørn Kalsø skrivligan fyrispurning um føroysk-undirvísing til útlendingar, ið koma til Føroyar Skrivligur fyrispurningur settur Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í skúlamálum um føroysk-undirvísing til útlendingar: Hvørji tilboð um føroysk-undirvísing eru í løtuni í boði til útlendingar, ið koma til Føroya at búgva? Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja útlendingum nøktandi undirvísing í føroyskum máli, mentan, samfelagsviðurskiftum umframt kunning um teirra rættindi og skyldur? Hvørji tilboð um føroysk-undirvísing fáa børn hjá útlendingum í føroysku fólkaskúlunum í dag? Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at hetta tilboð verður enn betri? Hvussu er hetta øki skipað millum land og kommunur og tann einstaka, tvs.hvør hevur ábyrgd av hvørjum, hvør rindar og umsitur hvat? Eru 20 ókeypis undirvísingartímar í føroyskum í boði óansæð hvar í Føroyum útlendingarnir búgva, ella eru tað bara ávísir kvøldskúlar, ið bjóða hetta fram í løtuni? Viðmerkingar: Seinnu árini hevur eitt vaksandi tal av útlendingum sett búgv í Føroyum. Fyri mong er talan um eitt tíðarskeið í arbeiðs- ella ítróttarørindum, men alt fleiri eru gift til Føroya og gerast harvið fastbúgvandi borgarar í landinum. Í 2004 viðgjørdi Útlendingastovan 20 umsóknir frá makum, ið ynsktu familjusameining og í 2014 var hetta tal 75. Av hesum er lutfallið, at uml. 70% av umsøkjarum eru kvinnur og 30% menn. Talan er sostatt um nærum fýrafalding av umsóknum uppá 10 ár. Leggjast kann aftrat, at tað er ikki óvanligt, at kvinnurnar hava eitt ella tvey børn við sær, so veruliga talið av teimum, ið fáa familjusameining er nakað hægri. 1.januar 2014 vóru 1.234 fólk í Føroyum, sum eru fødd uttan fyri norðurlond og smbrt. Manntali vóru í 2011 2.464 fólk, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál. Útlendingar eru í dag ein nátúrligur partur av okkara samfelag og eitt ríkt tilfeingi, ið rúmkar okkara vitan og kunnleika á so mangan hátt. Vit eru fáment og okkum tørvar menniskjaligt tilfeingi. Eingin ivi er tó um, at vit geva ikki hesum nýggju borgarum nóg góðar møguleikar at trívast og virka í landinum. Størsti trupulleikin er vantandi føroyskt-undirvísing, og mong búgva í landinum í fleiri ár uttan at læra málið. At læra málið væl er lykilin til væleydnaða integrasjón. Lykilin til at kunnu brúka sínar førleikar og lykilin til fult at kunna virka og taka lut í fólkaræðinum. Umframt dygga mál-undirvísing er eisini tørvur á frálæru um mentan, samfelag, arbeiðsmarknað og teirra rættindur og skyldur. Integrasjónsálitið frá 2011 mælti til 6 átøk, ið eru neyðug fyri at integrasjón skal rigga: Smíða integrasjónslóg Seta ein samskipara at arbeiða við integrasjón Kravt byrjanarskeið Eyka undirvísing í fólkaskúlanum Átøk til børn undir skúlaaldur og Tulkatænasta Løgtingið hevur tikið undir við hesum áliti, og harvið eisini at seta í verk tey tiltøk, ið eru neyðug fyri at hjálpa tilfluttum fólki at fáa eina so góða byrjan og eina so góða tilveru í Føroyum sum gjørligt. Men sera fá av hesum átøkum eru sett í verk, og skjøtul eigur at vera settur á hesi átøk sum skjótast. Integrasjónsálitið staðfestir, at í samband við útlendingaøkið hevur Mentamálaráðið ábyrgd av undirvísingartilboðum í føroyskum máli og mentan, Sum er, fáa útlendingar 20 undirvísingartímar í føroyskum í boði ókeypis og kunnu so fáa eitt 20tíma skeið aftrat, sum tey sjálvi rinda undir Kvøldskúlanum. Sum royndarætlan bjóða Mentamálaráðið, ALS og Tórshavnar Kommuna í løtuni eitt 20 vikurs skeið í heyst og eitt nýtt byrjar aftur nú...

Les meira

Gunvør spyr um integrasjónslóg

,

Gunvør spyr um integrasjónslóg

Gunvør Balle hevur sett Johan Dahl skrivligan fyrispurning um integrasjónslóg og hvørjar ætlanir eru innan integrasjónsøkið Skrivligur fyrispurningur settur, landsstýrismaður í útlendinga- og integrasjónsmálum 1. Hvørjum ítøkiligum átøkum innan integrasjónsøkið verður arbeitt við? 2. Hvussu útinnur Vinnumálaráðið sín leiklut sum yvirskipaður og samskipandi myndugleiki á integrasjónsøkinum? 3. Nær kemur ein integrasjónslóg? 4. Eru ætlanir um at fremja broytingar í galdandi útlendingalóg og um ja, hvørjar? 5. Hvussu metir landsstýrismaðurin, at málsøkið útlendingamál best verða umsitin framyvir? Viðmerkingar: Seinnu árini hevur eitt vaksandi tal av útlendingum sett búgv í Føroyum. Fyri mong er talan um eitt tíðarskeið í arbeiðs- ella ítróttarørindum, men alt fleiri eru gift til Føroya og gerast harvið fastbúgvandi borgarar í landinum. Í 2004 viðgjørdi Útlendingastovan 20 umsóknir frá makum, ið ynsktu familjusameining og í 2014 var hetta tal 75. Av hesum er lutfallið, at uml. 70% av umsøkjarum eru kvinnur og 30% menn. Talan er sostatt um nærum fýrafalding av umsóknum uppá 10 ár. Leggjast kann aftrat, at tað er ikki óvanligt, at kvinnurnar hava eitt ella tvey børn við sær, so veruliga talið av teimum, ið fáa familjusameining er nakað hægri. 1.januar 2014 vóru 1.234 fólk í Føroyum, sum eru fødd uttan fyri norðurlond og smbrt. Manntali vóru í 2011 2.464 fólk, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál. Útlendingar eru í dag ein nátúrligur partur av okkara samfelag og eitt ríkt tilfeingi, ið rúmkar okkara vitan og kunnleika á so mangan hátt. Vit eru fáment og okkum tørvar menniskjaligt tilfeingi. Eingin ivi er tó um, at vit geva ikki hesum nýggju borgarum nóg góðar møguleikar at trívast og virka í landinum. Størsti trupulleikin er vantandi føroyskt-undirvísing, og ein stórur hópur býr í landinum í mong ár uttan at læra málið. At læra málið væl er lykilin til væleydnaða integrasjón. Lykilin til at kunnu brúka sínar førleikar og lykilin til fult at kunna virka og taka lut í fólkaræðinum. Umframt dygga mál-undirvísing er eisini tørvur á frálæru um mentan, samfelag, arbeiðsmarknað og teirra rættindur og skyldur. Integrasjónsálitið frá 2011 mælti til 6 átøk, ið eru neyðug fyri at integrasjón skal rigga: 1. Smíða integrasjónslóg 2. Seta ein samskipara at arbeiða við integrasjón 3. Kravt byrjanarskeið 4. Eyka undirvísing í fólkaskúlanum 5. Átøk til børn undir skúlaaldur og 6. Tulkatænasta Løgtingið hevur tikið undir við hesum áliti, og harvið eisini at seta í verk tey tiltøk, ið eru neyðug fyri at hjálpa tilfluttum fólki at fáa eina so góða byrjan og eina so góða tilveru í Føroyum sum gjørligt. Men sera fá av hesum átøkum eru sett í verk, og skjøtul eigur at vera settur á at fáa hesi átøk framd í verki. Sum er, fáa útlendingar 20 undirvísingartímar í føroyskum í boði ókeypis og kunnu so fáa eitt 20tíma skeið aftrat, sum tey sjálvi rinda undir Kvøldskúlanum. Sum royndarætlan bjóða Mentamálaráðið, ALS og Tórshavnar Kommuna í løtuni eitt 20 vikurs skeið í heyst og eitt nýtt byrjar aftur nú í januar og tað er eitt stórt stig rætta vegin. Men umframt at pláss ikki er fyri øllum á skeiðunum, so er tað framvegis alt ov lítið og harumframt vantar stórliga undirvísing í føroyskari mentan og samfelagsviðurskiftum. Nógv hava góðar útbúgvingar og tað, teimum tørvar, er fyrst og fremst eina málsliga innføring í tað virkisøki, tey eru útbúgvin til, soleiðis at tey kunnu brúka sína útbúgving. Í...

Les meira

Kann Búnaðargrunnurin fíggja festibrøv og kvotur

, 07/01/2015

Kann Búnaðargrunnurin fíggja festibrøv og kvotur

Bjørt Samuelsen hevur fingið svar uppá fyrispurning ið hon setti Jacob Vestergaardspurningurin er um heimild hjá Búnaðargrunninum at fíggja festibrøv og mjólkarkvotur Fyrispurningur um heimild hjá Búnaðargrunninum at fíggja festibrøv og mjólkarkvotur, settur Jacob Vestergaard, landsstýrismanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a) Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna Spurningar 1. Hevur Búnaðargrunnurin lógarheimild at fíggja festibrøv og mjólkarkvotur – hvørja niðurstøðu er Fiskimálaráðið komið til hesum viðvíkjandi? 2. Um heimild ikki er, hvussu leingi hevur Búnaðargrunnurin so veitt fígging til omanfyrinevndu endamál á ivasomum lógargrundarlagi? 3. Nær gjørdist landsstýrismaðurin og Fiskimálaráðið varug við ógreiða lógargrundarlagið, og hvørji stig hevur landsstýrismaðurin tikið fyri at fáa viðurskiftini í rættlag? 4. Hvussu nógvar umsóknir um fígging av festibrøvum og mjólkarkvotum hevur Búnaðargrunnurin fingið, og hvussu nógvar av hesum eru avgreiddar í tíðarskeiðinum, tá ógreiða hevur verið um tulkingina av lógini? 5. Í hvønn mun hevur ivamálið um lógarheimildina ávirkað avgreiðsluna av hesum umsóknum? 6. Metir landsstýrismaðurin sjálvur, at Búnaðargrunnurin eigur at hava heimild at fíggja keyp av festibrøvum og mjólkarkvotum, og hvørji stig fer landsstýrismaðurin at taka? Svar: Til nr. 1. Fiskimálaráðið er eftir drúgva umhugsan og eftirkanning av spurninginum komið til ta niðurstøðu, at ivasamt er, um heimild er í lógini at fíggja mjólkarkvotur og festibrøv. Fiskimálaráðið hevur á fundi í mai-2014 boðað leiðsluni í Búnaðargrunninum frá hesi niðurstøðu. Á sama fundi kunnaðu umboðini fyri Búnaðargrunnin Fiskimálaráðnum um, at grunnurin nakað av tíð fyri mai-2014 hevði tikið avgerð um ikki at fíggja keyp av mjólkarkvotum og festibrøvum. Til nr. 2. Búnaðargrunnurin hevur kunnað Fiskimálaráðið um, at mjólkarkvoturnar gjørdust umsetiligar sambært reglugerð frá Mjólkarvirki Búnaðarmanna í 2004. Fyrstu tíðina kundu hesar ikki veðsetast og byrjaði Búnaðargrunnurin tískil í 2006 at veita fígging til keyp av kvotum. Fígging í samband við eigaraskifti av festum er veitt síðani festibrøvini gjørdust umsetilig sambært grein 4 í lógini um landsjørð frá 2007. Fígging er latin í hesum tíðarskeiðum í góðari trúgv um, at heimildargrundarlagið var nøktandi. Til nr. 3. Á sumri í 2013 letur løgfrøðingur, umboðandi Búnaðargrunnin, Fiskimálaráðnum skriv,við spurningi um hvørt Fiskimálaráðið er samt við Búnaðargrunnin í, at Búnaðargrunnurin í verandi lóggávu hevur heimild til at veita lán í sambandi við keyp/útskrivan av festibrøvum. Sami løgfrøðingur,letur Fiskimálaráðnum tilfar á heysti 2013, ið undirbyggir heimildina at fíggja mjólkarkvotur og festibrøv. Á sumri í 2013 letur ein stýrislimur í Búnaðargrunninum Fiskimálaráðnum skrivligt tilfar, ið undirbyggir, at heimild ikki er at fíggja festibrøv og mjólkarkvotur. Fiskimálaráðið tók síðani málið upp innanhýsis og eftir drúgva umhugsan og tulking av lógini varð endaliga niðurstøðan tíðliga í 2014 hon, at heimildargrundarlagið er ivasamt. Enn eru tó ongi ítøkilig stig tikin at bøta og greiða lógargrundarlagið. Fleiri orsøkir eru til hetta: Rúm tíð gekk í 2014, til Búnaðargrunnurin fekk nýggjan stjóra og seint á heysti 2014 gekk valskeiðið út hjá sitandi stýri í Búnaðargrunninum og tí verður mett skilagott at fáa stjóran og nýggja stýrið at taka við størvunum, áðrenn farið verður í ráðførslu við stjóra og stýrið um, hvussu ein varandi og greið fíggingarskipan kann skipast til frama fyri landbúnaðin frameftir. Sum áður nevnt, so hevur landsstýrismaðurin boðað leiðsluni í Búnaðargrunninum frá, at tað er ivasamt, um heimild er í lógini at fíggja mjólkarkvotur og festibrøv og at leiðslan í grunninum eisini hevur boðað frá, at grunnurin nakað av tíð fyri mai-2014 longu hevði tikið avgerð um at steðga fíggingini á mjólkarkvotum og...

Les meira

Páll spyr um tyrlupall í Sandoynni

, 17/12/2014

Páll spyr um tyrlupall í Sandoynni

Páll á Reynatúgvu hevur sett ein § 52a fyrispurning til Jørgen Niclasen, landsstýrismann um tyrlupall í Sandoynni Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a. Fyrispurningur um tyrlupall í Sandoynni, settur Jørgen Niclasen, landsstýris-manni(at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hevur landsstýrismaðurin ætlan um at fáa til vega góðkendan tyrlupall í Sand-oynni, og um so er nær? 2. Er støðan við verandi lendingarmøguleikum í Sandoynni góðkend, og um so er av hvørjum? 3. Hava verið hættisligar støður í sambandi við tyrlulending í Sandoynni, og um so er nær? 4. Finnast frágreiðingar, sum lýsa lendingarviðurskifti hjá tyrlu í Sandoynni? Viðmerkingar Tað kemur javnan fyri, at tyrlan verður boðsend í Sandoynna í bráðfeingis sjúkra-ørindum. Ofta eru tað støður, har minuttir gera mun á lívi og deyða. Kortini er eingin góðkendur tyrlupallur í oynni. Á Løgtingi, 17. desember 2014 Páll á...

Les meira

Bjørt spyr um lógarheimild hjá Búnaðargrunninum

,

Bjørt spyr  um lógarheimild hjá Búnaðargrunninum

Bjørt Samuelsen hevur sett Jacobi Vestergaard fyrispurning um lógarheimild hjá Búnaðargrunninum at fíggja festibrøv og mjólkarkvotu Fyri hálvum øðrum ári síðani kom fram, at ósemja er um lógarheimildina hjá Búnaðargrunninum at fíggja festibrøv í sambandi viðfestaraskifti og fíggja keyp av mjólkarkvotum. Hetta er ein sera grundleggjandi spurningar í mun til virksemið hjá Búnaðargrunninum og í landbúnaðinum. Og tað er sjálvsagt uppgáva hjá landsstýrismanninum at tryggja, at lóggávan er púra greið. Fyri einum ári síðani setti tingkvinnan spurning um málið og segði landsstýrismaðurin tá, at avgerð skuldi takast í januar 2014. Men, sum skilst er málið enn ikki loyst. Viðfest eru spurningar við viðmerkingum, sum eru send Landsstýrismanninum í dag Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um heimild hjá Búnaðargrunninum at fíggja festibrøv og mjólkarkvotur, settur Jacob Vestergaard, landsstýrismanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hevur Búnaðargrunnurin lógarheimild at fíggja festibrøv og mjólkarkvotur – hvørja niðurstøðu er Fiskimálaráðið komið til hesum viðvíkjandi? 2. Um heimild ikki er, hvussu leingi hevur Búnaðargrunnurin so veitt fígging til omanfyrinevndu endamál á ivasomum lógargrundarlagi? 3. Nær gjørdist landsstýrismaðurin og Fiskimálaráðið varug við ógreiða lógar-grundarlagið, og hvørji stig hevur landsstýrismaðurin tikið fyri at fáa viðurskiftini í rættlag? 4. Hvussu nógvar umsóknir um fígging av festibrøvum og mjólkarkvotum hevur Búnaðargrunnurin fingið, og hvussu nógvar av hesum eru avgreiddar í tíðarskeiðinum, tá ógreiða hevur verið um tulkingina av lógini? 5. Í hvønn mun hevur ivamálið um lógarheimildina ávirkað avgreiðsluna av hesum umsóknum? 6. Metir landsstýrismaðurin sjálvur, at Búnaðargrunnurin eigur at hava heimild at fíggja keyp av festibrøvum og mjólkarkvotum, og hvørji stig fer landsstýris-maðurin at taka? Viðmerkingar: Undirritaða setti fyri einum ári síðani spurningar um sama mál, tí ivi hevði tikið seg upp um, hvørt lógin fyri Búnaðargrunnin heimilaði verandi mannagongd í sambandi við lán til festiskifti/festibrøv og mjólkarkvotur. Landsstýrismaðurin svaraði tá m.a.: “Fiskimálaráðið hevur viðgjørt spurningin, um Búnaðargrunnurin hevur lógarheimild at veita lán til keyp av festibrøvum og mjólkarkvotum. Viðgerðin er um at vera liðug, og ætlandi verður endalig niðurstøða tikin í januar 2014.” Landsstýrismaðurin tykist tá ikki sjálvur hava nakra støðu til, hvørt Búnaðargrunninum skal kunna veita festiskiftislán og mjólkarkvotulán. Hetta er sostatt nærum eitt ár síðani, men framvegis tykist ógreiða valda. Umsetiligheitin av festibrøvum og mjólkarkvotum skapar stóran tørv á fígging í sam-bandi við festaraskifti. Búnaðargrunnurin er settur á stovn “við tí endamáli at veita lán til landbúnaðin og fíggja kostnaðin av at reka jarðarumsitingina”, sum § 1 í lógini um Búnaðargrunn ásetir. Sera trupult er at fáa bankar at fíggja landbúnaðarvirksemi – eisini hóast bæði mjólkarkvotur og festibrøv kunnu setast í veð. Tí er neyðugt at hava eitt slag av landbúnaðarbanka, sum setir krøv til skilvísar íløgur, men samstundis kann veita lagaligari fígging enn bankarnir. Sum skilst, eru fleiri, sum hava søkt Búnaðargrunnin um fígging til omanfyrinevndu endamál, men ikki fáa svar, orsakað av ivamálinum um lógarheimildina. Spurningurin, hvørt Búnaðargrunnurin kann fíggja festibrøv í sambandi við festara-skifti og fíggja keyp av mjólkarkvotum, er ein sera grundleggjandi spurningar í mun til virksemið í landbúnaðinum og hjá Búnaðargrunninum. Og tað er uppgáva hjá landsstýrismanninum at tryggja, at lóggávan er púra greið. Á Løgtingi, 17. desember 2014 Bjørt...

Les meira

Páll spyr um Skiparaútbúgvingina

, 16/12/2014

Páll spyr um Skiparaútbúgvingina

Páll á reynatúgvu vil hava at vita frá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, hvat hann ætlar at gera við lítlu undirtøkuna á skiparaútbúgvingini. Spurningurin er settur sum ein § 52a spurningur, og skal svarast skrivliga   Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a. Fyrispurningur um ov lítla luttøku á Skiparaútbúgvingini, settur Bjørn Kalsø, landsstýrismanni(at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera við lítlu undirtøkuna á skiparaútbúgvingini? 2. Er møguleiki fyri at broyta kravið um siglingstíð, so fleiri næmingar sleppa á skiparaskúla? 3. Í hvønn mun ávirkar tað Vinnuháskúlan, at eingin skiparaflokkur verður eftir nýggjár? Viðmerkingar Tað frættist í miðlunum, at tilgongdin av næmingum til skipara er ógvuliga lítil, og at vandi er fyri, at eingin skiparaflokkur verður á Vinnuháskúlanum eftir nýggjár. Hjá eini siglandi tjóð er hettar einki minni enn álvarsligt. Sum skilst, eru herdu krøvini til siglingstíð ein av orsøkunum til lága talið av umsóknum. Av tí at málið hevur skund verður heitt á landsstýrismannin at svara skjótast gjørligt. Á Løgtingi, 16. desember 2014 Páll á...

Les meira

Páll spyr um nýggj uppisjóvarskip í føroyska fiskiflotanum

, 12/12/2014

Páll spyr um nýggj uppisjóvarskip í føroyska fiskiflotanum

Páll á Reynatúgvu hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismann ein § 52a fyrispurning um nýggj uppisjóvarskip í føroyska fiskiflotanum 1. Hvørjar fortreytir skulu lúkast fyri at fáa loyvi at fiska uppisjóvarfisk í Føroyum og sambært millumtjóða sáttmálum? 2. Kunnu verandi uppisjóvarskip verða skift út við onnur størri skip og undir hvørjum treytum? 3. Í hvørjum plássum í landinum eru verandi føroysku uppisjóvarskip heima¬hoyrandi? 4. Er nøkur umsókn komin úr Sandoynni um loyvi til uppisjóvarfiskiskap? 5. Er tað rímiligt, at Sandoyggin ikki fær tillutað uppisjóvarloyvi, tá onnur øki fáa tað? Viðmerkingar Tað kann fyri vanliga føroyingin tykjast sum um, at mismunur verður gjørdur á teimum, sum ynskja at sleppa fram at í fiskivinnuni, serliga uppisjóvarvinnuni í Føroyum. Meðan summi í áravís stríðast fyri at sleppa fram at vinnuliga dreyminum, so sigla onnur í eini handavending, ein knørrur fyri og annar eftir, inn á føroysku grunnarnar. Á Løgtingi, 12. desember 2014 Páll á...

Les meira

Nær fáa vit ein yvirskipaðan politikk fyri kreativar vinnur

, 09/12/2014

Nær fáa vit ein yvirskipaðan politikk fyri kreativar vinnur

Á tingfundinum í morgin við Gunvør Balle m.a hava at vita frá johan Dahl, hvussu langt arbeiðið at orða yvirskipaðan politikk fyri kreativar vinnur er komið   Munnligur fyrispurningur til Johan Dahl, landstýrismann í vinnumálum viðvíkjandi kreativum vinnum 1. Hvussu langt er arbeiðið at orða yvirskipaðan politikk fyri kreativar vinnur komið? 2. Hvørjar kreativar vinnugreinar verða fevndar í politikkinum? Viðmerkingar: Í byrjanini av 2014 samtykti Løgtingið, at “heita á landsstýrið um at fyrireika og leggja frágreiðing fyri Løgtingið um uppskot til heildarætlan um yvirskipaðan politikk fyri kreativar vinnur, herundir film.” Nú er skjótt eitt ár liðið og viðkomandi at spyrja, hvussu langt hetta arbeiðið er komið áleiðis. Á Løgtingi, 9. desember 2014 Gunvør...

Les meira

Gunvør spyr um Marknagilsdepilin

,

Gunvør spyr um Marknagilsdepilin

Á tingfundinum í morgin setur Gunvør Balle munnligan fyrispurning til Bjørn Kalsø, viðvíkjandi byggiverkætlanini Marknagilsdepilin 1. Fylgir byggingin av Marknagilsdeplinum tíðar- og kostnaðarætlanini? 2. Kemur samlaða játtanina upp á 515 mió. kr. at halda? 3. Er tilgongdin at selja bygningarnar í Smiðjugerði og Handilsskúlabygningin byrjað? 4. Verður skúladepilin klárur at taka í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2016? Viðmerkingar: Sambært fyriliggjandi fíggjarlógaruppskoti eru 85 mió. kr. settar av til byggiverkætlanina í ár, 155 mió. kr. fyri 2015 og 108,5 mió. kr. í 2016. Sum skilst, hevur játtanin higartil ikki verið nýtt til fulnar, og tí hevur peningur verið støðlaður á hvørjum ári. Men í vár frættist, at neyðugt verður við størri játtan í 2015 enn tað, ið er sett av, tí hetta árið fara flestu útreiðslur at fella. Tí ynskti Landsverk at flyta játtan fram frá 2016 til 2015. um tíðarætlanin skuldi halda. Talan er um Føroya størstu byggiverkætlan, tí hevur tað stóran almennan áhuga, um og hvussu avsetti peningurin samsvarar við faktiska tørvin, so hvørt byggingin fer fram, og hvussu samlaða kostnaðarmetingin fer at samsvara veruleikanum. Á Løgtingi, 9. desember...

Les meira