Fyrispurningar á tingi
Bjørt setur spurning um merking av føroyskum matvørum
Á tingfundinum í morgin, vil Bjørt Samuelsen hava at vita frá Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum um merking av føroyskum matvørum, so fólk við ovurviðkvæmi kunnu kenna seg trygg Munnligur fyrispurningur til Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum viðvíkjandi tryggari merking av matvørum 1. Nær ætlar landsstýrismaðurin at fáa nútíðarhóskandi merking av matvørum, sum seldar verða á heimamarknaðinum, so fólk við ovurviðkvæmi kunnu kenna seg trygg? 2. Hvussu langt er komið ávegis við at dagføra føroysku kunngerðina um merking av matvørum, so brúkarin kann vita, hvat innihaldið er í einari samansettari matvøru? Viðmerkingar Tey eru mong, sum hava ovurviðkvæmi av ymiskum slagi, og fyri hesar borgarar hevur tað serliga stóran týdning, at merkingin av matvørum er í lagi. Hetta tí tað kann fáa álvarsamar avleiðing at eta mat, tey ikki tola. Tað kann vera ovurviðkvæmi fyri mjólk, gluten, nøtum, eggum ella øðrum evnum, sum eru vanligt innihald í samansettum matvørum. Men í mun til hetta er føroyski brúkarin í stóran mun sleptur uppá fjall. Kunngerðin, sum ásetir krøv til merking av matvørum til føroyska heimamarknaðin, er gomul. Tað er avmarkað, hvørji krøv hon setir til, hvussu matur skal merkjast, og ein røð av undantøkum eru. Stórur partur av matvørunum á føroyska marknaðinum eru lítið ella als ikki merktar. Nøkur jalig undantøk eru tó, tíbetur. Eitt nú fevnir kunngerðin ikki um merking av teimum mongu íblandingarevnunum, sum eru í matinum. Heldur ikki er krav um at merkja soleiðis, at brúkarin beinanvegin sær, hvørt matvøran inniheldur sonevnd allergenir (andelvi), sum elva til ovurviðkvæmi. Hinvegin fylgja føroyskar matvørur til útflutnings munandi strangari krøvum. Eisini er sera trupult hjá brúkarum at fáa neyðuga kunning um innihaldið í breyði, øðrum bakaravørum, lidnum døgurðarættum, viðskera v.m., sum verða seld umvegis disk, og ikki eru merktar. Í svari uppá fyrispurning frá spyrjaranum um sama evnið í apríl 2013 lovaði landsstýrismaðurin, at gera nakað við støðuna. Á Løgtingi, tann 8. desember 2014 Bjørt Samuelsen...
Les meiraFerðasambandið til Mykines vetrarhálvuna
Høgni Hoydal vil hava at vita frá Johan Dahl, landsstýrismann í samferðslumálum, hvat hendur við ferðasambandinum til Mykines vetrarhálvuna Munnligur fyrispurningur Til Johan Dahl, landsstýrismann í samferðslumálum viðvíkjandi ferðasambandinum til Mykines vetrarhálvuna Hvussu vil landsstýrið lýsa ferða- og flutningssambandið til Mykines vetrarhálvuna – og hví er tað skipað so? Hví er ferðasambandið og flutningssambandið til Mykines vetrarhálvuna – bæði sjóvegis og við tyrlu – munin verri enn til aðrar oyggjar vetrarhálvuna? Heldur landsstýrið, at tað kann góðtakast, at Mykinesfólk ikki hava sama grundleggjandi ferða- og flutningssamband sum onnur pláss í landinum? Hvat ætlar landsstýrið at gera til tess at tryggja eitt javnsett og dagført ferða- og flutnings-samband til Mykines vetrarhálvuna? Viðmerkingar Mykines er eitt tað størsta ferðamálið hjá vitjandi summarhálvuna. Og tá er dúglig ferðsla sjóvegis við fleiri dagligum fráferðum í ferðaætlanini. Men vetrarhálvuna vendist álvarsliga í holuni hjá mykinesfólki. Tá er tað eins og Mykines gerst “tann gloymda oyggin”. Og fyri mykinesfólk og tey, ið hava tilknýti til oynna ella vilja vitja, er ferða- og flutningssambandið vetrarhálvuna munandi verri enn til allar aðrar oyggjar í landinum: Einki sjóvegis samband er um veturin, uttan nakrir túrar í heystfrítíðini (um viðrar). Einasta farleið er tyrlusambandið, men sum einasta oyggj er einki beinleiðis tyrlusamband til høvuðsstaðin, men flúgvast má til og frá flogvøllinum í Vágum. Talan er sostatt um munandi vanbýti fyri mykinesfólk, tá tað snýr seg um eina so grund-leggjandi tænastu sum ferða- og flutningssamband. Ikki bert í mun til størru plássini í landinum, men eisini í mun til aðrar útoyggjar. Tað tykist sum samferðslan til Mykines er bert løgd til rættis fyri útlendsk ferðafólk og vitjandi á sumri, men als ikki fyri fólkið í oynni. Tí verður spurt, hvat landsstýrið ætlar at gera til tess at rætta hendan ójavna og at tryggja eitt dagført ferða- og flutningssamband til Mykines. Á Løgtingi, 9. desember 2014 Høgni...
Les meiraSpurningur um kostfakligu útbúgvingarnar
Sirið Stenberg setur Bjørn Kalsø munnligan fyrispurning viðvíkjandi næmingum til kostfakligu útbúgvingarnar. Spurningurin skal svarast á tingfundinum í morgin 1. Hvussu nógvir næmingar eru í gongd við útbúgving sum kost og føðsluatstøðingar? 2. Er nøkur miðvís ætlan løgd fyri at tryggja, at vit hava nokk av útbúnum starvsfólkum innan kostfakliga økið? Viðmerkingar Kostfakligur førleiki er neyðugur fyri at geva dygdargóða tænastu til fólk, sum eru innløgd, búgva á eldrabústovnum, í mun til serligar sjúkur og í veruleikanum til flest øll fyri at tryggja og menna fólkaheilsuna. Sum skilst er ikki altíð lætt at fáa útbúgvið fólk til ymisku køkarnar. Samstundis sum tørvurin er vaksandi á fólki við kostfakligum førleikum, og nógv hoyrist um vaksandi tal á fólki við sjúkum, knýttar at kostinum, so hoyrist ikki so nógv um, hvussu hesir útbúgvingarmøguleikar verða troyttir her á landi. Vit eru serliga seinastu tíðina gjørd varug við, at føðslutrot er ein vaksandi heilsuligur trupulleiki, og at neyðugt er at raðfesta økið frá politskari síðu. Sostatt eigur her at vera nógv at vinna bæði í mun til økt útbúgvingarpláss og betri heilsu, um kostfakligu útbúgvingarnar verða raðfestar Á Løgtingi, 9. desember 2014 Sirið...
Les meiraSirið spyr um trygd og tilbúgving í tunlum
Á tingfundinum í morgin, skal Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, svara Sirið Stenberg uppá fyrispurning viðvíkjandi trygd og tilbúgving í tunlum 1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, um trygdin er nøktandi í øllum landsins tunlum? 2. Eru góðkendar tilbúgvingarætlanir og neyðug útgerð knýttar til allar tunlar? 3. Hvussu ber til at bøta um trygdina í gomlu tunlunum? Viðmerkingar Spurningurin um trygd og tilbúgving er javnan frammi í mun til landsins tunlar. Tunlarnar eru sera ymiskir í góðsku og í aldri. Meðan nakrir tunlar hava ljós, telefonsamband og trygdarútgerð, eru aðrir myrkir og uttan telefonsamband og harafturat smalir og einsporaðir. So støðan er ymisk. Tó má tað altíð vera so, at trygdin er í hásæti uttan mun til, um tunnilin er nýggjur ella gamal. Javnan eru røddir frammi, sum gera vart við trygdina í tunlunum. Ivamál verða sett við trygdina og um tilbúgvingin er nøktandi, serliga í gomlu tunlunum. Tí hesir spurningar til landsstýrismannin í fíggjarmálum, sum umsitur málsøkið. Á Løgtingi, 9. desember 2014 Sirið Stenberg...
Les meiraSvar uppá fyrispurning um dagstovna- og fólkaskúlaráðið
Gunvør Balle hevur fingið svar frá Bjørn Kalsø uppá § 52a fyrispurning sín um dagstovna- og fólkaskúlaráðið Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Nær ætlar landsstýrismaðurin at seta fólkaskúlaráðið? 2. Hví er drálað so leingi við at seta ráðið? 3. Nær verður dagstovnaráð sett? 4. Hvønn leiklut skulu kommunurnar hava í dagstovnaráðnum ? Svar Til 1: Ætlanin er, at fólkaskúlaráðið verður sett fyrst í nýggja árinum. Til 2: Tað hevur tikið heldur longur tíð enn upprunaliga ætlað at seta fólkaskúlaráðið. Til 3: Undanfarna landsstýrið setti dagstovnaráð í juli 2011, og hevði tað nakrar fundir. Dagstovnaráðið virkaði tó ikki eftir ætlan, m.a. tí at kommunurnar, sum varða av økinum, vóru ikki nøgdar við leistin, ráðið tá varð skipað eftir. Landsstýrismaðurin hevur m.a. ‘yvirskipaða eftirlitið við, at kommunurnar umsita dagstovnar og dagrøktir’. Út frá hesum varð dagstovnaráðið í sínari tíð skipað, tí tað skuldi geva landsstýrismanninum ráð og tilráðingar í málum um dagstovnaøkið. Roynt hevur verið at fingið málið á beint við fundum við umboðum fyri kommunurnar og Pedagogfelagið. Og málið er, at nýtt dagstovnaráð verður sett í nýggja árinum. Til 4: Kommunurnar varða av dagstovnaøkinum, og er tað tí natúrligt, at tær eru við í hesum arbeiði. Hetta verður eisini havt í huga, tá ið nýtt dagstovnaráð skal setast. Vinarliga Bjørn Kalsø...
Les meiraBjørt spyr um sølu av føroyskum kjøti
Munnligur fyrispurningur um sølu av føroyskum kjøti, settur Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum. 1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at loysa avbjóðingarnar, tá undantøkini at selja føroyskt kjøt í handlum og matstovum fer úr gildi í juni 2015? 2. Ætlar landsstýrismaðurin á nakran hátt at broyta lógina, fyri at styrkja menningina av føroysku matvinnuni? Um ja, á hvønn hátt? 3. Hevur arbeiðsbólkurin, sum settur varð at arbeiða við matvinnumenning og matvørutrygd gjørt nakað tilmæli um hvussu til ber at tryggja framhaldandi sølu av føroyskum kjøti og menning av matvinnu okkara? 4. Um nei, hvør er orsøkin til, at tilmælið ikki er komið? Viðmerkingar Um fáar mánaðir fer úr gildi undantakið í matvørulógini, sum ger, at handlar og matstovur kunnu selja føroyskt kjøt, sum ikki er framleitt undir løggildum viðurskiftum. Tað merkir, at frá juni 2015 skal føroyskt neyta- og seyðakjøt, ætlað at selja í handlum og matstovum, verða slátrað og turkað í løggildum hølum og hjallum. Hetta elvir til stúran í matstovuvinnuni, hjá bóndum og borgarum fyri, at tað kann fara at skaða menningina av føroysku matvinnuni, tí útboðið verður skert, ov eintáttað og avmarkað. Durasøla – tað er, at fólk sjálvi keypa beinleiðis frá bóndum, fer tó framhaldandi at vera júst sum í dag. Fyri at lýsa hesa avbjóðing, setti Landsstýrismaðurin í januar ein arbeiðsbólk at viðgera spurningar um matvøruframleiðslu úr føroyskum neyta- og seyðakjøti. Í bólkinum vóru umboð fyri kokkayrkið, Bóndalfelagið, Útoyggjafelagið umframt Vinnumálaráðið og Heilsufrøðiliga Starvsstovuna. Bólkurin skuldi koma við einum tilmæli í apríl, men einki hevur verið alment at frætta um hetta. Spurningarnir verða settir til tess at fáa fram, hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera fyri at loysa eyðsýniligu avbjóðingarnar og hvat er komið burturúr arbeiðinum hjá bólkinum, sum varð settur at lýsa avbjóðingarnar. Á Løgtingi 8. desembur 2014 Bjørt Samuelsen...
Les meira32 arbeiðspláss eru mist á Elektron síðani 2010
Í dag verður støðan á Elektron og framtíðin hjá føroyskari KT-vinnu og KT-trygd viðgjørd á tingi. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur svarað einum fyrispurningi frá Høgna Hoydal um avleiðingarnar av, at bankarnir fluttu netbankan og allar sínar KT-skipanir av landinum. Í svarinum kemur m.a. fram, at Elektron hevur mist ein triðing av sínum starvsfólki síðani 2010 – 32 starvsfólk. Eisini kemur fram, at landsstýrið noyðist at brúka stórar upphæddir til at umleggja skatta-innkrevjingina. Og onki bendir á í svarinum, at landsstýrið hevur nakrar ætlanir um at venda gongdini og at gera føroyskar loysnir á økinum – heldur ikki fyri elektroniskari undirskrivt, ið er í ferð við at verða flutt av landinum eisini. Seinnapartin í dag skal spurningurin og svarið viðgerast á løgtingi, har høvi verður hjá øllum tingfólki at siga sína hugsan Svar upp á fyrispurning í løgtingsmáli nr. S-10/2014 frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi støðuni á Elektron, avreiðing av KT-virksemi úr Føroyum, føroyskari loysn fyri elektroniska undirskrift o.a. Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvør er fíggjarliga støðan hjá P/F Elektron, og hvørji eru útlitini fyri inntøkum, virksemi og arbeiðsplássum hjá fyritøkuni komandi árini? 2. Hvussu samsvara støðan og útlitini hjá P/F Elektron við tær upplýsingar og metingar, sum nevndin og leiðslan í fyritøkuni hava upplýst Løgtinginum, landsstýrinum og almenninginum, síðan byrjað varð at flyta alt KT-virksemið hjá peningastovnunum av landinum í 2004 – m.a. tá Løgtingið hevur viðgjørt røð av lógaruppskotum um at steðga flytingini og at taka virk¬semið heimaftur? 3. Hvussu nógv hevur tað kostað í krónum og oyrum hjá eigarunum av P/F Elektron (Lands¬stýrinum og peningstovnunum) at flyta alt virksemið av landinum? 4. Hvussu nógv hevur tað kostað og fer at kosta landskassanum at gera nýggjar/broyttar KT-loysnir, ið kunnu samskifta við tær útfluttu skipanirnar hjá peningastovnunum? 5. Hvussu nógvir peningur verður nýttur árliga í rakstrarútreiðslum og íløgum hjá føroysku peningastovnunum til at gjalda til ta fyritøkuna/fyritøkurnar, sum virksemið er flutt til uttanlands? 6. Hvussu trygga fyri føroyskar brúkarar metir landsstýrið, at útflutta skipanin við persónsupplýsingum hjá øllum føroyingum er – og hvat ger landsstýrið fyri at kunna standa til svars mótvegis føroyskum brúkarum um, at trygdin er í lagi? 7. Hvussu nógv arbeiðspláss eru mist í sambandi við KT-virksemið hjá P/F Elektron, síðani bankarnir byrjaðu at flyta virksemið av landinum? 8. Hevur P/F Elektron – ella annar føroyskur veitari – møguleika at gera eina skipan við elektroniskari undirskrift í Føroyum – og er nakað gjørt á hesum øki? 9. Hví boða peningastovnar frá, at ætlanin er at nýta ta donsku skipanina NEM-ID – og hvat hevur landsstýrið gjørt og ætlar at gera í hesum sambandi? 10. Hvat hevur landsstýrið gjørt sum politiskur myndugleiki og sum partaeigari í P/F Elektron til tess at tryggja føroyskar førleikar, trygd, arbeiðspláss og ávirkan á hesar grundleggjandi KT-tænastur og nýtsluna av persónsupplýsingum hjá øllum føroyingum? 11. Hvat hevur landsstýrið gjørt, síðani seinasta uppskotið hjá Tjóðveldi á Løgtingi um at fáa føroyskar skipanir at virka aftur varð felt – men har meirilutin í Rættarnevnd Løgtingsins í sínum áliti kravdi eina eftirmeting av, um tað var rætt at flyta skipanirnar av landinum? Til spurning 1 Av roknskapinum hjá P/F Elektron sæst, at gjaldføri felagsins er vánaligt og er versnað seinastu 3 árini. Felagið hevði í 2013 eitt hall á 19,8 mió.kr. Í hesum sambandi skal viðmerkjast, at óvanligar eyka kostnaðarføringar vóru framdar í 2013 á...
Les meiraHøgni fingið svar uppá spurning um Strandfaraskip Landsins
Høgni Hoydal hevur fingið svar uppá skrivligan fyrispurning um ráðgeving og keyp av uttanhýsis tænastum í sambandi við kanningarmálið um Strandfaraskip Landsins Svar uppá § 52a fyrispurning frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. 17/2014, um ráðgeving og keyp av uttanhýsis tænastum í sambandi við kanningarmálið um Strandfaraskip Landsins Spurningurin var soljóðandi: 1. Hevur landsstýrismaðurin keypt uttanhýsis ráðgeving og tænastur í sambandi við kanningarmálið um játtan og nýtslu hjá Strandfaraskipum Landsins í 2013 – antin persónliga ella umvegis Vinnumálaráðið? 2. Um svarið er játtandi, hvørja ráðgeving og tænastu er talan um, og hvat hevur tað kostað? 3. Hvør hevur ráðgivið og veitt tænastu til landsstýrismannin í sambandi við tíðindaskrivini, ið vórðu send út og løgd á heimasíðuna hjá Vinnumálaráðnum leygardagin 25. november 2014, har niðurstøðurnar hjá Landsstýrismálanevndini vórðu lagdar út til frama fyri landsstýrismannin, hóast Landsstýrismálanevndin ikki hevði almannakunngjørt sína frágreiðing? Svar: Til nr. 1 Ja, Vinnumálaráðið hevur keypt uttanhýsis ráðgeving og tænastur í sambandi við kanningarmálið um játtan og nýtslu hjá Strandfaraskipum Landsins í 2013. Til nr. 2 Talan er um løgfrøðiliga ráðgeving, sum hevur kostað 79.800 uttan mvg í sambandi við landsstýrismálanevndina. Til nr. 3 Vinnumálaráðið hevur ráðgivið og veitt landsstýrismanninum tænastur í sambandi við tíðindaskrivini. Uttanhýsis løgfrøðiligi ráðgevin í sambandi við kanningarmálið og uttanhýsis fjølmiðlaráðgevi hava eisini havt ein leiklut i tilgongdini. Vinnumálaráðið, tann 17. november 2014 Johan Dahl...
Les meiraPsykiatriska økið
Spyrjari: Sirið Stenberg Svarari: Karsten Hansen Á tingfundi 5. desember 2014 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi: 1. Er tað rætt, at sparingar skulu fara fram á psykiatriska deplinum í 2015 og um ja, hvussu stór er henda sparing? 2. Hvussu nógv fastbúgvandi fólk á psykiatriska deplinum flyta ætlandi ikki inn í nýggju búeindina Eystan Heyg, men vera verandi á Psykiatriska deplinum? 3. Hevur ætlanin allatíðina verið, at so hvørt, sum búfólk fluttu út, skuldi peningurin sparast burtur a psykiatriska deplinum, og ikki fara til at menna og útbyggja psykiatriska økið við? 4. Hvørjar ætlanir eru nú i 2015 um at útbyggja økispsykiatriina í teimum økjum, sum enn mangla, og at raðfesta ambulant viðgerðartilboð generelt? 5. Verður arbeitt við nakrari loysn uppá, at psykiatriski yvirlæknin ikki er í starvi fyrst í komandi ári? 6. Hvussu fer landsstýrismaðurin at tryggja, at tann menningartilgongd, sum psykiatriska økið er í, heldur áfram? 7. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at psykiatriska økið fær ta reðfesting, sum tørvur er á, fyri at kunna veita dygdargóða tænastu til okkara borgarar við sálarheilsu avbjóðingum? Viðmerkingar Síðan fíggjarlógin bleiv framløgd hevur frá fleiri pørtum verið víst á, at psykiatriska økið fór at vera við skerdan lut. Víst hevur verið á, at í sambandi við, at fastbúgvandi fólk á psykiatriska deplinum fingu í boði at flyta í nýggju búeindina Eystan Heyg, so fór peningurin at fylgja við teimum út, og partvíst at fara til aðrar heilsutænastur, eitt nú mammografiscreening. Spurningurin er tí at fáa landsstýrismannin at nágreina, hvat ætlanin er. Fyri góðum ári síðan hevði eg skrivligan fyrispurning til landsstýrismannin um framtíðarætlanir á psykiatriska økinum. Spurningur nr. S-13/2013. Í svarinum tá varð víst á, at tá ið Eystan Heyg fór at verða liðugt at taka móti teimum fastbúgvandi fólkunum, fór at verða pláss til at gera ymiskar raðfestingar á psykiatriska økinum. Út frá hesum svari ljóðar tað sum, um peningurin skuldi verða verandi á psykiatriska økinum, og soleiðis verða nýttur til at skapa framtíðar mennning og røktartilboð fyri. Seinastu árini hevur psykiatriska økið verið í sera góðari menning. Starvsfólkið hevur verið í eini menningartilgongd, har tey hava ment sínar førleikar og fingið nýggj og hóskandi arbeiðsamboð. Nýggir viðgerðar- og arbeiðshættir eru settir í verk, alt samalt viðvirkandi til at tryggja okkara borgarum við sálarheilsu avbjóðingum eitt munandi betri røktar- og viðgerðartilboð. Størri opinleiki er um sálarsjúkur, og fokus hevur flutt seg yvir til, at fólk kunnu blíva frísk aftur av sálarsjúku, og størri og størri dentur verður lagdur á stuðlandi økispsykiatrisk og ambulant uppfylgjandi tilboð. Við íkomnu støðuni, har sparingar eru fyri framman, og psykiatriski yvirlæknin ikki er í starvi frá komandi ári, er støðan sera ótrygg. Vandi er fyri, at nógv av tí, sum í áravís er bygt upp, fellur niðurfyri, tí serligu viðurskiftini á psykiatriska økinum eru tengd at starvsfólkum, sum sjálvi eru stórur partur av viðgerðaramboðnum. Tí er spurningurin eisini, hvørji stig landsstýrismaðurin ætlar at taka, fyri at framtíðartryggja psykiatriska økið, og hvørji stig landsstýrismaðurin arbeiðir við, sum kunnu tryggja, at vit ikki standa við ongum yvirlækna fyrst í komandi ári. Her er alneyðugt at finna eina haldbara loysn. Líka so ørkymlandi tað er fyri starvsfólkini á psykiatrika deplinum við íkomnu støðuni, líka so ørkymlandi er tað fyri okkum øll. Psykiatriski depilin tekur hond um okkara allar viðbreknastu borgarar. Tað...
Les meiraSirið spyr um psykiatriska økið
Karsten Hansen hevur í dag fingið skrivligan fyrispurning frá Sirið Stenberg um psykiatriska økið Skrivligur fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum Løgtingsmál nr. S-26/2014: Viðvíkjandi psykiatriska økinum 1. Er tað rætt, at sparingar skulu fara fram á psykiatriska deplinum í 2015 og um ja, hvussu stór er henda sparing? 2. Hvussu nógv fastbúgvandi fólk á psykiatriska deplinum flyta ætlandi ikki inn í nýggju bú¬eindina Eystan Heyg, men vera verandi á Psykiatriska deplinum? 3. Hevur ætlanin allatíðina verið, at so hvørt, sum búfólk fluttu út, skuldi peningurin sparast burtur a psykiatriska deplinum, og ikki fara til at menna og útbyggja psykiatriska økið við? 4. Hvørjar ætlanir eru nú i 2015 um at útbyggja økispsykiatriina í teimum økjum, sum enn mangla, og at raðfesta ambulant viðgerðartilboð generelt? 5. Verður arbeitt við nakrari loysn uppá, at psykiatriski yvirlæknin ikki er í starvi fyrst í komandi ári? 6. Hvussu fer landsstýrismaðurin at tryggja, at tann menningartilgongd, sum psykiatriska økið er í, heldur áfram? 7. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at psykiatriska økið fær ta reðfesting, sum tørvur er á, fyri at kunna veita dygdargóða tænastu til okkara borgarar við sálarheilsu avbjóðingum? Viðmerkingar Síðan fíggjarlógin bleiv framløgd hevur frá fleiri pørtum verið víst á, at psykiatriska økið fór at vera við skerdan lut. Víst hevur verið á, at í sambandi við, at fastbúgvandi fólk á psykiatriska deplinum fingu í boði at flyta í nýggju búeindina Eystan Heyg, so fór peningurin at fylgja við teimum út, og partvíst at fara til aðrar heilsutænastur, eitt nú mammografiscreening. Spurningurin er tí at fáa landsstýrismannin at nágreina, hvat ætlanin er. Fyri góðum ári síðan hevði eg skrivligan fyrispurning til landsstýrismannin um framtíðarætlanir á psykiatriska økinum. Spurningur nr. S-13/2013. Í svarinum tá varð víst á, at tá ið Eystan Heyg fór at verða liðugt at taka móti teimum fastbúgvandi fólkunum, fór at verða pláss til at gera ymiskar rað¬festingar á psykiatriska økinum. Út frá hesum svari ljóðar tað sum, um peningurin skuldi verða verandi á psykiatriska økinum, og soleiðis verða nýttur til at skapa framtíðar mennning og røktar¬tilboð fyri. Seinastu árini hevur psykiatriska økið verið í sera góðari menning. Starvsfólkið hevur verið í eini menningartilgongd, har tey hava ment sínar førleikar og fingið nýggj og hóskandi arbeiðsamboð. Nýggir viðgerðar- og arbeiðshættir eru settir í verk, alt samalt viðvirkandi til at tryggja okkara borgarum við sálarheilsu avbjóðingum eitt munandi betri røktar- og viðgerðartilboð. Størri opinleiki er um sálarsjúkur, og fokus hevur flutt seg yvir til, at fólk kunnu blíva frísk aftur av sálarsjúku, og størri og størri dentur verður lagdur á stuðlandi økispsykiatrisk og ambulant uppfylgjandi tilboð. Við íkomnu støðuni, har sparingar eru fyri framman, og psykiatriski yvirlæknin ikki er í starvi frá komandi ári, er støðan sera ótrygg. Vandi er fyri, at nógv av tí, sum í áravís er bygt upp, fellur niðurfyri, tí serligu viðurskiftini á psykiatriska økinum eru tengd at starvsfólkum, sum sjálvi eru stórur partur av viðgerðaramboðnum. Tí er spurningurin eisini, hvørji stig landsstýrismaðurin ætlar at taka, fyri at framtíðartryggja psykiatriska økið, og hvørji stig landsstýrismaðurin arbeiðir við, sum kunnu tryggja, at vit ikki standa við ongum yvirlækna fyrst í komandi ári. Her er alneyðugt at finna eina haldbara loysn. Líka so ørkymlandi tað er fyri starvsfólkini á psykiatrika deplinum við íkomnu støðuni, líka so ørkymlandi er tað fyri okkum øll. Psykiatriski depilin tekur hond...
Les meira