Fyrispurningar á tingi
Svar uppá fyrispurning um CIP – málið
Kristina Háfoss hevur fingið svar frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, um framhaldandi manglandi innlit í CIP-sáttmálan og brot á innlitslóg Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 30/2014 eftir tingskipanini § 52a til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu um framhaldandi manglandi innlit í CIP-sáttmálan og brot á innlitslóg Fyrispurningurin var soljóðandi: 1. Heldur løgmaður at landsins fyrisiting skal fylgja teimum avgerðum, ið Løgtingsins Umboðsmaður tekur? 2. Heldur løgmaður tað vera rætt, at landsstýrisfólk senda avgerðir hjá Løgtingsins Umboðsmanni til hoyringar hjá øðrum aðalráðum, privatum feløgum og ráðgevum uttanfyri egna fyrisiting? 3. Ætlar løgmaður at landsstýrisfólk framyvir skulu senda niðurstøður hjá Løgtingsins Umboðsmanni til hoyringar hjá øðrum aðalráðum og hjá uttanhýsis pørtum? 4. Hevur miðfyrisitingin áður sent eina avgerð hjá Løgtingsins Umboðsmanni til hoyringar hjá pørtum uttanfyri miðfyrisitingina? Um ja, nær og í samband við hvat mál? 5. Metir løgmaður, at Løgmansskrivstovan og Fíggjarmálaráðið hava fólk við neyðugum førleikum til at umsita sambært innlitslóg landsins? Um ja, hví avgreiða starvsfólk í Fíggjarmálaráðnum ikki sjálvi málið um innlit í sokallaða CIP-sáttmálan, og hví vísir Løgmansskrivstovan til útlendskan ráðgeva at ráðgeva um eitt innlitsmál? Um nei, fer løgmaður at tryggja, at starvsfólk við neyðugu førleikunum verða sett í starv, soleiðis at miðfyrisitingin kann avgreiða mál sambært innlitslógini? 6. Hví hevur Løgmansskrivstovan mælt Fíggjarmálaráðnum til, at biðja Løgtingsins Umboðsmann siga aðalráðnum, hvat skal útstrikast í sokallaða CIP-sáttmálanum, tá hetta er uppgávan hjá Fíggjarmálaráðnum og als ikki hjá Løgtingsing Umboðsmanni? 7. Metir løgmaður at innlit í mest møguligan mun eigur at verða latið í almennu fyrisitingina? Um ja, hví verður útlendskur professari biðin um, at koma við grundgevingum fyri, hvussu minst møguligt innlit kann latast í sokallað CIP-sáttmálan? 8. Nú málið er sent Løgmansskrivstovuni til hoyringar, fer løgmaður at mæla landsstýrismanninum í fíggjarmálum til, at veita mest møguligt innlit í sáttmálan millum landsstýrið og Copenhagen Infrastructure Partners (CIP)? 9. Hvør skal hava eftirlit við, um Fíggjarmálaráðið umsitir rætt sambært innlitslógini, um Løgmansskrivstovan veitir ráðgeving til Fíggjarmálaráðið, áðrenn málið er avgreitt? Svar: Til 1. Terminologiskt tekur Løgtingsumboðsmaðurin ikki avgerðir. Hann viðmerkir avgerðir, sum fyrisitingin tekur. Hetta ger hann aftaná at hava sæð øll skjøl málsins og fingið til vega neyðug ummæli frá røttu viðkomandi. Avgerðin er ikki Løgtingsumboðsmansins. Tað er landsstýrismaðurin, sum í seinasta enda tekur avgerðina og stendur løgtinginum politiskt og rættarliga til svars fyri, at alt er í lagi. Løgtingið velur tann best hugsaða yrkisliga skikkaða løgfrøðing í starvið sum løgtingsumboðsmann. Hann hevur ongar tvingandi heimildir mótvegis fyrisitingini. Hansara vald liggur m.a. í sannførandi løgfrøðiligum grundgevingum, sum fyrisitingin tekur til sín sum síni. Tað ber ikki til at seta eina reglu upp, sum sigur, at niðurstøður hjá Løgtingsumboðsmanninum altíð skulu fylgjast. Tað má vera grundgevingarnar, sum eru avgerandi fyri, um fyrisitingin rættar seg eftir niðurstøðuni. Landsfyrisitingin kom t.d. í sonevnda grannskoðaramálinum í ta óhepnu støðu, at ein løgtingsumboðsmansniðurstøða ikki vísti seg eftirfylgjandi at halda í ábyrgdarmáli í móti involveraðum landsstýrismonnum og aðalstjórum. Tí er altíð neyðugt hjá fyrisitingini at lesa niðurstøðurnar hjá Løgtingsumboðsmanninum gjølla og, um neyðugt, at fáa til vega ummæli í málinum, tí tað í seinasta enda er landsstýrismaðurin á viðkomandi øki, sum politiskt og rættarliga stendur tinginum til svars fyri avgerðini og ikki løgtingsumboðsmaðurin. Til 2 og 3. Ein sera týdningarmikil grundregla í allari fyrisiting er, at fyrisitingin altíð skal upplýsa mál so væl sum gjørligt, áðrenn...
Les meiraSvar uppá fyrispurning um dialysuviðgerð í Føroyum
Á tingfundinum í dag, skal Karsten Hansen svara Páll á Reynatúgvu uppá fyrispurning um dialysuviðgerð í Føroyum Svar upp á fyrispurning frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. S-21/2014: Viðvíkjandi dialysuviðgerð í Føroyum Fyrispurningurin var soljóðandi: 1. Hevur landsstýrismaðurin tikið stig til at skipa dialysuviðgerð á fleiri sjúkrahúsum í Føroyum, herundir keypt útgerð til Klaksvíkar Sjúkrahús? 2. Hvør hevur virkað sum fakliga tilmælandi myndugleiki í støðutakanini? 3. Eru persónlig sambond, sum ávirka støðutakanina hjá landsstýrismanninum? 4. Hvør hevur læknafakligu ábyrgdina av dialysuviðgerðini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi? 5. Hvør er kostnaðurin av íløguni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi? 6. Hvør kemur árligi rakstrarkostnaðurin av viðgerðini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi at verða? 7. Hvussu nógvir dialysusjúklingar eru í Føroyum? 8. Hvussu nógvir dialysusjúklingar skulu viðgerast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi? Svar: 1. Hevur landsstýrismaðurin tikið stig til at skipa dialysuviðgerð á fleiri sjúkra-húsum í Føroyum, herundir keypt útgerð til Klaksvíkar Sjúkrahús? Tað endaliga stigið til at skipa dialysuviðgerðina á Klaksvíkar sjúkrahúsi er ikki tikið, men Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar sjúkrahús viðgera í løtuni – eftir áheitan frá landsstýrismanninum – hvat krevst, fyri at seta á stovn eina sonevnda satelitteind á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Orsøkin til, at landsstýrismaðurin ynskir at taka hetta stigið, er at hjálpa teimum mongu dialysusjúklingunum í Norðurøkinum, sum tríggjar ferðir hvørja viku noyðast tann langa teinin inn á Landssjúkrahúsið. Bert koyritúrurin tekur umleið tveir tímar hvønn vegin hjá fleiri av hesum fólkunum. Útgerð er ikki keypt og verður ikki keypt, fyrr enn eitt ítøkiligt uppskot fyriliggur um, hvussu ein satelitteind kann skipast. 2. Hvør hevur virkað sum fakliga tilmælandi myndugleiki í støðutakanini? Málið er viðgjørt saman við Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar sjúkrahúsi, og tí serfrøði sum er á staðnum. Í hesum sambandi hava tað verið reist ymisk ivamál í sambandi við at skipa eina tílíka eind uttanfyri Landssjúkrahúsið. Samskifti er millum partarnar og fundur er avtalaður í komandi mánað millum leiðslur og avvarðandi læknar á Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar sjúkrahúsi um hetta mál. Landsstýrismaðurin vónar, at tað verður funnin ein virðilig og skilagóð loysn fyri okkara heilsuverk og ikki minst teimum sjúklingum sum hetta viðkemur. 3. Eru persónlig sambond, sum ávirka støðutakanina hjá landsstýrismanninum? Nei, tað eru ikki persónlig sambond sum ávirka støðutakanina. 4. Hvør hevur læknafakligu ábyrgdina av dialysuviðgerðini á Klaksvíkar sjúkrahúsi? Eins og greitt er frá, til fyrsta spurning, so er dialysuviðgerð ikki sett á stovn á Klaksvíkar sjúkrahúsi. 5. Hvør er kostnaðurin av íløguni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi? Tað fyriliggur ikki nakað ítøkiligt uppskot um, hvussu tilboðið kann skipast, og tí eru ongar íløgur gjørdar á Klaksvíkar sjúkrahúsi. 6. Hvør kemur árligi rakstrarkostnaðurin av viðgerðini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi at verða? Tað fyriliggur ikki nakað ítøkiligt uppskot um, hvussu tilboðið kann skipast, tí er rakstrarkostnaðurin ikki kendur. 7. Hvussu nógvir dialysusjúklingar eru í Føroyum? Í løtuni eru samanlagt 17 dialysusjúklingar í Føroyum. Talan er um 12 sjúklingar, sum eru í hemodialysu og 5, sum eru í posadialysu. 8. Hvussu nógvir dialysusjúklingar skulu viðgerast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi? Tað er ikki avgjørt. Í løtuni búgva t.d. 6 dialysusjúklingar í norðurøkinum (Norðoyggjar, Leirvík og Fuglafjørð). Talan eru um 5 sjúklingar, sum eru í hemodialysu og 1 sjúkling, sum er í posadialysu. Tórshavn, 21. november 2014 Karsten Hansen...
Les meiraSvar uppá fyrispurning um Elektron
Á tingfundinum í dag, skal Jørgen Niclasen svara Høgna Hoydal uppá fyrispurning um støðuna á Elektron, avreiðing av KT-virksemi úr Føroyum, føroysk loysn fyri Elektroniskari undirskrift Spurningarnir vóru soljóðandi 1. Hvør er fíggjarliga støðan hjá P/F Elektron, og hvørji eru útlitini fyri inntøkum, virksemi og arbeiðsplássum hjá fyritøkuni komandi árini? 2. Hvussu samsvara støðan og útlitini hjá P/F Elektron við tær upplýsingar og metingar, sum nevndin og leiðslan í fyritøkuni hava upplýst Løgtinginum, landsstýrinum og almenninginum, síðan byrjað varð at flyta alt KT-virksemið hjá peningastovnunum av landinum í 2004 – m.a. tá Løgtingið hevur viðgjørt røð av lógaruppskotum um at steðga flytingini og at taka virksemið heimaftur? 3. Hvussu nógv hevur tað kostað í krónum og oyrum hjá eigarunum av P/F Elektron (Landsstýrinum og peningstovnunum) at flyta alt virksemið av landinum? 4. Hvussu nógv hevur tað kostað og fer at kosta landskassanum at gera nýggjar/broyttar KT-loysnir, ið kunnu samskifta við tær útfluttu skipanirnar hjá peningastovnunum? 5. Hvussu nógvir peningur verður nýttur árliga í rakstrarútreiðslum og íløgum hjá føroysku peningastovnunum til at gjalda til ta fyritøkuna/fyritøkurnar, sum virksemið er flutt til uttanlands? 6. Hvussu trygga fyri føroyskar brúkarar metir landsstýrið, at útflutta skipanin við persónsupplýsingum hjá øllum føroyingum er – og hvat ger landsstýrið fyri at kunna standa til svars mótvegis føroyskum brúkarum um, at trygdin er í lagi? 7. Hvussu nógv arbeiðspláss eru mist í sambandi við KT-virksemið hjá P/F Elektron, síðani bankarnir byrjaðu at flyta virksemið av landinum? 8. Hevur P/F Elektron – ella annar føroyskur veitari – møguleika at gera eina skipan við elektroniskari undirskrift í Føroyum – og er nakað gjørt á hesum øki? 9. Hví boða peningastovnar frá, at ætlanin er at nýta ta donsku skipanina NEM-ID – og hvat hevur landsstýrið gjørt og ætlar at gera í hesum sambandi? 10. Hvat hevur landsstýrið gjørt sum politiskur myndugleiki og sum partaeigari í P/F Elektron til tess at tryggja føroyskar førleikar, trygd, arbeiðspláss og ávirkan á hesar grundleggjandi KT-tænastur og nýtsluna av persónsupplýsingum hjá øllum føroyingum? 11. Hvat hevur landsstýrið gjørt, síðani seinasta uppskotið hjá Tjóðveldi á Løgtingi um at fáa føroyskar skipanir at virka aftur varð felt – men har meirilutin í Rættarnevnd Løgtingsins í sínum áliti kravdi eina eftirmeting av, um tað var rætt at flyta skipanirnar av landinum? Viðmerkingar: Nú er komið alment fram, at P/F Elektron hevur stórar fíggjarligar trupulleikar, og aftur verða fólk uppsøgd. Ikki minni enn 5 ferðir síðani 2004 hevur meirilutin á Løgtingi felt uppskot frá Tjóðveldi um at steðga flytingini av KT-virkseminum hjá peningastovnunum og peningaviðurskiftunum hjá øllum føroyingum. Men nú áttu øll at sæð, hvørjar ovurstórar avleiðingar eru av, at peningastovnarnir sluppu at flyta sínar skipanir til eitt felag uttanlands – nevnt Skandinavisk Data Central (SDC). Allar tær ávaringar og metingar, ið hava verið førdar fram frá uppskotssetaranum tær mongu ferðirnar, ið uppskot hevur verið lagt fram um at steðga útflytingini, hava víst seg at verið rættar. Meðan uppáhaldini hjá peningastovnunum og tey lyfti og tær grundgevingar, ið teir hava ført fram alment og mótvegis Løgtinginum, hava als ikki hildið ella havt nakran haldgóðan botn: – Tænastan er versnað fyri føroyska brúkaran. – Gjøld eru hækkað – sum verða brúkt til at fíggja eina avoldaða og dýra skipan í Danmark, sum vit onga ávirkan hava á. – Arbeiðspláss og vitan verða flutt av landinum og mist. –...
Les meiraSpurningur um CIP-sáttmálan
Kristina Háfoss setur løgmanni ein §52 fyrispurning um framhaldandi manglandi innlit í CIP-sáttmálan og brot á innlitslóg Heldur løgmaður at landsins fyrisiting skal fylgja teimum avgerðum, ið Løgtingsins Umboðsmaður tekur? Heldur løgmaður tað vera rætt, at landsstýrisfólk senda avgerðir hjá Løgtingsins Umboðsmanni til hoyringar hjá øðrum aðalráðum, privatum feløgum og ráðgevum uttanfyri egna fyrisiting? Ætlar løgmaður at landsstýrisfólk framyvir skulu senda niðurstøður hjá Løgtingsins Umboðsmanni til hoyringar hjá øðrum aðalráðum og hjá uttanhýsis pørtum? Hevur miðfyrisitingin áður sent eina avgerð hjá Løgtingsins Umboðsmanni til hoyringar hjá pørtum uttanfyri miðfyrisitingina? Um ja, nær og í samband við hvat mál? Metir løgmaður, at Løgmansskrivstovan og Fíggjarmálaráðið hava fólk við neyðugum førleikum til at umsita sambært innlitslóg landsins? Um ja, hví avgreiða starvsfólk í Fíggjarmálaráðnum ikki sjálvi málið um innlit í sokallaða CIP-sáttmálan, og hví vísir Løgmansskrivstovan til útlendskan ráðgeva at ráðgeva um eitt innlitsmál? Um nei, fer løgmaður at tryggja, at starvsfólk við neyðugu førleikunum verða sett í starv, soleiðis at miðfyrisitingin kann avgreiða mál sambært innlitslógini? Hví hevur Løgmansskrivstovan mælt Fíggjarmálaráðnum til, at biðja Løgtingsins Umboðsmann siga aðalráðnum, hvat skal útstrikast í sokallaða CIP-sáttmálanum, tá hetta er uppgávan hjá Fíggjarmálaráðnum og als ikki hjá Løgtingsing Umboðsmanni? Metir løgmaður at innlit í mest møguligan mun eigur at verða latið í almennu fyrisitingina? Um ja, hví verður útlendskur professari biðin um, at koma við grundgevingum fyri, hvussu minst møguligt innlit kann latast í sokallað CIP-sáttmálan? Nú málið er sent Løgmansskrivstovuni til hoyringar, fer løgmaður at mæla landsstýrismanninum í fíggjarmálum til, at veita mest møguligt innlit í sáttmálan millum landsstýrið og Copenhagen Infrastructure Partners (CIP)? Hvør skal hava eftirlit við, um Fíggjarmálaráðið umsitir rætt sambært innlitslógini, um Løgmansskrivstovan veitir ráðgeving til Fíggjarmálaráðið, áðrenn málið er avgreitt? Viðmerkingar Málið um ætlanina hjá Landsstýrinum og samgonguni um, at gera avtalu við privata felagið Copenhagen Infrastructure Partners (CIP), um at gera ein privatan Skálafjarðatunnil, tykist at halda áfram. Hetta tí Landsstyrið velur at afturhalda týðandi upplýsingum fyri almenninginum um málið. Hesin spurningur verður settur sum uppfylging uppá málið um manglandi innlit í sokallað CIP-sáttmálan, og sum uppfylging uppá skrivligu §52a fyrispurningarnar, ið vórðu settir løgmanni í november 2013 (nr. 16/2013) og í februar 2014 (nr. 33/2013) um brot á lóg um innlit í fyrisitingina (innlitslógina) og noktandi innlit í sokallaða CIP-sáttmálan. Løgmaður varð tá spurdur, hvørt hann metti tað vera í lagi, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í fyrsta umfari noktaði innlit, og í øðrum umfari útstrikaði sera stóran part av sáttmálanum millum Landsstýrið og Copenhagen Infrastructure Partners (CIP), áðrenn innlit varð latið í sáttmálan. Úrslitið varð, at almenna innlitið í fyrsta umfari fullkomiliga varð noktað, og í øðrum umfari gav stórtsæð onki veruligt innlit. Hetta tyktist ikki verða í samsvari við innlitslógina, og varð løgmaður tí spurdur um málið. Løgmaður tók tá undir við avgerð landsstýrismansins um ikki at veita fult innlit í CIP-sáttmálan. Nú í 2014 hevur Løgtingins Umboðsmaður tikið støðu til kæru um manglandi innlit í sokallaða CIP-sáttmálan. Niðurstøðan er greið. Løgtingsins Umboðsmaður staðfestir m.a.: “Eftir mínari meting eru óneyðuga nógv brot strikað úr sáttmálanum. Hesi brot innihalda ikki upplýsingar, sum kunnu skaða fíggjarligu áhugamálini hjá landinum. Eg haldi ikki, at Fíggjarmálaráðið í hesum sambandi hevur gjørt nakra ítøkiliga meting av vandanum fyri, hvussu innlit kann skaða fíggjarligu áhugamálini hjá landinum … Eg dugi tí ikki at síggja, at framtíðar samráðingarstøðan hjá tí almenna...
Les meiraKynsligur ágangur
Spyrjari: Sirið Stenberg Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen Á tingfundi 12. november 2014 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi: 1. Er ætlanin at gera broytingar soleiðis, at fólk, sum eru dømd fyri kynsligan ágang, koma inn at sita beinanvegin? 2. Er ætlanin at broyta ella avtaka fyrningarfreistina? 3. Nær kann væntast, at samtykta barnaváttanin verður sett í verk? Viðmerkingar Fyri tveimum árum síðan bleiv uppskot um at fáa eina heildarætlan móti kynsligum ágangi lagt fyri Løgtingið (uppskot 54/2012). Uppskotið bleiv einmælt samtykt 1. mai 2013. Ætlanin við uppskotinum var at fáa styrkt arbeiðið viðvíkjandi kynsligum ágangi út frá øllum viðkomandi sjónarhornum. Frá fyribyring, viðgerð, hjálp til familju og avvarðandi, fyrningarfreist og viðvíkjandi avhoyring o.ø. Aðalmálið var, at heildarætlanin skuldi lýsa øll neyðug átøk at basa kynsligum ágangi. Tað veri seg í øllum relevantum aðalráðum og alt lívstíðraskeiðið. Átøk til batar eru tíbetur framd við til dømis barnahúsinum og skerpaðu fráboðanarskylduni, men enn er nakað eftir á mál. Serliga er hugstoytt at uppliva, at fólk sum eru dømd fyri kynsligan ágang í tíðarskeiðnum, meðan tey bíða eftir at koma inn at sita, hava gjørt seg inn á onnur børn. Vísandi til tíðindi í miðlunum fyri viku síðan. Hetta er bráðneyðugt at fáa fyribyrgt, so tað ikki endurtekur seg. Somuleiðis tykist tað undarligt, at krenkari og offur skulu fylgjast út úr rættarsalinum aftaná dómsúrskurð, og bíðitíð er at koma inn at sita. Tey, sum eru krenkað, uppliva hetta sum at vera krenkað umaftur. Kynslig brotsverk verða ofta framd í nærumhvørvinum. Tí eru nógv í tí støðu, at tey so at siga dagliga skulu síggja krenkaran í grannalagnum, hóast tað at viðkomandi er dømdur. Hetta ávirkar sjálvsagt tann rakta sera meint. Eisini er tað undrunarvert, at slík mál kunnu fyrnað í rættarligum høpi. Málini eru fyrnað, tá ið tann, sum hevur verið fyri órætti, ikki hevur gjørt vart við seg rættarliga, tá ið viðkomandi er 28 ár, og í heilt serligum føri 33 ár. Ofta er tað soleiðis, at tað tekur fólki nógv ár at standa fram og gera vart við seg og sína sorgarsøgu. Í nógvum førum eru fólk tá vaksin og hava fingið familju. Tá kann meira enn so hava gingið eitt størri áramál enn fyrningarfreistin gevur rúmd fyri. Eingin ivi skal vera um, at fyri tann rakta fyrnar slíkt mál ongantíð, men eru við til at mynda alt lívið. Tá ið fólk, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, at enda hava ment seg at siga sína søgu og ynskja málið roynt í rættinum, so fáa tey at vita at málið er ov gamalt. Ábyrgdin verður sostatt ongantíð plasera, og viðkomandi má liva við, at málið ongantíð fekk nakrar avleiðingar. Av tí at Løgtingið hevur samtykt at seta barnaváttanir í gildi, hevði verið áhugavert at fingið at vita, nær ætlanin er, at Løgtingsins vilji verður vístur í verki hesum viðvíkjandi. Á tingfundi 13. november 2014 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal...
Les meiraHøgni spyr um eftirlitisskyldu
Høgni vil á tingfundinum í morgin hava at vita frá løgmanni, hvussu eftirlitsskylda løgmans er útint mótvegis landsstýrismanninum í vinnumálum í málinum um játtan og nýtslu hjá Strandfaraskipum Landsins í 2013 Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann viðvíkjandi hvussu eftirlitsskylda løgmans er útint mótvegis landsstýrismanninum í vinnumálum í málinum um játtan og nýtslu hjá Strandfaraskipum Landsins í 2013 1. Hvussu hevur løgmaður útint sína eftirlitsskyldu mótvegis landsstýrismanninum í vinnumálum í málinum um játtan og nýtslu hjá Strandfaraskipum Landsins í 2013, sum løgmanni er álagt í Stýrisskipanarlógini § 33, stk. 3: “Løgmaður hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt.”? 2. Hvørji stig tók løgmaður, tá ið serliga frágreiðingin hjá Løgtingsgrannskoðarunum varð latin úr hondum 1. mai 2014, ið hevði hvassligar átalur av landsstýrismanninum? 3. Hvørji stig tók løgmaður, tá ið kæra varð send Landsstýrismálanevndini um sama mál? 4. Hvørji upprit, kanningar ella frágreiðingar hevur løgmaður biðið síni embætisfólk og løgfrøðisligu ráðgevar um í hesum máli til tess at røkja eftirlitsskyldu løgmans sambært – og hvørjar metingar og hvørji tilmæli komu tey til? 5. Heldur løgmaður, at hansara eftirlitsskylda sambært Stýrisskipanarlógini ikki skal útinnast sjálvstøðugt, um Løgtingið og tess eftirlitsstovnar kanna og viðgera eitt mál? Á Løgtingi, 5. november 2014 Høgni...
Les meiraMunnligur fyrispuringur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann viðvíkjandi at taka burtur útstrikingar og geva meira innlit í CIP sáttmálan
1. Fer landsstýrismaðurin at viðgera innlitið í CIP-sáttmálan av nýggjum? 2. Kann væntast, at viðmerkingarnar frá Løgtingsins Umboðsmanni um at taka burtur óneyðugar útstrikingar verða tiknar til eftirtektar? 3. Nær væntast málið vera avgreitt? Viðmerkingar Fíggjarmálaráðið valdi at strika út størsta partin av CIP-sáttmálanum, áðrenn innlit varð latið í henda. Hetta undraði mong. Málið varð eisini kært til Løgtingsins Umboðsmann, ið nú er komin við síni niðurstøðu. Í niðurstøðuni staðfestir Løgtingsins Umboðsmaður m.a.: “Eftir mínari meting eru óneyðuga nógv brot strikað úr sáttmálanum. Hesi brot innihalda ikki upplýsingar, sum kunnu skaða fíggjarligu áhugamálini hjá landinum. Eg haldi ikki, at Fíggjar-málaráðið í hesum sambandi hevur gjørt nakra ítøkiliga meting av vandanum fyri, hvussu innlit kann skaða fíggjarligu áhugamálini hjá landinum. Fíggjarmálaráðið sigur harafturat í frágreiðingini til mín, at viðurskiftini framvegis ítøkiliga eru mett at vera týðandi fyri framtíðar samráðingarstøðuna hjá tí almenna og tess møgu¬leikum frameftir at bera seg at sum ein javnborin og trúverdigur samráðingarpartur. Til hetta er at siga, at avtalan um gerð av einum undirsjóvartunli er ein so serstøk avtala, at hon ikki kann sigast at fella inn undir tað vanliga virksemið hjá landinum. Eg dugi tí ikki at síggja, at framtíðar samráðingarstøðan hjá tí almenna á nakran hátt er í vanda av hesari orsøk. Eg fari at heita á Fíggjarmálaráðið um at taka hetta málið upp til nýggja viðgerð og lata meg frætta, hvat víðari hendir í málinum.” Fyri at fáa lýst, hvørt landsstýrismaðurin fer at fylgja niðurstøðuni frá Løgtingsins Umboðs-manni, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum. Á Løgtingi, 5. november 2014 Kristina...
Les meiraMunnligur fyrispuringur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann viðvíkjandi óvissu vegna avtøku av Landsbankanum og frágreiðing frá Landsgrannskoðan
1. Í frágreiðing frá Landsgrannskoðanini til løgtingsgrannskoðararnar um frávik millum játtan og nýtslu verður staðfest, at ein orsøk til, at landið hevði 38 mió. kr. í minni rentuinntøkum og meira rentuútreiðslum enn væntað í 2013, er “óvissa vegna avtøku av Landsbankanum” – kann landsstýrismaðurin greiða nærri frá hesi óvissu? 2. Hvussu stórur partur av teimum 38 mió. kr. skyldast “óvissu vegna avtøku av Landsbankanum”? Viðmerkingar Í september 2014 gav Landsgrannskoðanin løgtingsgrannskoðarunum eina frágreiðing um frávik millum játtan og nýtslu í fíggjarárinum 2013. Millum stóru frávikini eru tey, ið eru at finna undir “Rentur at gjalda” og “Rentuinntøkur av innistandandi”. Víst verður til, at landið fekk meirútreiðslu á 15 mió. kr. eitt nú vegna “óvissuna vegna avtøkuna av Landsbankanum. Víst verður eisini til, at landið eisini fekk 23 mió. kr. minni í rentuinntøkum, enn væntað, eitt nú vegna “óvissuna vegna avtøkuna av Landsbankanum”. Samanlangt er talan um ein miss á 38 mió. kr. fyri landið í mun til ætlan og í mun til fíggjarlógina fyri 2013. Sum kunnugt valdi samgongan at avtaka Landsbanka Føroya 1. apríl 2013. Nú verður staðfest í frágreiðing frá Landsgrannskoðanini, at landið hevur havt 38 mió. kr. í meir¬útreiðslum til rentur og minni rentuinntøkum eitt nú vegna óvissu í sambandi við, at Landsbanki Føroya varð avtikin. Fyri at fáa lýst málið nærri verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum. Á Løgtingi, 5. november 2014 Kristina...
Les meiraMunnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum viðvíkjandi kynsligum ágangi
Nær kann væntast, at heildarætlanin móti kynsligum ágangi verður liðug? Viðmerkingar Fyri tveimum árum síðan bleiv uppskot um at fáa eina heildarætlan móti kynsligum ágangi lagt fyri Løgtingið (uppskot 54/2012) Uppskotið bleiv einmælt samtykt 1. mai 2013. Ætlanin við upp-skotinum var at fáa styrkt arbeiðið viðvíkjandi kynsligum ágangi út frá øllum viðkomandi sjónarhornum. Frá fyribyrging, viðgerð, hjálp til familju og avvarðandi, fyrningarfreist og viðvíkjandi avhoyring o.ø. Aðalmálið var, at heildarætlanin skuldi lýsa øll neyðug átøk at basa kynsligum ágangi. Tað veri seg í øllum relevantum aðalráðum og alt lívstíðraskeiðið. Átøk til batar eru tíbetur framd við til dømis barnahúsinum og skerpaðu fráboðanarskylduni, men enn er nakað eftir á mál. Á Løgtingi, 5. november 2014 Sirið...
Les meiraMunnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum viðvíkjandi endurmenning
Hvørji vera markamótini í mun til, hvørjir borgarar skulu hava í boði endurmenning frá heilsuverkinum, almannaverkinum ella kommununum? Viðmerkingar Breið semja tykist vera um, at tað er neyðugt at raðfesta endurmenningina, og at nøktandi endur-menning kann geva nógv – bæði fyri tann einstaka og samfelagið alt. Hinvegin tykist ógreitt, hvussu endurmenningin skal skipast, hvør ger hvat, og hvørjir borgarar skulu hava hvat í boði. Víst hevur verið á, at økisterspiin skal út til kommunurnar í sambandi við, at eldrarøktin verður løgd til kommunurnar at umsita frá 1. januar 2015. Somuleiðis hevur landsstýrismmaðurin í heilsumálum boðað frá, at lóg um endurmenning verður løgd fyri tingið hvørja løtu, og rætturin til endurmenning í heilsuverkinum verður staðfestur í lógini. Trivnaðarnevndin er eisini kunnað um, at Almannaverkið er í gongd við at byggja endurmenningar¬miðstøð í Havn soleiðis, at Almannaverkið eisini hevur endurmenningartilboð. Henda bygging kemur at vera knýtt saman við nýggju hjálpartólamiðstøðini á Hálsi. Spurningurin er tí at fáa staðfest greiðar linjur fyri, hvørjir borgarir skulu hava endurmenningar-tilboð frá hvørjum nú endurmenningartilboð vera deild út á tríggjar myndugleikar. Um markamótini ikki eru greið frá byrjan, er vandi fyri, at borgarar detta niðurmillum ymisku myndugleikarnar. Spurningurin er eisini, um tað er skilagott soleiðis at petta endurmenningina sundur. Á Løgtingi, 5. november 20 Sirið...
Les meira