Fyrispurningar á tingi
Munnligur fyrispurning til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann viðvíkjandi garnaskipinum Anitu
1. Hví ger løgmaður ikki fyrr enn seint í oktober av at taka veiðiloyvi fyribils frá Anitu, tá Vørn longu í apríl staðfesti grov brot og heitti á løgmann um at taka veiðiloyvi frá skipinum? 2. Hvat merkir tað, at “løgmaður ikki hevur generella heimild” at seta eina miðsavnandi kanning í verk av øllum málinum? 3. Kann løgmaður ikki biðja ymsu stovnar og myndugleikar, ið hava ábyrgd av ymsu pørtunum í málinum, um at koma við frágreiðing á sínum øki, sum løgmaður so kann savna í eina felags frágreiðing ? 4. Nær gjørdist Fiskimálaráðið ógegnugt, og nær fekk løgmaður málið? Viðmerkingar Í einum skrivi, ið undirbyggir tilmæli um at taka fiskiloyvi frá Anitu, sigur Vørn, at út frá eini heildarmeting metir Vørn, at staðfestu brotini eru so grov og álvarslig, at einki annað dømi er at samanbera við, í tí tíð fiskiveiðieftirlit hevur verið framt í Føroyum. Serliga er tað stóra garnatalið, hugsað verður um. Hetta brotið metir Vørn vera nóg stórt at taka fiskiloyvi endaligt frá skipinum. Harumframt er skipið umbygt at hava 25 mans – í mun til 14 áðrenn – eisini eitt greitt tekin um, at nógv manning er riggað til at arbeiða meir fisk enn tey 1400 gørnini, sum skipið hevur loyvi til, tí 14 dekkarar høvdu ikki megnað at arbeitt undan 4.649 gørnum. Vørn brúkar orðini “talan er um skipaða ránsveiðu.” Eg setti herfyri løgmanni nakrar grein 52a spurningar um hetta mál og spurdi m.a, um løgmaður hevði viljað sett eina kanning í verk, so at almenningurin og Løgtingið fær eina heildarmynd og fullfíggjaða frágreiðing um, hvat er hent í málinum viðvíkjandi Anitu. Í svarinum listar løgmaður upp ymisk mál, ið hava verið frammi viðv. Anitu: Um trygd á sjónum, um útblaking og ólógligt tal av gørnum, um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, um leiðslu¬viðurskifti umborð, um formuurættarlig og um “ullint” skattlig viðurskifti hjá reiðarínum (sum løgmaður sjálvur orðar tað) og um sosiala dumping. Í sínari uppramsan viðgongur løgmaður greitt, at tað eru rættiliga nógv økir, sum kanska ikki eru í lagi. Hvørki hjá reiðarínum, við skipinum sjálvum og við tess fiskiskapi. Og innan hvørt øki, verður víst til tann myndugleika, ið varðar av. Við øðrum orðum – hann staðfestir greitt, at har eru fleiri sera ivasom og illgrunasom viðurskifti, men í sama andadrátti blakar hann ábyrgdina burtur frá sær aftur og sigur, at hesi ella hasi hava ábyrgdina. Og svarar so til síðst: “Løgmaður hevur ikki nakra generella heimild at seta í verk eina miðsavnaða kanning av øllum hesum viðurskiftum. Skal eftirlit gerast við myndugleikunum í málinum, má hetta gerast av vanliga yvirskipaða myndugleikanum sbr. lóggávuni.” Tað er toført at ímynda sær, um løgmaður, sum er ovasta leiðsla landsins og hevur endaligu ábyrgd, ikki kann umbiðja ella krevja eina kanning. Á Løgtingi, 5. november 2014 Gunvør...
Les meiraMunnligur fyrispurningur til Bjørn Kalsø, landstýrismann í mentamálum viðvíkjandi miðnámsskúlaøkinum
1. Hvønn leiðslubygnað ætlar landsstýrismaðurin skal vera í nýggja Marknagilsdeplinum? 2. Ætlar landsstýrismaðurin at biðja um eitt álit frá umboðum frá tekniska skúla og miðnámsskúlunum í Klaksvík og Kambsdali um framtíðar miðnámsskúlaøkið í norður-eysturøkinum? 3. Um sp. 2 er svaraður noktandi, hevur landsstýrismaðurin so nakrar ætlanir um at skipa ein miðnámsskúladepil við einari leiðslu til norðurøkið í landinum? 4. Hvørja ætlan hevur landsstýrismaðurin við, hvussu deildin hjá Føroya Handilsskúla á Kambsdali skal skipast bygnaðarliga? 5. Ætlar landsstýrismaðurin at orða eina lóg um skúladeplar, sum skal leggja upp fyri framtíðar bygnaði og staðseting av miðnámsskúladeplum kring landið? Viðmerkingar Í summar fekk landsstýrismaðurin eitt rúgvusmikið álit um bygnaðin á Marknagilsdeplinum. Í álitinum eru tvey tilmæli viðv. leiðslubygnaði. Annað mælir til at seta eitt stýri ímillum lands¬stýrismannin og depilsstjóran, og hitt mælir til at seta eina ráðgevandi nevnd til depilsstjóran, sum vísir beinleiðis til landsstýrismannin. Áhugavert at vita, hvat av hesum tilmælum lands¬stýrismaðurin ætlar at velja. Marknagilsdepilin er nú í einari skipaðari og skilagóðari tilgongd, bæði hvat viðvíkur bygging og framtíðar bygnaði. Tilgongdin innan miðnámsskúlan í Havn stendur í alt størri andsøgn til manglandi ætlanirnar innan miðnámsskúlaøkið í norður-eysturøkinum, har tað eru 4 ymsir miðnámsskúlar, ymiskt staðsettir, við hvør sínari leiðslu og bygnaði. Um- og nýbyggingar eru og fara fram á Tekniska skúla í Klaksvík og á miðnámsskúlanum og handilsskúlanum á Kambsdali. Hesar eru neyðugar fyri at fáa nýggju miðnámsskúlaskipanina at rigga. Á Kambsdali liggja skúlarnir hurð um hurð, tað eru tveir skúlar, tveir ymsir bygnaðir, men nú er komin ein felags miðnámsskúlalóg og spurningurin er tí um man eisini framhald¬andi skal halda fast við tveir bygnaðir? Hóast lagt er upp til okkurt slag av samanlegging, er enn eingin politisk útmelding komin um, hvussu hesir skúlar skulu virka í framtíðini, og tað ger arbeiðið hjá skúlaleiðslunum heldur ørkymlandi. Við Marknagilsdeplinum er eingin ivi um, at tað verður kapping millum skúlarnar um næmingarnar. Teir fara til Havnar, um skúlatilboðið har norðuri ikki er nóg spennandi og hevur nóg nógv at bjóða. Skulu skúlarnir á Kambsdali og í Klaksvík framhaldandi vera 4 ymsar eindir við hvør sínari leiðslu, ella ætlar man at skipa ein depil, sum samansjóðaður hevði fingið møguleika at kappast við risa- miðnámsskúlan, sum Marknagilsdepilin verður í Havn. Landsstýrismaðurin skyldar norðurøkinum at koma við einari útmelding um, hvussu miðnáms¬skúlaøkið skal skipast í framtíðini. Á Løgtingi, 5. november 2014 Gunvør...
Les meiraHøgni spyr um bíðilistar og nýtslu av MR-skannaranum
Munnligur fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum Viðvíkjandi bíðilistum og nýtslu av MR-skannaranum á Landssjúkrahúsinum 1. Hvussu long er miðal bíðitíðin hjá tilvístum fólki at sleppa til MR-skannaran á Landssjúkrahúsinum? 2. Hvussu nógvar dagar og tímar verður MR-skannarin nýttur um vikuna? 3. Hvør er orsøkin, um MR-skannarin ikki verður fult gagnnýttur og bíðitíðirnar minkaðar? 4. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at stytta bíðitíðirnar – og hvat krevst til tess, at skannarin verður fult gagnnýttur? Á Løgtingi, 5. november 2014 Høgni...
Les meiraMunnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann viðvíkjandi samráðingum við kommunurnar um fígging av eldraøkinum
1. Hvør er støðan viðvíkjandi samráðingunum við kommunurnar um fígging av eldraøkinum? 2. Er tað rætt, at enn eru nógv markamót, tá umræður tænastur, ið kommunurnar skulu yvirtaka, ið ikki eru nágreinað? Um so er, hvussu skal játtan latast, um greitt ikki er, hvørjar uppgávurnar verða? 3. Er minkingin í kommunu- og landsskattainntøkum, av at lógartvungna 15% pensjóns¬gjaldið komandi árini verður tikið av lønarinntøkuni hjá nógvum føroyingum, og kommunu- og landsskatturin tí minkar samsvarandi, við í samlaðu útrokningini av fíggjarligu avleiðingunum av fíggingarleistinum hjá Fíggjarmálaráðnum? 4. Eru tær framtíðarpensjónsskattainntøkur, ið landið tók frá kommunum 1. januar 2012 (oman fyri 100 mió. kr. árliga), taldar við sum nýggj fígging av eldraøkinum til kommunurnar í fíggingarleistinum hjá Fíggjarmálaráðnum? Viðmerkingar Hóast 1. januar nærkast skjótt, og samgongan ætlar at leggja alt eldraøkið út til kommunurnar 1. januar, so er enn ikki greitt, hvør fígging flytur við frá landi til kommunur í hesum sam¬bandi. Fíggjarmálaráðið hevur lagt fíggingarleist fyri kommunurnar, men enn eru sera stórar óvissur í hesum sambandi. Millum hesar eru, at sum skilst eru partarnir enn ikki lidnir at nágreina markamót, tá umræður tænasturnar, og harvið er enn ikki greitt, júst hvørjar tænastur kommunurnar skulu yvirtaka. Eisini er landsstýrismaðurin fleiri ferðir spurdur um, hvørt minkingin í kommunu- og lands¬skatti, av at landið hevur álagt 15% lógartvungið pensjónsinngjald komandi árini, er við í útrokningini og fíggingarleistinum hjá Fíggjarmálaráðnum. Enn er einki svar komið. Hetta er viðkomandi, tí umleið 4500 føroyingar hava onga pensjónsuppsparing í dag. Hesir koma at missa 15% av løn síni komandi árini, ið skal rindast til pensjón. Hetta merkir aftur, at kommunu- og landsskatturin fer at minka, tí hesi 15% av lønini verða minni at skatta hjá hesum borgarum. Hartil koma eisini fleiri túsund borgarar, ið ikki hava 15% pensjónsgjald í dag, og tí mugu taka eina lógartvungna hækking í pensjónsgjaldinum av lønini hjá sær. Eisini hetta ávirkar framtíðar kommunu- og landsskattainntøkurnar. Hartil er jú staðfest, at tá samgongan 1. januar 2012 valdi at taka 100% av framtíðar pensjónsskatti til landið, mistu kommunurnar oman fyri 100 mió. kr. árliga í framtíðar pensjónsskattainntøkum. Áðrenn broytingina áttu kommunurnar 40-50% av øllum pensjónsskattainntøkum. Eftir broytingina valdi landið at taka 100% av forskattaðu pensjónunum. Inntøkurnar av hesum eru um 250 mió. kr. til landið nú. Av hesum áttu kommunurnar 100-125 mió. kr. árliga í framtíðini, um samgongan ikki broytti lógina. Landsstýrið tók hesar inntøkur frá kommununum 1. januar 2012 og letur nú sum um, at hetta er “nýggj fígging” til kommunurnar at reka eldraøkið fyri. Hetta er ómetaliga misvísandi. Fyri at fáa lýst málið, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Á Løgtingi, 5. november 2014 Kristina...
Les meiraMunnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann viðvíkjandi at steðga partabrævaoptiónum sum løn í føroyskum bankum
1. Hvat fer landsstýrismaðurin at gera fyri við lóg at forða fyri, at partabrævaoptiónir kunnu gerast partar av løn í føroyskum bankum? 2. Nær fer landsstýrismaðurin at taka ítøkilig stig? Viðmerkingar Í undanfarna mánaði svaraði landsstýrismaðurin munnligum fyrispurningi um partabræva¬optiónum sum løn til leiðslur í føroyskum bankum. Landsstýrismaðurin segði, at hann ikki tók undir við hesum, men vildi ikki siga, um hann fór at taka ítøkilig stig, fyri at steðga hesum máta at løna stjórum í føroyskum bankum. Sum kunnugt er ein av stóru bankunum í Føroyum farin undir at nýta partabrævaoptiónir sum part av løn hjá ovastu leiðsluni. Hetta vóru óvæntað tíðindi. Tí júst hesin mátin at løna banka¬stjórum áðrenn fíggjarkreppuna í 2008 varð av fleiri mettur at vera ein av fleiri orsøkum til, at fíggjarkreppan gjørdist so ógvislig. Hetta tí partabrævaoptiónir til bankaleiðslur verða mettar at økja sannlíkindini fyri, at bankar átaka sær størri váða, og økja sannlíkindini fyri, at stýringin verður meira stuttskygd og rættað móti at økja virðið á partabrøvunum til ávíst tíðspunkt (tá partabrævaoptiónirnar kunnu innloysast), heldur enn at virka og hugsa langskygt. Bankastjórar eru hartil frammanundan sera vælløntir við fastari løn. Hetta ger tað enn meira óneyðugt, at farið nú verður undir eisini at løna við partabrævaoptiónum. Tað er týðandi, at vit læra av fortíðini, og taka stig, ið fyribyrja, at søgan endurtekur seg, tá umræður fíggjarkreppur. Fyri at fáa staðfest, um landsstýrismaðurin ætlar at gera nakað ítøkiligt við málið, ella bara fer at lata standa til, verða hesir spurningar settir. Á Løgtingi, 5. november 2014 Kristina...
Les meiraDialysuviðgerð í Føroyum
Leinkja til orðaskiftið Spyrjari: Páll á Reynatúgvu Svarari: Karsten Hansen À tingfundi 4. november 2014 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi: 1. Hevur landsstýrismaðurin tikið stig til at skipa dialysuviðgerð á fleiri sjúkrahúsum í Føroyum, herundir keypt útgerð til Klaksvíkar Sjúkrahús? 2. Hvør hevur virkað sum fakliga tilmælandi myndugleiki í støðutakanini? 3. Eru persónlig sambond, sum ávirka støðutakanina hjá landsstýrismanninum? 4. Hvør hevur læknafakligu ábyrgdina av dialysuviðgerðini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi? 5. Hvør er kostnaðurin av íløguni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi? 6. Hvør kemur árligi rakstrarkostnaðurin av viðgerðini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi at verða? 7. Hvussu nógvir dialysusjúklingar eru í Føroyum? 8. Hvussu nógvir dialysusjúklingar skulu viðgerast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi? Viðmerkingar: Føroyingar hava seinnu árini havt í boði dialysuviðgerð á Landssjúkrahúsinum. Áðrenn tað var heilsutiboðið skipað á Ríkissjúkrahúsinum í Danmark, har sjúklingarnir máttu búseta seg. Hesi árini, sum dialysutoymið hevur virkað, hava tey ment ein fakligan førleika, sum ikki stendur aftan fyri líknandi toymir aðrastaðni. Heldur tvørturímóti. Fakliga dygdin er í hásæti, hóast sjúklingagrundarlagið kanska er í minna lagi til eina deild sum hesa í Føroyum. Nú skilst, at landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, uttan læknafakligt tilmæli, skal skipa eitt líknandi toymi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttan at dialysutoymið á Landssjúkrahúsinum er kunnað um avgerðina. Hettar er margháttlig framferð av einum landsstýrismanni. Undirritaði ber stóran ótta fyri, at landsstýrismaðurin við síni ætlan skaðar væl virkandi dialysuviðgerðina í Føroyum, og í minsta lagi terir burtur av fakliga førleikanum við at skipa dupultfunktiónir á økinum. Tað er væl skilligt, at dialysusjúklingar vilja hava so lítla ferðing millum heim og sjúkrahús sum gjørligt, men við væl útbygda ferðslukervinum er lítið, sum talar fyri at skipa dialysutilboð nummar 2 í Føroyum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, serliga nú Eysturoyartunnilin verður veruleiki um fá ár. Um vit einans hyggja eftir sjúklingatilboðnum og ikki hyggja eftir, hvussu vit frægast gagnnýta peningin og fakliga førleikan, so eru økir í landinum, sum hava munandi verri samferðlumøguleikar. Á tingfundi 5. november 2014 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast. Svar: Á tingfundi 5. desember 2014 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis: Svar: 1. Hevur landsstýrismaðurin tikið stig til at skipa dialysuviðgerð á fleiri sjúkra-húsum í Føroyum, herundir keypt útgerð til Klaksvíkar Sjúkrahús? Tað endaliga stigið til at skipa dialysuviðgerðina á Klaksvíkar sjúkrahúsi er ikki tikið, men Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar sjúkrahús viðgera í løtuni – eftir áheitan frá landsstýrismanninum – hvat krevst, fyri at seta á stovn eina sonevnda satelitteind á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Orsøkin til, at landsstýrismaðurin ynskir at taka hetta stigið, er at hjálpa teimum mongu dialysusjúklingunum í Norðurøkinum, sum tríggjar ferðir hvørja viku noyðast tann langa teinin inn á Landssjúkrahúsið. Bert koyritúrurin tekur umleið tveir tímar hvønn vegin hjá fleiri av hesum fólkunum. Útgerð er ikki keypt og verður ikki keypt, fyrr enn eitt ítøkiligt uppskot fyriliggur um, hvussu ein satelitteind kann skipast. 2. Hvør hevur virkað sum fakliga tilmælandi myndugleiki í støðutakanini? Málið er viðgjørt saman við Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar sjúkrahúsi, og tí serfrøði sum er á staðnum. Í hesum sambandi hava tað verið reist ymisk ivamál í sambandi við at skipa eina tílíka eind uttanfyri Landssjúkrahúsið. Samskifti er millum partarnar og fundur er avtalaður í komandi mánað millum leiðslur og avvarðandi læknar á Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar sjúkrahúsi um hetta mál. Landsstýrismaðurin vónar, at tað verður funnin ein virðilig og skilagóð loysn fyri...
Les meiraÆtlanin um bústaðir til sálarsjúk við Íslandsvegin
Leinkja til orðaskiftið Spyrjari: Sirið Stenberg Svarari: Annika Olsen Á tingfundi 22. oktober 2014 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi: 1. Kann landsstýriskvinnan greiða Løgtinginum frá, hví ætlanin hjá Bústøðum og Almannaverkinum um at útvega bústað til ung við sálarsjúku ikki bleiv til nakað? 2. Er tað rætt, at gannaundirskriftir hava broytt ætlanina? 3. Hevur Almannaverkið lovað fólki íbúðirnar á Íslandsvegnum, áðrenn avtalan var komin upp á pláss? 4. Er ætlanin, at Almannamálaráðið flytur ábyrgdina av at byggja stovnar til fólk við serligum avbjóðingum til Bústaðir? 5. Hvør er nú ætlanin við at útvega bústað til fólk við sálarsjúku? Viðmerkingar Tað vóru skakandi tíðindi í miðlunum í gjár, tá ið tað kom fram í ljósmála, at ætlanin at útvega ungum fólkum við sálarsjúku bústað á Íslandsvegnum er farin fyri bakka. Í áravís hevur tað verið ein trupulleiki at útvega hesum menniskjum ein bústað. Tí var gleðin stór, tá ið Bústaðir fekk møguleika at fara inn í hetta arbeiðið og harvið vera viðvirkandi til at fremja bústaðarpolitikk landsins í verki. Vit ynskja eitt inkluderandi samfelag. Eitt samfelag, sum rúmar øllum borgarum, og sum eisini kann bjóða øllum fólkum virðiligar og mennandi umstøður. Henda hugsan má síggjast aftur í veruligum átøkum. Annars eru hugtøkini tómir flosklar, sum geva fólki falskar væntanir um eitt Føroyar fyri øll. Kunning, kring málið um íbúðirnar á Íslandsvegnum, til almenningin og til Løgtingið er í verandi støðu sera avmarkað. Tì er neyðugt at fáa greiðu á, hvat hetta mál snýr seg um. Er tað veruliga so, at tað eru undirskriftirnar hjá grannunum, sum hava gjørt, at ætlanin fall fyri bakka, ella hvat er orsøkin? Tað hevur eisini verið víst á, at onkur av fólkunum, sum skuldi fáa bústað á Íslandsvegnum, høvdu fingið at vita, at tey skuldu fáa bústað á Íslandsvegnum, og vóru farin at fyrireika seg at flyta inn. Hesi menniskju eru nú sjálvsagt sera vónbrotin, og kenna seg sviknan – enn einaferð. Spurningurin er eisini, hvønn leiklut Bústaðir skal hava. Er ætlanin, at teir skulu átaka sær stovnsbygging, ella hvussu? Søgan hevur víst okkum ræðuligu avleiðingarnar av manglandi vitan og stigmatisering av sálarsjúkum. Hesi fólk hava verið útihýst og goymd burtur. Í áratíggjur hevur verið arbeitt móti at niðurbróta henda hugburð og geva rúmd í samfelagnum fyri øllum. Spurningurin er, hvussu langt vit eru komin á leiðini. Tað almenna má ganga á odda og vera vegvísari fyri, hvussu vit í føroyska samfelagnum vísa í verki, at vit eru eitt samfelag, har tað er pláss fyri øllum. Tí er umráðandi at fáa greiðu á, um tað eru undirskriftir hjá grannum, sum hava gjørt, at ætlanin á Íslandsvegnum datt niðurfyri. Tì er spurningurin eisini um Almannaverkið/Almannamálaráðið og Bústaðir hava latið grannahoyringina vera avgerandi fyri avgerðina um at sleppa ætlanini á Íslandsvegnum. Somuleiðis er umráðnadi at fáa greiðu á, hvør ætlanin nú er at útvega teimum, sum eftir ætlan skuldu búgva á Íslandsvegnum, bústað. Á tingfundi 23. oktober 2014 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast Svar: Á tingfundi 19. november 2014 svaraði Annika Olsen, landsstýriskvinna, fyrispurninginum soleiðis: Svar til spurning 1 Eins og umrøtt í fjølmiðlunum seinastu viku í oktober, kallaði eg partarnar á fund at hoyra teirra sjónarmið í málinum. Niðurstøðan frá tí fundinum var m.a., at málið bygdi á misskiljingar og var semja um at arbeiða víðari við ætlanini at veita...
Les meiraMunnligur fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann viðvíkjandi kynsligum ágangi
1. Er ætlanin at gera broytingar soleiðis, at fólk, sum eru dømd fyri kynsligan ágang koma inn at sita beinanvegin? 2. Er ætlanin at broyta, ella avtaka fyrningarfreistina? Viðmerkingar Serliga er hugstoytt at uppliva, at fólk, sum eru dømd fyri kynsligan ágang í tíðarskeiðnum, meðan tey bíða eftir at koma inn at sita, hava gjørt seg inn á onnur børn. Víst verður í hesum sambandi til tíðindi í miðlunum fyri viku síðan. Hetta er bráðneyðugt at fáa fyribyrgt, so tað ikki endurtekur seg. Somuleiðis tykist tað undarligt, at krenkari og offur skulu fylgjast út úr rættarsalinum aftná dómsúrskurð, og bíðitíð er at koma inn at sita. Tey, sum eru krenkað, uppliva hetta sum at vera krenkað umaftur. Hvar gongur markið fyri, nær man skal inn at stga beinanvegin, og nær man kann bíða í mánaðir? Eisini er tað undrunarvert, at slík mál kunnu fyrna í rættaligum høpi. Á Løgtingi, 5. november 2014 Sirið...
Les meiraHvalastøðin við Áir
Leinkja til orðaskiftið Spyrjari: Gunvør Balle Svarari: Bjørn Kalsø Á tingfundi 30. september 2014 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi: Ætlar landsstýrismaðurin at fylgja tilmælinum um at skipa hvalastøðina við Áir og økið sunnanfyri sum ein depil, ið fevnir um savnsvirksemi, frítíðarvirksemi og vinnuvirksemi? Eru nakrar ætlanir um at skipa eitt sjóvinnusavn í hesum sambandi ella aðra staðni í landinum? Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at føroyski báturin og handverkið at smíða føroyskar bátar verður varðveitt? Viðmerkingar: Eitt álit varð handað Mentamálaráðnum í oktober 2013 um at gera Hvalastøðina við Áir – ein av teimum heilt fáu, ið eru eftir í heiminum – til livandi savn og spennandi upplivingardepil. Hvalastøðin umboðar ein týdningarmiklan part av føroyskari ídnaðarsøgu í 20. øld og er hin einasta, ið er varðveitt á norðaru jarðarhálvu. Í álitinum vóru m.o hesi tilmæli: • at farið verður undir varðveiting av Hvalastøðini við Áir við tí endamáli, at hvalastøðin verður skipað sum savn. • at økið við Áir verður skipað sum ein depil fyri ferðavinnu og mentanarsøguligum upplivingum við serligum atliti at sjóvinnu. • at virksemið verður skipað í samstarvi millum land, kommunu og privata vinnu. Víðari verður sagt í álitinum, at høvuðsatdráttirnir í upplivingardeplinum er hvalastøðin, ið verður gjørd til antikvariskt aktiv og livandi savnsvirksemi við atliti at føroyskari sjóvinnu í modernaðari tíð, t.e. eftir 1856. Harumframt verður skipað mentanarsøguligt savn fyri Sunda kommunu. Hentleikar so sum ráðstevnuhøli, gistingarmøguleikar, matstovuvirksemi, havnahentleikar hjá frítíðarsiglarum, campingpláss, útleigan av smábátum og smáttum eiga at verða knýttir at deplinum. Eingin ivi er um, at stórir menningarmøguleikar liggja í Hvalastøðini við Áir og teimum møguleikum fyri livandi savni, sum álitið vísir á. Møguleikar fyri føroyingar eins væl og fyri ferðafólk at kunna seg um okkara søgu í einum livandi savni og upplivingardepli. Tilboðini røkka frá savnsupplivingum til frítíðarupplivingar, sum styðja upp undir hvørt annað, av tí at alt so ella so er tengt at sjónum. Hugsað verður um skúlaflokkar, ferðafólk og serliga fólk, ið eiga bát ella hava áhuga fyri sjóítrótti, handilsfólk, ið síggja møguleikar í hesum, familjur við børnum, ið hava hug at leiga seg inn eitt vikuskifti, onnur áhugað, eitt nú pensjónistar, ið sjálvboðin hava hug at hjálpa til í varðveitingararbeiðinum, skúlabørn á setursskúla, fólk í nærøkinum og so tey, sum á ferðini eftir landsvegnum fáa hug at steðga á til eina uppliving í egnum landi. Í sama áliti mælir nevndin til, at alment sjóvinnusavn verður staðsett í sambandi við hvalasavnsumhvørvið við Áir, og at bátasmiðja, har føroyskir bátar verða smíðaðir, verður partur av hesum umhvørvi. Tað er sera undrunavert, at Føroyar enn ikki hava eitt sjóvinnusavn. Sjóvinna hevur verið høvuðsvinna okkara síðan umleið 1890, t.e. um sama mundið, sum norska stórhvalaveiðan tók seg upp. Hóast stórar búskaparligar broytingar eru farnar fram í føroyska samfelagnum, og tilvitið um týdningin av søvnum er munandi økt, so hava myndugleikarnir enn ikki raðfest eina skipaða museala innsavning fyri at tryggja materiella mentanararvin frá sjóvinnuni. Tað er umráðandi, at vit lata eftirkomarar okkara fáa innlit í hendan stóra og týðandi part av okkara vinnulívssøgu, meðan tíð enn er. Sum heild er álitið ómetaliga spennandi og eitt gott boð uppá at knýta søgu og savnsvirksemi saman við nútíðar tørvi á upplivingum, ferðavinnu og frítíðarlívi. Tí er tað undrunarvert at einki er frætt úr Mentamálaráðnum um ætlanir á hesum øki, og spurningurin er, um...
Les meiraStøðan á Elektron, avreiðing av KT-virksemi úr Føroyum, føroysk loysn fyri Elektroniskari undirskrift o.a.
Leinkja til orðaskiftið Spyrjari: Høgni Hoydal Svarari: Jørgen Niclasen Á tingfundi 30. september 2014 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi: 1. Hvør er fíggjarliga støðan hjá P/F Elektron, og hvørji eru útlitini fyri inntøkum, virksemi og arbeiðsplássum hjá fyritøkuni komandi árini? 2. Hvussu samsvara støðan og útlitini hjá P/F Elektron við tær upplýsingar og metingar, sum nevndin og leiðslan í fyritøkuni hava upplýst Løgtinginum, landsstýrinum og almenninginum, síðan byrjað varð at flyta alt KT-virksemið hjá peningastovnunum av landinum í 2004 – m.a. tá Løgtingið hevur viðgjørt røð av lógaruppskotum um at steðga flytingini og at taka virksemið heimaftur? 3. Hvussu nógv hevur tað kostað í krónum og oyrum hjá eigarunum av P/F Elektron (Landsstýrinum og peningstovnunum) at flyta alt virksemið av landinum? 4. Hvussu nógv hevur tað kostað og fer at kosta landskassanum at gera nýggjar/broyttar KT-loysnir, ið kunnu samskifta við tær útfluttu skipanirnar hjá peningastovnunum? 5. Hvussu nógvir peningur verður nýttur árliga í rakstrarútreiðslum og íløgum hjá føroysku peningastovnunum til at gjalda til ta fyritøkuna/fyritøkurnar, sum virksemið er flutt til uttanlands? 6. Hvussu trygga fyri føroyskar brúkarar metir landsstýrið, at útflutta skipanin við persónsupplýsingum hjá øllum føroyingum er – og hvat ger landsstýrið fyri at kunna standa til svars mótvegis føroyskum brúkarum um, at trygdin er í lagi? 7. Hvussu nógv arbeiðspláss eru mist í sambandi við KT-virksemið hjá P/F Elektron, síðani bankarnir byrjaðu at flyta virksemið av landinum? 8. Hevur P/F Elektron – ella annar føroyskur veitari – møguleika at gera eina skipan við elektroniskari undirskrift í Føroyum – og er nakað gjørt á hesum øki? 9. Hví boða peningastovnar frá, at ætlanin er at nýta ta donsku skipanina NEM-ID – og hvat hevur landsstýrið gjørt og ætlar at gera í hesum sambandi? 10. Hvat hevur landsstýrið gjørt sum politiskur myndugleiki og sum partaeigari í P/F Elektron til tess at tryggja føroyskar førleikar, trygd, arbeiðspláss og ávirkan á hesar grundleggjandi KT-tænastur og nýtsluna av persónsupplýsingum hjá øllum føroyingum? 11. Hvat hevur landsstýrið gjørt, síðani seinasta uppskotið hjá Tjóðveldi á Løgtingi um at fáa føroyskar skipanir at virka aftur varð felt – men har meirilutin í Rættarnevnd Løgtingsins í sínum áliti kravdi eina eftirmeting av, um tað var rætt at flyta skipanirnar av landinum? Viðmerkingar: Nú er komið alment fram, at P/F Elektron hevur stórar fíggjarligar trupulleikar, og aftur verða fólk uppsøgd. Ikki minni enn 5 ferðir síðani 2004 hevur meirilutin á Løgtingi felt uppskot frá Tjóðveldi um at steðga flytingini av KT-virkseminum hjá peningastovnunum og peningaviðurskiftunum hjá øllum føroyingum. Men nú áttu øll at sæð, hvørjar ovurstórar avleiðingar eru av, at peningastovnarnir sluppu at flyta sínar skipanir til eitt felag uttanlands – nevnt Skandinavisk Data Central (SDC). Allar tær ávaringar og metingar, ið hava verið førdar fram frá uppskotssetaranum tær mongu ferðirnar, ið uppskot hevur verið lagt fram um at steðga útflytingini, hava víst seg at verið rættar. Meðan uppáhaldini hjá peningastovnunum og tey lyfti og tær grundgevingar, ið teir hava ført fram alment og mótvegis Løgtinginum, hava als ikki hildið ella havt nakran haldgóðan botn: – Tænastan er versnað fyri føroyska brúkaran. – Gjøld eru hækkað – sum verða brúkt til at fíggja eina avoldaða og dýra skipan í Danmark, sum vit onga ávirkan hava á. – Arbeiðspláss og vitan verða flutt av landinum og mist. – Elektron, ið var eitt fyridømi um samstarv og smidligar...
Les meira