Lýsing

Fyrispurningar á tingi

Vilja vita hvør ætlanin er, at betra um heilsuna hjá ungum

, 01/12/2020

Vilja vita hvør ætlanin er, at betra um heilsuna hjá ungum

Seinasta kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum vísur nøkur álvarstekin um mistrivnað og heilsutrupuleikar hjá ungum, serliga innan sálarheilsu. Hetta verður nú reist politiskt. Sirið Stenberg og Hervør Pálsdóttir hava sett løgmanni skrivligan fyrispurning um heilsustøðuna hjá ungum og hvørji átøk ætlan er um at seta í verk, fyri at betra um støðuna. Kanningin hjá Fólkaheilsuráðnum avdúkar at ung, í størri mun enn aðrir aldursbólkar, stríðast við ringari sálarheilsu, strongd, sálarsjúku, tunglyndi og einsemi. Fíggjarstøðan, bústaðarstøðan og tað at megna at rinda rokningar eru eisini tyngjandi faktorar. “Menniskja er ein samansett vera og tað finst ikki eitt svar uppá, hvat er best at gera, tá ið tað kemur til at fremja sálarheilsu. Tí er okkara endamál við hesum spurningum eisini at fáa lýst málið frá ymsum sjónarhornum, so vit kunnu fáa nøkur skikkað boð um, hvussu vit eiga at fara fram.” siga tær báðar tingkvinnurnar. Fyribyrgingin má styrkjast nógv meir At hjálpa teimum, ið stríðast við sálarsjúku er ein felags samfelagsuppgáva, sum fevnir um alt frá viðgerð til fyribyrgjandi tiltøk í arbeiðslívi, útbúgving, fíggjarligum stuðuli, námsfrøði, bústaðarmøguleikum, o.s.fr. Tað svitast ikki, at fyribyrging er betri enn viðgerð og vit kundu gjørt nógv meira á fyrbyrgjandi økinum. Sjálvsagt skulu vit raðfesta viðgerð og hjálp, men fyribyrgingin má fáa nógv hægri raðfestin enn nú. Hyggja vit eftir fíggjarlógini brúka vit sera nógva orku og pengar uppá viðgerð í mun til fyribyrging. “Fyribyrging má snúgva seg um at fremja trivnað, lívsgleði og góða heilsu. Tað má taka støðu í at ung læra at meistra lívsins avbjóðingar, at styrkja felagsskapskensluna og felagsskapsandan. Tað má geva børnum og ungum bestu kor at trína út í lívið við.” sigur Hervør Pálsdóttir. “Vit síggja ein vanda í, at rákið seinastu árini hevur verið nógv at finna feilir hjá børnum. At screena og annað eftir hvat børnini ikki megna, heldur enn at leita eftir hvat børnini megna. Harvið ikki sagt, at trupuleikarnir ikki skulu avdúkast tíðliga, tað skulu teir avgjørt, men at meginreglan má vera at taka støði í hvussu børn og ung trívast, meistra og mennast.” leggur Sirið Stenberg avtrat....

Les meira

Bjørt spyr, um landsstýrið ætlar at gera nakað fyri at hjálpa hart sperdu ferðavinnuni.

, 15/11/2020

Bjørt spyr, um landsstýrið ætlar at gera nakað fyri at hjálpa hart sperdu ferðavinnuni.

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um álvarsomu støðuna í ferðavinnuni, settur landsstýrismanninum við umhvørvis- og vinnumálum Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)   1.      Hevur landsstýrismaðurin lagt eina ætlan fyri at hjálpa ferðavinnuni, so hon skjótt kann koma á beinini aftur, tá støðan við koronu er avhæsað? 2.      Umhugsar landsstýrismaðurin heilt ella lutvíst at endurnýggja hjálparpakkarnar, sum eru farnir úr gildi, til dømis leingja teir til næsta vár, ella annað? 3.      Hvussu metir landsstýrismaðurin støðuna vera hjá ferðavinnuni, serliga tí parti av vinnuni, sum hevur mist bróðurpartin av inntøkugrundarlagnum orsakað av koronu? 4.      Hvussu væl metir landsstýrismaðurin, at hjálparpakkarnir hava hjálpt mest útsettu ferðavinnuni, og hava teir hjálpt vinnuni eins væl og ætlað?   Viðmerkingar: Ferðavinnan er meint rakt av koronu, og partar av vinnuni hava mist bróðurpartin av inntøkugrundarlagnum. “Støðan er álvarslig hjá flestu veitarum í ferðavinnuni. Meðan tað eru fyritøkur, sum hava mist upp í 90 prosent ella meira av sínum umsetningi, so hevur vinnan undir einum helst mist upp móti 75 prosentum av samlaðu inntøkunum”, verður stjórin Visit Faroe Islands endugivin fyri at siga í blaðnum VIKUSKIFTI. Í vár tóku flokkarnir á tingi allir undir við at gera átøk fyri at hjálpa vinnuni, so vinnan hevði møguleika at hóra undan koronu, og fyri at bjarga arbeiðsplássum í ferðavinnuni. Fleiri í vinnuni hava víst á, at hjálparpakkarnir hava verið ov avmarkaðir og virkaðu í alt ov stutt tíðarskeið. Løgtingið viðger í løtuni hjálparpakka til flogvinnuna fyri oman fyri 100 mió. kr. Somuleiðis viðger Løgtingið uppskot um heimild at avmarka og/ella steingja matstovur og skeinkingarstøð, ið, um heimildin verður brúkt, fáa endurgjald fyri fastar útreiðslur samsvarandi hjálparpakka. Eingi onnur boð ella signal um hjálp til restina av útsettu ferðavinnuni eru komin úr landsstýrinum. Stórir partar av ferðavinnuni kenna seg tí tala fyri deyvum oyrum, sum fleiri úr vinnuni hava víst á í miðlunum. Arbeiðsloysið er lágt, so fólk, sum missa størv í ferðavinnuni, fáa í flestu førum annað arbeiði. Ferðavinnan bløðir, ikki bert fíggjarliga, men eisini tí hon missir fakliga væl skikkað fólk, marknaðir og hjá fleiri stendur húsagongd í durinum. Vinnan kann læna pening, men nógvar av fyritøkunum hava ikki møguleika at skuldarbinda seg enn meira. Útsett mvg fyri 1. ársfjórðing fellur til gjaldingar 16. november, sum er eyka byrða hjá fleiri, eisini hóast tey fáa avdráttaravalu við TAKS. Verður bakkastið ov stórt fyri ferðavinnuna, fer hetta at síggjast sera væl aftur í føroyska búskapinum.     Á Løgtingi, 5. november 2020   Bjørt Samuelsen  ...

Les meira

Farleiðin er alt annað enn nøktandi

, 29/09/2020

Farleiðin er alt annað enn nøktandi

“Smyril er einasta farleið hjá suðringum og at meta sum okkara lívsæðr. Tað er tí bæði óliviligt og darvandi fyri bæði fólk, trivnað, vinnulív o.o., at farleiðin er so óstøðug. Tað ber snøgt sagt ikki til í dagsins samfelag.”  sigur Sirið Stenberg Seinastu tíðina hevur siglingin hjá Smyrli verið óstøðug, og tað hevur verið sera trupult at hildið ferðaætlanina. Tað hevur verið meira reglan enn undantakið, at ferðaætlanin ikki hevur hildið, serliga tá líður út á dagin. Hetta er til alstóran ampa fyri ferðafólk. Tað eru nógv fólk, sum ferðast regluliga í arbeiðsørindum, sum ganga í skúla og arbeiða norðanfjørðs, sum skulu um fjørðin í læknaørindum og líknandi.  Tí hevur Sirið Stenberg sett Jørgen Niclasen, landsstýrismann, um hann heldur, at støðan er nøktandi viðv. Smyrli og um nøkur ætlan at betra um støðuna. Eisini spyr hon, um nøkur ætlan er at fáa nakrar farmatúrar sigldar um náttina ella við øðrum skipi til dømis ella um ætlan er at økja túratalið og betra um tænastuna. “Tað er so umráðandi at fáa at vita, hvat ítøkiliga verður gjørt fyri at bøta um karmarnar fyri siglingina til Suðuroynna, tí tað hevur so stóra ávirkan á lokalsamfelgið og fólkið, sum her býr.” sigur Sirið Stenberg “Smyril er eisini eitt arbeiðspláss og stóra arbeiðstrýstið kann hugsast at hava týdning fyri arbeiðsumhvørvið. So heldur ikki fyri starvsfólkini kann støðan vera nøktandi. Vit hava fingið at vita, at metnógvur farmur hevur verið førdur um Suðuroyarfjørð og at hetta er høvuðsorsøkin til seinkingarnar.” leggur Sirið...

Les meira

Koronustøðan og ávirkan á viðgerðir í sjúkrahúsverkinum

, 25/09/2020

Koronustøðan og ávirkan á viðgerðir í sjúkrahúsverkinum

Virksemið í sjúkrahúsverkinum hevur verið sera nógv darvað av koronustøðuni. Síðst í juni fekk eg upplýst frá landsstýrismanninum um, at uml. 6.000 viðgerðir færri vóru framdar sammett við í fjør. 6000 viðgerðir, tað er ikki smávegis! Víst varð á, at innan ávís serøki var virksemið skert upp í 80%. Samstundis bleiv sagt, at akuttar viðgerðir blivu framdar, men at millum annað planlagdar skurðviðgerðir og endurvenjing vórðu sera nógv skerd. Tað er trupult at meta um avleiðingarnar av hesum, men tað skerst ikki burtur, at tað er sera óheppið fyri fólk, sum bíða. Spurningurin er, um førleikar verða mistir á leiðini. Førleikar, sum møguliga ikki kunnu endurvinnast. Afturat hesum kemur uttan iva pína og líðing, sjúkrameldingar og annað, sum ávirkar lívsgóðskuna. So avleiðingarnar av koronusmittuni eru víðfevndar fyri sera nógv fólk og familjur. Nú á leið tríggjar mánaðar aftaná, at landsstýrismaðurin upplýsti, hvussu koronustøðan ávirkaði virksemið í sjúkrahúsverkinum, er neyðugt at fáa nýtt yvirlit yvir støðuna. Ein part av summarinum vóru vit tíbetur koronufrí, og virksemið er ikki líkað skert nú. Spurningurin er tí, hvussu gongst við at avgreiða bíðilistarnar, og hvør status er á økinum nú. Tíverri hevur smitta verið staðfest aftur seinastu dagarnar, og kann hetta aftur fáa negativa ávirkan á støðuna. Tó so hevur Løgtingið játtað pening til eina serstaka koronudeild, júst fyri at virksemið í sjúkrahúsverkinum ikki skal darvast. Tí havi eg í dag sett landsstýrismanninum hesar uppfylgjandi spurningar. – Hvussu gongur við at stytta bíðilistarnar í sjúkrahúsverkinum, sum komu í orsakað av koronu? – Hvussu nógvar viðgerðir færri eru samanlagt framdar higartil í ár sammett við í fjør? – Hvussu er samlaða talið á viðgerðum í ár sammett við í fjør býtt á ymisku sjúkuøkini? – Hvat verður ítøkiliga gjørt fyri at fáa bíðlistarnar niður? – Er nøkur kostnaðarmeting av, hvat tað kostar at fáa viðgerðartalið á har, sum mett varð, at tað átti at verið, um korona ikki var? Og rúmast kostnaðurin innan verandi játtan? – Eru tað gjørdar nakrar metingar av avleiðingunum fyri sjúklingarnar, at virksemið hevur verið so skert vegna koronu? – Hvat verður gjørt fyri at fyribyrgja, at sjúklingar, sum ikki fáa viðgerð, fáa álvarslig mein og missa førleikar í bíðitíðini? Sirið Stenberg...

Les meira

Kristina spyr um avlurting

, 10/09/2020

Kristina spyr um avlurting

Fyrispurningur um møguliga avlurting av føroyskum borgarum og vinnufyritøkum, settur løgmanni, Bárði á Steig Nielsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) Hevur danska fregnartænastan atgongd til talgilt samskifti hjá føroyskum borgarum ella føroyskum vinnufyritøkum í Føroyum? Er nøkur fráboðan komin til landsstýrið um ábendingar eru um, at føroyskir borgarar ella vinnufyritøkur í Føroyum hava verið avlurtað? Er partur av teimum avlurtingum, ið danska fregnartænastan hevur latið amerikonsku fregnartænastuni, samskiftisupplýsingar hjá føroyskum borgarum ella vinnufyritøkum? Hvat fekk landsstýrið upplýst frá danska verjumálaráðharranum viðvíkjandi donsku fregnartænastuni og samskiftisupplýsingum hjá føroyskum borgarum og vinnufyritøkum? Hvat fekk landsstýrið upplýst um málið sum heild,  tá hetta varð tikið upp á fundi við danska verjumálaráðharran?  Hvat ger landsstýrið fyri at tryggja, at føroyskir borgarar og vinnufyritøkur ikki verða avlurtað av donsku fregnartænastuni ella øðrum? Viðmerkingar Greitt er, at danska fregnartænastan hevur latið amerikonsku fregnartænastuni (NSA) umfatandi samskiftisupplýsingar um danskar borgarar. Hetta hevur eitt nú fingið avleiðingar fyri starvsfólk í donsku fregnartænastuni. Samstundis hava núverandi landsstýri og samgonga samtykt nýggja lóggávu, ið gevur donsku fregnartænastuni víttfevnandi heimildir av avlurta føroyskar borgarar. Í undanfarnu viku varð munnligur fyrispurningur settur løgmanni um málið. Løgmaður upplýsti, at hann hevði heitt á landsstýrismannin í uttanríkismálum at taka málið upp við danskar myndugleikar. Í dag skuldi fundur so vera millum danska verjumálaráðharran og føroyska landsstýrismannin í uttanríkismálum. Tá umræður avlurting og samskiftisnet, so er talan um málsøki hjá fleiri landsstýrisfólkum, og verður hesin spurningur tí settur løgmanni.  Talan er um eitt sera álvarsligt mál, sum neyðugt er at fáa alment upplýst. Fyri at fáa lýst málið, eitt nú um føroyskir borgarar ella vinnufyritøkur hava verið ella verða avlurtað av donsku fregnartænastuni, og fyri at fáa lýst, um føroyskar samskiftisupplýsingar eru latnar amerikonsku fregnartænastuni, og hvat verður gjørt fyri at verja føroyskar borgarar og vinnufyritøkur ímóti avlurting, verða hesir spurningar settir...

Les meira

Kemur ein samtykkilóg?

, 03/09/2020

Kemur ein samtykkilóg?

Er ætlanin at dagføra revsilógina viðv. neyðtøku, so mann fer frá eini tvangsgrundaðari til eina samtykkigrundaða neyðtøkulóg, og um so er, nær kann væntast at uppskot kemur um hetta? Og eru ætlanir um at dagføra aðrar partar av revsilógini? Hesar spurningar hevur Hervør Pálsdóttir sett løgmanni. Í fimm ár hava Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Amnesty International og Sig frá/Almannamálaráðið havt kampanjur, um at sex krevur samtykki. Veruleikin er tó tann, at í revsilógini er neyðtøka grundað á harðskap og tvang, heldur enn samtykki. – “Tað hevur stóran týdning fyri rættarstøðuna hjá neyðtøkuoffrum, at vit fáa eina samtykkigrundaða lóg. Samtykkilóg er ikki eitt ókent fyribrigdi; Ongland, Belgia, Ísland, Svøríki og skjótt eisini Danmark hava samtykkilóg. Fleiri dagføringar eru neyðugar í revsilógini, og eg haldi tað hevur týdning at reisa hetta málið politiskt.” sigur Hervør...

Les meira

Høgni spyr um Atlantsflog

, 02/09/2020

Høgni spyr um Atlantsflog

Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum viðvíkjandi uppsagnum og framferð hjá leiðsluni í Atlantsflogi Hvat hevur landsstýrið gjørt í sambandi við framferðina hjá leiðsluni í Atlantsflogi, har hópuppsagnir vórðu framdar, hóast hjálparpakkar vóru í gildi, fyri síðani at bjóða teimum uppsagdu at søkja nøkur fá størv aftur, men uttan atlit til starvsaldur, ella sum fríyrkisfólk við verri treytum?  Hvat ger landsstýrið við, at nevnd og leiðsla í Atlantsflogi ikki hevur samráðst við fakfeløgini um eina loysn, ið kundi varðveitt og ment førleikarnar hjá starvsfólki og flogfelagnum, meðan koronakreppan herjar? Hvørjar avleiðingar hevur framferðin fyri starvsfólkini, ið hava bygt felagið upp, og fyri førleikarnar í felagnum at reka flogvinnu – eitt nú fyri flogskiparar, ið ikki hava flogið í fleiri mánaðir og skulu endurnýggja og halda við líka góðkenningar og førleikaskeið? Hvat ger landsstýrið við, at Atlantsflog ikki fylgir reglunum um starvsaldur, sum øll flogfeløg í Evropa brúka? Viðmerkingar Longu fyrst í mai mánaða 2020 boðaði leiðslan í Atlantsflogi frá, at 90 starvsfólk fóru at verða søgd úr starvi, hóast hjálparpakkar vóru í gildi. Nevndin og leiðslan í Atlantsflogi valdi ikki at samráðast við avvarðandi fakfeløg um eina loysn, ið kundi varðveitt og ment førleikarnar hjá starvsfólkahópinum, meðan koronakreppan herjar. Og nevnd og leiðsla valdi ikki at fara fram eftir starvsaldri og royndum millum starvsfólkini. Bæði avvarðandi fakfeløg, føroyska fakfelagsráðið og evropeiski felagsskapurin fyri flogskipararar, ECA (European Cockpit Association), sum umboðar 40.000 flogskiparar í Evropa, hava mótmælt og ávarað ímóti hesi framferð. Øll onnur flogfeløg í Evropa brúka starvsaldur til at tryggja, at førleikarnir í flogvinnuni verða varðveittir og mentir. Tá ið flogvinnan vaks eitt sindur aftur, valdi nevnd og leiðsla í Atlantsflogi at lýsa nøkur størv leys at søkja, har starvsfólkini skuldu kappast um at fáa størvini sum føst ella fríyrkisstørv, og sostatt byrja av nýggjum uttan mun til starvsaldur og sáttmála. Tað kann undra, at farið verður soleiðis fram í nevnd og leiðslu hjá Atlantsflogi, og avleiðingar fyri sáttmálaviðurskifti, førleikarnar hjá starvsfólki og hjá tjóðarflogfelagnum eru sjálvsagt djúpar. Tí verður spurt, hvat landsstýrið, sum vegna Føroya fólk eigur og hevur ábyrgdina av okkara tjóðarflogfelag, hevur gjørt og fer at gera við støðuna.    Á Løgtingi, 1. september 2020  Høgni...

Les meira

Sirið spyr um koronukanningar av fólki, sum koma sjóvegis til Føroya

,

Sirið spyr um koronukanningar av fólki, sum koma sjóvegis til Føroya

Munnligur fyrispurningur til løgmann, Bárð á Steig Nielsen viðvíkjandi koronukanningum av fólki, sum koma sjóvegis til Føroya Hvør er orsøkin til at fólk, sum koma sjóvegis til Føroya, ikki eru fevnd av kravdu koronukanningunum, sum eru á flogvøllinum og við Norrønu ? Er ætlanin, at kanningarstrategiin eisini skal umfata skipaferðsluna so øll, sum koma til landið, líka mikið hvussu tey koma hendan vegin, verða koronukannað ? Viðmerkingar: Í løtuni verða øll, sum koma til Føroya umvegis flogvøllin og við Smyril Line koronukannað. Hetta fyri at byrgja fyri, at smitta kemur inn til landið. Samstundis vita vit at fólk, sum koma við fiskiskipum, ikki hava latið seg kannað. Og spurningurin er hvørt fólk, sum koma við stuttleikabátum ella líkandi, verða kannað. Tað tykist undarligt, at so stór orka verður løgd í at kanna fyri koronu á flogvøllinum og við Norrønu, um somu krøv ikki eru galdandi fiskiskip, stuttleikabátar v.m. Vit hava verið vitni til, at útlends fiskiskip hava havt smittu umborð. Tí er eisini neyðugt at fáa upplýst, um ætlanin er at seta hesum skipum somu krøv, sum verða sett fólki á flogvøllinum og við Norrønu. Á Løgtingi, 2. september 2020 Sirið...

Les meira

Hervør spyr um veðurlagspolitikk

, 01/09/2020

Hervør spyr um veðurlagspolitikk

Munnligur fyrispurningur til Helga Abrahamsen, landsstýrismann í umhvørvismálum, um veðurlagspolitikk Hvussu nógv prosent er ætlanin hjá landsstýrinum, at útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum skal skerjast komandi árini fram ímóti 2030?  Hvørji ítøkilig uppskot á veðurlagsøkinum fara at verða løgd fyri Løgtingið hesa tingsetuna? Ætlar landsstýrismaðurin at taka allar flokkar við í arbeiðið at skerja útlátið í Føroyum fram ímóti 2030? Viðmerkingar: Í 2009 samtyktu allir flokkar í Løgtinginum ein veðurlagspolitikk fyri Føroyar. Ætlanin var at minka útlátið við 20 prosentum áðrenn 2020 sammett við útlátið í 2005. Nú er støðan tó tann, at útlátið er vaksið við umleið 10 prosentum. Tí er neyðugt, at vit seta greiðar málsetningar, og at vit binda okkum til at handla, nú nýggjur veðurlagspolitikkur skal stingast út í kortið.  Føroyar hava bundið seg til Paríssáttmálan, umframt at grøna orkuskiftið og veðurlagspolitikkur eru í fokus í visiónini hjá norðurlendsku stjórnarleiðarunum fyri samstarvið komandi 10 árini.  Landsstýrismaðurin hevur sagt alment, at hann í næstum fer at koma í tingið við einum pakka við orku- og umhvørvispolitikki, men ikki hvat hesin pakkin inniber.  Komandi 10 árini fara skiftandi samgongur at hava ábyrgd av arbeiðinum at skerja útlátið. Tí hevur tað eisini týdning, at allir flokkar eru við, tá ið farið verður undir arbeiðið, so at veðurlagspolitikkurin verður stabilur og langtíðarsiktaður. Vónandi kunnu vit arbeiða saman tvørtur um andstøðu og samgongu, so vit fáa greið mál á veðurlagsøkinum, ið verða hildin, og ið veruliga gera mun. Vónandi tekur landsstýrismaðurin flokkarnar í andstøðuni við upp í arbeiðið beinanvegin og kallar flokkarnar á fund sum skjótast. Tað er bæði til gagns fyri málsetningin um skerjing av útlátinum og styrkir demokratisku...

Les meira

Beinta spyr um fund við danska forsætisráðharran

,

Munnligur fyrispurningur til Bárð á Steig Nielsen, løgmann.   1.Hvørji samstørv í danska ríkinum vórðu viðgjørd millum løgmann og danska forsætisráðharran á fundinum? 2.Nevndi løgmaður fyri danska forsætisráðharranum, at Føroyar skulu hava fleiri heimildir á uttanríkispolitiska økinum, og hvat sigur danski forsætisráðharrin til hetta?   Viðmerkingar. Løgmansskrivstovan sendi herfyri út tíðindaskriv um, at løgmaður og danski forsætisráðharrin høvdu verið á fundi og viðgjørt viðurskifti í danska ríkinum. Meira hevur kortini ikki verið at frætta um fundin, tí verður hesin fyrispuringur settur...

Les meira