Lýsing

Fyrispurningar á tingi

Hópuppsagnir í vinnuni – hvar blívur avtalaða hjálpin av?

, 20/05/2020

Hópuppsagnir í vinnuni – hvar blívur avtalaða hjálpin av?

So gjørdist enn ein hópuppsøgn í ferðavinnuni veruleiki. Nú má landsstýrið siga vinnuni og starvsfólkunum har, nær hjálparpakkin til ferðavinnuna kemur, og boða greitt frá, um nøkur ætlan er at leingja ALS-skipanina, og stuðulin til rakstur. Hesar skipanir eru púra avgerandi fyri, at vit skulu sleppa undan, at eitt stórt arbeiðsloysi tekur seg upp, orsaka av koronakreppuni. Øll meiningin við at standa saman um hjálpina til vinnuna, var at tryggja arbeiðsplássini. Í morgin verða munnligir fyrispurningar í Løgtinginum, og tá fer undirritaða at spyrja landsstýrismannin í vinnumálum, um hann kann koma við greiðum boðum um: 1. Er ætlanin at leingja serligu koronaskipanina í ALS, so hon verður galdandi longur enn til 30. juni? 2. Hvussu leingi hugsar landsstýrismaðurin, at skipanin við stuðli til rakstur skal vera galdandi? 3. Nær væntar landsstýrismaðurin, at hjálparpakki 3 verður klárur og kann setast í verk? Seinastu vikurnar hava fleiri størri uppsagnir verið í privatu vinnuni, serliga í ferðavinnuni. Nú er Atlantsflog komið afturat røðini av fyritøkum í ferðavinnuni, sum siga fólki úr starvi, og ikki færri enn 90 fólk verða uppsøgd hjá almenna flogfelagnum. Fleiri aðrar fyritøkur umhugsa tað sama. Uppsagnartíðin fyri sáttmálasett størv er oftast fleiri mánaðir, og tí er avgerandi, at vinnan so skjótt sum til ber veit, hvussu leingi stuðulskipanirnar fara virka, og hvørji átøk møguliga eru ávegis, at bjarga arbeiðsplássum á teimum stóru vinnufyrtøkunum. Serstaka COVID19-skipanin í ALS fer sambært lógini úr gildi 30. juni – tað er um fáar vikur. Stuðulsskipanina til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19 hevur landsstýrismaðurin heimild at seta úr gildi við kunngerð. Tá skipanin kom, var hon eisini ætlað at vera galdandi tríggjar mánaðir, og enn eru eingi boð komin um, hvørt ætlanin er at leingja hesa. Henda skipan er tí best egnað til smærri fyritøkur. Tað hevur alla tíðina verið arbeitt út ífrá, at neyðugt var við eini munadyggari hjálp til størri fyritøkurnar, skal tað eyndast at bjarga arbeiðsplássum í hundraðtali. Og arbeitt verður við einum hjálparpakka afturat, sambært løgmanni. Enn hava flokkarnir á tingi tó ikki havt høvi at kunna seg um innihaldið, men størstan týdning hevur tað, at vinnan veit, hvat hon kann rokna við, serliga ferðavinnan, nú boðini á seinasta tíðindafundinum vóru, at ætlanir enn ikki eru at lata upp fyri ferðing frá grannalondum, heldur ikki teimum, ið eru smittufrí. Tað merkir, at ferðavinnuárið 2020 so gott sum er farið fyri skeytið, og nú er at standa saman um, at meginparturin av arbeiðsplássunum ikki fara sama veg. Bjørt Samuelsen...

Les meira

Fer landsstýrið at virða trípartasemjuna, ið vit gjørdu við vinnu og fakfeløg

,

Fer landsstýrið at virða trípartasemjuna, ið vit gjørdu við vinnu og fakfeløg

24. juni 2019 undirskivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Landsstýri (Fíggjarmálaráðið, Mentamálaráðið, Samferðslumálaráðið og Løgmansskrivstovan), Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna, S&K felagið og Starvsmannafelagið søguliga trípartasemju um fleiri lærlingar, betri útbúgvingarmøguleikar og konjunkturjavnandi lóg. Talan var um eina slóðbrótandi semju, tí í Føroyum hava vit ikki havt siðvenju fyri, at landsmyndugleikar, vinna og fakfeløg gera trípartasemjur. Eitt av fleiri lógaruppskotum, ið vórðu gjørd liðug beinanvegin, og sum vóru klár at senda til hoyringar tá nýggja landsstýrið tók við, var heimildarlóg um, at uppraðfesta viðlíkahald av landsvegum og bygningum, tá niðurgangstíðir eru og arbeiðsloysið hækkar. Tá arbeiðsloysið hækkaði, fekk landsstýrismaðurin materiella heimild at nýta 60 mió. kr. afturat tí játtan, ið varð játtað í árligu fíggjarlógini, til viðlíkahald av bygningum og vegum v.m. Men enn hevur landsstýrið ikki valt at senda lógaruppskotið til hoyringar, og heldur ikki lagt hetta fyri Løgtingið. Fyri at staðfesta, um núverandi landsstýri fer at virða og fremja trípartasemjuna, ið gjørd varð – og fyri at frætta um landsstýrismaðurin fer at gera nakað við málið – ikki minst nú arbeiðsloysið er hækkandi og tørvur er á, at tað almenna ger sítt til, at tryggja virksemi og arbeiðspláss í landinum – verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Spurningarnir skulu svarast á Løgtingi í morgin: 1. Ætlar landsstýrið at virða søguligu trípartasemjuna, ið undanfarna landsstýri gjørdi við fakfeløg og arbeiðsgevarar um lærlingar og um at trygga javnari alment virksemi? 2. Fer landsstýrismaðurin at leggja fyri Løgtingið lóg um heimild at økja nýtslu til viðlíkahald av almennum bygningum og vegum v.m. tá arbeiðsloysið hækkar og niðurgangstíðir eru? a. Um ja, verður lógin løgd fyri Løgtingið í komandi tingsetu? b. Um nei, hví? 3. Tekur landsstýrismaðurin undir við, at landið økir játtan til viðlíkahald av almennum bygningum, vegum og tunlum v.m. tá niðurgangstíðir eru – eitt nú fyri at tryggja javnari virksemi og javnari útboð av lærlingaplássum? Á Løgtingi, 19. mai 2020 Kristina Háfoss...

Les meira

Hví fremja øvugta yvirtøku – og flyta føroyskan ræðisrætt til danskar myndugleikar?

,

Hví fremja øvugta yvirtøku – og flyta føroyskan ræðisrætt til danskar myndugleikar?

13. mai 2020 sendið Føroya løgmaður út alment tíðindaskriv, ið bar boð um, at: ”fjarskifti í framtíðini verður ein inngrógvin partur av trygdarpolitikki.” Víðari fráboðar løgmaður, at: ”Hetta merkir ítøkiliga, at undirstøðukervið á fjarskiftisøkinum í størri mun verður tengt at trygdar- og verjumálum.” Samstundis varð fráboðað, at løgmaður arbeiðir saman við donsku stjórnini um lóggávu, ið skal leggjast fyri Løgtingið. Hetta vóru óvanlig boð, og bar boð um, at fyri fyrstu ferð síðan Heimastýrisskipanina frá 1948 fara málsøki, ið eru undir føroyskum málsræði, at verða flutt partvíst til danskar myndugleikar. Hetta er á ein hátt ein øvugt yvirtøku – og kann sjálvandi ikki góðtakast. Í undanfarna valskeiði varð hol set á innleiðandi, fyrireikandi arbeiðið at gera føroyska nettrygdarlóg. Danska stjórnin royndi at fáa føroyskar myndugleikar at góðtaka, at nettrygd var danskt málsøki, men sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum – og við ábyrgd av talgilding – varð aftur og aftur víst á, at talan er um føroyskt málsøki, og at vit fóru at gera føroyska løgtingslóg um nettrygd. Niðurstøðan varð, at føroyskir myndugleikar skuldu fara undir at gera føroyska nettrygdarlóg. Vónandi arbeiðir núverandi landsstýri víðari við hesum máli. Tað var tí ikki sørt undrunarvert at lesa tíðindaskrivið frá løgmanni. Eisini undrar, at ein so prinsippiell og týðandi avgerð verður tikin og fráboðað mitt í eini av størstu heilsukreppum nakrantíð. Fráboðanin varð hartil send út sama dag, sum landsstýrið legði fram á Løgtingi lóg um, at loyva endaliga avhending og privatari sølu av fiskirættindum. Samstundis kemur varaløgmaður út beint eftir og avsannar, at ætlanin, ið løgmaður hevur fráboðað, verður framd. Var henda fráboðanini frá løgmanni og landsstýrinum bert ein roynd at flyta fokus frá øðrum stórmálum? Fyri at fáa lýst málið, verða hesir spurningar settir løgmanni. 1. Hví hevur Løgmaður fráboðað, at undirstøðukervið á fjarskiftisøkinum, ið er føroyskt málsøki frameftir ”í størri mun verður tengt at trygdar- og verjumálum”, ið er danskt málsøki? 2. Hví valdið løgmaður, at senda út tíðindaskriv um fráboðan um avhending av ræðisrætti til danskar myndugleikar, sama dag sum lóg um endaliga avhending av fiskirættindum varð løgd fram á Løgtingi? 3. Er løgmaður samdur í, at telesamskifti, KT og netrygd í Føroyum eru føroysk málsøki og ábyrgd? 4. Heldur løgmaður at í Føroyum skulu føroyskir myndugleikar ráða og lóggeva á teimum økjum, har føroyingar hava ábyrgd? 5. Ætlar landsstýrið at leggja føroyska lóggávu um nettrygd fyri Løgtingið í komandi tingsetu? Spurningarnir verða svaraðir á Løgtingi í dag. Vóni at fáa góð og greið svar – og vóni, at løgmaður sleppur hesi ætlan, og heldur virkar fyri, at vinna Føroyum og føroyingum størri sjálvræði og meira...

Les meira

Hvør ger av, hvør, ið sleppur inn í land okkara?

, 18/05/2020

Hvør ger av, hvør, ið sleppur inn í land okkara?

Hava føroysku myndugleikarnir fulla heimild at leggja sína egnu ætlan fyri, hvørjum londum latast kann upp fyri, nú koronasmittan hasar av nógvastaðni. Ella, hvør ger av, hvørjum londum Føroyar kann lata mørkini upp fyri – eru tað danskir ella føroyskir myndugleikar?  Útmeldingar frá myndugleikunum geva ta fatan, at tað ikki einans eru føroyskir myndugleikar, ið gera av, á hvønn hátt og mótvegis hvørjum londum, Føroyar kunnu lata upp mørkini. At henda avgerð í størri mun liggur hjá danska forsætisráðharranum heldur enn hjá Føroya løgmanni. Vónandi er hetta ikki so.  Tá landamørkini vórðu stongd fyri fólki, ið ikki hava góðkend ørindi í Føroyum, varð hetta gjørt eftir sama leisti, sum Danmark stongdi síni landamørk, og soleiðis, at opið framvegis var og er fyri ferðslu til og úr Danmark.  Støðan í mun til korona hevur ikki verið og er framvegis ikki eins í Danmark og í Føroyum. Her heima er smittan bast fyri fleiri vikum síðani. Í Danmark verða framvegis nýggir tilburðir staðfestir dagliga, men landið hevur tamarhald á smittuni. Og vit liva fínt við tí opinleika, sum er millum londini bæði. Hinvegin eru fleiri onnur lond, sum hava somu ella á leið somu smittustøðu sum Føroyar. Í grannalandinum Íslandi,  eru eingir nýggir tilburðir staðfestir seinastu dagarnar, og fult tamarhald tykist verða á koronasmittuni. Tíðin er búgvin at lata upp fyri ferðing millum Føroyar og tey lond, har eingin ella so gott sum eingin smittuvandi er. Og tað gevur lítla meining at halda mørkini stongd fyri londum, sum eru í áleið somu smittustøðu sum vit, og fremri støðu enn Danmark.   Løgmaður verður spurdur um hesi viðurskifti, tá munnligir fyrispurningar verða í tinginum mikudagin. Um, hvørjar ætlanirnar hann hevur, í mun til at lata uppaftur mørkini – eitt nú fyri londum sum eru sloppin av við, ella so gott sum sloppin av við korona.  Tað er avgerandi neyðugt, at føroyingar sjálvir hava henda myndugleika, so latið verður upp so forsvarligt sum gjørligt, men samstundis uttan, at tað tekur longri tíð enn neyðugt. Ikki minst við atliti at ferðavinnuni.  Eisini verður løgmaður spurdur um, hvørt avgerðir í Danmark um at lata upp í mun til ávís onnur lond, eisini av sær sjálvum verður galdandi fyri Føroyar. Ynskið er at fáa greitt svar uppá, hvør, ið ræður yvir føroysku landamørkunum.  Bjørt Samuelsen  tingkvinna...

Les meira

Kemur hjálp til ferðavinnuna og trygging av arbeiðsplássum?

, 13/05/2020

Kemur hjálp til ferðavinnuna og trygging av arbeiðsplássum?

Enn ein av stóru fyritøkunum í ferðavinnuni hevur sagt hópin av starvsfólki upp. Hesaferð Atlantsflog, ið sigur 90 fólkum úr starvi, orsaka av koronaátøkunum. Fleiri fyritøkur í ferðavinnuni hava longu sagt hópin av starvsfólki upp.  Vinnufyritøkur, sum liggja lamnar orsaka av koronakreppuni, vita ikki, um tær eru keyptar ella seldar. Tí enn eru eingi greið boð komin frá landsstýrinum um, hvørjar ætlanirnar eru frameftir. Í fyrsta lagi fyri at forða fyri hópuppsøgnum og í ringasta føri húsagangi, og í øðrum lagi fyri at fáa vinnuna á føtur aftur.   Fyrstu hjálparpakkarnir tóku broddin av akutta hjálpartørvinum hjá vinnuni. Men, fyri tær vinnur, sum hava mist meginpartin av inntøkugrundarlagnum orsaka av korona, munar hjálpin langt ífrá nóg væl.  Serskipanin í ALS er bert galandi til 30. juni, og heldur ikki fyri rakstrarstuðulsskipanina vita vit, hvussu leingi hon verður í gildi.  Vinnan má sum skjótast fáa greið boð um, hvat hon kann vænta sær. Um ætlanin er at leingja hesar skipanir ella ikki.  Verður rætt ikki atborið beint nú, so er vandi fyri, at partur av teimum, sum í løtuni eru loftaði í koronaskipanini í ALS verða veruliga arbeiðsleys. Talið av arbeiðsleysum er spakuliga byrjað at vaksa, samstundis, sum talið av fólki í koronaskipanini minkar.  Í longri tíð hevur verið sagt, at landsstýrið arbeiddi við einum hjálparpakka fyri ferðavinnuna. Hetta segði løgmaður eisini, tá undirritaða í tinginum fyri tveimum vikum síðani spurdi um hjálp til vinnur, sum eru serliga hart raktar av koronaátøkunum.  Enn hevur eingin fundur verið við flokkarnar á tingi, og tíðin er meira enn búgvin at fáa fram, hvørjar ætlanir landsstýrisins eru. Okkum tørvar at fáa svar uppá, nær og um meira hjálp kemur til ferðavinnuna og aðrar sperdar vinnur, og hvørjar ætlanirnar eru fyri at tryggja, at fleiri hópuppsagnir ikki verða.  Landsstýrið má sum skjótast koma við ætlanum, sum effektivt forða fyri vaksandi arbeiðsloysi. Og langstíðarætlanum fyri, hvussu tryggjast kann, at fyritøkur ikki fara á húsagang.  Er ætlanin at gera, sum summi lond hava gjørt, at veita endurgjald fyri part av mistari inntøku ella serliga lagalig “koronakreppulán”, til fyritøkur, sum hava mist stóran part ella alt inntøkugrundarlagið í rúma tíð orsaka av korona? Ella, hvussu skal ein effektiv hjálpandi hond síggja út? Vit hava stóran tørv á, at fólkavalda parlamentið fær høvi at viðgera tað, nú – og tíðin er meira enn búgvin at fáa fram, hvørjar ætlanir landsstýrisins eru.  Ferðavinnan er allar meinast rakt, men eisini onnur hava stórar avbjóðingar, eitt nú fiskivinnan landi, ið ikki er fevnd av hjálparpakka 2. Fáa sperdu vinnurnar ikki møguleikan at fóta sær skjótt, so fer tað at kosta hundraðtals arbeiðspláss. Og sum ferðavinnan eisini hevur víst á, kemur tað at raka ungu arbeiðsmegina serliga meint. Fyrispurningur um hesi tingini er sendur løgmanni í dag.  Bjørt Samuelsen...

Les meira

Ungdómurin missir nógv – lat tey ikki missa meira

, 12/05/2020

Ungdómurin missir nógv – lat tey ikki missa meira

Koronasmittan hevur broytt heimin heilt kollveltandi. Gerandisdagurin hjá okkum flestu er í dag heilt øðrvísi enn fyri bara trimum mánaðum síðani. Nógv er broytt og alt má tillagast og broytast.  Afturat stóru broytingunum, so verður summarið annarleiðis enn vanligt. Festivalarnir verða ikki sum teir plaga – um teir altso verða hildnir. Stevnurnar og kappróðurin verða øðrvísi. Árliga ferian til Mallorca ella Kreta verður av ongum, men tó kann troyst finnast í, at í næsta ár verður tað. Men fyri at sitera norska heilsumálaráðharran í røðu síni til ungdómin: soleiðis er tað bara ikki, tá tú ert ungur. Várið er tann tíðin, har ungdómurin av álvara byrjar at gleða seg til summarfrítíðina – og serliga tey, ið ganga í endaflokkunum, bæði í fólkaskúlanum og á miðnámi. Fyri tey er alt heilt øðrvísi. Tey missa so at siga allan endaspurtin í skúlatíðini. Allur spenningurin, øll gleðin, námsferðin, endaveitslurnar, húgvutíðin o.s.fr. eru horvin. Upplivingarnar og tíðina fáa tey ikki aftur.  Allíkavæl tykjast tey at vera gloymd í øllum rokanum seinastu mánaðirnir. Landsstýrið má traðka í karakter og hjálpa og lofta og geva greið boð til ungdómin.   Tænastuvinnan, har fleiri ung dagliga arbeiða, er serliga hart rakt. Røddir hava verið frammi um, at tað fer at taka langa tíð, áðrenn alt kemur at koyra vanligt aftur í tænastuvinnuni. Summar matstovur og gistingarhús hava longu sagt starvsfólk teirra úr starvi. Tí er ikki óhugsandi, at ungdómsarbeiðsloysið kann gerast stórt í summar. Hesum mugu vit steðga og fyribyrgja. Tórshavnar Kommuna hevur boðað frá, at kommunan fer at gera átøk, sum skulu fyribyrgja ungdómsarbeiðsloysi, men tað er ikki nokk at bara Tórshavnar Kommuna ger átøk. Átøk mugu gerast um alt landið. Tilmælini frá landinum hava verið neyðug, men tað er minst líka neyðugt, at fyribyrgja keðiligum avleiðingum, ið koma av teimum. Ungdómurin, sum longu hevur mist stórar upplivingar og eitt serligt tíðarskeið í teirra lívið, orsakað av tilmælunum, mugu ikki missa enn meira – og serliga tá talan er um inntøku teirra. Tí havi eg spurt Helga Abrahamsen um, hvat samgongan ætlar at gera fyri at fyribyrgja ungdómsarbeiðsloysi í sambandi við koronakreppuna. Harafturat haldi eg at tað hevði verið gott, at fingið greiðu á, hvør tað er, ið er raktur av arbeiðsloysi orsakað av korona, og tí havi eg eisini spurt um greiningar av aldursbýtinum av móttakarunum av stuðli úr serligu ALS-koronaskipanini, hvar í landinum tey eru, og í hvørjari vinnu tey starvast. Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri...

Les meira

Børnini missa barnadeildina

, 10/05/2020

Børnini missa barnadeildina

Tað hevur verið alment frammi, at Barnadeildin verður flutt inn á aðra deild, har vaksnir sjúklingar liggja, og at deildin minkar niður í tvær seingjastovur. Ætlanin er ásett at vara í fleiri mánaðir. Í roynd og veru merkir hetta, at vit onga Barnadeild hava.  Tað hevur í áravís verið hildið sera fast í, at børn og vaksin ikki eiga at vera innløgd saman, og at rætturin hjá børnum til serstakar deildir er eyðsýndur. Millum annað hetta var grundarlagið undir at gera serstaka barnapsykiatriska dagdeild, sum var eitt nýbrot, sum seinasta samgonga fekk sett í verk. Barnaumboðsmaðurin átalaði eisini ónøktandi viðurskiftini á barnapsykiatriskua økinum frammanundan. Tí kann tað undra stórliga, at tað nú vera gjørdar so stórar broytingar, at einasta somatiska barnadeild í landinum ikki er tøk í fleiri mánar. Gjøgnumgangandi fyri allan barnarættindarsáttmálan er, at avgerðir hjá myndugleikum skulu vera til barnsins besta. Støðan við Koronu er serstøk og krevur nógv. Ongin ivi um tað. Men er tað rætt at ofra Barnadeildina, og er onki alternativ til ætlanina er viðkomandi at spyrja. Tað er sjálvsagt trupult at leggja tilrættis í krepputíð, men kanska serliga tá er neyðugt at tryggja, at kreppuloysnir ikki gera seg inn á grundleggjandi rættindi. Tíverri sæst meira enn so, at kreppuloysnir blíva partur av varnadi loysnum.  Vit vita øll, at virksemið í sjúkrahúsverkinum hevur verið sera nógv skert vegna Koronu. Nú virksemið letur uppaftur, eru uttan iva mangir bíðilistar at fáa avgreiddir. Spurningurin er tí eisini, hvussu bíðilistin hjá børnum kann minkast niður aftur, tá ið seingjaplássini eru so skerd. Kemur hetta at merkja, at børnini fáa óneyðuga langa bíðitíð ? Tað er upplýst, at sjúkrarøktarfrøðingar á Barnadeildini als ikki taka undir við ætlanini, og at sjúkrarøktarfrøðingar frásiga sær fakliga ábyrgd. Tí skapar verandi støða stóran ótryggleika.  Tað er ikki óhugsandi, at tørvur kann vera á at innleggja børn við Koronu. Tí er eisini neyðugt at fáa greiðu á hvat hendir, um so er, og eisini at fáa greiðu á um børnini í so fall slett ongi pláss hava í sjúkrahúsverkinum, sum eru markaði til børn.  Tí havi eg sett landsstýrismanninum í heilsumálinum hesar spurningar. 1 Hvat heldur landsstýrismaðurin um, at børnini missa Barnadeildina og verða innløgd saman við vaksnum ?  2. Metir landsstýrismaðurin, at broytingin á pædiatriska økinum er til barnsins besta, og í samsvari við sáttmálan um barnarættindini ?  3. Eru starvsfólkini á Barnadeildini tikin við í avgerðina at flyta Barnadeildina ?  4. Hvørja ávirkan fer tað at hava á innleggingar hjá børnum, at Barnadeildin verður flutt ?  5. Hvat fer at mangla á deildini, har børnini vera flutt til, í mun til tær umstøður, sum eru á Barnadeildini ?  6. Hvørja ávirkan fer tað at hava á virksemið nú og komandi mánðirnar, at seingjatalið er minka so nógv ?  7. Kann tað roknast við, at Barnadeildin frameftir kann flytast og minkast t.d í feriutíð ?  8. Sjúkrarøktarfrøðingarnar á Barnadeildini hava frásagt sær fakliga ábyrgd av pædiatriini. Hvat merkir hetta í praksis og hvør hevur so ábyrgd ?  Sirið Stenberg...

Les meira

Beinta fingið svar uppá fyrispurning um háskúlar

, 08/05/2020

Beinta fingið svar uppá fyrispurning um háskúlar

Svar upp á fyrispurning um háskúlar, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, Jenisi av Rana Fyrispurningurin er soljóðandi: 1. Hvat fer landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at virksemi á háskúlunum kring landið kann halda fram eftir støðuna við korona? 2. Fer landsstýrismaðurin at arbeiða fyri at fáa eina eykajáttan til háskúlavirksemi ella á annan hátt at hjálpa háskúlum fíggjarliga eftir, at virksemi er darvað av koronastøðuni? 3. Nær fara háskúlarnir at fáa kunning um, nær og hvussu tey kunnu byrja virksemi aftur. Svar Til 1: Landsstýrismaðurin ásannar, at støðan hjá háskúlunum hevur verið trupul í hesum koronatíðum, tí virksemi í skúlunum er avmarkað. Tað merkir, at skúlarnir ikki fáa tær inntøkur, sum skulu til at fíggja raksturin. Leggjast kann afturat, at sama er galdandi fyri húsarhaldsskúlan. Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur fingið eina statusfrágreiðing frá Undirvísingarstýrinum, sum hevur um hendi samskiftið við háskúlarnar og húsarhaldsskúlan. Í frágreiðingini er mett, at háskúlarnir og húsarhaldsskúlin tilsamans hava ein inntøkumiss á áleið 700 tús. kr. orsakað av støðuni við korona. Arbeitt verður við at veita skúlunum fíggjarligan stuðul, í tann mun tað verður mett neyðugt. Væntandi verður hetta sum partur av eini komandi eykajáttan, ið eisini fer at fevna um onnur ábyrgdarøki hjá landsstýrismanninum. Til 2: Sum nevnt í svarinum til fyrsta spurning, verður arbeitt við at finna skúlunum fíggjarligan styrk. Leggjast kann afturat, at fyri at hjálpa uppá trupulleikan við likviditetinum hjá skúlunum, er avgerð tikin um at framskunda útgjaldið av einum parti av rakstrarstuðlinum, um tørvur er á tí. Mett verður annars leypandi um støðu skúlanna. Til 3: Landsstýrismaðurin hevur fingið upplýst, at flestu skúlarnir eru farnir í gongd við at fyrireika, at virksemið so smátt kann byrja aftur. Men talan er um styttri skeið, og dentur verður lagdur á at skipa hetta á bestan hátt í mun til smittubreiðslu. Tað nógva virksemi og tey stóru skeiðini hjá skúlunum fara tó neyvan í gongd aftur fyrr enn eftir summarfrítíðina, treytað av støðuni við korona. Vinarliga Jenis av Rana...

Les meira

Herðaklapp eru ikki nóg mikið

, 01/05/2020

Herðaklapp eru ikki nóg mikið

Í dag er 1. mai og altjóða arbeiðaradagur. Korona-kreppan hevur víst okkum, at tey starvsfólk, ið typiskt hava lága løn og ikki nøktandi arbeiðksor, nú eru tey, ið eru á frontlinjuni á m.a. sjúkrahúsum, í barnagørðum, í eldrarøktini og starvsfólk í almannaverkinum og í matvøruhandlum annars. Altjóða arbeiðaradagurin er minst líka týdningarmikil at markera í dag, sum áður – um ikki uppaftur týdningarmiklari. Seinastu tíðina eru arbeiðsumstøðurnar og samfelagið broytt. Summi arbeiða sum vanligt, summi arbeiða heimanifrá, summi eru koyrd í serligu koronaskipanina hjá ALS og so eru tað summi, sum eru søgd úr starvi. Sum fleiri onnur við mær hava sagt, so hevur tað stóran týdning, at hendan heilsukreppan ikki gerst ein búskaparkreppa. Øll politiska skipanin hevur traðkað inn og hjálpt bæði arbeiðarum og fyritøkum. Til dømis kunnu allir arbeiðarar fáa løn sína, upp til 20.000kr, goldna úr ALS. Eisini hevur mann valt at givið serliga fíggjarliga skerdum fyritøkum upp til 80.000kr. í stuðuli til fastar útreiðslur. Hetta hevur mann gjørt fyrst og fremst við tí endamáli, at forða fyri hópuppsøgnum. Hesum tiltøkum stuðlaði Tjóðveldi. Men tíverri eru fleiri uppsøgd, m.a. tí tey hava 3 mánaðarsuppsagnartíð, hóast tey kundu fingið stuðul goldnan úr serligu ALS skipanini fram til 30. Juni – møguliga longri um hjálparpakkin verður longdur. Tá starvsfólk verða uppsøgd nú, so skulu tey úr korona-skipanini hjá ALS og kunnu harvið koma undir vanligu ALS skipanina. Tó er stórur munur á skipanunum og tey undir vanligu ALS skipanini eru fyri mismun, tí útgjaldið har er lægri. Eisini eru tey lesandi, á miðnámi ella á hægri lesnaði, fyri mismuni, tí tey hava ikki rætt til útgjald úr vanligu ALS-skipanini, og standa tey nú á berum. Ung starvsfólk eru eisini ofta tey mest útsettu á starvsplássum, tí tey eru tey nýggjastu starvsfólkini og hava oftani stytst útbúgvingar. Tí fella tey fyrst frá. Tað má ikki henda. Tað eru eisini tey ungu – ofta undir lesnaði – sum serliga mynda arbeiðsmarknaðin í tænastuvinnuni, sum nú er øgiliga hart rakt. Fleiri teirra eru uppsøgd og koma tí at missa stóran part av lønini. Tað er ikki rættvíst.  Sum øll onnur, hava ung og lesandi eisini fastar útreiðslur, sum tey ikki kunnu rinda, verða tey uppsøgd. Leiga tey eina íbúð ber illa til at gjalda allan leigukostnaðin bert við studningi Hava tey t.d. eina leiguíbúð, so ber illa til í flestu førum at rinda allan leigukostnaðin bert við studningi. Harumframt má mann eisini hava hita, streym og ikki minst mat.  Tí havi eg sett Helga Abrahamsen, landstýrismanni í arbeiðsmarknaðarmálum, spurningar um júst hetta við uppsøgnum. Kunnu til dømis fyritøkur, ið hava fingið hjálp frá hjálparpakkunum siga síni starvsfólk upp, í sama tíðarskeiði, sum tey fáa hesa almennu hjálpina? Tað haldi eg ikki vera rætt, og tí havi eg eisini spurt um landstýrismaðurin heldur tað vera í lagi. Eru hjálparpakkarnir ikki nøktandi, og starvsfólk verða uppsøgd, so má landsstýrið leingja hjálparpakka 1 og um neyðugt seta onnur átøk í verk.  Samstundis sum, at koronakreppan kemur við ymsu avbjóðingunum, so eru eisini nakrir lærdómar at finna. Til dømis, so vísir tað seg, at millum tey allar týdningarmiklastu størvini í samfelagnum, eru tey, ið arbeiða við fólki; t.e. sjúkrarrøktarfrøðingur, heilsustarvsfólk, námsfrøðingar, eldrarøktin, starvsfólk í almannaverkinum. Hesi størv eru myndað serliga av kvinnum, og var tað tí óluksáliga undrunarvert at síggja eina yvirskrift á tíðindastubba, at...

Les meira

Lat samfelagið upp á tryggum grundarlagi

, 27/04/2020

Lat samfelagið upp á tryggum grundarlagi

Nú samfelagið spakuliga verður latið upp aftur er týdningarmikið, at umstøðurnar eru so tryggar sum gjørligt. Í Føroyum hava vit umstøður, at kanna umleið 600 fólk dagliga. Hetta merkir, at vit kunnu kanna øll fólk í Føroyum eftir lutfalsligari stuttari tíð. Um vit gagnnýttu hetta, hevði tað givið heilsumynduleikunum og landsstýrinum eitt óvanliga gott innlit í, hvør smittustøðan er í Føroyum. Tískil átti hetta at gjørt tað lættari, at latið samfelagið upp á tryggum grundarlagi.  Tí hevur Kristina Háfoss sett Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismann í heilsumálum fyrispurning um at kanna so nógv fólk sum gjørligt í Føroyum. “Føroyar hava verið fremsta land í heiminum, tá umræður kanningar av Covid-19 koronavirusi fyri hvønn íbúgva. Um 12% av fólkinum í Føroyum eru kannaði. Men nú eru lutfalsliga fleiri kannað í Ísland. Eisini hava fleiri onnur lond sett sær fyri, at bjóða alsamt fleiri at verða kannað, tí tey hava staðfest, at hetta er besti mátin at tálma spjaðingini av virusinum, og at venda aftur til ein meira vanligan gerandisdag sum skjótast.” sigur Kristina Háfoss Samstundis sum stórar avmarkingar eru á gerandisdegnum hjá føroyingum, so koma nógv fólk til Føroya úr útlandinum vikuliga. Tilmælt verður hesum, at fara í sóttarhald, men onki krav er. ”Ein máti at tálma smittuvanda frá fólki, ið koma til Føroyar úr útlondum, er við lóg at krevja at tey fara í sóttarhald, og at tey verða kannað fyri Covid-19 smittu, hví verður hetta ikki gjørt”, spyr Kristina Háfoss eisini landsstýrismannin. So leingi vit í Føroyum ikki nýta alla okkara kanningarútgerð, kundu vit hartil bjóðað okkum fram, at hjálpt grannatjóðum okkara og gjørt kanningar fyri tey. Hetta hevði styrkt um vitanar- og granskingarstøðið í Føroyum og hevði veruliga gjørt Føroyar til undangonguland, tá umræður Covid-19 kanningar.  Eitt nú hava skotsk umboð úr bretska tinginum, víst á, at tey ikki hava havt møguleika at framt neyðugu kanningarnar á skotsku oyggjunum. Og hevði tað verið gleðiligt, kundu vit hjálpt teimum við...

Les meira