Fyrispurningar á tingi
Beinta spyr løgmann um ítróttarkappingar
Fyrispurningur eftir tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um ítróttarkappingar, settur løgmanni Bárði á Steig Nielsen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Hvørji eru almennu tilmælini um, hvørt ítróttarkappingar skulu byrja aftur ella ikki? 2. Hvat heldur løgmaður um, at ítróttargreinar byrja aftur, hóast heilsumyndugleikar mæla frá hesum, um ítróttargreinar ikki megna at lúka tilmælini um t.d. frástøðu og annað? 3. Heldur løgmaður, at sersambondini sjálvi skulu gera av, um teirra ítróttargrein skal byrja aftur ella ikki? Viðmerkingar: Nógv ivamál hava tikið seg upp um, hvørt ítróttarkappingar kunnu byrja aftur ella ikki. Tað tykist at vera upp til sersambondini at gera av. Summi sersambond hava tikið avgerð um at byrja kappingar aftur, meðan onnur hava avlýst. Heilsumyndugleikar og politiski myndugleikin koma viðhvørt við ymiskum tilmælum, og tí kann vera trupult at fáa greiðu á, hvørji almennu tilmælini eru. Á Løgtingi, 24. apríl 2020 Beinta Løwe...
Les meiraBeinta sett fyrispurning um háskúlar
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um háskúlar, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Hvat fer landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at virksemi á háskúlunum kring landið kann halda fram eftir støðuna við korona? 2. Fer landsstýrismaðurin at arbeiða fyri at fáa eina eykajáttan til háskúlavirksemi ella á annan hátt at hjálpa háskúlum fíggjarliga eftir, at virksemi er darvað av koronastøðuni? 3. Nær fara háskúlarnir at fáa kunning um, nær og hvussu tey kunnu byrja virksemi aftur. Viðmerkingar: Fleiri skúlar eru kring landið, ið koma undir lógina um háskúla. Skúlarnir eru sjálvsognarstovnar, og tískil hvørki privatar fyritøkur ella beinleiðis almennir skúlar. Sostatt eru hesir skúlar í einari serstøðu. Stjórin á Føroya Fólkaháskúla hevur gjørt vart við, at tey missa inntøkur, og at tey ikki vita nær, ella hvussu tey kunnu byrja virksemi aftur. Fyri at fáa greiðu á hesum ivamálum verður hesin fyrispurningur settur. Á Løgtingi, 24. apríl 2020 Beinta Løwe...
Les meiraBeinta spyr um støðuna hjá fólki í dagpeningaskipanini
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur, settur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismanni í almannamálum, viðvíkjandi støðuni hjá fólki í dagpeningaskipanini (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvussu er støðan hjá fólki, sum eru í dagpeningaskipanini, men sum hava fingið boð um, at viðgerðin av málinum er seinkað av støðuni við korona? 2. Kunnu fólk, sum skjótt detta út úr dagpeningaskipanini, fáa longt tíðarskeiðið í dagpeningaskipanini, um málsviðgerðin er seinkað av korona støðuni? 3. Um fólk detta úr dagpeningaskipanini, tí mál teirra er seinkað av korona støðuni, hvar fáa tey so fíggjarliga hjálp? Viðmerkingar: Støðan við korona leggur nógv trýst á almennu skipaninar. Tí kunnu viðgerðir av øðrum málum verða seinkaðar nakað. Hetta er óheppið fyri fólk, sum vóru í dagpeningaskipanini, áðrenn koronastøðan tók seg upp. Málsviðgerðin kann verða seinkað, og fyri tey, sum skjótt detta úr dagpeningaskipanini, er hetta ein sera óheppin støða. Ístaðin fyri at fáa avgreitt mál teirra, kunnu tey detta niður ímillum av einari bráfeingis støðu, sum er íkomin kring alt landið. Talan er ikki um fólk, sum eru fevnd av “korona skipanini”, men um fólk sum vóru í dagpeningaskipanini, áðrenn korona tók seg upp. Á Løgtingi, 30. mars 2020 Beinta Løwe...
Les meiraSirið spyr um landið fíggjar skaðar á grótkøst, sum eru farin í storminum kring landið.
Grein 52a fyrispurningur til Jørgen Niclasen fíggjarmálaráðharra um, at landið fíggjar skaðar á grótkøst, sum eru fari í storminum kring landið. Er landsstýrismaðurin sinnaður at bera uppskot í løgtingið, sum heimilar landinum at fíggja skaðar á grótkøst, sum eru farin í ódnarveðrinum seinastu dagarnar ? Viðmerkingar: Í ringa ódnarveðrinum, sum júst hevur verið eru stórir skaðar kring landið. Tað hevur verið alment frammi, at í Hvalba og í Porkeri hava grótkastini fingið stóran skaða. Møguliga er tað eisini hent aðrastaðni, og í so fall eru tey umfatað av spurninginum. Tá ið slíkir skaðar hava verið fyrr hevur landið verið við at fíggja endurbyggingina. Tí er spurningurin um landsstýrismaðurin metir, at landið í hesum føri eigur at hjálpa til, so havnaløgini skjótast gjørligt kunnu vera gjørd aftur. Havnaløgini eru í nógvar mátar partur av tilverugrundarlagnum kring landið. Og hetta er ein serliga støða, sum kommunurnar ikki hava havt møguleika at lagt upp fyri. Tí eigur landið, eins og fyrr er gjørt, at vera aktivur partur av endurbyggingini av grótkøstunum. Sirið Stenberg...
Les meiraKristina spyr um politiskir flokkar og valevni skulu upplýsa fíggjarligan stuðul
Munnligur fyrispurningur um at politiskir flokkar og valevni skulu upplýsa um fíggjarligan stuðul til løgmann Fer løgmaður at gera uppskot til lógarbroyting viðvíkjandi upplýsing um privatan stuðul til politiskar flokkar og valevni í Føroyum? Um ikki, hví? Heldur løgmaður ikki, at tað er ein trupulleiki, at politiskir flokkar og valevni í Føroyum kunnu móttaka óavmarkaðan fíggjarligan stuðul, uttan at krøv verða sett til, at upplýsast ing um, hvar stuðulin kemur frá? Heldur løgmaður, at tað kann hava ávirkan á ein politiskan flokk ella eitt valevni, um hesi móttaka stóran fíggjarligan stuðul? Um ikki, hví? Heldur løgmaður, at tað kann ávirka fólkaræðið jaliga, um gjøgnumskygni var, tá umræður um flokkar ella valevni fáa fíggjarligan stuðul? Um ikki, hví? Viðmerking Sjálvandi skal valda fult gjøgnumskygni, tá umræður tann fíggjarliga stuðul, ið politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni fáa. Hetta er eisini galdandi í øllum teimum londum, sum vit vanliga samanbera okkum við. Hetta fyri at tryggja eitt so gott fólkaræði sum møguligt, og so stórt álit á politisku skipanina sum møguligt. Í Føroyum er støðan tann, at politiskir flokkar og valevni kunnu móttaka óavmarkaðan fíggjarligan stuðul uttan at upplýsast skal um hetta, og uttan at upplýsast skal um, hvør veitir stuðulin. Hetta er als ikki nøktandi. Tí er lógaruppskot lagt fram, ið hevur til endamáls at tryggja, at almenningurin altíð kann fáa fult innlit í, hvussu politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni fíggja valstríð og virksemi teirra, herundir hvør privatur stuðul verður latin flokkum, løgtingslimum og valevnum. Tað er sjálvandi ikki ein trupulleiki at stuðul verður veittur, men tá vit vita, at størri fíggjarligur stuðul kann fáa ávirkan á tann politikk, ið framdur verður, er neyðugt, at veljarar vita, hvørt ein flokkur ella eitt valevni fáa størri fíggjarligan stuðul frá ávísari fyritøku, felagsskapi, persóni ella øðrum. Hetta er púra vanligt at upplýsa í øðrum londum, ið vit samanbera okkum við, og eiga vit at spyrja: ”Hví skal ikki upplýsast um fíggjarligan stuðul til politiskar flokkar og valevni í Føroyum?” Samgonguumboðini í Rættarnevndini hava í álitinum til løgtingsmál nr. 21/2019: Uppskot til løgtingslóg um upplýsing um privatan stuðul til politiskar flokkar, løgtingslimir og valevni – tíverri valt ikki at taka undir við málinum. Samgonguumboðini í Rættarnevndini (Christian F. Andreasen, Erhard Joensen, Frimodt Rasmussen og Steffan Klein Poulsen) vísa á, at tey meta: ”At áleggja politiskum flokkum at almannakunngera nøvn á persónum og fyritøkum, sum møguliga veita stuðul, fer neyvan at hava stórvegis ávirkan.” Tað má vera tí, at tey ikki meta at stuðul verður veittur flokkum og valevnum. Men í sama áliti verður staðfest: ”Í ringasta føri kann hetta hava við sær, at eingin vil stuðla politiskum flokkum og valevnum.” Hetta bendir á, at mett verður at tað er privatur stuðul til flokkar og valevni í dag. Tá valstríð eru, eru nógvar gitingar og søgur um, hvør fær stuðul frá hvørjum. Hetta gagnar ikki okkara fólkaræði og skaðar álitið á politisku skipanina. Um tað hinvegin var gjøgnumskygni og upplýsingarskylda, so var hetta ongin trupulleiki. Í grannalondum okkara og aðra staðni er vanligt at politiskir flokkar og valevni fáa privatan stuðul, men hetta verður alment upplýst. Løgmaður hevur víst ávísan áhuga fyri, at tryggja, at vit í Føroyum fáa líknandi treytir sum í londum vit vanliga samanbera okkum við, tá umræður upplýsingarskyldu um fíggjarligan stuðul til politiskar flokkar og valevni. Tí verða hesir spurningar settir. Á...
Les meiraSirið spyr um víðkan av barnapsykiatriska dagtilboðnum
Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í heilsumálum Kaj Leo Holm Johannesen um víðkan av barnapsykiatriska dagtilboðnum. 1 Hvørjar ætlanir eru at víðka um virksemið í barnapsykiatriini, so dagtilboðið verður eitt samdøgurstilboð ? 2 Hvussu er støðan við bíðilistum í barnapsykiatriini ? Viðmerkingar; Í fjør fingu vit loksins eina barnapsykiatriska deild. Í fyrsta umfari eitt dagtilboð. Lagt er upp til, at dagtilboðið við tíðini skal víðkast til eisini at vera tøkt vikuskifti og kvøld, og tá ið tað er neyðugt og ber til eisini eitt døgntilboð. Barnapsykiatriin er ment sera nógv seinastu árini, og starvsfólkaorkan og virksemið er økt nógv. Hetta hevur eisini verið bæði tiltrongt og neyðugt. Vit hava nú uppbygt eitt væl skikkað starvsfólkatoymi, sum ikki bert ger útgreiningar av børnum, men eisini kann hjálpa við viðgerð. Góðir førleikar eru bygdir upp, so virksemið allatíðina kann víðkast og mennast. Og fysisku karmarnar eru bøttir munandi. Tí er spurningurin, hvørjar ætlanir eru at víðka um virksemið á hesum týdningarmikla øki, so børn og ung kunnu fáa enn betri hjálp og viðgerð so tíðliga í lívinum sum tilber. Sirið Stenberg, Tjóðveldi Myndirnar eru frá móttøkuni i barnapsykiatrisku dagdeildini...
Les meiraSirið spyr um støðuna á Barnaheiminum
Munnligur fyrispurningur til landsstýriskvinnuna í almannamálum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir um støðuna á Barnaheiminum 1 Hvat verður gjørt fyri at bøta um støðuna á Barnaheiminum, so trivnaðurin hjá starvsfólkunum verður betri ? 2 Hvørjar avleiðingar kann støðan við skiftandi starvsfólkum og vánaligum trivnaði hava á børnini, sum eru á Baraheiminum ? 3 Hvussu nógv starvsfólk hava sagt seg úr starvi seinasta árið ? 4 Metir landsstýriskvinnan, at støðan á Barnaheiminum er nøktandi fyri starvsfólkini og børnini ? Viðmerkingar; Vit hava frætt í miðlunum, at trivnaðurin hjá starvsfólkunum á Barnaheiminum er vánaligur, og at stórt skifti er í starvsfólkahópinum. Ónøktandi starvsfólkaviðurskifti kunnu uttan iva hava negativa ávirkan á børnini, sum eru á Barnaheiminum. Somuleiðis er tað ótrygt fyri børnini við nógvum skiftandi starvsfólkum. Børnini, sum eru á Barnaheiminum, eru í serliga viðbreknari støðu. Tey eru har av ymiskum orsøkum. Tað ikki at búgva heima er ein avbjóðing í sjálvum sær. Og um umstøðurnar ikki eru tryggar, støðugar og umsorganarliga nøktandi, so er trupult at bjóða børnunum tað, teimum tørva. Serliga er tørvur á góðum fakligum førleikum og støðugum umsorganarpersónum, sum barnið kann hava álit á. Soleiðis sum støðan er lýst alment, eru børnini ótrygg. Umframt at man fær fatan av, at Barnaheimið sum stovnur tykist vera í kreppustøðu. Barnaumboðsmaðurin er sum skilst í málinum. Sirið Stenberg,...
Les meiraBjørt spyr um Barnsburðartrygging fyri sjálvstøðugt vinnurekandi
Barnsburðartrygging fyri sjálvstøðugt vinnurekandi Fyrispurningur settur Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í vinnumálum – Metir landsstýrismaðurin, at fólk, sum seta egna fyritøku á stovn, í nóg stóran mun kenna møguleikan at tekna trygging fyri at fáa rætt til barsilspening? – Veit landsstýrismaðurin, hvussu ofta tað er, at sjálvsstøðugt vinnurekandi detta niðurímillum, tí tey ikki hava teknað hesa trygging? – Metir landsstýrismaðurin, at neyðugt er við gjøllari kunning og ábøtur á skipanina fyri sjálvstøðugt vinnurekandi? – Hvussu stórur partur av teimum, sum fáa gjald úr barsilsskipanini eru sjálvstøðugt vinnurekandi? Viðmerkingar Barsillskipanin er ein tryggingarskipan, sum skal veita foreldrum endurgjald fyri mista lønarinntøku, tá tey eru í barnsburðarfarloyvi. Ein nútímans góð barsilsskipan er tí ein týðandi táttur at tryggja grundarlagið undir familjunum, tá børn koma í heimin. Ikki minst hjá sjálvstøðugt vinnurekandi. Tað er umráðandi at sjálvstøðugt vinnurekandi kenna møguleikar og rættindi í mun til barsilsskipanina. Øll alment sett gjalda ávíst mánaðargjald av føstu lønini í barsilsgrunnin. Hetta er lógarfest krav. Fyri sjálvstøðugt vinnurekandi hinvegin, er møguligt at velja at tekna eina trygging, fyri at fáa rætt til barsilspening. Tryggingin kostar 500 kr. um árið og skal hava verið í gildi samanhangandi í minst eitt ár, áðrenn barsilsfarloyvið við løn kann byrja. Hevur tann sjálvstøðugt vinnurekandi havt A-inntøku í útrokningartíðarskeiðnum, telur hetta við í útrokningargrundarlagnum fyri útgjaldi. Sjálvstøðugt vinnurekandi, sum hava fólk í starvi, gjalda til barsilsskipanina fyri starvsfólk síni, tí hesi hava A-inntøku. Fyri sjálv/ur at fáa útgjald, má tann sjálvstøðugt vinnurekandi tó tekna trygging, tí viðkomandi hevur B-inntøku. Ikki øll sjálvstøðugt vinnurekandi tykjast kenna nóg væl til rættindir og skyldur í sambandi við barsilsskipanina, hóast kunning verður givið um møguleikan, tá fyritøkan verður skrásett í Vinnuskránni. Sum skilst kemur tað javnan fyri, at vinnurekandi gloyma at tekna tryggingina, kanska serliga vinnurekandi, sum longu gjalda í skipanina fyri starvsfólk síni. Á Løgtingi 10. februar 2020 Bjørt Samuelsen...
Les meiraHervør spyr um útbyggingina á Kambsdali
Til landsstýrismannin í útbúgvingarmálum, Jenis av Rana Munnligur fyrispurningur um útbygging av miðnámi á Kambsdali Hvussu langt er komið við verkætlanini um at byggja út á Miðnámi á Kambsdali? Ætlar samgongan at byggja víðari upp á arbeiðið, ið undanfarna samgonga setti gongd á? Viðmerkingar: Miðnám á Kambsdali er ein dýrabarur vitanardepil fyri borgararnar í norðurpartinum av Føroyum. Tað liggur eitt stórt virði í at kunna bjóða borgarum miðnámsútbúgvingar um alt landið. Men miðnámsskúlanæmingar í øllum Føroyum mugu hava javnbjóðis kor og eitt útbúgvingarumhvørvi, ið er gott, og mennir læringina. Triðja byggistig er seinasti partur av fullføringini av útbyggingini í samband við samanleggingina av miðnámsskúlunum á Kambsdali. Undanfarna samgonga setti 30 mió. kr av til hesa verkætlanina yvir 4 ár. Tá ið samgongan samtykti fíggjarlógina fyri nýggjár, varð útbyggingin útsett. Serliga var tað náttúruvísindaøkið, ið hesaferð skuldi verða raðfest og útbygt. Náttúrubreytin bjóðar tær lærugreinar, ið skulu til fyri at kunna søkja inn á útbúgvingar, so sum til lækna, verkfrøðing, alisfrøðing, evnafrøðing og lívfrøðing. Allar útbúgvingar, ið vit hava stóran tørv á í mun til at styrkja heilsuverkið og at skapa loysnir til at loysa veðurlagskreppuna. Tað hevur sjálvsagt stóran týdning, at hendan útbyggingin heldur á og verður liðug skjótast gjørligt, so at næmingar úr norðurøkinum fáa nútíðarhóskandi undirvísingarumstøður. Við hesum síðsta byggistignum fær Miðnám á Kambsdali javnbjóðis umstøður at bjóða sínum næmingum, sum aðrir miðnámsskúlar í landinum hava. Hetta síðsta byggistigið betrar umstøðurnar hjá næmingum og lærarum, so tey hava eitt tíðarhóskandi og gott umhvørvi í gerandisdegnum á miðnámsskúlanum. Góð kor og góðar umstøður skapa trivna og betri møguleikar fyri læring. Sjálvandi skulu næmingar á Kambsdali hava somu góðu kor, sum eitt nú næmingar á Glasi. Tí spyrji eg landsstýrismannin í útbúgvingarmálum, hvussu langt er komið við verkætlanini, og um landsstýrið ætlar at halda fram við tí abeiði, ið undanfarna samgonga fór undir? Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri...
Les meiraHøgni spyr um herskyldu og hernaðarmál í Føroyum
Munnligur fyrispurningur til løgmann um at boða frá, at føroyingar hava onki við danska herskyldu og danska herin at gera Nú uppskot er í danska tinginum um, at føroyingar skulu gera herskyldu í danska herinum, hevur løgmaður mótmælt og boðað donsku stjórnini og umheiminum frá, at føroyingar eru ein egin tjóð, sum onki hevur við danska herskyldu og danska herin at gera? Hevur landsstýrið beinanvegin boðað donksu stjórnini og umheiminum frá, at tað bert er føroyska tjóðin og føroyskir fólkavaldir myndugleikar, ið skulu taka avgerðir um hernaðarmál í okkara egna landi? Hvat ger landsstýrið fyri at steðga tí áhaldandi og vaksandi áganginum at fremja danska nasjonalismu í Føroyum, har søgufalsanin um ein sonevndan “ríkisfelagsskap” støðugt verða trúttað niður í føroyingar, og sum tekur frá okkum tjóðarrættindini at ráða í egnum landi? Viðmerkingar: Nú er uppskot í danska tinginum um at føroyingar skulu gera herskyldu í danska herinum. Danski Fólkaflokkurin við síni ógvusligu dagsskrá um danska nasjonalismu og danskt hjálandaveldi í Føroyum og Grønlandi, krevur, at føroyskir menn skulu gera herskyldu í danska herinum. Hetta fyri at taka lut í at “verja” tann sonevnda “ríkisfelagsskapin” – eitt hugtak, ið als ikki finst í altjóða lóg ella rætti, men sum verður brúkt sum politisk propaganda til at verja danska ríkið og tess áhugamál. Danska tingið hevur fleiri ferðir seinnu árini tikið avgerð um at fara í kríggj úti í heimi – í Irak og í Afghanistan – uttan at spyrja føroyingar eftir. Nú er so uppskot um, at føroyskir unglingar skulu sendast í kríggj fyri donsk áhugamál. Herfyri boðaði danski verjumálaráðharrin somuleiðis frá, at Danmark vildi hava hernaðarútbyggingar í Føroyum. Talan er um ein markleysan frekleika mótvegis føroyska fólkinum og føroyskum fólkavaldum myndugleikum. Atvoldin til hesa framferð er sjálvsagt, at Danmark óttast at missa sítt vald í Norðuratlantshavi og í Arktis, nú heimsins stórveldi stríðast um vald og ávirkan í okkara londum og okkara sjógvi. Føroyingar hava onki við danska herin at gera. Føroya Løgting hevur ferð eftir ferð mótmælt hernaðarútbyggingum í Føroyum, men Danmark hevur kortini tikið avgerðir um okkara land og um hernaðarmál í Føroyum yvir høvdið á føroyska fólkinum. Danmark hevur brúkt Føroyar (og Grønland) sum ein finnu í einum hernaðarpolitiskum talvi millum stórveldini til egnan fyrimuns. Sambært frágreiðing frá Føroya landsstýri í ár 2000, hevur Danmark bert frá 1962 til 1989 spart meira enn 50 milliardir krónur í hernaðarútreiðslum við at brúka Føroyar og Grønland sum hernaðarstøðir, hóast mótmæli frá Føroya Løgtingi. Hartil hevur Føroya landsstýri staðfest, at tað er ikki Danmark, sum hevur nakra “verju” í Føroyum. Føroyar liggja innanfyri tað bretska hernaðarliga trygdarøkið, og skuldi nakað hent hernaðarliga í Føroyum, fer Bretland at fremja atgerðir – eins og vit sóu undir øðrum veraldarbardaga. Kortini royna danskir politikarar aftur at seta dagsskránna og at taka avgerðir yvir høvdið á føroyingum. Tí verður spurt, hvussu landsstýrið hevur gjørt støðu Føroya greiða, soleiðis at bert føroyingar og føroyskir myndugleikar taka avgerðir um okkara støðu í hernaðarmálum. Høgni Hoydal...
Les meira