Lýsing

Fyrispurningar á tingi

Lítið eftirlit við útlendskum ognarskapi í fiskivinnuni

, 16/12/2019

Lítið eftirlit við útlendskum ognarskapi í fiskivinnuni

Tað kunnu ganga ár ímillum, at útlendskur  ognarskapur í fiskivinnuni verður kannaður, tí Vørn hevur ikki orku at kanna tað. Tað kemur fram í svari frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, til Beintu Løwe, tingkvinnu  hjá Tjóðveldi.   Vørn skal kanna útlendskan ognarskap í fiskivinnuni, men Vørn hevur ikki orku til hetta, og tí kunnu ganga ár ímillum, at hvørt felag verður kanna, verður sagt í svarinum. Vørn hevur upplýst, at Vørn manglar arbeiðsorku og tekniskar loysnir fyri at hava nøktandi eftirlit. Í svarinum frá landsstýrismanninum til tingkvinnuna hjá Tjóðveldi verður millum annað sagt: “Vørn hevur tveir løgfrøðingar, sum taka sær av hesum málum. Hvørja ferð eitt nýtt felag ynskir at virka í fiskivinnuni ella broytingar fara fram í einum verandi felagi, kannar Vørn um ognarviðurskiftini eru í lagi. Hetta inniber at kanna eigarabók, stovningarskjal, viðtøkur, roknskap, lánsavtalur v.m. Vørn innheintar skjølini frá felagnum til hetta. Tryggjast skal, at avgerðarrætturin í felagnum er heimahoyrandi í Føroyum. Fyri tey verandi feløgini skal avgerðarrætturin vera í minsta lagi 2/3 føroyskur. Samstundis verða kanningar tiknar upp við regluligum millumbilum. Hetta er tó drúgt og tíðarkrevjandi arbeiði, og tað kunnu sostatt ganga ár ímillum, at hvørt felag verður kannað. Vørn hevur upplýst, at Vørn manglar arbeiðsorku og tekniskar loysnir fyri at hava nøktandi eftirlit. “ Svarið kann takast niður her: https://logting.fo/files/casewrittenquestion/932/030.19.%20Svar%20fra%20J.%20Vestergaard%20til%20B.%20Lowe%20-%20eftirlitid%20hja%20Vorn.pdf...

Les meira

Beinta vil hava svar uppá fundin við kinesisku sendistovuna!

, 11/12/2019

Beinta vil hava svar uppá fundin við kinesisku sendistovuna!

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um fund við kinesisku sendistovuna, settur løgmanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hví var landsstýrismaðurin í fíggjarmálum á fundinum við kinesisku sendistovuna í november? 2. Hví var landsstýrismaðurin í vinnumálum ikki á fundinum? 3. Hevur landsstýrið/løgmansskrivstovan ella onnur aðalráð ráðført seg ella samskift við danska uttanríkismálaráðið í sambandi við fundin og nógv umrødda fútabannið? 4. Um svarið til spurning 3 er ja, hvør var so tilráðingin hjá danska uttanríkismálaráðnum? Viðmerkingar: Nógv hevur verið tosað og gitt seinastu vikurnar um nógv umrøddu fundirnar, ið løgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hava havt við kinesisku sendistovuna. Hvat tosað hevur verið um á fundunum er ógreitt, men kortini er tað áhugavert, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tekur lut á fundinum, meðan landsstýrismaðurin í vinnumálum ikki var á fundinum, sambært tí, ið er komið fram í miðlunum. Á Løgtingi, 10. desember 2019 Beinta Løwe...

Les meira

Landsstýrið trýstir stórmál ígjøgnum Løgtingið, hóast manglandi upplýsing og viðgerð

, 06/12/2019

Landsstýrið trýstir stórmál ígjøgnum Løgtingið,  hóast manglandi upplýsing og viðgerð

Hví skulu stórmál, so sum umfatandi broytingar í pensjón og fiskivinnu, trýstast og skundast ígjøgnum Løgtingið í desembur 2019?   Hevur tað ikki týdning fyri landsstýrið at geva stórmálum neyðuga viðgerð, upplýsing og royna at fáa semjur um varandi loysnir?   Hví er ikki møguligt hjá andstøðuumboðum í Løgtingins Fíggjarnevnd at fáa neyðugu haldførisútrokningarnar, hóast biðið er um hesar?   Metir landsstýrismaðurin at tað er rætt, at leggja umfatandi lógarbroytingar fyri Løgtingið, uttan at ávirkanin á langtíðar fíggjarliga haldførið – og harvið á land, kommunur og vælferðarsamfelagið – verður lýst?   Hvør er samlaði kostnaðurin fyri landskassan av teimum trimum pensjónsuppskotunum, ið landsstýrið hevur lagt fyri Løgtingið, tá tey eru sett í verk, umframt ár 5,10,15, 20 og 25?   Hvør er samlaði kostnaðurin kommunurnar – og býtt á kommunur – av teimum trimum pensjónsuppskotunum, ið landsstýrið hevur lagt fyri Løgtingið, tá tey eru sett í verk, umframt ár 5,10,15, 20 og 25?   Hvussu ávirka lógaruppskotini fíggjarliga haldførið komandi árini, samsvarandi tí haldførismyndli, ið hevur verið brúktur í sambandi við pensjónsnýskipanararbeiðið? Í mió. kr. og í % av BTÚ, ár 5, 10, 15, 20 og 25?   Hví eru ongar ætlanir um, at leggja uppskot fram, ið skulu fíggja pensjónsbroytingarnar?   Kommunurnar missa við uppskotunum stórar inntøkur. Er ætlanin at veita kommunum endurgjald fyri mistu inntøkurnar? Um so er, hvussu?   Pensjónsnýskipanin varð samtykt í fjør við semju tvørturum samgongu og andstøðu. Hví er ongin roynd gjørd, at fáa semju um broytingar, ið nú umfatandi broytingar aftur verða framdar?   Viðmerkingar Eins og í desembur 2011, tá Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin eisini júst høvdu tikið við landsins leiðslu og trýstu forskatting, søguliga stóra pensjónsskattahækking, forskatting og flatskatt ígjøgnum, so verða aftur nú stór og sera grundleggjandi mál skundað og trýst ígjøgnum Løgtingið – uttan neyðuga viðgerð og uttan lýsing av veruligu avleiðingunum. Hesuferð eru tað fiskivinnulóggávan og pensjónslóggávan, ið skulu skundast ígjøgnum. Tykist sum einasta endamálið er, at forða fyri, at Løgtingið og almenningurin fáa neyðugu tíðina at viðgera málini. Tí hví skulu tey annars skundast ígjøgnum, uttan hoyringar, uttan neyðugar útrokningar av fíggjarligum avleiðingum, og uttan neyðugu viðgerðina í løgtingsnevndunum? Um samgongan ætlar at stjórna komandi árini, so átti samgongan eisini givið hesum stórmálum ta tíð, ið krevst, fyri at fáa lýst tey til fulnar, og fyri at fáa gjørt eina roynd at fáa loysnir, ið breiðar politiskar semjur kunnu vera um. Hetta hevur alt samfelagið tørv á. Alt annað gevur heldur ikki meining. Tann einasta orsøkin til at skunda stórmál ígjøgnum uttan neyðugar upplýsingar og viðgerð, kann vera, at onkur í samgonguni sær, at um so er, at málini verða viðgjørd og upplýst til fulnar, so kemur fram, at aðrar loysnir skulu fremjast. Loysnir, ið eru gagnligari fyri borgarar, vinnu og samfelagið. Eitt av stórmálunum, ið nú skulu trýstast ígjøgnum Løgtingið, eru umfatandi broytingar í pensjónsnýskipanini. Ongin verulig viðgerð hevur verið av hesum málum. Hetta hóast talan er um eitt mál, sum grundleggjandi broytir skatta- og pensjónsviðurskifti og ávirkar allar føroyingar. Sagt verður at leyslig meting er, at uppskotini kosta landi og kommunum 123 mió. kr. fyrsta árið, og helst kosta uppskotini fleiri 100 mió. kr. komandi árini. Men hetta er alt bert git, tí tað ber ikki til, at fáa landsstýrið at gera neyðugu haldførisútrokningarnar. Málið hevur heldur ikki verið til hoyring, áðrenn tað varð...

Les meira

Hvør hevur ábyrgd av heimleysum?

, 05/12/2019

Hvør hevur ábyrgd av heimleysum?

Tað við Hervør Pálsdóttir hava svar uppá, tí hevur hon sett Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur  fyrispurning   Fyrispurningur um ábyrgd av heimleysum, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur at svara skrivliga eftir TS § 52a   Er nøkur ætlan at fáa staðfest við lóg, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av heimleysum? Hvat verður gjørt fyri at hjálpa teimum, ið eru heimleys í Føroyum? Hvønn skulu heimleys venda sær til fyri at fáa ta hjálp, teimum tørvar? Hvussu nógv heimleys eru í Føroyum, og hvør telur við sum heimleysur? Viðmerkingar: Tað er einki nýtt í, at bústaðarneyðin í Føroyum er stór. Fleiri liva í konstantum ótryggleika, tí tey ikki hava fast tak yvir høvdið. Í Føroyum hava vit ikki lóg um heimleys, eins og tey hava aðrastaðni. Fleiri føroyingar uppliva, at eingin hjálp er at fáa, tá tey gerast heimleys, tí ábyrgdin ikki liggur hjá nøkrum ávísum myndugleika. Tí verður hesin fyrispurningur settur, fyri at vita, hvør hevur ta ábyrgdina, tá fólk eru vorðin heimleys.   Á Løgtingi, 5. desember 2019 Hervør...

Les meira

Hvussu neyvt er eftirlitið hjá Vørn?

, 03/12/2019

Hvussu neyvt er eftirlitið hjá Vørn?

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um eftirlitið hjá Vørn, settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard (at svara skrivliga eftir TS § 52a)   1. Hvussu er eftirlitið hjá Vørn við útlendskum ognarskapi í føroysku fiskivinnuni? 2. Metir Vørn, at Vørn hevur arbeiðsorku at røkja eftirlitið til fulnar? 3. Hvussu regluliga er eftirlit við ognarskapi í fiskivinnuni? 4. Kannar Vørn, um samsvar er millum tað, sum er fiskað, tað, sum verður landað, og tað, sum verður selt av landinum? 5. Um Vørn kannar tað, ið spurt verður um í spurningi 4, hvat vísa kanningar hjá Vørn av hesum?   Viðmerkingar: Nú kjak hevur tikið seg upp í Íslandi viðv. framferðini hjá íslendskum reiðaríum í útheiminum, verður hesin fyrispurningur settur fyri at vita, hvussu føroysku myndugleikarnir eru fyri til tess at gera eftirlit. Á Løgtingi 3. desember 2019 Beinta Løwe...

Les meira

Verður nøkur serskipan í eldrarøktini fyri Suðuroynna?

, 20/11/2019

Verður nøkur serskipan í eldrarøktini fyri Suðuroynna?

Hettar vil Sirið stenberg hava at vita frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum á tingfundinum í dag   Munnligur fyrispurningur til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismann í almannamálum viðvíkjandi eldrarøktini í Suðuroynni   Ætlar landsstýrismaðurin at gera nakra serskipan fyri Suðuroynna, líknandi tí sum er gjørd fyri Sandoynna soleiðis, at økið fær størri fígging at røkja tænastuna til borgararnar á nøktandi hátt ? Ella hevur landsstýrismaðurin aðra ítøkiliga ætlan at hjálpa Bú- og heimatænastuni í Suðuroynni ? Hvørja støðu hevur landsstýrismaðurin til, at stýrið fyri Bú- og heimatænastuna í Suðuroynni hevur víst á, at tey ikki megna at røkja sínar skyldur á eldraøkinum ?   Viðmerkingar: Í longri tíð hevur Bú- og heimatænastan í Suðuroynni víst á, at tey ikki megna at røkja sínar skyldur á eldraøkinum við tí afturbering, sum økið fær frá landinum. Kommunurnar eru millum tær, sum hava lægst inntøkur, og fleiri av teimum hava víst á, at tær ikki megna at rinda meira, enn afturberingin frá landinum er. Tìskil fáa borgarar í økinum ikki nøktandi tænastu í dag. Skulu vit ikki koma heilt av leið við A og B borgarum og stórum ójavna millum økini í landinum, mugu munagóð átøk gerast fyri Suðuroynna. Tí hesir spurningar til landsstýrismannin fyri at fáa greiðu, á hvussu hon hugsar sær eina loysn á málinum.   Á Løgtingi,  20. november 2019 Sirið Stenberg...

Les meira

Sirið spyr um broytingar í pensjónsskipanini

,

Sirið spyr um broytingar í pensjónsskipanini

Á tingfundinum í dag, setir Sirið Stenberg munnligan fyrispurning til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismann í almannamálum Viðvíkjandi broytingum í pensjónsskipanini   Munnligur fyrispurningur til  Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismann í almannamálum  Viðvíkjandi broytingum í pensjónsskipanini   Hvussu nógv kann ein fólkapensjonistur forvinna við síðuna av pensjónini við nýggja pensjónsuppskotinum, sammett við verandi skipan, áðrenn mótroknað verður ? Fara ætlaðu broytingarnar í pensjónsskipanini at økja um sosiala ójavnan millum fólkapensjónistar ?   Viðmerkingar: Fyri framman er lagt upp til stórar broytingar í pensjónsskipanini. Uppskotini hava ikki verið til hoyringar og trupult er at meta um, hvørja ávirkan uppskotini hava á fleiri mótum. Við hesum spurningum er ætlanin at fáa greiðu á, um broytingarnar fara at økja um sosiala ójavnan. Og at fáa lýst, hvussu nógv folkapensjonistar frameftir kunnu forvinna, uttan at verða mótroknað, sammett við verandi skipan.   Á Løgtingi,  20. november 2019 Sirið Stenberg...

Les meira

Munnligur fyrispurningur um tiltøk at basa dálking við plasti, settur Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í umhvørvismálum

, 18/11/2019

Munnligur fyrispurningur um tiltøk at basa dálking við plasti, settur Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í umhvørvismálum

Ætlar landsstýrismaðurin at seta í verk tiltøk at avmarka dálking við plasti, sum mælt er til í tilmæli frá Umhvørvisstovuni? Um ja, hvørji av teimum 11 tilmælunum er ætlanin at fara undir fyrst og hvørji síðan? Hvørji stig ætlar landsstýrismaðurin at taka fyri at styrkja samstarvið ímillum myndugleikar, vinnugreinar, áhugafeløg o.o., at fyribygja plastdálking av náttúruni? Er ætlanin at fylgja samtyktini hjá ES um at minka um ávirkanina á umhvørvið av plastúrdráttum, sum øll norðurlond gjøgnum ES ella EBS verða bundin av?   Viðmerkingar Neyðugt er at seta fleiri tiltøk í verk, skulu Føroyar minka um ovurnýtsluna av plasti, sum tíverri í stóran mun dálkar náttúruna bæði á sjógvi og landi. Í vár handaði Umhvørvisstovan táverandi landsstýriskvinnu í umhvørvismálum eitt tilmæli um ymiskt tiltøk, sum kunnu vera við til at avmarka plastdálkingina í náttúruni, og kunnu tryggja, at plast verður burturbeint á rættan hátt. Tilmælini vóru 11 í tali: 1: Víðka pantskipanina fyri einnýtisíløt úr plasti. 2: Økja endurnýtslu av plasti frá bæði vinnu og húsarhaldum. 3: Gera virkisætlanir fyri at økja endurnýtslu og minka dálking við plasti frá ídnaði, landbúnaði, fiskivinnu og ferðavinnu o.ø. 4: Upplýsing til borgaran um plast. 5: Minka nýtsluna av beriposum úr plasti. 6: Forboð fyri høglskálum úr plasti. 7: Banna ella avmarka nýtsluna av einnýtis borðbúnaði o.ø. úr plasti, eitt nú knívum, gaflum, skeiðum, tallerkum, súgvirørrum, vattpinnum og pinnum til ballónir. 8: Forboð fyri smyrsli o.ø., sum hava mikroplast í sær. 9: Kunngerð um graslíkisvøllir. 10: Stuðulsskipan til havnir/skip, ið taka ímóti burturkasti, sum er tikið upp úr sjónum. 11: Loysn á dálking við spreingileidningum. Grannalond okkara seta eisini miðvís tiltøk í verk á hesum øki. Eitt nú áseta nýggjar ES-reglur, at einnýtisplast verður bannað frá 2021.   Á Løgtingi 18. novembur 2019 Bjørt Samuelsen...

Les meira

Nær verða nýggju tunlarnir norður um Fjall lidnir?

, 07/11/2019

Nær verða nýggju tunlarnir norður um Fjall lidnir?

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um tunlarnar norður um Fjall, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Verður farið undir tunlarnar norður um Fjall, tá Hvalbiartunnilin er skotin ígjøgnum? 2. Nær væntar landsstýrismaðurin, at nýggju tunlarnir norður um Fjall eru lidnir? Viðmerkingar: Í nógv ár hevur verið tosað um at gera nýggjar tunlar norður um Fjall. Enn er onki hent á økinum. Undanfarna samgonga framskundaði tunlarnar norður um Fjall. Enn hevur landsstýrismaðurin ikki svarað ítøkiliga, nær farið verður undir tunlarnar norður um Fjall; tí hesin fyrispurningur til landsstýrsmannin. Á Løgtingi, 7. november 2019 Beinta Løwe...

Les meira

Var fíggjarlig heimild at leiga, umvæla og keypa asfaltverkið?

, 16/10/2019

Var fíggjarlig heimild at leiga, umvæla og keypa asfaltverkið?

Hettar er in av spurningunum ið Beinta Løwe Jacobsen, vil hava svar uppá í § 52 a fyrispurningi settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um asfaltsverkið á Sundi, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvussu nógv er samlaði kostnaðurin fyri asfaltverkið á Sundi, tað vil siga við leigu, umvælingum og keypi v.m.? 2. Var fíggjarlig heimild at leiga, umvæla og keypa asfaltverkið? 3. Ætlar landsstýrismaðurin at kanna málið nærri? Viðmerkingar: Landsgrannskoðanin og undanfarnu løgtingsgrannskoðarar hava gjørt vart við ymist í samband við, at Landsverk leigaði og seinni keypti asfaltverkið á Sundi. Seinni er komið fram í miðlunum, at verkið er í so ringum standi, at tað er latið aftur og ikki verður latið uppaftur. Tí hesin fyrispurningur til landsstýrismannin. Á Løgtingi, 16. oktober 2019 Beinta Løwe...

Les meira