Lýsing

Fyrispurningar á tingi

Beinta sett § 52 a fyrispurning um oljudálking í náttúruni

, 03/10/2019

Beinta sett § 52 a fyrispurning um oljudálking í náttúruni

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52 a Fyrispurningur um oljudálking í náttúruni, settur landsstýrismanninum í umhvørvismálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a) 1. Hvør hevur ábyrgdina av at rudda upp eftir oljudálking í náttúruni? 2. Um tveir partar eru ósamdir um, hvør eigur ábyrgdina av einari oljudálking, hvør skal so syrgja fyri, at dálkingin verður tikin upp, og ikki verður liggjandi í náttúruni? 3. Hvørjar heimildir eru fyri bót, revsing ella øðrum, um so er, at oljudálking ikki verður tikin upp? Viðmerkingar: Fleiri dømi eru um oljudálking, ið ongin vil taka ábyrgd av. Eisini eru dømi um oljudálking, har partar eru ósamdir um, hvør eigur ábyrgdina og harvið kostnaðin fyri at rudda upp eftir dálkingina. Úrslitið er, at oljan verður liggjandi í náttúruni í mánaðir ella ár, og í ringasta føri als ikki verður tikin upp. Hetta eigur als ikki at koma fyri, og tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum í umhvørvismálum. Á Løgtingi, 3. oktober 2019 Beinta Løwe...

Les meira

Óluva Klettskarð spyr um fiskivinnu í Norðoyggjum

, 24/06/2019

Óluva Klettskarð spyr um fiskivinnu í Norðoyggjum

Fyrispurningur um viðurskifti hjá ymsu pørtunum í fiskivinnuni í Norðoyggjum, síðan henda samgongan tók við settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS § 52a)  1.     Hvussu hava inntøkuviðurskiftini og manningarviðurskiftini lagað seg seinastu fýra árini? 2.     Hvussu hava ymsu skipabólkarnir staðið seg undir nýggju lóggávuni? 3.     Er virksemið skert hjá ymsu samtøkunum í Norðoyggjum, nú nógv er at hoyra um afturgongd og vantandi vinning við nýggju lóggávuni um sjófeingi? 4.     Hvussu nógv er virðið á tilfeinginum, tí útlutaða og keypta, sum komið er til Norðoyggjar í mun til undanfarin ár? 5.     Hvussu eru útlitini hjá reiðaríum og fiskimonnum í økinum við nýggju lógini í komandi tíðum?  Viðmerkingar Fyri knøppum ári síðani varð landsstýrismaðurin spurdur um viðurskiftini hjá ymsu pørtunum í fiskiflotanum í Norðoyggjum, síðan henda samgongan tók við – um inntøkuviðurskifti og útlutað virði til Norðoyggjar eins og útlitini hjá reiðaríum og fiskimonnum í komandi tíðum.  Tølini vístu framgongd í avreiðingarvirðum fyri allar bólkar, síðan uppboðssølan gjørdist partur av umsitingini av fiskivinnuni. Tølini fyri 2018 vóru tá ikki tøk.  Lógin um fyrisiting av sjófeingi fór at virka 1. januar í 2018. Nú komið er væl út í 2019, áttu nýggjastu tølini at verið komin til høldar, og landsstýrismaðurin tískil fingið sagt nakað um, hvussu nýggja lógin um sjófeingi er farin at virka.  Spurningurin er, hvussu støðan í Norðoyggjum er vorðin hetta fyrsta árið við lógini um sjófeingi, hvussu ymsu skipabólkarnir nú megna nýggju lóggávuna um sjófeingi, flakatrolarar, uppsjóvarflotin og útróðrarflotin.  Norðoyggjar og Eysturoy dúva upp á fiskivinnuna í størstan mun. Tað er tí av týdningi fyri økini, at fiskivinnan kann megna nýggju avbjóðingarnar. Henda vinna er ikki eyðkend við nýggjum framleiðslutólum ella aðrari framkomnari tøkni – flotin er fyri tað mesta elligamal. Hesi vinnu eins og øðrum eigur lív at vera lagað, so møguleikar eru at endurnýggja seg. Tí nýhugsan og nýskapan er gróðrarbotnur undir hollari og nútímans vinnu, og vinnutól við alsamt nýggjari og framkomnari tøkni eru harafturat bæði rakstarbetri og umhvørvisvinaligari. Á Løgtingi, 21. juni 2019 Óluva...

Les meira

Óluva spyr um føroyskt á fartelefon og teldu

, 19/03/2019

Óluva spyr um føroyskt á fartelefon og teldu

Óluva Klettskarð spyr nú hvussu langt Mentamálaráðið er komið við at fáa føroyskt mál inn í samskiftistøknina, herundir fartelefonir og teldur. 25. mars verður faðirin at móðurmáli okkara, V.U. Hammarshaimb, 200 ár. Og vit fara at hátíðarhalda ta óvanligu støðu, pinkulítla tjóðarmál okkara hevur, at bert eini 80.000 fólk tosa føroyskt. Tingkvinnan hjá Tjóðveldi fer á tingfundinum í morgin 20. Mars kl. 10.00 at seta munnliga fyrispurningin til landsstýriskvinnuna í Mentamálum, Honnu Jensen. Fyrispurningarnir eru: Hvussu langt er MMR komið at kanna og leggja ætlan fyri at fara undir at fáa føroyskt mál inn í samskiftistøknina, herundir fartelefonir og teldur, og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi?Landsstýrið setti málmenning hjá børnum í miðdepilin í 2018 við endamálinum at økja um tilvitið hjá teimum, sum eru um smæstu børn okkara. Hvussu ætlar landsstýriskvinnan at arbeiða við málmenning og skulu vit vænta okkum at stig verða tikin at fáa móðurmálinum betri sømdir? Viðmerkingar: Undanfarna samgonga samtykti uppskot til samtyktar frá Tjóðveldi um føroyskt mál í samskiftistøknini, har Løgtingið heitti á landsstýrið um at kanna og leggja ætlan fyri at fara undir at fáa føroyskt mál inn í samskiftistøknina, herundir fartelefonir og teldur, og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi. Ein týðandi partur av tilmælunum í frágreiðingini “Málmørk” frá Málstevnunevndini frá 2007 snýr seg um møguleikarnar at styrkja støðu málsins á øllum økjum í samfelagnum, og málstevnunevndin mælir til, at nýtaramótini á teldum og fartelefonum verða føroyskað. 25. mars verður faðirin at móðurmáli okkara, V.U. Hammarshaimb, 200 ár. Og vit fara at hátíðarhalda ta óvanligu støðu, pinkulítla tjóðarmál okkara hevur, at bert eini 80.000 fólk tosa føroskt. At menna og framleiða kunningartøkni er ein vinnuvegur, sum allar heimsins tjóðir kunnu vera við í. Enskt mál er ráðandi á hesum øki, og meginparturin av øllum ritbúnaði hevur sín uppruna í enskum máli. Nógv orka verður brukt at týða enskmæltan ritbúnað til onnur mál, og flest vanlig forrit eru í dag týdd til skandinavisk mál. Men her eru vit so dyggiliga eftirbátar. Uppgávan kann tykjast krevjandi, men hon er alneyðug fyri okkum, skal mál okkara varðveitast og verða virkið á øllum økjum. Fartelefonin er týðandi frambrot á samskiftisøkinum, og alsamt fleiri og alsamt yngri børn eru telefonbrúkarar. Teldutøknin og alnótin hava stóra ávirkan á gerandisdagin hjá børnum, og stuttleikaídnaðurin við telduspølum, filmum og margmiðlaframleiðslum vendir sær til føroyingar á útlendskum máli burturav. Og hjá børnunum og teimum ungu styrkir enskt sína støðu fram um okkara móðurnál, so hvørt sum tøknin gerst framkomnari. Tað eru børnini og tey ungu eru tey, sum leggja lunnar undir framtíðarmál og...

Les meira

Nýbygningurin á Landssjúkráhúsinum fer at verða rikin við grønari orku

, 11/03/2019

Nýbygningurin á Landssjúkráhúsinum fer at verða rikin við grønari orku

 Sirið Stenberg svarar fyrispurningi frá Kára P Højgaard, viðvíkjandi ný- útbyggingini á Landssjúkrahúsinum   Í sambandi við út- og nýbyggingina av H-bygninginum, verður avlopsorkan endurnýtt í mest møguligan mun. Sum dømi kann nevnast, at avlopsorkan frá køliskipanini verður endunýtt í hitaskipanini. Uttan at fara nærri inn í loysnirnar, so fevnir avlopsorkan frá køliskipanini um stóran part av orkutørvinum í bygninginum, serliga um summarið. Fyri at tryggja H-bygningin til eina og hvørja tíð í mun til orku, so   Svar upp á fyrispurning sambært § 52a frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni í løgtingsmáli nr. 50/2018: Viðvíkjandi ný- útbyggingini á Landssjúkrahúsinum   Fyrispurningurin var soljóðandi:   Hvørji stig eru tikin í út-og nýbyggingini av Landssjúkrahúsinum til tess at tryggja, at bert grøn, umhvørvisvinarlig og varandi orka verður nýtt til upphiting. Er tað rætt sum mær er komið fyri oyra, at reinsiverkið á Sjúkrahúsinum er burturbeint og spillivatn sostatt rennur óreinsað á sjógv.   Svar:   Til spurning 1 Nýbygningurin á Landssjúkráhúsinum fer at verða rikin við grønari orku, tað eru tikin stig til tað. er ein sjóhitapumpuskipan gjørd. Grøna sjóhitapumpuskipanin skal tryggja, at nokk er til av orku, bæði til hita og køling í H-bygninginum. Tað er SEV, ið veitir streymin til tær ymisku skipanirnar.   Eisini leggur loysnin í út- og nýbyggingini upp til, at tað í framtíðini kann verða bundið í skipanirnar í verandi bygningum. Við hesum íbindingum kann avlopsorka frá verandi bygningum eisini endurnýtast, og verandi bygningar kunnu fáa orku frá sjóhitapumpuskipanini.   Ein enn meira grøn loysn fyri út- og nýbyggingina er at binda skipanir saman millum H-bygningin og verandi bygningar. Herundir er eisini møguligt at gera skipanir, ið kunnu veita streym við t.d. sólsellum, ið verða uppsettar aðrastaðni í Føroyum. Hetta er tó ikki partur av verandi verklagslóg     Til spurning 2 Fyri at gera pláss fyri nýggja H-bygninginum, varð neyðugt at taka verandi reinsiverk hjá Landssjúkrahúsinum niður. Hetta bleiv gjørt við loyvi frá Umhvørvisstovuni og Tórshavnar kommunu. Í sambandi við niðurtøkuloyvið frá Umhvørvisstovuni, vórðu setta treytir til Landssjúkrahúsið um reinsing av spillvatninum, og hevur Umhvørvisstovuni útskrivað Landssjúkrahúsinum nýggja umhvørvisgóðkenning, galdandi frá 11. juli 2018. Í nýggju umhvørvisgóðkenningini, sum fevnir um eina spillvatnstangaskipan, eru treytir settar til Landssjúkrahúsið um framhaldandi royndartøkur av spillvatninum, sum við tíðini skal vísa, um tað verður neyðugt at byggja eitt framkomið reinsiverk, sum m.a. skal reinsa spillvatnið fyri kemikaliir, resistentar bakteriur og heilivágsrestir. Tórshavn, 8. mars 2019 Sirið Stenberg...

Les meira

Í dag hevur Sirið Stenberg svarað fyrispurningi, um Tilboðið frá Novo Nordisk grunninum um diabetessamstarv

, 07/03/2019

Í dag hevur Sirið Stenberg svarað fyrispurningi, um Tilboðið frá Novo Nordisk grunninum um diabetessamstarv

  Spurningurin var settur av Kaj Leo Holm Johannesen   1.     Nær í 2019 fer Heilsu- og innlendismálaráðið undir ítøkiliga at fyrireika eitt samstarv millum føroyska heilsuverkið og Novo Nordisk Grunnin um diabetesviðgerðir og bygging av einari diabetesmiðstøð í Føroyum? 2.     Hevur Heilsu- og innlendismálaráðið lagt eina arbeiðs- og tíðarætlan, sum m.a. vísir, hvat skal kannast og lýsast, hvørji loysn arbeiðast skal við og til hvørjar tíðarfreistir? 3.     Hvussu ætlar Heilsu- og innlendismálaráðið at fyriskipa fyrireikingarnar, undir hesum involvering av t.d. politisku skipanini, fakfólkum, áhugabólkum og øðrum viðkomandi pørtum? 4.     Eru mannagongdir, reglur ella ein politikkur í Heilsu- og innlendismálaráðnum ella í landsstýrinum fyri, hvussu stuðul frá privatum áhugafelagsskapum ella vinnuligum feløgum til serlig átøk ella almentgagnlig endamál skulu viðgerast ella handfarast?   Viðmerkingar: Landsstýrismaðurin í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur svarað undirritaða 13. desember 2018 í einum § 52 a fyrispurningi (nr. 41/2018), um eitt tilboð frá danska Novo Nordisk Grunninum, sum bjóðar sær til at samstarva við føroyska heilsuverkið og at byggja eina miðstøð fyri diabetes í Føroyum.   Í spurningi 2. varð spurt: “Hvørjar ítøkligar grundgevingar brúkar Heilsu- og innlendismálaráðið fyri ikki at taka av tilboðnum at byggja miðstøð fyri diabetes í Føroyum?”   Svar frá Sirðið Stenberg: “Sum eg havi greitt frá í svarinum til spurning nr. 1 snúði fyrispurningurin frá Novo Nordisk Fonden og fundurin okkara millum seg ikki um at byggja eina miðstøð fyri diabetes í Føroyum. Men, sum víst verður á í svarinum til spurning nr. 1, var talan um ein kunnandi fund um eitt møguligt komandi samstarv partanna millum.”   Undirritaði hevur síðan fingið innlit í øll inn- og útgangandi skjøl í hesum málinum frá Heilsu- og innlendismálaráðnum, dagfest 14. desember 2018. Innihaldið í nøkrum av hesum skjølum samsvarar als ikki við svarið frá Sirið Stenberg til sp. 2 og er beint í andsøgn við innihaldið í teldupostsamskiftinum millum Heilsu- og innlendismálaráðið og Novo Nordisk Grunnin áðrenn summarfrítíðina 2018.   Tvørtur ímóti verður nevnt fylgjandi í einum telduposti frá Novo Nordisk Grunninum til Heilsu- og innlendismálaráðið, dagfestur 20. apríl 2018: ”Hermed som aftalt yderligere information om Steno Diabetes Centrene, som er ved at blive opbygget i Danmark med støtte fra Novo Nordisk Fonden. Fondens plan er at afsøge interesse og muligheder for at støtte et lignende projekt på Færøerne.”   Í tilfarinum frá Novo Nordisk Grunninum er einki at ivast í, at teirra ambitiónir eru at byggja eina diabetesmiðstøð, sum skal stuðla undir tætt samstarv og ikki minst fyri at tryggja bestu viðgerðina á staðnum, her í Føroyum. Ætlanirnar og ambitiónirnar eru ikki til at taka feil av – skal eitt samstarv virka optimalt, so er best við einari diabetesmiðstøð í Føroyum. Víst verður eisini leypandi til ætlanirnar um stovnan av 5 diabetesmiðstøðum í Danmark.   Novo Nordisk Grunnurin er partur av einari danskari altjóða fyritøku, sum er í fremstu røð innan gransking og menning av diabetesviðgerð, heilivági til diabetes o.a. Tí eigur eitt slíkt mál undir ongum umstøðum at gerast ein partapolitisk kastibløka, har taparar verða øll tey mongu, sum kundu fingið bestu diabetesviðgerðirnar, hægri lívsgóðsku og eitt longri lív.   Í løtuni virkar landsstýrismaðurin rættuliga hálvhjartað í hesum málinum og hevur ikki svarað mær nøktandi og rætt. Eisini hevur hon umvegis aðalstjóran í Heilsu- og innlendismálaráðnum beinleiðis steðgað verkætlanini, sambært skrivi til Novo Nordisk Grunnin 23. november 2018: “På baggrund af disse drøftelser...

Les meira

Munnligur fyrispurningur um at stegða plastdálking

, 11/02/2019

Munnligur fyrispurningur um at stegða plastdálking

settur Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum   Hvussu gongur við arbeiðinum at gera eina ætlan at steðga dálking við plasti á landi og sjógvi? Hvørji ítøkilig átøk eru ella verða sett í verk at basa plastdálkingini? Er talan um samstarv við kommunurnar, ið varða av pørtum av umhvørvisábyrgdini og -eftirlitinum?   Viðmerkingar Plastdálking er ein stór avbjóðing á sjógvi og landi. Plastið óruddar og skemmir, men meira álvarsamur er ampin og skaðin plast kann gera á djór og aðrar livandi verur. Ein fittur partur av plastdálkingini á landi endar á sjónum og kann gera stóran skaða á eitt nú fugl og súgdjór. Plastið verður eisini spakuliga niðurbrotið til mikroplast og kann soleiðis dálka alla føðiketuna. Stórur partur av dálkingini á sjónum kemur uttanífrá, og er tað avmarkað, hvat føroyskir myndugleikar fáa gjørt við henda partin, annað enn at streingja á at fáa altjóða samfelagið at taka spurningin í størri álvara. Á landi eru hinvegin víðfevndir møguleikar at avmarka plastdálkingina, við at avmarka nýtsluna, at endurnýta, at innsavna osfre. Í svari uppá spurning í frá undirritaðu í fjør summar um plastdálking á sjónum, svaraði landsstýriskvinnan millum annað, at: “Landsstýriskvinnan hevur sett plastikk á dagsskránna í heyst við støði í tí norðurlendska samstarvinum, har plastikk verður nógv viðgjørt. Ætlanin er, saman við áhugapørtum í Føroyum, at gera eina ætlan fyri, hvussu vit kunnu gera okkara íkast til at gera vart við avbjóðingarnar, sum vit hava av plasti í náttúruni, serliga í havinum og hvat vit kunnu gera av munagóðum tiltøkum. Tí hevur landsstýriskvinnan heitt á Umhvørvisstovuna um at gera uppskot til, hvussu vit fáa sett hesa avbjóðing á skrá í Føroyum. “ Útnorðurráðið hevur áður heitt á stjórnirnar í Føroyum, Grønlandi og Íslandi um at seta í verk kanning av mikroplasti í havsins livandi tilfeingi, umframt at kanna hvussu útbreidd plastdálkingin er í Norðuratlantshavi. Og mælt til, at londini seta í verk tiltøk at avmarka nýtsluna av plasti og mikroplasti. Væl ber til at samstarva og nýta royndir hvør frá øðrum at basa hesum trupulleika. Spurningurin verður settur sum framhald av undanfarnum spurningum, soleiðis at vit áhaldandi fáa fram munagóðar loysnir, ið eiga at setast í verk. Á løgtingi 11. feb 2019 Bjørt Samuelsen...

Les meira

Talsfólk á brekøkinum

,

Talsfólk á brekøkinum

Munnligur fyrispurningur settur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum   -Hvat heldur landsstýriskvinnan um uppskotið frá MEGD at seta eitt talsfólk fyri brekøkið í Føroyum? – Hvørji eru týdningarmestu tingini, ið eiga at verða framd í næstum, fyri at javnseta rættindi og møguleikar hjá øllum borgarum?   Viðmerkingar Í 2009 skrivaði Føroya Landsstýri undir sáttmála við Sameindu Tjóðir um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Endamálið við avtaluni er, at Føroyar skulu verða eitt gott land at búgva í hjá øllum, ið bera brek. Grein 33 í sáttmálanum ásetir, at Føroya Landsstýri skal tryggja, at fólk, ið bera brek fáa tey rættindi, ið eru ásett í sáttmálanum. Herfyri vísti MEGD á tørvin á at skipa eitt óheft eftirlit, og mælir meginfelagið til, at eitt talsfólk verður sett fyri økið. Í tíðindaskrivi verður víst til slíka skipan í Grønlandi, og skrivar MEGD m.a.:” Endamálið við talsmanninum er at menna eina skipan, sum er politisk óheft við einum sterkum mandati og breiðum serkunnleika, sum kann koma við tilmælum, sum styrkja kor teirra, ið bera brek. Eindin hevur serkøna vitan um bæði ástøði og praksis í mun til tjóða og altjóða mál. Talsmaðurin virkar við støði í lóg um talsmann á brekøkinum og við støði í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Uppgávan hjá talsmanninum er fyrst og fremst at tryggja, at fólk, ið bera brek, kenna síni rættindi og at hesi rættindi gerast veruleiki í gerandisdegnum. Eisini upplýsir talsmaðurin um møguleika at kæra. Talsmaðurin virkar sum ráðgevi og vegleiðari hjá almennum og privatum stovnum, hann skal tryggja at alt lógarverk byggir á ST-sáttmálan, savnar inn hagtøl og gevur víðari vitan um støðuna hjá teimum, ið bera brek. Javnan vísir talsmaðurin alment á ítøkilig tiltøk, sum kunnu betra um umstøðurnar hjá teimum, ið bera brek. Talsmaðurin samstarvar við myndugleikar, stovnar og feløgini á brekøkinum, tó tekur hann sær ikki av persónsmálum. Hann hevur myndugleika at úttala seg alment. Dentur verður lagdur á, at øll kunnu venda sær til talsmannin, og persónar við breki hava fremstu raðfesting.” Í samgonguskjalinum stendur: “Øllum borgarum skulu tryggjast javnrættindi. Hvør einstakur skal eiga møguleikan at smíða sær eitt eydnuríkt lív eftir egnum huga og evnum og at taka lut og ábyrgd í samfelagnum.” Eitt talsfólk fyri brekøkið kundi sett ferð á at røkka hesum málinum. Tórshavn 11. februar 2019 Bjørt Samuelsen...

Les meira

Munnligur fyrispurningur um útbúgvingarmøguleikar innan landbúnað

,

Munnligur fyrispurningur um útbúgvingarmøguleikar innan landbúnað

settur Høgna Hoydal, landsstýrismanni í búnaðarmálum   Metir landsstýrismaðurin tørv vera á at víðka um útbúgvingarmøguleikarnar innan landbúnaðin? Metir landsstýrismaðurin, at vit kunnu byggja víðari uppá verandi yrkisskeið, eitt nú soleiðis, at fakini kunnu góðskrivast í sambandi við ein víðari lesnað? Metir landsstýrismaðurin, at betri og breiðari útbúgvingartilboð kunnu vera við til at kveikja áhugan og í longdini føra til størri framleiðslu av føroyskum búnaðarvørum?   Viðmerkinar Búnaðarstovan skipar saman við Mentamálaráðnum fyri yrkisskeiði innan landbúnað, ið er 220 undirvísingartímar, umframt skrivliga verkætlan. Skeiðið gevur rætt til at festa landsjørð, uttan tey festi, ið hava mjólkneyt. Skeiðið er so vælumtókt, at ætlanin nú er at bjóða tað út á hvørjum ári heldur enn annaðhvørt ár. Hetta vísir góðan hug til at taka við og reka festi. Samstundis er áhugin fyri framleiðslu av grønmeti og øðrum búnaðarvørum vaksandi, og umráðandi er, at til ber hjá ungum og øðrum, við hugi til landbúnaðin, at kunna nema sær útbúgving og menna sínar førleikar. Er talan um longri útbúgving, er neyðugt at fara av landinum. Ynskiligt er, at til ber at vaksa um útbúgvingarmøguleikarnar her heima, í samstarvi við eitt nú Setrið og/ella útbúgvingarstovnar uttanlands, soleiðis, at byggjast kann víðari uppá yrkisskeiðini.  Í hesum sambandi er áhugavert at hoyra hvørjar hugsanir landsstýrismaðurin í búnaðarmálum ger sær um tørvin á at menna fakligar førleikar innan landbúnaðin. Samgongan setti sær sum mál at leggja lunnar undir størri framleiðslu av føroyskum vørum, og er eitt av málunum at bøta um møguleikarnar at menna fakligar førleikar og útbúgvingar í sambandi við landbúnað og matvøruframleiðslu.   Á Løgtingi 11. februar 2019   Bjørt Samuelsen tingkvinna...

Les meira

Annita setur spurning um viðlíkahald av brúgvum

, 03/12/2018

Annita setur spurning um viðlíkahald av brúgvum

Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í Samferðslumálum, Heðin Mortensen Orsakað av manglandi viðlíkahaldi, eru so nógvar brýr í so ringum standi, at tær kunnu væntast at skrambla saman um stutta tíð. Hetta upplýsir Landsverk í tíðindaskrivið. Ein kanning, sum Landsbyggifelagið hevur gjørt fyri Landsverk, vísir, at 32 brýr kring landið eru í so ringum standi, at tær eru í bólki 4.  Tvs, at tær eru í vanda  fyri at stongja, um onki verður gjørt heilt skjótt. Til samanberingar kann nevnast, at um hesar brýr koma í bólk 5, so verða tær stongdar. Orsøkin til vantandi viðlíkahaldið er, at politiski myndugleikin í alt ov nógv ár, hevur latið staðið til, meðan hesar brúgvar eru slopnar at fara í órøkt. Fyri at tryggja, at ongin brúgv fer at stongja vegna vantandi viðlíkahald, seti eg fram soljóðandi spurningar:   Hvørjar av hesum 32 brúm, eru tær mest traffikeraðu brúgvar í landinum? Hvat kostar tað umleið at gera tað neyðuga viðlíkahaldið, so hesar brúgvar koma á nøktandi støði aftur. Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at tryggja, at hesar brúgvar yvir eitt rímiligt áramál verða viðlíkahildnar? Er nøkur ætlan, sum tryggjar, at ongin brúgv stongir komandi árini? Annita á...

Les meira

Munnligur fyrispurningur um skattasvik móti føroyska landskassanum

, 23/10/2018

Munnligur fyrispurningur um skattasvik móti føroyska landskassanum

Annita á Fríðriksmørk setur á tingfundinum mikudagin munnligan fyrispurning til landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss um skattasvik móti føroyska landskassanum. Hevur landsstýriskvinnan kannað og fingið nakrar ábendingar um, at føroyski landskassin hevur mist pengar orsakað av, at svik er farið fram í vinningsbýtisskatti? Um ja, hvat kann landsstýriskvinnan siga um hesa kanning? Viðmerkingar Fyri nøkrum døgum síðani kom fram, at europeisk miðlafólk hava funnið fram til umfatandi skattasvik, sum hevur kostað statskassunum í Europa umleið 410 milliardir krónur. Umframt at svikið m.a. er framt av fíggjarfólkum úr fleiri íløgubankum í Europa, hava bankaleiðslur verið vælvitandi um støðuna, men hava latið sum onki, og hava tí heldur onki gjørt fyri at forða hesum. Skattasvikið hevur borið til í teimum førum, tá ið lond hava havt tvískattaavtalu við annað land, – og er farið fram í vinningsbýtisskatti. Brotsverkið er farið fram í bankum í teimum londum, sum vit vanliga hyggja eftir og kopiera, tá ið vit herheima skulu hava okkara egnu trygdarskipanir og bankaeftirlit. Tí er neyðugt at fáa at vita, um føroyskir myndugleikar (fíggjarmálaráðið og TAKS) hava kannað, at onki slíkt brotsverk móti føroyska landskassanum er framt.  M.a kundi verið áhugavert at sæð, um TAKS hevur lagt merki til stóra variatión í afturgjaldi av skatti av vinningsbýti, hetta sama tíðarskeið, sum brotsverkini móti europeisku statskassunum er farið fram. Undirritaða hevur ongar ábendingar um, at svik er framt mótvegis føroyska landskassanum við somu snildum í vinningsbýtisskattinum, sum dømini úr Europa. Men heldur, at tað hevur týdning, at tað verður kannað, um nakað líknandi er farið fram herheima, sum líkist tí svikið, sum er farið fram í fleiri av grannalondunum hvørs trygdarskipanir og bankaeftirlt vit herheima vanliga kopiera. Tí soljóðandi spurning:    ...

Les meira