Fyrispurningar á tingi
Fyrispurningur um plastdálking og avleiðingar fyri livandi tilfeingið í havinum
Fyrispurningurin er settur av Bjørt Samuelsen, til landsstýriskvinnuna í náttúruverndarmálum, Sirið Stendberg at svara skrivliga eftur TS § 52a Hvørji átøk hevur ella ætlar landsstýriskvinnan at seta í verk fyri at avmarka og steðga plastdálkingini av sjóøkinum? Í hvønn mun verður mett at nógva plastið, sum dálkar strendur og hav, skaðar livandi tilfeingið, sum fugl, fisk og hval, bæði bráðfeingis, men eisini, sum frá líður? Eru tillagingar/broytingar gjørdar í umhvørvisgóðkenningunum í sambandi við undirsjóvartunlar, havnaútbyggingar og aðrar útbyggingar, soleiðis, at dálkingingin við plastleidningum verður avmarkað so nógv, sum á nakran hátt er gjørligt? Viðmerkignar Plastdálking er ein stór hóttan mótið havumhvørvinum, og ein vaksandi avbjóðing, eisini her hjá okkum. Plastið er til ampa fyri og kann skaða havsins djór og fuglar. Men plastið verður eisini spakuliga niðurbrotið til mikroplast og kann soleiðis dálka alla føðiketuna, og harvið tað tilfeingið, sum er dyggur partur av livigrundarlagi okkara. Mett verður at áleið 8 milliónir tons plast verður blakað í heimshøvini árliga, og er mongdin enn vaksandi. Í februar í ár setti undirritaða munnligar fyrispurningar um dálking við plastleidningum her heima. Landsstýriskvinnan svaraði tá millum annað, at tá umhvørvisgóðkenningarnar vórðu latnar, visti Umhvørvismyndugleikin ikki um trupulleikan við dálking við plastleidningum, men at hetta fór mann ikki at góðtaka, og fór at taka hond um trupulleikan. Landstýriskvinnan vísti á, at trupult er at sleppa heilt undan dálkingini, men legði dent á at: “ … mann hevur tikið málið upp og arbeiðir við at broyta umhvørvisgóðkenningina, so mann fær avmarkað og støðgað hesum so vítt møguligt, sum mann kann”. At avmarka dálking við plasti er høgt á dagsskránni í londunum kring okkum. Eitt nú heitti Útnorðurráðið herfyri á stjórnirnar í Føroyum, Grønlandi og Íslandi um at seta í verk kanning av mikroplasti í havsins livandi tilfeingi, umframt at kanna hvussu útbreidd plastdálkingin er í Norðuratlantshavi. Og mælti somuleiðis til, at londini seta í verk tiltøk at avmarka nýtsluna av plasti og mikroplasti. Spurningarnir verða settir fyri at fáa fram hvat longu er gjørt, og hvat meira kann gerast, til tess at avmarka og steðga plastdálkingini. Á Løgtingi 8. aug 2018 Bjørt Samuelsen...
Les meiraFøroyskur ognarskapur og avgerðarrættur krevst fyri at gagnnýta føroyska sjóðfeingið
Svar til § 52a fyrispurning nr. 81/2017 frá Edmund Joensen, løgtingsmanni Fyrispurningur um veiði- og fiskiloyvir til laksafiskiskap, settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS §52 a) 1. Tá veiði- og fiskiloyvini fyri 10 árum síðani vórðu uppsøgd og fullu aftur til landið 31. desember 2017, var hetta tá eisini galdandi fyri loyvini at fiska laks á opnum havi? 2. Hevur landsstýrið útlutað laksaloyvi av nýggjum, síðan nýggja lógin um fyrisiting av sjófeingi kom í gildi 1. januar 2018 og til hvønn? 3. Heldur landsstýrið tað verða skilagóðan fiskivinnupolitikk at selja víðari veiði- og fiskiloyvi til umhvørvisfelagsskapir, og er hetta í tráð við galdandi lóggávu? Svar: Til nr. 1. Øll veiðiloyvi fóru úr gildi 1. januar 2018 – eisini hjá teimum skipum, sum áður hava fiskað laks á opnum havi. Til nr. 2. Nei, onki loyvi er latið at fiska laks, síðani løgtingslógin um fyrisiting av sjófeingi kom í gildi 1. januar 2018. Til nr. 3. Tað er ikki fiskivinnupolitikkur landsstýrisins og tíansheldur skilagott, at veiði- og fiskiloyvi verða seld privat – heldur ikki til umhvørvisfelagsskapir. Sum spyrjaranum helst kunnugt hevur sitandi landsstýrið júst gjørt nakað við hendan politikkin hjá undanfarnum landsstýrum við at leggja fram nýggja lóggávu, sum Løgtingið samtykti í desember 2017. Í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi er ásett, at livandi tilfeingi, herundir arvafrøðiligt tilfar, í føroyskum sjógvi og tey rættindi, Føroyar eiga uttan fyri føroyskan sjógv, eru ogn Føroya fólks, og at lógin millum annað hevur til endamáls at varðveita sjófeingið sum ogn Føroya fólks. Víðari er ásett, at fyri at bjóða upp á rættindi at veiða, at hava ræði á rættindum at veiða ella at gagnnýta rættindi krevst, at persónurin ella felagið hevur góðkenning frá landsstýrismanninum til at reka virksemi innan fiskivinnu, til einhvørja tíð er heimahoyrandi í Føroyum og lýkur treytirnar í §§ 6, 7 og 9 í lógini. Tað eru sostatt bert persónar og feløg í Føroyum við einans føroyskum ognarskapi og avgerðarrætti, sum kunnu fáa rætt at gagnnýta føroyskt sjófeingi. Umhvørvisfelagsskapir í útlandinum lúka ikki hesar treytir og kunnu tí ikki hava rætt at gagnnýta føroyskt sjófeingi. Sum ásett í løgtingslógini, er føroyska sjófeingið ætlað persónum og feløgum í Føroyum við einans føroyskum ognarskapi og avgerðarrætti at gagnnýta til frama fyri alt samfelagið og samfelagsbúskapin. Endamálið er at eggja til virksemi í Føroyum og á tann hátt at tryggja besta samfelagsbúskaparliga íkastið frá vinnum, ið gagnnýta sjófeingið, og at stuðla undir arbeiðsmøguleikar og inntøkumøguleikar og møguleikar fyri vinnuligum virksemi um alt landið. Hvørki privat feløg, einstaklingar ella felagsskapir hava sostatt nakað ræði á fiskivinnupolitikkinum og avgerðum um, hvørji fiskasløg loyvi kann gevast at veiða í føroyskum sjógvi og eftir hvørjum treytum. Føroya landsstýri hevur óskerdan rætt at fyrisita okkara sjófeingi vegna Føroya fólk eftir teimum reglum, sum eru ásettar í lógini og sambært teimum altjóða avtalum og sáttmálum, ið Føroyar gera sum tjóð. Høgni Hoydal...
Les meirafyrispurningur um ógvusliga dálking við plastleidningum
Munnligur fyrispurningur um ógvusliga dálking við plastleidningum, settur til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum Er tað loyvt einari kommunu, kommunalari havn ella øðrum at dálka sjóøki og strendur við plastleidningum í hópatali, sum dømið er í sambandi við útbyggingina av Tórshavnar havn? Loyvir umhvørvisgóðkenningin, sum Tórshavnar Havn hevur fingið, at risastórar mongdir av plastleidningum verða latnar út og harvið stórari plastdálking til ampa fyri fugl, fisk og náttúruna? Hvørji krøv eru til slíkar útbyggingar í mun til dálking av umhvørvinum og krav at taka upp eftir sær? Hvat ger landsmyndugleikin í teimum førum, har kommunur sjónliga dálka umhvørvið og harvið ikki liva upp til sína skyldu at fyrbyrgja dálking? Viðmerkingar Útbyggingin av Tórshavnar Havn hevur ført til ógvusliga dálking við plastleidningum, sum í hópatali skola uppá land, umframt stórar mongdir í sjónum. Málið hevur verið tikið fram fleiri ferðir, men framvegis síggjast plastleidningar rekast allastaðni – eisini framvið strendur langt frá Havnini. Tað kann ikki annað enn undra at tað í einari framkomnari tíð sum okkara er loyvt at lata so stórar mongdir av plastleidningum dálka sjógv og strendur til ampa fyri umhvørvi og til møguligan skaða fyri djóralív við meira. Føroya Náttúru og umhvørvisfelag hevur meldað Tórshavnar kommunu í sambandi við ógvusligu plastdálkingina, og í Norra er kommuna dømd at gjalda stóra bót fyri líknandi dálking. Spurningarnir verða settir til tess at fáa svar uppá, hvat landsmyndugleikin ger við umhvørvistrupulleikar, í førum har kommunur, sum hava ábyrgdina fyri ikki at dálka, ikki liva upp til sína uppgávu. Plast verður bert í avmarkaðan mun brotið niður í náttúruni. Nógv djór eta plast, tí tey halda tað vera føði. Tá grót verður latið á sjógv í sambandi við útbygging av havnini eigur plastið at verða reinsað. Tað hoyrir ongastaðni heima at útbygging førir við sær so stóra plastdálking. Á Løgtingi 6. februar 2018 Bjørt Samuelsen...
Les meiraSpurningur um føroyska málið í samskiftistøknini
Á tingfundinum mikudagin, setur Óluva Klettskarð munnligan fyrispurning til Rigmor Dam, viðvíkjandi føroyskum máli í samskiftistøknini. Munnligur fyrispurningur til landsstyrismannin í mentamálum, Rigmor Dam Viðvíkjandi føroyskum máli í samskiftistøknini Hvussu langt er MMR komið at at kanna og leggja ætlan fyri at fara undir at fáa føroyskt mál inn í samskiftistøknina, herundir fartelefonir og teldur, og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi? Landsstýrið hevur gjørt av, at í 2018 verður málmenningin hjá okkara børnum sett í miðdepilin við endamálinum at økja um tilvitið hjá øllum, sum eru um smæstu børnini. Hvussu ætlar landsstýriskvinnan, at føroyskt mál og samskiftistøknin verða partar av hesum? Viðmerkingar: Undanfarna samgonga samtykti uppskot til samtyktar um føroyskt mál í samskiftistøknini, har Løgtingið heitti á landsstýrið um at kanna og leggja ætlan fyri at fara undir at fáa føroyskt mál inn í samskiftistøknina, herundir fartelefonir og teldur, og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi. Ein týðandi partur av tilmælunum í frágreiðingini “Málmørk” frá Málstevnunevndini frá 2007 snýr seg um møguleikarnar at styrkja støðu málsins á øllum økjum í samfelagnum, og málstevnunevndin mælir til, at nýtaramótini á teldum og fartelefonum verða føroyskað. At menna og framleiða kunningartøkni er ein vinnuvegur, sum allar heimsins tjóðir kunnu vera við í. Enskt mál er ráðandi á hesum øki, og meginparturin av øllum ritbúnaði hevur sín uppruna í enskum máli. Nógv orka verður brukt at týða enskmæltan ritbúnað til onnur mál, og flest vanlig forrit eru í dag týdd til skandinavisk mál. Men her eru vit so dyggiliga eftirbátar. Hóast ppgávan kann tykjast krevjandi, so er hon alneyðug fyri okkum, skal mál okkara nørast og verða virkið á øllum økjum. Fartelefonin er týðandi frambrot á samskiftisøkinum, og alsamt fleiri og yngri børn eru telefonbrúkarar. Teldutøknin og alnótin hava stóra ávirkan á gerandisdagin hjá børnum, og stuttleikaídnaðurin við telduspølum, filmum og margmiðlaframleiðslum vendir sær til føroyingar á útlendskum máli burturav. Og hjá børnunum og teimum ungu styrkir enskt sína støðu fram um okkara móðurnál, so hvørt sum tøknin gerst framkomnari. Børnini og tey ungu eru tey, ið leggja lunnar undir framtíðarmál og framtíðarmálbroytingar. Óluva Klettskarð, tingkvinna fyri...
Les meiraFyrispurningur um fuglaveiðu, settur Høgna Hoydal, landsstýrismanni í veiðimálum
Á tingfundinum mikudagin spyr Bjørt Samuelsen, tingkvinna um betri skipan av fuglaveiðu Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at skipa fuglaveiðuna soleiðis, at veiðan er burðardygg, og soleiðis, at tey, sum liva av jørð og lunnindum, hava fremsta rættin at veiða, tá neyðugt er við avmarkingum? Metir landsstýrismaðurin at nóg væl verður fylgt við støðuni hjá svartfuglastovnunum? Metir landsstýrismaðurin, at fuglaveiðan eigur at skrásetast, soleiðis, at betri kann fylgjast við hvørt hon gongur stovnunum ov nær? Viðmerkingar Spurningurin verður settur við støði í áheitan frá Útoyggjafelagnum, um at gera nakað við óskipaðu fuglaveiðuna. Felagið skrivar í novemur í fjør soleiðis í almennari áheitan: “Í fleiri ár hava útoyggjarnar sjálvbodnar, við samtykt á grannastevnum, fylgt ynskinum frá myndugleikunum um ikki at fleyga lunda, orsaka av at stovnurin er hóttir. Men samstundis sum tey á útoyggjunum ikki loyva sær at gagnnýta tað fuglatilfeingið, ið búleikast har, fyri at verja fuglastovnin, so fer ein ógvuslig veiða ígongd stutt eftir at bútíðin er liðug. Hetta meta útoyggjafólk ikki gevur nakra meining. At verja fuglin við ikki at fleyga, tá hann verður skotin av øðrum so skjótt hann kemur á sjógv. Stórt tal av bátum, harav fleiri skjóttgangandi, veiða svartfugl í túsunda tali. Samstundis sum útoyggjafólk ikki kunnu fáa sær til eginnýtslu, ja ikki so frægt sum til eitt kók, so veiða onnur fuglin beint fyri nøsini á teimum í stórum talið – ikki bara til eginnýtslu, men eisini til at selja, eitt nú á facebook, fyri uppí 175,- kr. stykkið. Vit hava í nógv ár gjørt vart við, hjá avvarðandi myndugleikum, at hetta vendir ikki rætt, og at tað er neyðugt við góðum og greiðum fyriskipanum á hesum økið, so fuglastovnurin verður troyttur burðardygt og útoyggjarnar fáa sín sjálvsagda part. Tí fara vit at heita á teg, sum hægsta myndugleika á økinum, um at fáa nevndu viðurskifti í rættlag. Kemur hetta ikki upp á pláss, síggja vit ikki aðra gongda leið, enn aftur at loyva at fleyga fugl á útoyggjunum. “ Á Løgtingi 5. februar 2018 Bjørt Samuelsen...
Les meiraKatrin spyr um summartíð
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um summartíð, settur løgmanni, Aksel V Johannesen, (at svara skrivliga eftir TS § 52a) 1. Hvørjir eru fyrimunirnir við at hava ‘summartíð’ í Føroyum? 2. Hvørjir eru vansarnir? 3. Hvør er orkusparingin við ‘summartíðini’? 4. Eru ætlanir um at endurskoða skipanina við ‘summartíð’? Nú vit nýliga hava flutt klokkurnar aftur til ‘vanliga’ tíð hevur árliga kjakið um ‘summartíðina’ aftur tikið seg upp. Summartíð varð upprunaliga ætlað at tryggja fólki dagsljós. Við at byrja ein tíma fyrr til arbeiðis og í skúla, hava fólk frí ein tíma ‘fyrr’ og sostatt meira frítíð í dagsljósi. Tá summartíðin av fyrstan tíð varð innførd í fleiri europeiskum londum, var orsøkin tó sparing. Tankin var, at tað spardi orku at útnýtta dagsljósið betur. Ikki øll londini, vit vanliga samanbera okkum við, hava summartíð. Ísland hevur til dømis ikki hesa skipan. Ført hevur verið fram, at londini, ið liggja so norðarlaga, ikki fáa so stóra nýttu av summartíðini. Í løgtingslóg um summartíð (66/1980) verður heimilað landsstýrinum at áseta í kunngerð, at samdøgrið byrjar ein tíma fyrr, í mun til vanliga tíðarrokning. Við kunngerð nr. 87 frá 29. august 2016, hevur Løgmaður lýst tíðarskeiðini fyri summartíðina fyri 2017, 2018, 2019, 2020 og 2021. Sostatt er líkt til, at ætlanin er at halda á við summartíðini. Tað er tí áhugavert at fáa lýst, hvørjir fyrimunir og vansar eru við ‘summartíð’ í Føroyum. Á Løgtingi, tann 31. oktober 2017 Katrin...
Les meiraIngolf spyr um innlit í avreiðingarprísir
Á tingfundinum í dag, setur Ingolf S Olsen munnligan fyrispurning til Høgna Hoydal, Landsstýrismann í fiskivinnumálum Munnligur fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, at svara á løgtingsfundi 18. oktober 2017. Hví noktar Fiskimálaráðið (Vørn) at lata innlit í avreiðingarprísin fyri einstakar landingar? Ætlar landsstýrismaðurin at bera so í bandi, at innlit fram eftir verður latið í prísin fyri einstøku fiskasløgini í einstøkum landingum? Viðmerkingar: Allar landingar – slag, vekt og avreiðingarvirði – skulu fráboðast Vørn, men stovnurin noktar at lata innlit í avreiðingarvirðið. Vørn grundgevur noktandi innlitið við, at avreiðingarprísurin bert er útvegaður til gerð av almennum hagtølum og tí ikki er fevndur av rættinum til alment innlit. Víst verður til § 10, nr. 5 í Løgtingslóg nr. 133 frá 10 juni 1993 um innlit í fyrisitingina, sum seinast broytt við løtingslóg nr. 76 frá 8. mai 2001. § 10, 5) í lógini um innlit í fyrisitingina er ásett, at ”tilfar, ið verður útvegað sum grundarlag til gerð av almennum hagtølum ella vísindaligum kanningum” er undantikið rættinum til skjalainnlit. Men tað undrar, at Vørn ikki sjálvboðið viðgerð møguleikan at lata meirinnlit, tá biðið verður um innlit í avreiðingarprísir. Avreiðingarprísirnir hava nevniliga sera stóran almennan áhuga av serliga tveimum grundum: Í Løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 120 frá 18. august 2017 er í § 2, stk.1, 1. punktum ásett, at ”Livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindi, føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið ella eftir altjóða rætti eigur uttan fyri føroysku landleiðirnar, eru ogn Føroya fólks.” Almenningurin, Føroya fólk, sum eigur alt tilfeingið í havinum hevur ongan møguleika at hava eftirlit við, um tess ogn verður handfarin skynsamt og umsett fyri best møguligan prís, um fólkið ikki til eina og hvørja tíð fær fult innlit í veruliga virðið á ognini. Ein fortreyt fyri hesum er, at alment innlit verður latið í avreiðingarprísirnar. Tá alment innlit ikki verður latið í avreiðingarprísirnar, er tað ómøguligt hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at fylgja við í, í hvønn mun dagsaktuellur avreiðingarprísur fyri ávís fiskasløg í ávísum landingum samsvarar við marknaðarprísin. Henda vitan er grundleggjandi hjá bæði manningarfeløgunum og reiðarafelagnum, tá eftirlit skal haldast við, um sáttmálarnir verða hildnir, og í ”Løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2017, sum broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 6. juni 2017” er beinleiðis ásett í § 7, stk. 1, at ”Manningar á fiskiførum undir føroyskum flaggi, sum fiska makrel, norðhavssild, svartkjaft ella botnfisk í Barentshavinum, og manningar á móttøkuskipum undir føroyskum flaggi, sum taka ímóti somu fiskasløgum, skulu í 2017 lønast samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg.” Ingolf S. Olsen løgtingslimur, Tjóðveldi...
Les meiraVerri lánimøguleikar hjá borgarum á smáplássum og á útoyggj
Fyrispurningur eftir Tingskipanini Óluva § 52a Fyrispurningur um ringu lánmøguleikarnar hjá fólki á smáplássum og á útoyggj, settur Kristinu Háfoss, landsstýrismanni í fíggjarmálum (at svara skrivliga eftir TS § 52a) Hvørjir lánmøguleikar eru hjá fólki, ið seta búgv á útoyggj ella á smáplássum kring landið? Hvørjir møguleikar eru til at fáa betri og javnari viðurskifti hjá fólki kring landið at fáa lán? Hvat fer landsstýriskvinnan at gera fyri at loysa ójøvnu fíggingarviðurskiftini hjá fólki í ymsum pørtum av landinum? Klettskarð løgtingskvinna Viðmerkingar: Fólk á útoyggj og á smáplássum hava ikki javnbjóðis møguleikar at liva ella at seta búgv, samanborið við meginøkini í landinum. Bankar og fíggingarstovnar lána treyðugt út til fólk, ið ynskja at seta búgv á smáplássum og á útoyggj. Og onkur sigur bart út nei at fíggja, og hetta hóast fólk hava inntøkur, ið áttu at rokkið til slíkt húsalán. Somuleiðis er við vinnuligum virksemi. Fólk fáa ikki fígging til egið virksemi. Hetta er eisini hóast allar útrokningar prógva skilagott og burðardygt virksemi. Herfyri frættist um eitt slíkt dømi úr Mykinesi. Hvørki bankar ella fíggingarstovnar vildu fíggja ferðavinnuendamál, hóast eini 17.000 vitjandi verða tald at koma út í oynna um árið. Tað almenna hevur ymsar fyriskipanir, t.d. útjavningarstuðul og flutningsskylda til útjaðaraøkini. Spurningurin er, um landsins myndugleikar skulu ella kunnu áleggja partvís almenna fíggjarstovni okkara ella øllum fíggjarstovnum skyldu at veita fígging kring alt landið. Útoyggjafelagið hevur mangan víst á trupulleikan, og útoyggjaálitið nevnir møguleikan við einum fíggingargrunni at stuðla undir, at vinnuligt virksemi verður sett á stovn á smáu oyggjunum, og annars at stuðla nýskapandi og kreativum vinnum í útjaðaranum. Tey samfelagsvirði og teir fyrimunir, ið natúrliga eru í einum oyggjasamfelag, skulu føroyingar fjálga um. Vit mugu skipa soleiðis fyri, at fólk, ið veruliga ynskja at seta búgv uttan fyri høvuðsstaðarøkini, eisini skulu kunna rokna við eini tænastu, sum fyri okkum í meginøkjum er púra nátúrlig. Hetta, at fólk á bygd fáa møguleikar at menna virksemi, tað hevur sera stóran týdning. Tað eru nógvir ótroyttir møguleikar á útoyggj og í útjaðaranum annars, ið kunnu skapa grundarlag fyri størri og breiðari búseting í framtíðini. Kanska serliga viðkomandi er hetta í hesum døgum, nú vit við ferðavinnuni royna at skapa nýggjar vinnur og trivnað kring landið alt. Livigrundarlagið er dýrkað nógv í høvuðsstaðnum seinastu árini. Munurin í millum størri økini og útjaðaran hevur verið vaksandi, og er tað nú komið á eitt støði, har fólk í ávísum økjum í landinum ikki hava ráð at búleikast, samstundis sum onnur ikki fáa sett búgv, tí ongin fígging fæst. Ikki er óvanligt at hoyra, at fólk ikki tíma at flyta heim, tí tað antin er ov dýrt, ella tí fígging til bústað ikki fæst. Støðan á bústaðarøkinum er vorðin sera álvarsom. Allar góðar kreftir eiga at virka við til tess at loysa hetta álvarsmál við virðing fyri øllum pørtum av landinum. Á Løgtingi, 7. september...
Les meiraFyrispurningur um vaksandi vandan við antibiotikamótstøðuførum bakterium
Bjørt Samuelsen, hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum fyrispurning um antibiotikamótstøðuførar bakteriur Metir landsstýriskvinnan, at trupulleikin við fjølmótstøðuførum bakterium er tikin í nóg stórum álvara og at øll neyðug tiltøk eru sett í verk at fyribyrgja væl kenda vandanum? Kann landstýriskvinnan veita vissu fyri, at tamarhald er á støðuni við mótstøðuførum bakterinum á sjúkrahúsum okkara? Hvørjar eru orsøkirnar til at trupulleikin veksur – hóast tiltøk at fyribyrgja eru sett í verk? Verður vandin fyri fjølmótstøðuførum bakterium tikin við í metingina, tá avgjørt verður hvørji sjúkrahús, føroyska heilsuverkið sendir sjúklingar til uttanlands? Hvussu eru útlitini fyri at fáa sett mikrobiologar og onnur fakfólk við servitan á økinum í starv í heilsuverkinum? Hvat er og verður gjørt til tess at kunna almenningin, kommunulæknar og onnur um, hvussu farast skal fram at avmarka vandan? Hvørji stig fer landsstýriskvinnan at taka her og nú fyri í størst møguligan mun at binda fyri, at trupulleikin sleppur av vaksa? Viðmerkingar: Bakteriur, sum eru fjølmótstøðuførar (multiresistentar) ímóti antibiotika, er ein vaksandi trupulleiki kring heimin, sum í ringasta føri kann føra til, at fólk gerast álvarsama sjúk og doyggja av lutfalsliga banalum sjúkum, sum annars eru lættar av viðgera fyri, so leingi antibiotika virkar. Álvarsama avbjóðingin hevur verið kend í mong ár, og tykist nú tíverri at vinna fótafesti í Føroyum. Í 2015 setti undirritaða fyrispurning um málið, og varð tá svarað, at fleiri tiltøk skuldu setast í verk heilt skjótt. Eitt nú svaraði táverandi landsstýrismaður: “Tað er tikin avgerð um, at rutinukanningar fyri øðrum sløgum av mótstøðuførum bakterium verður sett í verk. Hetta arbeiðið byrjar í næstu viku.” Og “ …. er farið undir at samskipa tey tiltøkini, ið eiga at verða sett í verk, bæði fyri at upplýsa leikum og lærdum…” Men, sambært samrøðu í KVF við yvirlækna herfyri tykist ivasamt, hvørt tamarhald er á støðuni, og um alt, sum gerast kann, er sett í verk at binda fyri, at trupulleikin sleppur at vaksa. Antibiotika, sum er og hevur verið ein av hornasteinunum undir nútímans sjúkuviðgerð, er sostatt komið undir álvarsamt trýst, og stór átøk verða nú gjørd í nógvum londum til tess at fyribyrgja, at alsamt fleiri bakteriur gerast mótstøðuførar ímóti øllum sløgum av antibiotika. Mong sjúkrahús stríðast við trupulleikan, eisini í grannalondum okkara, har vit senda okkara sjúklingar. Ein av fleiri orsøkum til stóra trupulleikan við mótstøðuførum bakterium, er ovurnýtsla av antibiotika bæði til menniskju og djór. Í Kønbergfrágreiðinginini frá 2014 um norðurlendskt heilsusamstarv verður víst á, at vit í framtíðini fara at síggja alsamt fleiri doyggja av ígerðum, sum vit í dag meta vandaleysar, og hetta fer at leggja stórt trýst á heilsu- og sjúkrahúsverk. Fremsta tilmælið var tí eitt felags átak ímóti vaksandi mótstøðuførinum. Føroysku heilsumynduleikarnir luttóku í viðgerðini av frágreiðingini. Heimsheilsustovnurin WTO hevur í áravís rópt varskó og heitt á heimsins stjórnir um at taka trupulleikan í størri álvara, og siga eitt nú:”An increasing number of governments around the world are devoting efforts to a problem so serious that it threatens the achievements of modern medicine. A post-antibiotic era – in which common infections and minor injuries can kill – far from being an apocalyptic fantasy, is instead a very real possibility for the 21st Century.” Á Løgtingi 3.august 2017 Bjørt Samuelsen...
Les meiraÓluva setir fyrispurning um landsroyndir
Grein 52 spurningur til landsstýrismannin í mentamálum, Rigmor Dam viðvíkjandi KT skipanum í sambandi við landsroyndir o.a. Hví er so ofta miseydnast at fyriskipa landsroyndir hjá MMR? Hvør hevur ábyrgdina av, at slíkar royndir virka og at tøkniskipanir eru nóg góðar til slíkar royndir? Hevur landsstýrismaðurin kannað orsakir, er ábyrgd plaserað og avleiðingar tiknar av, at landsins myndugleikar so ofta í sjálvari tilgongdini eru dumpaðir? Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at broyta skipan ella mannagongdir, sum kunnu tryggja, at næmingar framyvir trygt kunnu fara til slíkar royndir? Er landsstýrismaðurin tryggur við sína tøkni og førleikar at røkja uppgávuna framyvir? Viðmerkingar: Mong okkara hava við stúran hugt at, hvussu illa og óheppið landsins myndugleikar í fleiri umførum hava dumpað í landsroyndum og øðrum royndum. Ferð eftir ferð hava vit upplivað næmingar komnar aftur sum av torvheiðum. Lærarar, næmingar og foreldur hava brúkt nógva tíð og orku at læra seg at brúka skipanirnar, sum MMR hevur lagt fyri skúlan at brúka. Góðar vegleiðingar eru útførdar, men hóast hetta, so hevur skipanin verið ónýtilig. Skúlin veit ikki at svara foreldrum og næmingum, roynir sum frægast við undanførslum ella onkrum hissini. Mong fólkaskúlaforeldur eru hugstoytt. Og vit eru mong, ið staðfesta, at KT- skipanin í sambandi við landsroyndir, og royndir sum heild, als ikki er nøktandi. Vit nærkast tí støðu, at álitið á Mentamálaráðið er í vanda, og tíðin er búgvin til at ábyrgd verður staðsett. Spurningurin er nú, hvaðar eru vit á hesi leiðini, og um vit eru komin til ta støðu, at vit skulu fara aftur til blýantin og pappírið. Mentamálaráðið hevur sagt, veitarin hevur ábyrgdina, og so tykist ikki so nógv meira at henda. Soleiðis sær tað ið hvussu er út uttanífrá. Men hvør er frágreiðingin? Veitaran hava vit ikki hoyrt givið sína frágreiðing. Er ongin frágreiðing gjørd, so eigur landstýrismaðurin í Mentamálaráðnum at lata gera eina nágreiniliga frágreiðing, har veitarafrágreiðing er partur av frágreiðingini, leggja ábyrgdina á rætta stað og síðan seta trygga royndarskipan í verk. Á Løgtingi, 2.5. 2017 Óluva...
Les meira