Aðalstjórn
- Høgni í Stórustovu, aðalstjórnarformaður
- Sirið Stenberg, floksforkvinna
- Hervør Pálsdóttir, næstforkvinna
- Eirikur í Jákupsstovu, umboð fyri tingmanningina
- John Dalsgarð, peningarøkil
- Bárður Gunnarstein Nielsen, Suðuroyar Tjóðveldisfelag
- Rógvi Nybo, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag
- Sigrid J. Dalsgaard, Eysturoyar Tjóðveldisfelag
- Anfinn í Toft, Norðya Tjóðveldisfelag
- Eir Pálsdóttir, Sandoyar Tjóðveldisfealg
- Heini Hátun, Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag
- Sølvi Simonarson, Vága Tjóðveldisfelag
- Jógvan Jón Henriksen , Unga Tjóðveldið
_____________________________________________________________________
Høgni í Stórustovu, aðalstjórnarformaður
Telefon:+298 28 21 29
@:hishogni@gmail.com
Skrivarar:
Áki Andreasen, floksskrivari
Telefon: 229946
@: loysing@olivant.fo
Heidi Lava Elgeirsdóttir
Telefon: 711946
@: heidie@logting.fo
Í skipan floksins stendur m.a. um aðalstjórn:
Kapittul 8
Val av aðalstjórn
- 22.Aðalstjórnin hevur 13 limir og 9 tiltakslimir, sum verða valdir fyri 1 ár í senn.
Stk. 2. Økisfeløgini velja 7 limir og 7 tiltakslimir, Unga Tjóðveldið kann velja 1 lim og 1 tiltakslim. Tá ið flokstingið verður sett fær tingforfólkið fráboðan um, hvørji eru vald.
Stk. 3. Flokstingið velur 4 limir, og tingbólkurin velur 1 lim og 1 tiltakslim.
1) Flokstingið velur floksforfólkið. Í uppskoti kunnu bara vera teir limir floksins, sum eru valdir í løgtingið.
2) Flokstingið velur eitt næstforfólk, sum eisini verður aðalstjórnarforfólk. Í uppskoti kunnu ikki vera løgtingslimir ella landsstýrisfólk floksins.
3) Flokstingið velur eitt næstforfólk við ábyrgd fyri samskiftinum millum floksleiðsluna og tingbólkin. Í uppskoti kunnu bara vera teir limir floksins, sum eru valdir í løgtingið.
4) Flokstingið velur kassameistara. Í uppskoti kunnu ikki vera løgtingslimir ella landsstýrisfólk floksins.
5) Tingbólkurin velur sínámillum eitt umboð og ein tiltakslim í aðalstjórnina. Hetta umboð virkar eisini í staði næstforfólksins við ábyrgd fyri samskiftinum millum floksleiðsluna og tingbólkin, um hesin hevur forfall.
Stk. 4. Umboðið fyri tingbólkin virkar í staði næstforfólksins við ábyrgd fyri samskiftinum millum floksleiðsluna og tingbólkin, um hesin hevur forfall. Fara bæði floksforfólkið og næstforfólkið í landsstýrið, tekur umboðið fyri tingbólkin næstforfólksins stað, so leingi hetta er í landsstýrinum, meðan tiltakslimurin tekur sæti í aðalstjórnini fyri valda umboðið hjá tingbólkinum.
Kapittul 9
Aðalstjórnin
- 24.Aðalstjórnin skal serstakliga virka fyri neyvum samstarvi millum øll liðini í bygnaði Tjóðveldis.
§ 25.Forfólkið í aðalstjórnini kallar stjórnina saman regluliga og í minsta lagi 10 ferðir árliga.
Stk. 2. Aðalstjórnin skal kallast saman, tá ið í minsta lagi tveir aðalstjórnarlimir ella floksforfólkið krevja tað. - 26. Aðalstjórnin hevur ábyrgdina fyri rakstrinum av floksskrivstovuni.
Stk. 2. Aðalstjórnin ger eina ársætlan fyri politiska virksemi floksins uttan fyri parlamentariska arbeiðið.
Stk. 3. Ársætlanin verður framd í samstarvi við økisfeløgini og tingmanningina