Lýsing

Tingmál

Røða i samband við fíggjarlógina 2024

, 05/10/2023

Røða i samband við fíggjarlógina 2024

Summarið hevur verið heitt um alt Evropa, og hitin hevur sligið met. Nakað soleiðis kunnu vit siga um búskapin hjá okkum, hann hevur sligið met, fyritøkur hava havt met góðir rokniskapir, kommnur hava havt methøgar inntøkur, sum hevur viðført at nógvar kommunalar íløgur eru gjørdar og somuleiðis hevur landið havt methøgar inntøkur tey seinastu árini. Summarið er tó ikki av enn, hitin er framvegis nógvur kring Evropa og eins við veðrinum, so hava vit enn góðar tíðir, tó at vit síggja nøkur kuldatekin, nú heystið setir inn Kuldin kemur eystanifrá, kríggið í Ukraina legði sína køvaandi hond yvir alheimsbúskapin, sum sjálvsagt eisini rakar okkum í Føroyum. Eftir nógv ár við lagari rentu, ja vit skulu ikki so langt aftur í tíð, tá vit kjakasust her í løgtinginnum um tað negativu rentina sum fólk skuldu gjalda av innistandandi, er nú vent í holini og heili 10 ferðir síðandi kríggið brast á hevur hevur evropæiski centralbankin hækka rentuna fyri at tálma ovurstóru inflatiónini. Hetta ávirkar føroyska búskapin, landshúsarhaldið við hægri renuútreiðslum og hjá privata húsarhaldinum merkist eisini hægri rentan á húsaláninum, tó at bankarnir lata sum heild væl at lánibyrðini hjá privatu húsarhaldunum. Men innflatiónin, lønarvøksturin, sum liggur á 4 % og hægri rentibyrðan av lánunum merkist á fíggjarlógini. Tí hevur verið neyðugt at tátta í á rakstrarsíðuni, ráðini eru ikki longur at jarða út, men at tálma fyri at fáa tamarhald á rakstarútreiðslunum, og hetta er eisini nakað sum sæst aftur hjá føroysku familjunum, sum mugu raðfesta øðrvísi. Eftir at hava ligið í miðal á einum rakstrarvøkstri á 5,9 pct seinnastu árini, sum er alt ov høgt, so hevur samgongan sett sær fyri at fáa skil uppá raksturin, og fyri fyrstu ferð í fleiri ár er raksturin komin niður á 4,5%. Hetta ljóðar kanska høgt, men havandi í huga, at lønarframskrivingarnar á 3,8 % eru tiknar við so er tað ein einari góðari leið, hetta svarar til ein realrakstarvøkstur á 0,8 % Men hóast prístalið er lækkað, so síggjast ikki lækkingar í prísum á vørum og tænastum, og tað er nakað sum bendir á, at vit mugu fáa eitt príseftirlit at virka og hava eftirlit við teimum reellu prísunum. Men Føroyar eru ikki á nakari vandakós, vit hava framvegis at stóran fólkavøkstur. Ongantíð hava so nógv búð í Føroyum 54 tús 738 fólk búðu í 1 aug 2023 í Føroyum og arbeiðið er til allar hendur og løntakaratalið framvegis methøgt, og arbeiðsloysi er 1 %. Talið av løntakarum er hækkað úr 23 tús í 2000 til umleið 28 tús í 2022 og í Føroyum eru 84% av samlaða fólkatalinum í aldrinum 15-74 á arbeiðsmarknaðinum, sum er tað hægsta í evropa. Føroyska bruttotjóðarúrtøkan er vaksin úr 188 tús kr fyri hvønn íbúgva í ár 2000 til mettar um 475 tús kr fyri hvønn íbúgva í 2023 og bruttoskuldin hjá føroyskum húsarhaldum kann metast til 50-55 % av BTU, meðan bruttoskuldin hjá húsarhaldum í Danmark er til dømis 85-90 % av BTÙ. Vit ganga eisini ímóti størri sjálvbjagni, og tí er tað gleðiligt at síggja, at blokkurin nú er komin niður á 592 mió, 50 mió. er skornar av heildarveitingini, og er blokkurin nú bert 8 % av fíggjarlógini. Harumframt er vitaverkið yvirtikið, sjórætturin er ávegis og á sama hátt er við yvirtøkuni av loftrúminum, sum avtala er fingin í lag um...

Les meira

Hvat fyri eitt samfelag vilja vit lata víðari

, 02/08/2023

Hvat fyri eitt samfelag vilja vit lata víðari

Røða hjá Hervør Pálsdóttur í sambandi við viðgerð av ólavsøkurøðu løgmans   Harra formaður Lúka við mær Rundan um trøllakambin Ein annar legði í havan Eg lovi tær Okkara blómur Fara at síggjast eins væl Soleiðis yrkir Beinir Bergsson í yrkingasavninum Sólgarðurin, sum fyri meg er eitt gott myndamál um ta støðuna, ið vit eru í sum samfelag. Vit mugu lúka rundan um trøllakampin og røkja havan, so at hann ikki fellur í órøkt. Ættarlið undan okkum hava ikki latið havan til okkum at njóta einans. Tí eru tað eisini vit her inni, ið skulu tryggja okkum, at havin og blómurnar kunnu njótast av ættarliðunum, ið koma. Tí hvat er tað fyri samfelag, ið vit vilja lata víðari? Tann spurningin eru vit noydd at seta okkum og vit eru noydd at hava eitt boð. Samgongan vil í øllum førum gera sítt fyri at blómurnar hjá komandi ættarliðum síggjast eins væl og okkara. Føroyar skulu verða eitt attraktivt land at búgva í – at flyta heim aftur til og at virka í. Harra formaður Vágskálin og javnvág var ein góður reyður tráður í ólavsøkurøðu løgmans. Vágskálirnar skulu í stórsta mun javnviga. Hetta skal síggjast aftur í politikkinum, ið hendan samgongan fremur. Vit skulu býta virðini javnari og rættvísari. Í vár samtykti løgtingið at taka meira inn í veiðigjaldi og tøkugjaldi. Hetta gjørdu vit tí, at vit halda, at tilfeingisvinnurnar skulu gjalda ein rættvísan, men rímiligan kostnað fyri at troyta náttúrutilfeingið, ið er fólksins ogn. Vit vilja hava at okkara ovurhondsstóra ríkidømi kemur okkum øllum til góðar – at tað kemur inn í hvørt heim í Føroyum. Tað gera vit millum annað við at geva lønarlyft til tey, ið starvast á umsorganarøkinum, ið í alt ov langa tíð hava fingið eina ov lága løn. Tað gera vit við at stytta arbeiðsvikuna og at lata eina skattalætta til lág- og miðallønt. Samstundis er tað eisini neyðugt at vit tryggja haldførið í búskapinum. Skal vælferðarsamfelagið verða eins gott ella betri í framtíðini, ja, so skulu vit føra ein skynsaman fíggjarpolitikk og fara væl um skattagjaldarans pening. Tað er politikkurin hjá hesi samgonguni. Harra formaður, Nógv góð mál eru í væntu í hesum tingárinum, eg nái ikki at tríva í tey øll. Summi mál kosta og krevja góða fígging, meðan vit eisini hava mál, ið røra við gerandisdagin hjá fólki, og sum hava alstóran týdning, men sum einans krevja politiskan vilja, og noyðast ikki eina játtan á fíggjarlógini. Í heyst kemur lógaruppskot um at fáa ásetingar um grooming og sextortion í kapittulin um kynslig brotsverk í revsilógina. Vit góðtaka ongantíð, at børn verða útsett fyri kynsligum brotsverkum. Tað er ræðuligt og forkastiligt. Vit skulu gera alt fyri at verja tey fyri slíkum. Tí veit eg, at vit øll fara at standa saman um fáa ásetingar í revsilógina um hetta. Vit eiga eisini av álvara at seta inn fyri at fremja upplýsingar kampanjur um trygd á netinum – so vit kunnu fyribyrgja hesar vanlukkuligu støðurnar. Tað hevur eisini í eina tíð verið arbeitt við at umseta og dagføra revsilógina. Nú er øll revsilógin umsett, og síðsti parturin – sum er almenni parturin í revsilógini verður lagdur fyri tingið í heyst. Umframt hetta, koma fleiri broytingar í revsilógini í vár. Millum annað snúgva broytingarnar seg um sálarligan harðskap, um chikanu móti almennum starvsfólki (løgreglufólk, sosial ráðgevar…),...

Les meira

Føroyskir fangar fyri órætti í Danmark

, 18/05/2023

Føroyskir fangar fyri órætti í Danmark

Kriminalforsorgin, sum er danskt málsøki, livir ikki upp til egnar reglur um, at føroyskir fangar, sum sita í donskum arresthúsum og fongslum, skulu tryggjast heimferð aftur til Føroyar, tá teir verða leyslatnir. Tað verður staðfest í svari frá danska forsætismálaráðnum uppá fyrispurning (settur umvegis Ríkisumboðið), sum var lisið upp á donskum á Føroya Løgtingi í dag. Kriminalforsorgin brýtur reglurnar Forsætismálaráðið hevur sent fyrispurningin víðari til Direktoratet for Kriminalforsorgen, sum viðmerkir: ”Direktoratet kan endvidere oplyse, at Kriminalforsorgen Hovedstaden, hvorunder Færøerne Arrest hører, til brug for besvarelsen har oplyst, at uanset at institutionerne har pligt til at afholde udgifterne til løsladte færingers hjemrejse til Færøerne, kan områdekontoret ikke afvise, at der kan forekomme enkelte sager, hvor dette ikke er sket.” Føroyingar verða á hvørjum ári fluttir til Danmarkar at sita dóm – og í summum førum verða teir enntá sendir niður uttan dóm – fyri at sita varðhaldsfongslaðir meðan teir bíða eftir at sleppa í rættin. Tá føroyingar verða leyslatnir úr donskum fongslum ella arresthúsum, verða teir í fleiri førum bara sleptir út á gøtuna, har teir eru staddir. Uttan kunning til tey avvarðandi ella føroyska almannaverkið. Uttan nakað trygdarnet. Framvegis onki samstarv Kriminalforsorgin er donsk, so onki landsstýrisfólk hevur evstu ábyrgd av hesum frælsistiknu føroyingum. Á heysti í 2021 var tó frammi í føroysku miðlunum, at nú skuldi betri samstarv vera millum Kriminalforsorgina, sum er undir donskum ræði, og Almannaverkið í Føroyum, sum vit sjálvi vara av. Nú vit skriva mai 2023 er framvegis onki skipað samstarv komið í lag. “Direktoratet for Kriminalforsorgen kan oplyse, at der for nuværende ikke er en standardiseret aftale mellem de færøske og danske myndigheder om færøske afsonere og varetægtsfængslede.”   Tó verður upplýst, at arbeitt verður við einari samstarvsavtalu, sum væntandi verður klár fyrra hálvár í 2023. “Så tal dog dansk!” Sjáldan situr nakar í fongsli uttan orsøk. Revsingin hjá føroyingum er tó í fleiri førum harðari, enn dómurin leggur upp til. Føroyskir fangar verða sendir av landinum. Uttan møguleika fyri at sleppa úr fongslinum at vitja sína familju, sum aðrir danskir fangar. Við avmarkaðum møguleikum fyri at fáa vitjan frá familju og vinum úr Føroyum. Og í onkrum føri við kravi um at samskifta á fremmandamáli við sína egnu familju, tá teir endiliga fáa vitjan. Allíkavæl tvíhalda danskir myndugleikar um, at føroyskir fangar fáa virðiliga viðferð í donskum fongslum. “Det er regeringens ambition, at standarden på danske ansvarsområder på Færøerne – ikke mindst på justitsområdet – følger standarden i Danmark med respekt for de forhold og forskelle, der er mellem vores lande. Kriminalforsorgen sikrer på den baggrund, at færøske indsatte i danske fængsler og arresthuse modtager en værdig behandling, ligesom kriminalforsorgen sikrer dette for alle øvrige indsatte i kriminalforsorgens institutioner i riget.” Tað er eftir mínum tykki lítið virðiligt ikki at lova føroyskum fangum at samskifta við síni kæru á sínum egna móðirmáli. Kriminalsforsorgin á føroyskar hendur Kriminalforsorgin í Føroyum er ein deild undir Kriminalforsorgen Hovedstaden í Keypmannahavn. Bæði fangar og avvarðandi uppliva, at samstarvið og samskiftið millum deildina í Føroyum og deildirnar í Danmark ikki er nøktandi. Ella rættari, tað er als ikki til staðar. Tá ið fangin er farin um føroyska landamarkið, er sambandið burtur. Hetta er ein myrkur blettur í okkara vælferðarsamfelag. Tíanverri er støðan ikki heilt ókend. Heilt fram til miðskeiðis í 1970’unum vórðu fólk við menningartarni flutt av...

Les meira

Leigarar verri atgongd til grøna orkuskiftið

, 10/04/2023

Leigarar verri atgongd til grøna orkuskiftið

Hóast málið í samtykta veðurlagspolitikkinum er, at orkuvinarligir bilar í nógv størri mun skulu brúkast, so tykist tað sum, at tey, sum búgva til leigu ella í bústaðum uttan egið privat pláss til bilin, hava nógv minni møguleika at útvega sær ein el-bil, samanborið við tey, sum hava ein egnan matrikul.   Tá frítøkur fyri mvg og skrásetingargjøld av orkuvinarligum bilum vórðu viðgjørd í tinginum fyrr í ár var enntá onkur bilaseljari, sum vísti á, at ordiliga bíligir el-bilar ikki eru ein góð vøra at liggja inni við, tí tey, sum vilja hava ein bíligan el-bil búgva næstan altíð til leigu, og tá hava tey ikki møguleika at løða bilin kortini.   Støðan er soleiðis í dag, at øll við egnum matrikli hava góðar møguleikar at fáa eina heimaløðistøð, sum er ein skipan, ið riggar lutfalsliga væl, meðan tey uttan egnan matrikul hava skerdar møguleikar fyri hesum, samstundis sum prísurin á almennu løðistøðunum hjá SEV er hægri enn á heimaløðistøðunum.   Hetta samsvarar illa við samtykta veðurlagspolitikkin, har tað millum annað verður sagt, at “umráðandi er, at brúkarar kunnu løða bilin heima ella tætt við bústaðin.”   Sjálvt um heilt nógv kenna til hesar avbjóðingar við løðing av bilum hjá teimum, sum ikki hava ein egnan matrikul við parkering, so tykist tað sum, at allir partar halda at onkur annar skal lofta avbjóðingini. Tað er landið, sum hevur samtykt ein veðurlagspolitikk, har orkuvinarligir bilar eru eitt av raðfestu málunum, og tí eigur landið at brúka orku uppá at tryggja, at tað ikki bara er ein partur av fólkinum, sum kann vera partur av grøna orkuskiftinum,   Tað ber sjálvandi til at heita á allar partar um at gera sítt, men tað tykist sum, at onkur má taka ábyrgdina av at fáa hetta framt, og tá landið hevur samtykt veðurlagspolitikkin, er spurningurin, um landið ikki eisini má taka ein part av ábyrgdini av at fremja hann og tryggja, at úrslitini raka sosialt rætt.   Tað sær út til, at tað er ein stórur og vaksandi partur av Føroya fólki, sum orsakað av infrakervinum til løðing av el-bilum hava skerdan møguleika at vera partur av orkuskiftinum.   Ein fyrispurningur er settur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu í Umhvørvismálum, har tað millum annað verður spurt:   Hevur landsstýriskvinnan í hyggju at fremja ítøkilig átøk fyri at betra um møguleikan hjá teimum, sum ikki eiga ein matrikul, at løða bilin annaðhvørt við einari heimaløðistøð onkursvegna ella fyri ein kostnað, sum samsvarar meira við kostnaðin á heimaløðistøð?  ...

Les meira

Ferð á filmsgerð í Føroyum

, 04/04/2023

Ferð á filmsgerð í Føroyum

Tann góða søgan spælir ein stóran leiklut hjá menniskjanum,  tvørtumum tíð, landafrøði og mentan. “Uttan søgur vildi menniskja verið ófrælst  og verið litleyst og doyð  út “ segði  kendi rithøvudundurin Karen Blixen. Best kenna vit hana fyri skaldsøguna “Den afrikanske farm”, sum síðani bleiv filmsgjørd til  “Mitt Afrika” Og hon greiðir víðari frá:  Vit hava tørv á at siga søgur og greiða frá um okkum sjálvi og onnur, greiða frá tí vit uppliva, fata og kanska ikki fata. Hetta megnaði hon so meistarliga og ikki undarligt, at bók hennara varð gjørd um til film. Filmur er søgur, søgur um menniskjur, samanspælið ímillum menniskju, fatanir  av hvørjum øðrum, samleiki, mentan, ja tað er alt lívið og lívsspektrið. Vit síggja og vit læra, vit síggja og vit undrast og kveikjast og mennast sum menniskju ígjøgnum filmin. Áðrenn vit fingu fyrstu filmframsýningarnar í Føroyum var tað sjónleikurin, ið setti dagskránna og var  hann eins og hann framvegis er ein týðandi mentanarberi. Millum fyrstu sjónleikirnar í Føroyum teljast  “Veðurføst” eftir Súsannu Helenu Patursson ( fyrsti Sjónleikur í Føroyum (1889) og “Gunnar Havreki”  eftir Rasmus Effersøe,  ið var fyrstu ferð leiktur í sjónleikarahúsinum í 1889. Í søgutilfari lesa vit um fólk, ið vóru til sýningina av “Gunnar Havreka” blivu illa fyri og onkur svímaði, tá ið marmennilin  kom úr havninum og tók í  bátin við Gunnari og manning hansara. Eins og tað var skelkandi fyri áskoðarafjøldina við Gunnar Haveka var tað eisini skelkandi at síggja fyrstu fimarnir á lørifti,  har fólk rýmdu úr sálinum, tí tey hildu at tok og annað  kom út úr  løriftinum. Tað var trupult hjá fólki at skyna á,  hvat var veruleiki og hvat var fiksión. Sjálv eri eg uppvaksin í Vági, har vit sum ein av fáu bygdunum í Føroyum hevði biograf. Eg havi verið um 5-6  ára aldur tá eg fyrstu ferð varð í biograf við mammu míni. EG minnist luktin, bláu litirnir, tey littu børnini á vegginum, tann serliga brúna ísin, sum eg tann dagin í dag minnist smakkin av  og ikki minst tær stóru hugtakandi myndirnar á løriftinum. Fantastiskt og hugtakandi alt í senn. Soleiðis er filmur – hugtakandi  og fangandi og fantastiskt. Ì dag er filmurin ikki bert uppliving, men eisini ein vinna, vit sum land kunnu njóta gott av. Hagstovan hevur gjørt eitt fínt yvirlit yvir filmar í Føroyum, í teimum 3 biografunum vóru tað í  213 frumframsýningar av útlendskum filmum í 2021, meðan 5 frumsýningar vóru av føroyskum filmin. Hetta skulu vit venda og bøta um, og tí er uppskotið hjá landsstýrismanninum so kærkomið og týdningarmikið Filmhúsið varð sett á stovn í 2017 til tess at standa á odda fyri at førleikamenna filmsumhvørvið og menna filmsgerð, filmsmentan og filmsvinnu í Føroyum. Hetta saman við agurksendingum, Geytanum, klippfisk v.m. er eitt fantastiskt arbeiði gjørt at menna føroyskan film í Føroyum. At fllmur sum skapandi vinna og saman við ferðavinnuni kann gerast eitt rættiliga stórt íkast fyri føroyska búskapin er lítið at ivast í. Fólk tyskja í dag til Kallin fyri at síggja gravarsteinin hjá James Bond og nú hevur  Peter Pan eisini  funnið sína ynskioyggj í Føroyum, so er bert spurningurin, hvat framtíðin fer at bjóða. Vit skulu ikki tó gloyma spírarnar í føroyska filmsumhvørvinum, slóðararnir, sum hava lagt lunnar undir føroyskan film. Atlantic Rhapsody Dreymar við Havið Trom Ikki illa meint  (sum enntá...

Les meira

FØROYSKIR FANGAR ONGAN GÓÐAN

, 29/03/2023

FØROYSKIR FANGAR ONGAN GÓÐAN

Politiski myndugleikin í Føroyum kann ikki svara uppá, hvussu umstøðurnar eru hjá føroyskum fangum. “Brotsumsorgan er felagsmálsøki, og Løgmálaráðið fær tí ikki úttala seg um, hvussu økið verður umsitið.” Hetta er svarið frá føroyska løgmálaráðnum, tá spurt verður um viðurskiftini hjá føroyskum fangum. ONGA ÁBYRGD – ONKI SVAR Kriminalforsorgin í Føroyum, sum er donsk, hevur ábyrgdina av fangunum, tá teir eru í Føroyum, men tað er ringt at lesa seg fram til, hvør hevur ábyrgdina av teimum, tá teir eru fluttir í danskt fongsul ella arresthús at sita. Tá verður støðan meira gruggut og ógjøgnumskygd. Tað er uppaftur torførari at síggja, hvør hevur eftirlit við, at hesir frælsistiknu føroyingarnir, verða væl viðfarnir. Til spurningin um nakað skipað samband er millum føroyskar og danskar myndugleikar um hesar føroysku fangarnar í Danmark, er svarið: “Brotsumsorgan er felagsmálsøki, og Løgmálaráðið fær tí ikki úttala seg um, hvussu økið verður umsitið.” Føroyingar verða á hvørjum ári fluttir til Danmarkar at sita dóm, og í summum førum verða teir enntá sendir niður uttan dóm fyri at sita varðhaldsfongslaðir, meðan teir bíða eftir, at mál teirra kemur fyri í rættinum. Tá føroyingar verða leyslatnir úr donskum fongslum ella arresthúsum, verða teir í fleiri førum bara sleptir út á gøtuna, har teir eru staddir. Uttan kunning til tey avvarðandi ella føroyska almannaverkið. Uttan nakað trygdarnet. Til spurningin um, hví so er, svarar politiski myndugleikin í Føroyum: “Brotsumsorgan er felagsmálsøki, og Løgmálaráðið fær tí ikki úttala seg um, hvussu økið verður umsitið.” Á heysti í 2021 var frammi í miðlunum, at nú skuldi betri samstarv vera millum Kriminalforsorgina, sum er undir donskum ræði, og Almannaverkið í Føroyum, sum vit sjálvi varða av. Spurdur um, hvørt nakað skipað samband er millum føroyskar og danskar myndugleikar um føroyskar fangar, svarar landsstýrismaðurin, Bjarni K. Petersen: “Brotsumsorgan er felagsmálsøki, og Løgmálaráðið fær tí ikki úttala seg um, hvussu økið verður umsitið.” Einasta føroyski landsstýrismaðurin veit at siga, er at ein føroyskur prestur er settur, sum ferðast til Danmarkar fimm ferðir um árið at vitja føroyskar fangar. Eisini er ein samstarvsavtala millum Almannaverkið, Megna Títt Lív og Direktoratið fyri kriminalforsorgina í kongaríkinum klár til endaliga góðkenning, sum skal tryggja at føroyskir fangar fáa virðiliga viðferð í donskum...

Les meira

Fyrsta røðan hjá Anniku Olsen

, 07/03/2023

Fyrsta røðan hjá Anniku Olsen

Vit hava just rundað eitt ára dagin síðani russisku innrásina í Ukraine tann 24. Februar 2022.  Ì eitt ár hava vit havt kríggj í Evropa, og er  hetta er eyvan nakað, sum vit høvdu ímynda okkum kundi henda í okkara parti av heiminum anno 2022 Vit vóru just komin úr einum heilsukríggi ímóti Korona, eftir at allur heimurin hevði verið ávirkaðar við mongum deyðsføllum og mongum syrgiligum lagnum, tá ið eitt annað meiningsleyst krígg brast á. Hetta gav als onga meining og gevur onga meining. Hóast føroyskir politikarar høvdu verið ivasamir um hvørt tað var rætt at taka flóttafólk til Føroyar, vendist hesin spuringurin til at vera jaligur mótvegis ukrainskum flóttum, og at Føroyar sjálvsagt skuldu taka sín part av neyðstøddum ukrainkum. Ì 2022 samtykti løgtingið sokallaðu Ukrainelógina, sum heimilar Føroyum at taka flóttar til Føroyar. Hóast  heimild var í  galdandi útlendingalóg, so varð mett, at  hendan lógarásetingin ikki var nóg hóskandi og greið í mun til flóttar frá Ukraina, serliga tí man ynskti at málini skuldi ganga skjótt, soleiðis at urkainsku flóttarnir kundu fóta sær skjótast gjørligt í Føroyum. Við ríkislógartilmælinum frá 2022 samtykti løgtingið einmælt, at taka 200 ukrainskar flóttar til Føroyar. Kanska er tað ikki nógv sæð í mun til tær 8 mio. Ukrainar, sum eru flýddir og tær 5 mio.,  sum eru flýddir innlendis frá egnum heimi, so er tað ein góð kensla, at vit sum land og fólk, hava latið okkara dyr upp fyri hesum stakkals menniskjum, og at tey kunnu uppihalda sær her í Føroyum. Hetta merkir ikk,i at tey ikki eru merkt av støðuni, tí hóast tey kunnu vera her í friðarligu Føroyum eru teirra tankar og kenslur í heimlandinum, har vinir og familja ivaleyst framvegis uppihalda sær.  Hetta hoyrdu vit í samrøðu við tvey teirra í Dag og Viku her fyri. Sambært ST eru 7200 civil dripin í Ukraine og harav 438 børn, meðan eini 150 tús eru deyð í sjálvum krígnum. Hesi tølini eru tó óvis, men geva okkum bert eina ábending av tí ræðuleika, ið valdar. Hetta er eitt land, ið berjist fyri sínum rættindum, ið berjist fyri sínum frælsi, sínum fólki at virka og liva eftir hug og hegni, ein tjóð, sum ynskir at byggja sína tilveru á eitt fólkaræðisligt grundarlag.  Tað er ein kampur, íð er verdur at berjast fyri, men sum vit av hjarta vóna fer at enda sum skjótast. Vit hava skyldu at standa saman við teimum og vísa okkara stuðul. Tí er tað eisini gleðiligt at landsstýrið veitti Ukraina 7 mió í menningarhjálp, sum er størsta einstaka upphædd, sum føroya landsstýrið nakrantíð hevur latið. Kanska er hetta ein dropið í havninum, men eitt gott stig á leiðini. Hetta uppskotið vit viðgera í dag er ein justering av uppskotinum um rískislógaritlmæli, ið varð samtykt í fjør, tí man er  komin eftir, at skeringsdatoin 24 feb. hevur verið ið og so neyv t.d um man sum ukraina hevur verið staddur uttanlands í hesum tíðarskeiði, so er man ikki fevdur av friðsjóls reglunum. Tí verður skotið upp í hesum uppskoti at seta tíðspunktið til 1 februar, soleiðis at m.a. teir borgarar,  ið ikki hava verið staddir í sínum heimlandi just tá ið innrásin byrjaði eisini eru fevndir av lógini. Somuleiðis er freistin fyri nær føroya landsstýrið tekur yvir ábyrgdina sett til 4 gerandisdagar og ikki bert 4...

Les meira

Nú kemur hjálparpakkin fyri vanliga fólkið

, 28/02/2023

Nú kemur hjálparpakkin fyri vanliga fólkið

Livikostnaðurin rýkur upp í løtuni, og tá er neyðugt hjá politisku skipanini at traðka í karakter og hjálpa teimum, ið trongja mest. Tí hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, í dag latið Løgtinginum uppskot um hjálparpakka fyri fíggjarliga sperd húski. Hjálparpakkin skal hjálpa barnafamiljum, pensjónistum og øðrum, ið merkja prísvøksturin serliga væl. Hjálparpakkin inniheldur í høvuðsheitum: – Eitt hjálparískoyti til fíggjarliga sperd húski á 12.000 krónur – Familjuískoytið verður víðkað og upphæddin hækkar restina av árinum  – Treytin um oljufýr, fyri at fáa stuðul, verður strikað – Barnauppsparingar fara ikki at forða foreldrum at fáa lut í hjálparpakkanum Nógv sita ótrúliga hart í tí, og vit vóna at hetta kann hjálpa og lætta um. Vit lovaðu áðrenn valið, at gera okkara ítarsta fyri at loysa gerandisdagin, og hetta er partur av...

Les meira

Fyrsta røðan hjá Eiriki í Jákupsstovu

, 30/01/2023

Fyrsta røðan hjá Eiriki í Jákupsstovu

Frú forkvinna Seinast eitt mál av hesum slag varð viðgjørt á løgtingi, var fyri útvið 15 árum síðan, tá val seinast var uttan eina veruliga fíggjarlóg. Tá snúi tað seg um, at millumbylgjusendarin í Akrabyrgi riggaði sera illa, samstundis sum tað í tráð við lógina um kringvarp, varð mett sum lógarkrav, at millumbylgjusendarin riggaði. Málið var til fyrstu viðgerð í løgtinginum 26. mars 2008, varð samtykt 8. mai av øllum flokkum uttan einum og í august sama ár riggaði millumbylgju-sendarin sum hann skuldi. Burturúr tí kunnu vit onkursvegna koma fram til, at talan er um at fáa til vega heimildir at fremja mál, sum hava so stóran týdning og hava so stóran skund, at tey ikki kunnu bíða eftir fíggjarlógini. Nú eru vit í nærum somu støðu sum í 2008. Hesaferð er tó EITT mál, sum landsstýriskvinnan metir tað hava sera stóran skund at fáa pengar inn uppá, og so 5 ymisk mál, sum landsstýriskvinnan metir hava so stóran skund at brúka pengar uppá, at tað ikki kann bíða eftir vanligu fíggjarlógini fyri 2023. Mann kann spyrja, hví júst hesi málini ikki kunnu bíða eftir vanligu fíggjarlógini, og tað fara vit eisini. MEN tá núverandi landsstýriskvinnan í fíggjarmálum er sinnað at brúka eitt sindur av pengum, so hugsi eg instinktivt, at vit skulu siga ja beinanvegin. Vit vita jú ikki, um tað nakrantíð fer at henda aftur. Um vit taka málini ígjøgnum, so snúgva tvey tey fyrstu seg um fíggjarligu avleiðingarnar av at dagføra skrásetingargjøldini og MVG-afturberingina av el-bilum, sum vit hava viðgjørt fyrr í dag. Har kunnu vit róliga siga, at tað ikki gevur meining at bíða eftir veruligu fíggjarlógini. Tað triðja snýr seg um at fremja søluna av partabrøvunum í P/F Tjaldur. Hetta er ein tilgongd, sum er byrjað fyri tíð síðan og eisini er blivin partur av samgonguskjalinum, so hetta skal sjálvandi fremjast. Men eg gangi út frá, at tingið fær eina nærri kunning í víðari viðgerðini av málinum. Tað fjórða snýr seg um umleið 3,7 milliónir krónur, sum Tórshavnar kommuna skal hava í umbýtinum av ognum í Hoydølum hjá landinum og ognum hjá Tórshavnar kommunu á Frælsinum í Havn. Samstundis verður hetta heimildin til landsstýriskvinnuna at fremja umbýtið. Talan er um eina avtalu, sum ER gjørd áðrenn valið og sum eisini eftir øllum at døma verður framd, men tá vit byggja uppá arbeiðið hjá einum undanfarnum løgtingi, so vænta vit eisini eina veruliga gjøgnumgongd av, hvat tað er, sum vit geva heimild til. Tað næsta snýr seg um eina ogn við landssjúkrahúsið, sum ynski er um at keypa fyri at tryggja møguleikanum fyri komandi útbyggingum. Flestu royndir siga, at tað gevur meining hjá almennum myndugleikum at keypa slíkar ognir, tá høvið býðst. Teir møguleikarnir vísa seg nevniliga sjáldan, og tá teir vísa seg koma teir sjáldan aftur. Og so er eitt mál afturat. Tað snýr seg um pengar til at innrætta arbeiðsumstøður til tingfólk í grannabygninginum her. Eg haldi meg ikki vera so krevjandi í arbeiðsumstøðum, og tá eg eri byrjaður í øðrum størvum, so havi eg ofta sagt, at tað er ríkiligt við einari teldu og einum skriviborði. Her hava vit sum nýggj tingfólk fingið eitt apparat, sum nokk kann kallast ein telda, og nú gleði eg meg til at fáa eitt skriviborð eina ferð í framtíðini. So alt í alt, so fara vit...

Les meira

Fyrsta røðan hjá Erlingi Eidesgaard

, 19/01/2023

Fyrsta røðan hjá Erlingi Eidesgaard

Frú forkvinna, Tað er mær ein stórur heiður at standa á hesum háttvirda og tignarliga talarastóli. Tað er við stoltleika og við stórari virðing at eg standi her. Og fyrsta málið, har eg havi heiðurin at vera framsøgufólk, er mín sann eitt yvirtøkumál. Ikki av teimum heilt stóru yvirtøkunum gamaní, men tó eitt stig rætta vegin. Hetta er ein yvirtøka, sum bleiv fyrireikað og løgd fram av farna landsstýri, men fall burtur, tá val bleiv útskrivað. So málið er stórt sæð bara sett fram av nýggjum. — Tað er lag á manni at liggja og damla á deyðavatni í einari danskari jollu, meðan sungið verður “Sejler op ad åen, sejler nedad igen”. Tað gera vit nógv av í Føroyum. Vit eru ruraði í svøvn í donskum loysnum, sum eru smoygdar niður yvir okkum og sum onnur gjalda fyri. Og í allari almindiligheit, í friðartíð, kundi mann næstan sagt, so riggar tað so mikið væl – tíverri freistist eg til at siga – at vit fáa ikki upp í lag at gera nakað við tað. “I en lille båd der gynger, sidder jeg og synger.” Men tá tað dregur á luftina og tá tað brýtir í bæði borð, so síggja vit, so gott sum hvørja ferð, at danska jollan ikki er eitt hóskandi far. Og tað sóu vit eisini her. Tað lak ímillum teori og praksis, her vóru eingi amboð og her var í roynd og veru eingin tilbúgving klár. Hana máttu vit sjálvi stápla uppá beinini. Og heldigvís eru vit kreativ og hava nógv góð fólk, sum kundu traðka til í einari knappari vending. Tað vísir bara, at vit klára tað, og at vit mugu hava okkara egnu loysnir, tá á stendur. Og tá á stendur, standa vit saman. Tá er líka mikið, um mann er sambandsfólk ella loysingarfólk. Tí tá er semjan breið, og tá síggja vit øll, at vit gera tað best, tá vit sjálvi sita við stýrisvølin og tá vit sjálvi taka ábyrgd. Vit mugu sjálvi byggja borð fyri báru. Eingin ger tað fyri okkum. Vit kunnu ikki dúva uppá danskar loysnir í Føroyum. Tær eru gjørdar til eitt heilt annað samfelag enn okkara, og tað er bara lukkutreff, um tær rigga í Føroyum. Einki rættsiktað menniskja fer út á streymasjógv í einari jollu, sum ikki er bygd til endamálið. Skulu vit klára umstøðurnar her hjá okkum og skulu vit út á opið hav, so er neyðugt, at hava rætta bátin. Vit skulu hava loysnir, sum rigga í Føroyum. Tað er sjálvandi hugstoytt og ber kanska bráð av líkasælu og dovinskapi, at tað skal ein heimsumfatandi pandemi til fyri at purra okkum út, og fyri at avdúka, at ein skipan, sum til dømis verandi farsóttarskipan ikki riggar optimalt í Føroyum. Men neyð lærir nakna kvinnu at spinna. Og um hetta kann seta ljóskastaran á problematikkin við óhóskandi donskum skipanum í Føroyum, sum eg tori at siga er generellur, so hava vit kanska lært eitt sindur. Tað var nokk Winston Churchill, sum segði, “Never let a good crisis go to waste”. So kanska kann hetta læra okkum øll, sambands- og loysingarfólk, at vit mugu taka ábyrgdina av ikki bara hesum lítla øki, men av øllum viðurskiftum í hesum landinum. Tí áðurnevndi problematikkur er eisini galdandi fyri onnur øki. Loftrúm, løgreglu og rættarskipan bara fyri at nevna nøkur...

Les meira