Lýsing

Tingmál

Mismunur skal ikki gerast á fólki á arbeiðsmarknaðinum – heldur ikki vegna aldur

, 06/03/2020

Mismunur skal ikki gerast á fólki á arbeiðsmarknaðinum – heldur ikki vegna aldur

Kristina Háfoss og Heðin Mortensen, leggja í dag fyri Løgtingið uppskot – vegna Tjóðveldi og Javnaðarflokkin – ið skal tryggja, at mismunur ikki verður gjørdu á fólki á arbeiðsmarknaðinum. Í Føroyum mangla vit lóggávu, ið skal tryggja, at mismunur ikki kann gerast á fólki á arbeiðsmarkninum. Hetta ynskja vit at broyta. Bæði tá umræður mismun sum heild, men eisini tá umræður mismun vegna aldur. Í grannalondum okkara er aldursmarkið fyri, nær tú skalt av arbeiðsmarknaðinum í flestu førum tiltikið burtur. Orsøkin er, at ynskt verður ikki at gera mismun vegna aldur á arbeiðsmarknaðinum, og at fólk, uttan mun til aldur, hava rætt til sakligar grundgevingar fyri, hví tey ikki kunnu verða í einum starvi longur.  Í Føroyum er almenni politikkurin, at pensjónsaldur er frá 67 ára alduri, men at tú kanst halda fram í starvi hjá landinum til tú ert 70 ár. Eftir hetta kann starvsetanin leingjast upp til 2 ár í senn. Uppskotssetararnir ynskja at broyta og betra um hetta.  Øll eru vit ymisk, og tað er sera ymiskt, hvussu væl vit eru før fyri, at halda fram at arbeiða tá vit gerast eldri. Eisini er sera ymiskt, hvat hvørji størv krevja, og hvussu nógv slit ymisk arbeiði geva eftir langt arbeiðslív. Men tað má vera upp til tann einstaka, saman við arbeiðsgevara sínum, at meta um, hvørt møguleiki og ynski eru um, at halda fram á arbeiðsmarknaðinum, eisini eftir 70 ára aldur. Vit meta at tíðin er farin frá, at hava ein ávísan aldur knýttan at, um tú kanst vera á arbeiðsmarknaðinum. Vit ynskja at øll, ið hava ynski um hetta, og sum megna tað, fáa møguleika at halda fram á arbeiðsmarknaðinum, uttan mun til aldur.  Tí verður heitt á landsstýrið um, at leggja fyri Løgtingið neyðuga lóggávu, ið tryggjar, at mismunur ikki kann verða gjørdur á fólki á arbeiðsmarknaðinum, heldur ikki vegna aldur.  Undanfarna landsstýri legði løgtingsmál nr. 153/2018: Uppskot til løgtingslóg um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum, fyri Løgtingið 7. mars 2019.  Málið fall burtur sbrt. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí málið ikki var liðugt viðgjørt, tá tingsetan endaði.  Vit mæla landsstýrinum til, at taka málið framaftur, viðgera tað saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, og saman tvørpolitiskt samgonga og andstøða, soleiðis at vit saman kunnu tryggja eina góða og tíðarhóskandi lóggávu á hesum øki í Føroyum.  Á Løgtingi, 6. Mars 2020 Tjóðveldi og...

Les meira

Sirið spyr um landið fíggjar skaðar á grótkøst, sum eru farin í storminum kring landið.

, 02/03/2020

Sirið spyr um landið fíggjar skaðar á grótkøst, sum eru farin í storminum kring landið.

Grein 52a fyrispurningur til Jørgen Niclasen fíggjarmálaráðharra um, at landið fíggjar skaðar á grótkøst, sum eru fari í storminum kring landið. Er landsstýrismaðurin sinnaður at bera uppskot í løgtingið, sum heimilar landinum at fíggja skaðar á grótkøst, sum eru farin í ódnarveðrinum seinastu dagarnar ? Viðmerkingar: Í ringa ódnarveðrinum, sum júst hevur verið eru stórir skaðar kring landið. Tað hevur verið alment frammi, at í Hvalba og í Porkeri hava grótkastini fingið stóran skaða. Møguliga er tað eisini hent aðrastaðni, og í so fall eru tey umfatað av spurninginum.  Tá ið slíkir skaðar hava verið fyrr hevur landið verið við at fíggja endurbyggingina. Tí er spurningurin um landsstýrismaðurin metir, at landið í hesum føri eigur at hjálpa til, so havnaløgini skjótast gjørligt kunnu vera gjørd aftur. Havnaløgini eru í nógvar mátar partur av tilverugrundarlagnum kring landið. Og hetta er ein serliga støða, sum kommunurnar ikki hava havt møguleika at lagt upp fyri. Tí eigur landið, eins og fyrr er gjørt, at vera aktivur partur av endurbyggingini av grótkøstunum.  Sirið Stenberg...

Les meira

Føroyskan film og filmsvinnu upp á altjóða støði

, 28/02/2020

Føroyskan film og filmsvinnu upp á altjóða støði

Tað hendir nógv innan føroyskan film í løtuni. Vit mugu lofta jaligu gongdini, og tryggja grundarlagið undir víðari menningini av filmsvinnuni. Filmur er ein kreativ vinnugrein, sum kann skapa nógv fjølbroyt størv frameftir, samstundis er filmur ein so týðandi mentanarberi, sigur Bjørt Samuelsen, framsøgukvinna í vinnumálum.   Tjóðveldi hevur latið Løgtinginum eitt uppskot um menning av føroyskari filmsvinnu. Skotið verður upp at seta greið politisk mál fyri víðari menning av føroyskum filmi, og sum part av hesum eina strategi fyri, hvussu filmsvinnan kann skapa størv kring landið, hvussu fakligu førleikarnir innan film støðugt kunnu mennast, hvussu útbúgvingartilboð á høgum støði kann skipast og hvussu miðvís átøk kunnu tryggja, at sett mál verða rokkin.  Tjóðveldi skjýtur samstundis upp, at játtanin til filmsgrunn og afturberingarskipan fyri filmsframleiðslu í Føroyum verða hækkað stigvíst komandi árini, so vit koma á lutfalsliga sama støði, sum grannalond okkara.  Hetta er neyðugt, skulu Føroyar av álvara lyfta seg frá stuttfilmum til spælifilmar og filmsrøðir á altjóða støði. Vit hava fólkini, førleikarnar og virkismátturin hjá filmsfólki okkara tykist nærum óavmarkaður. Men, tað er sera dýrt at gera film á høgum støði. Vit noyðast at tryggja fíggjarliga grundarlagið undir føroyskt framleiddum filmum og góðar karmar, sum eggja framleiðarum at koma til Føroyar at gera film, sigur Bjørt Samuelsen.   Í vikuni frættist, at føroyska sjóvarpsrøðin “Trom” er seld fleiri sjónvarpsrásum, longu áðrenn byrjað er at filma. Herfyri fekk Andrias Høgenni prestisjutunga virðislønina Robert. Stórur áhugi var fyri nýggjasta spælifilminum hjá Sakaris Stórá á Berlinaluni herfyri. Ein partur av James Bond varð upptikin í Kalsoynni. Nógv eru tíðindini um føroyskan film.   Streymurin av jaligum tíðindum vísur, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit politiskt eru medvitin um, hvat skal til fyri at lyfta føroyskan film uppá tað støði, hann hevur uppiborið. Vit hava heilt greitt potentialið og fólk við førleikum at røkka altjóða støði. Men tað er neyðugt, at landið leggur sítt til, skal tað veruliga eydnast, sigur Bjørt Samuelsen.   Í uppskotinum skjýtur Tjóðveldi upp at seta greið politisk mál fyri føroyskan film komandi árini. Millum hesi mál, hvussu mong heiltíðarstørv í filmsvinnuni kring landið skulu vera um ávíkavist 5 og 10 ár. Og at játtanin til afturberingarskipanina fyri film og filmgrunnin verða hækkað stigvíst. Filmshúsið skal styrkjast og orka vera til at skipa filmsfestivalar ella líknandi í Føroyum, sum setir fokus á føroyskan film og møguleikarnar at framleiða film her.  Vit skulu seta okkum mál fyri, hvussu nógvar føroyskar spælifilmar og/ella sjónvarpsrøðir, vit skulu kunna framleiða árliga ella yvir hvørt fimmára skeið. Og fíggjarorkan í stuðulsskipanunum mugu spegla setta málið, sigur Bjørt Samuelsen, sum eisini er fokvinna í vinnunevnd Løgtingsins.  Tjóðveldi 28.februar...

Les meira

Negativ renta skal ikki kunna áleggjast lønarkonto og pensjónskonto

, 27/02/2020

Negativ renta skal ikki kunna áleggjast lønarkonto og pensjónskonto

Tjóðveldi leggur nú fram uppskot á Løgtingi um, at negativ renta ikki skal kunna verða løgd á lønar- og pensjónskontur í føroysku peningastovnum. Altjóða rentustøðið er søguliga lágt. Yvirskipaða gongdin á marknaðinum og áhaldandi negativa rentan hjá tjóðbankum hevur nú verið galdandi í eina tíð, og mett verður, at hetta fer at halda fram komandi tíðina. Eitt úrslit av hesum er, at nakrir føroyskir peningastovnar nú hava fráboðað, at negativ renta nú verður løgd á uppsparing hjá fólki í føroyskum peningastovnum.  Í Føroyum hava vit innrættað okkara lønargjaldingarskipan og pensjónsskipan soleiðis, at neyðugt er hjá fólki at hava lønarkonto í peningastovnunum, ið løn verður flutt á, og at neyðugt er hjá fólki, at stovna pensjónskonto í einum føroyskum fíggjarstovni (peningastovni ella pensjónsfelag). Nú negativ renta verður løgd á uppsparing hjá fólki, kemur hetta at ávirka nógv.  Bank Nordik hevur fráboðað, at frá 1. mars 2020 verður negativ renta á -0,75% løgd á allar pensjónsuppsparingar á vanligum konto’um, og hartil á allar vanligar uppsparingar í peningastovunum omanfyri 500.000 kr.  Betri Banki hevur fráboðað, at frá 1. apríl 2020 verður negativ renta á -0,75% løgd á allar uppsparingarkonto’ir hjá fólki, ið hava meira enn 750.000 kr. í uppsparing. Negativ renta verður ikki áløgd pensjónsuppsparingar í Betri Banka.  Kristina Háfoss, framsøgufólk Tjóðveldis í fíggjarmálum: ”Í Føroyum er lógarkravt, at fólk skulu spara part av lønini upp til egna pensjón. Samstundis leggja onkrir peningastovnar nú negativa rentu á hesa uppsparing. Tað er sjálvandi ein trupulleiki um tað verður álagt fólki við lóg, at skula spara upp pensjón, uttan samstundis at tryggja, at uppsparda pensjónsuppsparingin ikki minkar, um fólk velja at seta pensjónsuppsparingina á eina vanliga konto. Og tá vit velja at hava lønargjaldingarskipan, ið krevur eina lønarkonto, er neyðugt, at tryggjað verður, at fólk ikki missa pening av hesi orsøk.”  Tí mælir Tjóðveldi nú – í uppskoti til samtyktar – til, at landsstýrið leggur fyri Løgtingið neyðuga lóggávu um, at negativ renta ikki skal kunna verða løgd á lønar- og pensjónskontur í føroysku peningastovnum. Á Løgtingi, 26. februar 2020...

Les meira

FLEXBARSIL – frælsi at velja

, 25/02/2020

FLEXBARSIL – frælsi at velja

Tjóðveldi hevur smíðað uppskot um eina liðiliga barsilsskipan, sum gevur familjum møguleika at seta saman barsilsfarloyvið júst soleiðis, sum tann einstaka familjan hevur tørv á. Flexbarsil er ein klippikortskipan, har foreldrini kunnu velja at brúka barsilsfarloyvið yvir trý ár. Fleiri aðrir batar eru í uppskotinum, eitt nú fyri lesandi, fyri fólk, sum flyta av landinum í útbúgvingar- ella arbeiðsørindum og fyri ov tíðliga fødd børn.  Barsilsskipnanin skal hóska til føroysku barnafamiljuna anno 2020. Flexbarsil tekur atlit til, at familjur eru samansettar og ymiskar! Men allar hava tær eitt felags ynski: At geva barninum best møguliga byrjan uppá lívið, sigur Bjørt Samuelsen, framsøgufólk í barsilsmálum fyri Tjóðveldi. Hetta er triðju ferð, at Tjóðveldi leggur fyri Løgtingið uppskot um at gera eina barsilsskipan, sum veruliga er fleksibul. Uppskotið um Flexbarsil byggir á tey undanfarnu, men gevur enn fleiri møguleikar: KLIPPIKORTSKIPAN FYRI ØLL FORELDUR Flexbarsil er ein klippikortskipan, har foreldrini sjálvi gera av, nær tey brúka sínar løntu barsilsdagar. Foreldrini bæði eiga hvør sína barsilskvotu, umframt felagskvotu, sum tey kunnu býta sínámillum. Men lønta barsilstíðin verður minni fastlæst, og foreldrini fara í nógv størri mun at kunna brúka løntu barsilsfarloyvistíðina eftir egnum ynski. Klippikortið skal kunna nýtast yvir trý ár. Tað skal bera til at nýta bert part av farloyvinum, og sameina tað við partíðararbeiði ella ólønt farloyvi yvir eitt longri tíðarskeið. Foreldrini kunnu velja at vera í farloyvi við barninum samstundis – samlaða kvotan er tó hin sama. Velja foreldrini at drýggja lønta barsilsfarloyvið útum eitt ár, skal hetta gerast í avalu við arbeiðsgevaran.  Fráboðanarreglurnar skulu gerast munandi smidligari, so foreldur lættari kunnu tillaga farloyvið til barnsins og teirra tørv.  BETRI RÆTTINDI FYRI BØRN, IÐ ERU FØDD OV TÍÐLIGA Foreldur at præmaturum børnum fáa lønta barsilsgjaldið longt við eins nógvum vikum og døgum, sum barnið er á sjúkrahúsi. Eisini tá talan er um longri tíð enn tær 8 vikurnar, sum foreldrini í dag hava rætt til longt gjald.  HÆKKA MARKIÐ FYRI ÚTGJALDI Lógarheimild verður givin landsstýrismanninum at hækka markið fyri útgjaldi, so tað í strørri mun samsvarar við lønarhækkingarnar í samfelagnum, sum verið hava hesi seinastu 15 árini ella so síðani hámarkið fyri útgjaldi varð lækkað. Landsstýrismaðurin ger reglur, sum taka atlit til fíggjarorkuna í Barsilsgrunninum.  STYKT RÆTTINDI FYRI LESANDI Skotið verður upp, at lesandi verða fevnd av skipanini og at landsstýrismaðurin fær kunngerðarheimild at gera serstakar reglur um barsilsgjald til lesandi.  Millum broytingarnar er eisini, at til skal bera hjá fólki, sum fara av landinum í útbúgvingar- ella arbeiðsørindum, at taka farloyvi frá skipanini, uttan at missa uppspardan rætt. Serstakar reglur verða gjørdar um hetta.   Dentur verður lagdur á, at neyðugt er við betri kunning um møguleikan at tekna barsilstrygging fyri sjálvstøðugt vinnurekandi, so hesi ikki detta niðurímillum í barsilsskipanini.  Seinastu árini eru fleiri ábøtur gjørdar á barsilskipanina, og er rætturin til lønt barsilsfarloyvi stigvíst longdur. At barsilsgjaldið nú er við eftirløn, var eitt týðandi framstig.    Politisk semja tykist vera um at røkka teim 52 vikunum við løntum farloyvi. Men tíðin er búgvin nýhugsa barsilsskipanina, og við Flexbarsli fáa vit eina skipan, sum setur barnið í fokus, og gevur foreldrunum nógv betri møguleika at fáa familju- og arbeiðslív at hanga saman við barnsburði, sigur Bjørt...

Les meira

Kristina spyr um politiskir flokkar og valevni skulu upplýsa fíggjarligan stuðul

, 12/02/2020

Kristina spyr um politiskir flokkar og valevni skulu upplýsa fíggjarligan stuðul

Munnligur fyrispurningur um at politiskir flokkar og valevni skulu upplýsa um fíggjarligan stuðul til løgmann Fer løgmaður at gera uppskot til lógarbroyting viðvíkjandi upplýsing um privatan stuðul til politiskar flokkar og valevni í Føroyum? Um ikki, hví? Heldur løgmaður ikki, at tað er ein trupulleiki, at politiskir flokkar og valevni í Føroyum kunnu móttaka óavmarkaðan fíggjarligan stuðul, uttan at krøv verða sett til, at upplýsast ing um, hvar stuðulin kemur frá? Heldur løgmaður, at tað kann hava ávirkan á ein politiskan flokk ella eitt valevni, um hesi móttaka stóran fíggjarligan stuðul? Um ikki, hví? Heldur løgmaður, at tað kann ávirka fólkaræðið jaliga, um gjøgnumskygni var, tá umræður um flokkar ella valevni fáa fíggjarligan stuðul? Um ikki, hví? Viðmerking Sjálvandi skal valda fult gjøgnumskygni, tá umræður tann fíggjarliga stuðul, ið politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni fáa. Hetta er eisini galdandi í øllum teimum londum, sum vit vanliga samanbera okkum við. Hetta fyri at tryggja eitt so gott fólkaræði sum møguligt, og so stórt álit á politisku skipanina sum møguligt. Í Føroyum er støðan tann, at politiskir flokkar og valevni kunnu móttaka óavmarkaðan fíggjarligan stuðul uttan at upplýsast skal um hetta, og uttan at upplýsast skal um, hvør veitir stuðulin. Hetta er als ikki nøktandi. Tí er lógaruppskot lagt fram, ið hevur til endamáls at tryggja, at almenningurin altíð kann fáa fult innlit í, hvussu politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni fíggja valstríð og virksemi teirra, herundir hvør privatur stuðul verður latin flokkum, løgtingslimum og valevnum.  Tað er sjálvandi ikki ein trupulleiki at stuðul verður veittur, men tá vit vita, at størri fíggjarligur stuðul kann fáa ávirkan á tann politikk, ið framdur verður, er  neyðugt, at veljarar vita, hvørt ein flokkur ella eitt valevni fáa størri fíggjarligan stuðul frá ávísari fyritøku, felagsskapi, persóni ella øðrum. Hetta er púra vanligt at upplýsa í øðrum londum, ið vit samanbera okkum við, og eiga vit at spyrja: ”Hví skal ikki upplýsast um fíggjarligan stuðul til politiskar flokkar og valevni í Føroyum?” Samgonguumboðini í Rættarnevndini hava í álitinum til løgtingsmál nr. 21/2019: Uppskot til løgtingslóg um upplýsing um privatan stuðul til politiskar flokkar, løgtingslimir og valevni – tíverri valt ikki at taka undir við málinum.  Samgonguumboðini í Rættarnevndini (Christian F. Andreasen, Erhard Joensen, Frimodt Rasmussen og Steffan Klein Poulsen) vísa á, at tey meta: ”At áleggja politiskum flokkum at almannakunngera nøvn á persónum og fyritøkum, sum møguliga veita stuðul, fer neyvan at hava stórvegis ávirkan.” Tað má vera tí, at tey ikki meta at stuðul verður veittur flokkum og valevnum. Men í sama áliti verður staðfest: ”Í ringasta føri kann hetta hava við sær, at eingin vil stuðla politiskum flokkum og valevnum.” Hetta bendir á, at mett verður at tað er privatur stuðul til flokkar og valevni í dag. Tá valstríð eru, eru nógvar gitingar og søgur um, hvør fær stuðul frá hvørjum. Hetta gagnar ikki okkara fólkaræði og skaðar álitið á politisku skipanina. Um tað hinvegin var gjøgnumskygni og upplýsingarskylda, so var hetta ongin trupulleiki. Í grannalondum okkara og aðra staðni er vanligt at politiskir flokkar og valevni fáa privatan stuðul, men hetta verður alment upplýst. Løgmaður hevur víst ávísan áhuga fyri, at tryggja, at vit í Føroyum fáa líknandi treytir sum í londum vit vanliga samanbera okkum við, tá umræður upplýsingarskyldu um fíggjarligan stuðul til politiskar flokkar og valevni. Tí verða hesir spurningar settir. Á...

Les meira

Hervør spyr um útbyggingina á Kambsdali

, 11/02/2020

Hervør spyr um útbyggingina á Kambsdali

Til landsstýrismannin í útbúgvingarmálum, Jenis av Rana Munnligur fyrispurningur um útbygging av miðnámi á Kambsdali Hvussu langt er komið við verkætlanini um at byggja út á Miðnámi á Kambsdali? Ætlar samgongan at byggja víðari upp á arbeiðið, ið undanfarna samgonga setti gongd á? Viðmerkingar: Miðnám á Kambsdali er ein dýrabarur vitanardepil fyri borgararnar í norðurpartinum av Føroyum. Tað liggur eitt stórt virði í at kunna bjóða  borgarum miðnámsútbúgvingar um alt landið. Men miðnámsskúlanæmingar í øllum Føroyum mugu hava javnbjóðis kor og eitt útbúgvingarumhvørvi, ið er gott, og mennir læringina.  Triðja byggistig er seinasti partur av fullføringini av útbyggingini í samband við samanleggingina av miðnámsskúlunum á Kambsdali. Undanfarna samgonga setti 30 mió. kr av til hesa verkætlanina yvir 4 ár. Tá ið samgongan samtykti fíggjarlógina fyri nýggjár, varð útbyggingin útsett. Serliga var tað náttúruvísindaøkið, ið hesaferð skuldi verða raðfest og útbygt. Náttúrubreytin bjóðar tær lærugreinar, ið skulu til fyri at kunna søkja inn á útbúgvingar, so sum til lækna, verkfrøðing, alisfrøðing, evnafrøðing og lívfrøðing. Allar útbúgvingar, ið vit hava stóran tørv á í mun til at styrkja heilsuverkið og at skapa loysnir til at loysa veðurlagskreppuna. Tað hevur sjálvsagt stóran týdning, at hendan útbyggingin heldur á og verður liðug skjótast gjørligt, so at næmingar úr norðurøkinum fáa nútíðarhóskandi undirvísingarumstøður. Við hesum síðsta byggistignum fær Miðnám á Kambsdali javnbjóðis umstøður at bjóða sínum næmingum, sum aðrir miðnámsskúlar í landinum hava. Hetta síðsta byggistigið betrar umstøðurnar hjá næmingum og lærarum, so tey hava eitt tíðarhóskandi og gott umhvørvi í gerandisdegnum á miðnámsskúlanum. Góð kor og góðar umstøður skapa trivna og betri møguleikar fyri læring. Sjálvandi skulu næmingar á Kambsdali hava somu góðu kor, sum eitt nú næmingar á Glasi.  Tí spyrji eg landsstýrismannin í útbúgvingarmálum, hvussu langt er komið við verkætlanini, og um landsstýrið ætlar at halda fram við tí abeiði, ið undanfarna samgonga fór undir? Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri...

Les meira

Høgni spyr um herskyldu og hernaðarmál í Føroyum

,

Høgni spyr um herskyldu og hernaðarmál í Føroyum

Munnligur fyrispurningur til løgmann um at boða frá, at føroyingar hava onki við danska herskyldu og danska herin at gera Nú uppskot er í danska tinginum um, at føroyingar skulu gera herskyldu í danska herinum, hevur løgmaður mótmælt og boðað donsku stjórnini og umheiminum frá, at føroyingar eru ein egin tjóð, sum onki hevur við danska herskyldu og danska herin at gera? Hevur landsstýrið beinanvegin boðað donksu stjórnini og umheiminum frá, at tað bert er føroyska tjóðin og føroyskir fólkavaldir myndugleikar, ið skulu taka avgerðir um hernaðarmál í okkara egna landi?  Hvat ger landsstýrið fyri at steðga tí áhaldandi og vaksandi áganginum at fremja danska nasjonalismu í Føroyum, har søgufalsanin um ein sonevndan “ríkisfelagsskap” støðugt verða trúttað niður í føroyingar, og sum tekur frá okkum tjóðarrættindini at ráða í egnum landi? Viðmerkingar: Nú er uppskot í danska tinginum um at føroyingar skulu gera herskyldu í danska herinum.  Danski Fólkaflokkurin við síni ógvusligu dagsskrá um danska nasjonalismu og danskt hjálandaveldi í Føroyum og Grønlandi, krevur, at føroyskir menn skulu gera herskyldu í danska herinum. Hetta fyri at taka lut í at “verja” tann sonevnda “ríkisfelagsskapin” – eitt hugtak, ið als ikki finst í altjóða lóg ella rætti, men sum verður brúkt sum politisk propaganda til at verja danska ríkið og tess áhugamál.  Danska tingið hevur fleiri ferðir seinnu árini tikið avgerð um at fara í kríggj úti í heimi – í Irak og í Afghanistan – uttan at spyrja føroyingar eftir. Nú er so uppskot um, at føroyskir unglingar skulu sendast í kríggj fyri donsk áhugamál. Herfyri boðaði danski verjumálaráðharrin somuleiðis frá, at Danmark vildi hava hernaðarútbyggingar í Føroyum. Talan er um ein markleysan frekleika mótvegis føroyska fólkinum og føroyskum fólkavaldum myndugleikum. Atvoldin til hesa framferð er sjálvsagt, at Danmark óttast at missa sítt vald í Norðuratlantshavi og í Arktis, nú heimsins stórveldi stríðast um vald og ávirkan í okkara londum og okkara sjógvi.    Føroyingar hava onki við danska herin at gera. Føroya Løgting hevur ferð eftir ferð mótmælt hernaðarútbyggingum í Føroyum, men Danmark hevur kortini tikið avgerðir um okkara land og um hernaðarmál í Føroyum yvir høvdið á føroyska fólkinum.  Danmark hevur brúkt Føroyar (og Grønland) sum ein finnu í einum hernaðarpolitiskum talvi millum stórveldini til egnan fyrimuns.  Sambært frágreiðing frá Føroya landsstýri í ár 2000, hevur Danmark bert frá 1962 til 1989 spart meira enn 50 milliardir krónur í hernaðarútreiðslum við at brúka Føroyar og Grønland sum hernaðarstøðir, hóast mótmæli frá Føroya Løgtingi. Hartil hevur Føroya landsstýri staðfest, at tað er ikki Danmark, sum hevur nakra “verju” í Føroyum. Føroyar liggja innanfyri tað bretska hernaðarliga trygdarøkið, og skuldi nakað hent hernaðarliga í Føroyum, fer Bretland at fremja atgerðir – eins og vit sóu undir øðrum veraldarbardaga. Kortini royna danskir politikarar aftur at seta dagsskránna og at taka avgerðir yvir høvdið á føroyingum.  Tí verður spurt, hvussu landsstýrið hevur gjørt støðu Føroya greiða, soleiðis at bert føroyingar og føroyskir myndugleikar taka avgerðir um okkara støðu í hernaðarmálum.    Høgni Hoydal...

Les meira

Soleiðis loysa vit bústaðartrotið saman!

, 08/02/2020

Soleiðis loysa vit bústaðartrotið saman!

Bústaðartrotið skal loysast sum skjótast. Tí ovurstórur tørvur er á fleiri bústøðum í Føroyum. Vit eru nú fleiri enn 52.000 íbúgvar, og fólkavøksturin heldur áfram. Tað er tí alneyðugt at fáa til vega fleiri bústaðir til ein rímiligan kostnað, ið fólk megna at rinda – og bústaðir, ið nøkta tann ymiska tørvin, ið er. Eisini skal vera møguligt at byggja kring alt landið. Bústaðartrotið er stórt og bústaðarmarknaðurin er eisini ov einstáttaður í dag. Tað er tí neyðugt bæði við íløgum hjá privatum vinnufyritøkum og Bústøðum og øðrum, fyri at skapa ein vælvirkandi og fjøltáttaðan føroyskan bústaðarmarknað fyri øll – og alt hetta ber væl til.  ”Privatiserið” ikki Bústaðir! Men heldur enn at loysa hesa avbjóðing, so verður í núverandi stjórn arbeitt við uppskotum til broytingar, ið als ikki loysa bústaðartrotið. Sum skilst er eitt uppskot, ið arbeitt verður við, at Bústaðir skal gerast ein vinnufyritøku-líknandi stovnur, ið skal rinda avkast til landskassan, og sum tí eisini skal hækka leigukostnaðin hjá fólki, ið leiga frá Bústøðum. Hetta vil gera tað enn dýrari fyri føroyingar at leiga bústaðir, og vil hava líknandi avleiðing sum ein privatisering av Bústøðum. Hetta er ikki loysnin uppá bústaðartrotið – tvørturímóti.    500 fleiri leigu- og lutabústaðir og lestrarbústaðir Vit hava – í undanfarna samgonguskeiði – givið Bústaðir heimild at byggja 200 bústaðir afturat. Men hetta er ikki nóg mikið. Bústaðir skulu fáa heimild at byggja 500 leigu- og lutabústaðir komandi árini, umframt teir 400 leigubústaðirnar, sum verða tøkir í 2020. Av hesum skulu eisini byggjast lestrarbústaðir, so lesandi hava møguleika at búgva saman og til rímiligan kostnað, meðan tey eru undir útbúgving. Vit vita, at nógv ynskja at leiga – heldur enn at eiga – bústað. Vit skulu tí menna ein fjøltáttaðan bústaðarmarknað, soleiðis at tað ber til, at finna ein bústað, ið hóskar til tann tørv tú hevur. Tað kann ikki vera meiningin at fólk eru noydd at taka stór húsalán, og keypa egin hús, um tey ynskja at búseta seg í Føroyum.   Kommunur byggja eldrabústaðir Vit hava – í undanfarna samgonguskeiði – givið kommununum at byggja eldrabústaðir í størri mun enn áður. Hetta tí, at øll hava ymiskan bústaðartørv alt eftir hvar í lívinum vit eru. Tá tú gerst eldri eigur møguleiki at vera fyri, at flyta í minni og meira hóskandi bústað. Hetta fyri at lætta um gerandisdagin og lætta um tá umræður viðlíkahald, fíggjarliga v.m. Tá verða eisini fleiri hús tøk á bústaðarmarknaðinum hjá teimum ungu, ið ynskja at seta føtur undir egið borð og kanska stovna familju. Hetta vil aftur lækka prísin á húsum. Samstundis vil ein meira hóskandi bústaður, saman við góðari heimarøkt, gera, at fólk kunnu búgva sum longst í egnum heimi. Landið byggja fleiri bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum Vit hava – í undanfarna samgonguskeiði – sett 200 mió. kr. av til, at byggja nýggjar bústovnar, bú- og umlættingardepil og barnaheim. Fyrireikingar eru gjørdar, og klárt er at fara í gongd við fleiri av verkætlanunum. Hetta er eisini alneyðugt, tí ovurstórur tørvur er á, at byggja nýggjar bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum. Eisini verður 5. hvør íbúð hjá Bústaðir latin Almannaverkinum at leiga víðari til fólk við serligum avbjóðingum. Framstig eru hend – serliga uttanfyri miðstaðarøkið – seinastu árini, men í miðstaðarøkinum húsast alt ov nógv í eldri sethúsum, sum í flestu førum...

Les meira

Føroyskt skal vera rættarmál

,

Føroyskt skal vera rættarmál

Vit í Tjóðveldi hava lagt uppskot fram um  føroyskt rættarmál. Tað liggur eitt drúgt stríð til grund fyri, at vit í dag hava eitt føroyskt mál. Tað er ikki runnið upp úr turrum, men er ein beinleiðis sigur, sum tjóðskaparrørslan hevur vunnið okkum.  Aftaná tiltikna jólafundin í 1888 settu tjóðskaparfólk sær fyri at arbeiða við at gera føroyska orðabók at virka fyri at fáa føroyskt inn í skúlan bæði sum lærugrein og sum skúlamál. Eisini at fáa føroyskt sum kirkjumál og at seta á stovn føroyskan háskúla.   Í 1938 bleiv kravið um, at danskt skuldi vera skúlamál avtikið, og føroyskt bleiv skúlamál. Árið eftir, í 1939, fingu vit føroyskt kirkjumál. Vert er at leggja til merkis, at bæði skúlaverkið og fólkakirkjan eru yvirtikin langt aftan á hetta; so grundgevingin, um danskt skal vera mál í rættinum, tí málsøkið ikki er á føroyskum hondum, heldur ikki.   Tað er púra sjálvsagt, at vit skulu hava føroyskt sum rættarmál. Fólk, sum skulu fyri rættarskipanina, eru í sera veikari støðu. Kanska veikastu støðu nakrantíð. At skula tosa eitt annað mál í slíkari støðu kann gera støðuna enn verri. Og hvussu íðin eru fólk eftir at biðja um tulk, at biðja um tænastu, frá einum sum skal døma tey? Tað átti heldur at verið øvugt soleiðis, at starvsfólki í rættinum hevði møguleika at brúka tulk eftir tørvi at tulka føroyskt til danskt.   Fyri vanliga føroyingin er støðan trupul at skula greiða frá støðum, orðum og fatanum, ið søgd og upplivað eru á føroyskum, á fremmandum máli. Og afturat hesum kemur at samfelagsligt høpi, søga, myndugleikabygnaður, lógir, alment kjak og viðmerkingar ofta eru úr heilt øðrum sjónarhorni, bæði málsliga og mentanarliga.   Tað hevur eisini týdning fyri menningina av einum føroyskum løgfrøðiligum máli, at føroyskt er rættarmál. At alt skrivligt samskifti verður á føroyskum kann vera mennandi í so máta og stuðla væl undir, at vit í løtuni eru farin undir at bjóða løgfrøðilestur á Fróðskaparsetri Føroya. Fyri fyrisitingina og málspartar er eisini dýrt at umseta skjalatilfar í rættarmálum til danskt. Eisini hevur hetta ofta sera drúgva og trupla málsviðgerð við sær. Hetta kunnu vit broyta og harvið bøta um rættartrygdina. Tað er ein púra natúrligur og sjálvsagdur rættur hjá føroyingum at tosa føroyskt í Føroyum, og at vit hava føroyskt sum...

Les meira