Lýsing

Tingmál

Nær verður Húsarhaldsskúlin liðugur?

, 07/02/2020

Nær verður Húsarhaldsskúlin liðugur?

Hvussu gongur við byggingini av nýggjum husarhaldsskula og nær verður hann liðugur? Lítið og onki hevur tó verið at hoyrt um byggingina í seinastuni.  Tí hevur Beinta Løwe sett Jenis av Rana, landsstýrismanninum í mentamálum ein fyrispurning hesum viðvíkjandi. Undanfarna samgonga játtaði 21 milliónir kr. í stuðli til byggingina. Eisini varð sagt í svari til fyrispurning frá undanfarna løgmanni, at spakin væntandi fór at verða settur í byggingina í juni 2019, og at skúlin fór at verða klárur at taka í nýtslu í 2021. Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a Fyrispurningur um nýggjan húsarhaldsskúla, settur landsstýrismanninum í undirvísingarmálum Jenisi av Rana (at svara skrivliga eftir TS § 52a) Hvussu langt er komið við ætlanunum at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík? Nær verður húsarhaldsskúlin liðugur? Hvussu nógvum næmingum hevur nýggi skúlin pláss fyri? Hvat væntast næmingagjaldið at verða? Hvat hevur prosjektið kostað...

Les meira

Kvinnur á ting

, 06/02/2020

Kvinnur á ting

Í dagligari talu siga vit løgtings- og landsstýriskvinnur, men á pappírunum skulu tær eita menn. Tað vilja Ingilín Didriksen Strøm og Hervør Pálsdóttir broyta, og hava tær tí lagt uppskot fyri løgtingið um at víðka heitini í Stýrisskipanarlógini til at fevna um bæði kyn.   Síðan fyrstu kvinnurnar vórðu valdar inn á ting, hava 28 kvinnur verið løgtingsmenn. Hesar verða í dagligari talu, í almennu miðlunum umframt í løgtinginum, róptar løgtingskvinnur. Tó er hetta enn ikki galdandi formliga í Stýrisskipanarlógini.   Løgtingið og Landsstýrið hevur við Javnstøðunevndini og Demokratia sett sær fyri, at fremja arbeiðið við javnari umboðan millum kynini. Hetta arbeiðið er framvegis neyðugt, meta løgtingskvinnurnar Ingilín Didriksen Strøm og Hervør Pálsdóttir, sum hava lagt uppskot fyri løgtingið um at víðka heitini í Stýrisskipanarlógini. – Á løgtingsvalinum í 2019 vóru bert 8 av 33 løgtingsmonnum eru kvinnur. Um tey, ið verða vald inn á ting, framvegis skulu verða rópt løgtingsmenn, landsstýrismenn, løgtingsformenn, nevndarformenn og løgmenn, kann mann seta spurnartekin við, hvørt Stýrisskipanin leggur upp til, at hesi skulu vera annað enn mannfólk. Tí er tíðin komin til at broyta hesar orðingarnar, so tær fevna um kynini, siga tingkvinnurnar fyri ávikavist Javnaðarflokkin og Tjóðveldi. Starvsheitini landsstýrismaður og løgtingsmaður verða broytt í allari lógini, men starvsheitini løgmaður og løgtingsformaður verða standandi. Við áseting í § 1 a verða almennu starvsheitini fyri hesi embæti tó tillagað eftir, hvør situr í embætinum. Um hesar orðingar skuldu verið tillagaðar í allari lógini til at fevnt um kynini uttan at funnið heilt nýggj heiti, hevði talan gjørst um ov tungan og fløktan lógartekst, og tí er loysnin við § 1 a vald ístaðin, hóast hendan ikki er besta loysnin, sambært tingkvinnunum. Eisini verður heitið embætismaður broytt til embætisfólk og uttantingsmaður broytt til...

Les meira

Viðurskiftini í Mjørkadali eru ikki nøktandi

, 05/02/2020

Viðurskiftini í Mjørkadali eru ikki nøktandi

Fyri jól viðgjørdi Løgtingið nýggja rættargangslóg. Í tí sambandi kom púra greitt fram, at viðurskiftini í Mjørkadali ikki eru nøktandi. Mjørkadalur er hvørki bygt til at vera ein arrest ella fongsul, men Mjørkadalur hýsir bæði arrestini og virkar sum fongsul, hóast tað galda ymiskar reglur fyri varðhaldsfongslaði og tey, sum sita dóm. Víst er á av fleiri pørtum, at karmarnir í Mjørkadali eru beinleiðis atvoldin til, at fleiri avbyrgingar eru enn neyðugt, og at tað meira enn so fyri, at fólk vera avmarkað óneyðuga nógv orsakað av fysisku kørmunum. Tað er kent, at avbyrging hevur skaðiliga ávirkan, eisini hóast talan er um styttri tíðarskeið. Tí er tað alt annað enn nøktandi, at fleiri avbyrgingar enn neyðugt eru, orsakað av umstøðunum í Mjørkadali. Hetta eigur als ikki at vera góðtikið.  Hølisviðurskiftini hava eisini tað við sær, at fólk, sum sita dóm í Føroyum í fleiri førum vera bæði meira og óneyðuga frælsisskerd enn ásett í dóminum. Hetta snýr seg um so ymisk viðurskifti sum onga atgongd til alnótina til avbyrging. Tørvurin á betri fysiskum kørmum er tí eyðsýndur. Í nøkrum førum fara fólk til Danmarkar at sita partvís av somu orsøk. Tá kann dómurin gerast nógv harðari enn tilætlað. Tað er ongin ivi um at, tað at skulu sita dóm í einum øðrum landi við m.a. aðrari mentan, málið og avmarkaðum møguleika at fáa vitjan kann vera ein óneyðug herðing av dóminum hjá fólki, sum um hølisviðurskiftini vóru til tess, kundu sitið dómin í Føroyum.  Somuleiðis er víst á manglandi arbeiðsmøguleikar, sum geva innihald í gerandisdegnum hjá teimum, sum sita inni.  Í nýggju rættargangslógini eru ásettar reglur um tíðaravmarking á avbyrgingingar. Hetta er rætt at gera og kann vera ein bati. Men samanumtikið er tað ikki víst, at hetta hevur ætlaða virknaðin, nevniliga at fáa talið á avbyrgingum niður.  Hølisviðurskiftini verða søgd at vera høvuðstrupulleikin, og hetta má takast í nógv størri álvara, og neyðug stig eiga at verða tikin at bøta um støðuna.  Tað er ikki óhugsandi, at tað at málsøkið ikki er á føroyskum hondum er viðvirkandi til at uppmerksemi um hetta økið ikki fyllir nógv hvørki alment ella í politisku skipanini. Tá ið vit ikki skulu taka støðu hava vit heldur ikki altíð neyðuga innlitið. Tá ið vit taka ábyrgd og standa til svars vera málsøkini uttan iva betri røkt.   Skrivligur fyrispurningur til løgmann, Bárður á Steig Nielsen, viðvíkjandi viðurskiftunum í Mjørkadali Er nakað samskifti millum føroyskar og danskar myndugleikar um at bøta um viðurskiftini í Mjørkadali? Hvørji átøk metir løgmaður verða neyðug at seta í verk fyri at tryggja betri umstøður fyri fólk sum sita dóm, so tey t.d ikki vera óneyðuga frælsisskerd? Hvørjar ætlanir eru um at fáa hetta tydningarmikla økið undir føroyskt...

Les meira

Útlendingar skulu ikki keypa hús og jørð í Føroyum undir seg

, 22/01/2020

Útlendingar skulu ikki keypa hús og jørð í Føroyum undir seg

Tjóðveldi fer at leggja uppskot fyri tingið, um at forða útlendingum at keypa hús og jørð undir seg í Føroyum. Sum meklarafyritøkur nú gera vart við, er áhugin vaksandi hjá útlendinum, at keypa hús og jørð í Føroyum. Til summarbústaðir ella til onnur endamál. Í valskránni til Løgtingsvalið 2019, boðaði Tjóðveldi frá, at neyðugt er at gera lóggávu um, at útlendingar ikki kunnu keypa hús og jørð undir seg í Føroyum. Talan kann bæði vera um privatfólk ella fyritøkur, grunnar og íløgufeløg. Í okkara grannalondum og um allan heim er gongdin greið, at útlendingar keypa seg inn í húsamarknaðin, og seta treytirnar fyri at seta búgv hjá fólkinum í einum landi.  Í Íslandi sæst hetta sera væl aftur. Útlendingar keypa sær hús, íbúðir og jørð í so stóran mun, at húsaprísirnir kunnu vaksa 20% ár um ár. Sum meklarafyritøkurnar siga, so mangla hesir útlendingar sjálvdan pengar. Hetta skeiklar sethúsaprísirnir so at fólk við vanligari inntøku als ongan møguleika hava at ogna sær jørð og bústað. Onnur lond hava ymiskar reglur. Eitt nú í Álandi er rætturin at eiga hús, jørð og aðra fastogn avmarkað til tey, ið hava álendskan heimarætt. Onnur lond hava ymsar avmarkingar og reglur um summarbústaðir, leigumarknað, bústaðarskyldu, skattskyldu o.m.a. Í Føroyum hava vit ikki lóggávu sum forðar ella avmarkar møguleikan hjá útlendingum at eiga hús og jørð.   Sum gongdin hevur verið undir núverandi samgongu, har útlendingar saman við føroyingum kunnu eiga og spekulera í okkara fiskiríkidømi, so er skjótt at hesi ovurstóru virði, ið eru givin teimum fáu, kunnu keypa alt inn undir seg í Føroyum.   Avleiðingar kunnu gerast sera stórar – bæði á størri sum á smærri plássum kring alt landið.   Vit kunnu skjótt gerast bæði eygleiðarar í egnum sjógvi og húskallar í egnum landi.   Tí fer Tjóðveldi at leggja uppskot fyri tingið um at forða fyri, at útlendingar kunnu keypa hús og jørð í Føroyum undir seg.   Tað eru nógvir tættir, ið atlit skal takast til í hesum máli.   Men uppskotið skal byggja á, at til tess at eiga hús ella jørð í Føroyum, skulu persónar og eigarar hava búð og verið skattskyldug í Føroyum í ávísa tíð. Harumframt er neyðugt at viðgera spurningin um bústaðarskyldu sum heild, ið eisini kann geva landi og kommunum møguleika at tryggja, at jørð og bústaðir á bygd og í býi ikki gerast ogn hjá útlendingum og fólki og fyritøkum, ið ikki hava sítt virksemi ella rinda skatt á staðnum. –...

Les meira

HVÍ VERÐUR LAKSURIN FLUTTUR ÚR SUÐUROYNNI AT VIRKAST?

, 14/01/2020

HVÍ VERÐUR LAKSURIN FLUTTUR ÚR SUÐUROYNNI AT VIRKAST?

“Tað rakar ómetaliga hart, at 40 fólk verða uppsøgd. Tað ávirkar lokalsamfelagið og sjálvsagt eisini fólkini, sum verða uppsøgd persónliga.” “Á tíðindaportalum verður víst á, at fiskur verður fluttur norðureftir at virka, samstundis sum fólk vera uppsøgd í Vági.” Men í nýggju alilógini, sum undanfarna samgonga samtykti, er ásett, at fiskur, sum verður aldur í Suðuroynni, skal virkast í oynni. Tí hevur Sirið Stenberg sett landsstýrismanninum við vinnumálum ein fyrispurning hesum viðvíkjandi: Fyrispurningur um flyting av alifiski úr Suðuroynni, settur landsstýrismanninum við vinnumálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a) Hvør er orsøkin til, at alifiskur verður fluttur úr Suðuroynni og norðureftir at virkast?  Hvørji undantøk í lóg og kunngerð liggja til grund fyri avgerðini? Er flytingin av alifiski úr Suðuroynni innan tær ásetingar, sum lóg og kunngerð áseta um, at alifiskur skal virkast í oynni? Viðmerkingar: Tað rakar ómetaliga hart, at 40 fólk verða uppsøgd. Tað ávirkar lokalsamfelagið og sjálvsagt eisini fólkini, sum verða uppsøgd persónliga. Tað hava fyrr verið tíðarskeið við ongum arbeiði, og væntandi var, at arbeiði fór at liggja stilt eina tíð tíðliga í árinum. Men nú nakrir dagar eru farnir av árinum eru uml. 40 fólk søgd úr starvi við boðum um, at arbeiði nokk byrjar aftur í summar.  Á tíðindaportalum verður víst á, at fiskur verður fluttur norðureftir at virka, samstundis sum fólk vera uppsøgd í Vági.  Í nýggju alilógini er ásett, at fiskur, sum verður aldur í Suðuroynni, skal virkast í oynni. Undantøk kunnu gevast av landsdjóralæknanum í sambandi við sjúku, og Aliumsitingin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni kann eisini geva undantak, um tað eru serlig viðurskifti, sum alarin ikki hevur ávirkan á ella kann verja seg ímóti, sum gera seg galdandi. Hesar reglur eru ásettar í kunngerð.  Landsstýrismaðurin verður tí biðin um at svara omanfyrinevndu spurningum, so trygd fæst fyri, at tað, sum fer fram, er sambært ásettum reglum. Tað er stórt bakkast fyri fólk í oynni nú at vera uttan arbeiði í...

Les meira

Fyrsta januar 2020 rulla milliardirnar aftur til fámannaveldið

, 30/12/2019

Fyrsta januar 2020 rulla milliardirnar aftur til fámannaveldið

Ongantíð hava so fá. Gjørt so nógv. Uppá so stutta tíð. Fyri so fá.   Vit eiga, at øll at minnast 1. januar 2020. Tí henda dag fór so nógv vald og so stór virði av hondunum hjá fólkinum í Føroyum til eitt fámannaveldi.   Avleiðingarnar fara at mynda okkara samfelag í ókomin ár og fara at seta lívs- og virkistreytirnar fyri ókomin ættarlið. Um vit ikki gera alt fyri at broyta hetta aftur, so hesin 1. januar 2020 ikki fer at standa ritaður í stein í søgu okkara.   Fýra nætur fyri jól varð ein fiskivinnulóg samtykt, sum er grovasta lóggáva, ið nakrantíð er gjørd í Føroyum – ja, helst yvirhøvur um okkara leiðir.   Lógin lóggevur milliardavirðir av tí, sum náttúran skapar hvørt ár, beinleiðis til nøkur fá reiðarí í Føroyum – og tey gerast krav um privata ogn. Sum tey kunnu selja og keypa ímillum sín. Og sum útlendingar kunnu keypa seg frítt inn í.   Hetta gongur beint ímóti stevnu Tjóðveldisfloksins í øllum lutum:   ”Føroyska tjóðveldið verður stovnsett við fólkaræði í politiska, vinnuliga, sosiala og mentanarliga lívi landsins. Einki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum. (…) Heldur ikki eigur nakar einstaklingur ella nøkur serstøk stætt framíhjárætt til vald lands­ins og ognir. Føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldur.”   Hvørji virði er talan um? Ja, bert við ársbyrjan, tá lógin fær gildi, fara 80 mió. kr. árliga til trý reiðarí í Barentshavinum í fyrstahondsvirði í mun til støðuna gamlaárskvøld. Sum 12 ára loyvi, er talan um eina knappa milliard.   Og av sild, makreli og svartkjafti fara í minsta lagi einar 400-500 mió árliga í fyrstahondsvirði til 4 reiðarí, tá lógin fær gildi, í mun til galdandi lóg. Sum 12 ára loyvi er talan um 6 milliardir.   Bara soleiðis.   Hetta kundi fíggjað lág- og miðalløntum ein skattalætta fyri 5.000 kr. um mánaðin.   Tað er bert tað mest eyðsýnda. Tað, sum í galdandi lóg hevði verið boðið út á uppboðssølu komandi árini, men sum nú verður givið aftur til tey stóru reiðaríini og annars til landsstýrismannin at ráða yvir, hevur eitt fyrstahondsvirði á minst 10 milliardir komandi 12 árini.   Tað kundi fíggjað nærum alt sjúkrahúsverkið hesi árini.   Um vit skulu seta tað í eitt annað sjónarhorn, sum vit so ofta brúka í hjálandinum Føroyar, so svarar hetta til í mun til støddina á búskapinum, at ein danskur ráðharri fekk heimild til uttan nakrar reglur ella grundarlag at geva privatum fyritøkum og einstaklingum 120 milliardir yvir 12 ár.   Bara soleiðis.   Handan leiktjøldini verður býtt á skinninum Annars lóggevur nýggja fiskivinnulógin sum heild virðir til nakrar fáar privatar fyritøkur fyri í minsta lagi 36 milliardir krónur yvir 12 ár, bara í avreiðingarvirði. Og hesi virði kann landsstýrismaðurin í stóran mun býta út við kunngerð eftir egnari meting.   Landsstýrið hevur í dag sitið og viðgjørt kunngerðir – ið ikki eru sendar til almenna hoyring – har loyvisbrøv og virðir fyri milliardir verða býtt út. Hetta man fara at verða lýst í kunngerðablaðnum gamlaárskvøld.   Tá hetta verður keypt og selt millum privatar fyritøkur við útlendskum ognarskapi eru hetta loyvispappír fyri 10-tals milliardir komandi 12 árini.   Bara soleiðis.   Og sum trumf við beinleiðis adressu, hevur samgongan á løgtingi samtykt við einum broytingaruppskoti...

Les meira

OKKARA 2020 – EIN SJÁLVBERANDI FÍGGJARLÓG FYRI ALT LANDIÐ

,

OKKARA 2020 – EIN SJÁLVBERANDI FÍGGJARLÓG FYRI ALT LANDIÐ

Eitt avlop á nærum hálva milliard krónur, íløgur kring alt landið og blokkniðurskurður, tað er fíggjarlógin hjá Tjóðveldi.   Nú fíggjarlógin 2020 er til viðgerð í Løgtinginum, hava vit í Tjóðveldi, saman við hinum andstøðuflokkunum, lagt okkara egnu visjón fyri 2020.   Uppskotið hjá Tjóðveldi hevur eitt avlop á góðar 400 mió. krónur, í mun til tær undir 200 milliónirnar, sum sitandi samgongu hevur í boði. Vit vilja ein ábyrgdarfullan og sjálvberandi búskap, sum er haldførur í bæði góðum og verri tíðum. Tí er alneyðugt at seta pengar av til síðis og spara saman, nú tíðirnar eru so góðar sum tær eru. So vit eisini hava ráð til eitt gott vælferðarsamfelag tá tíðirnar einaferð skifta, og seta kós ímóti einum fult sjálvberandi búskapi.   Men vit ynskja eisini at fremja eina røð av átøkum kring alt landið, samstundis sum vit ynskja eitt stórt avlop. M.a. hesi:   Blokkurin skal minkast við 65 milliónum krónum Flotin hjá SSL skal endurnýggjast og vit ynskja at pengar verða settir av til hetta Tunlarnir til bæði Dals og Fámjins skulu gerast Sjósavn skal gerast í Klaksvík Krígssavnið í Vágunum skal styrkjast Ítróttaháskúlin í Vági skal útbyggjast Eftirskúli skal setast á stovn á Tvøroyri Miðnámsskúlin á Kambsdali skal útbyggjast Málráðið skal styrkjast Játtanin til yngri læknar hækkast Eftirlitið hjá Vørn skal styrkjast Fróðskaparsetrið skal styrkjast Grøn átakspulja til verkætlanir, ið flyta Føroyar framá á grøna økinum   –...

Les meira

Halda tit okkum vera fullkomnar tápulingar?

, 21/12/2019

Halda tit okkum vera fullkomnar tápulingar?

Samgongan hevur sitið í morgun og roynt at snikka okkurt saman um útlendskan ognarlut í fiskivinnuni. Fleiri hava trúð uppá, at vit kundu fáa onkra semju og bøta um skaðan onkusvegna. Men gakk. Út kom tað reina bluff, ið skal billa fólki inn, at okkurt er broytt. Løgtingið hevur samtykt fyri tveimum árum síðani, at ongin útlendskur ognarlutur sleppur inn í føroyska veiðiliðið, og at tann verandi útlendskur ognarluturin skal vera úti í veiðiliðnum um nú 4 ár. Nú skjýtur samgonan so upp, at útlendingar kunnu eiga framhaldandi og nýggir keypa seg innaftur í 12 ár afturat. Og hesi kunnu keypa og selja veiðiloyvini ímillum sín uttan avmarkingar. Bøði verandi og nýggir. Tískil verða dyrnar latnar upp á víðan vegg aftur fyri, at veiðiloyvini kunnu keypast og seljast – og at útlendingar kunnu keypa seg inn aftur í hvørt einasta veiðiloyvi í 12 ár. Og tá ið tann tíðin er farin, so kunnu teir fara í rættin og leggja sak um ognartøku – eins og Christian Andreassen longu hevur gjørt nú. Ella teir kunnu trýsta Løgtingið til at broyta reglurnar aftur – eins og teir kláraðu longu tvey ár eftir, at tað varð samtykt. Hetta er størsta rán í nýggjari tíð. Og hví ikki siga tað sum tað er. Heldur enn at pakka tað inn í villleiðing. Tey mugu halda okkum vera tápulingar. Høgni...

Les meira

Kontant avrokning: 4.000 tons í Barentshavinum og 20.000 tons av norðhavssild í einum høggi

, 19/12/2019

Kontant avrokning: 4.000 tons í Barentshavinum og 20.000 tons av norðhavssild í einum høggi

Hvørt ár býta vit kvotur um við Noreg og Russland, har Føroyar útvega eina toskakvotu í Barentshavinum. Vit lata hvørt ár 18.500 tons av makreli, 82.000 tons av svartkjafti og 8.500 tons av norðhavssild til Russlands og Noregs. Umframt eini 6.000 tons av botnfiski undir Føroyum til norsk skip. Afturfyri fáa vit 26.500 tons (í 2019) av botnfiski í Barentshavinum og við Svalbard. Hetta hava trý reiðarí havt atgongd til í mong ár. Í fiskivinnunýskipanini er ásett, at 15% av hesum skal bjóðast út á hvørjum ári, um kvotan er 27.000 tons ella minni. Um kvotan fer upp um 27.000 tons, so skal alt omanfyri bjóðast út. Í 2019 varð kvotan 26.500 tons í Barentshavinum og við Svalbard. Tískil vóru 3.915 tons bjóðað út í 2019. Í uppskotinum hjá samgonguni verða frá degi til dags hesi knøppu 4.000 tonsini givin beinleiðis til tey trý reiðaríini sum eginkvotur í 12 ár. Uttan nakra grundgeving ella viðgerð. Hesi tonsini hava eitt árligt avreiðingarvirði á í minsta lagi 78 mió. kr. Í 12 ár er hetta virðið ein knøpp milliard krónur. Og um kvotan hækkar, so fáa somu trý reiðarí alt tað afturat. Norðhavssild: Í galdandi lóg er ásett, at um sildakvotan til føroysk skip er 65.000 tons ella minni, verða 15% boðin út. Er kvotan hægri enn 65.000 verður alt omanfyri boðið út. Tí vóru 47.000 tons av norðhavssild boðin út í 2019. Í uppskotinum hjá samgonguni nú, verða 20.000 tons av sild løgd afturat hjá teimum reiðaríum, ið hava eginkvotur frammandan – og tey vera 12 ára loyvi. Tað hevur eitt avreiðingarvirði á í minsta lagi 60-70 mió árliga. Uttan nakra grundgeving ella viðgerð. So tað er sanniliga kontant avrokning eftir eitt løgtingsval. Hetta tilfeingið hevði annars verið ríkiligt grundarlag fyri nógvum virksemi hjá fleiri, ið vilja bjóða seg fram at vinna burturúr tilfeinginum. Høgni...

Les meira

Føroyskt fyrst og fremst

, 18/12/2019

Føroyskt fyrst og fremst

Hugsi tykkum um vit framvegis skuldu tosa danskt í skúlanum, í kirkjuni – ja í gerðandisdegnum. So høvdu vit als ikki hava eitt móðurmál í dag. So høvdu vit tosað danskt við einari ella aðrari føroyskari dialekt. Men nú ætlar samgongan at bakka, og lata okkum tosa danskt í rættinum. Ja, tað gera vit longu, sum er, men er tíðin ikki búgvin, so føroyskt verður rættarmál? Allir føroyingar skilja danskt, tí vit læra tað í skúlanum. Ja, tað kann væl vera. Men tað er kortini munur á, um tað er móðurmálið ella eitt fremmandamál, ið tú tosar í rættinum. Ein føroyskur skipari, sum sigur, at hann dróg svart, verður hann so skuldsettur fyri hvítvasking? Í ár eru 80 ár liðin síðani føroyskt gjørdist kirkjumál, 81 ár síðani føroyskt gjørdist skúlamál. Nú ætlar meirlutin í Løgtinginum endaliga at staðfesta, at danskt skal vera málið í rættinum. Og trúgv mær, tann ásetingin verður trupul at broyta. Alt hetta uppskotið krøkir okkum meira og meira uppí danska samfelagið. Samgongan ætlar nú eisini at staðfesta, at ein føroyskur landsstýrismaður skal dømast í Danmark, um mett verður, at hann brýtur lógina. Hugsi tykkum, at ein landsstýrismaður, sum røkir føroysk áhugamál, sum í ávísum førum ganga ímóti donskum áhugamálum – ja, hann skal dømast av dønum í einari danskari rættarskipan eftir einari danskari lóg. Hetta er rættuliga aktuelt nú so nógv stríð hevur tikið seg upp á uttanríkispolitiska økinum. Skulu føroyskir politikarar røkja føroysk áhugamál ella donsk áhugamál. Eg fari at heita á samgonguna um at hugsa seg um, tí tit eru á vandakós við hesum uppskotinum. Hetta er eitt uppskot, sum danskir politikarar hava gjørt til danska samfelagið, tí tey sjálvandi røkja áhugamálini hjá donsku veljarinum. Vit eru vald av føroysku veljarunum at verja áhugamálini hjá føroyingum, og verður hetta uppskotið samtykt, so svíkur tingið føroyska veljaran. Við formansins loyvi, so fari eg at endurgeva úr yrkingini hjá Poul F. um  deyða Magnus Heinasonar. “Dyntil er oman høvdið, bert dani í eygsjón er” – Beinta...

Les meira