Lýsing

Tingmál

Hvat fingu tey verandi í fiskivinnunýskipanini?

, 18/12/2019

Hvat fingu tey verandi í fiskivinnunýskipanini?

Tað verður støðugt ført fram, at undanfarna samgonga gav ov nógv til tey verandi reiðaríini. Ja, tit góvu teimum heilt upp í 80%, hoyra vit aftur og aftur.   Hetta brúka samgongufólk sum umbering fyri nú at lata alt fiskiríkidømi út sum eginkvotur og 12 ára loyvi, sum kunnu keypast og seljast – eisini av útlendingum.   Men um tað var rætt, at tey somu longu høvdu fingið alt, so kunnu vit spyrja: Hví hava fleiri av størru reiðaríunum og serliga Fólkaflokkurin so rópt so nógv um, at alt er galið og verður tikið frá vinnuni?   Veruleikin er hesin: Í fiskivinnunýskipanini varð gjørd tann semja, at verandi aktørar fingu góðar treytir at tillaga seg. Tí varð ein partur settur til verandi aktørar sum 8 ára rættindi, meðan ein partur varð settur av til uppboðssølu og menningarkvotur, umframt vísindaligar royndir, royndarfiskiskap og annað.   Men tað vóru sett mørk inn í lógina soleiðis, at tá ið kvoturnar hækka, ella vit vinna okkum nýtt tilfeingi, so fer tað ikki til verandi aktørar, men verður bjóðað alment fram á uppboði ella til menningarkvotur.   Tað merkir, at av makrelkvotuni upp til 90.000 tons fer so og so nógv til menningarkvotur, so og so nógv til verandi aktørar og so og so nógv til uppboðsølu. Men hækkar kvotan, verður alt omanfyri 90.000 tons boðið út. Av sildakvotuni verður alt omanfyri 65.000 tons boðið út. Og av svartjaftakvotuni verður alt omanfyri 350.000 tons boðið út.   Tí er hetta støðan í 2019:   Makrelur: Av makrelkvotuni til føroysk skip í 2019, ið er 62.560 tons: 42% fóru til nótaskip við eginkvotum og 8 ára loyvum. (26.016 tons) 28% fóru til uppboðssølu, menningarkvotur, vísindaligar royndir og vinnuligar royndir (17.373 tons) 30% fóru til heimaflotan og aðrar partar av flotanum sum felagskvota (19.171 tons).   Norðhavssild: Av sildakvotuni til føroysk skip, ið er 115.000 tons: 46% fóru til uppsjóvarskip við eginkvotum og 8 ára loyvum (52.493 tons) 41% fóru til uppboðssølu (47.000 tons) 13% fóru til menningarkvotur, vísindaligar royndir og royndarfiskiskap (15.507 tons.)   Svartkjaftur: Av svartkjaftakvotuni til føroysk skip, ið er 319.307 tons: 64% fóru til uppsjóvarskip við eginkvotum og 8 ára loyvum (204.578 tons) 25% fóru til uppboðssølu (79.827) 11% fóru til menningarkvotur (34.902 tons)   Sostatt eru í 2019: 58% av makrelinum hjá øðrum enn eginkvotufyritøkunum við 8 ára gildistíð. 54% av norðhavssildini er hjá øðrum enn eginkvotufyritøkum við 8 ára gildistíð. 46% av svartkjaftinum er hjá øðrum enn eginkvotufyritøkunum við 8 ára gildistíð. Um fiskivinnuskipanin ikki varð framd, so var øll norðhavssildin, allur svartkjafturin og 28% afturat av makrelinum hjá teimum, ið høvdu kvoturnar frammanundan.   Og um kvoturnar hækka, ella nýtt tilfeingi verður útvegað, so verður tað atkomiligt hjá øðrum. Í uppskotinum hjá samgonguni fáa teir verandi aktørarnir eginkvotur í 12 ár og fáa við fyrsta bríksli 20.000 tons av norðhavssild afturat.   Umframt fara hækkingar í kvotunum í framtíðini allar at fella til teir verandi við eginkvotum.   – Høgni Hoydal...

Les meira

Latið ikki fiskiríkidømið fara á privatar og útlendskar hendur

,

Latið ikki fiskiríkidømið fara á privatar og útlendskar hendur

Fýra nætur fyri jól, fer samgongan at avreiða okkara dýrastu ogn við einum pennastroki. Nú verður privat uppboðssøla av øllum okkara fiskiríkidømi, har útlendskar fyritøkur kunnu leggja seg á alt. Hóast nógvar royndir at broyta tað, hava vit í Føroyum megnað at hildið fast við, at fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks og kann ikki gerast ogn hjá einstaklingum.  Tað var so nær við, at vit avreiddu tað endaliga í 2007. Men í seinastu løtu – millum aðru og triðju viðgerð í tinginum – varð uppskotið frá táverandi landsstýri broytt soleiðis, at veiðiloyvini vórðu uppsøgd at fara úr gildi 1. januar 2018.  Hetta gav okkum møguleikan at gera nakað nýtt. Men onki hendi í 8 ár.   Í 2017 samtyktu vit so loksins eina fiskivinnuskipan, ið avgjørt hevði fleiri neyðsemjur og lýti við sær. Men alt viðurskifti, sum væl kunnu rættast og betrast. Alt rullað aftur Tí nýskipanin bygdi á tær grundreglur, sum helst meginparturin av Føroya fólki kann taka undir við: At fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks, og at tað hvørki í lóg ella verki kann gerast privat ogn.  At útlendskur ognarskapur kann ikki vera hjá teimum, ið fáa atgongd at fiska av føroyska fiskiríkidøminum. At møguleiki er at bjóða seg fram hjá fólki í Føroyum og kring alt landið at vinna burturúr ríkidøminum.  At virðið av tí avmarkaðu atgongd, ið er til at fiska, kann fella til landið og allar føroyingar. At stovnsrøkt og burðardyggur fiskiskapur skal vera í øllum okkara fiskiskapi. At virðisøkingin skal fara fram í Føroyum, og at manningar skulu lønast eftir sáttmálum hjá føroyskum manningarfeløgum. Tað merkir, at bæði vit, sum nú liva, og okkara børn og eftirkomarar, eiga fiskiríkidømið og kunnu bjóða seg fram at vinna búrturúr tí.  Og at virðið av at koma framat hesum avmarkaða tilfeingi – sum í flestu øðrum londum fer til privatar fyritøkur og einstaklingar við at selja loyvir ímillum sín – kemur okkum øllum til góðar í samfelagnum. Men nú beint fyri jól, skal alt hetta rullast aftur við uppskotinum hjá samgonguflokkunum.  Alt verður nú gjørt til 12-ára veiðiloyvir, og latin til tey, sum hava alt frammanundan. Og tað verða politiskar avgerðir um, hvør fær lut í tí parti, ið higartil hevur verið boðin út. Hesi loyvi kunnu so keypast og seljast víðari til feløg og einstaklingar, har útlendingar kunnu eiga. Eins og vit sóu við Vesturvón og Krúnborg og so mongum øðrum, áðrenn 2007, tá ið loyvini vórðu uppsøgd  Tann privata uppboðssølan Talan verður sostatt um eina privata uppboðssølu, ið neyvan nakar hevði ímyndað sær í Føroyum.  Hesi loyvi kunnu á privata marknaðin seljast aftur og fram fyri í minsta lagi 20-30 milliardir krónur og kapitalur úr øllum heiminum kann keypa seg inn og leggja okkara fiskiríkidømi undir útlendskt. ræði.   Og kunnu tey keypast og seljast privat – enntá við útlendskum ognarskapi – hevur føroyska tjóðin mist ræðið á fiskiríkidøminum, og tað vendist ikki aftur. Høgni...

Les meira

Løgtingið feldi uppskotið um at fíggja bústaðir uttanfyri størri býirnar

, 11/12/2019

Løgtingið feldi uppskotið um at fíggja bústaðir uttanfyri størri býirnar

Tjóðveldi legði í heyst uppskot fyri løgtingið um fíggingarmøguleikar hjá fólki at seta búgv uttanfyri størri býirnar.  Løgtingið hevur nú felt uppskotið. Hetta harmast vit almikið um.  Verða politisk átøk ikki gjørd fyri at tryggja fólki møguleikan at byggja kring alt landið, fara vit at síggja mun á bústøðunum í og uttan fyri miðstaðarøkið. Meðan nýggir bústaðir verða at síggja í miðstaðarøkinum, verða tað serliga eldri bústaðir uttan fyri miðstaðarøkið. Henda skeivleika ynskja vit at fyribyrgja. Tí henda gongd kann vera við til at miðsavna húsabyggingina í Føroyum til miðstaðarøkið. Hetta kann vera við til at trýsta prísirnar enn longur upp. Og harvið kunnu verandi bústaðartrupulleikar gerast enn størri, og bústaðarneyðin vaksa. Tað finnast dømi um, at persónar, ið hava fingið noktað fígging til at byggja hús á bygd, hava fingið játtað eitt uppaftur hægri lán til ein bústað í Tórshavn. Hetta vísir, at tað ikki eru gjaldsevnini hjá teimum, sum skulu byggja, ið eru forðingin, men heldur verandi lóg um fíggjarligt virksemi, sum bankarnir eru noyddir at halda.  Tað hevur verið víst á, at marknaðarvirðið uttanfyri størru býirnar ofta er væl lægri enn kostnaðurin av at byggja húsini, og fíggingin er treytað av marknaðarvirðinum.  Nevndarviðgerðin av málinum hevur víst, at trupulleikarnar við at fáa lán á smáplássum og útoyggjum eru veruligir. Fyri nøkur av økjunum eru avleiðingarnar sera álvarsamar. Fólkaminking kann vera ein avleiðing umframt, at tað eru tekin um, at múgvandi fólk, sum ikki eru fastbúgvandi á staðnum, kunnu útvega sær bústað á somu plássum, sum fastbúgvandi fólki ikki kann. Bygdirnar kunnu tá gerast feriu og frítíðarpláss meira enn heimstaður hjá fastbúgvandi fólki. Ikki skilt soleiðis, at summarhús ikki kunnu vera eitt gevandi íkast til útjaðaran, tí tað eru tey. Men trupulleikin hjá fastbúgavndi fólki við at seta búgv er eyðsyndur, og má loysast.  Við okkara uppskoti var lagt upp til at geva Bústaðum heimild til at veita lán, ið fevnir um tann partin av láninum, ið bankin ikki kann bjóða, tó ongantíð meira enn upp til 100 % av metingarvirðinum. Vit ynskja, at tað skal vera møguligt at byggja egnan bústað kring alt landið, so fólk fáa frælsi til at velja egnan bústað – um tey vilja leiga, keypa ella byggja. Hetta eigur at vera treytað av, at gjaldsevnini hjá teimum, sum skulu byggja, annars eru í lagi, sum uppskotið eisini leggur upp...

Les meira

Óluva spyr um fiskivinnuna í Norðoyggjum

, 08/11/2018

Óluva spyr um fiskivinnuna í Norðoyggjum

Svar uppá fyrispurning frá Óluvu Klettskarð, løgtingsmanni, í løgtingsmáli viðvíkjandi fiskivinnuni í Norðoyggjum Fyrispurningurin var soljóðandi: Hvussu eru viðurskiftini sum heild hjá ymsu pørtunum í fiskiflotanum í Norðoyggjum, síðan henda samgongan tók við? Hvussu hava inntøkuviðurskiftini og manningarviðurskiftini lagað seg? Hvussu er samtakið JFK/ Kósin/ Næraberg skipað? Er virksemið so nógv skert hjá hesum samtakinum, nú tey siga seg noydd at selja ein av trolarunum, ið royna í Barentshavinum, vegna fiskivinnunýskipanina? Hvussu nógv er virðið av tí útlutaða til Norðoyggjar í sambandi við lógina um sjófeingi (75%)? Hvussu kunnu útlitini hjá reiðaríum og fiskimonnum í økinum metast í komandi tíðum? Viðmerkingar: Nógv er sagt og nógv er skrivað um nýggju fiskivinnulóggávuna. Hvussu hon fór at virka, hvørjar avleiðingarnar fara at vera og hvussu ávirkanin longu sæst. Men hvussu sær veruleikin út handan fiskivinnuna í Norðoyggjum síðan henda samgongan tók við? Herfyri frættist, at verksmiðjutrolarin Sjúrðarberg (hvørs útgerðarmaður er Hanus Hansen) er seldur orsakað av fiskivinnunýskipanini.  “Tað er sjálvandi fiskivinnunýskipanin, sum vit hava sagt allatíð, fór at gera, at vit ikki kundu hava meira enn eitt skip í Barentshavinum” málber reiðarin hjá trolaranum seg (sitat Portalurin 23.07.2018) Tað er neyðugt at fáa greiðu á, hvør veruleikin er handan vinnuliga virksemið í fiskivinnuni á sjógvi sum á landi. Um viðurskiftini í einstøku fyritøkunum eru versnað, og somuleiðis um manningarviðurskiftini eru broytt. Endamálið við fiskivinnunýskipanini var at fáa greiða og gjøgnumskygda lóg, ið m.a. byggir á   stovnsrøkt og burðardygga veiði og vinnuliga nýskapan. Samstundis sum møguleikin at bjóða seg fram er stimbraður, eru atlit tikin at verandi vinnu. Løgtingslógin um fyrisiting av sjófeingi, sum hon varð samtykt, skuldi ikki forða vinnurekandi at halda fram við sínum virksemi, og teimum varð tí tryggjað virði væl oman fyri miðal seinastu 10 árini, samstundis sum fiskimanninum eisini vórðu tryggjað góð viðurskifti. Persónar og feløg, sum tóku lut í fiskiskapi í 2017 skuldu halda fram, tó við ymsum tillagingum. Og sama við feløgum, sum við gildiskomu lógarinnar ikki luku treytirnar um føroyskan ognarrætt, skuldu hesi fáa skiftistíð at laga seg til nýggju krøvini. Hóast fyrsta árið bert er hálvrunnið, er tíðin búgvin at fáa tey fyrstu tølini, hvussu viðurskiftini kring nýggju lóggávuna hava roynst. Og hóast spáað varð, at Klaksvíkar kommunua fór at hava mikið lakari úrslit, eini 70 milliónir færri í kassanum við nýggju skipanini, so vísa fyrstu tølini tað øvuta, nevniliga at kommunan fyrra hálvár í 2018 hevur ein vøkstur upp á 3,6 %.   Svar: Til nr. 1. Viðurskiftini sum heild hjá ymsu pørtunum í fiskivinnuni í Norðoyggjum eru munandi batnað seinastu árini, síðan hendan samgongan tók við. Til tess at lýsa hetta, eru í talvu 1 nøkur tøl frá Hagstovuni, sum lýsa, hvussu nógvir løntakarar eru í Norðoyggjum í ávikavist fiskivinnu og fiskavøruídnaði árini 2011 til 2017.   Løntakaratølini hjá Hagstovuni staðfesta, hvussu nógv fólk eru í arbeiði ella fáa løn í miðal gjøgnum árið í hesi vinnugrein.   Her sæst, at talið av løntakarum, bæði í fiskiskapi og fiskavøruídnaði, er hækkað síðan hendan samgongan tók við og er á einum hægri støði enn áður seinastu 7 árini. Í 2011 var talið av løntakarum í ávikavist fiskiskapi og fiskiídnaði 389 og 203. Í 2017 vóru samsvarandi tøl 416 og 231.   Tølini fyri 2018 eru ikki tøk á Hagstovuni enn.   Til nr. 2. Í svari til henda spurning verður hugt at reiðaríum og skipum, sum hoyra til Norðoyggjar innan...

Les meira

Nýggj røntgenútgerð á Klaksvíkar sjúkrahús

, 25/10/2018

Nýggj røntgenútgerð á Klaksvíkar sjúkrahús

Hvussu gongst við tilboðnum um røntgenviðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og hvussu er við útgerðini til at veita hetta tilboð?   Á tingfundi í dag vóru munnligir fyrispurningar á skránni, og spurt var um viðurskiftini á røntgendeildini á KS. Menningarætlanini fyri føroyska sjúkrahúsverkið var og er at framtíðartryggja  alt tað føroyska sjúkrahúsverkið, m.a. við at tryggja virksemi á øllum trimum sjúkrahúsunum og at skipa og samskipa arbeiðið enn betur, enn gjørt hevur verið higartil.   Klaksvíkar Sjúkrahús er framhaldandi lokalsjúkrahús fyri Norðoyggjar og partvís Eysturoynna og lokalt akuttsjúkrahús. Greiðar leiðreglur verða fyri, hvat akutt kann gerast á sjúkrahúsinum í Klaksvík, og hvat verður gjørt aðrastaðni. Kommunulæknaskipanin 1870 í Norðurøkinum er nú samskipað við Klaksvíkar sjúkrahús á sama hátt, sum hetta er gjørt á Suðuroyar sjúkrahúsi.   Arbeitt verður harafturat við at økja um verandi virksemi, so Klaksvíkar Sjúkrahús skal fremja fleiri smærri skurðviðgerðir, fleiri sokallaðar “samadagskirurgi”,  planlagda ortopedkirurgi á sjúkrahúsinum og at fáa framt enn fleiri kikarakanningar (endoskopiir) á sjúkrahúsinum. Hetta merkir, at nakrar viðgerðunum, sum í dag fara fram á Landssjúkrahúsinum, vera á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Harumframt verur miðstøð innan endurvenjing stovnað í gulu læknahúsunum, sum fer at taka sær av at endurvenja sjúklingar við seinheilaskaða og ryggmergskaða.   Umframt hesi viðurskifti, so kunnu fólk nú velja tilboð um røntgenviðgerð á einum av sjúkrahúsunum. Spurningurin, settur varð Sirið Stenberg, heilsu- og innlendismálaráðharra, var, hvussu gongst við tilboðnum um røntgenviðgerð á KS, og hvussu útgerðini har er til at veita hetta tilboð. Landsstýriskvinnan vísti á, at nógv fleiri røntgenviðgerðir verða gjørdar í Klaksvík, og at hetta samstundis gevur betri rúmd fyri fleiri skanningum á Landssjúkrahúsinum. Landsstýriskvinnan upplýsti harafturat, og at nýggj útgerð fyri einar 3 milliónir verður sett upp í viku 42, so útgerðin har verður nútímans.     Óluva...

Les meira

Sjóvinnustýrið verður bygt á Giljanesi

, 28/09/2018

Sjóvinnustýrið verður bygt á Giljanesi

Tað verður gjørt nú. Stovnurin fær sítt egna hús, og tað verður á Giljanesi í Vágum. Í grein á VP seinnapartin staðfestir Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, at byggingin av nýggjum Sjóvinnustýri í Vágum er skorðin burtur í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019, sum varð lagt fram fyrrapartin. Tað er beinleiðis ósatt. Sjóvinnustýrið verður bygt á Giljanesi. Grundstykkið verður keypt í næstum, og pengar eru settir av til tað og byggifyrireiking í fíggjarlógaruppskotinum. Sjóvinnustýrið verður bygt har, og onki annað kemur upp á tal. Tað er rætt, at í fíggjarlógaruppskotinum, er sjálv byggingin drýggjað nakað – kanska eitt ár. Hetta sama er gjørt við fleiri aðrar smærri og størri byggiíløgur, sum eru stungnar út í kortið, men sum ikki er farið undir at fremja í verki enn. Vónandi fer tað undir fíggjarlógarviðgerðini at eydnast at finna eina loysn, so tað kortini ber til at halda upprunaliga ætlaða tíðarleistin fyri byggingina av nýggja Sjóvinnustýrinum. Fyrsta stigið verður tó beinanvegin at fáa broytt sjálva verklagslógina fyri byggingina av nýggja Sjóvinnustýrinum. Hon skal broytast, soleiðis at tað kemur at standa í sjálvum lógartekstinum, at Sjóvinnustýrið undir øllum umstøðum skal byggjast í Vágum. Í verandi lógarteksti er nevniliga ikki nágreinað, júst hvar tað skal byggjast. Gaman í stendur tað í viðmerkingunum til lógina og er undirskilt í byggiskrá og øðrum tilfari, men tað er ikki rist í stein í sjálvum lógartekstinum. Tað verður tað nú. Í síni grein leikar Jørgen Niclasen annars í um alt í senn. Við tí úrsliti, at boðskapirnir hjá honum í heilum renna frontalt saman. Hann øtast eitt nú yvir, at landsalmennu útreiðslurnar sum heild bara spola avstað, og í sama andadrátti finst hann at, at tað verður roynt at halda aftur. Jørgen Niclasen eigur sín part av æruni fyri, at táverandi Skipaeftirlitið var staðsett í Vágum, tá tað í 2002 varð heimtikið sum føroyskt málsøki. Tað skal hann eiga. Men síðani hevur stovnurin, sum eftir samanleggingina við Skipaskrásetingina og FAS í 2010 bleiv til Sjóvinnustýrið, rikist sum bukka ímillum sengur her vesturi. Fólkaflokkurin hevur rátt fyri borgum at kalla uttan íhald síðani heimtøkuna, og til henda samgongan tók yvir. Tey gjørdu tó absolutt onki til frama fyri at útvega stovninum rímiligar hølisumstøður.   Ingolf S. Olsen løgtingsmaður, Tjóðveldi  ...

Les meira

Lyfti verða hildin

, 06/05/2018

Lyfti verða hildin

Í grein á netmiðlunum tvíheldur Jacob Vestergaard, fyrrverandi fiskimálaráðharri, um, at fiskimaðurin er villeiddur av núverandi fiskimálaráðharra og samgonguni, tí reiðararnir eftir øllum at døma aftur eru farnir at draga uppboðssølugjaldið frá avreiðingarvirðinum, áðrenn manningin verður avroknað. Tað er tó við vissu ikki av umsorgan fyri manningunum, at Jacob Vestergaard letst ilskast inn á, at tær skulu rinda fyri at fiska. Fólkaflokkurin hevur ongantíð havt ætlanir um nakað annað. Manningarnar blivu ongantíð undantiknar í nøkrum av teimum veiðigjøldunum, sum vóru ásett, meðan júst Jacob Vestergaard var fiskimálaráðharri, og flokkur hansara hevur fleiri ferðir sligið fast, at hann ætlaði at halda áfram eftir sama leisti. Lyftið er um veiðigjaldið Tað er heldur ikki rætt, tá Jacob Vestergaard ákærir samgonguna fyri at villeiða fiskimenninar. Ongin er villeiddur, men rætt skal vera rætt, partar av prosessini eru seinkaðir. Jacob Vestergaard byrjar grein sína soleiðis: ”Tað bleiv sagt týðuliga og klárt, manningin skuldi onki rinda fyri tað, sum bleiv keypt á uppboðssølu.” Well, um so er, so má tað vera onkur í andstøðuni, sum hevur sagt tað, ella onkur heilt annar, tí tað sum samgongan hevur sagt, er, at manningarnar ikki skulu vera við til at rinda veiðigjaldið. Veiðigjaldið er tað gjaldið, sum grundað á eina roknaða tilfeingisrentu verður lagt á fiskiskap, sum IKKI eru fevndur av uppboðssølu. Og tað er so nógv tann størsti parturin av samlaða føroyska fiskiskapinum – 100 prosent av botnfiskiskapinum undir Føroyum og Íslandi, 85 prosent av øllum øðrum fiskiskapi undantikið svartkjaftafiskiskapi, har 75 prosent eru fevnd av veiðigjaldi. Allur hesin fiskiskapur kemur ikki nær námind nakrari uppboðssølu, og manningarnar skulu heldur ikki rinda nakað veiðigjald fyri hann. Lyftið verður hildið Tí lyftið um veiðigjaldið fer at verða hildið. Tað er í veruleikanum longu hildið í sjálvari lógini um sjófeingi, har tað í § 13, stk. 4 stendur soleiðis: ”Fyri rættindi, latin sambært hesi løgtingslóg, tó undantikið rættindi sambært §§ 14-18, rindar rættindahavari veiðigjald samsvarandi tilfeingisrentuni, ið verður ásett í serstakari løgtingslóg. Gjaldið fer í landskassan ella í Búskapargrunn Føroya.” Men henda ásetingin forðar helst ikki einsamøll fyri møguligum sáttmálatrætum um, hvørt veiðigjaldið er loyvdur frádráttur – altso um reiðararnir/rættindahavararnir kunnu draga tað frá avreiðingarvirðinum, áðrenn manningarnar verða avroknaðar. Tað fer lógin um veiðigjald hinvegin at forða fyri. Lógin kemur í heyst Tíverri eydnaðist tað ikki at fáa samtykt lógina um veiðigjald í hesi tingsetuni, og tí datt uppskotið burtur. Men tað skal leggjast fram aftur og avgreiðast so skjótt sum til ber í næstu tingsetu, ið byrjar á ólavsøku. Og ásetingarnar, sum tryggja, at hýrurnar ikki ávirkast av veiðigjaldinum, verða tær somu sum í gamla uppskotinum – nevniliga at rættindahavararnir kunnu draga hýrurnar frá í útrokningargrundarlagnum fyri veiðigjaldinum. Ongar beinleiðis ásetingar eru hinvegin um, hvør skal rinda uppboðssølugjaldið, hvørki í nýggju lógini um sjófeingi ella í burturdotna uppskotinum til lóg um veiðigjald. Ásetingar um, hvør skal rinda uppboðssølukostnaðin, eru ikki við, tí vit í samgonguni virða frælsa samráðingarrættin. Valla høvdu hvørki reiðarar ella manningarfeløg verið fegin, um tey fullkomiliga vórðu tikin av ræði, og øll viðurskifti, sum vanliga eru upp til sáttmálapartarnar at greiða, bara blivu ásett við lóg. Munur á gjøldum Ein kann so í tí ljósinum sjálvandi spyrja, hví tað er so umráðandi at áseta við lóg, hvør skal rinda veiðigjaldið, men ikki uppboðssølugjaldið. Sum longu nevnt, er tað tó soleiðis, at lógin um sjófeingi...

Les meira

Røðan hjá Ingolf S. Olsen til 1. viðgerð av pensjónsnýskipanini

, 16/01/2018

Røðan hjá Ingolf S. Olsen til 1. viðgerð av pensjónsnýskipanini

Harra formaður Eg fegnist um, at tað er eydnast at koma higar til, at vit nú viðgera eina pensjónsnýskipan her í Løgtinginum. Og havandi í huga, hvussu leingi tað hevur verið tosað um hetta, og arbeiðsbólkar hava arbeitt við hesum, uttan at nakað spurdist burtur úr politiskt, ja, so eri eg ikki sørt errin av, at vera partur av hesi samgonguni, sum saman við Sjálvstýri og vónandi øðrum við, megnar at bera eisini hesa nýskipanina ígjøgnum. Tá fleiri skulu semjast, kunnu onkrir bitar vera hersknir at svølgja, og eisini eg kundi hugsað mær ymiskt øðrvísi, um eg ráddi einsamallur. Treyðugt so, og onkrar broytingar kunnu eisini væntast hetta til vit um nakrar vikur atkvøða eina nýggja skipan ígjøgnum við 3. viðgerð. Eg skal ikki dylja, at ideologiskt eri eg skrúvaður soleiðis saman, at eg heldur hevði ynskt eina 100 prosent kollektiva og samhaldsfasta skipan, har ongin kravd eginuppsparing var, men Samhaldsfasti afturfyri varð lyftur upp á 12-15 prosent. Hvat fólk so sjálvi høvdu hug til at spara upp afturat, skuldi so verið upp til teirra og als ikki verið mótroknað yvirhøvur. Men tað er ikki politisk undirtøka fyri einari slíkari skipan. Og tað er tað heldur ikki fyri einari skipan, har eginuppsparingin var uppaftur størri, meðan Samhaldsfasti stóð í stað. Tí eru vit endað onkustaðni – ikki mitt ímillum – men tó so, at Samhaldsfasti er ein nokkso stórur lutur í samlaðu pensjónini hjá tí einstaka. Tað er gott við samhaldsfestinum í huga, men tað er eisini gott, tá hugsað verður um haldførið fram eftir, tí Samhaldsfasti verður ikki forskattaður, sum eginuppsparda eftirlønin verður, men við útgjaldi. Vit skulu eisini vera so mikið erlig, at vit tora at siga, at haldførið í landsbúskapinum er ein sera avgerandi orsøk til yvirhøvur at gera eina pensjónsnýskipan. Jú, fortreytirnar eru nógv broyttar, síðani verandi pensjónsskipan fór av bakkastokki, fólk liva longri, stórir ójavnar treingja til at rættast, o.s.fr. Alt saman týðandi grundgevingar. Men vit mugu eisini ásanna, at hildu vit bara áfram við verandi skipan, so smokkaði hon saman undir síni egnu vekt. Ella eisini gjørdu aðrar týðandi vælferðarsúlur tað, heilsuverkið til dømis. Ella, í triðja lagi, so skuldu vit rinda so nógv í skatti, at fólk helst høvdu tikið til rýmingar. Tí vit verða alsamt fleiri pensjonistar og lutfalsliga færri løntakarar at gjalda lønarskatt. Tann gongdin fer at halda áfram í nógv ár fram eftir, eisini sjálvt um vit nú uppliva eina positiva gongd við nettotilflyting av ungum fólki. Eg minnist ikki rættiliga øll tølini uttanat í hesum málinum, men meini meg hava sæð eitt roknistykki, sum vísti, at bara pensjónsøkið hevði eitt haldførishall á einar 700 milliónir krónur í einum 30 ára tíðarperspektivi. Altso hevði pensjónsøkið einsamalt elvt til eitt landskassahall á 700 milliónir krónur um árið til ta tíð. Onkur kann rætta meg, um tølini ikki eru heilt røtt. Men røttu tølini eru í øllum førum sera stór, og prinsippið er rætt. Tí má búskaparliga haldførið betrast, um vit framhaldandi skulu hava eitt vælferðarlsamfelag og samstundis ein sjálvbjargnan búskap, sum hongur saman. Eg skal ikki fara longur inn í tølini, teknikkin og ymisku ásetingarnar, tí tað er longu so væl lýst av fleiri. Men heldur vil eg nema eitt sindur við nakrar hugsjónir, sum eg haldi vera neyðugar at hava afturvið sjálvum høvuðsrættinum, sum er pensjónsnýskipanin. Tí vit tosa...

Les meira

Ongin orsøk til dapurskygni

, 30/09/2017

Ongin orsøk til dapurskygni

Í grein í netúgávuni hjá Norðlýsinum mikudagin er Líggjas Johannesen, reiðari og skipari á Klakki, dapurskygdur um framtíðina og útlitini hjá Klakki, eftir at ætlaða fiskivinnunýskipanin er sett í verk. nordlysid.fo/hvi+skal+okkara+livsverk+tveitast+ut+i+ovissu.html Líggjas Johannesen er royndur sum fáur, tá tað snýr seg um at fiska við línu og reka línuskip, og veit ógvuliga væl, hvat hann tosar um. Men hann veit eisini væl, at hansara døpru spádómar bert ganga út, um at kalla allir pílar aftur fara at peika niðureftir – í senn – og við tí fyritreyt, at politiski myndugleikin tá bara ætlar sær at sita hendur í favn og onki gera. Tí fakta er, at Klakkur næstan bara fiskar á fjarleiðum – á Flemish Cap og í Eysturgrønlandi – og at tann parturin av kvotunum, sum føroysku línuskipini sleppa at fiska har, tilsamans er øktur umleið 25 prosent, síðani henda samgongan kom til. Undir hesi samgonguni er toskakvotan í Eysturgrønlandi fleirfaldað – hon er økt úr 355 tonsum í 2015 í 1.225 tons í ár. Harafturat hava vit nú brosmukvotu í Eysturgrønlandi. Tann kvotan er 475 tons í ár. Eisini í fjør høvdu vit brosmukvotu – 470 tons – men áðrenn tað var bert loyvt at fiska brosmu sum hjáveiðu í Eysturgrønlandi. Tað eru bara línuskip, harímillum Klakkur, sum eru sloppin at fiska tosk og brosmu í Eysturgrønlandi undir hesi samgonguni, og ongar ætlanir eru at broyta hetta. Á Flemish Cap er toskakvotan til línuskip økt við einum triðingi undir hesi samgonguni – úr 2.055 tonsum í 2015 í 3.114 tons í ár. Umframt hetta er toskaparturin av samlaðu botnfiskakvotuni í Íslandi øktur við 1.025 tonsum undir hesi samgonguni, soleiðis at húkaflotin – onkur hendinga snellubátur fiskar eisini av íslandskvotuni – í ár hevur kunnað fiskað tilsamans 2.400 tons av toski undir Íslandi. Vit hava onga trygd fyri, at allar hesar kvoturnar verða verandi á tí støði, tær eru á nú, men tað er hinvegin heldur onki, ið bendir á, at vit fara at missa alt aftur. Tað er rætt, at tað helst kennist sum ein størri óvissa hjá tí einstaka aktørinum, at fiskiskapurin á fjarleiðum hvørt ár skal ásetast í kunngerð, samanborið við lógarfestu rættindini í føroyskum sjógvi. Tann óvissan er hinvegin í nógvum øðrum fiskiskapum eisini, millum annað rækjufiskiskapinum og uppsjóvarfiskiskapinum. Men samgongan hevur ongar ætlanir um at minka um partin, sum línuskipini í dag hava á fjarleiðum. Tað stendur rimmarfast. Júst tí at Klakkur hevur fiskað so nógv á fjarleiðum seinastu árini, er miðalfiskiskapurin hjá skipinum í føroyskum sjógvi seinastu árini lítil. Hesin søguligi fiskiskapurin (miðal fyri seinastu fimm árini) fer at vekta 75 prosent, tá kvotupartarnir skulu roknast út í sambandi við, at farið verður frá fiskidøgum til kvotur 1. januar 2019. Sjálvur rætturin at fiska, altso veruliga fiskidagatalið í verandi skipan, fer bert at vekta 25 prosent. Tí hevur Líggjas Johannesen eisini rætt í, at niðurskurðurin hjá skipinum í føroyskum sjógvi kanska fer at síggja ógvusligur út á pappírinum. Men um hædd verður tikin fyri, at Klakkur at kalla ikki hevur brúkt sínar fiskidagar í føroyskum sjógvi seinastu árini, og at teir kortini fara at vekta 25 prosent í umrokningi frá fiskidøgum til kvotu, so verður ikki talan um nakran niðurskurð í mun til veruligu royndina hjá skipinum í føroyskum sjógvi. Tvørturímóti, um fiskiskapurin (kvoturnar) generelt fer at standa í stað ella økist,...

Les meira

Ongar niðurlagingar í Norðoyggjum

, 08/03/2017

Ongar niðurlagingar í Norðoyggjum

Í morgun vóru ófráboðaðir fyrispurningar á skránni í tinginum, og eg nýtti høvi til at spyrja Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, ein spurning um avleiðingarnar av eini fiskivinnunýskipan. Hann ljóðaði:   Í kjalarvørrinum á, at samgongan hevur lagt sínar ætlanir fram fyri framtíðar fiskivinnupolitikk, hevur reiðari í norðurøkinum víst á, at  skipanin rakar hansara virksemi meint. Tað snýr seg serliga um ásetingarnar um antitrust, sum skulu avmarka støddina á einstøku aktørunum. Talan er sambært reiðaranum ikki bert um vantandi menningarmøguleikar, men um beinleiðis niðurlaging av verandi virksemi. Og hetta, sigur hann, fer at fáa rættiliga ógvisligar avleiðingar, umskiping av stórum parti av flotanum og helst noyðist stóra flakavirkið eisini at steingja. Kann landsstýrismaðurin greiða frá hesum, og um henda fatanin er røtt?   Landsstýrismaðurin vísti á, at lógaruppskotið ásetir antitrustreglur, og reglurnar eru í tveimum: 12% av tí samlaða og 15-35 % í hvørjum fiskiskapi sær. Men antitrustreglurnar eru ikki aftureftirvirkandi.  Reglurnar fyri verandi aktørar koma sambært nýskipanaruppskotinum at vera, at teir sum liggja omanfyri, kunnu vera á tí stødd, teir eru í dag. Teir kunnu vera á sama prosenttali. Teir kunnu ikki vaksa meir í prosentum, men teir verða ikki álagdir at verða minni.   Landsstýrismaðurin vísti á, at virksemi hjá fyritøku, ið liggur oman fyri antitrustmarkið, hevur sjálvandi vakstrarmøguleikar í nøgd, tá ið kvotur økjast.   Í botnfiskiskapi undir Føroyum – sum er høvuðsgrundarlag undir flakavirkjunum – er í uppskotinum ásett, at nøgdirnar kunnu vaksa munandi av toski, hýsu og upsa, áðrenn broyting verður. Um stovnsrøktin kemur í rætt lag, soleiðis sum uppskotið leggur lunnar undir, og stovnarnir koma fyri seg, so eru ríkir møguleikar hjá flakavirkjunum bæði í norðurøkinum, og um landið alt, at fáa munandi betri grundarlag.     Skiftisskipan og tillaging   Umleggingin frá verandi skipan fer sjálvandi at ávirka vinnuna. T.d. skal útlendskur ognarskapur burtur yvir 4 ár, manningar lønast sambært sáttmálar við føroysk manningarfeløg, brúksskylda verður sett og kapping verður um størri part av tilfeinginum.   Eg skilji sjálvandi væl atfinningar og ivamál frá vinnuni og teimum, ið ikki ynskja nakrar broytingar og siga, at alt er best sum er.   Ongantíð seinnu árini er so nógvur fiskur komin til Norðoyggjar, sum hetta seinasta hálvt annað árið. Øktar kvotur í Grønlandi, undir Íslandi og á Flemish Cap, umframt ovurhondsvirðir til uppisjóvarvinnuna.   Í tilgongdini til nýggju skipanina havi eg stuðlað undir eini skiftisskipan, so verandi aktørar, dugnalig fólk í vinnuni og framskygdir reiðarar í reiðiligum virksemi, at hesir fáa góðar stundir og umstøður til at vera í vinnuni. Og at fáa tíð og umstøður at laga seg til eina nýggja marknaðarstýrda skipan. Hetta tekur nýskipanaruppskotið stórliga atlit at. Sjálv fari eg ikki at taka undir við nakrari skipan, ið niðurlaðar verandi virksemi. Og eg dugi ikki at síggja, at umstøðurnar í nýskipanini skulu gera tað verri, og at dugnaligu vinnurekandi ikki fáa ella orka at tillaga seg.   Tað er mín vón, at fólk og vinnulívsfólk halda seg til veruleikan og koma við í kjaki á sakligum grundarlagi. At berjast fyri sínum rættindum er ein erlig søk, men tað er óvirðiligt at sakleys arbeiðsfólk verða tikin til gíslar í einum máli, sum snýr seg um heilt onnur viðurskifti.   Óluva Klettskarð, løgtingslimur fyri...

Les meira