Lýsing

Tingmál

Illgitingar um fiskivinnunýskipanina

, 22/09/2016

Illgitingar um fiskivinnunýskipanina

Landsstýrið hevur tikið stig til at seta nýggja skipan í verk fyri fiskivinnuna galdandi frá 2018 í seinasta lagi. Til tess at fremja nýggju skipanina í verki er ein arbeiðsbólkur settur við fakligum og vinnuligum royndum, so politikarar kunnu hava bæði roynd fólk, vinnu og breiða fakliga vitan at koma við uppskoti um, hvussu ein góð nýskipan kundi sæð út. Bólkurin hevur viðgjørt viðkomandi evni síðani ársbyrjan, og hann letur landsstýrismanninum frágreiðing og tilmæli tíðliga í oktober 2016. Hareftir verður politiskt kjak og samráðingar og sjøtul settur á ítøkiliga lógararbeiðið.   Tað er ógvuliga væl skiljandi, at fólk spyrja, hvør ætlanin við fiskivinnuni er. Og somuleiðis at ymsu aktørarnir royna at ávirka og leggja hart trýst á politikarar og aktørar í málinum. Viðurskiftini eru torgreidd, og tað sæst aftur í hvassa orðaskiftinum.   Norðlýsið vil vita, um tað er ein avgerð, sum samgongan er samd um, at uppboðssøla skal verða av øllum loyvum, og at nýskipanarnevndin tí ikki skuldi kanna aðrar skipanir og gera sínar egnu metan um, hvør skipan var best egnað til føroysku fiskivinnuna.   Bæði Tjóðveldi og samgongan halda seg til samgonguskjalið, ið klárt og týðiliga leggur seg eftir, at vit fáa eina marknaðargrundaða skipan, so ella so. At summi eru farin konsekvent at kalla hetta uppboðssølu, tað er tað, sum tað er. Men tað er eina marknaðargrundað skipan, landsstýrismaðurin hevur biðið nevndina koma við. Og eg eri samd við landsstýrismanninum í, at skipanir við søguligum rættindum, tilfeingisgjøldum, “grand farhering” ella ‘beauty contest’ eru ikki í samsvari við arbeiðssetningin. Tilmælini skulu byggja á eina marknaðartreytaða skipan.   Nógv hevur verið sagt og gjørt til tess at seta landsstýrismannin skák og mát, hvat hann hevur sagt, tagt burtur ella vil vera við. At landsstýrismaðurin skal hava álagt bólkinum ásetingar um uppboðssølu, hevur landsstýrismaðurin alment afturvíst. Men at limur í arbeiðsbólkinum nýliga hevur úttalað seg alment um arbeiðssetningin, ið hann metir vera ov smalur, tað kann undra! Hví er tað ikki áhugavert, heldur enn hvørt landsstýrismaðurin skal hava sagt hetta ella hitt við arbeiðsbólkin, ið als onki hald hevur?   Latið arbeiðsbólkin arbeiða í friði við tí greiða arbeiðssetningi, tey hava og sum sæst her: http://cdn.lms.fo/media/7508/arbeiðssetningur-o-a.pdf   Síðan fer landsstýrið eftir at fáa semju um nýskipanina av fiskivinnuni, og eins og í uppskotinum um fiskidagar fer samgongan eftir breiðari semju um fiskivinnunýskipanina, helst við allar andstøðuflokkar.   Óluva Klettskarð,...

Les meira

Fiskivinnunýskipan: Gitingar og niðurstøður í ótíð

, 04/09/2016

Fiskivinnunýskipan: Gitingar og niðurstøður í ótíð

    Kanska var tað skilagott, tá Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, í januar sum nýútnevndur formaður í arbeiðsbólkinum, sum skal gera tilmæli um eina fiskivinnunýskipan, boðaði frá, at hann lítið og onki ætlaði at siga alment, meðan arbeiðsbólkurin arbeiddi. Tí nú tað kortini læt í honum í vikuni í sambandi við fiskivinnuráðstevnuna í Runavík, hevur tað elvt til dúgligt kjak fyri ikki at siga mikla øsing. Sigi ikki andstøðuna ringa fyri at spinna lesullina, ið rekst fyri hana, men her er, sum maðurin segði, onki at koma eftir. Fekk ikki sjálvur verið til staðar í Runavík, tí eg var á aðrari fiskivinnuráðstevnu í Grønlandi. Hon var í stóran mun um tað sama sum ráðstevnan í Runavík, so tað var óheppið at tær vórðu lagdar oman á hvørja aðra. Men eg havi lurtað eftir tí, sum er skrivað og varpað út frá ráðstevnuni í Runavík, og eg kann bara staðfesta, at onki av tí, eg havi hoyrt Johnny í Grótinum siga, er í andsøgn við arbeiðssetningin hjá arbeiðsbólkinum. Og arbeiðssetningurin hevur verið almennur síðani 21. januar í ár. Johnny í Grótinum hevur sambært tí skrivaða og útvarpaða heldur onki sagt um uppsboðssølu, sum ikki øll, ið hava minsta áhuga í málinum, ikki vistu frammanundan. Tí undrar tað, at leiðararnir í teimum báðum stóru andstøðuflokkunum í útvarpstíðindunum í kvøld (leygarkvøldið 3. september) harmast um tað, sum kemur frá arbeiðsbólkinum – ein lítlan mánaða áðrenn tilmælið verður handað landsstýrismanninum, og áðrenn nakar annar, enn tey, ið manna arbeiðsbólkin, vita nakað sum helst um, hvat tilmælið ítøkiliga fer at snúgva seg um. Profetar hava til allar tíðir megnað at rúnarbundið mannaættina, men nútíðar profetar, ið fyri tað mesta hava fingist við dómadagsprofetiir, eru oftast farnir skeivir. Tað skuldi heldur ikki verið neyðugt at kýtt seg við profetium um nakað, sum vit øll fáa skjalfast svar upp á um skamma stund. Men alt skal um uppboðssølu, var í útvarpstíðindunum í kvøld niðurstøðan hjá Jørgeni Niclasen og Bárði á Steig Nielsen. Og niðurstøðuna grundaðu teir á útsøgnirnar hjá Johnny í Grótinum, ið leysliga hevði endurgivið úr arbeiðssetninginum hjá arbeiðsbólkinum. Arbeiðssetningurin byggir millum annað á hesa meginreglu úr samgonguskjalinum: “Farast skal frá privatari sølu av loyvum og fiskirættindum. Farast skal frá politiskari útluting av fiskirættindum til eina marknaðargrundaða skipan.” Og í sjálvum arbeiðssetninginum stendur millum annað soleiðis um høvuðsmálini við fiskivinnunýskipanini: ”- At tilfeingisrentan gerst so optimal sum gjørligt, og at størst møguligur partur av tilfeingisrentuni fellur til landið. – At til ber at virka í eini marknaðargrundaðari fiskivinnu við vinnuligum frælsi undir jøvnum kappingartreytum.” Um hesir setningarnir undir einum merkja uppboðssøla, so lat fara, men so kunnu vit í øllum førum staðfesta, at uppboðssøla er eitt sera rúmligt hugtak. Hesir setningarnir og restin av arbeiðssetninginum merkja, at føroysk fiskirættindi fram eftir skulu verða tíðaravmarkað brúksrættindi, ið kunnu útvegast eftir marknaðartreytum. Tað er, at ein prísur onkursvegna skal latast fyri tey. Kanska kann prísurin enntá í onkrum førum verða null krónur, um talan er um onkra nýmenning, eg veit tað ikki. Men ”marknaðargrundað skipan” merkir í øllum førum ikki, at kvotur og fiskidagar bara skulu kunna seljast í smáum á einum dag til dag marknaði. Ein slík skipan kann sjálvandi skrúvast saman upp á ógvuliga nógvar ymiskar mátar við bæði langtíðar- og stutttíðar-rættindum og kombinasjónum av báðum. Tað haldi eg eisini, at Johnny í Grótinum hevur...

Les meira

Vísindin hevur ikki altíð rætt. Tað er rætt

, 05/08/2016

Vísindin hevur ikki altíð rætt. Tað er rætt

Seinna røða hjá Ingolf Sólheim í samband við áseting av fiskidøgum. Aristoteles og Ptolemæus fóru skeivir, tá teir hildu jørðina vera heimsins miðdepil. Kortini var hetta ráðandi uppfatanin í útvið 2000 ár – í eitt langt tíðarskeið tvíhildu nógv, millum annað katólska kirkjan, eisini um, at jørðin var fløt. Og tá vísindin, fyrst Nicolaus Kopernicus í 1500-talinum og síðani Galilei Galilei fyrst í 1600-talinum, við vísindaligum eygleiðingum og mátingingum prógvaðu, at jørðin melur um sólina og ikki øvugt, so tvíhelt katólska kirkjan kortini um gomlu uppfatanina – tí kirkjan og hennara oddvitar høvdu bygt alt teirra ovurstóra verðsliga vald á hesa uppfatanina, at jørðin var heimsins miðdepil. Ikki tí, tey trúðu tí, men tí tað tænti teimum. Galilei sat í húsavarðhaldi ein stóran part av sínum vaksna lívi, tí hann hevði síni sjónarmið, og hann varð tvungin at avnokta tað, hann visti var rætt. Ikki fyrrr enn í 1992 fekk hann posthumt eina umbering frá katólsku kirkjuni. Men tað sær út til at vera akkurát hesin sami hugburðurin, ið stýrir fiskivinnupolitikkinum hjá  Fólkaflokkinum. Ella rættari, vantandi fiskivinnupolitikkin hjá hesum flokkinum. Vísindin hevur onkuntíð tikið feil, og tí skulu vit ikki lurta eftir henni yvirhøvur, er hugburðurin. Tí tað tænir ikki áhugamálunum, sum Fólkaflokkurin vil tæna. Hevur Jákup Mikkelsen hugsað um, at orsøkin til, at hann onki ljóshav longur sær á Norðhavinum, er, at vit í áravís totalt hava ignorerað vísindaligu ráðgevingina? Og hví kemur ikki lív í aftur á Føroya Banka? Er tað kanska tí, at vit við rovdrift fullkomiliga hava oyðilagt hann? Nei, vísindin hevur onkuntíð tikið feil, og tí fer vísindin altíð skeiv, er hugburðurin hjá Fólkaflokkinum. Í øllum førum, tá tað kemur til fiskivinnuna. Men tað er ábyrgdarleyst, tað er fullkomiliga ábyrgdarleyst. Vit kunnu vera ósamd um metodurnar, og eg haldi, at øll hini andstøðuumboðini, sum hava verið her á røðarapallinum, hava verið meira og minni konstruktiv. Onkur heldur, millum annað Magni Laksáfoss, at afturberingin av døgum er at gera seg inn á eina skipan í ótíð, tí verandi skipan jú gongur út um minni enn hálvt annað ár. Slíkt eru atfinningar, sum ein kann fyrihalda seg til, og tað er gott. Eg veit tó ikki ordiliga, hví tað er ein so stórur trupulleiki, at vit vilja gera eina skipan, sum tænir teimum best, ið leggja mest fyri at reka síni skip. Hevði tað verið betri, og hevði vinnan verið glaðari, um vit skóru 15 prosent yvir ein kamb – javnt yvir allar veiðibólkarnar? Eg veit tað ikki, men tað kunnu vit so í øllum førum kjakast um. Men Fólkaflokkurin proklamerar bara harðmæltur, at hann vil onga broyting. Har er onki at kjakast um. Hann vil onga broyting yvirhøvur, samstundis sum at hann skeldar inn á samgonguna fyri ikki at vilja samstarv. Øll vit onnur ásanna, at vit MUGU gera okkurt. Tí gýtingarstovnarnir hjá toski og hýsu er um at kollapsa. Gera vit onki, so endar fiskivinnan av sær sjálvum, tað eri eg rættiliga vísur í. Nú kemur hetta málið í vinnunevndina, og har vóni eg, at eisini Fólkaflokkurin vísir, at hann meinar nakað við tað, tá hann sigur seg vilja samstarv. Mær dámar í veruleikanum ikki at vera SO atfinningarsamur og peikandi, sum eg júst havi verið. Men eg haldi, at støðan í okkara fiskivinnu er so álvarslig, at vit øll mugu mótmæla, tá onkur...

Les meira

Áseting av fiskidøgum framsøgurøða hjá Ingolf S. Olsen

, 04/08/2016

Áseting av fiskidøgum framsøgurøða hjá Ingolf S. Olsen

Harra formaður Til viðgerð er ásetingin av fiskidøgunum fyri næsta fiskiár, sum byrjar 1. september. Eftir uppskotinum skal bólkur 2, tað er trolarar, sleppa at fiska sama dagatal næsta fiskiár sum verandi fiskiár, meðan dagatalið hjá hinum bólkunum í meðal verður skorið 15 prosent. Tað er tann størsti einstaki niðurskurðurin, ið nakrantíð er framdur, men hann er eisini alneyðugur. Og tó at 15 prosent kann tykjast ógvusligt, so er tað kortini fyri øll uttan nøkur av línuskipinunum bara talan um luft, sum verður tikin úr skipanini. Flestu skip og bátar kunnu næsta fiskiár fiska í eins nógvar ella fleiri dagar, enn tey í veruleikanum hava gjørt hetta fiskiárið, tí tillutaða talið hevur verið væl størri, enn tey hava megnað at brúka sjálvi. Men fyri línuskipini, sum verða harðast rakt – tað eru tey, sum veruliga hava brúkt sínar fiskidagar – kann tað kortini tykjast órættvíst, at júst tey eru pilkað úr rúgvuni sum tey, ið mugu skerjast mest fyri at vit í politisku skipani kanska kunnu pynta eitt sindur upp á samvitskuna. Eg sigi pynta upp á samvitskuna, tí í mun til syndarligu støðuna, sum gýtingarstovnarnir av toski og hýsu eru í, er 15 prosent niðurskurðurin lítil, ja nærum súmbolskur, samanborið við tað, sum serfrøðin, tað er Havstovan, mælir til. Havstovan mælir til at taka allar teir óbrúktu dagarnar hjá bólkunum 3, 4 og 5 úr skipinani umframt helvtina av teimum brúktu døgunum. Gýtingarstovnarnir hjá bæði toski og hýsu eru nevniliga niðanfyri minstamarkið fyri, hvussu smáir teir kunnu verða. Tað er serliga húkaflotin, sum troytir hesar stovnarnar, og tí er tað, at línuskipini eru tey, ið merkja niðurskurðin í fiskidagatalinum. Missurin hjá teimum fáu línuskipunum, ið missa, er eisini sera lítil í mun til tað, tey høvdu av døgum í fjør, og tey eru eisini priviligerað við rættindum aðrastaðni, til dømis á Flemish Cap, sum hevur verið eitt gott ískoyti seinastu árini. “Bara” at skerja dagatalið hjá teimum, sum primert fiska tosk og hýsu við netto 15 prosentum kann tó verjast við, at tað verður gjørt sum fyrsti liður í einari umsitingarætlan fyri tosk, hýsu og upsa, sum landsstýrismaðurin eisini leggur lunnar undir við uppskotinum um fiskidagar í ár. Sostatt tekur hann fram aftur umsitingarætlanina, sum var á borðinum hjá sonevndu makrelsamgonguni í 2011, stutta tíðarskeiðið, ið Sambandsflokkurin tá umsat fiskivinnumál. Síðani bleiv tó ikki meira gjørt við hesa ætlan. Við umsitingarætlanini er málið at fáa ásett eina sonevnda veiðireglu fyri hvørt fiskaslagið, sum tryggjar, at vit við tíðini hvørt ár fara at fiska júst ta nøgd úr hvørjum stovni, ið gevur bestu, varandi úrtøkuna. Eftir uppskotinum hjá landsstýrismanninum skulu vit røkka málinum um langtíðar-veiðireglur fyri tosk, hýsu og upsa í seinasta lagi um trý ár, í 2019. Tað er greitt, at tess linari átøkini eru einastaðni í tilgongdini, tess ógvusligari mugu tey gerast aðrastaðni. Tí er uppskotni nettoniðurskurðurin á 15 prosent bleytasta lendingin, vit kunnu gera nú. Og hesin niðurskurður fer heldur ikki at taka grundarlagið undan línuflotan, sum tær mest dapurskygdu røddirnar hava spátt, tí hann fer eisini fram eftir at hava atgongd at fiska á eitt nú Flemish Cap, sum áður nevnt, og við góðari planlegging av fiskiskapinum á ávikavist innaru og ytru leið eigur at bera til at tillaga raksturin soleiðis, at árinini av niðurskurðinum verða minimal. Á ytru leið svarar ein fiskidagur jú til...

Les meira

Børnini eru okkara dýrasta tilfeingi

, 08/10/2015

Børnini eru okkara dýrasta tilfeingi

Harra formaður Tað, at eg standi her í dag, kemur ikki av ongum… Sjálvandi… Eg valdi at stilla upp til løgtingsvalið og var so heppin av verða vald, kundi onkur sagt, og rætt er tað… Men fyri at eg, einsamøll mamma (einkja) við  børnum og aðrar kvinnur við mær hava henda møguleika, hava nógvar aðrar kvinnur stríðst ein harðan kamp í áravís… Enn í dag stríðast (og doyggja) kvinnur fyri hesum rættindum kring heimin. Tað er alneyðugt, at vit ikki taka hesi fyri okkum sjálvsøgdu mannarættindi fyri givið, men hvønn dag minna okkum á at hesi rættindi eru verd at verja.  Demokratiið er vert at hjúkla um. Eisini er vert at hugsa um, at rættindi, vit taka sum eina sjálvfylgju, ikki altíð hava verið tað, og at enn á døgum eru minnilutabólkar – eisini her í Føroyum, sum eru við skerdan lut.   At tosa um eina framskrivaða fíggjarlóg kenst eitt sindur løgið… Anstøðan (Bjørn Kalsø) førdi fram í gjár, at helst hevði nógv umtalaði samgongufundurin í gjár snúð seg um útveksling av ynskilistum… Nú er hetta sum sagt mín fyrsta røða og mítt fyrsta møti við eina fíggjarlógarviðgerð í tinginum. Eg loyvi mær tí at koma við einstøkum tonkum her – væl vitandi – at hetta kann tulkast sum enn ein ynskilisti J Fyri meg er fíggjarlógin tað skjalið, har vit vísa Føroya fólki, hvørjar Føroyar vit vilja hava.   Og fyri mítt viðkomandi kann eg beinanvegin avdúka eina av orsøkunum til, at eg yvirhøvur valdi at stilla upp: míni børn! Eg vil, sum onnur foreldur, at míni børn og onnur við teimum fáa ein tryggan og góðan uppvøkstur. Um eg skuldi fallið frá ella ikki kunnað tikið mær av teimum, eru onnur har at hjálpa.. Tá ið tey gerast størri, vóni eg, tey fáa møguleika at arbeiða og vónandi eisini útbúgva seg her. Um tey flyta í onnur lond, vóni eg, at Føroyar vera eitt nátúrligt val at flyta heimaftur til. Í undanfarnu løgtingssetu varð eitt sera áhugavert og gott arbeiði gjørt at greina avbjóðingarnar við fráflytingini. Heildarætlanin um fólkaflyting og fólkavøkstur gevur nógv góð boð um, hvussu vit kunnu venda gongdini. Eitt av átøkunum, tilmælt verður, er betri og longri barsil við øktari pápakvotu. Flest okkara munnu vera samd um, at børnini eru okkara dýrasta tilfeingi. Sum land hava vit í Føroyum bundið okkum til at halda ST barnarættindasáttmálan, sum ásetur  (við formansins loyvi?) ’at øll børn hava rætt til eitt virðiligt lív’. So sjálvandi er tað ikki í lagi, at børn vaksa upp í fátækraváða! Samgonguskjalið leggur dent á samhaldsfesti, sjálvbjargni og frælsi, og væntandi síggjast hesi virði aftur í fíggjarlógini í 2. viðgerð Nógv tos var í gjár um at fáa javnvág á fíggjarlógina. Sum nýbyrjari í hesum høga tingi sat eg í gjár og undraði meg stórliga á, hví núverandi andstøða (fyrrverandi samgonga) ikki longu hevur samtykt tær lógarbroytingar sum skulu til fyri at røkka javnvágini, um tað er so einfalt…. Hendan samgongan er júst um at fara til verka, og andstøðan lastar okkum fyri manglandi tiltøk… Man Jenis av Rana hava grein í sínum máli, tá ið hann hugleiddi um ov nógv tos og ov lítla handling í gjár? Ikki veit eg, men vónandi og væntandi verður eisini handlað. Mín vón og ætlan er, at vit í Trivnaðarnevndini – har Jenis av...

Les meira

Løgtingið og Fíggjarnevndin tikið undir við uppskoti frá Tjóðveldi

, 30/04/2015

Løgtingið og Fíggjarnevndin tikið undir við uppskoti frá Tjóðveldi

Í dag hevur Løgtingið – eftir tilmæli frá samdari fíggjarnevnd – samtykt uppskoti frá Tjóðveldi. Talan er um eitt uppskot til samtyktar um, at fáa aðalorðaskifti um, hvussu vit best tryggja Føroyum ein fíggjarliga haldføran búskap og fíggjarpolitikk. Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur lagt málið fyri Løgtingið vegna Tjóðveldi. Orsøkin er, at verandi fíggjarpolitikkur ikki er fíggjarliga haldførur. Hvørki í dag og als ikki um vit hyggja nøkur ár fram í tíðina. Verður fíggjarpolitikkurin ikki broyttur, fara almennu Føroyar á húsagang yvir tíð. Tað er tí alneyðugt, at Løgtingið viðgerð hetta álvarsmál, og fær gjølla frágreiðing um støðuna, ið Løgtingið síðan eigur at hava aðalorðaskifti um.  Hetta skal síggjast sum eitt fyrsta stig at broyta verandi fíggjarpolitikk, so hesin verður fíggjarliga haldførur, og harvið leggur trygt grundarlag undir føroyska samfelagnum og vælferðarsamfelagnum fyri okkum øll og komandi ættarlið. Fyri fyrstu ferð nakrantið, kom Búskaparráðið við neyvum útrokningum og metingum um fíggjarligar haldførið í førda fíggjarpolitikkinum, í undanfarnu búskaparfrágreiðingini. Niðurstøðan var greið. Verandi fíggjarpolitikkur má broytast,  um landið ikki skal koma í stórar fíggjarligar trupulleikar yvir tíð. Og nú hevur Løgtingið so avgjørt, at Løgtingið skal hava eitt aðalorðaskifti um frágreiðingina hjá Búskaparráðnum, saman við uppskotum til átøk, ið kunnu gera búskapin og fíggjarpolitikkin haldføran nú og framyvir. “Fegnist um, at tað umsíðir er eydnast at fáa semju um eitt mál frá andstøðuflokki – í hesum føri Tjóðveldi – í fíggjarnevndini og á Løgtingi. Vit mugu venda halli til yvirskot, og vit mugu fáa javnvág í landshúsarhaldið bæði nú og yvir tíð. Skal hetta eydnast er neyðugt, at framd verða fleiri átøk, og at broyta verandi fíggjarpolitikk. Vóni og vænti at komandi aðalorðaskiftið um, hvussu vit fáa vent gongdini og skapt ein haldføran fíggjarpolitikk, kann skunda undir, at vit fáa sett kós móti einum haldførum og sjálvbjargnum føroyskum búskapi og landi – til gagns fyri alt fólkið í Føroyum”,sigur Kristina Háfoss. Uppskotið kann lesast her: http://www.logting.fo/files/casestate/15301/137.14%20U.t.s.%20um%20at%20tryggja%20Foroyum%20ein%20figgjarliga%20haldforan%20buskap.pdf Álitið frá samdari fíggjarnevnd kann lesast her:  http://www.logting.fo/files/casestate/15305/137.14%20Alit%20figgajarligt%20haldfori.pdf...

Les meira

Tjóðveldi fegnast um barsilsgrunn

, 24/04/2015

Tjóðveldi fegnast um barsilsgrunn

Løgtingið fer í dag at samtykkja uppskot um at seta á stovn ein barsilsgrunn, soleiðis, at barsilsgjaldið, sum allir lønmóttakarar og arbeiðsgevarar gjalda, ikki longur kann verða nýtt til onnur endamál.   Ferð eftir ferð at hava vit víst á tað órímiliga og óakseptabla í, at pengar verða tiknir frá borgarunum og vinnuni til ávíst endamál, fyri síðani at verða brúktur til heilt onnur endamál!   Stórt yvirskot brúkt til annað Í tingsetuni 2013 legði Tjóðveldi fyri Løgtingið uppskot um, at yvirskotið í barsilsskipanini skuldi oyramerkjast og ikki kunna nýtast til annað enn barsilsskipanina. Støðan var tá, at landið yvir 8 ár hevði tikið oman fyri 64 milliónir krónur ov nógv inn í barsilsgjaldi, ella í miðal góðar 8 milliónir krónur árliga. Hesin peningur kom ikki skipanini til góðar, men fór í “stórapot”, og varð sostatt nýttur til ymisk onnur endamál (Løgtingsmál 90/2013).   Eisini Løgtingsgrannskoðararnir høvdu átalað, at bara fyri árini 2010-2012 var yvirskotið í skipanini nærum 30 milliónir krónur, sum ikki vórðu nýttar til endamálið.   Tað er tí gleðiligt, at Jóhan Dahl, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, nú loksins er komin við hesum uppskoti um barsilsgrunn, ið hevur neyvt sama endamál sum uppskotið hjá Tjóðveldi – at tryggja, at yvirskot í barsilsskipanini kann flytast fram til komandi ár, so pengarnir eru tøkir til at fíggja broytingar í barsilsskipanini. Eisini ber til at nýta yvirskot okkurt árið til at fíggja møgulig undirskot onnur ár.   Skipanin stigvíst bøtast Júst tí, at stórt yvirskot var í skipanini, valdi CHE-samgongan í 2008 alt fyri eitt at leingja barsils-skipanina við 8 vikum, umframt at styrkja rættindini hjá pápanum til barsilskvotu, og gera skipanina eitt vet meira smidliga. Tjóðveldi hevur tvær reisur roynt at fingið undirtøku fyri at leingja barnsburðarfarloyvið við 8 vikum afturat, og gera skipanina munandi meira smidliga, so foreldur í størri mun kunnu tillaga farloyvið til tørvin hjá tí einstøku familjuni (Løgtingsmál 49/2012 og 20/2013). Undirtøka hevur ikki verið fyri hesum, men farnu tingsetu fekk landsstýrismaðurin samtykt eitt uppskot um at leingja barsilssfarloyvistíðina við 4 vikum, og sostatt verður størri partur av pengunum brúktur til ásetta endamálið. Stórur tørvur er á at gera skipanina munandi meira fleksibla, so foreldur í størri mun kunnu laga farloyvistíðina til tørvin hjá tí einstøku familjuni.   Tjóðveldi heilsar barsilsgrunninum væl komnum, og tekur av fullum huga undir við málinum. Vegna Tjóðveldi Bjørt Samuelsen, framsøgukvinna í arbeiðsmarknaðarmálum tlf...

Les meira

Sjey uppskot hjá Tjóðveldi til 1. viðgerð í tinginum í dag

, 19/03/2015

Sjey uppskot hjá Tjóðveldi til 1. viðgerð í tinginum í dag

Á tingfundinum í dag, eru sjey uppskot hjá Tjóðveldi til 1. viðgerð, tað eru uppskot  ið fara í Mentanarnevndina, Rættarnevndina og Uttanlandsnevndina til víðari viðgerð Málini ið fara í Mentanarnevndina kunnu takast niður her Uppskot til samtyktar um eftirútbúgving á Fróðskaparsetrinum Uppskot til samtyktar um at fyrireika bygging av fótbólthallum í Føroyum Uppskot til samtyktar um at skipa eina bjargingarætlan fyri føroyskum bátasmíði og fyri føroyska bátinum Uppskot til samtyktar um at byggja lestraríbúðir Uppskotið ið fer í Rættarnevndina kann takast niður her: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum uppskotið ið fer í Uttanlandsnevndina kann takast niður her: Uppskot til samtyktar um at søkja limaskap í EFTA og at samráðast um...

Les meira

Aðalorðaskifti um gjaldoyrapolitikk

, 10/03/2015

Aðalorðaskifti um gjaldoyrapolitikk

Í dag skal Løgtingið hava 1. viðgerð av uppskoti til samtyktar, ið Kristina Háfoss, løgtingskvinna, hevur lagt fram vegna Tjóðveldi Hvør gjaldoyrapolitikkur er tann besti fyri fólkið, vinnulívið og landið? Hetta er eitt mál, ið Løgtingið skal hava aðalorðaskifti um, stendur tað til Tjóðveldi. Í dag skal Løgtingið hava 1. viðgerð av uppskoti til samtyktar, ið Kristina Háfoss, løgtingskvinna, hevur lagt fram vegna Tjóðveldi. Stórar rembingar eru á gjaldoyramarknaðnum í hesum døgum. Í januar mánaða mátti Sveis sleppa sínum fastkurspolitikki mótvegis evruni, og sjáldan hevur krónan verið undir so hørðum trýsti sum seinastu tíðina. Bara í januar mánaða valdi danski tjóðbankin at styrkja gjaldoyragoymsluna við yvir 106 milliardum krónum, og er gjaldoyragoymslan nú søguliga stór. Eisini steðgaði danski tjóðbankin søluni av donskum statslánsbrøvum herfyri. Hetta var søguligt. Og alt í eini roynd at verja fastkurspolitikkin hjá krónuni mótvegis evruni. Um eisini danski tjóðbankin má sleppa fastkurspolitikkinum, og letur krónuna flóta frítt, verður væntað, at krónan kemur at hækka umleið 15% í virði í mun til evruna. Hetta kann fáa ovurstórar avleiðingar, eisini her í Føroyum. Tí hetta merkir eitt nú, at: – virðið av útlendskum virðisbrøvum og ognum minkar – pensjónsuppsparing, ið m.a. er sett í útlendsk virðisbrøv, minkar í virði – kappingarførið mótvegis útlondum versnar – útflutningurin minkar og løntakaratalið minkar Talan kann sostatt gerast um umfatandi avleiðingar. Mælt verður til, at Landsstýrið leggur frágreiðing fyri Løgtingið til aðalorðaskiftis, við tí endamáli at fyrireika Føroyar til møguligar broytingar fyri framman á gjaldoyramarknaðinum, og fyri at fáa eina veruliga viðgerð og støðutakan á Løgtingi og í Landsstýri til gjaldoyrapolitikk Føroya. Tí tað er ov seint at byrja at viðgera málið, tá broytingarnar eru hendar. Landsstýrið og Løgtingið eiga at viðgera og taka støðu til, hvør gjaldoyraloysn og hvør gjaldoyrapolitikkur er tann besti fyri Føroyar bæði í verandi støðu, og um stórar broytingar henda á altjóða gjaldoyramarknaðinum í nærmastu framtíð. Uppskotið til samtyktar og eitt komandi aðalorðaskifti kunnu leggja lunnar undir hesa støðutakan. Uppskotið kann lesast á logting.fo Á Løgtingi, 10. mars 2015 Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri...

Les meira

Ikki eggja fólki at taka lán til virðisbrøv

, 18/11/2014

Ikki eggja fólki at taka lán til virðisbrøv

Tjóðveldi hevur lagt fram tvey lógaruppskot á Løgtingi um at steðga eggjan til lántøku til keyp av virðisbrøvum, og um at avmarka fíggjarliga váðan av útlendskum bankavirksemi. Lóggáva skal ikki eggja fólkum til at taka lán til at keypa virðisbrøv
. Eitt lógaruppskot, ið tekur burtur ta lógarbroyting í kapitalvinningslógini, sum samgongan í 2006 valdi at fremja, tá umræður, at loyva fólkum, at rentuútreiðslur, sum stava frá lántøku í sambandi við keyp av virðisbrøvum, skuldu kunna mótroknast í kapitalvinningi. Henda lógaráseting gjørdi tað meira fíggjarligt áhugavert fyri fólk at taka lán fyri at gera íløgur í virðisbrøv, tí við hesum kundu fólk mótrokna rentuútreiðslur til lán, ið tey tóku fyri at keypa virðisbrøv, í møguligum vinningi í sambandi við virðisbrøvini. Harvið skuldi minni skattur rindast av vinninginum. Við hesi lógarbroyting sendið táverandi samgonga og Løgtingið samstundis eisini fráboðan til fólk um, at ynskt varð at skunda undir lántøku í samband við keyp av virðisbrøvum. Hetta var eisini nakað, ið fleiri fólk valdu at gera, og eru fleiri eisini komin fíggjarligar trupulleikar av hesum eftir at partabrøvini eru fallin í virði, ella heilt hava mist teirra virði. Eftir standa fólk við láninum. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur upplýst, at bara í 2006 og 2007 læntu privatfólk uml. 200 milliónir krónur til at keypa virðisbrøv fyri eftir nýggju regluni um mótrokning av rentum av lánum í kapitalvinningi. Hetta bendir á, at skattafyrimunurin hevur verið við til at skunda undir lántøku til keyp av partabrøvum. Fyri at at tryggja, at lóggávan ikki framhaldandi óneyðugt eggjar fólkum til, at taka lán fyri at gera íløgur í virðisbrøv, verður lógaruppskot lagt fram, ið tekur burtur ásetingina, ið heimilar mótrokning av rentum, sum stava frá lántøku hjá persónum í sambandi við keyp av partabrøvum. Hetta verður galdandi fyri lán framyvir, og er sostatt ikki galdandi fyri tey, ið longu hava sett seg í skuld. Avmarka samfelagsliga váðan av útlenskum bankavirksemi Eisini leggur Tjóðveldi fram uppskot til samtyktar um, at fáa tikið ítøkilig stig at avmarka váðan hjá føroyska samfelagnum við atliti til útlendskt virksemi hjá føroyskum fíggjarfyritøkum, herundir tryggja, at útlendskt bankavirksemi hjá føroyskum fíggjarfyritøkum, verður skipað í felagi fyri seg. Tað er gleðiligt at føroyskar fyritøkur menna seg bæði í og uttanfyri Føroyar – tá hetta er ein fyrimunur fyri fólkið í Føroyum – men samstundis vísir søgan greitt, at uttan mun til, hvørjar trygdir annars tykjast at vera, so kemur eitt stórt trýst á landsstýrið, landskassan og skattgjaldaran, tá bankar eru komnir í fíggjarligar trupulleikar. Virksemið í Føroyum er ein partur av váðanum, meðan virksemið uttanlands kann gerast ein so ómetaliga nógv størri fíggjarligur váði. Ein váði, ið kann gerast fleirfaldaður í mun til føroyska búskapin og framleiðsluna. Meðan samlaða føroyska framleiðslan – bruttotjóðarúrtøkan – í 2014 er um 15 mia. kr. (meting hjá Búskaparráðnum ), so hevur størsti føroyski peningastovnurin ein javna á nærum 17 mia. kr. Ein máti at tryggja neyvari innlit og at avmarka samfelagsliga váðan í framtíðini er, at framt verður eitt uppbýti av virkseminum innanlands og uttanlands. Hetta soleiðis, at útlendskt bankavirksemi verður skipað í felagi fyri seg, og virksemið í Føroyum verður skipað í felagi fyri seg. Hetta vil eisini tryggja størri gjøgnumskygni í mun til virksemið í og uttanfyri Føroyar, hjá føroyska fíggjargeiranum. Mælt verður tí til, at Landsstýrið ger neyðugar metingar og greiningar, fyri síðan at leggja...

Les meira