Lýsing

Tingmál

Uppskot um broyting í løgtingslóg um javnstøðu millum kvinnur og menn

, 28/03/2012

Løgtingsmál nr. 181/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um javnstøðu millum kvinnur og menn § 1. Í løgtingslóg nr. 52 frá 3. mai 1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn verður í § 8 aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett: ”Stk. 2. Ásetingarnar í stk. 1 eru eisini galdandi, tá ið landsstýrismaðurin velur ella útnevnir limir til aðrar nevndir, ráð, umboð ella líknandi.” Stk. 2 verður eftir hetta stk. 3. § 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Kap. 1. Almennar viðmerkingar § 8 í javnstøðulógini sigur soleiðis um nevndir og ráð: Allar almennar nevndir, ráð, umboð og líknandi, sum fyrisitingarvaldið útnevnir, skulu verða sett saman soleiðis, at umleið eins nógvir limir av báðum kynum eru umboðaðir. Sama er galdandi fyri tær nevndir, ráð, umboð og líknandi, sum Løgtingið og bý- og bygdaráðini útnevna, tá ið tey, ið útnevnast skulu, ikki nýtast at vera løgtings- ella bý/bygdaráðslimir. Stk. 2. Tá ið serligar grundir eru fyri tí, kann Javnstøðunevndin geva undantaksloyvi í hvørjum einstøkum føri ella fyri eina yrkisgrein sær. Ásetingin um javnstøðu røkkur sostatt ikki inn í partafeløg, sum tað almenna eigur, ella eigur í. Við broytingini verður tað eitt krav, at tá tað almenna – til dømis landsstýrisfólk – velur nevndarlimir til partafeløg, skulu umleið eins nógvir limir av hvørjum kyni veljast. CEDAW-nevndin (Convention on the Elimination of Discrimination against Women) hjá ST vísir í síni seinastu frágreiðing á, at myndugleikarnir kunnu gera meira fyri at fremja javnstøðu í Føroyum. Nevndin mælir beinleiðis til at fremja kynsrættan (gender mainstreaming) í fyrisitingarligum og løgfrøðiligum arbeiði og seta fyribils kvotuskipanir í verk fyri at stimbra tilgongdini móti fullari javnstøðu. Og her vísir nevndin serliga á manglandi javnstøðuna á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum. Uppskotið fylgir sostatt hesum tilmæli við at víðka kvotuskipanina, sum longu er í grein 8, til eisini at fevna um vinnuligt virksemi hjá tí almenna. Hyggja vit eftir okkara samfelag sum heild, so er eyðsýnt, at lutfallið av kvinnum í mun til menn í eitt nú nevndum, leiðarastørvum, í politikki og sum meiningsmyndarar er lágt í mun til kynjabýtið annars. Hetta merkir, at nógv færri kvinnur enn menn eru við til at taka tær avgerðir, sum ávirka gongdina í samfelagnum. Hetta merkir eisini, at tey, ið taka avgerðir og velja fólkini til ymiskar sessir, ikki hava ein nóg breiðan skara at velja ímillum, tá fólk skal veljast til vinnuligar nevndir og stjórnir. Uppskotsstillararnir halda, tá landið gongur á odda og vísir, at javnstøða eisini er galdandi fyri vinnuligt virksemi, so fer tað privata at fylgja eftir. Uppskotið er tí eisini ætlað at eggja bæði landsstýrisfólkum og vinnuni at gera ein javnstøðupolitikk í mun til kynsjavnvág í nevndum og stjórnum hjá vinnuligum fyritøkum. Lógarbroytingin leggur upp til, at í teimum førum, har fleiri partaeigarar eru, átekur landið sær at samskifta við hinar partaeigararnar um nevndarval soleiðis, at javnstøða verður tryggjað í nevndunum. Uppskotssetararnir leggja dent á, at tað altíð eru royndir og førleikar, sum eiga at verða sett fremst, tá nevndarlimir verða valdir. Tað ber væl til, at finna væl skikkaðar persónar av báðum kynum til allar nevndarsessir í almennum partafeløgum, og halda uppskotssetararnir tí ikki nakra orsøk vera til, at almenn partafeløg eru undantikin ásetingini um javna umboðan eftir § 8. Kap. 3. Serligar viðmerkingar Til § 1 Við broytingini...

Les meira

Uppskot um at samskipa tilboð til fólk við serligum tørvi

,

Løgtingsmál nr. 185/2011: Uppskot til samtyktar um samskipan av tænastum til føroyingar við serligum avbjóðingum Løgtingið heitir við hesum á landsstýriskvinnuna í almannamálum um – saman við landsstýrismonnunum í heilsumálum, mentamálum og vinnumálum – í 2012 at gera og leggja fyri Løgtingið frágreiðing um, hvussu vit til fulnar samskipa tænastur til føroyingar við serligum avbjóðingum, fyri at veita eina so góða tænastu sum møguligt, herundir m.a. tryggja at føroyingar við serligum avbjóðingum frameftir bara skulu venda sær til eitt stað fyri at fáa neyðugu tænastuna. Viðmerkingar Vit hava seinastu árini ment sernámsfrøðiliga økið. Enn er tó langt eftir á mál, áðrenn vit veita tað samskipaða tilboðið, ið brúkarin hevur tørv á. Settar eru á stovn nógvar ymsar tænastur tvørtur um aðalráð, tvørtur um stovnar og tvørtur um land og kommunur. Sera trupult er at fáa neyðuga yvirlitið hjá einstaka brúkaranum, og skal viðkomandi og/ella familja og avvarðandi venda sær til ótalligar dyr, áðrenn komið er á mál við einum heildartilboði. Tí verða somu upplýsingar ofta givnar og viðgjørdar fleiri staðni, og óneyðugt dupultarbeiði í stóran mun framt. Hartil verður eingin persónlig menningarætlan ella uppfylging gjørd. Neyðugt er, at brúkarar frameftir kunnu venda sær til eitt stað, ið samskipar øll viðurskifti vegna brúkaran. Á henda hátt verður tryggjað ein skjót og góð tænasta. Samstundis kann størri samskipan tryggja størri samstarv tvørturum ymsu eindirnar. Hetta fer aftur at bera við sær størri vitanardeiling, betri gagnnýtslu av førleikum, og at fleiri og betri tænastur kunnu veitast. Dømi um nakrar stovnar og tænastur, sum brúkarar í dag skulu venda sær til fyri at fáa heildartænastu: • Ráðgeving (Sernám íroknað fyrrverandi NSR-tænastur) • Umlætting og ymsar stuðulsskipanir (Almannastovan/Nærverkið) • Hjálpartól og ráðgeving (HTM – partur av Almannastovuni) • Uppfylging, kanningar, greining v.m. (Landssjúkrahúsið, kommunulækni, Sernám) • Stuðulsfólkatænasta til børn og vaksin (Nærverkið/Almannastovan) • Dagrøkt/vøggustova/barnagarður (Kommunan) • Fólkaskúlar kring landið, ið hava serstovur (t.d. autismu ella fjølbrek) (Kommunan) • Skúlin á Trøðni og Rásin (Mentamálaráðið) • Bústovnar og vardar bústaðir • Verkstaðir (Nærverkið/Almannastovan) • Vard størv (Ymiskt) Nógv fíggjarlig orka verður løgd í ymsu økini, tó uttan at henda kemur brúkaranum so nógv til góðar, sum hon hevði, um tænasturnar í størri mun vórðu samskipaðar. Heimtøka av tænastum Eisini verða í dag nógvir føroyingar sendir av landinum á hvørjum ári, tí neyðuga tænastan ikki verður veitt í Føroyum. Í alt verða 43 mió. kr. nýttar í 2012 til hetta endamál. Hóast tað altíð fer at vera tørvur hjá nøkrum at fara uttanlands, so fer við røttu samskipan av tænastum at verða møguligt at kunna bjóða somu ella betri tænastur fyri somu játtan í Føroyum, tá umræður tey flestu. Neyðugt verður tó, at stig verða tikin til at skapa hesi tilboð í verki, og skal hetta tí eisini vera eitt mál hjá sernámstænastuni. Arbeiðsbólk at gera uppskot Fyri at røkka hesum málum verður mett rætt, at settur verður ein arbeiðsbólkur við umboðum frá Almannamálaráðnum, Mentamálaráðnum, Heilsumálaráðnum, Vinnumálaráðnum, kommununum og Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, ið umboðar 24 limafeløg, ið skal gera ítøkiliga frágreiðing um og uppskot til, hvussu vit frameftir umskipa og samskipa tær eindir, sum í dag virka á økinum. • Sameinda sernámstænastan skal ikki vera ein nýggjur stovnur afturat verandi, men skal fevna um ein ella fleiri av verandi stovnum, umframt samskipa tvørtur um eindir, sum virka í dag. Sum mest synergi skal fáast...

Les meira

Uppskot til løgtingslóg um barnaumboð

,

Løgtingsmál nr. 173/2011: Uppskot til løgtingslóg um barnaumboð § 1. Eitt umboð undir Løgtingsins Umboðsmanni, ið tænir børnum, bøtir um barnakor og tekur sær av teimum rættindum og tí tørvi, ið børn hava sambært hesari lóggávu, verður sett. Stk. 2. Børn eru í hesum føri einstaklingar yngri enn 18 ár. § 2. Landsstýrismaðurin setir barnaumboðið í eitt 5 ára skeið. Barnaumboðið kann bara loysast úr starvi eftir reglunum í kap. 5 í løgtingslóg um tænastumenn. Stk. 2. Um serligar umstøður gera seg galdandi, ber tó til at seta umboðið av nýggjum í mesta lagi í 5 ár aftrat, uttan at starvið verður lýst leyst. Stk. 3. Barnaumboðið skal hava lokið prógv við viðkomandi útbúgving. Er barnaumboðið ikki løgfrøðingur, skal løgfrøðingur knýtast at arbeiðnum hjá barnaumboðnum. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir løn og onnur setanarviðurskifti barnaumboðsins. Barnaumboðið kann ikki vera í øðrum løntum starvi og kann ikki átaka sær uppgávur, sum órógva barnaumboðsstarvið. § 3. Barnaumboðið skal virka fyri, at landsstýrið, kommunur og stovnar, skipaðir undir hesum, einstaklingar, feløg og einstaklingasamtøk virða rættindi, tørv og lógarætt barna. Umboðið skal haraftrat seta fram uppskot og koma við ábendingum um, hvussu børn kunnu fáa betri samfelagsligar sømdir. Stk. 2. Barnaumboðið skal serliga leggja dent á: a) at viðgera innkomin mál og taka mál upp av sínum eintingum, b) at elva til samfelagskjak um barnaumstøður og barnakor, og koma fram við og vísa á uppskot, ið betra um rættartrygdina hjá børnum og ávirkan teirra á samfelagið, c) at arbeiða fyri, at altjóðareglugerðir um barnarættindi og barnavælferð, sum samtyktar eru at seta í verk í landinum, verða virdar, og minna á, at hesar reglugerðir eru galdandi, d) at taka stig til hóskandi tiltøk, um mett verður, at landsstýrið, kommunur ella stovnar, skipaðir undir hesum, einstaklingar, feløg ella einstaklingasamtøk, hava gjørt seg inn á børn viðvíkjandi rættindum teirra, tørvi og samfelagskorum, annaðhvørt við sínum dagliga atburði ella við líkasælu og misrøkt, e) at kunna fólk um lógir og rættarreglur, ið eru galdandi í sambandi við børn og ung, og birta upp undir gransking á hesum øki. Stk. 3. Um barnaumboðið metir, at brot er framt á § 3, stk. 2, litra d, skal umboðið koma við hóskandi, próvgrundaðari frágreiðing til tey, sum varða av, og koma við uppskotum, ið kunnu bøta um hesi viðurskifti. Stk. 4. Í sambandi við byggimál, sum beinleiðis ella óbeinleiðis hýsa børnum og barnavirksemi, skal barnaumboðið kunnast um byggingina, áðrenn bygt verður. § 4. Barnaumboðið kann seta eitt barnaráð við 5 limum. Stk. 2. Limirnir skulu hava í minsta lagi miðallanga viðkomandi útbúgving á barna-, heilsu-, familju- ella sálarfrøðiliga økinum. Limirnir verða valdir í eitt 5 ára skeið. Stk. 3. Barnaumboðið ger nærri reglugerð viðvíkjandi virksemi barnaráðsins. § 5. Øll kunnu koma við eini áheitan til barnaumboðið. Stk. 2. Barnaumboðið kann sjálvt taka mál upp til viðgerðar og kann viðgera mál, tá ið umboðið fær próvgrundaðar ábendingar. Barnaumboðið ger sjálvt av, um ein ábending er verd at verða viðgjørd. Stk. 3. Barnaumboðið viðger ikki ósemjur millum einstakar persónar, men tey, sum koma til barnaumboðið vegna ósemjur, fáa kunning um fyrisitingarlig og løgfrøðilig rættindi og loysnir. § 6. Tagnarskylda er galdandi, men kortini skal fyrisitingin veita barnaumboðnum allar upplýsingar, ið hildnar vera neyðugar. Á sama hátt skulu einstaklingar, feløg og einstaklingasamtøk geva barnaumboðnum allar upplýsingar, ið mettar vera neyðugar, arbeiði barnaumboðnum til frama,...

Les meira

Uppskot um at yvirtaka loftrúmið

,

Løgtingsmál nr. 178/2011: Uppskot til løgtingslóg um at taka loftrúmið undir føroyskt løgræði og fyrisiting § 1. Føroyska loftrúmið innan 200 fjórðinga sjómarkið og búskaparumveldið verður tikið undir føroyskt løgræði og fyrisiting frá 1. januar 2013 at rokna. § 2. Føroyskir myndugleikar taka við teimum avtalum og sáttmálaskyldum, sum eru gjørdar føroyska loftrúminum viðvíkjandi. § 3. Hendan lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Viðmerkingar Umsitingin av føroyska loftrúminum er í dag løgd til íslendskar myndugleikar at umsita. Eftir at radarin á Sornfelli er sløktur, hava samráðingar verið millum íslendskar og danskar myndugleikar um nýggja tøkni og aðrar spurningar viðvíkjandi umsitingini av loftrúminum. Samstundis eru stórar broytingar í ferð við at henda innan Evropasamveldið, har nýggjar navigerings- og samskiftisskipanir skulu setast í verk, og har ætlanir eru um at samskipa umsitingina av loftrúmunum hjá einstøku londunum í Evropa. Samstarv við londini kring Norðuratlantshav Lond sum Ísland og Noreg hava longu fyrireikað seg til nýggja veruleikan í Norðuratlantshavi og hava orðað ætlanir og strategiir fyri, hvussu tey kunnu fáa ein virknan leiklut í tí tómrúminum, sum hevur tikið seg upp, eftir at hernaðarligu samskiftis- og eftirlitsskipanirnar verða niðurlaðaðar. Sostatt verður nú beinagrindin sett saman, ið fer at binda saman alla umsiting, inntøkur og tøkniliga menning á loftferðsluøkinum og í loftrúminum í okkara parti av heiminum. Eingin orsøk er til, at Føroyar lata Danmark gera avtalur við onnur um okkara loftrúm. Danmark tykist als ikki at hugsa um føroysk áhugamál ella at hava nakra ætlan fyri leikluti Føroya í teimum samráðingum og broytingum, ið fara fram. Danski ráðharrin við ábyrgd fyri økinum hevur higartil enn ikki kunnað upplýst, hvussu nógv flogfør fara gjøgnum føroyskt loftrúm árliga, ella hvat gjald tey lata. Vit kunnu eins væl sjálvi taka ræði á økinum og síðani hava okkara egna leiklut við samráðingarborðið. Á henda hátt vinna vit okkum samtundis innlit og vitan um, hvussu loftrúmið kann gerast eitt fakligt, tøkniligt og møguliga fíggjarligt tilfeingi fyri Føroyar. Vit vinna okkum altjóða støðu og royndir sum áhugaverdur samráðingarpartur – og vit kunnu fara undir at velja okkara egnu strategiir og loysnir til frama fyri føroyska samfelagið. Metingar um gjøld o.a. Ógjørligt er í løtuni at fáa neyvar og haldgóðar upplýsingar um, hvat fyriferst í føroyskum loftrúmi – og trupult er at meta um, hvørji gjøld verða tikin og kunnu takast frá flogførum í føroyskum loftrúmi. Greitt er, at ICAO-sáttmálin ásetir, at gjøld skulu byggjast á rakstrar- og íløguútreiðslur fyri ta tøkni og tey starvsfólk, ið krevjast fyri at umsita lofrúmið og veita tænastur. Men greitt er ikki, hvat júst hetta fevnir um. Í hvussu er kann staðfestast, at ymiskt er, hvussu høg gjøld tey ymsu londini í Evropa taka fyri flúgving gjøgnum síni loftrúm. Eitt nú tekur Bretland eitt lutfalsliga høgt gjald, ið gevur rættiliga stórar inntøkur tilsamans. Inntøkur, ið tykjast vera væl størri enn kostnaðurin at hava eftirlit við loftrúminum. Tjóðveldið hevur útvegað sær upplýsingar til eina meting, ið sjálvsagt skal takast við størsta fyrvarni og fyrst og fremst skal lýsa, hvussu gjøld verða roknað út aðrastaðni. Í talvuni niðanfyri verður víst, hvussu gjøld verða ásett aðrastaðni, og eitt roknidømi er gjørt fyri Føroyar. Ein eindarprísur verður ásettur í mun til slag av flogfari og í mun til vekt. Síðani verður goldið eftir, hvussu langan tein eitt flogfar ferðast í loftrúminum. Vit hava sett...

Les meira

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

,

Løgtingsmál nr. 180/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap § 1. Í løgtinslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 112 frá 2. september 2011, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 7, stk. 3, nr. 2 verður orðað soleiðis: "Eigararnir av øllum eginpeninginum, herundir partapeninginum, umframt ábyrgdarpeninginum, skulu lúka treytirnar í § 7, stk. 2.” 2) § 7, stk 3, nr. 3 verður orðað soleiðis: "Broytast ognarviðurskiftini í ósamsvari við § 7, stk, 3, nr. 2, fellur veiðiloyvi/ fiskiloyvi burtur.” 3) Í § 7, stk. 3 verður sum nr. 4 sett: "Fyri feløg, ið hava havt útlendingar sum eigarar, skal útlendski ognarluturin vera burtur innan 1. januar 2018, og feløgini lúka treytirnar í § 7, stk. 3, nr. 2 og § 7, stk. 3, nr. 3. § 2. Henda lógin fær gildi frá framløgudegnum. Almennar viðmerkingar Endamálið við hesum lógaruppskoti er at seta forboð fyri útlendskum eigaraskapi í føroyskum fiskiførum, soleiðis at avgerðarætturin, vinningurin og rættindini til at troyta føroyska tilfeingið ikki endar uttan fyri ræðið hjá føroyska fólkinum. Atvoldin er tann støðan, at í alt størri mun hevur spekulasjón í fiskirættindum vundið uppá seg, og hetta verður í stóran mun fíggjað gjøgnum útlendskar íleggjarar, sum eftir lógini í dag kunnu eiga upp til ein triðing í feløgum, sum reka føroysk fiskifør. Umvegis atknýtt feløg bendir alt á, at peningur verður læntur ímillum, soleiðis at bæði vinningur í feløgunum, og tann veruligi avgerðarrætturin endar hjá útlendska íleggjaranum. Føroyski parturin gerst harvið í nógvum førum eitt strámannavirksemi fyri útlendsku kapitaláhugamálini, har avgerðarættur og vinningur fer av landinum. Hyggja vit at gongdini í flotanum bara seinastu fáu árini, so verður ein alt størri partur av bæði heimaflotanum, uppisjóvarflotanum, flakatrolarunum á fjarleiðum og ídnaðarskipunum savnaður hjá feløgum, ið hava útlendskar eigarar og íleggjarar aftan fyri seg. Í lógini um vinnuligan fiskiskap er í dag ásett, at bert ein triðingur av ognarlutinum og avgerðarrættinum kann vera útlendskur. Og roynt hevur verið at sett reglur inn, ið skulu tryggja, at hetta krav verður hildið. Sostatt hevur breið semja verið um, at avgerðarættur, vinningur og eigaraskapur skal vera á føroyskum hondum. Hetta kravið í lógini skal sjálvandi haldast, eftirlitið herðast, og brot skulu fáa avleiðingar. Men tað tykist alt ov lítið gjøgnumskygt og merkt av stórum ivamálum at tryggja upprunaliga endamálið við ásetingini. Tí skjýtur Tjóðveldi upp at gera støðuna púra greiða: At seta útlendska ognarlutin til null – og harvið gera tað munin einfaldari at halda neyvt eftirlit við strámannavirksemi og kreativum loysnum. Til § 1, nr. 1. Ásett verður, at eigararnir av øllum eginpeninginum, herundir partapeninginum, umframt ábyrgdarpeninginum skulu lúka treytirnar í § 7, stk.2, tvs. at teir skulu hava fast tilknýti til Føroyar, allir skulu vera skrásettir í fólkayvirlitinum seinastu tvey árini, og allir skulu vera fult skattskyldugir í Føroyum. Til § 1, nr. 2. Ásettar verða reglur um, í hvørjum førum veiðiloyvi/fiskiloyvi fellur burtur. Til § 1, nr. 3. Ásettar verða reglur um, nær útlendski ognarluturin fellur burtur. Til § 2. Í hesi lóg verður skotið upp, at hon fær gildi frá framløgudegnum, so eingi nýggj mál við útlendskum eigaraluti í fiskiførum taka seg upp. Og at tey reiðarí, sum hava útlendskan ognarlut í dag, fáa knøpp 6 ár at fáa viðurskiftini í rættlag. Á Løgtingi, 29. februar 2012...

Les meira

Uppskot um at seta § 25 nevnd at gera fiskivinnunýskipan

,

Løgtingsmál nr. 159/2011: Uppskot til samtyktar um at seta § 25 nevnd at gera fiskivinnunýskipan Løgtingið samtykkir at seta eina § 25 nevnd, sambært Tingskipanini, við umboðum fyri allar flokkar á tingi, ið skal gera uppskot til nýggja skipan fyri føroysku fiskivinnuna, ið skal verða galdandi frá 1. januar 2018. Viðmerkingar Allir flokkar á Løgtingi ynskja at skapa tryggar karmar um føroysku fiskivinnuna. Hóast hetta, so eru meira enn 4 ár nú gingin, uttan at samlaða politiska skipanin er komin við greiðum boði uppá, hvørjar karmar fiskivinnan skal virka innan í framtíðini. Nú øll fiskiloyvi ganga út í 2018, er neyðugt, at nýggj skipan verður gjørd sum skjótast, soleiðis at fiskivinnan fær greið boð um framtíðar karmarnar.   Fiskivinnan er ein av grundsúlunum undir føroyska samfelagnum, og er alneyðugt, at teir karmar, ið verða um vinnuna, verða góðir og støðugir. Skal hetta tryggjast, er neyðugt við eini fiskivinnunýskipan, ið hevur breiða undirtøku á Løgtingi. Tí eigur § 25 nevnd at verða sett við umboðum frá øllum politiskum flokkum á Løgtingi, ið – saman við góðari ráðgeving frá fiskivinnuni, serfrøðingum og øðrum – skal gera uppskot til nýggja skipan fyri føroysku fiskivinnuna. Ein fiskivinnunýskipan, ið skal verða til gagns fyri fiskivinnuna, alt tað føroyska samfelagið, og tryggja føroyingum eina burðardygga fiskivinnu bæði lívfrøðiliga og fíggjarliga frá 1. januar 2018. Mælt verður til, at nevndin verður liðug við arbeiðið sítt á heysti 2012. Á Løgtingi, 29. februar 2012 Høgni Hoydal Aksel V. Johannesen Poul...

Les meira

Uppskot um at yvirtaka persóns-, húsfólka- og arvarætt

,

Løgtingsmál nr. 172/2011: Uppskot til løgtingslóg um at taka persóns-, húsfólka- og arvarætt undir føroyskt løgræði § 1. Málsøkini persóns-, húsfólka- og arvarættur verða tikin undir føroyskt løgræði frá 1. Januar 2014 at rokna. § 2. Føroyskir myndugleikar taka frá 1. Januar 2014 við øllum skyldum í sáttmálum, lógum og reglum, sum hava verið lagdar øðrum myndugleikum á málsøkjunum. § 3. Í løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 2006 um ræði á málum og málsøkjum við seinni broytingum verður tann 1. januar 2014, § 1, stk. 2, nr. 13 strikað. § 4. Lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Viðmerkingar Í høvuðsheitum verður alt tað týdningarmikla økið, sum hevur við sivil rættindi borgaranna – persóns-, familju- og arvarættur – í dag umsitin á Ríkisumboðnum. Lóggávan er í flestu førum gomul, donsk lóggáva og gongur í fleiri førum 60-70 ár aftur í tíðina. Hjúnabandslógin varð dagførd í ár 2000, og lógirnar um foreldramyndugleika og ómynduggering í 2006. Men framvegis er talan um, at lóggáva, ið hevur týdning fyri mest persónligu rættindini og mest viðkvomu viðurskifti hjá hvørjum einstøkum borgara, er avoldað. Og at málsviðgerð av eitt nú hjúnaskilnaði, rætttindi barnanna til tvey foreldur, áseting av foreldragjaldi til børn ella uppihaldspeningi til fyrrverandi hjúnafelaga fer fram hjá donskum myndugleikum í Føroyum. Og fyri føroysku politisku skipanina er talan um viðurskifti, ið eingin kennir sær ábyrgdina av, og tíansheldur hevur nakað dagligt innlit í. Ábyrgdin dettur niður ímillum, og hetta er helst ein frágreiðing um, hví eitt land í 2012 hevur avgamla lóggávu á so týðandi øki. Grundleggjandi rættindi, ið eru lýst og greið at taka ræði á Í føroysku grundlógini verða grundleggjandi sivil rættindi og borgararættindi ásett. Men bæði lóggávan og fyrisitingin av persóns-, familju- og arvarætti eru avgerandi fyri frælsi og rættartrygd hjá borgarunum. Eisini eru hesi rættindi avgerandi fyri: • Hvussu flytførið er hjá føroyingum, tí rættindi skulu tryggjast, tá flutt verður í onnur lond • Rættindini hjá fólki, ið flyta til Føroya Longu í 2003 var ein samráðingarbólkur millum embætisfólk úr táverandi Løgmálaráðnum og embætisfólk úr donskum ráðharrastovum liðugur við eina frágreiðing um alt økið og eina lýsing av, hvussu málsøkið kann fyrisitast undir føroyskum løgræði og myndugleika. Samráðingarbólkurin hevur lýst allar teir týdningarmiklu spurningarnar og lógaverkið á økinum og hevur skotið upp, hvussu málini verða fyrisitin undir føroyskum ræði, lóggáva dagførd – og hevur mett um kostnaðin. Høvuðsmálini á málsøkinum Í høvuðsheitum er talan um hesi mál: • Hjúnaband og hjúnaskilnaður • Arvalóggáva og deyðsbúgvaskifti • Forsyrgjaraskyldur • Hjúnaskilnaður og deyði í útlondum • Barnapeningur • Hjúnapeningur • Rættur til samveru • Foreldramyndugleiki • Ómynduggerð og verjar hjá ómyndugum • Hjúnasáttmálar • Faðirskapsmál • Ættleiðingarmál • Fosturtøka og sterilisasjón • Kærurættindi Tilmæli um føroyska lóggávu og fyrisiting Í frágreiðingini verður út í æsir lýst, hvussu lóggávan og fyristingin er í dag, og embætisfólkini mæla til: • At persóns-, familju- og arvarættur verða skipað undir føroyskum Løgmálaráði í einum sjálvstøðugum stýri • At kærumyndugleiki verður skipaður undir Føroya Kærustovni • At øll lóggáva verður dagførd sambært fremstu altjóða krøvum, at lóggávan í Føroyum verður meinlík norðurlendsku lóggávunum, og at vit binda okkum til norðurlendsku avtalurnar á økinum. Altjóða sáttmálar og lóggáva Samráðingarnevndin vísir til teir týdningarmestu altjóða sáttmálarnar og avtalurnar, ið Føroyar eiga at binda seg til og fylgja: Norðurlendskir sáttmálar og avtalur um: •...

Les meira

Uppskot um at yvirtaka útlendingamál

,

Løgtingsmál nr. 154/2011: Uppskot til løgtingslóg um at taka útlendingamál og marknaeftirlit undir føroyskt løgræði § 1. Málsøkini útlendingamál og marknaftirlit verða tikin undir føroyskt løgræði frá 1. januar 2013 at rokna. § 2. Føroyskir myndugleikar taka frá 1. januar 2013 við øllum skyldum í sáttmálum, lógum og reglum, sum hava verið lagdar øðrum myndugleikum á málsøkjunum. § 3. Í løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 2006 um ræði á málum og málsøkjum við seinni broytingum verður tann 1. januar 2013, § 1, stk. 2, nr. 22 strikað. § 4. Lógin kemur í gildi 1. januar 2013. Viðmerkingar Útlendingamál hava nú verið ein politisk, fyrisitingarlig og rættarlig fløkja í fleiri ár. Hóast tosað hevur verið seinastu 9 árini um at gera smávegis broytingar í donskum kunngerðum og reglum, so tykist semja vera um millum tey, ið hava royndir og innlit á útlendingaøkinum, at neyðugt er at fastleggja politisku og fyrisitingarliga ábyrgdina á einum staði. Í 2008 varð Útlendingastovan sett á stovn, sum ummælir umsóknir til danskar myndugleikar. Útlendingastovan hevur í roynd og veru málsviðgerð av øllum umsóknum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum og hevur innlit í øll mál um familjusamanføring v.m. Føroyar eru tí væl og virðiliga til reiðar at taka ræði á útlendingamálum. Tær lógir og kunngerðir, ið eru í gildi, kunnu í fyrsta umfari verða fyrisitnar av føroyskum myndugleikum, meðan lógarbroytingar og fyrisitingarligar mannagongdir verða viðgjørdar og mentar. Málið klárt at taka undir føroyska ábyrgd Í andsøgn til tað, sum annars er komið fram fyri almenningin um útlendingamál, so vóru samráðingarnar og fyrireikingarnar til at taka útlendingøkið undir føroyska ábyrgd lidnar á embætismannastigi í desember 2003, tá val varð skrivað út í úrtíð. Sostatt varð longu tá politisk semja gjørd millum donsku stjórnina og landsstýrið um, at útlendingamálini skuldu á føroyskar hendur, og føroysk og donsk embætisfólk høvdu samráðst í eitt ár og gjørt drúgva frágreiðing, ið bert restaði rættlesturin, áðrenn hon varð handað landsstýrinum. Í frágreiðingini verður alt útlendingaøkið lýst niður í smálutir, og skotið verður upp, hvussu málið verður skipað undir føroyskan myndugleika. Eisini er mett um fyrisitingarligu orkuna og kostnaðin av økinum. Síðani hevur undanfarna landsstýrið eisini arbeitt við málinum. Felagsyvirlýsing er undirskrivað millum fyrrverandi danska ráðharran, Birthe Rønn Hornbech, og fyrrverandi landsstýriskvinnuna, Anniku Olsen, um hesa yvirtøku í 2009. Víst verður til upplýsingarnar og tilmælini í drúgvu frágreiðingini, sum er hjáløgd sum skjal, Útlendingapolitikkur og lógargundarlag Galdandi útlendingalóggáva í Føroyum er eldri útgáva av donskum lógum. Føroyar eru sum uppihaldsøki skildar frá Danmark. Og eitt loyvi at uppihalda sær í Føroyum hjá útlendingi (t.e. ríkisborgarum úr øðrum londum enn Norðurlondum) er ikki galdandi fyri Danmark og Grønland – ella øvugt. Danski ráðharrin og danska umsitingin situr sostatt við ymiskari lóggávu fyri ymisk øki og skal avgreiða umsóknir. Bara hetta elvir til vantandi samsvar millum lóggávu, fyrisitingarábyrgd og eftirlit við umsitingini. Tað verður eisini strikað undir, tá danski ráðharrin við ábyrgd fyri økinum er spurdur um føroysk útlendingamál, og málið bara verður víst til føroyskar myndugleikar, sum í sínum lagi vísa til danskar myndugleikar. Umsitingarligu krøvini Í drúgvu frágreiðingini um at taka útlendingamálini á føroyskar hendur eru fyrisitingarligu krøvini lýst og uppskot til, hvussu alt verður skipað: • Skotið verður upp, at eitt stýri, ið liggur burtur frá landsstýrismanninum, avgreiðir allar umsóknir um uppihalds-, arbeiðsloyvi og familjusameining, og at kærumyndugleiki verður lagdur til...

Les meira

Uppskot um at taka útlendingamál og marknaeftirlit undir føroyskt løgræði

,

Løgtingsmál nr. 154/2011: Uppskot til løgtingslóg um at taka útlendingamál og marknaeftirlit undir føroyskt løgræði § 1. Málsøkini útlendingamál og marknaftirlit verða tikin undir føroyskt løgræði frá 1. januar 2013 at rokna. § 2. Føroyskir myndugleikar taka frá 1. januar 2013 við øllum skyldum í sáttmálum, lógum og reglum, sum hava verið lagdar øðrum myndugleikum á málsøkjunum. § 3. Í løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 2006 um ræði á málum og málsøkjum við seinni broytingum verður tann 1. januar 2013, § 1, stk. 2, nr. 22 strikað. § 4. Lógin kemur í gildi 1. januar 2013. Viðmerkingar Útlendingamál hava nú verið ein politisk, fyrisitingarlig og rættarlig fløkja í fleiri ár. Hóast tosað hevur verið seinastu 9 árini um at gera smávegis broytingar í donskum kunngerðum og reglum, so tykist semja vera um millum tey, ið hava royndir og innlit á útlendingaøkinum, at neyðugt er at fastleggja politisku og fyrisitingarliga ábyrgdina á einum staði. Í 2008 varð Útlendingastovan sett á stovn, sum ummælir umsóknir til danskar myndugleikar. Útlendingastovan hevur í roynd og veru málsviðgerð av øllum umsóknum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum og hevur innlit í øll mál um familjusamanføring v.m. Føroyar eru tí væl og virðiliga til reiðar at taka ræði á útlendingamálum. Tær lógir og kunngerðir, ið eru í gildi, kunnu í fyrsta umfari verða fyrisitnar av føroyskum myndugleikum, meðan lógarbroytingar og fyrisitingarligar mannagongdir verða viðgjørdar og mentar. Málið klárt at taka undir føroyska ábyrgd Í andsøgn til tað, sum annars er komið fram fyri almenningin um útlendingamál, so vóru samráðingarnar og fyrireikingarnar til at taka útlendingøkið undir føroyska ábyrgd lidnar á embætismannastigi í desember 2003, tá val varð skrivað út í úrtíð. Sostatt varð longu tá politisk semja gjørd millum donsku stjórnina og landsstýrið um, at útlendingamálini skuldu á føroyskar hendur, og føroysk og donsk embætisfólk høvdu samráðst í eitt ár og gjørt drúgva frágreiðing, ið bert restaði rættlesturin, áðrenn hon varð handað landsstýrinum. Í frágreiðingini verður alt útlendingaøkið lýst niður í smálutir, og skotið verður upp, hvussu málið verður skipað undir føroyskan myndugleika. Eisini er mett um fyrisitingarligu orkuna og kostnaðin av økinum. Síðani hevur undanfarna landsstýrið eisini arbeitt við málinum. Felagsyvirlýsing er undirskrivað millum fyrrverandi danska ráðharran, Birthe Rønn Hornbech, og fyrrverandi landsstýriskvinnuna, Anniku Olsen, um hesa yvirtøku í 2009. Víst verður til upplýsingarnar og tilmælini í drúgvu frágreiðingini, sum er hjáløgd sum skjal, Útlendingapolitikkur og lógargundarlag Galdandi útlendingalóggáva í Føroyum er eldri útgáva av donskum lógum. Føroyar eru sum uppihaldsøki skildar frá Danmark. Og eitt loyvi at uppihalda sær í Føroyum hjá útlendingi (t.e. ríkisborgarum úr øðrum londum enn Norðurlondum) er ikki galdandi fyri Danmark og Grønland – ella øvugt. Danski ráðharrin og danska umsitingin situr sostatt við ymiskari lóggávu fyri ymisk øki og skal avgreiða umsóknir. Bara hetta elvir til vantandi samsvar millum lóggávu, fyrisitingarábyrgd og eftirlit við umsitingini. Tað verður eisini strikað undir, tá danski ráðharrin við ábyrgd fyri økinum er spurdur um føroysk útlendingamál, og málið bara verður víst til føroyskar myndugleikar, sum í sínum lagi vísa til danskar myndugleikar. Umsitingarligu krøvini Í drúgvu frágreiðingini um at taka útlendingamálini á føroyskar hendur eru fyrisitingarligu krøvini lýst og uppskot til, hvussu alt verður skipað: • Skotið verður upp, at eitt stýri, ið liggur burtur frá landsstýrismanninum, avgreiðir allar umsóknir um uppihalds-, arbeiðsloyvi og familjusameining, og at kærumyndugleiki verður lagdur til...

Les meira

Uppskot til samtyktar um at seta á stovn orkugrunn

,

Løgtingsmál nr. 151/2011: Uppskot til samtyktar um at seta á stovn orkugrunn Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um at seta á stovn ein orkugrunn, sum skal vera við til at fíggja royndarætlanir við varandi orku og orkusparing kring landið, og soleiðis seta ferð á menningina av nýggjum orkuloysnum. Viðmerkingar At gagnnýta tær varandi orkukeldur, vit eru umgird av, og gera okkum leys av oljuni, telist millum fremstu avbjóðingarnar í mun til at framtíðartryggja okkara búskap. Skotið verður tí upp at stovna ein grunn, sum skal vera eitt amboð at skunda undir menningina av varandi orkuloysnum. Grunnurin skal vera við til at fíggja og gera íløgur í royndarætlanir kring landið. Grunnurin eigur at vera umsitin av fremstu serfrøði á økinum og kundi tí ligið undir Jarðfeingi, har elveitingarlógin verður umsitin. Fyri grunnin skal setast nevnd við fremstu serfrøði innan orku at taka avgerðir um, hvørjar verkætlanir skilagott er at stuðla. Grunnurin kann stovnsetast í samstarvi við kommunur og størri privat feløg, sum vilja vera við til at fáa sett ferð á menningina av grønari orku, og á tann hátt leggja nýtt grundarlag undir búskapin, sum komandi árini kemur undir stórt trýst orsakað av hækkandi oljuprísum. Við privat feløg verður her serliga hugsað um størri fyritøkur við stórari samfelagsligari ábyrgd – sum til dømis tryggingarfeløg, bankar og stórfyritøkur. Land, kommunur og privat feløg kunnu í felag, leggja dygt fíggjarligt grundarlag undir grunnin, samstundis sum tað er umráðandi, at allir partar í samfelagnum eru við at lyfta uppgávuna. Við felagsuppskotinum til samtyktar um at minka útlátið av CO2 munandi, sum allir flokkar á tingi løgdu fram og samtyktu í 2009, varð ein góður politiskur vilji staðfestur til at minka um oljunýtluna. Síðani eru ymisk stig tikin til at vaksa um streymframleiðsluna úr vatni og vindi. Neyðugt er tó at taka fleiri og skjótari stig at royna alternativar orkuveitingar og orkuspariskipanir og taka til okkum tøkniligar loysnir. Samstundis mugu vit savna kreftirnar og vitanina um varandi orku. Landið hevur, saman við kommununum, eina stóra ábyrgd at fáa samfelagið umskipað til eitt lág- og grønorkusamfelag. At byrja við verða 5 – 10 milliónir settar í grunnin. Mælt verður tó til sum skjótast at finna breiða politiska undirtøku fyri at raðfesta grunnin frammarlaga komandi árini, soleiðis at til dømis 25 mió. kr. verða settar í grunnin árliga komandi 4 árini. Virkisøki Grunnurin skal millum annað vera við til at fíggja: – royndir við og gransking í nýggjari grønari orkutøkni – nýskapandi orkusparandi verkætlanir – orkusparandi átøk við almentgagnligum endamáli – orkusparandi royndartøkni á sjógvi – verkætlan at gera útvald útjaðaraøki sjálvveitandi við reinari orku Hyggja vit at hesum seinasta, so eru fleiri oyggjar sera væl egnaðar til at velja út sum royndaroygg fyri varandi orku. Útoyggjarnar eru væl egnaðar til smærri royndarverkætlanir, meðan Sandoyggin og Suðuroyggin hóska væl til størri ætlanir. Við einum grunni, sum hevur møguleika at vera við til at fíggja seriøsar størri verkætlanir, sum eisini onnur samfeløg kunnu gagnnýta, fer eisini at vera munandi lættari at fáa stuðul og fígging úr útlendskum grunnum – sum til dømis gjøgnum granskingarsamstarvið í ES, sum vit eru partar av, og sum stuðlar royndarverkætlanum innan orku. Allir partar í samfelagnum eiga at vera við til at fáa gjørt land okkara sjálvveitandi við orku. Kommunurnar taka í dag nærum alla ábyrgdina av...

Les meira