Lýsing

Tingmál

Uppskot um at taka útlendingamál og marknaeftirlit undir føroyskt løgræði

, 28/03/2012

Løgtingsmál nr. 154/2011: Uppskot til løgtingslóg um at taka útlendingamál og marknaeftirlit undir føroyskt løgræði § 1. Málsøkini útlendingamál og marknaftirlit verða tikin undir føroyskt løgræði frá 1. januar 2013 at rokna. § 2. Føroyskir myndugleikar taka frá 1. januar 2013 við øllum skyldum í sáttmálum, lógum og reglum, sum hava verið lagdar øðrum myndugleikum á málsøkjunum. § 3. Í løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 2006 um ræði á málum og málsøkjum við seinni broytingum verður tann 1. januar 2013, § 1, stk. 2, nr. 22 strikað. § 4. Lógin kemur í gildi 1. januar 2013. Viðmerkingar Útlendingamál hava nú verið ein politisk, fyrisitingarlig og rættarlig fløkja í fleiri ár. Hóast tosað hevur verið seinastu 9 árini um at gera smávegis broytingar í donskum kunngerðum og reglum, so tykist semja vera um millum tey, ið hava royndir og innlit á útlendingaøkinum, at neyðugt er at fastleggja politisku og fyrisitingarliga ábyrgdina á einum staði. Í 2008 varð Útlendingastovan sett á stovn, sum ummælir umsóknir til danskar myndugleikar. Útlendingastovan hevur í roynd og veru málsviðgerð av øllum umsóknum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum og hevur innlit í øll mál um familjusamanføring v.m. Føroyar eru tí væl og virðiliga til reiðar at taka ræði á útlendingamálum. Tær lógir og kunngerðir, ið eru í gildi, kunnu í fyrsta umfari verða fyrisitnar av føroyskum myndugleikum, meðan lógarbroytingar og fyrisitingarligar mannagongdir verða viðgjørdar og mentar. Málið klárt at taka undir føroyska ábyrgd Í andsøgn til tað, sum annars er komið fram fyri almenningin um útlendingamál, so vóru samráðingarnar og fyrireikingarnar til at taka útlendingøkið undir føroyska ábyrgd lidnar á embætismannastigi í desember 2003, tá val varð skrivað út í úrtíð. Sostatt varð longu tá politisk semja gjørd millum donsku stjórnina og landsstýrið um, at útlendingamálini skuldu á føroyskar hendur, og føroysk og donsk embætisfólk høvdu samráðst í eitt ár og gjørt drúgva frágreiðing, ið bert restaði rættlesturin, áðrenn hon varð handað landsstýrinum. Í frágreiðingini verður alt útlendingaøkið lýst niður í smálutir, og skotið verður upp, hvussu málið verður skipað undir føroyskan myndugleika. Eisini er mett um fyrisitingarligu orkuna og kostnaðin av økinum. Síðani hevur undanfarna landsstýrið eisini arbeitt við málinum. Felagsyvirlýsing er undirskrivað millum fyrrverandi danska ráðharran, Birthe Rønn Hornbech, og fyrrverandi landsstýriskvinnuna, Anniku Olsen, um hesa yvirtøku í 2009. Víst verður til upplýsingarnar og tilmælini í drúgvu frágreiðingini, sum er hjáløgd sum skjal, Útlendingapolitikkur og lógargundarlag Galdandi útlendingalóggáva í Føroyum er eldri útgáva av donskum lógum. Føroyar eru sum uppihaldsøki skildar frá Danmark. Og eitt loyvi at uppihalda sær í Føroyum hjá útlendingi (t.e. ríkisborgarum úr øðrum londum enn Norðurlondum) er ikki galdandi fyri Danmark og Grønland – ella øvugt. Danski ráðharrin og danska umsitingin situr sostatt við ymiskari lóggávu fyri ymisk øki og skal avgreiða umsóknir. Bara hetta elvir til vantandi samsvar millum lóggávu, fyrisitingarábyrgd og eftirlit við umsitingini. Tað verður eisini strikað undir, tá danski ráðharrin við ábyrgd fyri økinum er spurdur um føroysk útlendingamál, og málið bara verður víst til føroyskar myndugleikar, sum í sínum lagi vísa til danskar myndugleikar. Umsitingarligu krøvini Í drúgvu frágreiðingini um at taka útlendingamálini á føroyskar hendur eru fyrisitingarligu krøvini lýst og uppskot til, hvussu alt verður skipað: • Skotið verður upp, at eitt stýri, ið liggur burtur frá landsstýrismanninum, avgreiðir allar umsóknir um uppihalds-, arbeiðsloyvi og familjusameining, og at kærumyndugleiki verður lagdur til...

Les meira

Uppskot til samtyktar um fjøltáttaðar eldrabústaðir

,

Løgtingsmál nr. 144/2011: Uppskot til samtyktar um fjøltáttaðar eldrabústaðir Løgtingið heitir á Landsstýrið um at koma við eini ætlan um, hvussu eldraøkið kann verða útbygt frameftir. Støði í ætlanini skal vera í tilráðingunum hjá WHO um, at fólk kunnu búgva sum longst í egnum heimi, og leggja dent á fjølbroyttar bústaðarmøguleikar. Viðmerkingar Seinastu árini eru stórar íløgur gjørdar í bygging av ellis og røktarheimum í Føroyum. Bæði land og kommunur hava lagt stóra orku í hetta økið fyri at kunna veita borgarunum búpláss. Nýtt røktarheim er latið upp í Vági til 24 fólk, sum kommunurnar í sunnaru helvt hava bygt. Røktarheimsbygging er í gongd í Havn til 64 fólk, og væntandi verður heimið liðugt í ár. Umframt hetta er bygging í Klaksvík og Vestmanna fyri framman, sum skal rúma 24 plássum Røktarheimsbygging er kostnaðarmikil, yvir 2 milliónir fyri hvørt búpláss. Tað fara altíð vera nøkur fólk, sum hava tørv á røktarheimsplássi, so røktarheimspláss skulu sjálsagt vera. Tað tykist bara, sum um hetta hevur verið einasta loysnin seinastu árini, og samstundis, sum fleiri stóvnar eru opnaðir, er Heimatænastan skerd ávíst tímatal pr røktarheimspláss. Sostatt eru møguleikarnir hjá heimabúgvandi eldri fólki skerdir munandi í tilgongdini. Fólk í Føroyum, sum flyta á røktarheim, búgva har í meðal longri enn fólk í grannalondunum, so tað er nakað, sum kundi týtt uppá, at føroyingar, sum flyta á røktarheim, eru munandi betur fyri enn fólk í okkara grannalondum. Hetta møguliga tí at einki alternativ er. Seinastu árini er dentur í fakumhvørvinum lagdur á røktarheimfyribyrgjandi tiltøk. Í tilmælum frá WHO verður lagt upp til, at fólk fáa høvi at vera sum longst í egnum heimi, við nøktandi tænastu. Og dentur verður lagdur á sjálvsavgerðarrætt og lívsgóðsku hins einstaka borgara. Betri fyribyrgjandi tænastu vit hava, longri kunnu fólk búgva heima. Fyrimunirnir eru bæði fyri tann einstaka og fyri okkum sum land, tí røktarheimsplássini eru sera kostnaðarmikil. Við fyribygjandi tænastu verður t.d víst til vælvirkandi heimahjálp, reingerðing, fyribyrgjandi heimavitjanir aftaná innleggjan, dagtilboð til heimabúgvandi pensjónistar, gerandisrehabilitering, endurmenning, dagítriv, fimleik o.s.fr Í teimum førum, eldrabústaðir verð bygdir, eigur at verða hugt eftir og hugsað meira breitt, so vit ikki byggja so einstáttað, men hugsa um eldraíbúðir, røktaríbúðir os.fr. Veruleikin í dag, við bert at bjóða eitt kamar, er fyri nógv óvirðiligt, og alt ov lítið fæst fyri peningin sæð í ljósinum av høga kostnaðinum, sum er oman fyri 2 milliónir í sjálvari byggingini, og tá er raksturin ikki tikin við Fyri at tryggja, at vit kunnu nøkta tørvin á eldrabústøðum og tænastum frameftir, verður hetta uppskot tí sett fram. Um vit ikki broyta hugsan og leggja leiðina um, kann framhaldandi røktarheimsbygging, sum vit kenna í dag, vera ein hóttan móti okkara búskapi Á Løgtingi, 29. februar 2012 Høgni Hoydal Sirið Stenberg Páll á Reynatúgvu Bjørt Samuelsen Gunvør Balle Kristina...

Les meira

Uppskot um broyting í løgtingslóg um Mentanargrunn landsins

,

Løgtingsmál nr. 145/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Mentanargrunn landsins § 1 Í løgtingslóg nr. 84 frá 17. mai 2000 um Mentanargrunn landsins verður gjørd henda broyting: 1) § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska filmslist, myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir. § 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Viðmerkingar: Endamálið við hesum lógaruppskoti er at tryggja betri kor fyri føroyska filmslist. Filmslistin hevur av álvara tikið seg upp sum ein vaksandi listagrein í Føroyum seinastu árini. Nýliga eru tvey av okkara ungu gávuríku filmslistafólkum heiðrað við peningagávu fyri teirra avrik á hesum øki, og vit vita, at fleiri føroyingar eru undir útbúgving innan filmslist. Ongin ivi er um, at vit her hava eina listagrein, sum hevur góðar møguleikar at røkka út í heim og gerast enn ein týdningarmikil táttur í okkara mentanarlívi. Ein fortreyt fyri, at henda listagrein kann fáa fótin fyri seg, er, at møguleiki er fyri at søkja stuðul til filmsgerð. Tað hevur víst seg at vera torført hjá filmslistini at fáa stuðul úr Mentanargrunninum, tí har eru longu nógv um trogið. Tí verður eisini skotið upp, at hækka játtanina til Mentanargrunn landsins við 500.000,- kr., soleiðis at tað frameftir betur skal verða gjørligt, at stuðla føroyskari filmslist. Filmsgerð er kostnaðarmikil listagrein, men mett verður, at 500.000 kr. kunnu gera nógvan mun, tí við eitt sindur av stuðli heimanífrá gerst tað møguligt at fáa atgongd til stuðul úr útlendskum grunnum. Sum er, er atgongd til útlendskar filmsgrunnar ógjørlig, tí eingin markaðarstuðul er til føroyskan film. Tí er heimligur stuðul ein fortreyt fyri at stimbra føroyskari filmslist. Uppskotið forðar ikki fyri, at Mentanargrunnurin kann samstarva við aðrar filmsgrunnar. Serligar viðmerkingar: Í § 1, stk. 2 verður orðið filmslist sett inn. Á Løgtingi, 28. februar 2012 Høgni Hoydal Gunvør Balle Páll á Reynatúgvu Bjørt Samuelsen Kristina Háfoss Sirið...

Les meira

Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg til mentanargrunn landsins

,

Løgtingsmál nr. 140/2011: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2012-2 § 7. Mentamál A. Yvirlit Játtanar yvirlit Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur Útreiðsluætlan – – – Løgu ætlan – – – Mentan – – 7.24.1. Ymsar útreiðslur……………………………………….. -650 – 7.24.2. Skapandi og útinnandi 650 – B. Játtanir Útr. Innt. – Tús. kr. – 7.24.1. Ymsar útreiðslur 24.1.13. Ymiskir studningar (Stuðulsj.) J: 2.200 – EYJ: -650 – 7.24.2. Skapandi og útinnandi virksemi 24.2.04. Mentanargrunnurin (Stuðulsj.) J: 6.412 – EYJ: 650 – Viðmerkingar: Fleiri smáar stuðuljáttanir til mentanarátøk liggja í Mentamálaráðnum, og hesar eiga at flytast inn undir Mentanargrunn Landsins. Tað er góður fyrisitingarsiður, at stuðulsjáttanir ikki liggja ov nær landsstýrisfólkinum. Á henda hátt nýta vit armslongdarprinsippið, og tann fyristingarliga eindin – í hesum føri Mentanargrunnur Føroya – fær høvuðsábyrgdina fyri, hvussu stuðulin úr landinum skal raðfestast listini og mentanini at frama. Tað hevur stóran týdning, at Mentanargrunnur Landsins verður styrktur, bæði fakliga og fíggjarliga, so hann kann vera tann mest týðandi grunnurin, tá tað snýr seg um at stuðla list og mentan. Málið skal vera, at vit komandi tíðina menna Mentanargrunnin til eitt veruligt Lista- og mentanarráð, ið kann umsita stuðulsjáttanir til list og mentan, verða íverksetari, tá umræður listarlig og mentanarlig átøk, skapa menning innan hetta økið, og vera ráðgevandi eind hjá landinum og øðrum, tá umræður list og mentan í Føroyum. Tí verður skotið upp, at flyta stuðulsjáttan 04 (stuðul til onnur endamál) og 06 (stuðul til listafólk) inn undir Mentanargrunn Landsins. Á Løgtingi, 28. februar 2012 Høgni Hoydal Sirið Stenberg Páll á Reynatúgvu Bjørt Samuelsen Gunvør Balle Kristina...

Les meira

Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg til Føroya Symfoniorkestur

,

Løgtingsmál nr. 141/2011: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2012-3 § 7. Mentamál A. Yvirlit Játtanar yvirlit Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur Útreiðsluætlan 300 300 – Løgu ætlan – – – Mentan 300 – 7.24.2. Skapandi og útinnandi virksemi 300 – B. Játtanir Útr. Innt. – Tús. kr. – 7.24.2. Skapandi og útinnandi virksemi 24.2.01. Tónleikur og sangur (Stuðulsj.) J: 1.303 – EYJ: 300 – Viðmerkingar: Føroya Symfoniorkestur hevur fingið 975.000 kr. á fíggjarlógini í fleiri ár, men hendan játtan er í 2011 og 2012 minkað til 938.000 kr., og í fíggjarætlanini fyri 2013 og 2014 er somuleiðis ætlanin, at Symfoniorkestrið skal fáa 938.000 kr. Verður hugt eftir umfatandi virkseminum, so er eingin ivi um, at symfoniorkestrið spælir ein stóran leiklut á føroyska mentanarpallinum. Virksemið er økt, og góðskan betrað munandi hesi nærum 30 árini, orkestrið hevur á baki. Orkestrið spælir tónleik fyri hvørt oyra og til allar aldursbólkar. Orkestrið bíleggur nýggj verk og er sostatt við til at gera íløgur, skjalprógva og ríka um føroyska tónleikamentan. Harumframt er ein av týdningarmiklu leiklutunum hjá orkestrinum at virka sum bæði lopfjøl og pallur hjá føroyskum solistum, kórum og gevur tónleikalærarum og framkomnum næmingum ein møguleika at framføra á yrkislistarligum støði. At kunna framføra tónleik er jú høvuðsorsøkin til, at hesi hava nomið sær ella eru í gongd við útbúgving á tónleikakonservatorium uttanlands. Musikkskúlin útbúgvir hvørt ár tónleikarar, sum fara út í heim at lesa, og stórt tal gongur í dag á altjóða konservatorium. Hesi skulu eisini hava okkurt at koma heim til. Tí er sera umráðandi at fáa Symfoniorkestrið upp á eitt støði (við talið av konsertum, og skipaðari tilgongd av pengum) so hesi, okkara framtíðar tónleikarar, hava okkurt at flyta heim til. Í 2004 fekk táverandi landsstýrismaðurin í mentamálum handað eitt álit um, hvussu Symfoniorkestrið framhaldandi kann halda støði og mennast í framtíðini. Tilmælið var, at teir tónleikarar í orkestrinum, ið eisini eru musikkskúlalærarar, fáa sum ein part av síni starvssetan eitt ávíst tímatal at framføra tónleik. Hesin parturin kann umsitast av orkestrinum í samstarvi við Føroya Musikkskúla. Symfoniorkestrið skal so leggja ætlanir um venjingar, konsertir og samstarv við skúlar til rættis. Eykajáttanin kundi t. d. verið nýtt til at seta hesa skipan í verk. Á Løgtingi, 28. februar 2012 Høgni Hoydal Sirið Stenberg Páll á Reynatúgvu Bjørt Samuelsen Gunvør Balle Kristina...

Les meira

Uppskot um, at Føroyar søkja sjálvstøðugan limaskap í WTO

,

Løgtingsmál nr. 138/2011: Uppskot til samtyktar um, at Føroyar søkja sjálvstøðugan limaskap í World Trade Organization (WTO)   • Løgtingið staðfestir, at tað er alneyðugt fyri føroyskar myndugleikar og føroyska vinnu, at Føroyar hava egna umboðan og heimildir í altjóða felagsskapinum fyri heimshandil, WTO, og at Føroyar hava sjálvstøðugan rætt at kæra handilsforðingar sambært kæruskipanini hjá WTO. • Løgtingið samtykkir, at Føroyar søkja um sjálvstøðugan limaskap í World Trade Organization (WTO) og heitir á landsstýrið um beinanvegin at taka politisku og umsitingarligu stigini, gera kravdar fyrireikingar og at avgreiða umsóknina uttan óneyðugan dvøl Viðmerkingar Tað hevur leingi staðið greitt, at uttanríkispolitiska og altjóða handilspolitiska støða Føroya als ikki er nøktandi, og at vit vera at taka sjálvstøðugan lut á heimsins pallum og gera egnar avtalur við heimsins lond og felagsskapir til tess at mennast sum land og tjóð. Seinasta dømið er ósemjan um makrelbýtið í Norðurhøvum, har Danmark, ið formliga sigur seg umboða Føroyar í uttanríkismálum, er mótpartur Føroya og umvegis ES ætlar at samtykkja heimildir til at seta handilspolitisk revistiltøk í verk móti Føroyum. Hesi tiltøk eru sambært føroyskum serfrøðingum í altjóða rætti ólóglig, og tískil áttu tey at verðið kærd til altjóða felagsskapin fyri heimshandil WTO. Men Danmark umboðar Føroyar í WTO og skuldi tískil kært seg sjálvan. Eitt týðiligt dømi um, hvussu rangvørg og vitleys støðan er, tá ið á stendur, og at vit eiga sjálvsagt at røkja okkara egnu áhugamál í heimshøpi. Onnur dømi eru um forðingar, ið kunnu hava stóran týdning fyri føroyskt vinnulív og føroyskan búskap, og har vit ikki hava amboðini at kæra revsitiltøk. Til dømis tá føroyska alivinnan verður hótt av revsitiltøkum frá ES sambandi við ákærur um prísdumping á aldum fiski – ofta í beinleiðis samanhangi við ákærur mótvegis Noregi. Talan er um tiltøk hjá ES at verja egnar framleiðarar, og kunnu tey tí kærast til WTO. Men eisini her situr tað limalandið, sum skal umboða okkum, ES-megin borðið og fer sjálvsagt ikki at reisa mál mótvegis sær sjálvum. Okkara grundleggjandi áhugamál verða ikki røkt – og enntá verður arbeitt beinleiðis ímóti teimum. Her eigur tískil ikki at drálast frá føroyskum myndugleikum. Vit eiga at søkja egnan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum WTO. Søgan og støðan hjá WTO Altjóða felagsskapurin fyri heimshandil – World Trade Organization (WTO) – hevur vunnið alt størri týdning fyri at skipa handils- og vinnureglur um allan heim. Felagsskapurin er so at siga ein støðug víðkan av tí gamla felagsskapinum fyri toll- og avgjaldsreglur GATT (General Agreement on Tariffs and Trade), og er bygdur á eina røð av skjølum og skipanum. Hesi hava á pappírinum til endamáls at taka burtur handilsforðingar og skipa somu reglur fyri fríhandli millum heimsins lond – og ein kæruskipan er somuleiðis skipað, har lond kunnu kæra onnur fyri brot á sáttmálar og reglur. Tó er WTO eisini ímyndin av tí standandi stríði millum tey sonevndu ídnaðarlondini (t.e. tey gomlu heimsveldini og ríku londini) mótvegis menningarlondum, har tað enn ikki hevur eydnast at fáa semjur um munandi átøk, ið kunnu skapa veruligar broytingar og fríhandil fyri øll heimsins lond. Stutt sagt, eru framvegis nógvar forðingar, har tey ríku londini og ríku heimspartarnir verja sínar egnu marknaðir og vinnur við beinleiðis og óbeinleiðis handilsforðingum. (Tað er í roynd og veru sama gongd, ið vit merkja sviðan av í Føroyum, tá sterkir leikarar sum ES, ið...

Les meira

Uppskot til eykajáttan til mentan og list

,

Løgtingsmál nr. 139/2011: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2012-1 § 7. Mentamál A. Yvirlit Játtanar yvirlit Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur Útreiðsluætlan 500 500 – Løgu ætlan – – – Mentan 500 – 7.24.2. Skapandi og útinnandi 500 – B. Játtanir Útr. Innt. – Tús. kr. – 7.24.2. Skapandi og útinnandi virksemi 24.2.04. Mentanargrunnurin (Stuðulsj.) J: 6.412 – EYJ: 500 – Viðmerkingar: Filmslistin hevur av álvara tikið seg upp sum ein vaksandi listagrein í Føroyum seinastu árini. Nýliga eru tvey av okkara ungu gávuríku filmslistafólkum heiðraði við peningagávu fyri teirra avrik á hesum øki, og vit vita, at fleiri føroyingar eru undir útbúgving innan filmslist. Eingin ivi er um, at vit her hava eina listagrein, sum hevur góðar møguleikar at røkka út í heim og gerast enn ein týdningarmikil táttur í okkara mentanarlívi. Ein fortreyt fyri, at henda listagrein kann fáa fótin fyri seg, er, at møguleiki er fyri at søkja stuðul til filmsgerð. Tað vísir seg at vera torført hjá filmslistini at fáa stuðul úr Mentanargrunninum, tí har eru longu nógv um trogið. Fólk, ið fáast við filmslist og mentan eru á einum máli um, at rættast er at hava ein filmsgrunn burturav. Tí verður skotið upp at skipa eina undirkonto undir Mentanargrunni Landsins, ið fær 500.000 kr. til føroyska filmslist. Filmsgerð er kostnaðarmikil listagrein, men mett verður, at 500.000 kr. kunnu gera nógvan mun, tí við eitt sindur av stuðli heimanifrá gerst tað møguligt at fáa atgongd til stuðul úr útlendskum grunnum. Sum er, er atgongd til útlendskar filmsgrunnar ógjørlig, tí eingin markaður stuðul er til føroyskan film. Tí er heimligur stuðul ein fortreyt fyri at stimbra føroyskari filmslist. Á Løgtingi, 28. februar 2012 Høgni Hoydal Sirið Stenberg Páll á Reynatúgvu Bjørt Samuelsen Gunvør Balle Kristina...

Les meira

Uppskot um at seta úr gildi ríkislóg om Færøernes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler

,

Løgtingsmál nr. 137/2011: Uppskot til ríkslógartilmæli um at seta úr gildi ríkislóg om Færøernes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta úr gildi fyri Føroyar “lov nr. 579 frá 24. juni 2005 om Færøernes landsstyres indgåelse af folkeretlige aftaler” tann 29. juli 2012. Viðmerkingar Heimildarlógin sonevnda, ið nevnir Føroyar “Kongeriget Danmark, for så vidt angår Færøerne”, varð av røttum nevnd eitt stig til viks og trý stig aftur. Teir garðar, ið heimastýrislógin hevði laðað um Føroya heimildir sum land og Føroya fólk sum tjóð, vóru rapaðir. Við heimildarlógini varð laðað upp fyri hvørt lið, og garðarnir umvaldir og stoyptir í høga hædd. Vit mugu tí fara undir nýggjar samráðingar um støðu Føroya. Vit mugu tryggja okkum, at vit ongar aðrar avmarkingar ganga undir enn tær, ið onnur ríki og lond krevja í hvørjum altjóða høpi sær. Vegna aftustig lógarinnar er einki annað at gera enn at taka hana av. Síðani ber til at byggja á siðvenjuna frammanundan – og antin tamba hana enn meira ella taka upp samráðingar um møguliga nýggja skipan, ið veruliga flytur mørk. Málið um uttanríkispolitisku heimildir føroyinga er av fremsta týdningi fyri framtíðar menning í Føroyum. Stór lond og fólkaríkar tjóðir hava fyrr havt tað stevnumið at seta verjugarðar um egnan marknað, egið vinnulív, egna mentan, egnar útbúgvingarskipanir og sosialar skipanir til tess at skapa vælferð fyri borgararnar. Men samstundis hava smátjóðir gjøgnum hálva øld prógvað, at fortreytin fyri at skapa og langtíðartryggja vælferð og menning hjá eini tjóð er fult altjóða virkisføri. Øll okkara norðurlendsku grannalond eru sum so góð dømir um hetta. Og aðrar sjálvstøðugar smátjóðir í heiminum hava prógvað, at javnstøða í heiminum og førleikin at gera avtalur um øll týdningarmikil mál vegna tjóðina er fremsta amboðið til at styrkja egnan samleika og mentan – og til sosiala, útbúgvingarliga, vinnuliga og búskaparliga menning. Sonevndu uttanríkispolitisku heimildarlógirnar, sum vórðu samtyktar bæði sum løgtingslóg og sum danskt ríkislógartilmæli, hava nú verið í gildi í 5 ár. Tá ið tær vórðu lagdar fram á ting og síðani samtykar av einum meiriluta, skortaði ikki við ávaringum um, at hetta fór at verða afturstig fyri føroysku tjóðina og fyri føroyskar myndugleikar. Tí nú varð fyri fyrstu ferð samtykt ein donsk fatan av einum donskum eindarríki, har Føroyar bert eru samanrunnin lutur, og har føroyingar bara eru fulltrúar vegna Danmark á altjóða pallinum. Best er hetta lýst í heitinum “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne”, sum er tann formligi samleiki, ið vit nú skulu virka undir. Føroyskir serfrøðingar ávaraðu um, at lógirnar fóru at gerast “eitt stig til viks og trý aftur”. Frammanundan hesum lógum hava føroyskir myndugleikar miðvíst brotið garðar og tulkingar niður og harvið vunnið sær uttanríkispolitiskt virkisføri, sum danskir myndugleikar mótmæltu, men kortini ikki kundu forða fyri. Eitt nú vunnu Føroyar sær sjálvstøðugan limaskap í felagsskapinum fyri hvalir og súgdjór í Norðuratlantshavi, NAMMCO – og felagsskapurin er fráboðaður ST við Føroyum og Grønlandi sum sjálvstøðugum sáttmálapørtum. Nú samtyktu Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin á miðari nátt og við frávikum frá øllum tíðarfreistum eina danska lóg, har donsk tulking skuldi galda og nýggjar gyrðingar setast upp. Hóast skrivlig prógv fingust fyri afturstigunum, lótust flokkarnir ikki um vón. Til dømis svaraði danski forsætisráðharrin soleiðis um avmarkingarnar í lógunum, áðrenn tær vórðu samtyktar, um m.a. tvey avgerandi mál, tá fólkatingslimur Tjóðveldis setti eina røð...

Les meira

løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar

,

Løgtingsmál nr. 136/2011: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera   Lóg nr. 80 frá 15. mai 2005 um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera verður sett úr gildi tann 29. juli 2012. Viðmerkingar Heimildarlógin sonevnda, ið nevnir Føroyar “Kongeriget Danmark, for så vidt angår Færøerne”, varð av røttum nevnd eitt stig til viks og trý stig aftur. Teir garðar, ið heimastýrislógin hevði laðað um Føroya heimildir sum land og Føroya fólk sum tjóð, vóru rapaðir. Við heimildarlógini varð laðað upp fyri hvørt lið, og garðarnir umvaldir og stoyptir í høga hædd. Vit mugu tí fara undir nýggjar samráðingar um støðu Føroya. Vit mugu tryggja okkum, at vit ongar aðrar avmarkingar ganga undir enn tær, ið onnur ríki og lond krevja í hvørjum altjóða høpi sær. Vegna afturstig lógarinnar er einki annað at gera enn at taka hana av. Síðani ber til at byggja á siðvenjuna frammanundan – og antin tamba hana enn meira ella taka upp samráðingar um møguliga nýggja skipan, ið veruliga flytur mørk. Málið um uttanríkispolitisku heimildir føroyinga er av fremsta týdningi fyri framtíðar menning í Føroyum. Stór lond og fólkaríkar tjóðir hava fyrr havt tað stevnumið at seta verjugarðar um egnan marknað, egið vinnulív, egna mentan, egnar útbúgvingarskipanir og sosialar skipanir til tess at skapa vælferð fyri borgararnar. Men samstundis hava smátjóðir gjøgnum hálva øld prógvað, at fortreytin fyri at skapa og langtíðartryggja vælferð og menning hjá eini tjóð er fult altjóða virkisføri. Øll okkara norðurlendsku grannalond eru sum so góð dømir um hetta. Og aðrar sjálvstøðugar smátjóðir í heiminum hava prógvað, at javnstøða í heiminum og førleikin at gera avtalur um øll týdningarmikil mál vegna tjóðina er fremsta amboðið til at styrkja egnan samleika og mentan – og til sosiala, útbúgvingarliga, vinnuliga og búskaparliga menning. Sonevndu uttanríkispolitisku heimildarlógirnar, sum vórðu samtyktar bæði sum løgtingslóg og sum danskt ríkislógartilmæli, hava nú verið í gildi í 5 ár. Tá ið tær vórðu lagdar fram á ting og síðani samtykar av einum meiriluta, skortaði ikki við ávaringum um, at hetta fór at verða afturstig fyri føroysku tjóðina og fyri føroyskar myndugleikar. Tí nú varð fyri fyrstu ferð samtykt ein donsk fatan av einum donskum eindarríki, har Føroyar bert eru samanrunnin lutur, og har føroyingar bara eru fulltrúar vegna Danmark á altjóða pallinum. Best er hetta lýst í heitinum “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne”, sum er tann formligi samleiki, ið vit nú skulu virka undir. Føroyskir serfrøðingar ávaraðu um, at lógirnar fóru at gerast “eitt stig til viks og trý aftur”. Frammanundan hesum lógum, hava føroyskir myndugleikar miðvíst brotið garðar og tulkingar niður og harvið vunnið sær uttanríkispolitiskt virkisføri, sum danskir myndugleikar mótmæltu, men kortini ikki kundu forða fyri. Eitt nú vunnu Føroyar sær sjálvstøðugan limaskap í felagsskapinum fyri hvalir og súgdjór í Norðuratlantshavi, NAMMCO – og felagsskapurin er fráboðaður ST við Føroyum og Grønlandi sum sjálvstøðugum sáttmálapørtum. Nú samtyktu Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin á miðari nátt og við frávikum frá øllum tíðarfreistum, eina danska lóg, har donsk tulking skuldi galda, og nýggjar gyrðingar setast upp. Hóast skrivlig prógv fingust fyri afturstigunum, lótust flokkarnir ikki um vón. Til dømis svaraði danski forsætisráðharrin soleiðis um avmarkingarnar í lógunum, áðrenn tær vórðu samtyktar, um m.a. tvey avgerandi mál, tá fólkatingslimur Tjóðveldis setti eina røð av spurningum í apríl 2005:...

Les meira

Uppskot til broyting í Tingskipanini

, 17/03/2011

Løgtingsmál nr. 103/2010: Uppskot til broyting í Tingskipanini Uppskot til broyting í Tingskipanini § 1 1) § 53, stk. 5 verður strikað. 2) § 69, stk. 5 verður orðað soleiðis: “Stk. 5. Løgmaður og landsstýrismenn hava rætt at koma til orðanna á fundum.” 3) § 81 verður orðað soleiðis: “§ 81. Á Løgtingi kann eingin fáa orðið uttan løgtingsmaður, løgmaður og landsstýrismaður. Stk. 2. Løgtingsformaður kann loyva ríkisovastum ella øðrum tignarligum umboðum at halda røðu fyri løgtingsmonnum á løgtingsfundi.” § 2 Broytingin kemur í gildi ólavsøkudag 2011. Viðmerkingar Uppskotið ger tingskipanina ruddiligari. Vanliga er ikki góður siður at endurtaka hægri reglur í lægri, tí er ongin orsøk, at tingskipanin endurtekur stýrisskipanina. Hartil kemur, at komandi stjórnarskipan helst fer at taka av ex officio umboðan fyri fremmant vald í parlamenti, tjóðartingi føroyinga. Á Løgtingi, 1. mars 2011 Tórbjørn...

Les meira