Tingmál
Uppskot til løgtingslóg um náttúruvernd
Løgtingsmál nr. 106/2010: Uppskot til løgtingslóg um náttúruvernd Uppskot til løgtingslóg um náttúruvernd Kap. I Endamál og vernd Endamál § 1. Lógin hevur til endamáls at skipa náttúruvernd í Føroyum, so at náttúran verður vard á burðardyggan hátt við atliti at margfeldni eins og mentanarminni í landsløgum verða vard. Lógin skal eisini tryggja umstøður hjá fólki at njóta náttúruna, eins og fyrilit fyri altjóða skyldum Føroya, búskapi, mentan og menning um alt landið. Lógin skipar stovnar, fyrilit og mannagongdir fyri náttúruvernd. Lógin tryggjar demokratiska stjórn, fakliga umsiting, økisávirkan, hoyring og rættartrygd. Øki lógarinnar § 2. Lógin fevnir um alt føroyska umveldið. Stk. 2. Øll hava skyldu at taka fyrilit fyri endmálinum við hesi lóg. Allýsing § 3. Lógin skipar vernd av náttúru. Náttúran er samansett av bæði tí livna og ólivna. Hon fevnir um lívverur, teirra (uppruna) lívøki, og vistfrøðiskipanina, tey eru partur av. Kap. II Náttúruverndarstovnarnir Náttúruverndarnevnd § 4. Landsstýrismaðurin setir eina náttúruverndarnevnd. Stk. 2. Limirnir í náttúruverndarnevndini verða ein formaður, eitt umboð fyri Umhvørvisstovuna, eitt umboð fyri Náttúrugripasavnið og fleiri serkønir økislimir. Stk. 3. Landsstýrismaðurin velur til formann fyri fýra ár í senn ein persón, ið skal vera lógkønur ella fyrisitingarkønur. Stk. 4. Serkønu limirnir í nevndini verða valdir soleiðis, at eitt umboð er fyri hvørt av økjunum Suðuroy, Sandoy, Vágar, Norðstreymoy, Suðurstreymoy, Eysturoy og Norðuroyggjar. Umboðini skulu hava holla vitan um náttúruviðurskifti í økinum, tey skulu umboða. Stk. 5. Landsstýrismaðurin velur serkønu økislimirnar fyri fýra ár í senn. Kommunur, feløg og onnur kunnu skjóta nevndarlimir upp. Landsstýrismaðurin ásetir mannagongdir fyri, hvussu hetta fer fram. Stk. 6. Umboðini fyri Umhvørvisstovuna og Náttúrugripasavnið eru ikki vald fyri ávíst tíðarskeið, men sita stovnsins vegna. Stk. 7. Fyri hvønn limin verður valdur ein tiltakslimur. Stk. 8. Landsstýrismaðurin ásetir samsýningina til fomannin og hinar limirnar og ber útreiðslur nevndarinnar. § 5. Tá náttúruverndarmál verða viðgjørd í nevndini, eru formaðurin, umboðið fyri Umhvørvisstovuna, umboðið fyri Náttúrugripasavnið umframt minst eitt serkønt økisumboð við. Stk. 2. Formaðurin útnevnir í hvørjum einstøkum máli minst ein økislim til viðgerð av einstøku málunum, sambært serligum reglum, sum landsstýrisfólkið ásetur. Umhvørvisstovan § 6. Eftir reglunum í hesi lóg fyrisitur Umhvørvisstovan, sum er stovnur undir landsstýrismanninum, øll náttúruverndarviðurskifti, ið ikki eru løgd til landsstýrismannin ella annan myndugleika ella stovn at fyrisita. Náttúrukærunevndin § 7. Landsstýrismaðurin setur náttúrukærunevndina, ið verður mannað við fimm limum, sum verða valdir fyri fýra ár í senn. Fyri hvønn limin verður valdur ein tiltakslimur. Stk. 2. Formaðurin skal vera lógkønur. Stk. 3. Tveir limir skulu vera kønir í lívfrøði, jarðfrøði, náttúruvernd, mentanararvi ella tílíkum. Stk. 4. Tveir limir skulu vera kønir innan búskap, býarskipan, byggifrøði, fyrisiting ella tílíkt. Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta, at náttúrkærunevndin verður samskipað við aðrar kærunevndir. Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetur samsýningina til fomannin og hinar limirnar og ber útreiðslur kærunevndarinnar. Kap. III Frágreiðing og umfevnandi náttúrufriðingar Frágreiðing um náttúruvernd § 8. Fjórðahvørt ár skal landsstýrismaðurin leggja fyri Løgtingið til umrøðu frágreiðing, har týdningarmikil náttúruverndarviðurskifti verða lýst. Stk. 2. Í frágreiðingini skal millum annað verða greitt frá: 1) almennu støðuni í náttúruni, eitt nú um hótt landsløg, djóra- og plantusløg, og dálkað sjóøki og áir, 2) støðuni í umfevnandi náttúrufriðingum og týðandi náttúruverndarmálum, eisini í kærumálum, 3) gongdini í avgerðarmálum, eisini í kærumálum, 4) kunngerðum, ætlaðum lógarbroytingum og annars øðrum, ið kann hava týdning at skipa náttúruvernd í framtíðini. Umfevnandi náttúrufriðingar –...
Les meiraUppskot til samtyktar um at skipa Føroyar frælsar
Løgtingsmál nr. 109/2010: Uppskot til samtyktar um at skipa Føroyar frælsar Uppskot til samtyktar Løgtingið tekur undir við hesi ætlan: – Grundlóg Føroya verður løgd til almenna viðgerð og til fólkaatvøðu í seinasta lagi í 2012. – Búskapargrunnur Føroya verður settur á stovn beinanvegin, og umvegis grunnin verður heildarveitingin úr Danmark stigvíst minkað burtur við einum sjeyndaparti um árið. – Í seinasta lagi í 2014 verða uttanríkismál, verjumál, útlendingamál, loftferðslumál, persóns- og familjurættarmál skipað undir føroyskum ræði, og føroysk lestrarstuðulsskipan til øll føroysk lesandi verður sett í verk. – Í seinasta lagi 2016 verða løgregla, rættarskipan, gjaldoyramál, peningamál, fíggingarvirksemi og ríkisborgararættindi skipað undir føroyskum ræði. – Samráðingar verða tiknar upp við donsku stjórnina um framtíðar samstarv, og tikin verða stig til felags fráboðan til altjóða samfelagið um føroyska sjálvstøðu og avtalan løgd til fólkaatkvøðu í seinasta lagi 2018. Almennar viðmerkingar Hetta uppskotið leggur fram eina fullfíggjaða ætlan og lýsing av øllum yvirskipaðum og formligum krøvum og tættum til tess, at føroyingar skipa seg sum sjálvstøðug tjóð eftir eini væl skipaðari, fólkaræðisligari mannagongd. Tað hevur leingi verið eftirlýst, at fólk kunnu fáa svar uppá týðandi ivamál og fáa greið boð uppá: – Hvat restar í og hvat krevst, til tess at Føroyar gerast sjálvstøðugt land? – Hvørji eru krøvini og metti kostnaðurin fyri tey málsøki, ið vit ikki hava ræði á? – Hvørjar fyrireikingar eru gjørdar? – Hvørjir fyrimunir, vansar og avbjóðingar eru í ymsu málunum? – Hvussu skal farast fram, og hvussu tryggja vit eina fólkaræðisliga avgerð um at taka fulla ábyrgd av egnum landi? Fyri Tjóðveldi og sjálvstýrisrørsluna sum heild í Føroyum hava hesir spurningar og krøv ofta elvt til eitt slag av verjustøðu. Eina verjustøðu sum tíverri hevur snarað sjónarringinum og orðaskiftinum til bert at tosa um útreiðslur og vansar, meðan alt ov lítil orka er nýtt til at viðgera spurningin: – Hvørjir fyrimunir, menningarmøguleikar og inntøkumøguleikar lata seg upp, tá vit skipa okkum sum frælsa tjóð, taka egna ábyrgd av okkara búskapi og fáa beinleiðis atgongd til altjóða samstarv og ábyrgd? Endamálið við hesum uppskoti er at geva greið svar og boð uppá teir ivaspurningar og tey krøv, sum hava skapt ótta millum føroyingar at standa á egnum beinum – og at vísa á teir stóru møguleikar og nýggju inntøkurnar, ið lata seg upp í einum frælsum Føroyum. Grundarlagið er: • Tað stóra og drúgva arbeiðið, ið varð gjørt hjá landsins myndugleikum og í ymiskum nevndum í sambandi við fullveldisætlanina, sum Løgtingið samtykti í 1998 og endurskoðaði í 2001 – við eitt nú Hvítubók, uppskoti um føroyskan lestrarstuðul, lýsing av rættindum føroyinga uttanlands v.m. • Tær samráðingar, frágreiðingar og fyrireikingar, sum vórðu gjørdar millum føroyskar og danskar embætisnevndir á øllum týðandi málsøkjum í tíðarskeiðnum fram til desember 2003. • Tey drúgvu uppskot við dagførdum metingum og boðum, sum Tjóðveldi hevur lagt fyri tingið frá 2004 til 2010 – her undir um Búskapargrunn og blokkniðurskurð, at umsita loftrúmið, um útlendingamál, sjálvstøðugan uttanríkispolitikk v.m. Fyrireikingarnar støðgaðar Í tíðarskeiðnum 1998 til 2003 vóru allir tættir gjølliga kannaðir og lýstir, ið krevjast til, at føroyingar skipa seg sum sjálvstøðuga tjóð. Frá 2000-2003 fóru drúgvar samráðingar fram millum føroyskar og danskar myndugleikar um øll tey mál, sum í dag formliga eru undir donskum ræði. Her vóru krøvini lýst til føroyskar myndugleikar og uppskot gjørd um, hvussu málini verða skipað undir...
Les meiraUppskot um at skipa óhefta skuldarráðgeving til privatfólk og familjur
Løgtingsmál nr. 113/2010: Uppskot til samtyktar um at skipa óhefta skuldarráðgeving til privatfólk og familjur Uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika lógaruppskot at leggja fyri Løgtingið, sum hevur til endamáls: – at skipa eina óhefta skuldarráðgeving til privatfólk og familjur, har til ber at fáa ókeypis ráð og vegleiðing um lánsmarknaðin, skuldarumlegging, umfígging og aðra hjálp til tey, ið eru komin í stórar trupulleikar av privatlánum, – at skipa skuldarráðgevingina saman við ella í tøttum tilknýti til Brúkaraumboðið, til tess at felags serfrøði og umsiting kunnu gagnnýtast, – at skipa so fyri, at óhefta ráðgevingin kann umboða einstaklingar og familjur, sum eru komin í skuldarfellur mótvegis privatum kreditorum og almennum myndugleikum við tí endamáli at gera avtalur um bótaføri, – at geva óheftu ráðgevingini uppgávuna at mæla til lóggávu, lógarbroytingar og reglur, ið kunnu skipa og seta krøv til lánsmarknaðin um upplýsing og gjøgnumskygni, og at fyribyrgja økjandi tali av óhaldførum skuldarbindingum. Viðmerkingar Eins og allir føroyingar ásannaðu, tá føroyska samfelagið og bankakervið fóru á heysin í nítiárunum, so hevur áleikandi altjóða fíggjarkreppan prógvað, at lán, fígging, virðismetingar og bótaføri eru sum ein frumskóg. Har ongin kennir leiðirnar, har hvør livir av øðrum, og alt kann broytast frá degi til dags. Kortini hevur politiska skipanin eggjað til uppaftur meira frumskógarlóg og enn minni gjøgnumskygni í fíggjargeiranum: Liberalisering av altjóða fíggjarmarknaðunum og vantandi lóggáva og regulering frá politiskum myndugleikum í sambandi við nýggju lánsmøguleikarnar hevur verið ein atvold til støðugt vaksandi skuldarbyrðu hjá einstaklingum og húsarhaldum. Seinastu árini er eitt støðugt vaksandi útboð av nýggjum lánsmøguleikum til privata nýtslu boðið út í samfelagnum frá peningastovnum og fyritøkum, sum kunnu skuldarbinda einstaklingar, familjur og børn teirra langt út um møguleikarnar at gjalda aftur í arbeiðsføra lívinum, og fólk kunnu enda í sonevndum “skuldarfellum”. Og í mun til so mong onnur øki í samfelagnum, har til ber at leita sær ráð, hjálp og vegleiðing, so er ongin skipaður møguleiki hjá einstaklingum og húsarhaldum at fáa óhefta ráðgeving og hjálp í sambandi við lántøku og í sambandi við skuldartrupulleikar, umleggingar ella saneringar. Enn eru fólk í Føroyum av ættarliðum, sum eru vaksin upp við setninginum um at gjalda hvørjum sítt og onki skylda. Og helst er skuldarbyrðan hjá hvørjum fólki sær minni og frívirðini í húsum helst væl størri enn í flestu av okkara grannalondum. Men sum Heðin Brú so meistarliga lýsir í meginskaldsøguni “Feðgar á Ferð”, tá Ketil setir seg í skuld til tess at keypa hvalin og noyðist at enda at selja kúnna til tess at borga lánið, so eru kollveltandi broytingar hendar í peningabúskapinum og fíggingarmøguleikunum seinastu øldina. At seta seg í skuld er í dag inngrógvin partur av nútímans lívinum hjá hvørjum einstøkum og familjum til tess at seta búgv, taka útbúgving, gera íløgur, økja um privatnýtsluna og útvega sær flutningstól, amboð og hentleikar í gerandisdegnum. Seinastu árini hevur økt peningaútboð skapt ein óhaldføran hákonjunktur. Tað hevur regnað niður yvir fólk við tilboðum um nýggjar lánsmøguleikar við avdráttarskáa, avdráttarfríum lánum, leinging av afturgjaldstíð, dýrum lánum frá handlum og fyritøkum til bilar og nýtsluvørur, sum tú tekur upp á ein seinnapart. Og eins og í øðrum londum, koma fólk í ta støðu, at tey taka lán á seg, sum av egnum ella uttanhýsis ávum kunnu gerast so stór byrða fyri tann einstaka, børn og familjur, at...
Les meiraUppskot um gerð av nýggjari forsorgarlóg
Løgtingsmál nr. 110/2010: Uppskot til samtyktar um gerð av nýggjari forsorgarlóg Uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrið um at seta niður eina skikkaða serfrøðinganevnd til at eftirmeta øll viðurskifti, sum eru tengd at galdandi forsorgarlóg, og grundað á hesa eftirmeting smíða uppskot til nýggja føroyska forsorgarlóg at leggja fyri Løgtingið, sum tekur støði í dagsins samfelag og tí veruliga tørvi, ið borgarin hevur í einum framkomnum vælferðarsamfelag. Viðmerkingar: Verandi forsorgarlóg er fleiri enn fýrati ára gomul. Broytingar eru gjørdar hesi árini, tó er hugsandi, at umsitingarlig siðvenja kann hava skeiklað ætlanini við upprunalógini so nógv, sum ein so týðandi vælferðarlóg verður brúkt dag og dagliga. Vit liva í einum heilt øðrum samfelagi í dag enn fyri góðum fýrati árum síðani, og tí má nýggj lóg smíðast við ásetingum, sum standa í mun til dagsins samfelag. Ymiskar fatanir eru um, hvussu fram skal farast hesum viðvíkjandi. Onkur, eitt nú verandi landsstýrismaður í almannamálum, hevur ta áskoðan, at frægast er at broyta seg burtur úr trupulleikunum við støði í verandi lóggávu, meðan onnur halda, at frægast hevði verið at smíðað eina heilt nýggja forsorgarlóg. Uppskotsstillarin hellur til seinnu áskoðanina. Í viðmerkingunum til ein skrivligan fyrispurning, sum Finnur Helmsdal, sáli, setti Hans Paula Strøm, táverandi landsstýrismanni í almannamálum, sigur hann, sum annars mundi vera ein av teimum, ið hevði frægast innlit í føroyska almannalóggávu: Eitt tað fyrsta, ið Helena Dam á Neystabø kunngjørdi sum landsstýrismaður í 1998, var, at hon ætlaði at gera eina nýggja forsorgarlóg. Síðani eru allir landsstýrismenn í almannamálum komnir við somu fráboðan. Nú skjótt níggju ár eru liðin, heldur spyrjarin, at tað kundi verið áhugavert at frætt nakað um, hvussu langt áleiðis er komið við nýggju forsorgarlógini……………………. ………..Spyrjarin heldur, at tað helst er rættari fyrst at biðja viðkomandi fakbólkar/brúkarabólkar og onnur um at vera við til at orða eitt grundarlag undir lógini. At fáa nevndu bólkar at vera við til at orða endamálið við lógini í mun til avbjóðingar, allar potentiellar brúkarar og kanska ikki minst, hvussu lógin á besta hátt og í mesta mun kann tillagast gongdini í samfelagnum. Tað er helst lítið at ivast í, at júst fakbólkar og brúkarabólkar eru fremstu serfrøðingarnir í so máta. Tá bæði grundarlag, endamál, alt viðvíkjandi málbólkunum, er orðað, tá er løtan hjá løgfrøðingunum at fara undir at orða sjálva lógina. Sjálvandi við atliti at tí tilfari, sum er komið burtur úr fyrireikandi arbeiðnum. Nú hoyra vit umboð fyri ein brúkarabólk siga alment, at verandi forsorgarlóg ikki hóskar til dagsins samfelag. At hon langt frá nøktar tann tørv, sum verandi brúkarar hava, og er hetta væl í tráð við tað, sum aðrir brúkarabólkar hava ført fram. Tí er forsorgarlógin hvørki eitt gott ella viðkomandi tilboð í nógvum førum. Spyrjarin hevur spurt seg fyri ymsastaðni, um Almanna- og heilsumálaráðið hevur vent sær til fak- ella brúkarabólkar við nýggjari forsorgarlóg fyri eyga, og sigur ongin seg hava fingið nakra áheitan, og tey siga seg heldur 2 ikki kenna til slíkt virksemi. Vit vita, at onkur persónur hevur verið settur í ávís tíðarskeið at arbeiða burturav við eini nýggjari forsorgarlóg, og at tað tá fór fram nakað, sum minnir um tann arbeiðsháttin, sum er lýstur omanfyri, men er nú langt síðan, at hetta arbeiðið helt uppat. Tí kundi verið áhugavert at vita, hvussu Almanna- og heilsumálaráðið arbeiðir við lógini, og hvussu nógv...
Les meiraUppskot um studningslán til bústaðir til fólk við skerdum førleika
Løgtingsmál nr. 114/2010: Uppskot til samtyktar um studningslán til bústaðir til fólk við skerdum førleika Uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið løgtingslógaruppskot um studningslán til bústaðir til fólk, sum vegna skerdan førleikan av ymsum orsøkum ikki megna at búgva í egnum bústaði uttan ávísan sosialpedagogiskan stuðul. Viðmerkingar: Uppskotið var fyri á Løgtingi 2007, men fall við teirri grundgeving, ”at landsstýrismaðurin hevur lagt fyri tingið fleiri lógaruppskot, sonevnda bústaðarpakkan. Við hesum verður møguleiki at útvega fólki við skerdum førleika íbúðir” (endurgivið úr álitinum). Nú eru skjótt trý ár liðin, síðan hesa niðurstøðu, sum var grundgevingin fyri at fella uppskotið tá. Uppskotssetararnir halda, at nú er tíðin komin hartil, at Løgtingið má gera nakað við hetta álvarsmál og ikki balla tað inn í partapolitiskar undanførslur. Tørvskanningar seinastu árini, sum t.d. Javni og Sinnisbati hava staðið fyri, og nýggjar staðfestingar vísa, at tørvur er á íbúðum ella bústøðum til fólk, sum eru í tí støðu, at tey eru ov vælvirkandi til at búgva á stovni ella í sambýli, men hóast hetta ikki megna at búgva einsamøll uttan stuðul av ymiskum slagi. Her verður m.a. hugsað um fólk við likamligum breki, menningartarnað og fólk við sálarligum trupulleikum. Nærri lýst kunnu vit siga, at útboðið av bústaðarmøguleikum til fólk við serligum tørvi ikki er nóg stórt. Serliga er tørvur á tilboðum til fólk yvir 18 ár, sum hava menningartarn ella trupulleikar av líknandi slagi, og sum kunnu búgva í egnari íbúð við stuðli. Tað kann vera torført neyvt at allýsa, hvørjum bólki uppskotið er ætlað, men í høvuðsheitum snýr tað seg um at býta upp millum tey, sum kunnu búgva einsamøll við stuðli, og so tey, sum mugu hava fólk um seg alt ella meginpartin av døgninum. Útboðið og kostnaðurin Nógv av hesum fólkum búgva á stovni, í sambýlum, heima hjá foreldrum ella aðrari familju, tí lítil ella eingin møguleiki er at leiga ella ogna sær íbúð ella bústað, sum tey kunnu búgva í, samstundis sum tey fáa neyðuga stuðulin frá tí almenna. Hetta kemst m.a. av, at útboðið av slíkum íbúðum ella bústøðum er so avmarkað, og at hesi fólkini standa rættiliga aftarlaga í røðini, tá tað snýr seg um at fáa fatur á og kanska ogna sær slíkar bústaðir. Ein onnur orsøk til, at tað mest sum er ómøguligt hjá hesum fólkunum at seta búgv í egnari íbúð, er kostnaðurin. Húsaprísirnir hava havt beina kós uppeftir í nøkur ár, og hóast vøksturin kanska er støðgaður nakað á, so er príslegan so mikið høg, at tað heilt einfalt ikki ber til hjá hesum fólkunum at kappast við tey, sum hava betri fíggjarumstøður og tí eisini betri fíggingarmøguleikar. Neyðugt at stuðla Ynskja vit at hjálpa hesum fólkunum til møguleikan at liva eitt meira vanligt ella normalt lív, og vilja vit geva teimum møguleikan fyri sjálvsøgdum privatlívi og tí, sum har við fylgir, so er neyðugt, at tað almenna stuðlar teimum og hjálpir teimum ávegis. Við hesum verður roynt at taka týdningarmikið stig til at hjálpa hesum fólkum til at ogna sær egnan bústað. Skotið verður upp, at tað almenna stuðlar allari bygging til hesi fólk soleiðis, at stuðul upp til hálva millión verður latin fyri hvørja búeind. Hetta skal skiljast soleiðis, at hús við fýra, seks ella átta búeindum kunnu verða bygd, og at tað almenna stuðlar slíkari...
Les meiraUppskot um samsýning til rithøvundar og listafólk
Løgtingsmál nr. 117/2010: Uppskot til samtyktar um samsýning til rithøvundar og listafólk Uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á Landsstýrið um at leggja lógaruppskot fyri tingið, har tað verður skipað soleiðis fyri, at føroyskir rithøvundar og listafólk annars, samsvarandi eini kvalifiseraðari dygdarmeting fáa samsýningarrætt frá teimum almennu Føroyum. Viðmerkingar: Tað er helst eitt undur, at føroysk tunga er til í dag. Treiskni í fólkinum, tjóðskaparrørslan og rithøvundar okkara eiga stóran heiður fyri, at fólkið í dag kann tosa sítt egna mál, sum er evsti samleikin í tjóðini. Leikluturin hjá skrivandi fólkinum er ein áhugaverd søga, um allan heim. Hesi hava virkað sum varðhundar fyri fólkaræði, verið í broddi fylkingar sum varðveitarar og mennarnar av tjóðarmálum og ikki minst hevur framleiðslan úr hondum teirra verið brúkt sum undirvísingartilfar í lægri og hægri skúlum. Føroyskir rithøvundar hava virkað undir sera trongum korum. Talið av teimum, sum tosa og skilja málið, er somikið lítið, at marknaðurin ongantíð kann gerast materiella undirstøðukervið undir teirra virksemi. Hóast hetta, er tað undrunarsamt, at framleiðslan av føroyskum skaldskapi er lutfalsliga nógv størri enn í londum, vit annars kunnu samanbera okkum við. Hesi fólkini, sum skapa bókmentir og aðra list, leggja eina øgiliga orku í sítt verk. Sum oftast eru hesi tey einastu, sum ongan verðsligan vinning fáa burturúr sínum verki, og sum frá líður kann tað hava við sær, at talentini torna upp av hesi orsøk. Táið forløg, bókhandlar, prentsmiðjur o.o. hava fingið sín part av eini bók, er sjáldan nakað eftir til tað einstaka menniskjað, sum skapti allan møguleikan. Tær almennu Føroyar hava skipað nakrar møguleikar, m.a. við Mentanargrunninum og seinri Týðaragrunninum. Hetta er tó ikki nóg mikið. Í politisku skipanini hevur eisini verið rímilig semja um, at fæið, ið Mentanargrunnurin fær á fíggjarløgtingslógini, ikki røkkur nóg langt, serstakliga ikki í mun til tað, sum ætlanin var, táið grunnurin varð umskipaður. Í øðrum londum er tað fatanin millum manna og í politisku skipanunum, at m.a. rithøvundar eru mentanararbeiðarar, sum eiga at fáa samfelagsins størstu viðurkenning og virðing. Tí hevur staturin skipað eitt undirstøðukervi, har kvalifiseraðar dygdarmetingar avgera, um listafólkini skulu fáa samsýningarrætt úr ríkis-/landskassanum. Fleiri føroyingar hava fingið henda rætt á donsku fíggjarlógini, síðani danir skipaðu henda møguleikan. Tað hevur verið ein generøs viðurkenning til mentanararbeiðarar í øðrum landi, men hetta gevur samstundis eina greiða ábending á, at vit sjálvi eiga at fáa skil á hesum viðurskiftum heima hjá okkum sjálvum. Vit hava brúk fyri at gera eitt alment undirstøðukervi, sum tryggjar hesum partinum av tjóðarbyggingini lívføri. Landsstýrið eigur at finna útvegir fyri, hvussu hesi viðurskifti á besta og tryggasta hátt verða skipað. Fyri tveimum árum síðan varð átøkt uppskot lagt fyri tingið. Landsstýrismaðurin í mentamálum var ovurhugaður fyri tankanum og ætlaði sær at gera nakað við málið, – við tí undanførsluni sum jarnbroti varð uppskotið felt. Onki er hent síðani, og í eini roynd at flyta politisku skipanina rætta vegin í hesum týðandi máli, verður tað lagt fram av nýggjum. Vanvirðisligu álopini, sum hava heglað niður yvir okkara mentanararbeiðarar í miðlarúminum í seinastuni, eru greið ábending um, at samfelagsskipanin eigur at taka betri partar fyri seg og skipa viðurskiftini hjá hesum fólkum soleiðis, sum tað sømir seg eini modernaðari og siviliseraðari tjóð í framsøkn. Á Løgtingi, 1. mars 2011 Tórbjørn...
Les meiraUppskot til samtyktar um krøv til peningastovnar
Løgtingslóg nr. 123/2010: Uppskot til samtyktar um krøv til peningastovnar Uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrið at koma við neyðugum krøvum og reglum til føroysku peningastovnarnar, sum tryggja, at rentuásetingar og gjøld eru kundunum meira gjøgnumskygd, við rímiligum skotbrái til kostnaðarhækkingar, og sum eisini avmarka møguleikarnar hjá peningastovnunum at koma við órímiligum hækkingum. Viðmerkingar Vit hava um dagarnar verið vitni til, at bankarnir hava sent fleiri 100 tals húskjum eina eykarokning uppá fleiri 10túsund krónur. Hetta hava teir gjørt við at hækka sokallaða lánsbidragið við 0,4 prosentum hjá teimum, sum hava donsk realkredittlán. Hetta svarar til eina hækking uppá 4000 kr pr mió í lán pr ár. Og hesa eykarokning skulu føroysku húskini bara góðtaka sjálvt um tey eru fíggjarliga ógvuliga sperd longu frammanundan. Tey, sum fyri kortum vórðu eggjaði til at broyta vanligu sethúsalánini til donsk realkredittlán, vóru í stóran mun tey, sum høvdu stór sethúsalán. Hjá teimum, sum høvdu ½ mió í sethúsaláni ella minni loysti tað seg ikki at broyta varð sagt, tí konverteringin varð so dýr. Tað kann tí hugsast at serliga ungu barnafamiljurnar, sum frammanundan eru tey mest fíggjarliga sperdu, tóku av hesum tilboðið. Tað hevur í alt ov langa tíð valda eitt atgerðarloysi, tá ið talan er um at tryggja føroyskum sethúsaeigarum og lánarum rímiligar og fjølbroyttar møguleikar á føroyska lánsmarknaðinum.. Tá ið tað so endiliga vísti seg ein møguleiki at lætta um sethúsalánið – nú við donskum realkredittlánið, – so vóru tað fleiri, sum valdu hesa loysn, hóast konverteringin varð rættiliga kostnaðarmikil. Tí kann tað tykjast at farið verður øgiliga lætt um fíggjarligu umstøðurnar hjá føroyskum sethúsaeigarum. Til samanberingar kann nevnast, tá ið fólk í vanligum størvum verða søgd úr starvi, so skal hetta gerast við so og langari freist, við ávísum mannagongdum, við møguleika fyri hoyring osfr. Hesi krøv hava fakfeløgini ynskt, tí tað verður hildið órímiligt, at tú bara soleiðis yvir alt ov stutta tíð broytir tilveruna hjá fólkið totalt, uttan at hesi fáa tíð at hugsa seg um. Hetta kann í ávísan mun samanberast. Táið bankarnir soleiðis greiða kundunum frá, at teir í komandi viku hækka rentuna hjá viðkomandi, soleiðis at viðkomandi frá í næstu viku at rokna fer at fáa eina eykarokning uppá t.d. 4, 8 ella 12 túsund krónum um árið, so má tað sigast at verða ein ógvusligur smeitur. Tey standa har og hava ongan annan møguleika enn at taka ímóti rokningini og royna at spenna lívreimina enn longur. At flyta í annan banka er nærum ógjørligt orsakað av tí kostnaði tað inniber við fleiri 10 tals túsund krónum, umframt at tað er ongin verulig kapping á peningastovnsøkinum, og tí ongin munur á, um man er í banka a ella b. Politiski myndugleikin eigur í prinsippinum ikki at blanda seg í hvørji krøv peningastovnarnir seta kundunum. Talan er um privat virksemi og eiga krøvini at verða lagaði hareftir. Hinvegin hevur tað víst seg ógvuliga provokerandi seinastu árini, at peningastovnarnir hava fyri tað fyrsta útmerkað seg við okursrentu, sum hevur ligið fleiri prosent omanfyri hana hjá peningastovnunum í grannalondunum. Og so hava peningastovnarnir uttan samanbering so stórt vald í landinum, og ávirkað liviumstøðurnar hjá føroysku húskjunum meira enn nakar annar. Tað skal sigast peningstovnunum til rós, at teir hava flutt tað føroyska samfelagið fleiri fet framá og eiga stóran leiklut í tí framburði, sum hevur...
Les meiraUppskot til løgtingslóg um solarium
Løgtingsmál nr. 134/2010: Uppskot til løgtingslóg um solarium Uppskot til løgtingslóg um solarium § 1. Bannað er børnum og ungum undir 18 ár at taka sól í solarium. § 2. Landsstýrismaður ásetir við kunngerð, hvussu hesar reglur verða handhevjaðar. § 3. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur ábyrgdina av at hava eftirlit við sólmiðstøðunum í Føroyum. Viðmerkingar Endamál: Endamálið við uppskotinum er at fyribyrgja og minka um talið á krabbameinstilburðum í húðini móðurmerkjakrabba. Sum er, hava vit í Føroyum onga lóg um heilsu –og ungdómspolitikk, tá tað snýr segum solarium. Eitt tilmæli í krabbameinsætlanini frá 2010 var at bannað børnum og ungum undir 18 ár at taka sól í solarium. Hetta, tí at solarium økir fleirfald um vandan fyri krabbamei ni í húðini og móðurmerkjakrabba. WHO og granskingardepilin fyri krabbamein IARC hava sett solarium í hægsta vandabólk, ið eisini inniheldur asbest, sigarettir og arsenik. Alneyðugt er tí, at gera munagóð átøk so óhugnaliga gongdin á krabbameinstilburðum í húðini verður broytt og fyribyrgd. Í fleiri ár vóru tilburðirnir av krabba í húðini vaksandi í Føroyum – bæði, tá talan var um móðurmerkjakrabba og húðkrabba. Hevur ein verið í nógvari sól sum barn ella ung, er ein alt lívið í størri vanda fyri atfáa móðurmerkjakrabba. Sambært serlæknum er eingin ivi um, at sól og solarium hava stóra ávirkan á, um fólk fáa móðurmerkjakrabba. Helvtin av teimum, sum brúka solarium, eru undir 24 ár. Av teimum, sum taka solarium í Føroyum, vitjar fimti hvør solarium eina ferð um vikuna ella meir, sambært Gallup kanning frá 2007.Hesi tøl eru tó minkað nakað, sambært Gallup kanning frá 2010. Kanningar vísa, at vitjar tú solarium eina ella fleiri ferðir mánaðarliga, økist vandin fyri móðurmerkjakrabba tvær til tríggjar ferðir. Í Fraklandi, Týsklandi og Skotlandi er forboð móti solarium fyri ung upp til 18 ár. Eitt slíkt forboð mæla bæði Krabbameinsfelagið, fleiri serlæknar til í Føroyum og hetta er eisini at av tilmælunum í krabbameinsætlanini. Serliga ung fólk eru upptikin av at síggja so væl út sum gjørligt, fylgja rákinum og vilja ikki vera øðrvísi. Ung fólk halda seg ofta síggja betur og frískari út, tá tey eru sólbrend – eisini um veturin. Við hesum hugburði er sjálvsagt, at tey ungu mangan halda solarium vera ein góðan møguleika. Tess ljósari húðin er, tess minni sól tolir hon. Ung fólk hugsa neyvan um, hvussu nógva sól júst teirra húð tolir. Ein sannroynd er tó, at flestu føroyingar hava avbera ljósa húð – júst hon, sum tolir minst av sól. Útsagnir sum: “Vit skulu royna at fáa so nógva sól sum gjørligt, tá hon skínur her”, ”Vit kunnu saktans fara í solarium, tí sólin skínur so sjáldan”, og “Tað er so gott fyri húðina”, eru ikki óvanligar at hoyra. Sum nevnt er eingin politikkur á økinum. Lætt er at fyribyrgja fleiri avtilburðunum við áhaldandi kunning og forboði – og hetta nýtist ikki at útiloka hvørt annað. Kunning er sjálvandi eisini neyðug og gagnlig. Í kjakinum um solariuforboð hevur onkuntið veri sagt, at tað er so trupult at seta forboð um 18 ára aldursmark við tað at tað er trupult at effektuera um sólmiðstøðirnar eru ómannaðar. Loysnin er, at framyvir verða bert sólmiðstøðir sum eru mannaðar. Annars gevur forboðið onga meining. Kann samanberast við at ung undir 18 ár ikki kunnu keypa sigarettir í handlum, men at tað ber til at keypa...
Les meiraUppskot til samtyktar um fíggjarligt frípláss
Løgtingslóg nr. 124/2010: Uppskot til samtyktar um fíggjarligt frípláss Uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrið um at tryggja, at lesandi, stakir uppihaldarar og annars fíggjarliga sperdar familjur í størri mun hava gagn av skipanini um fíggjarligt frípláss Viðmerkingar Fíggjarligt frípláss merkir, at familjur fáa annaðhvørt ókeypis barnaansing ella niðursettan kostnað – alt eftir, hvør inntøkan hjá húsarhaldinum er. Hóast endamálið við skipanini um fíggjarligt frípláss er at javnstilla øll foreldur, er greitt, at skipanin ikki er nóg góð. Tað, sum serliga eigur at verða broytt í kunngerðini, er hetta: • Markið fyri, nær familjur kunnu fáa lutvís frípláss, eigur at vera hægri enn tær 275.000 kr., sum tað er í dag • Markið fyri fíggjarligum fríplássi eigur at verða hækkað hjá støkum uppihaldarum • Útbúgvingarstuðul, barnagjald og barnaviðbót eiga ikki sum nú at verða roknað sum a-inntøka. Hetta varð broytt við kunngerð í 2009 – nevniliga kunngerð nr. 88 frá 17.06.2009. Áðrenn tað vóru útbúgvingarstuðul og nettoveitingar – til dømis útbúgvingarstuðul, forsorgarveitingar og DIS inntøkur – ikki roknaðar sum a-inntøka. Sjálvsagt skal DIS inntøka telja við sum A-inntøka, men tað tykist ikki skilagott, at útbúgvingarstuðul, barnaviðbót og barnagjald skulu telja við sum A-inntøka. Landsstýrismaðurin í almannamálum ásetir hvørt ár við kunngerð markið millum frítt og lutvíst frípláss og ger av, hvør inntøka skal teljast sum A-inntøka. Fram til 2009 varð eitt nú útbúgvingarstuðul ikki taldur við sum A-inntøka. Tað førdi við sær, at lesandi við børnum høvdu væl betri møguleikar fyri at fáa sær eina útbúgving enn í dag. Tykist bakvent at byrja at rokna útbúgvingarstuðul sum A-inntøku sum nakað nýtt, samstundis sum vit áttu at givið barnafamiljum betri lestrarmøguleikar í Føroyum.Tað er serliga margháttligt, tá hugsað verður um, at seinastu árini er roynt at bøta um korini hjá lesandi við børnum við at lata eitt mánaðarligt ískoyti fyri hvørt barnið og við at hækka lestrarstuðulin til stakar uppihaldarar. Hesar upphæddir verða taldar sum A-inntøka. Og hetta ávirkar bert tey, sum hava smá børn á stovni, tey lesandi, sum hava børn í skúlaaldri, fáa framvegis henda peningin – men hava jú ikki útreiðslur til ansing. Um bæði foreldrini eru lesandi og onga aðra inntøku hava, so er familjan framvegis undir markinum og fær fult frípláss á dagstovni, men um bæði mamman og pápin eru lesandi og harumframt arbeiða niðursetta tíð fyri at fáa endarnar til at røkka saman, so eru tey mangan beint undir markinum, og tá ger verandi kunngerð í summum førum, at tað, tú vinnur, kann verður uppetið av gjaldinum til barnaansing. Frymilin, sum fríplássið verður roknað eftir, er ikki optimalur – markið, millum nær fólk fáa fult frípláss ella einki frípláss, átti at veri størri enn í dag. Fer inntøkan upp um 275.000 kr. árliga ella 23.000 kr. mánaðarliga, fæst eingin hjálp til fíggjarligt frípláss. Hetta ger, at eitt nú stakir uppihaldarar, sum arbeiða fulla tíð, kunnu uppliva, at um tey kýta seg, verður peningurin uppetin á tann hátt, at fríplássið ella lutvísa fríplássið dettur burtur. Øll vilja fegnast rinda fyri seg og sítt, men tað kann tykjast meiningsleyst, at um ein arbeiðir niðursetta tíð, fær ein fult frípláss, men um ein kýtir seg og arbeiðir fulla tíð, missir viðkomandi rættin til lutvís frípláss. Ella kanska ein stakur uppihaldari hevur møguleika at átaka sær nakra eyka arbeiðsuppgávur viðhvørt, at gera tilveruna lættari eitt tíðarbil, men...
Les meiraUppskot um at útgreina orsøkir til høga kostnaðin á vørum og tænastum í Føroyum og at vísa á neyðug tiltøk til tess at lækka kostnaðarstøðið
Løgtingsmál nr. 140/2010: Uppskot til samtyktar um at útgreina orsøkir til høga kostnaðin á vørum og tænastum í Føroyum og at vísa á neyðug tiltøk til tess at lækka kostnaðarstøðið Uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrið um at útgreina orsøkir til høga kostnaðin á vørum og tænastum í Føroyum og at vísa á neyðug stig til tess at lækka kostnaðarstøðið hjá vinnu og húsarhaldum Viðmerkingar Búskaparfrøðingurin Heri á Rógvi hevur fyri stuttum lagt fram eina kanning av kostnaðarstøðinum á vørum og tænastum í Føroyum samanborið við onnur lond í Evropa. Kanningin vísir á, at við teimum altjóða samanberingartølum, ið kanningin byggir á, eru Føroyar dýrasta land í Evropa – meðan Danmark er á øðrum plássi. Fleiri føroyskir stovnar og feløg hava stuðlað kanningini: Kappingarráðið, Samtak, Hagstovan, Uttanríksráðið og Danmarks Statistik. Kanningin lýsir eina røð av tættum: Vørur, tænastur, býli, rentustøðið o.s..fr.. Men hon lýsir ikki orsøkirnar og møguleikarnar at broyta umstøður, infrakervi, kapping, brúkaravernd o.a., sum kann lækka kostnaðarstøðið. Tí er gylt høvi hjá landsstýri og løgtingi nú at taka næsta stigið til tess at fáa lýst týdningarmiklar orsøkir og bygnaðir, ið elva til støðuna – og ikki minst at leggja fram ítøkilig átøk, ið kunnu broyta gongdina. Frammanundan er onki neyvt yvirlit yvir gongdina í reallønini hjá føroyskum inntøkubólkum, og tískil vanta týdningarmikil amboð til tess at leggja neyvar politiskar ætlanir og at málrætta tær skipanir, ið verða settar í verk. Talan er um álvarsmál fyri gerandisdagin og trivnaðin hjá hjá føroyskum familjum og húsarhaldum, og um kappingarførið fyri føroyska vinnu. Skulu Føroyar mennast og draga fólk og íløgur til sín, er alneyðugt at venda gongdini og myndini av møguleikunum at virka og liva eitt sømiligt og mennandi lív í Føroyum. Tí verður skotið upp, at Løgtingið viðger hetta mál og heitir á landsstýrið um at taka táttin upp sum skjótast. Á Løgtingi, 1. mars 2011 Høgni Hoydal Tórbjørn Jacobsen Bergtóra Høgnadóttir Joensen Hergeir Nielsen Annita á Fríðriksmørk Sjúrður Skaale Bjørt Samuelsen Heini O....
Les meira