Lýsing

Tingmál

Uppskot um at javnseta økini í landinum

, 08/03/2011

Løgtingsmál nr. 143/2010: Uppskot til samtyktar um at taka upp samráðingar um at javnseta økini í landinum við at tryggja sjóvegis samferðslu í støðu við arbeiðssteðgi   Uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrið um beinanvegin at taka upp samráðingar við fakfeløg á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum til tess at tryggja avtalur um, at økini í landinum verða javnsett, tá um samferðslu ræður, og sjóvegis samferðslan kann røkjast í støðum við arbeiðssteðgi á arbeiðsmarknaðinum Viðmerkingar Sáttmálasamráðingarnar millum feløg á almenna arbeiðsmarknaðinum øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og kommunurnar hinumegin, eru júst lidnar, og tað eydnaðist tíbetur at finna semju, hóast útlit vóru fyri arbeiðssteðgi. Í tí sambandi varð aftur varpað ljós á ein serstakan ójavnað millum økini í landinum, tá arbeiðssteðgur er. Afturvendandi hava støður tikið seg upp, har verkfall/verkbann raka serstakliga ójavnt kring landið, av tí at sjóvegis samferðslan til økir í landinum verður rakt umframt aðrar avleiðingar av arbeiðssteðgi. Áður var størri partur av landinum raktur av hesum, men eftir at koyrandi er millum 85% av føroyska fólkinum, eru tað nú serliga Suðuroyggin, Sandoyggin, Nólsoyggin og partvíst aðrar oyggjar, ið verða raktar. Tá arbeiðssteðgur hevur tikið seg upp – ella møguleikin fyri arbeiðssteðgi hevur ligið fyri í sambandi við sáttmálasamráðingar á bæði privata og almenna arbeiðsmarknaðinum – hevur av røttum verið víst á, at talan er um landsvegirnar hjá hesum økjum, ið verða rakt. Og at hesi øki tískil umframt at skula liva við avleiðingunum av arbeiðssteðgi fyri alt landið, verða tvífalt rakt, av tí at allir møguleikar fyri vanligari samferðslu, steðga. At hetta hevur djúptøknar avleiðingar fyri fólk, familjur, vinnu og vøruflutning, er eyðsæð. Harumframt er eisini talan um ein trygdarspurning, av tí, at fólk verða noydd at finna meira ella minni alternativar samferðsluvegir. Tað hevur somuleiðis verið afturvendandi, at tá støðan er íkomin ella er væntandi, koma knappliga uppskot um at gera nakað við málið. Og landsstýrisfólk og løgtingsfólk siga seg vilja leggja upp í ein arbeiðssteðg við lóg. Men eins skjótt tykist málið at verða burturgloymt aftur, tá sáttmálar eru undirskrivaðir. Fyri Tjóðveldi er tað sera avgerandi og eitt prinsippmál, at rættindini og skyldurnar á arbeiðsmarknaðinum verða avtalaðar við frælsum samráðingum á arbeiðsmarknaðinum. Fer annar samráðingarparturin, ið hevur tann valdsmøguleikan – nevniliga landsstýrið – inn við lóg í eina arbeiðsósemju, so er arbeiðsmarknaðurin og frælsi samráðingarrætturin syndraður. Tá verða avleiðingarnar djúptøknar og møguleikarnir fyri eini siviliseraðari loysn á so grundleggjandi spurningum, skotnir langt út í framtíðina. Málið um samráðingarrætt og verkfalsrætt á arbeiðsmarknaðinum, og hetta at javnseta økini í landinum viðvíkjandi samferðslu, skal sostatt loysast við samráðingum millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, áðrenn arbeiðssteðgur kemur í. Sjálvsagt er tað so – eins og gjørt hevur verið á øðrum arbeiðsmarknaðarøkjum – at um fakfeløg ella fakbólkar skulu siga frá sær verkfalsrætt á einum øki, so krevur tað afturbering á annan hátt. Tí er bert ein møguleiki: At landsstýrið tekur upp samráðingar við tey avvarðandi fakfeløgini á bæði almenna og privata arbeiðsmarknaðinum, ið eru avgerandi fyri sjóvegis samferðsluna, við tí endamáli, at gera eina avtalu um at javnseta økini í landinum, tá um samferðslu ræður.   Nú er møguleikin at gera hetta í “friðartíð” – og bert eitt ár er til komandi sáttmálasamráðingar. Tí verður skotið upp, at Løgtingið tekur undir við fyriliggjandi uppskoti. Á Løgtingi, 1. mars 2011 Høgni Hoydal...

Les meira

Uppskot til samtyktar um føroyskt mál á almennum skíggjum

,

Løgtingsmál nr. 180/2010: Uppskot til samtyktar um føroyskt mál á almennum skíggjum Uppskot til samtyktar   Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið tingmál, sum tryggjar at fyritøkur, stovnar og onnur nýta tað føroyska málið við føroyskari stavseting, tá ið hesi fyri almenninginum seta upp teldustýrdar skíggjar, sum antin lýsa ella upplýsa og vegleiða almenningin um mannagongdir.   Tað er alsamt meira vanligt at síggja skíggjar, sum verða settir upp ymsastaðni, og sum hava til endamáls at vegleiða kundan ella brúkaran, hvussu hann skal bera seg at, tá ið hann ger nýtslu av tí tænastu, sum fyritøkan, handilin ella stovnurin bjóðar. Mannagongdin við elektroniskum skíggjum mugu sigast at verða stór framstig fyri modernað vinnulív og kundatænastu sum heild. Hesi framstig ynskja vit at verað partur av, samstundis sum vit eiga at tryggja okkum at teir møguleikar sum eru í hesi tøkni verður gagnnýtt. Í hesum føri verður hugsað um ta málnýtslu,sum tøknin nýtir. Tá ið hon oftast við stuttum boðum skal kunna almenningin um eitthvørt. Hetta málið mælir uppskotið til verður á føroyskum. Dømi eru eisini um stórar føroyskar fyritøkur, sum ynskja at allur tekstur teirra áskíggjum, sum er ætlaður kundunum, skal verða á føroyskum. Her er tó talan um tænastu, sum føroyskt vinnulív í flestu førum keypir uttanlands, og kann tí verða trupult at fáa hetta ynski eftirlíkað hjá føroyskum fyritøkum, serstakliga um politiski myndugleikin ikki vísir hesum ans. Táið talan er um skíggjar, har flest allir føroyingar hava atgongd, og flestu føroyingar gera nýtslu av hesum skíggjum dagliga, er umráðandi, at tað mál, sum verður nýtt har, er føroyskt. Uppskotið vendir sær til skíggjar, sum verða nýttir til gjaldskort, peningaautomatir, umframt skíggjar sum verða nýttir við bensin og dieselpumpur, bilvask og annars allar tær tænastur har skíggjar, sum við telduteksti upplýsir kundan og vegleiðir honum, hvussu hann skal bera seg at. Táið talan er um føroyskar stavir síggja vit til stundum, at d verður nýtt ístaðin fyri ð og at i, o, u, y verða nýttir heldur enn í, ó, ú, ella ý. Hetta eigur myndugleikin, sum varðar av føroyska málinum ikki at góðtaka. og átti eisini verða óneyðugt í einum so framkomnum telduheimi, sum honum vit eru partur av. Hetta snýr seg um virðing fyri málinum og eisini fyri tøknini.Eisini er tað ein ásannan av tí týdningi tað hevur fyri okkara samleika, at tað er tað føroyska málið, sum verður nýtt mest møguligt í teimum tænastum, har almenningurin hevur atgongd. Tí er neyðugt, at vit verja og menna málið, so tað eisini fylgir við tí nýggju tøkni, sum vit ynskja, at samfelagið og vinnulívið skal verða partur av. Tað kann hugsast, at partur av uppskotinum kann loysast við heimild í marknaðarføringslógini og neyðugum tilhoyrandi kunngerðum. Hugsað verður her um grein 7a: ” Lýsingar og lýsingatilfar, sum er beinleiðis ætlað brúkarum í Føroyum, skal vera á føroyskum. Stk. 2. Landsstýrið kann áseta nærri reglur um mál í lýsingum og lýsingatilfari við kunngerð. “ Síðani er eisini vert at vísa á, at eftirlit er skipað hjá Brúkaraumboðnum og at landsstýrið tí kundi kannað um eftirlitsmyndugleikin av tí, sum mælt verður til her, eisini kundi ligið har. Á Løgtingi, 1. mars 2011 Annita á Fríðriksmørk...

Les meira

Uppskot um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

,

Løgtingsmál nr. 185/2010: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap § 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 87 frá 18. august 2010, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 4 verður sum nýtt stk. 7 sett: "Stk. 7. Tríggja fjórðingar mark er sjógvurin innan fyri beinar linjur drignar gjøgnum hesi tilskilaðu støð í hesi raðfylgju: 1. 61º27,8595N – 006º58,2438W 2. 62º05,7875N – 007º48,0090W 3. 62º06,4506N – 007º47,7902W 4. 62º06,9408N – 007º47,4636W 5. 62º08,1731N – 007º45,5685W 6. 62º20,6580N – 007º16,9394W 7. 62°21,0616N – 007°15,4387W 8. 62°22,3353N – 007°07,4563W 9. 62°22,4984N – 007°06,1736W 10. 62°23,5266N – 006°59,5059W 11. 62°25,4007N – 006°48,9673W 12. 62°25,4810N – 006°48,3336W 13. 62°26,6064N – 006°32,1756W 14. 62°23,8467N – 006°15,0103W 15. 62°22,2312N – 066°10,2151W 16. 62°19,7101N – 006°08,9531W 17. 61°18,6760N – 006°34,6193W 18. 61°17,3757N – 006º39,4047W 0. 61º12,6532N – 006º44,1870W " 2) Aftaná § 9b verður sett: /3 2 "§ 9c. Eingin vinnuligur fiskiskapur við húki og troli eigur at verða loyvdur innan fyri tríggjar fjórðingar úr landi, sbrt. § 4, stk. 7." § 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Viðmerkingar: Fiskiárið byrjar sambært lógini um vinnuligan fiskiskap hin 1. september. Væl undan tí skulu Havstovan og Fiskidaganevndin gera síni tilmæli, sum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skal gera sítt uppskot um fiskidagatal o.a. eftir. Løgtingið tekur til endans avgerðina um, hvussu fiskiárið skal skipast viðvíkjandi døgum, friðingum og á annan hátt. Í stóran mun hevur tingið higartil ikki viðgjørt annað enn at áseta dagatalið í ávísu veiðibólkunum, friðingin av Føroya Banka tó undantikin. Fleiri onnur tilmæli hava verið, eisini tilmæli sum Havstovan og Fiskidaganevndin stórt sæð hava verið samd um. Eitt av hesum er friðingin fyri allari húkaveiði inni við land. Myndugleikin hevur tó ikki givið hesum gætur. Tey flestu hava helst lagt til merkis, at tað higartil í hesum fiskiárinum hava verið óvanliga nógvar lýsingar/kunngerðir frá Fiskiveiðieftirlitinum í miðlunum um bráðfeingis veiðibann á ávísum økjum. Orsøkin er sjálvandi, at ov nógv hevur verið veitt av smáttfallandi gráum fiski. Í tilmælinum frá Fiskirannsóknarstovuni 12. juni 2007 stendur: ”Eingin vinnuligur fiskiskapur við húki eigur at verða loyvdur innan fyri 3 fjórðingar úr landi. Hetta fyri at verja smáfiskin.” Í tilmælinum frá Fiskirannsóknarstovuni 15. juni 2008 stendur: ”Eingin vinnuligur fiskisakpur við húki eigur at verða loyvdur innan fyri 3 fjórðingar úr landi, og til toska- og hýsustovnurin eru komnir fyri seg aftur, eigur heldur eingin vinnuligur fiskiskapur at verða loyvdur á leiðunum vístar í skjali 1.” 15. juni 2009 tilmælir Havstovan tað sama sum omanfyri, og í seinasta tilmælinum, sum var latið landsstýrismanninum 15. juni 2010, verður sagt: ”Fyri at verja árgangirnar av serliga toski og upsa eigur eingin vinnuligur fiskiskapur við húki (troli) at verða loyvdur nær landi, og harumframt eigur heldur eingin vinnuligur fiskiskapur at verða loyvdur á leiðunum vístar í skjali 1.” Tað tykist vera semja ímillum allar avvarðandi partar, lívfrøðingar og fiski- og útróðrarmenn, at veiðan eftir smáfiski hevur verið alt ov umfatandi í seinastuni. Fiskimálaráðið man vera komið til somu niðurstøðu, nú bráðfeingis veiðibann í tíð og ótíð verða lýst fyri ávís øki á landgrunninum, serliga nær landi. Fyri allar partar er tað búskaparliga betra loysnin, at góðu árgangirnir, sum nú eru komnir inn í...

Les meira

Uppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya

,

Løgtingsmál nr. 184/2010: Uppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya Uppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya Endamál § 1. Henda lóg skipar Búskapargrunn Føroya, ið skal tryggja búskaparligu áhugamál Føroya fólks, tá ræður um at nýta serinntøkur landsins, og skal nýtast sum amboð at røkka einum sjálvberandi búskapi, við: a) at tálma sveiggjum í føroyska búskapinum, ið kunnu standast av ikki-varandi serinntøkum, b) stigvíst at gera løgtingsfíggjarlógina óhefta av donsku ríkisveitingini, c) at rinda uttanlandsskuld landskassans til danska statin, d) at menna útbúgving og gransking í Føroyum. Inntøkur grunsins § 2. Serinntøkur landsins verða settar til síðis á fíggjarlóg og roknskapi landsins á serstaka kontu, nevnd Búskapargrunnur Føroya. Stk. 2. Serinntøkur, ið eru peningainntøkur frá ikki-varandi tilfeingi landins, eru: a) skattur sambært kolvetnisskattalógini, b) avgjøld og ágávur sambært løgtingslóg um kolvetnisvirksemi, c) heildarveitingin úr ríkiskassa Danmarkar frá og við ár 2012, d) gjaldførisinntøkur til landskassan í sambandi við sølu og umskipan av fyritøkum og stovnum landsins. e) rentur og avkast av grunsfænum. Stk. 3. Gjaldføri landskassans, sum í ár 2011 og fylgjandi ár er oman fyri minstainnlán landskassans, sambært løgtingslóg hesum viðvíkjandi, kann við fíggjarlógini flytast Búskapargrunni Føroya. Útgjaldskipan § 3. Úr Búskapargrunni Føroya verða skiftisgjøld flutt til løgtingsfíggjarlógina undir inntøkur. Skiftisgjaldið er ásett til 600 mió. kr. í 2012 og verður síðani lækkað við 75 mió. kr. árliga, til tað fellur burtur í ár 2020. Stk. 2. Allar gjaldførisinntøkur, ið Búskapargrunnur Føroya fær sambært § 2, stk. 2, pkt. d, skulu fylgjandi fíggjarár nýtast til at rinda uttanlandsskuld landskassans til danska statin. Stk. 3. Av skiftisgjaldinum, ið verður flutt til løgtingsfíggjarlógina sambært § 3, stk. 1, skal minst 1/4 verða nýttur til menning av útbúgving og gransking í Føroyum. Stk. 4. Tá ið samantaldu inntøkur grunsins sambært § 2, stk. 2, pkt. a-c og e og § 2, stk. 3 eru kr. 3,5 mia., leggur Føroya Landsstýri fram uppskot til løgtingslóg um nýtslu av realavkasti av íløgum grunsins, jbr. § 1. Stk. 5. Inntøkur grunsins sambært § 2, stk. 2, pkt. d gerast partur av samantaldu inntøkum grunsins í § 3, stk. 4, tá uttanlandsskuld landskassans til danska statin er rindað sambært § 3, stk. 2. Umsitingarlig viðurskifti § 4. Grunsfæ verður sett í virðisbrøv á fíggjarmarknaðinum eftir almennum leiðreglum um størst møguligan vinning við atliti til spjaðing av váða. Stk. 2. Grunnurin kann hava arbeiðsgjaldføri á innlánskontum í sentralbankum, peningastovnum og øðrum fíggjarstovnum. Stk. 3. Altjóða keypiorka av peningi grunsins skal tryggjast á bestan hátt. § 5. Landsstýrismaðurin í búskaparmálum stendur fyri og rindar umsiting av Búskapargrunni Føroya. Stk. 2. Landsstýrismaðurin í búskaparmálum tryggjar gjøgnumskygni í umsitingini av Búskapargrunni Føroya. Stk. 3. Greið frámerking av serinntøkum mótvegis øðrum inntøkum skal gerast í høvuðsyvirlitum til løgtingsfíggjarlóg og roknskap landskassans. Somuleiðis skulu greitt vísast úrslit áðrenn og eftir útgjald úr Búskapargrunni Føroya sambært § 3. Stk. 4. Landsstýrismaðurin í búskaparmálum fyriskipar neyðugar reglur, ið skulu lýsa, hvussu flytingar millum Búskapargrunn Føroya og løgtingsfíggjarlógina fara fram á løgtingsfíggjarlógini. Gildiskoma § 6. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. Lógarviðmerkingar Kapittul 1. Almennar viðmerkingar 1.1 Grundarlagið fyri uppskotinum um Búskapargrunn Føroya Føroyum tørva eina skipan og ítøkilig amboð, ið kunnu tryggja ein sjálvbjargnan føroyskan búskap. Eina skipan, ið tálmar sveiggjum í føroyska búskapinum. Eina skipan, ið tryggjar langtíðaráhugmál Føroya, eins væl og stutttíðaráhugamálini. Búskapargrunnur Føroya er eitt høvuðsamboð í...

Les meira

Uppskot til løgtingslóg um loðsskyldu

,

Uppskot til løgtingslóg um loðsskyldu   § 1. Øll skip, sum eru yvir 50 BRT/GT, skulu nýta loðs, tá siglt verður inn og út av havnum í Føroyum.   § 2. Skip, sum hava skipara ella stýrimann umborð, ið hevur siglt í somu havn 3 ella fleiri ferðir seinastu 5 árini, nýtast ikki loðs, tá ið siglt verður inn í og út úr hesi havn.   § 3. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur fyri, hvussu skipanin við loðsskyldu skal virka, ásetir kostnað fyri leigu av loðsi og ger reglur fyri, hvørjar treytir skulu setast einum loðsi.   § 4. Brot á hesa lógina verða revsað eftir reglunum í kapittul 11 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum.   § 5. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.   Viðmerkingar Uppskot til løgtingslóg um loðsskyldu verður løgd fram samstundis sum, at uppskot til løgtingslóg um at yvirtaka loðslógarøkið verður lagt fram. Javnan verður málið viðvíkjandi kravdum loðsi tikið upp á løgtingið og í miðlunum. Semja tykist verða um, at her er regluverkið ikki nóg gott, og at her má gerast nakað. Tað skal tó sigast, at nógv tey flestu fremmandu skipini, sum koma á okkara firðir og sund ynskja loðs umborð tá hesi vitja ein av firðum okkara. Men so eru tað skipini við fremmandari manning umborð sum ikki gera tað, og tá kann vandi verða á ferð. Orsøkirnar til at loðsurin verður valdur frá kunnu verða t.d. fíggjarligir ella tí at tey á brúnni ikki síggja nakran vanda í at fara inn uttan loðs. Nógv vinnuligt virksemi er við havnaløgini kring landið alt, samstundis sum virðismiklir aliringar mynda firðir okkara. Talan er sostatt um vrksemið, sum myndar vinnu okkara á landi og á sjógvi og sum er krumtampurin í føroyska vinnulívinum og búskapinum, og stendur hetta virksemi fyri so at siga øllum tí føroyska útflutninginum. Harumframt er hetta virksemi staðsett á leiðum, sum livir av reinum umhvørvi. Tí kann skaðin verða øgiligur um vit síggja stórt uppá skip við alskyns vandamikulum góðsi umborð, sum ferðast ókend inn og út frá landi okkara. Hetta fær lond aðrastaðni at seta strong trygdarkrøv um loðs og depositum og annað, sum ger, at virðingin fyri umhvørvinum og djóralívinum har um leiðir, er í hásæti. Men so tykist ikki vera í Føroyum. Tað er ógvuliga naivt at trúgva, at hendingin við Olshanu ikki endurtekur seg. Hví skal hon ikki tað? Her sigla skip regluliga inn og út eftir firðum okkara, og tey hava frítt at fara við vandamiklum góðsi og við skiparum, sum als onki kenna til firðirnar. Hevði ein loðsur verið umborð á russiska trolaranum Olshanu, tá ið skipið sigldi útaftur, hevði skipið neyvan siglt á flesjarnar. Tað vóru øll samd um, tá ið skaðin var hendur. Og beinanvegin var almannakunngjørt frá útinnandi valdinum, at nú fór skipanin við kravdum loðsi at verða sett í verk. Síðani eru gingin fleiri ár, uttan at nakað alment er komið fram um, at nakað er broytt á hesum øki. Tað undrar stórliga, at slík tøgn valdar um hetta málið, serliga tá ið hugsað verður um tann skaða, sum skip við ókunnufólki á brúnni kunnu verða atvoldin til. Ætlanin við hesum lógaruppskoti er ikki at gera broytingar í ásetingum og heimildum, ið givnar eru við løgtingslóg um trygd á...

Les meira

Uppskot um at seta nevnd at gera fíggingarleist til útbygging av samferðslukervinum

,

Løgtingsmál nr. 187/2010: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at gera fíggingarleist til útbygging av samferðslukervinum   Uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrið at seta faknevnd at gera eitt uppskot til fígging av framhaldandi útbygging og viðlíkahaldi av samferðslukervinum við atliti at samfelagsbúskapi, ferðslustýring, økismenning, umhvørvi og samhaldsfesti. Viðmerkingar Eitt væl útbygdt samferðslukervi er ein fyritreyt fyri vøkstri og trivnaði í landinum. Stórar íløgur hava síðani miðskeiðis í fimtiárunum verið gjørdar, fyri at røkka politiska málsetninginum um vegasamband til hvørja bygd, og at fáa oyggjasamfelagið so væl knýtt saman sum yvirhøvur til ber, við vegum, brúm, tunlum og ferjum. Neyvan nakar man ivast í, at tað, at ferð kom á samferðsluútbyggingina, ikki minst tá farið varð undir tunnilsboringar í sekstiárunum, hevur verið grundarlag undir stórum parti av tí framburði føroyska samfelagnum hevur verið fyri. Í dag hava 85% av landsins íbúgvum fast vegasamaband sínamillum, og sostatt má sigast, at komið er rættuliga langt, í mun til ein dreym um at gera 18 oyggjar til eitt samanknýtt øki. Nøkur heilt stór fet vórðu tikin, tá brúgvin við Streymin alment varð tikin í nýtslu í 1973, og tá undirsjóvartunlarnir til Vágarnar og Norðuroyggjar lótu upp í ávíkavíst 2002 og 2006. Sitandi Løgting hevur fleiri reisir viðgjørt tunnilsverkætlanir. Bæði nýgerð av tunnilsleiðum á landi, og bygging av undirsjóvartunli til Sandoynna og millum Eysturoynna og Streymoynna. Tunlar eru munandi tyngri at lyfta fíggjarliga, samaborið við vegagerð. Bæði í byggikostnaði, men ikki minst eisini í viðlíkahaldi. Eitt nú kostar tað á leið 11 milliónir árliga at viðlíkahalda teir báðar verandi undirsjóvartunlarnar, og hesin prísur hækkar væntandi munandi, tá tunlarnir eldast og tørva størri ábøtur. Tá fleiri undirsjóvartunlar vera, skal eisini rúm fígging vera til dagføringar av hesum. Landsverk metir, at skal vega og tunnilskervið vera í besta standi, skulu á leið 775 – 1050 kr pr metur tunnil og 250 kr pr metur landsveg setast av til viðlíkahald. Bert kravið til viðlíkahald og dagføringar, liggur sostatt langt omanfyri 100 mio krónur, vilja vit hava eitt samferðslukervi í fullgóðum standi. Umframt vegir, tunnlar og brýr, hoyra eisini havnagerð, tyrlupallar og flogvøllur/-vallir til eitt nútímans infrakervi, sum landið hevur ábyrgdina av. Landsverk gjørdi fyri nøkum árum síðani eina samferðsluútbyggingarætlan fyri 2008-2020. Í henni sæst bæði yvirlit yvir møguligar framtíðar útbyggingar, og ætlanir fyri nýgerð og dagføringum av verandi samferðslukervi. Hetta vala arbeiði, er gott grundarlag undir arbeiðinum hjá samferðslunevndini. Samlaðu útbyggingarætlanirnar í Samferðsluætlanini krevja minst 5 milliardir krónur. Skal tað bera til, at fáa gjørt ynsktu útbyggingarnar – um ikki allar, so stóran part av teimun – og skal fíggjarorka vera til neyðuga dagføring og viðlíkahald, er neyðugt at tryggja, at landið fær inntøkur til hetta. Í flestu førum fíggjar landsskassin útbyggingina av samferðslukervinum. Tá fyrstu tunlarnir vórðu gjørdir á landi, vóru eisini kommunurnar við til at bera partar av útreiðslunum. Hesum varð gingið burtur frá. Tá farið varð at byggja undirsjóvartunlar, varð fyrstu lutvís brúkarafígging gjørd til part av fíggingarleistinum fyri tunlarnar. Størsta partin av íløguni, hevur landskassin tó goldið við árligari játtan. Tunlarnir bera seg so mikið væl fíggjarliga, at teir kundu burturav verið fíggjaðir av brúkaragjøldum. Fyri ein komandi Skálafjarðatunnil er hetta galdandi í enn størri mun, men fyri Sandoyartunnilin er eingin møguleiki fyri, at hesin verður sjálvfíggjandi. Útrokningar vísa, at inntøkurnar frá Sandoyartunlinum neyvan fara at røkka longri enn til...

Les meira

Uppskot um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum

,

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum loðslógarøki)   § 1. Í løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 2006 um ræði á málum og málsøkjum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 7 frá 17. februar 2010, verður § 1, stk. 2, nr. 18 strikað. § 2. Løgtingslógin kemur í gildi 1. august 2011. Serligar viðmerkingar Vísandi til lógina um ræði á málum og málsøkjum, sokallaða ræðislógin, verður skotið upp, at loðslógarøkið verður yvirtikið, og at hetta verður staðfest við løgtingslóg. Fíggjarligar avleiðingar Viðvíkjandi fíggjarligu avleiðingunum av at yvirtaka málsøkið, verður hetta viðgjørt undir nevndarviðgerðini. Almennar viðmerkingar Javnan verður málið viðvíkjandi kravdum loðsi tikið upp á løgtingið og í miðlunum. Semja tykist verða um, at her er regluverkið ikki nóg gott, og at her má gerast nakað. Tað skal tó sigast, at nógv tey flestu fremmandu skipini, sum koma á okkara firðir og sund ynskja loðs umborð tá hesi vitja ein av firðum okkara. Men so eru tað skipini við fremmandari manning umborð sum ikki gera tað, og tá kann vandi verða á ferð. Orsøkirnar til at loðsurin verður valdur frá kunnu verða t.d. fíggjarligir ella tí at tey á brúnni ikki síggja nakran vanda í at fara inn uttan loðs. Nógv vinnuligt virksemi er við havnaløgini kring landið alt, samstundis sum virðismiklir aliringar mynda firðir okkara. Talan er sostatt um virksemið, sum myndar vinnu okkara á landi og á sjógvi og sum er krumtampurin í føroyska vinnulívinum og búskapinum, og stendur hetta virksemi fyri so at siga øllum tí føroyska útflutninginum. Harumframt er hetta virksemi staðsett á leiðum, sum livir av reinum umhvørvi. Tí kann skaðin verða øgiligur um vit síggja stórt uppá skip við alskyns vandamikulum góðsi umborð, sum ferðast ókend inn og út frá landi okkara. Hetta fær lond aðrastaðni at seta strong trygdarkrøv um loðs og depositum og annað, sum ger, at virðingin fyri umhvørvinum og djóralívinum har um leiðir, er í hásæti. Men so tykist ikki vera í Føroyum. Tað er ógvuliga naivt at trúgva, at hendingin við Olshanu ikki endurtekur seg. Hví skal hon ikki tað? Her sigla skip regluliga inn og út eftir firðum okkara, og tey hava frítt at fara við vandamiklum góðsi og við skiparum, sum als onki kenna til firðirnar. Hevði ein loðsur verið umborð á russiska trolaranum Olshanu, tá ið skipið sigldi útaftur, hevði skipið neyvan siglt á flesjarnar. Tað vóru øll samd um, tá ið skaðin var hendur. Og beinanvegin var almannakunngjørt frá útinnandi valdinum, at nú fór skipanin við kravdum loðsi at verða sett í verk. Síðani eru gingin fleiri ár, uttan at nakað alment er komið fram um, at nakað er broytt á hesum øki. Tað undrar stórliga, at slík tøgn valdar um hetta málið, serliga tá ið hugsað verður um tann skaða, sum skip við ókunnufólki á brúnni kunnu verða atvoldin til. Á Løgtingi, 1. mars 2011 Høgni Hoydal   Annita á Fríðriksmørk   Sjúrður Skaale Bergtóra H. Joensen   Hergeir Nielsen   Bjørt Samuelsen Tórbjørn Jacobsen og  Heini O....

Les meira

Uppskot um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

, 29/07/2010

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap § 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 11 frá 26. februar 2010, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 9 a, stk. 1, litra a verður orðað soleiðis: “a) Í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, á Føroya Banka innan fyri linjur, drignar millum hesi 8 støð og í hesi raðfylgju: 1. 61°19’00"N 08°14’00"V 2. 60°58’00"N 07°43’00"V 3. 60°50’00"N 07°57’00"V 4. 60°24’00"N 09°07’00"V 5. 60°50’00"N 09°34’00"V 6. 60°54’00"N 09°34’00"V 7. 61°14’00"N 08°52’00"V 8. 61°19’00"N 08°14’00"V Hetta veiðibann fevnir um veiðu við skovlváð, troli, snurriváð ella líknandi neti umframt allar aðrar veiðihættir, tó ikki beinleiðis veiðu eftir sild og makreli við kraftblokki.” 2) Í § 9 a, stk. 1, litra e verður “Í tíðarskeiðinum frá 1. apríl til 31. januar, báðir dagar íroknaðir, 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur, drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:” broytt til: “Alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur, drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:” 3) Í § 27 verður “frá 1. september 2009 til 31. august 2010” broytt til: “frá 1. september 2010 til 31. august 2011 .” 4) § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, stk. 1, sum eru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum verður býtt millum fiskiførini, tó so, at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin. § 2 Henda løgtingslóg fær gildi tann 1. september 2010. Kap. 1. Almennar viðmerkingar Tað er eftir avgerð Løgtingsins, at fiskidagarnir verða ásettir og harvið rásarúmið hjá størsta partinum av føroyska heimafiskiflotanum. Tann eini høvuðsbólkurin er undantikin fiskidøgum, men er skipaður á annan hátt. Tað er skyldan hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum umsitur málsøkið, at leggja uppskot fyri Løgtingið, so avgerð tingsins kann verða tikin fyri 18. august. Meginreglan er tí, at landsstýrismaðurin, sum situr, fær tilmælini frá Havstovuni og Fiskidaganevndini, soleiðis sum lógliga er fyriskrivað. Hesi hava verið almenn í eina tíð, og royndirnar av rikna fiskivinnupolitikkinum, síðani fiskidagaskipanin varð sett í gildi, geva greiðar ábendingar um, at sitandi landsstýri ongar ætlanir hevur um at broyta hugburðin soleiðis, at farið verður undir at áseta fiskidagatalið samsvarandi lívfrøðiligu tilráðingunum. Fyri at bøta um hendan vantandi fiskivinnupolitikkin leggur Tjóðveldi fram hetta uppskotið, sum miðar eftir at gera føroyska fiskiveiðu á heimaleiðum burðardygga, og harvið til tryggasta møguliga grundarlagið undir landsins búskapi. Tað er ikki serliga hugaligur lesnaður, ið landsstýrismaðurin hevur fingið frá ráðgevandi stovni sínum í havlívfrøðiligum viðuskiftum, hóast onkran minni glotta, sum sambært lógini um vinnuligan fiskiskap saman við Fiskidaganevndini skal ráðgeva landsstýrismanninum um, hvat skilabest er at gera, so gagnnýtslan av okkara týdningarmesta havtilfeingi fer fram á einum burðardyggum grundarlagi. Í rúma tíð hevur verið alment kent, at mælt verður til munandi skerjingar í fiskidagatalinum, tí serliga toska- og hýsustovnarnir hava havt tørv á vernd at koma fyri seg aftur. Upsastovnurin verður nú eisini hildin at vera undir ov stórum trýsti sambært teimum tilráðandi. Tjóðveldi er á einum máli við teimum, ið hava latið hesi tilmæli. Vit mugu gera alt tað, sum...

Les meira

Uppskot um at nýta altjóða próvtalsstiga í føroyskum útbúgvingum

, 06/03/2010

Uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrið um beinanvegin at fyrireika og leggja fyri Løgtingið neyðug lógaruppskot til tess, at altjóða próvtalsstigin (ECTS) verður nýttur beinleiðis í føroyska útbúgvingarverkinum soleiðis, at føroyskir skúlar og útbúgvingar lúka fremstu altjóða krøv og føroyskar útbúgvingar verða viðurkendar og geva atgongd til víðari nám um allan heim. Viðmerkingar Útbúgvingarverkið alt stendur fyri stórum avbjóðingum og umleggingum. Frá barnaskúla til miðnám, hægri útbúgvingar og endurútbúgvingar verða útbúgving og nám ein partur av lívinum hjá hvørjum einstøkum alla lívsleiðina. Og samskipanin og tilboðini í útbúgvingarskipanini skulu tryggja, at førleikar verða váttaðir og prógvaðir, so altíð ber til at fáa atgongd til vinnu ella at útbúgva seg víðari – um allan heim. Í flestu londum er langt síðani staðfest, at útbúgvingar og førleikakrøv fara fram tvørtur um ølllandamørk, og at myndugleikar í einstøku londunum mugu tryggja, at dygdin á útbúgvingum lýkur altjóða krøv, og at prógv og førleikar verða viðurkend av øðrum, hóast skúlaskipanir, námsfrøði og undirvísingarhættir kunnu vera ymisk og fjølbroytt. Í Evropa er løggildur ein próvtalsstigi, ið skal skal gera tað møguligt at samanbera prógv og førleikar millum lond: Tann sonevndi ECTS-stigin (European Credit Transfer and Accumulation System). Hesin próvtalsstigin verður somuleiðis viðurkendur í USA og í flestu londum í heiminum. Talan er um fimm metingarstig, fyri roynd, ið er staðin: A B C D E Og tvey metingarstig stig fyri roynd, ið ikki er staðin: Fx F Summi lond hava aðrar próvtalsstigar, sum síðani verða umroknaðir til ECTS-stigan. Í Føroyum hava vit altíð fylgt danska próvtalsstiganum, og hava nýtt bóksstavastigan við UG, MG+ og síðani 13-talstiganum. Og Danmark hevur júst lagt um til ein nýggjan sonevndan 7-talstiga, ið hevur 7 ymisk tøl: 12 10 07 04 02 00 03 Hesi tøl eru ein roynd hjá Danmark at hava tøl, ið skulu samsvara við teir sjey stavirnar í ECTSstiganum. Landsstýrið hevur boðað frá, at ætlanin er at fremja danska 7-talstigan í Føroyum eisini, og enn er ongin grundgeving komin á borðið fyri hesum. Danmark er einasta landið, ið nýtir hendan løgna talstiga við minustølum og plusstølum, og hetta er bygt á, at danska útbúgvingarskipanin, sum helst einasta land í heiminum, leggur allan dentin á at rokna eitt miðaltal út fyri hvønn næming upp á desimalin, tá fólk skulu metast til upptøku í víðari lesnaði. Tað merkir, at tú so at siga í eini teldu kann sálda fólk frá og til útbúgvingar, orsakað av einum desimaltali, ið leggur øll próvtøl saman frá tildømis eini miðnámsútbúgving. Hetta er ein skipan, ið neyvan tryggjar, at fólk við góðum førleikum kunnu nema sær útbúgving, ið tey ynskja, tí teirra lagna verður gjørd av onkrum tilvildarligum desimaltali, ið oftast onki hevur við veruligar dygdir og lestrarhug at gera. Tað er eisini serstakliga ivasamt námsfrøðiliga, sálarfrøðiliga og í tileggjanarhøpi at fara undir eina próvtalsskipan, har næmingar fáa minus-tøl og óskiljandi glopp í tølum sum spjaldur fyri teirra førleikar. Hetta vístu eisini nógvir serfrøðingar á, tá Danmark framdi sína nýggju próvtalsskipan. Hjá føroyska útbúgvingarverkinum er ongin orsøk at fara undir at fremja eina skipan, ið bara verður nýtt í einum lítlum landi í heiminum, sum ongin onnur skipan skilir – og sum kortini skal roknast um til ECTS-stigan, tá farið verður út í heim. Tað er heldur ongin forðing fyri atgongd til danskar útbúgvingarstovnar, at føroyingar ikki nýta danska próvtalsstigan. Tað...

Les meira

Uppskot um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi

,

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi § 1 Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 173 frá 22. desember 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 1, nr. 7 verður strikað. 2) § 10, stk. 3 verður strikað, og stk. 4 verður hereftir stk. 3. 3) § 14, stk. 4 verður strikað. § 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri skatt av kapitalvinningi, sum verður álíknaður fyri skattaár, sum byrja 1. januar 2011 ella seinni. Stk. 2. Lógin er ikki galdandi fyri rentuskuld, sum er íkomin áðrenn 1. januar 2012, og sum stavar frá lántøku, ið er tikin áðrenn framløgudagin í Løgtinginum av hesum lógaruppskoti. Kap. 1. Almennar viðmerkingar Í 2006 gjørdi ein meiriluti í Fíggjarnevndini (Anfinn kallsberg, Vilhelm Johannesen og Kaj Leo Johannesen) eitt broytingaruppskot til lógina um kapitalvinningsskatt, sum gevur ein serligan skattafyrimun til privatfólk, um tey lána sær pening at keypa partabrøv fyri. Tey fingu nú møguleika at draga renturnar av lánum frá. Hóast andstøðan og onkur einstakur samgongulimur ávaraðu staðiliga ímóti hesi óviðgjørdu broyting, varð hon samtykt við atkvøðunum hjá samgonguflokkunum. Grundgevingarnar fyri lógarbroytingini vóru ongar, men grundgevingarnar ímóti eru greiðar: 1. Talan er um eina almenna tileggjan til lánsfíggjaða spekulasjón. Heldur enn at nýta av eginpeningi og uppsparing, ið kann gagna fíggingarmøguleikum og elva til váðaspjaðing í búskapinum, verða privatfólk og fíggingarstovnar eggjaðir til at taka og geva lán til partapening. Hetta minnir ikki sørt um skipanirnar í 80’unum, tá reiðarí og feløg tóku lán til eginpening, ið síðani skuldu útloysa studning og veðhald frá landinum. 2. Talan er um greiðan sosialan ójavna. Somu skattafyrimunir verða ikki givnir til privatfólk og familjur, ið skulu lána pening til annað neyðugt virksemi ella nýtslu. Og tey, ið fáa fyrimun av hesum skattafrádrátti, fáa óbeinleiðis stuðul til aðra privatnýtslu. Fyri tey, ið hava fleiri lán og fleiri kapitalpostar, er møguleikin at draga rentur frá í kapitalvinningi størri, tí flytast kann ímillum ymsu postarnar. 3. Skattafyrimunurin hevur onga búskaparliga og fíggjarpolitiska grundgeving. Hugurin at seta pening í partabrøv krevur onga aðra tileggjan enn hana, at roknað verður við, at talan er um skilagóða íløgu. Og at eggja til lánsfíggjaða spekulasjón er ábyrgdarleysur búskapar- og fíggjarpolitikkur. Og hetta minnir heldur ikki sørt um spekulasjónina í 80’unum, har tað orsakað av rentuskattalógini loysti seg at lána pengar uttanlands, seta teir í føroyskar peningastovnar, og síðani tjena upp á ein nærum óskattaðan rentuvinning í Føroyum. 4. Búskaparliga hevur hendan broytingin saman við ógrundgivnu skattalættunum í árunum 2004-2008 og teimum nýggju lánsmøguleikunum frá peningastovnunum við avdráttarskáa v.m. verið drívmegi í at yvirhita búskapin, hækka kostnaðarstøðið og máa støðið undan haldførum vøkstri. 5. Nú fíggjarkreppan um allan heim hevur avdúkað, at íløgur og lán til at keypa partabrøv, sum ikki hava reelt virði, eru høvuðsatvold til kreppu og niðurgongd, stendur avgerð undanfarnu ABCsamgongunnar í sera ábyrgdandi ljósi. Ikki bert hevur landsstýrið forsømt at broyta skipanir og hava eftirlit við fíggjarmarknaðinum, men tað hevur harafturímóti eggjað til og spælt við í óhaldføru fíggjargongdini. 6. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur upplýst, at bara í 2006 og 2007 læntu privatfólk uml. 200 milliónir krónur til at keypa virðisbrøv fyri eftir hesi nýggju reglu. Samanumtikið: – Hetta hevur verið ringt fyri fíggjarmarknaðin og...

Les meira