Lýsing

Tingmál

Uppskot viðvíkjandi alternativum orkuskipanum

, 06/03/2010

Uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri tingið lóggávu viðvíkjandi sølu, uppseting og tænastuveiting av alternativum orkuskipanum til sethús v.m. og harumframt greiða Løgtinginum frá, hvussu skipast kann fyri neyðugari kunning til borgaran. Viðmerkingar Nógv fokus er á orkusparing og at minka um útlátið av CO2. Alsamt fleiri húsarhald fáa sær ymiskar alternativar orkuskipanir fyri at minka um oljunýtsluna og hita húsini umhvørvisvinarligt. Hetta merkir eisini, at marknaðurin fyri ymiskar orkuskipanir til sethús, stovnar og aðrar bygningar veksur. Her verður hugað um hitapumpur, jarðhita, húsvindmyllur, sólhitaskipanir v.m. Marknaðurin veksur skjótt og neyðugt er at fáa skipað henda marknað við lógarkrøvum og reglugerðum, eitt nú krøvum um loyvisprógv til tey, sum fáast við sølu, uppseting og tænastuveiting innan alternativar orkuskipanir. Ein sonn søga Ein ung føroysk familja hevur júst keypt sær hús og ynskir at spara olju og minka um teirra útlát av CO2. Tey fáa sær eina hitapumpu, sum við øllum kostar 100.000 kr., men hitapumpan gevur ongantíð tað, sum teimum varð lovað. Hóast streymrokningin er 3.500 kr. um mánaðin, so eru húsini køld meginpartin av tíðini. Tað vísir seg, at húsini eru ov illa isolerað, og at hitapumpan als ikki megnar at geva tann hita, teimum varð lovað. Tekniskt er einki galið við sjálvari pumpuni, men tey, sum seldu unga parinum pumpuna, høvdu lovað ov nógv. Harumframt var hitapumpan ikki rætt sett upp. Unga familja kennir seg svikna og hevur mist álitið á hitapumpum. Onnur verulig dømi finnast eisini um sólskipanir, sum eru settar upp, men als ikki rigga, sum tær skulu tí tær eru skeivt settar upp. Ella um húsvindmyllur, sum larma illa og als ikki tola oyggjavindmegi. Hóast tey keðiligu dømini vónandi eru undantakið heldur enn reglan, so taka fólk lættliga slíkar neiligar søgur til sín og missa hugin at royna alternativar orkuskipanir. Tað kann skjótt undirgrava álitið á marknaðin fyri varandi orkukeldur. Skulu Føroyar røkka málinum, sum Løgtingið hevur sett sær – at minka útlátið av CO2 við í minsta lagi 20% komandi 10 árini, og skulu vit gerast meira leys av oljuni. Tí hevur at tað stóran týdning, at sethús og aðrir bygningar eru so orkueffektivir sum til ber og kunnu hitast við ymiskum orkuskipanum, sum spara olju, og at fólk hava hug og hegni at taka hesa tøkni til sín. Tað er skjótt hjá brúkaranum at villast ella verða villleiddur á hesum marknaði. Bara fyri hitapumpur finnast óteljandi sløg, og tað er sera trupult hjá leikfólki at taka dagar í millum góðsku og um hald er í teimum lyftunum, sum givin verða av seljara. Kunning og upplýsing er eitt átaksøki í uppskotinum um at minka útlátið av CO2, sum Løgtingið samtykti fyrr í ár, og hesum er stórur tørvur á. Krøv aðrastaðni Í nógvum londum verður í løtuni stór orka løgd í at fáa lógir og loyvisprógv upp á pláss fyri at tryggja dygd og fyribyrgja óprofessionellum ella kritlaramarknaði. Enn eru marknaðirnir partvíst skipaðir við sjálvbodnum fyriskipanum, sum ymisk vinnugreinafeløg semjast um. ES kom í 2009 við fyriskipan 2009/28/EF um at skunda undir nýtsluna av orku frá varandi orkukeldum. Limalondini skulu í seinasta lagi við ársenda í 2012 hava fingið til vega fullfíggjaðar váttanarskipanir (sertifisering) ella líknandi førleikaskipanir fyri tey, sum leggja inn hitapumpum, sólkyknu- og sólhitaskipanir, jarðhita og biogassketlum og –ovnum. Øll, sum seta upp slíkar...

Les meira

Uppskot um gerð av nýggjari forsorgarlóg

,

Uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrið um at seta niður eina skikkaða serfrøðinganevnd til at eftirmeta øll viðurskifti, sum eru tengd at galdandi forsorgarlóg, og grundað á hesa eftirmeting smíða uppskot til nýggja føroyska forsorgarlóg at leggja fyri Løgtingið, sum tekur støðið í dagsins samfelag og tí veruliga tørvi, ið borgarin hevur í einum framkomnum vælferðarsamfelag.   Viðmerkingar: Verandi forsorgarlóg er fleiri enn fýrati ára gomul. Broytingar eru gjørdar hesi árini, tó er hugsandi, at umsitingarlig siðvenja kann hava skeiklað ætlanini við upprunalógini so nógv, sum ein so týðandi vælferðarlóg verður brúkt dag og dagliga. Vit liva í einum heilt øðrum samfelagi ídag enn fyri góðum fýrati árum síðani, og tí má nýggj lóg smíðast við ásetingum, sum standa í mun til dagsins samfelag. Ymiskar fatanir eru um, hvussu fram skal farast hesum viðvíkjandi. Onkur, eitt nú verandi landsstýrismaður í almannamálum, hevur ta áskoðan, at frægast er at broyta seg burtur úr trupulleikunum við støði í verandi lóggávu, meðan onnur halda, at frægast hevði verið, at smíða eina heilt nýggja forsorgarlóg. Uppskotsstillarin hellur til seinnu áskoðanina. Í viðmerkingunum til ein skrivligan fyrispurning, sum Finnur Helmsdal, sáli, setti Hans Paula Strøm,táverandi landsstýrismanni í almannamálum, sigur hann, sum annars mundi vera ein av teimum, ið hevði frægast innlit í føroyska almannalóggávu: Eitt tað fyrsta, ið Helena Dam á Neystabø kunngjørdi sum landsstýrismaður í 1998, var, at hon ætlaði at gera eina nýggja forsorgarlóg. Síðani eru allir landsstýrismenn í almannamálum komnir við somu fráboðan. Nú skjótt níggju ár eru liðin, heldur spyrjarin, at tað kundi verið áhugavert at frætt nakað um, hvussu langt áleiðis er komið við nýggju forsorgarlógini……………………. ………..Spyrjarin heldur, at tað helst er rættari fyrst at biðja viðkomandi fakbólkar/brúkarabólkar og onnur um at vera við til at orða eitt grundarlag undir lógini. At fáa nevndu bólkar at vera við til at orða endamálið við lógini í mun til avbjóðingar, allar potentiellar brúkarar og kanska ikki minst, hvussu lógin á besta hátt og í mesta mun kann tillagast gongdini í samfelagnum. Tað er helst lítið at ivast í, at júst fakbólkar og brúkarabólkar eru fremstu serfrøðingarnir í so máta. Tá bæði grundarlag, endamál, alt viðvíkjandi málbólkunum, er orðað, tá er løtan hjá løgfrøðingunum at fara undir at orða sjálva lógina. Sjálvandi við atliti at tí tilfari, sum er komið burtur úr fyrireikandi arbeiðnum. Nú hoyra vit umboð fyri ein brúkarabólk siga alment, at verandi forsorgarlóg ikki hóskar til dagsins samfelag. At hon langt frá nøktar tann tørv, sum verandi brúkarar hava, og er hetta væl í tráð við tað, sum aðrir brúkabólkar hava ført fram. Tí er forsorgarlógin hvørki eitt gott ella viðkomandi tilboð í nógvum førum. Spyrjarin hevur spurt seg fyri ymsastaðni, um Almanna- og heilsumálaráðið hevur vent sær til fak- ella brúkarabólkar við nýggjari 2 forsorgarlóg fyri eyga, og sigur ongin seg hava fingið nakra áheitan, og tey siga seg heldur ikki kenna til slíkt virksemi. Vit vita, at onkur persónur hevur verið settur í ávís tíðarskeið at arbeiða burturav við eini nýggjari forsorgarlóg, og at tað tá fór fram nakað, sum minnir um tann arbeiðsháttin, sum er lýstur omanfyri, men er nú langt síðan, at hetta arbeiðið helt uppat. Tí kundi verið áhugavert at vita, hvussu Almanna- og heilsumálaráðið arbeiðir við lógini, og hvussu nógv fólk og hvussu nógv tíð verður nýtt í hesum sambandi.” Sum tað...

Les meira

Uppskot um studningslán til bústaðir til fólk við skerdum førleika

,

Uppskot til samtyktar   Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið løgtingslógaruppskot um studningslán til bústaðir til fólk, sum vegna skerdan førleikan av ymsum orsøkum ikki megna at búgva í egnum bústaði uttan ávísan sosialpedagogiskan stuðul. Viðmerkingar: Uppskotið var fyri á Løgtingi í 2007, men fall við teirri grundgeving, ”at landsstýrismaðurin hevur lagt fyri tingið fleiri lógaruppskot, sonevnda bústaðarpakkan. Við hesum verður møguleiki at útvega fólki við skerdum førleika íbúðir” (endurgivið úr álitinum). Nú eru skjótt trý ár liðin síðani hesa niðurstøðu, sum var grundgevingin fyri at fella uppskotið tá. Uppskotssetararnir halda, at nú er tíðin komin hartil, at Løgtingið má gera nakað við hetta álvarsmál og ikki balla tað inn í partapolitiskar undanførslur. Tørvskanningar seinastu árini, sum t.d. Javni og Sinnisbati hava staðið fyri, og nýggjar staðfestingar vísa, at tørvur er á íbúðum ella bústøðum til fólk, sum eru í tí støðu, at tey eru ov vælvirkandi til at búgva á stovni ella í sambýlum, men hóast hetta ikki megna at búgva einsamøll uttan stuðul av ymiskum slagi. Her verður m.a. hugsað um fólk við likamligum breki, menningartarnað og fólk við sálarligum trupulleikum. Nærri lýst kunnu vit siga, at útboðið av bústaðarmøguleikum til fólk við serligum tørvi ikki er nóg stórt. Serliga er tørvur á tilboðum til fólk yvir 18 ár, sum hava menningartarn ella trupulleikar av líknandi slagi, og sum kunnu búgva í egnari íbúð við stuðli. Tað kann vera torført neyvt at allýsa, hvørjum bólki uppskotið er ætlað, men í høvuðsheitum snýr tað seg um at býta upp millum tey, sum kunnu búgva einsamøll við stuðli, og so tey, sum mugu hava fólk um seg alt ella meginpartin av døgninum. Útboðið og kostnaðurin Nógv av hesum fólkum búgva á stovni, í sambýlum, heima hjá foreldrum ella aðrari familju, tí lítil ella eingin møguleiki er at leiga ella ogna sær íbúð ella bústað, sum tey kunnu búgva í, samstundis sum tey fáa neyðuga stuðulin frá tí almenna. Hetta kemst m.a. av, at útboðið av slíkum íbúðum ella bústøðum er so avmarkað, og at hesi fólkini standa rættiliga aftarlaga í røðini, tá tað snýr seg um at fáa fatur á og kanska ogna sær slíkar bústaðir. Ein onnur orsøk til, at tað mest sum er ómøguligt hjá hesum fólkunum at seta búgv í egnari íbúð, er kostnaðurin. Húsaprísirnir hava havt beina kós upp eftir í nøkur ár, og hóast vøksturin kanska er støðgaður nakað á, so er príslegan so mikið høg, at tað heilt einfalt ikki ber til hjá hesum fólkunum at kappast við tey, sum hava betri fíggjarumstøður og tí eisini betri fíggingarmøguleikar. Neyðugt at stuðla Ynskja vit at hjálpa hesum fólkunum til møguleikan at liva eitt meira vanligt ella normalt lív, og vilja vit geva teimum møguleikan fyri sjálvsøgdum privatlívi og tí, sum har við fylgir, so er neyðugt, at tað almenna stuðlar teimum og hjálpir teimum ávegis. Við hesum verður roynt at taka týdningarmikið stig til at hjálpa hesum fólkum til at ogna sær egnan bústað. Skotið verður upp, at tað almenna stuðlar allari bygging til hesi fólk soleiðis, at stuðul upp til hálva millión verður latin fyri hvørja búeind. Hetta skal skiljast soleiðis, at hús við fýra, seks ella átta búeindum kunnu verða bygd, og at tað almenna stuðlar slíkari bygging við upp til somu upphædd fyri hvørja búeind, sum veitt verður...

Les meira

Uppskot um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum

,

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum § 1 Í løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001, sum broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 17. mai 2004 um viðgerð av persónsupplýsingum, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Aftan á § 17 verður sett: "§ 17a. Persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum í skipanum í Føroyum, hvørs høvuðsinnihald og – nýtsla eru peningaligar transaksjónir, flytingar ella annað samskifti ella virksemi millum einstaklingar, virki, stovnar o.t. í Føroyum, kunnu ikki flytast av landinum. Heldur ikki kann ein partur av hesum flytast av landinum. Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi fyri persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum í skipanum í Føroyum, hvørs høvuðsinnihald og – nýtsla er at samskifta við umheimin fyri at fáa í lag peningaligar transaktiónir, flytingar ella annað samskifti ella virksemi millum einstaklingar, virki, stovnar o.t. í Føroyum og einstaklingar, virki, stovnar o.t. í útlondum. Stk. 3. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi fyri persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum í skipanum í Føroyum, sum hava virkað, ella sum hava fingið loyvi sambært lógini um evnisskráir hjá almennum myndugleikum ella lógini um privatar skráir, áðrenn løgtingslógin um viðgerð av persónsupplýsingum varð sett í gildi. Stk. 4. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi fyri persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum, sum verða flutt av landinum við søguligum, vísindaligum og hagfrøðiligum endamáli, um loyvi frammanundan er fingið frá Dátueftirlitinum. Stk. 5. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi fyri persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum, sum verða fluttar av landinum við heimild í løgtingslóg, ella um flutningurin er neyðugur fyri at kunna røkja skyldur sambært avtalu við annað Norðurland ella altjóða samstarvsavtalu. Stk. 6. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi fyri persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum, sum verða flutt av landinum sum liður í ella partur av viðgerð ella tænastu, sum verður veitt sjúklingum og øðrum." 2) Í § 32, stk. 1 verður sum nr. 3 sett: " 3) persónsupplýsingar verða fluttar av landinum." 3) § 35, stk. 6 verður orðað soleiðis: "Stk. 6. Til flutning av persónsupplýsingum til útlond, sbrt. §§ 16, 17 og 17a, krevst loyvi frá Dátueftirlitinum. Tó krevst loyvi ikki frá Dátueftirlitinum, um flutningurin hevur heimild í serligari løgtingslóg." 4) Í § 44, stk. 1, nr. 4 verður aftan á "§ 17," sett: "§ 17a, stk. 1". § 2 Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. § 3 Persónsupplýsingar eins og viðgerð av persónsupplýsingum í skipanum í Føroyum, sum ikki lúka treytirnar í § 17a, skulu innan 1. januar 2011 lúka hesar treytir. Stk. 2. Dátueftirlitið kann í serligum føri loyva longri tillagingartíð, tó í mesta lagi til 1. januar 2012, um vísast kann á, at arbeiðið at lúka treytirnar í lógini er sett í verk. Kap 1. Almennar viðmerkingar: Endamálið við uppskotinum er: – at lógarseta, at týdningarmiklar og grundleggjandi skipanir til viðgerð av persónsupplýsingum, sum allir borgarar eru kravdir at nýta til tess at virka í einum nútímans samfelag, verða varðveittar, mentar og kunnu virka í Føroyum undir føroyskum løgræði – sum tildømis peninga- og ognarupplýsingar, skattaviðurskifti, rættarlig viðurskifti og aðrar grundleggjandi persónsupplýsingar, – og at áseta við lóg, hvussu spurningurin um útflutning til onnur lond av persónsupplýsingum skal handfarast og tryggja eitt opið og gjøgnumskygt altjóða samskifti. Atvoldin til uppskotið er, at peningastovnarnir nú hava valt...

Les meira

Uppskot um eftirmeting og endurskipan av miðfyrisiting landsins

,

Uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrið um at seta í verk eina óhefta og uttanveltaða eftirmeting av miðfyrisiting landsins. Verður niðurstøðan í eftirmetingini, at ov lítið fæst burtur úr fyrisitingini í mun til kostnaðin, og at hon heldur ikki til fulnar tænir teimum endamálum, ætlað varð útinnandi valdinum viðvíkjandi, heitir Løgtingið á landsstýrið um at seta eina skikkaða nevnd at skriva eina frágreiðing við tilmæli um, hvørjar neyðugar broytingar ella umskipingar landsins miðfyrisiting krevur, soleiðis at vit fáa eina effektiva og vælkoyrandi miðfyrisiting. Viðmerkingar: Nakað eftir stóru búskaparkreppuna fyrst í nítiárunum, varð nýggj stýrisskipanarlóg samtykt at vera galdandi í Føroyum. Um somu tí avgjørdi táverandi landsstýrið, við Edmundi Joensen, løgmanni, á odda, at umskipa alla miðfyrisitingina úr enda í annan. Farið varð frá kollegialum stýri til ministeriel stýrir ella ráð, sum tey nú vera rópt. Síðani hava hesi elt á seg hópin av starvsfólki við alskins serfrøði. Mikið stríð var um hesa umskiping frá byrjan, og tað er neyvan ov nógv sagt, at í hvussu er tvær samgongur eru farnar fyri bakka av hesum síðani. Dag og dagliga verða orð skift um miðfyrisitingina, og yvirhøvur liggja skoðsmálini í tí lakara endanum. M.a. eru meiningarnar ymiskar um, hvussu stór áneyðin er fyri so mongum ráðum í einum evarska lítlum landi við hálvthundrað túsund íbúgvum, sum hartil ikki hevur ræði á øllum politikk-økjum, samsvarandi tí hjálandastøðu, vit framvegis eru í. Nýggja miðfyrisitingin, sum Finn Normann Christensen fekk í lag eftir donskum mynstri, er ongantíð eftirmett. Í góð fimtan ár er hon sloppin at virka og vaksa, uttan at nakar veruliga hevur sett spurnartekin við, um hetta nú var rætta loysnin. Ein loysn, sum hóskar í landi við 5 mió. íbúgvum kann hava onkrar íbygdar vansar í landi við hundrað ferðir færri íbúgvum. Allir flokkar á tingi hava stjórnað heimastýrinum við verandi skipan, og ongin teirra hevur gjørt royndina at broyta mynstrið, sum var knæsett miðskeiðis í nítiárunum. Líkamikið hvørja hugsan, vit hava um skipanina, eigur hon at vera eftirmett og møguliga broytt, um áneyðir verða hildnar at vera fyri hesum, og um semja fæst um hetta. Fíggjarligi kostnaðurin av miðfyrisitingini er støðugt vaksandi, og her er eitt yvirlit, sum Løgtingsskrivstovan hevur greitt úr hondum, um gongdina síðani 1997. Sambært hesum yvirliti er miðfyristingin dýrkað við áleið 100 mió. krónum hesi árini, og spurningurin, tey flestu seta sær, er ivaleyst, hvussu nógv samfelagið og borgarin hevur fingið burtur úr hesum mikla vøkstri í útreiðslum landshúsarhaldsins: 2 Kelda: leiðslukunnningarskipanin, ár søgulig Í fylgiskjali, sum liggur við uppskotinum, eru tølini, sum eru savnað í grafini omanfyri, greina sundur fyri hvørt ráði sær hesi árini frá 1997 fram til 2010. Á Løgtingi, 27. februar 2010 Tórbjørn Jacobsen Miðfyrisiting 40.000 60.000 80.000 100.000 120.000 140.000 160.000 R1997 R1998 R1999 R2000 R2001 R2002 R2003 R2004 R2005 R2006 R2007 R2008 J2009 J2010 AR tús....

Les meira

Uppskot um broyting í løgtingslóg um Forskotsgrunn Fiskiflotans

,

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Forskotsgrunn Fiskiflotans § 1 Í løgtingslóg nr. 71 frá 23. mai 1997 um Forskotsgrunn Fiskiflotans, við seinni broytingum, verður § 7, stk. 1 orðað soleiðis: ”Heldur nevndin, at endamál grunsins ikki er til longur, ger nevndin tilmæli til landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at leggja fyri Løgtingið uppskot um avtøku av grunninum. Er eginognin hægri, enn nevndin metir vera neyðugt at røkja uppgávur grunsins, kann nevndin koma við tilmæli til landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at leggja fyri Løgtingið uppskot um at inntøkuføra eina upphædd til landskassan, sum samsvarar við eina lækking í eginognini. Nevndin kann samstundis bera fram tilmæli um, hvat hesar upphæddir tá hóskandi kunnu verða nýttar til.” § 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Viðmerkingar: Forskotsgrunnur Fiskiflotans er stovnaður sambært løgtingslóg nr. 71 frá 23. mai 1997 við tí endamáli at veita forskot til fiskimenn. Stovnsfæið hjá grunninum var 18 mió. kr., sum áleið samsvaraði við ta upphædd, ið hevði staðið úti í forskoti seinastu árini undan, at lógin bleiv samtykt. Stovnsfæið varð útvegað við, at nýstovnaði grunnurin skuldi yvirtaka útistandandi forskotspening hjá Lønjavningargrunninum, sum í februar 1997 var á umleið 14 mió. kr. Munin millum hetta útistandandi og stovnsfæið á 18 mió. kr. tann dagin, lógin fekk gildi, skuldi landskassin gjalda nýggja grunninum – Forskotsgrunninum. Síðani lógin um Forskotsgrunnin kom í gildi, er eginognin í grunninum stútt vaksin, ultimo 2008 var eginognin á 29 mió. kr. Av hesum var innistandandi peningur 24,5 mió. kr. og útistandandi forskot 4,5 mió. kr. Tað hevur víst seg seinastu árini, at tørvurin fyri hýruforskoti er minkaður serliga orsakað av, at rækjuflotin er minkaður so nógv, soleiðis at tað nú stórt sæð bert eru flakatogararnir og tey rækjuskipini, sum eftir eru, ið fáa forskot. Talan er um íalt átta skip. Grunnurin hevur tí ikki tørv fyri at hava eina stóra óvirkna eginogn í mun til tað virksemi, sum nú er hjá grunninum. Tann stóra eginognin stavar í mestan mun frá fiskivinnuni sjálvari, og tí hevði tað verið hóskandi, at partur av eginognini varð goldin aftur til eitt endamál, sum kom fiskivinnuni og landinum til gagns. Stórur tørvur er á at fáa nýtt havrannsóknarskip bygt ístaðin fyri tað núverandi. Men tað tykist trupult at útvega fígging. 10 mió. kr. av eginognini hjá Forskotsgrunninum kunnu nýtast til eitt havrannsóknarskip, uttan at tað kemur at nerva virksemið og raksturin hjá Forskotsgrunninum. Sum skilst heldur nevndin í grunninum, at hesin framvegis skal hava eina sterka eginogn fyri at tryggja raksturin frameftir. Við lógarbroytingini fær nevndin heimild at nýta part av eginognini til nýtt havrannsóknarskip, annahvørt sum gáva ella við láni. Í sambandi við, at Fiskirannsóknarstovan/Havstovan fylti hálvthundrað ár, gav nevndin í Forskotsgrunninum (Jákup Sólstein, formaður, Óli Jacobsen og Herman Bærentsen) Havstovuni eina tilsøgn um, at grunnurin fór at lata hesum rannsóknarstovni 10 mió. kr., tá og um henda verkætlan fór at gerast veruleiki. Tilsøgnin er tó treytað av, at omanfyrinevnda broyting verður gjørd í lógini um Forskotsgrunnin. Annars upplýsir nevndin í tilsagnarskjalinum, sum er dagfest 2. apríl 2009, at peningurin er tøkur í føroyskum peningastovnum. Við hesi tilsøgn er málið um nýtt havrannsóknarskip komið í nýtt ljós, táið hendan tilsøgnin ikki kann fatast sum annað enn ein dygg álitisváttan til Havstovuna og tað rannsóknararbeiði, manning hennara fremur Føroyum at gagni. Eitt herðaklapp...

Les meira

Uppskot um náttúruverndarlóg og skráseting av lívfrøðiligum margfeldni

,

Uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrið um sum skjótast at leggja fram uppskot til náttúruverndarlóggávu og leggja fyri Løgtingið neyðuga lóggávu, sum tryggar, at arbeiðið at skráseta lívfrøðiliga margfeldni verður fullført. Viðmerkingar Tað er alneyðugt at fáa greiðari og betri skipan av náttúruvernd í Føroyum. Í nógv ár hevur nýggj náttúruverdarlóg verið ávegis. Fleiri landsstýrisfólk hava havt møguleikan at leggja lógina fram, men enn er hon ikki komin í Løgtingið. Komið er at teimum mørkum, at Løgtingið við greiðari talu má staðfesta, hvørt vilji er til at fáa eina føroyska náttúruverdarlóg. Eina lóg hvørs endamál er at verja náttúruna, sum er grundarlagið undir lívi og trivnaði á hesum oyggjum. Nýggja lógin skal koma í staðin fyri galdandi lóg um náttúrufriðing, sum ikki er tíðarhóskandi. Longu í 2001 kom ein serfrøðingabólkur, ið varð settur av Føroya landsstýri, við hesi niðurstøðu um náttúrufriðingarlógina og Yvirfriðingarnevndina: "Náttúrufriðingarlógin nøktar als ikki tann tørv, sum er á náttúrufyrisiting í dag. […] Nevndirnar fáa einki gjørt við ikki-dálkandi langtíðarvirkandi broytingar, sum t.d. landslagbroytingar, vatnorkubyrgingar og ikki sjónligar broytingar, sum t.d. oyðing av vøtnum." Landsstýriskvinnan, sum nú situr, hevur eisini sagt, at hon fer at koma við náttúruverndarlógini. Men hóast eitt lógaruppskot liggur klárt, kom lógin ikki í tingið í farnu tingsetu, og er heldur ikki komin nú, evstamark er fyri at leggja lógaruppskot fram hesa tingsetuna. Hetta hóast løgmaður gav Løgtinginum ein løglista á ólavsøku, har tað stóð, at náttúruverndarlógin fór at verða borin Løgtinginum í oktober 2009. Hetta kann einans tulkast sum, at náttúruverndarlógin verður niðurraðfest í landsstýrinum. Árið fyri lívfrøðiligum margfeldni Árið 2010 er lívfrøðiligt margfeldisár. Longu í 1993 samtykti Løgtingið ST-sáttmálan um lívføðiligt margfeldni, sum er sera víðfevndur. Ein av mongu ásetingunum í sáttmálanum er 2010-málið um at støðga afturgongdini av lívfrøðiligum margfeldni. Í 2004 settu altjóða náttúruverndarfelagsskapurin IUCN og ES-nevndin “Countdown 2010”-tiltakið í verk fyri at stuðla undir arbeiðið at varðveita lívfrøðiliga margfeldni. Lond kring allan heim eru við í “Countdown 2010”. Føroyar hava ikki skrivað undir hesa yvirlýsing, men Løgtingið hevur kortini sera greitt staðfest, at lívfrøðiliga margfeldið í Føroyum skal tryggast. Tað gjørdi Løgtingið enn einaferð, tá tað við stórum meiriluta í 2006 samtykti, at: “Løgtingið heitir á landsstýrið um at taka stig til at fylgja sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldni og lýsa margfelda lívið í føroysku náttúruni.” Í 2004 skrivar Innlendismálaráðið saman við øðrum Norðurlondum “Miljøhandlingsplan 2005-2008”. Har stendur: “Det nordiske samarbejde skal indrettes på en sådan måde, at den negative udvikling, når det gælder tab af arter og bestande inklusive deres levesteder, stoppes med det formål, at tabet af biologisk mangfoldighed standses senest i 2010” og “Arbejdet med at standse tabet af biologisk mangfoldighed senest i år 2010 vil have høj prioritet”. Náttúrugrípasavnið hevur áður havt játtan til at skráseta og kortleggja øll plantu- og djórasløg í náttúruni í ein dátugrunn, eins og grein 7 í sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldni ásetir. Umframt at savnið hevur gjørt reyðlistar, sum áseta, hvørji plantuog fulglasløg í Føroyum eru hótt. Ein long røð av plantu- og fuglasløgum eru komin á reyðlistan. Staðfest er millum annað, at reyð várhagasólja, leggstutt fransagras og lyngjavni eru útdeyð í Føroyum, at hiplingur og skógspurvur, hvítravnur og havørn eru horvin, men at bládúgvan í Føroyum verður roknað sum rein (ikki kynblandað) dúgva, og at 90% av heimsbúfjøldini av Drunnhvíta er í Nolsoy. Játtanin at halda fram...

Les meira

Uppskot til samtyktar um Mentanargrunn landsins

, 03/03/2010

Uppskot til samtyktar   Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri tingið uppskot til løgtingslóg um at umskipa Mentanargrunn Landsins til eitt listaráð í samsvari við tilmælið hjá arbeiðsbólkinum, sum í 2008 varð settur at endurskoða Mentanargrunn landsins. Viðmerkingar Í dag eru fleiri smáar játtanir á fíggjarlógini til mentanarlig og listarlig endamál. Við hesum eru fleiri vansar, men tann størsti er uttan iva, at tær mongu smáu játtanirnar, sum verða umsitnar av Mentamálaráðnum, lata upp fyri – og leggja kanska enntá upp til – politiska detailstýring av einum øki, har tað rætta er, at fakfólk gera tilmælini. Um allar játtanirnar verða savnaðar í eina, sum umrøddi arbeiðsbólkur mælir til, fær Listaráðið tvær ferðir so nógvan pening at arbeiða við, sum Mentanargrunnur Landsins hevur í dag. Hetta fer at geva Listaráðnum møguleikar fyri at seta út í kortið á ein heilt annan hátt, enn Mentanargrunnurin hevur kunnað – til gagns fyri bæði dygdina og mongdina í teirri listarligu framleiðsluni. Á Løgtingi, tann 26. februar 2010 Sjúrður Skaale...

Les meira

Uppskot til samtyktar um at seta á stovn brúkarakærunevnd

, 02/03/2010

Uppskot til samtyktar   Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot, har sett verður á stovn brúkarakærunevnd, sum kann taka støðu í málum, har ósemja er millum keypara og seljara um keypta vøru ella tænastu. Viðmerkingar Í flestu londum kring okkum eru brúkarastýri, brúkararáð og brúkarakærunendir, sum eru settar á stovn til tess at upplýsa, stuðla og verja brúkaran á einum stórum og fløktum marknaði. Í 2008 varð marknaðarføringslógin samtykt, og við hesari avgerð tikin um at seta Brúkaraumboð á stovn. Brúkaumboðið skal halda eyga við, at marknaðarføringslógin verður hildin, og soleiðis tryggja góðan marknaðarføringssið í Føroyum. Brúkaraumboðið hevur hinvegin bara heimild at viðgera brúkarakærumál, ið eru grundað á brot á marknaðarføringslógina. Um ein føroyskur brúkari ikki er nøgdur við vøru ella tænastu, hann hevur keypt – tað veri seg fartelefon, vaskimaskina, bilumvæling, frítíðarferð ella annað, er einasti møguleiki at fara rættarinnar veg, um seljarin ikki vil lata handilin ganga aftur ella á annan hátt bøta um trupulleikan. Rættarmál eru dýr, krevja nógva tíð og eru sera uppslítandi fyri báðar partar. Í málum, sum ikki snúgva seg um ovurhonds stór virði, loysir tað seg tí sjáldan at fara í rættin. Ein kærunevnd fyri brúkaramál hevði kunnað viðgjørt slík mál á ein einfaldan og rímiliga skjótan hátt. Hetta vil tí vera eitt stórt stig rætta vegin at styrkja um brúkaratrygdina, uttan at tað kemur at kosta stórar pengar. Nevnast kunnu hundratals dømi, har keypari og seljari ikki eru á einum máli, og har ein faklig óheft nevnd, kundi gjørt ein óheftan úrskurð. Hyggja vit at skipanum í okkara grannalondum, so er tað ymiskt, í hvønn mun avgerðirnar hjá nevndunum hava dómslíknandi tyngd. Royndirnar eru, at niðurstøður frá brúkarakærunevndum í stóran mun verða fylgdar. Mælt verður til, at brúkarakærunevndin fær avgerandi myndugleika, skilt á tann hátt, at niðurstøður hjá nevndini verða bindandi. Um seljari ella keypari ikki fylgir avgerðini hjá nevndini, má viðkomandi fara í rættin at prógva sín rætt. Skipan av nevndini Brúkarakærunevndin eigur at verða mannað við eini røð av serkønum fólkum innan ymisk handils- og tænastuvinnuøki. Fastir nevndarlimir kunnu vera løgfrøðingur og skrivari, ímeðan restin av nevndini verður sett saman ad hoc so hvørt, sum eitt ávíst tal at málum eru innan eitt øki – á nøkunlunda sama hátt sum Vinnukærunevndin. Nevndin kann so hittast at viðgera málini til dømis 4-6 ferðir árliga. Ein møguleiki er at lata Føroya Kærustovn vera føst skrivstovuhjálp hjá brúkarakærunevndini. Kærustovnurin fevnir sum er um eina røð av kærunevndum og kann tí fyrireika málini sera væl og við hesum avmarka arbeiðið hjá nevndarlimunum. Á henda hátt ber til at halda útreiðslunum til nevndarsamsýningar niðri. Ein annar møguleiki er at skipa brúkarakærunevndina við síðuna av Brúkaraumboðnum. Møguligt er, at hesi bæði kundu havt felags skrivara. Í øllum førum eigur brúkarakærunevndin at samstarva tætt við Brúkaraumboðið um kunnandi virksemi og eitt nú hava felags heimasíðu. Tal av málum Til ber at gera eina leysliga meting av, hvussu nógv mál brúkarakærunevndin kemur at viðgera. Samanberast kann ikki heilt við onnur lond, m.a. tí føroyski marknaðurin er lítil og gjøgnumskygdur, og frástøðan millum keypara og seljara styttri enn aðrastaðni. Breiddin í útboði av vørum og tænastum er eisini minni. Rættarhjálpin hevði í fjør 29 mál um keyp, 18 um bilar og 18 um avtalur. Tilsamans 65 mál, ið kunnu kallast brúkaramál. Her má...

Les meira

Uppskot til samtyktar um lóg um keyp av fastari ogn og lóg um meklaravirksemi

,

Uppskot til samtyktar   Løgtingið heitir á landsstýrið um sum skjótast at fyrireika og leggja fram alla neyðuga lóggávu kring keyp og sølu av fastari ogn og kring húsameklaravirksemi.   Viðmerkingar Keyp og søla av fastari ogn er eitt lógarøki, sum er ógvuliga leysliga skipað í Føroyum. Stórur tørvur er á lóg, sum lýsir øll rættindi og allar skyldur hjá seljara og keypara við sølu og keypi av fastari ogn. Slík lóg verjir sostatt bæði keypara og seljara. Størsta íløgan hjá allar flestu familjum er sethús ella annar fastur bústaður. Talan er í flestu førum um keyp fyri milliónina ella meira. Seinastu 10 árini ella so er keyp og søla av fastari ogn í alsamt størri mun farin fram gjøgnum meklarafyritøkur av ymiskum slagi, har ein meklari átekur sær at umboða bæði seljara og keypara í sambandi við keyp og sølu av fastogn. At selja fasta ogn fyri onnur er at átaka sær stóra ábyrgd. Men í Føroyum er eingin lóg, sum greitt regulerar meklaravirksemi. Í summum førum fær keyparin eina beinleiðis falska trygd við at keypa gjøgnum meklara, tí her roknar hann sjálvandi við, at trygdin er í lagi. Til dømis kann hann fáa ta fatan, at støðulýsing er gjørd av ognini, hóast lýsingin bert byggir á upplýsingar frá seljaranum sjálvum. Slíkar støðulýsingar kunnu vera verri enn einki. Til ber vanliga eisini at keypa meira fakliga grundaðar støðulýsingar av ognini, men ógreitt er, hvørji krøvini eru til støðulýsingarnar, og hvør ábyrgd fylgir eini slíkari. Við lógini um fastognarkeyp kann verða ásett krav um trygging. Tað ber í sær, at seljari hjá einum tryggingarfelag stovnar trygging uppá, at húsini eru í einum ávísum standi, og ikki detta niður tey næstu 20 árini. Tryggingarfelagið fær tá áhuga í, og setir krøv um, at støðumetingar lúka ávís krøv. Rættarhjálp Føroya viðgerð árliga á leið 45-50 mál, ið snúgva seg um keyp og sølu av fastari ogn. Økið keyp og søla av fastari ogn og um meklaravirksemi er væl skipað í okkara grannalondum. Við støði í lógum, sum virka í Norðurlondum, eigur at bera til rímiliga smidliga at smíða eina føroyska lóggávu. Neyðugt er tó at leggja dent á, at lóggávan hóskar til okkara fastognaviðurskifti og marknað. Brúkaraumboðið er løgfrøðiligur stovnur, og kann hesin fáa ábyrgdina av at smíða lóggávuna í samstarvi við løgfrøðina í Vinnumálaráðnum. Eisini kann Brúkaraumboðið umsita lógirnar um keyp og sølu av fastari ogn, og um meklaravirksemi. Á henda hátt kann bæði lóggáva verða smíðað og lógirnar umsitast, uttan at tað nýtist at kosta landsskassanum eyka. Á henda hátt verður ábyrgdarøkið hjá Brúkaraumboðnum eisini víðkað.   Á Løgtingi 25. februar 2010   Bjørt Samuelsen løgtingskvinna Kári á Rógvi...

Les meira