Lýsing

Tingmál

Uppskot til samtyktar um útbygging av røktarheimsplássum

, 24/02/2010

      Viðmerkingar Mong fegnast, nú ætlanir eru um at fáa fleiri eldrabústaðir bygdar kring landið. Ætlanin er at nýta smáar 100 milliónir av fíggjarlógini frá 2009 – 2011. Umframt hetta koma kommunurnar at rinda einar 150 – 200 milliónir aftrat. Tilsamans verður talan um eina upphædd, sum er 250 – 300 milliónir krónur. Øll tykjast vera samd um, at eldrabústaðir eru alneyðugir, og at tørvurin á eldrabústøðum einans fer at vaksa komandi árini. Kortini eru tekin um, at frymilin, landsstýrið hevur valt, er sera ivasamur. Felags boðskapurin hjá fleiri serfrøðingum, fakfólkum og granskarum er greiður:   1. Steðgið verandi ætlanum um røktarheimsbygging 2. Aðrastaðni verður farið burtur frá slíkari bygging Hópurin av áhugaverdum íblástri um framtíðar eldrabústaðir hevur verið seinastu mánaðirnar. Fyrilestrar, kjaksendingar, lesarabrøv og greinar hava lýst ivamálini við ætlanini væl. Kortini tykist samgongan kúrr í hesum máli. Vert er at nevna at: 3. Eitt røktarheimspláss kostar eina hálva millión í rakstri árliga 4. Fleiri og fleiri eldri fólk verða 5. Nærverkið gjørdi herfyri vart við, at tørvur fer at verða á fleiri enn 700 starvsfólkum aftrat komandi árini 6. Ábendingar eru um, at nógv eldri fólk ikki halda røktarheimspláss vera eldrabústaðin, tey ynskja og ímynda sær 7. Røktarheimspláss vísa seg í stóran mun at gera eldru fólkini óvirkin. 8. Røktarheimspláss í túsundatali verða niðurløgd aðrastaðni 9. Røktarheimspláss eru dýrari at byggja enn aðrir bústaðir Sjálvandi skal væl av peningi nýtast og raðfestast til eldrabústaðir – men tað tykist meir og meir ivingarsamt, um verandi ætlan hjá samgonguni er hin rættasta. Eingin ivi er um, at okkum tørvar eldrabústaðir, men kanningar vísa, at allarflestu eldru fólkini fegnast vilja verða verandi í egnum heimi sum longst. Tey vilja heldur vera fræls menniskju í egnum heimi enn klientar á stovnum, sum Dennis Holm segði í samrøðu við Dimmalætting herfyri. Røktarheimsplássini eru vanliga kømur, sum eru um 20 – 25 fermetrar. Her skulu fólk, sum eru von við 150 fermetrar og meir, búgva. Eisini hevur ergoterapeuturin Turið Jacobsen borið fram, at hon ímyndar sær, at hjá mongum kundi ein rættari loysn verið eitt nú trygdartelelefonir og ein útbygd heimarøkt. Nakrir av teimum spurningunum sum upsskotssetararnir ikki halda eru nóg væl lýstir eru: – Hví verður peningur einans settur av til røktarheimspláss? – Kann tað oyðileggja áhugan fyri at fara undir alternativar eldrabústaðir? – Er umhugsað at granska í, hvønn tørv og hvørji ynski eldru fólkini í Føroyum hava? – Hvørjar eru visjónirnar sum heild, tá talan er um eldrabústaðir? – Hevur samgongan umhugsað ístaðin at nýta peningin til at byggja hóskandi eldramiðstøðir? Hetta merkir: bústaðir knýttir at ymiskum tænastum sum aktivitetstilboð, hjálpartóladepot, sjúkrarøkt, heimahjálp, samdøgursvakt við sambandi við trygdartelefon, matskipan v.m. – Hevur samgongan umhugsað heldur at umskipa økið og útbýggja tænasturnar til heimabúgvandi? – Er umhugsað at lata hægri stuðul til smærri íbúðir enn til kømur? – Hví eru røktarheimspláss so nógv dýrari at bygja enn aðrir bústaðir? Ein kanning av Nærverkinum farna ár vísti, at tørvurin á starvsfólkum hjá Nærverkinum økist við fleiri enn 700 fólkum komandi árini. Eisini er staðfest, at onnur lond fara burtur frá og niðurleggja røktarheimspláss, tí tey ikki halda, at tey eru hóskandi og helst eisini ov dýr. Hetta átti at fingið okkum at sett spurnaðartekin við, um ætlanirnar um røktarheimsbygging eru tær skilabestu. Í kjaksending bleiv greitt væl frá, hvussu stuðulsskipanir...

Les meira

Uppskot um at skipa óhefta skuldarráðgeving til privatfólk og familjur

, 29/01/2010

Uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika lógaruppskot at leggja fyri Løgtingið, sum hevur til endamáls: – at skipa eina óhefta skuldarráðgeving til privatfólk og familjur, har til ber at fáa ókeypis ráð og vegleiðing um lánsmarknaðin, skuldarumlegging, umfígging og aðra hjálp til tey, ið eru komin í stórar trupulleikar av privatlánum, – at skipa skuldarráðgevingina saman við ella í tøttum tilknýti til Brúkaraumboðið, til tess at felags serfrøði og umsiting kann gagnnýtast, – at skipa so fyri, at óhefta ráðgevingin kann umboða einstaklingar og familjur, sum eru komin í skuldarfellur mótvegis privatum kreditorum og almennum myndugleikum við tí endamáli at gera avtalur um bótaføri, – at geva óheftu ráðgevingini uppgávuna at mæla til lóggávu, lógarbroytingar og reglur, ið kunnu skipa og seta krøv til lánsmarknaðin um upplýsing og gjøgnumskygni og at fyribyrgja økjandi tali av óhaldførum skuldarbindingum. Viðmerkingar Eins og allir føroyingar ásannaðu, tá føroyska samfelagið og bankakervið fóru á heysin í nítiárunum, so hevur áleikandi altjóða fíggjarkreppan prógvað, at lán, fígging, virðismetingar og bótaføri eru sum ein frumskóg. Har ongin kennir leiðirnar, har hvør livir av øðrum, og alt kann broytast frá degi til dags. Kortini hevur politiska skipanin eggjað til uppaftur meira frumskógarlóg og enn minni gjøgnumskygni í fíggjargeiranum: Liberalisering av altjóða fíggjarmarknaðunum og vantandi lóggáva og regulering frá politiskum myndugleikum í sambandi við nýggju lánsmøguleikarnar hevur verið ein atvold til støðugt vaksandi skuldarbyrðu hjá einstaklingum og húsarhaldum. Seinastu árini er eitt støðugt vaksandi útboð av nýggjum lánsmøguleikum til privata nýtslu boðið út í samfelagnum frá peningastovnum og fyritøkum, sum kunnu skuldarbinda einstaklingar, familjur og børn teirra langt út um møguleikarnar at gjalda aftur í arbeiðsføra lívinum, og fólk kunnu enda í sonevndum “skuldarfellum”. Og í mun til so mong onnur øki í samfelagnum, har til ber at leita sær ráð, hjálp og vegleiðing, so er ongin skipaður møguleiki hjá einstaklingum og húsarhaldum at fáa óhefta ráðgeving og hjálp í sambandi við lántøku og í sambandi við skuldartrupulleikar, umleggingar ella saneringar. Enn eru fólk í Føroyum av ættarliðum, sum eru vaksin upp við setninginum um at gjalda hvørjum sítt og onki skylda. Og helst er skuldarbyrðan hjá hvørjum fólki sær minni og frívirðini í húsum helst væl størri enn í flestu av okkara grannalondum. Men sum Heðin Brú so meistarliga lýsir í meginskaldsøguni “Feðgar á Ferð”, tá Ketil setir seg í skuld til tess at keypa hvalin og noyðist at enda at selja kúnna til tess at borga lánið, so eru kollveltandi broytingar hendar í peningabúskapinum og fíggingarmøguleikunum seinastu øldina. At seta seg í skuld er í dag inngrógvin partur av nútímans lívinum hjá hvørjum einstøkum og familjum til tess at seta búgv, taka útbúgving, gera íløgur, økja um privatnýtsluna og útvega sær flutningstól, amboð og hentleikar í gerandisdegnum. Seinastu árini hevur økt peningaútboð skapt ein óhaldføran hákonjunktur. Tað hevur regnað niður yvir fólk við tilboðum um nýggjar lánsmøguleikar við avdráttarskáa, avdráttarfríum lánum, leinging av afturgjaldstíð, dýrum lánum frá handlum og fyritøkum til bilar og nýtsluvørur, sum tú tekur upp á ein seinnapart. Og eins og í øðrum londum, koma fólk í ta støðu, at tey taka lán á seg, sum av egnum ella uttanhýsis ávum kunnu gerast so stór byrða fyri tann einstaka, børn og familjur, at tey rætt og slætt ikki eru bótafør. Fólk og familjur seta seg í sonevndar “skuldarfellur”....

Les meira

Uppskot um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka

, 18/11/2009

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka § 1. Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 3, stk. 1 verður orðið ”rúsdrekka” broytt til ”rúsdrekka við meira enn 60 rúmprosentum av alkoholi”. 2) § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis: ”Stk. 2. Framleiðsla av rúsdrekka kann einans fara fram á góðkendum framleiðsluvirkjum. Landsstýrið fær heimild í kunngerð at áseta neyðugar treytir fyri góðkenning.” 3) Í § 3, stk. 3 verður orðið ”loyvinum” broytt til ”góðkenningini” og orðini ”slíkum øli” broytt til ”rúsdrekka”. 4) Í § 6 verða orðini ”øl, sum í sær hevur meira enn 5,8 rúmprosent av alkoholi, og annað” strikað. 5) Í § 7, stk. 2 verða orðini ”øl, bryggjað í Føroyum” broytt til ”rúsdrekka, framleitt í Føroyum”. 6) Í § 8, stk. 1 verða orðini ”smbr. § 3, stk. 2” broytt til ”sum í sær hevur hægst 5,8 rúmprosent av alkoholi”. 7) Í § 22, stk. 1, nr. 2 verður orðið ”loyvi” broytt til ”loyvi ella góðkenning”. § 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. februar 2010. Kap. 1. Almennar viðmerkingar Samstundis, sum vit innflyta stórar mongdir av rúsdrekka, nokta vit okkara egnu bryggjarívinnu at framleiða nakað, sum er sterkari enn 5,8%. Við undantaki av einstøkum londum, sum hava fullkomið bann fyri rúsdrekkaframleiðslu og -sølu, er loyvt í allar flestu londum at bryggja øl, vín og brennivín. Forboðið at fara upp um 5,8% er serføroyskt, og sera ilt er at skilja, hvørjum endamáli markið tænir. Hinvegin leggur markið nakrar púrasta órímiligar forðingar fyri føroyskari framleiðslu. Endamálið við uppskotinum er at taka burtur tann mismun, sum í dag verður gjørdur millum útlendskar fyritøkur og føroyskar fyritøkur, og at geva bryggjarívinnuni møguleika at mennast í egnum landi. Tú kanst í dag fara og keypa tær eina fløsku av Cognac úr Fraklandi, Sherry úr Jerez í Andalusia, reyðvín av víngóðsi í Australiu, snaps framleiddan í Ålborg, Vodka úr Finnlandi, skotskt visky – ja, úrvalið á hillunum er stórt av vørum frá øllum heimsherðashornum. Men í Føroyum sleppa bryggjarí ikki at bryggja nakað, sum er sterkari enn 5,8%. Til samanberingar kann nevnast, at Cider kann hava 8,5 vol% av alkoholi og vín 13%. Vit innflyta stórar mongdir av rúsdrekka, sum hevur úr nøkrum fáum upp í 60 rúmprosent alkohol, og vit loyva sølu av hesum gjøgnum einkarsølur kring landið. Einasta treytin, vit seta til øl og brennivín, er, at vøran er framleidd uttanlands og innflutt til landið. Man tað finnast nakað annað land, sum leggur slíkar forðingar fyri egnari vinnu? Øl partur av gourmetvinnu Øl er seinastu árini komið nógv í fokus sum týðandi partur av einari matvinnu, sum byggir á dygdargóðar rávørur. Hetta er ein vaksandi vinna í londunum kring okkum, og øl verður nógv nýtt afturvið einum góðum bita á matstovunum. Øl til kræsnar gómar er ein nissjuvinna, har vit kunnu gera okkum galdandi. Eisini er lítil ivi um, at fyri ferðavinnuna kundi føroysk framleiðsla av spesialøli verið við til at givið ferðafólki eina serstaka uppliving. Sum sendingin “Ølfjeppararnir” eisini vísti, er áhugin fyri spesialøli stórur og vaksandi , og nógv av hesum øli er sterkari enn 5,5%. Í Føroyum er bara eitt bryggjarí eftir í landinum....

Les meira

Uppskot til samtyktar um klassiska latínska alfabetið

, 13/08/2009

Uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot, ið skal áseta, at klassiska latínska alfabetið skal vera almenna alfabetið í Føroyum, og at serføroysku bókstavirnir verða settir fyri seg. Viðmerkingar Í Føroyum verða, eins og í meginpartinum av heiminum, latínsku bókstavirnir nýttir. Men stavraðið – alfabetið – sum verður nýtt í Føroyum, er kortini ikki tað sama, sum nýtt verður í øðrum londum, ið nýta latínsku stavirnar.   Nakrir stavir – C, W, X og Z – eru als ikki at finna í alfabetinum, sum føroysk børn læra í barnaskúlanum. Og føroyskir serstavir – tvíljóðini EI, EY, OY og strikustavirnir Á, Í, Ó, Ú, Ý – eru settir inn í sjálvt alfabetið. At ávísir bókstavir eru tiknir úr alfabetinum, er ógvuliga ørkymlandi, tí hesir somu bókstavir verða nýttir dagliga av øllum føroyingum. C er millum teir stavir, sum mest verða nýttir í Føroyum yvirhøvur, men hinir útihýstu stavirnir eru eisini so vanligir, at royndin at gera teir “óføroyskar” ikki kann eydnast, og aldrin fer at gera annað enn at ørkymla fólk. • Vit tosa um CO2 útlát. • Vit tosa um C vitaminir. • Vit tosa um Loran C. • Vit tosa um Lista C. • Tá vit býta okkurt upp, geva vit tí ofta heitini A, B, C o.s.fr. T.d. kunnu vit velja lúku C, tá vit spæla Gekk. • Vit nýta, eins og gjørt verður alla aðrastaðni, “ABC” sum eitt hugtak. Vit siga málarans ABC, sjómansins ABC o.s.fr. Eingin tosar um AÁB’ið – og eingin fer nakrantíð at tosa um AÁB’ið. Tað kenst fremmant, og fer altíð at kennast frammant. • Vit nýta eisini C, tá vit lata upp flestu heimsíður, tá vit skriva .com. • C er partur av nógvum altjóða orðum, sum verða nýtt í Føroyum. • Nógvir føroyingar hava bókstavin C í navni sínum. • Royndirnar at útihýsa bókstavinum C úr føroyskum fólkanøvnum níva nógv fólk, sum síggja stavsetingina av sínum navni sum ein part av sínum persónliga samleika. • Í Føroyum tosa vit meira enn aðrastaðni um sjúkuna CTD • At útihýsingin av stavinum C er nýtt í Føroyum sæst m.a. í vísuni um Jákup á Møn, har Nólsoyar a Páll yrkir soleiðis: Tá ið hann var á tólvta ári, var hann sleppingur góður, lærdi at remsa upp ABC og sýndist at bregða til móður. • W nýta flestu føroyingar ógvuliga ofta hvønn einasta dag, tá vit lata upp heimasíður – WWW. • Eisini X verður nýttur í nógvum samanhangum. Ikki minst í roknitímunum í sama skúla, sum lærir børnini, at X ikki er partur av føroyska alfabetinum. • Z er eisini ein bókstavur, sum verður nógv nýttur í støddfrøðini. • Nógvir føroyingar hava Z í navni sínum. Uppskotssetarin hevur roynt at kannað, hvørjar tær vísindaligu ella mentanarligu grundgevingarnar eru fyri at útihýsa hesum bókstavum úr okkara stavraði, men hevur onga góða grundgeving funnið. Og uppskotssetarin heldur tað vera púra skeivt at royna at gera nakað fremmant, sum ikki er fremmant. Føroyskt skriftmál verður ikki veikari, tá hesir bókstavir eru partar av alfabetinum; tað verður sterkari. Tað amputeraða, "serføroyska" stavraðið styrkir ta fatan millum børn, at føroyskt skriftmál er stirvið, gamalt og óliðiligt og ikki er í samsvari við veruleikan. Tí skulu vit ikki royna at gera eitt serføroyskt alfabet í Føroyum, men halda okkum til tað...

Les meira

Uppskot til samtyktar um ein 50 metur langan svimjihyl

, 11/08/2009

Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja uppskot fyri tingið, ið ásetir, at ein partur av tí hækkaða íløgukarminum á fíggjarlógini fyri 2010 verður nýttur til ein 50 metur langan svimjihyl. Viðmerkingar: Tað er eingin ivi um, at skal føroyskur ítróttur gera seg galdandi millum tey fremstu á altjóða pallinum, er tað innan einstaklingaítrótt, at møguleikarnir eru størstir. Hetta síggja vit m.a. innan svimjingina. Henda ítróttagrein hevur gjørt ómetaliga stór framstig farnu árini. Kring alt landið eru ungir svimjarar, sum skarða framúr og standa seg væl í kappingum við svimjarar úr øðrum londum. At Føroyar standa seg væl í altjóða kappingum er ikki bara ein sigur fyri tey, sum beinleiðis taka lut. Hesir svimjarar gerast fyrimyndir hjá øðrum, og eggja øðrum til at velja sær sunn og mennandi frítíðarítriv. Men eisini onnur kenna tað sum ein sigur, tá føroysk ítróttafólk klára seg væl. Hetta elur fram stoltleika og bøtir harvið um trivnaðin í landinum. Tí er ikki meira enn rímiligt, at landið er við til at skapa hesum ungdómi góðar karmar. Og tað er tørvur á tí. Karmarnir hjá okkara svimjarum eru sera vánaligir – og munandi verri enn karmarnir hjá teimum, sum teir kappast við. Ein íløga í ein 50 metur langan svimihyl hevði, um nóg nógv verður lagt fyri, eisini gjørt, at Føroyar kundu hýst fleirtjóða kappingum. Harvið hevði tað eisini økt munandi um okkara møguleikar fyri at kunna hýsa Oyggjaleikunum. Á Løgtingi, tann 11. august 2009     Vegna Tjóðveldi Sjúrður...

Les meira

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

, 29/07/2009

§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 62 frá 25. mai 2009, verður aftaná § 13 sett inn nýggj § 13a, sum verður soljóðandi: “§ 13 a. Latin fiskirættindi skulu gagnnýtast. Stk. 2. 90% av tillutaðum fiskidøgum skulu vera nýttir til fiskiskap við tí í fiskiloyvinum nevnda fiskifarinum í einum 1 ára tíðarskeiði, gjørt upp við fiskiársins enda. Fyrsta 1 ára tíðarskeiðið byrjar 1. september 2009. Stk. 3. 90% av tillutaðum egnum kvotuparti, egnari árskvotu, egnum hjáveiðiparti og egnari hjáveiðikvotu, skal vera fiskað við tí í fiskiloyvinum nevnda fiskifarinum í einum 1 ára tíðarskeiði. Fyrsta 1 ára tíðarskeiðið byrjar 1. januar 2010. Stk. 4. Um minni enn 90% av tillutaðu fiskirættindunum eru nýtt sbrt. stk 2 ella 3, verða fiskirættindini komandi fiskiár skerd í % við muninum millum nýtsluna hetta tíðarskeiðið og 90%. Hesi fiskirættindi fella aftur til landið. Stk. 5. Eru rættindi, sum eru tillutað í fiskiloyvi ikki nýtt við tí í fiskiloyvinum nevnda fiskifarinum í einum 1 ára tíðarskeiði, fella rættindini aftur til landið. Stk. 6. Í serstøkum førum hevur landsstýrismaðurin heimild til at geva undantak fyri einstøk fiskifør frá ásetingini í stk. 4. § 13 b. Landsstýrismanninum verður heimilað at gera skipan fyri fiskirættindamarknað, ein sonevnd Tilfeingisbúð, herunder ásetingar um fyriskipan, gjøgnumskygni, atgongd og sølu- og keypstreytir. § 13 c. Landsstýrismaðurin kann avhenda egnar fiskidagar, egnar kvotupartar og egna hjáveiðikvotu, sum fella aftur til landið. Somuleiðis kann landsstýrismaðurin avhenda fiskirættindi, ið ikki eru latin sum egnir fiskidagar, egin kvotupartur og egin hjáveiðikvota. Avhendingin kann antin vera beinleiðis til fiskifar ella gjøgnum Tilfeingisbúðina, eftir nærri ásettum reglum. Stk. 2. Avhending eftir stk. 1 er fyri eitt fiskiár í senn. ” § 2 Henda løgtingslóg fær gildi tann 1. september 2009. Viðmerkingar: Ad. 4. Brúksskyldan: Tjóðveldi ásannar, at veiðirættindi verða latin út, sum tó í einstøkum førum ikki verða gagnnýtt. Talan kann vera um heil fiskiloyvi, sum ávís vinnufeløg ráða yvir í fleiri ár, men sum tó ikki verða gagnnýtt. Dømi eru eisini um útlutaðar kvotur og fiskidagar, ið ikki verða nýtt til fulnar. Fyri summar skipabólkar hevur støðan verið varandi yvir long tíðarskeið. Í uppskoti er at gera eina skipan við brúksskyldu, har kravið er, at 90% av tillutaðum rættindum skulu vera gagnnýtt seinasta 12-mánaða tíðarskeiðið. Verður gagnnýtslan undir hesum marki, verða framtíðar tillutað rættindi skerd við muninum millum 90% og gagnnýtsluprosentið. Verða tillutað rættindi als ikki nýtt í einum 1-ára tíðarskeiði, fella hesi aftur til landið fult og heilt. Brúksprosentið er allýst sum eginnýtsla hjá fiskifari í mun til tillutaðan part í byrjanini av árinum. Eginnýtslan er ikki umfatað av keypi og sølu, tá keyp og søla fer fram fyri eitt ár í senn. Endaligt keyp og endalig søla verða tikin við í eginnýtsluna. Yvirlitið niðanfyri lýsir, hvussu stórur partur av tillutaðu døgunum í fiskidagabólkunum hevur verið nýttur í tíðarskeiðinum 1997/98 til 2005/06. Brúksprosent av fiskdøgum, 97/98 til 05/06 Í meðal 97-98 98-99 99-00 00-01 01-02 02-03 03-04 04-05 05-06 Bólkur 2 87 86 94 88 82 74 76 77 81 83 Bólkur 3 95 88 85 94 98 100 89 101 87 93 Bólkur 4A 54 50 54 62 55 49 50 38 73 54 Bólkur 4B 88 86 90 100 98 115 120 108 83 99 Bólkur 5 73 60 61 109...

Les meira

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

,

§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 62 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 9 a, stk. 1, litra a verður orðað soleiðis: “a) Í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, á Føroya Banka innan fyri linjur, drignar millum hesi 8 støð og í hesi raðfylgju: 1. 61°19’00"N 08°14’00"V 2. 60°58’00"N 07°43’00"V 3. 60°50’00"N 07°57’00"V 4. 60°24’00"N 09°07’00"V 5. 60°50’00"N 09°34’00"V 6. 60°54’00"N 09°34’00"V 7. 61°14’00"N 08°52’00"V 8. 61°19’00"N 08°14’00"V Hetta veiðibann fevnir um veiðu við skovlváð, troli, snurriváð ella líknandi neti umframt allar aðrar veiðihættir, tó ikki beinleiðis veiðu eftir sild og makreli við kraftblokki.” 2) Í § 9 a, stk. 1, litra e verður “Í tíðarskeiðinum frá 1. apríl til 31. januar, báðir dagar íroknaðir, 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur, drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:” broytt til: “Alt árið 12 fjórðingar úr grundlinjunum og innan fyri linjur, drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:” 3) Í § 27 verður “frá 1. september 2008 til 31. august 2009” broytt til: “frá 1. september 2009 til 31. august 2010.” 4) § 29, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Innan fyri hvønn av høvuðsbólkunum av fiskiførum í § 28, stk. 1, sum eru í veiðiflotanum 1. januar 1995, verður fiskidagaskipan ásett fyri hesar undirbólkar við hesum fiskidagatali, sbr. tó stk. 3, sum verður býtt millum fiskiførini, tó so, at hædd verður tikin fyri møguligari umseting av fiskidøgum frá einum fiskifari til eitt annað í sama undirbólki, bólkur 5 tó undantikin. Bólkur 2: Partrolarar 3.710 fiskidagar Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons 1.548 fiskidagar Bólkur 4 A: Útróðrarbátar millum 15 – 40 tons 697 fiskidagar Bólkur 4 B: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á línuveiðu 924 fiskidagar Bólkur 4 T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu 811 fiskidagar Bólkur 5: Útróðrarbátar undir 15 tons á húkaveiðu 7.993 fiskidagar” 2 § 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Kap. 1. Almennar viðmerkingar Tað er eftir avgerð Løgtingsins, at fiskidagarnir verða ásettir og harvið rásarúmið hjá størsta partinum av føroyska heimafiskiflotanum. Tann eini høvuðsbólkurin er undantikin fiskidøgum, men er skipaður á annan hátt. Tað er skyldan hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum umsitur málsøkið, at leggja uppskot fyri Løgtingið, so avgerð tingsins kann verða tikin fyri 18. august. Meginreglan er tí, at landsstýrismaðurin, sum situr, fær tilmælini frá Havstovuni og Fiskidaganevndini, soleiðis sum lógliga er fyriskrivað. Hesi hava verið almenn í eina tíð, og royndirnar av rikna fiskivinnupolitikkinum, síðani fiskidagaskipanin varð sett í gildið, geva greiðar ábendingar um, at sitandi landsstýrið ongar ætlanir hevur um at broyta hugburðin, soleiðis, at farið verður undir at áseta fiskidagatalið samsvarandi lívfrøðiligu tilráðingunum. Fyri at bøta um hendan vantandi fiskivinnupolitikkin leggur Tjóðveldi fram hetta uppskotið, sum miðar eftir at gera føroyska fiskiveiðu á heimaleiðum burðardygga, og harvið til tryggasta møguliga grundarlagið undir landsins búskapi. Tað er ikki hugaligur lesnaður, ið landsstýrismaðurin hevur fingið frá ráðgevandi stovni og nevnd, sum sambært lógini um vinnuligan fiskiskap skulu ráðgeva landsstýrismanninum um, hvat skilabest er at gera, so gagnnýtslan av okkara týdningarmesta havtilfeingi fer fram á einum burðardyggum grundarlagi. Í rúma tíð hevur verið alment kent, at mælt verður til munandi skerjingar í fiskidagatalinum, tí serliga toska- og hýsustovnunum tørva...

Les meira

Uppskot til samtyktar um at søkja limaskap í EFTA og EBS

, 03/07/2009

Løgtingið tekur undir við: • at landsstýrið tekur upp samráðingar um limaskap í EFTA og EBS fyri at gerast fulltikin partur í teim 4 frælsunum í ES • at landsstýrið í hesum sambandi fyrireikar lógaruppskot um at taka øll neyðug málsøki á føroyskar hendur, og • at landsstýrið innan 1 ár leggur frágreiðing fyri Løgtingið um neyðugu fortreytirnar fyri limaskapi. Viðmerkingar: Føroyar kunnu ikki liggja sum eitt avbyrgt heimastýri uttan lut í teimum samstarvsavtalum, sum binda londini í Evropa og heimsins lond saman. Føroyar kunnu heldur ikki bíða í óendaligum togaríi við danskar myndugleikar og við teir felagsskapir, ið taka avgerðirnar. Gjøgnum EFTA og EBS kunnu Føroyar taka lut í teimum fýra frælsunum umframt útbúgvingar- og granskingarsamstarvinum. Á henda hátt ber til at átaka sær tey rættindi og tær skyldur, sum føroyskari vinnu, myndugleikum og borgarum tørva, og samstundis hava ræði á náttúrutilfeingi og uttanríkisviðurskiftum, sum verða avgerandi fyri øll lond frameftir. Og hetta fer eisini at styrkja samstarvið millum londini í Útnorði. Greiða má sum skjótast fáast á støðuni, og tær leiðir mugu roynast, ið kunnu geva okkum svar og møguleikan at taka neyðugu avgerðirnar. Tjóðveldi hevur søguliga tikið støðu til ES-málið og annað samstarv í Evropa út frá tveimum høvuðsatlitum: 1. Tilfeingisumsiting – t.e. spurningurin um at hava ræði á náttúrutilfeinginum og á uttanríkispolitiskum avtalum hesum viðvíkjandi. 2. Fólkaræði og sjálvræði – t.e. spurningurin um, hvørt smátjóðir fólkaræðisliga hava nakra ávirkan á ES-skipanina, og spurningurin um, hvørt allar avgerðir verða lagdar til Brússel, og Føroyar gerast ein útjaðari í bæði Danmark og í Evropa uttan møguleika at taka fullveldi. Hesi atlit og mál hava verið avgerandi fyri, at Tjóðveldi hevur havt sum greitt mál, at Føroyar saman við hinum londunum í Útnorði (Noreg, Íslandi og Grønlandi) samstarva um at hava aðrar skipanir við ES enn limaskap. Onki avgerandi er sum so broytt í fortreytunum fyri hesum metingum, men meðan øll onnur lond flyta seg, standa Føroyar politiskt í stað uttan nakra avkláring av hvørki ríkisrættarligu ella altjóðarættarligu støðuni. Fastlæsta støðan Gongdin seinastu 20 árini hevur verið, at Evropeiska samveldið hevur sameint seg meira og meira og hevur fingið nýggj limalond. Noreg og Ísland hava sum sjálvstøðugar tjóðir verið limir í fríhandilsfelagsskapinum EFTA – og umvegis EFTA varð gjørd tann sonevnda EBS-skipanin, har Noreg, Ísland og Liechtenstein gjørdust partar av teirri evropeisku sameiningini, uttan at gerast limir í ES. EBS-skipanin merkir í stuttum, at Noreg, Ísland og Liechtenstein taka lut í teimum sonevndu fýra frælsunum – t.e. frælsi fyri kapital, vørur, tænestur og borgarar at virka frítt innan fyri ES. Hartil taka tey lut í útbúgvingar-, granskingar- og mentanarsamtarvinum við ES. Føroyar hava so staðið eftir sum eitt heimastýri við bert eini triðjalandsavtalu við ES. Málið frameftir Føroyar kunnu gerast partur av teimum fýra frælsunum, umframt útbúgvingar- og granskingarsamstarvinum hjá ES, uttan at gerast limur. Hetta fæst við, at Føroyar gerast limur í EFTA og EBS-avtaluni. Hetta eru tey praktisku mál, sum allir flokkar í Føroyum hava sagt seg ynskja – eisini teir, sum tosa fyri beinleiðis ES-limaskapi. Tí er eisini neyðugt, at tey, sum vilja ES-limaskap, svara uppá, hvørjir fyrimunir eru í tí út um teir, sum EFTA/EBS-skipanin gevur. Sum sjálvstøðugt land er ongin formlig forðing fyri hesum. Í núverandi ríkisrættarligu støðu krevst hinvegin ovurhonds stór vælvild, broyttar støður og nýggjar viðtøkur hjá bæði Danmark og øllum...

Les meira

Uppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya

, 06/03/2009

Skipan § 1. Sum amboð at røkka einum sjálvberandi búskapi verður stovnsett ein skipan við búskaparligari útjavnan sambært § 3, ið skal verða knýtt at serstkari kontu undir § 25 í fíggjarlógini, við heitinum Búskapargrunnur Føroya. Inngjaldsskipan § 2. Á kontuna Búskapargrunnur Føroya verða inntøkuførd: a) skattur og gjøld sambært løgtingslóg nr. 26 frá 21. apríl 1999 um at skatta inntøkur frá kolvetnisvirksemi ella lóg, ið kemur í hennara stað; b) ágóði av einskiljing landsins; c) játtan av fíggjarlóg til búskaparliga útjavnan; d) partur av heildarveitingini frá danska statinum samsvarandi við 1/7 í 2010, 2/7 í 2011, 3/7 í 2012, 4/7 í 2013, 5/7 í 2014, 6/7 í 2015 til í 2016, tá ið grunnurin fær alla heildarveitingina; e) inntøkur av íløgurøkt av samansavnaðum upphæddum, nevndar undir litra a-d. Útgjaldsskipan § 3. Av kontuni Búskapargrunnur Føroya verður á hvørjum ári rindað í landskassan miðal realavkastið av íløgurøktini sambært § 2, litra e fyrstu 7 av seinastu 9 árunum. Tó verður útgjaldið at bíða, til uppsparda ognin er størri enn ein triðingur av BTÚ. Umsitingarlig viðurskifti § 4. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum umsitur skipanina sum serliga roknskaparliga eind við eini ogn, ið er skild burtur frá ogn landskassans annars. Broytingar í eginogn grunsins verða roknaðar sum broytingar í fíggjarstøðuni í landsroknskapinum. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur um at røkja tað fæ, ið er knýtt at kontuni Búskapargrunnur Føroya, herundir leiðreglur fyri íløguvirksemi. Landsstýrismaðurin skal leggja íløgurøktina til óhefta eind ella stovn undir landinum. Umsitingarkostnaðurin verður játtaður og goldin av landskassanum. Stk. 3. Gjørdur verður serligur eindarroknskapur fyri skipanina undir kontuni Búskapargrunnur Føroya. Fyrsta roknskaparárið er 2010. Gildiskoma § 5. Lógin kemur í gildi 1. januar 2010. Viðmerkingar Almennar viðmerkingar Grundarlagið fyri uppskotinum um Búskapargrunn Føroya Føroyum tørva eina skipan og ítøkilig amboð, ið kunnu tryggja ein sjálvbjargnan føroyskan búskap. Eina skipan, ið tálmar sveiggjum í føroyska búskapinum. Eina skipan, ið tryggjar langtíðaráhugmál Føroya, eins væl og stutttíðaráhugamálini. Búskapargrunnur Føroya er eitt høvuðsamboð í eini slíkari skipan. Føroyski búskapurin hevur verið fyri søguliga stórum sveiggjum síðan 1980’ini. Orsakirnar eru fleiri, men greitt er, at førdi búskaparpolitikkurin og sveiggini í inntøkuni frá fiskivinnuni hava spælt ein stóran leiklut. Búskaparpolitikkurin hevur sum heild ikki virkað tálmandi, tá umræður sveiggj í búskapinum, og hevur tørvur eisini verið á eini skipan ella tiltøkum fyri at røkka hesum máli. Harafturat kemur, at umsitingin av fiskiríkidøminum hevur helst ikki verið tann besta undanfarnu ártíggjuni. Umsitingin av hesum tilfeingi Føroya fólks og av inntøkum frá hesum varandi tilfeingi Føroya hevur sera stóran búskaparligan týdning, men er ikki partur av hesum uppskoti. Tað er umsitingin av inntøkum frá ikki-varandi inntøkukeldum hinvegin. Tá ræður um landsins inntøkur frá ikki-varandi inntøkukeldum, hevur umsitingin av hesum inntøkum serliga stóran týdning. Gerst ein føroysk oljuvinna veruleiki í framtíðini, er talan um eina vinnu, ið er grundað á eina ikki-varandi inntøkukeldu, – og um eina vinnu, ið kann elva til stór sveiggj í búskapinum. Tí, gerst ein føroysk oljuvinna veruleiki, kann væntast, at føroyski landskassin fær stórar inntøkur, ið kunnu ávirka føroyska búskapin ógvusliga – og neiliga – um hesar inntøkur ikki verða umsitnar á rættan hátt. Eisini er føroyski landskassin í dag heftur at øðrum inntøkum, ið ikki eru grundaðar á varandi tilfeingi, men hinvegin kunnu broytast eftir lutfalsligari stuttari tíð – eitt nú heildarveitingin úr danska ríkiskassanum. Við atliti at stóru...

Les meira

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum

, 05/03/2009

Tjóðveldi Løgtingið Løgtingsmál nr. 142/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum § 1. Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 30. mars 2001, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 5 verður orðingin: "2003 og seinni: 40%" broytt til : 2003 – 2009 40% 2010 38% 2011 35% 2012 33% 2013 30% 2014 28% 2015 25% 2016 23% 2017 20% 2018 18% 2019 15% 2020 13% 2021 10% 2022 8% 2023 5% 2024 3% 2025 og seinni 0% 2) Í § 6 verður orðingin: 2003 og seinni: 27% 13% broytt til: 2003 – 2009 27% 13% 2010 25% 13% 2011 23% 12% 2012 22% 11% 2013 20% 10% 2014 19% 9% 2015 17% 8% 2016 16% 7% 2017 14% 6% 2018 13% 5% 2019 11% 4% 2020 10% 3% 2021 8% 2% 2022 7% 1% 2023 5% 0% 2024 3% 0% 2025 og seinni 0% 0% § 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2010. Almennar viðmerkingar: Tá ið skipanin við rentustuðli til sethúsalán varð skipað og sett í gildi, hevur tað verið hildið skilagott í politisku skipanini at lynna undir hjá teimum, sum settu búgv. Nógv er síðani broytt í samfelagnum og í individuellu sethúsafíggingunum. Broytingar eru eisini gjørdar í lógini, og nógv orðaskifti hevur hesi seinastu árini verið um hesa skipan, har m.a. Búskaparráðið hevur mælt til at laga skipanina niður, tí at hon við tíðini var farin at liva sítt egna lív í samfelagnum, og sum ein alt ov nógv vaksandi útreiðsla hjá landskassanum, ið lá sum eitt støðugt flow yvir í privata fíggjargeiran, sum í støðugt størri mun innroknaði rentustuðulin í lánsmøguleikan hjá tí einstaka. Eyðvitað er, at prísásetingin á sethúsamarknaðinum alt fyri eitt hevði lagað seg til eina niðurlaðing soleiðis, sum skotið verður upp í uppskotinum. Við tíðini hevði hetta minkað munandi um útreiðslurnar í landshúsarhaldinum, tá ið rentustuðulin hesi seinastu árini er vorðin ein støðugt vaksandi útreiðsla og ein av stóru postunum á fíggjarlógarinnar útreiðslusíðu. Lættast hevði verið at framt broytingar av hesum slagi, tá ið rentan er lág ella niðurgangandi. Royndir hava verið gjørdar hesum viðvíkjandi m.a. í fullveldislandsstýrinum frá 1998-2004, men málið vann ikki frama tá. 7. november 2003 legði Karsten Hansen, sum tá var landsstýrismaður í fíggjarmálum, uppskot fram um at lækka stuðulin úr 40% niður í 37%. Ein meiriluti í tásitandi Fíggjarnevnd (Óli Breckmann, Kristina Háfoss, Tórbjørn Jacobsen og Kári P. Højgaard) tók undir við uppskotinum. Kári P. Højgaard tók tó ikki undir við, at hetta var byrjanin til at laða stuðulin stigvíst niður á 0. Orsakað av løgtingsvalinum í 2004 datt málið burtur og kom ongantíð framaftur, eftir at nýggj borgarlig heimastýrisstjórn var skipað. Í uppskotinum frá 2003 verður sagt í viðmerkingunum, at: ”Rentustuðulin virkar órógvandi og avlagandi á fríu marknaðarkreftirnar. Hann ger, at húsaprísurin verður tillagaður á einum ov høgum støði, og tað eru tí fyrst og fremst peningastovnar, húsaseljarar og byggimeistarar, ið njóta gott av rentustuðlinum. Rentustuðulin er lækkaður stigvíst úr 48% í 1997 og niður í 40% í 2003. Skotið verður upp at lækka rentustuðulin niður í 37% í 2004, og ætlanin er, at rentustuðulin í framtíðini skal lækkast stigvíst,...

Les meira