Lýsing

Tingmál

TEKNMÁL ER MÓÐURMÁL MÍTT!

, 29/06/2022

TEKNMÁL ER MÓÐURMÁL MÍTT!

Ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at teknmálsorðabókin kann fullførast og víðarimennast? Havi sett landsstýrismanninum í mentamálum fleiri spurningar í sambandi við teknmál og eina væl útbygda teknmálsorðabók.   Teknmál er móðurmál mítt! Orðini eigur Meifríð Hansen, sum á 50 ára haldinum hjá Deyvafelagnum herfyri í fyrilestri leiddi okkum ígjøgnum lívið og gerandisavbjóðingar hjá deyvum og fólki, ið hoyra illa. Hon vísti á flestøll øki í samfelagnum og í einum vanligum gerandislívi, har vit kunnu virka og liva – verða vit ikki forðaði av væntandi møguleikum at samskifta. Men ein partur av landsins borgarum hava ikki møguleikan at samskifta á jøvnum føti við tey flestu. Hesin fyrilestur setti nógvar tankar í gongd. Tað er so nógv, ið vit sum samfelag og sum borgarar kunnu gera, fyri at gera lívið hjá fólki við avbjóðingum so nógv lættari.   Millum frásøgufólkið í Kongshøll henda dagin, var eisini Jan Zachariassen, ið sum smádrongur varð sendur úr trygga heiminum í Norðagøtu til Danmarkar fyri at læra teknmál. Jan var, eins og fleiri systkin hansara, føddur deyvur. “Endeliga, endeliga slapp eg heimaftur”, fortaldi Jan við teknmáli, um tá hann 12 ára gamalur loksin slapp á deyvaskúla í Føroyum.   Teknmál er móðurmálið hjá nógvum føroyingum her heima og uttanlands. Føroyska teknmálið er eins nógv móðurmál teirra, sum tað talaða føroyska er mítt. Hvussu vongskerd kenna vit okkum ikki, sleppa vit ikki at brúka mál okkara í dagliga samskiftinum við onnur? Um forðingar eru allastaðni?   TEKNMÁL VIÐURKENT MÁL Føroyska teknmálið varð í 2017 alment viðurkent, og í lógini um Málráð varð ásett, at: “Málráðið skal harumframt serskilt røkja, menna og verja føroyska teknmálið.” Væl mentar orðabøkur eru ein grundarsteinur undir at varðveita og víðarimenna eitthvørt mál. Ein teknmálsorðabók finst á fo.signwiki.org. Henda orðabók er tó langt ífrá liðug. Tað er trupult at menna eitt mál, eru neyðugu amboðini ikki tøk og orkan avmarkað.   Tað er oftari reglan enn undantakið, at tiltøk og alment ljóðtilfar ikki verður teknmálstulkað. Fert tú inn á heimasíður hjá land og kommunum, so kanst tú helst finna eina upplestrarfunku, men nærum við vissu onga funku, sum umsetir ljóð til teknmál. Atgongd er til almenna og privata tulkatænastu, men tilboðini eru avmarkað.   Skulu vit hava eina nøktandi teknmálsorðabók krevst játtan, og at onkur verður settur við løn at gera arbeiðið. Ein væl útbygd orðabók er eitt av fleiri neyðugum átøkum fyri at gera teknmál munandi meira atkomuligt og gjørligt at brúka allastaðni í samfelagnum. Og fyri at geva fólki – okkum øllum – lætta atgongd til møguleikan at læra teknmál. Í føroysku teknmálsorðabókini eru nú umleið 1.400 tekn, men skal orðabókin veruliga avspegla teknmálið, eiga tað at vera fleiri túsund. Til samanbering kann nevnast, at í íslendsku teknmálsorðabókini eru nú savnaði nærum 12.000 tekn.   SPURNINGARNIR Umframt omanfyri nevnda spurning, spyrji eg landsstýrismanin, hvussu nógv hann metir, at tað kostar at fáa gjørt teknmálsorðabókina lidna, so hon í dygd og vavi kann sammetast við móðurmálsorðabøkur? Hvussu stór er almenna játtanin til hetta arbeiði? Hvussu metir landsstýrismaðurin tað gongur at “… røkja, menna og verja føroyska teknmálið”, soleiðis, sum lógin um Málráð ásetir? Og at enda um landsstýrismaðurin ætlar at taka nøkur stig fyri at tryggja varðveitslu og víðari menning av føroyska teknmálinum og atkomu til málið í almenna rúminum. Um ja, hvørji?   Spurnigurin https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10133 verður svaraður í hesi vikuni.  ...

Les meira

Tíverri bleiv okkara uppskot um at byggja lestrarbústaðir felt av samgonguni

, 18/05/2022

Tíverri bleiv okkara uppskot um at byggja lestrarbústaðir felt av samgonguni

Beint áðrenn tingið fór í summarfrí viðgjørdu vit okkara uppskot um at byggja næminga- og lestrarbústaðir kring landið. Hóast stóra tørvin á lestrar- og næmingabústøðum, sum eru í eini príslegu, sum næmingar og lesandi hava ráð at gjalda, so fingu vit ikki uppskotið ígjøgnum. Tað er stórt spell! Tað er ómetaliga týdningarmikið fyri eitthvørt land, at ungfólk støðast í landinum. Tað er gevandi fyri samfelagið og ein fortreyt fyri samfelagsmenningina sum heild.  Vit kenna tað frá søguni, at fara ung av landinum at  útbúgva  seg  eru  sannlíkindini  fyri,  at  hesi  fólk  búseta  seg  uttanlands  nógv  størri, enn  um  fólk útbúgva seg í Føroyum.  Tí er gleðiligt, at útbúgvingarmøguleikarnir í Føroyum eru mentir og styrktir seinnu árini.  Nú er tíðin komin til at fáa umstøðurnar hjá lesandi betri, og kjarnin í hesum er at tryggja nøktandi  tal  av  næminga-og  lestrarbústøðum.  Næminga-og  lestrarbústaðir,  sum  eru  í  eini  príslegu, sum lesandi og lærlingar hava ráð til. Stórur tørvur er á næminga-og lestrarbústøðum, og tað er sera dýrt hjá hesum bólki at leiga, sum hava avmarkað  fíggjarligt  rásarúm  at  gjalda  av.Høga  kostnaðarstøðið,  bøkur,  sosialt  lív, innbúgv v.m. ger tað sera trupult, ella ógjørligt at dekka leigukostnaðin við lestrarstuðlinum.  Fáa vit ikki loyst bústaðartrupulleikan hjá lesandi, er vandi fyri,at talið á ungum fólki, sum ætla at útbúgva seg í Føroyum, minkar, tí tey heldur flyta av landinum í útbúgvingarørindum. Hesum kunnu vit fyribyrgja við at hava nøktandi tal av næminga-og lestrarbústøðum kring landið.  Hóast vit hava skúlaheim, næmingabústaðir og lestrarbústaðir í Føroyum,er talið á hesum langt frá nøktandi. Tað er trupult at finna nakað yvirlit yvir næminga-og lestrarbústaðir í Føroyum, men ein leyslig uppteljing er, at tað eru undir 300 lestrarbústaðir í Føroyum. Tað  er  tørvur  á  at  fáa  lagt  útbygging  av  lestrarbýlum  í  eina  fasta  legu  soleiðis,  at  vit  gera langtíðarætlan á økinum, sum sigur, hvussu nógv vit byggja árliga, og hvar. Soleiðis tryggja vit, at vit hava gott grundarlag fyri at ung útbúgva seg og støðast í Føroyum.  Sirið...

Les meira

Vit mugu útbúgva fleiri námsfrøðingar

, 31/03/2022

Vit mugu útbúgva fleiri námsfrøðingar

Stórur tørvur er á námsfrøðingum innan bæði dagsstovnaøkið, serøkið og onnur øki. Tí mugu vit útbúga fleiri námsfrøðingar. Tjóðveldi hevur lagt uppskot fyri tingið um at taka fleiri inn at lesa námsfrøði. Og áhugin er til staðar, tí nógv søkja inn at lesa námsfrøði. Tí eigur grundarlag vera fyri at taka ein flokk upp afturat um árið. Tjóðveldi arbeiddi fyri at fleiri kundu útbúgva seg til sjúkrarøktarfrøðing – tað riggaði, tí nú er ein flokkur av lesandi tikin inn afturat. Nú strongja vit á fyri at fáa fleiri útbúnar námsfrøðingar. Beinta Løwe Tingkvinna fyri...

Les meira

Tað mugu útbúgvast nógv fleiri námsfrøðingar

, 08/03/2022

Tað mugu útbúgvast nógv fleiri námsfrøðingar

Tað hoyrast javnan neyðarróp frá foreldrum, stovnsleiðslum og øðrum, sum varða av,um stóra mangulin uppá starvsfólk. Hesi róp mugu hoyrast.  Støðan er so mikið álvarsom, at dagligu tænasturnar í nógvum førum eru bæði ávirkaðar og skerdar. Dagstovnar lata aftur áðrenn tíðina og skerja upplatingartíðirnar, og Almannaverkið kann ikki veita fólki ta hjálp teimum tørva. Strongd ávirkar starvsfólk og familjur, og støðan tykist kaotisk.  Hetta er ein negativ ringrás, sum má broytast. Tí leggja vit í Tjóðveldi nú aftur uppskot fram um at útbúgva fleiri námsfrøðingar. Seinast vit løgdu tað fram varð sagt at landsstýrið arbeiddi við málinum. Enn hava vit tó onki ítøkiligt sæð. Seinast vit viðgjørdu málið kom fram, at námsfrøðiliga økið er sera spert, at tað gongur illa at fáa sett námsfrøðiligu størvini, og at vit á ongan hátt liva upp til lógina um hvussu nógvir námsfrøðingar skulu vera á dagstovnaøkinum. Tað manglaðu 335 námsfrøðingar bara til at liva upp til dagstovnalógina. Harafturat kemur alt serstovnaøkið, barnaheim, sambýlir og annað.  Tað eru eisini onnur viðurskifti, sum hava ávirkan á námsfrøðiliga arbeiði. Strongd og stórt arbeiðstrýst, lágar normeringar, skiftandi vaktir, lutfalsliga lágt lønarlag og annað hevur sjálvsagt eisini týdning. Hesi viðurskifti eiga eisini at fáa nógv størri rúmd í politisku skipanini.  Vit vita, at góðskan í teimum námsfrøðiligu tilboðunum, vit veita, er í stóran mun treytað av, hvussu væl starvsfólkini eru fakliga skikkað. Tí eiga vit altíð at stíla eftir hægstu fakligu góðsku til okkara børn og fólk  annars, sum tørva tænastu.  Vit kunnu spyrja okkum sjálvi hvussu tað ber til, at vit góðtaka at okkara børn, og okkara veikastu borgarar skulu liva við hesum?  Vit eiga ikki at góðtaka hetta, men taka saman hendur fyri at bøta um støðuna. Eitt stað at byrja er at útbúgva fleiri námsfrøðingar.  Sirið Stenberg  Tingkvinna fyri...

Les meira

Eitt rúmligt samfelag – eisini á netinum

, 08/02/2022

Eitt rúmligt samfelag – eisini á netinum

Tjóðveldi leggur nú uppskot fyri tingið, um at almennar heimasíður og appir skulu gerast atkomulig fyri allar borgarar at brúka. Nógvir borgarar hava í dag stóra avbjóðing við at sleppa framat tænastur og kunning frá tí almenna á netinum.  Við uppskotinum vil Tjóðveldi tryggja, at allir borgarar fáa atgongd til og kunnu nýta heimasíður, appir og líknandi skipanir á netinum hjá øllum almennum stovnum undir landi og kommunum. Her verður serliga hugsað um fólk við skerdum førleika eitt nú í mun til lesi- og skriviførleikar, hoyrn, sjón, rørslu og málførleikar, sum í dag ikki hava góða atgongd til kunning, tænastur og samskifti við tað almenna á netinum. “Tá talan er um almennar heimasíður, er talan um týdningarmikla kunning, sum ofta kann vera avgerandi fyri, at borgarin til fulnar kann luttaka í samfelagnum. Tað sigur tí seg sjálvt, at so hvørt, sum samfelagið gerst fult talgilt og tengt at netsamskifti, detta hópin av fólki niðurímillum, verða heimasíður o.l. ikki gjørdar betri atkomuligar,” sigur Bjørt Samuelsen, framsøgukvinna í málinum. Ein alsamt vaksandi partur av samskiftinum millum fólk og tað almenna gongur fyri seg á netinum. Netið er eftir hondini týdningarmesta kunningarkelda, og samstundis inngongd til eina røð av tænastum. Umráðandi er, at allar hesar talgildu tænasturnar, eru atkomandi fyri fólki, sum av ymiskum ávum hava skerdar førleikar. Dømi um funkur, sum bøta um atkomuna: At tekstur verður settur á myndir, so fólk, ið eru lutvíst ella heilt blind, kunnu fáa lisið upp, hvat er á myndini. At tað skal vera lætt at skifta til stóra skriftstødd. At sjónfílur verða tekstaðar, soleiðis, at deyv og hoyrnarveik kunnu lesa tekstin. Og so frameftir. Í nógvum førum eru tað rímiliga einfaldar broytingar, sum kunnu gera heimasíður og appir betri atkomulig fyri fólk við skerdum førleikum. “Vit ynskja við uppskotinum, at fáa sett fokus á tørvin á at gera heimasíður, netskipanir og appir hjá landi og kommunum nógv betri atkomulig fyri øll. Og at farið verður undir at áseta standardir og smíða eina lóg, sum tryggjar øllum fólki net-atkomu. Tað fer at gera, at nógv fleiri fáa góða atgongd til almennar tænastur og til neyðuga kunning, sum kann lætta um gerandisdagin og gera fólk betri før fyri at luttaka í samfelagnum,” sigur Bjørt Samuelsen, tingkvinna. Uppskotið frá Tjóðveldi verður lagt fram, tá Løgtingið kemur saman hósdagin. ...

Les meira

Føroyar skulu ikki brúkast til hvítvask!

, 08/12/2021

Føroyar skulu ikki brúkast til hvítvask!

Tað skal ikki bera til at koma higar at misbrúka føroyskar skipanir og bankar til kriminelt virksemi. Tað heldur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at gera eina váðameting og seta átøk í verk at binda fyri hvítvaski og øðrum fíggjarligum kriminaliteti.  Ein slík váðmeting skal vísa, hvar ið vandin er størstur, og tí fevna um vinnugreinar, skatta-og skrásetingarskipanir, handilssambond og annað virksemi, ið eru viðkomandi fyri møguleikanum at hvítvaska ella fremja annað ólógligt fíggjarligt virksemi. Og hon skal avdúka, í hvønn mun, slíkt óglógligt virksemi er farið fram og framvegis kann fara fram her heima.  Skotið verður upp, at landsstýrið síðani leggur fyri Løgtingið viðkomandi lógarbroytingar – til dømis herdar reglur fyri skráseting av útlendskum skipum í FAS, skattalóggávu, reglur fyri umboðsmenn og skráseting av útlendskum vinnufyritøkur í Føroyum og so frameftir – í tann mun, tað vísir seg at vera neyðugt.   Heitt verður eisini á landsstýrið um at tryggja, at føroyskir myndugleikar í framtíðini fáa atgongd til og innlit í allar viðkomandi upplýsingar hjá donskum myndugleikum um fíggjarligt illgrunasamt virksemi í Føroyum. Føroysku bankarnir senda omanfyri 300 fráboðanir árliga til donsku bakamansløgregluna.  Í Føroyum hava vit lóggávu at forða fyri, at Føroyar kunnu brúkast sum skattaskjól ella til at hvítta pening. Men vit hava hvørki hagtøl ella nakra serstaka føroyska váðameting, sum vísa, í hvønn mun útlendskar fyritøkur ella persónar hava hvítvaskað pening ígjøgnum fyritøkur, skrásettar í Føroyum, og ígjøgnum føroysku bankarnar. Og vit vita tí heldur ikki, í hvønn mun fyribyrgjandi lóggávan virkar.   -Føroyar skulu vera eitt framkomið, vælvirkandi og demokratiskt land, har tað ikki ber til at hvítta pening ella reka annað fíggjarligt ólógligt virksemi. Hesum skulu øll lond og ikki minst okkara samstarvspartar kring heimin kunna hava álit á, sigur Bjørt Samuelsen, tingkvinna, sum heldur tað hava týdning, at Løgtingið fær høvið at viðgera hetta álvarsmál.  Tingmál nr 43/2021 frá Tjóðveldi – Uppskot til samtyktar um serstaka váðameting og átøk til fyribyrging av hvítvaski og øðrum fíggjarligum kriminaliteti í Føroyum – fær fyrstu viðgerð í Løgtinginum hósdagin 9. desembur. Tað kann lesast her: Mál (logting.fo)...

Les meira

Góð útlit fyri blokkniðurskurð í komandi stjórn

, 11/11/2021

Góð útlit fyri blokkniðurskurð í komandi stjórn

Tað eru góð útlit fyri at blokkurin verður minkaður í næstu samgongu, tað vísti viðgerðin av uppskoti Tjóðveldis um at minka ríkisveitingina. So at siga allir flokkar siga seg vera fyri at skerja blokkin og at fáa ein sjálvberandi føroyskan búskap. Hví leggur Tjóðveldi fram uppskot um blokkniðurskurð í andstøðu, hava mong spurt. Eitt av endamálunum er, at seta eina veruliga dagsskrá í føroyskum politikki, har allir flokkar verða tiknir uppá orðið í, hvat teir vilja við búskapinum. Ætla teir at gera okkum meira heft av studningi uttanífrá, og at brúka meira, enn vit tjena? Ella vilja teir veruliga, at vit skulu hava ein sjálvberandi búskap, har vit sjálv gjalda í felag fyri okkara vælferð? Øll vita, hvat vit í Tjóðveldi siga til blokkniðurskurð, men hvat siga hinir flokkarnir? Javnaðarflokkurin segði greitt undir viðgerðini, at “Um undanfarna samgonga, sum legði stóran dent á at hava fíggjarliga ábyrgdarfullan politikk. Hevði tann samgongan og tann ábyrgdarfulli politikkurin hildið fram, so hevði tað verið rúm fyri at minka um ríkisveitingina.” Høgni Hoydal svaraði hesum skemtiliga aftur, við at siga at Javnaðarflokkurin er fyri at skerja blokkin, tá Tjóðveldi situr á kassanum. Fólkaflokkurin boðaði frá, at “tað verður ein gleðisdagur, tá vit eru før fyri at stýra tann føroyska búskapin uttan nakran blokk.” Sambandsflokkurin meldaði greitt út, at “Sambandsflokkurin fer ikki at biðja um meira blokk. Tað er møguligt at vit fara at biðja um eina prísregulering.” Bæði Framsókn og Miðflokkurin vóru eisini fyri at skerja blokkin – Miðflokkurin atkvøður ímóti, tí tey eru bundin at samgonguskjalinum.  Sostatt er føroyskur politikkur fluttur sera nógv seinastu árini. Frá at blokkurin vaks á hvørjum ári til at hann nú stendur í stað, og ongin ynskir at hækka hann, er gleðiligt. Nú mangla vit bert at taka seinastu fetini og skerja blokkin fult og heilt. Vit eru vónrík um, at hetta kann gerast í eini komandi samgongu – men einasti garanturin fyri hesum er Tjóðveldi. Ongin annar flokkur fer at virka fyri hesum við samgongusamráðingarborðið eftir komandi val. Videobrot av viðgerðini kann síggjast her:...

Les meira

Betri kor og løn til vælferðar starvsfólk

, 07/10/2021

Betri kor og løn til vælferðar starvsfólk

Tjóðveldi leggur í dag fram uppskot fyri Løgtingið, sum hevur til endamáls at betra korini hjá teimum, ið starvast í røktini og dagstovnaøkinum.  Uppskotið kemur av einum størri arbeiði, sum hevur verið í gongd leingi. Vit hava fleiri ferð gjørt vart við støðuna í okkara grundleggjandi kjarnuvælferð og Búskaparráðið fann fram til, at vit fara at mangla heili 2000 vælferðarstarvsfólk komandi 10 árini – umframt tey, sum mangla í dag. Uppskotið kemur inn á eina røð av viðurskiftum, sum fevna um alt vælferðarøkið; heilsuverk, almannaverk, eldraøkið, dagstovnaøkið. Uppskotið hevur til endamáls, at: framtíðartryggja og menna føroysku vælferðina útbúgva fleiri til heilsu-, umsorganar- barnamenningarøkini tryggja góða normering seta eina serliga pulju av til at lyfta lægstu lønirnar innan tað almenna seta gongd á arbeiðið at stytta arbeiðsvikuna tryggja yrkisføri og góða tænastu til fólk nú og komandi at ein heildarætlan verður gjørd, sum lýsir, hvussu vit fremja hetta í verki Í sambandi við hetta uppskotið, hava vit framleitt ein faldara, sum ítøkiliga greiðir frá avbjóðingunum og okkara boð upp á loysnir. Millum annað er ein longri greining av lønarlagnum hjá hesum starvsbólkunum og boð uppá, hvat eitt lønarlyft til lægstu lønirnar hevði kostað. “Vit eru fullgreið um, at vit hava frælsar samráðingar á arbeiðsmarknaðinum og virða tað. Tó meta vit tað vera eina politiska ábyrgd at tryggja, at fólk ikki liva í fátækraváða. Frástøðan hjá hesum feløgum upp á miðallønina er somikið stór, at tað er so at siga ógjørligt at hetta er ógjørligt at røkka við vanligum samráðingum. Tjóðveldi skjýtur upp, at sett verður ein serlig pulja av til at lyfta lægstu lønirnar. Tað eigur at verða áhugamál hjá okkum øllum, at tey, ið taka sær av okkara sjúku, veiku, gomlu og okkara børnum fáa virðiliga løn og ikki noyðast at streingjast, tí tey ikki fáa endarnar at røkka sama.” “Við hesum vilja vit í Tjóðveldi koma við okkara boði uppá, hvørji átøk vit meta vera alneyðug fyri at tryggja sjúkra, heilsu og eldrarøktina eins og tænastur á barnamenningar- og serstovnaøkinum. Fyri okkum snýr tað seg um at tryggja børn, gomul, sjúk, fólk við avbjóðingum o.o. bestu tænastu bæði nú og í komandi tíðum. Fortreytin fyri hesum eru starvsfólkini og treytirnar, hesi virka undir. Tí er ein íløga í starvsfólkini ein vinningur fyri okkum øll, men serliga hjá teimum, sum tørvar hjálp og tænastu,” sigur tingbólkur Tjóðveldis Faldarin sæst...

Les meira

Uppskotið um stórhøll sera góða móttøku á tingi

, 10/09/2021

Uppskotið um stórhøll sera góða móttøku á tingi

Í dag viðgjørdi Løgtingið uppskotið frá Tjóðveldi um, at landið skal ganga undan at kalla kommunur, sersambond og privatar stuðlar saman til tess at fáa bygt eina Stórhøll í Føroyum.   Eina høll, ið lýkur øll krøv til landsdystir og altjóða ítróttakappingar í fleiri av okkara fremstu innandura ítróttakappingum: Hondbólti, flogbólti, fimleiki, badminton, frælsari ítrótt, styrkiítrótt, bogaskjóting v.m. Og ein høll, ið samstundis kann hýsa størri mentanartiltøkum, konsertum, ráðstevnum, stevnum o.a.   Fólk úr øllum flokkum vístu á tey einastandandi úrslit, sum tað sjálvbodna arbeiðið í feløgum og tey stóru mál, sum sersambond hava sett sær við landsliðsarbeiði, longu hava kastað av sær. Og fleiri vístu á týdningin av, at tann altjóða luttøkan og at kunna hýsa altjóða kappingum í Føroyum, eisini kastar av sær til tann breiða ítróttin, fólkaheilsuna, trivnaðin og samanhaldið í landinum.   Somuleiðis varð víst á, at um so góðir karmar verða skaptir, kann tað eisini draga ítróttafólk úti úr heimi til Føroya á venjingarlegur og til tiltøk, og harvið geva inntøkur og menning á tann hátt.   Fleiri framsøgufólk tóku undir við eini loysn, har landið kundi rindað ein triðing, kommunurnar ein triðing og aðrir stuðlar ein triðing av eini stórhøll.   Málið er nú beint i Mentanarnevndina hjá Løgtinginum, har sersambond, kommunur, landsstýrið, onnur áhugað og tey, ið hava arbeitt við ætlanum um stórhøll fara at verða kallað inn til hoyringar um, hvussu málið kann loysast.  ...

Les meira

Tjóðveldi: Óheftan filmsgrunn

, 07/09/2021

Tjóðveldi: Óheftan filmsgrunn

Bjørt Samuelsen og Beinta Løwe, tingkvinnur fyri Tjóðveldi, hava latið Løgtinginum uppskot um óheftan filmsgrunn. Føroysk filmsvinna hevur ment seg nógv seinastu árini, men neyðugt er, at framleiðslan fær greiðar fakligar umstøður at virka undir. Við hesum uppskotinum verður ein óheftur filmsgrunnur stovnaður, har tað er fakligheit og dygdin í tilfarinum, ið kemur at avgera, hvørt stuðul verður latin ella ikki. “Eins og øll onnur list, má filmslistin hava frælsi at úttrykkja seg uttan politiskan ella annan sensur ella avmarkingar. Ein filmsgrunnur gevur munandi betur armslongd frá politisku skipanini, enn um stuðul skal søkjast beinleiðis frá konto undir landsstýrisfólkinum, sum støðan er í dag,” siga Bjørt og Beinta. Filmsgerð er ein sera kostnaðarmikil listagrein, og fær ein verkætlan ikki stuðul frá heimliga filmsgrunninum, ber aloftast ikki til hjá filmsfólki at søkja úr útlendskum grunnum. Sostatt kann játtan úr filmsgrunninum síggjast sum eitt góðskustemplul, sum avger um filmsverkætlanin livir ella doyr. Nógvar góðar orsøkir at menna føroyska filmsvinnu Vit liva í eini tíð, har samskifti, innlæring og undirhald í stóran mun er visuelt – ikki minst hjá børnum og ungum. At menna føroyskt filmsmál kann tí sammetast við, at menna móðurmál okkara.  Alt føroyskt filmstilfar uttan mun til, um talan er um spælifilm, undirvísingartilfar, lýsingar, dokumentarar ella annað, sprettir úr føroyska samleikanum og jørðildi okkara. Tað er tí ein týðandi táttur í at varðveita og styrkja okkara samleika, mál, mentan og í at menna listaligu og vinnuligu førleikarnar innan...

Les meira