Tingmál
Uppskot til samtyktar um at seta ferð á menningina av varandi orkukeldum
Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika frágreiðing at leggja fyri Løgtingið til viðgerðar, ið inniheldur: – Eina miðvísa ætlan fyri menning av varandi orukeldum – Uppskot um, hvussu at øll almenn nýbygging og umbygging verður orkusparandi og nýtir varandi orkukeldur – Orkusparingarætlan fyri allar almennar bygningar – Uppskot um, hvussu landsstýrið í sínum fíggjarlógaruppskoti fyri 2010 og komandi árini kann seta munandi upphædd av til menning av varandi orkukeldum – Uppskot um, hvussu almennar stuðulskipanir til bygging, umbygging, húsakeyp o.l. verða umlagdar soleiðis, at tær stimbra húsarhaldum og vinnuni at spara orku og royna varandi orkukeldur sum hitaskipan til hús og bygningar. – Greiða útmelding um, hvør orkupolitikkur landsins er, og hvør vinnupolitikkurin er í mun til at stimbra eina vinnu innan varandi orkukeldur – Uppskot um, hvussu Føroyar virkið kunnu luttaka í teimum samstørvum millum londini, ið fara fram til tess at menna varandi orkukeldur. Viðmerkingar: Tað, at gera Føroyar leysar av oljuni, er ein hin størsta avbjóðingin, vit hava í mun til at framtíðartryggja føroyska búskapin. Ein onnur risa avbjóðing er at minka um útlátið av CO2, soleiðis at vit kunnu gerast partur av heimsfevnandi avtalum um at mótvirka veðurlagsbroytingunum. Fyri land okkara hevur tað sera stóran týdning, at vit í altjóða høpi vísa ábyrgd og at vit eru partur av tí globala felagsstríðnum at fyribyrgja mannaelvdu veðurlagsbroytingunum, ið hava vanlukkuligar fylgir – eisini fyri oyggjasamfeløg – fleiri staðni í heiminum. Eisini fyri vinnuna hevur tað sera stóran týdining at kunna dokumentera, at okkara fiskiveiða og fiskivinna á landi ikki nýtir meira orku og ikki letur út meira CO2 enn hægst neyðugt. Tí er neyðugt at byggja okkara búskaparmenning á varandi orkukeldur og stimbra undir menning av vinnu, ið byggir á varandi orku. At Føroyar hava sera góðar náttúrugivnar fyritreytir at menna varandi orkukeldur – tað verið seg vind-, aldu-, sjóvarfalls- og sólorkuskipanir, er lítil ivi um. Hetta eigur eisini at gera okkum til áhugaverdar samstarvspartnarar bæði í vinnu- og orkupolitiskum høpi. Fleiri ymiskir vegir eru at ganga, og stórar avgerðir mugu takast. Ein greiður menningarpolitikkur fyri varandi orku eigur tí at vera millum fremstu raðfestingar landsstýrisins. Á Løgtingi, 3. mars 2009 Hergeir Nielsen Annita á Fríðriksmørk Høgni Hoydal Heini O. Heinesen Sjúrður Skaale Bjørt Samuelsen Tórbjørn Jacobsen Bergtóra Høgnadóttir Joensen ...
Les meiraUppskot um at fremja grundleggjandi broytingar í pensjónsviðurskiftunum
Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika lógaruppskot at leggja fyri Løgtingið, ið er grundað á semju millum allar politiskar flokkar umframt partarnar á arbeiðsmarknaðinum um grundleggjandi broytingar í pensjónsviðurskiftum og pensjónsrættindum, og sum byggja á hesar megingreglur: – almennu pensjónirnar og lóggáva skulu tryggja øllum eina sømiliga minstupensjón – lógarkravt verður, at øll á arbeiðsmarknaðinum (umframt tey, ið fáa arbeiðsloysisstuðul ella hava varandi veitingar frá tí almenna) hava eina eftirlønarskipan, sum verður goldin út mánaðarliga øll pensjónsárini (ratupensjón), sum eftir áramáli skal verða í minsta lagi ávíst prosenttal av lønarinntøkuni, – ásettar verða skiftisskipanir, ið kunnu eggja fólki til at umleggja avtalaðar arbeiðsmarknaðareftirlønir, ið ikki lúka treytirnar um mánaðarligt útgjald – almennu pensjónirnar – fólkapensjón og gjøld úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum – verða útgoldnar við vaksandi mótrokning í arbeiðsmarknaðareftirløn, soleiðis at tað almenna í mestan mun fíggjar tey, ið ikki hava aðra pensjón – pensjónsaldur og skattafrádráttir av pensjónsuppsparing verða endurskoðað – møguleiki at verða longri á arbeiðsmarknaðinum og at forvinna penging afturat pensjónini verða betraðir Viðmerkingar Endamálið við hesum uppskoti er at fáa eina viðgerð á tingi av neyðugu pensjónsbroytingum. Øllum stendur greitt, at neyðugt er sum skjótast at finna semju um broytingar á pensjónsøkinum. Sum ein arbeiðsbólkur hjá Fíggjarmálaráðnum hevur víst á, eru týdningarmiklar fíggjarligar og sosialar orsøkir til tess: – Nógv hava eina persónliga eftirlønaruppsparing, td. sum part av eini starvssetan – Feløgini á arbeiðsmarknaðinum liggja millum 6 % og 18 % – Onkrir bólkar tó enn lægri – Ein partur av fólkinum hevur onga eftirlønaruppsparing – Tær flestu skipanirnar eru bert nøkur fá ár Føroyingar eru tí rættiliga afturúrsigldir í eftirlønaruppsparing í mun til okkara grannalond. Stættarmunurin millum pensjónistar økist tí alsamt, og at tað almenna rindar somu grundarupphædd í fólkapensjón og sama útgjald úr Arebiðsmarknaðareftirlønargrunninum til allar pensjónistar, bøtir onki um sosiala ójavnan. Tískil verða miðini fyri einum pensjónsreformi at tryggja teimum, ið onga aðra eftirløn hava, eina sømiliga minstupensjón, meðan tey, ið hava eina góða arbeiðsmarknaðareftirløn, fáa væl minni frá almennu pensjónunum. Trýstið á vælferðarskipanir og almennu kassarnar fer bert at økjast komandi árini. Serfrøðingarnir vísa á: – Fleiri eldri verða í mun til arbeiðsfør – Vaksandi útreiðslur verða til eldrarøkt og pensjónir – Færri á arbeiðsmarknaðinum merkir minni skattainntøkur – Eldraútreiðslurnar sum prosentpartur av BTÚ vaksa so nógv, at tað førir til økt skattatrýst og fíggingartrupulleikar – Landskassin fer ikki longur at kunna røkja sínar skyldur – Landskassin fer ikki longur at kunna fíggja pensjónir og røktartænastur Tí er alneyðugt, at allir flokkar og partarnir á arbeiðsmarknaðinum fáa avgreitt hetta mál sum skjótast og finna semjur um grundleggjandi broytingar í pensjónsviðurskiftum og pensjónsrættindum. Skjøl: Framløga frá serfrøðingabólki við talvum og útrokningum Á Løgtingi, 3. mars 2009 Hergeir Nielsen Annita á Fríðriksmørk Høgni Hoydal Heini O. Heinesen Sjúrður Skaale Bjørt Samuelsen Tórbjørn Jacobsen Bergtóra Høgnadóttir Joensen...
Les meiraUppskot til samtyktar um at skipa Føroyar frælsar
Løgtingið tekur undir við hesi ætlan: – Grundlóg Føroya verður løgd til almenna viðgerð og til fólkaatvøðu í seinasta lagi í 2010. – Búskapargrunnur Føroya verður settur á stovn beinanvegin, og umvegis grunnin verður heildarveitingin úr Danmark stigvíst minkað burtur við einum sjeyndaparti um árið. – Í seinasta lagi í 2010 verða uttanríkismál, verjumál, útlendingamál, loftferðslumál, persóns- og familjurættarmál skipað undir føroyskum ræði, og føroysk lestrarstuðulsskipan til øll føroysk lesandi verður sett í verk. – Í seinasta lagi 2012 verða løgregla, rættarskipan, gjaldoyramál, peningamál, fíggingarvirksemi og ríkisborgararættindi skipað undir føroyskum ræði. – Samráðingar verða tiknar upp við donsku stjórnina um framtíðar samstarv, og tikið verður stig til felags fráboðan til altjóða samfelagið um føroyska sjálvstøðu og avtalan løgd til fólkaatkvøðu í seinasta lagi 2014. Almennar viðmerkingar Hetta er fyrsta uppskotið, ið leggur fram eina fullfíggjaða ætlan og lýsing av øllum yvirskipaðum og formligum krøvum og tættum til tess, at føroyingar skipa seg sum sjálvstøðug tjóð eftir eini væl skipaðari, fólkaræðisligari mannagongd. Tað hevur leingi verið eftirlýst, at fólk kunnu fáa svar uppá týðandi ivamál og fáa greið boð uppá: – Hvat restar í og hvat krevst, til tess at Føroyar gerast sjálvstøðugt land? – Hvørji eru krøvini og metti kostnaðurin fyri tey málsøki, ið vit ikki hava ræði á? – Hvørjar fyrireikingar eru gjørdar? – Hvørjir fyrimunir, vansar og avbjóðingar eru í ymsu málunum? – Hvussu skal farast fram, og hvussu tryggja vit eina fólkaræðisliga avgerð um at taka fulla ábyrgd av egnum landi? Fyri Tjóðveldi og sjálvstýrisrørsluna sum heild í Føroyum hava hesir spurningar og krøv ofta elvt til eitt slag av verjustøðu. Eina verjustøðu sum tíverri hevur snarað sjónarringinum og orðaskiftinum til bert at tosa um útreiðslur og vansar, meðan alt ov lítil orka er nýtt til at viðgera spurningin: – Hvørjir fyrimunir, menningarmøguleikar og inntøkumøguleikar lata seg upp, tá vit skipa okkum sum frælsa tjóð, taka egna ábyrgd av okkara búskapi og fáa beinleiðis atgongd til altjóða samstarv og ábyrgd? Endamálið við hesum uppskoti er at geva greið svar og boð uppá teir ivaspurningar og tey krøv, sum hava skapt ótta millum føroyingar at standa á egnum beinum – og at vísa á teir stóru møguleikar og nýggju inntøkurnar, ið lata seg upp í einum frælsum Føroyum. Grundarlagið er: • Tað stóra og drúgva arbeiðið, ið varð gjørt hjá landsins myndugleikum og í ymiskum nevndum í sambandi við fullveldisætlanina, sum Løgtingið samtykti í 1998 og endurskoðaði í 2001 – við eitt nú Hvítubók, uppskoti um føroyskan lestrarstuðul, lýsing av rættindum føroyinga uttanlands v.m. • Tær samráðingar, frágreiðingar og fyrireikingar, sum vórðu gjørdar millum føroyskar og danskar embætisnevndir á øllum týðandi málsøkjum í tíðarskeiðnum fram til desember 2003. • Tey drúgvu uppskot við dagførdum metingum og boðum, sum Tjóðveldi hevur lagt fyri tingið frá 2004 til 2007 – herundir um Búskapargrunn og blokkniðurskurð, at umsita loftrúmið, um útlendingamál, sjálvstøðugan uttanríkispolitikk v.m. Fyrireikingarnar støðgaðar Í tíðarskeiðnum 1998 til 2003 vóru allir tættir gjølliga kannaðir og lýstir, ið krevjast til, at føroyingar skipa seg sum sjálvstøðuga tjóð. Frá 2000-2003 fóru drúgvar samráðingar fram millum føroyskar og danskar myndugleikar um øll tey mál, sum í dag formliga eru undir donskum ræði. Her vóru krøvini lýst til føroyskar myndugleikar og uppskot gjørd um, hvussu málini verða skipað undir føroyskum myndugleika, hvussu neyðugar samstarvsavtalur verða gjørdar og um altjóða sáttmálar og krøv á ymsu...
Les meiraUppskot til samtyktar um at skipa óhefta skuldarráðgeving til privatfólk og familjur
Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika lógaruppskot at leggja fyri Løgtingi, sum hevur til endamáls: – at skipa eina óhefta skuldarráðgeving til privatfólk og familjur, har til ber at fáa ókeypis ráð og vegleiðing um lánsmarknaðin, skuldarumlegging, umfígging og aðra hjálp til tey, ið eru komin í stórar trupulleikar av privatlánum – at skipa skuldarráðgevingina saman við ella í tøttum tilknýti til Brúkaraumboðið, til tess at felags serfrøði og umsiting kann gagnnýtast – at skipa so fyri, at óhefta ráðgevingin eisini kann umboða einstaklingar og familjur, sum eru komin í skuldarfellur, mótvegis privatum kreditorum og almennum myndugleikum við tí endamáli at gera avtalur um bótaføri – at geva óheftu ráðgevingini uppgávuna at mæla til lóggávu, lógarbroytingar og reglur, ið kunnu skipa og seta krøv til lánsmarknaðin um upplýsing og gjøgnumskygni og at fyribyrgja økjandi tali av óhaldførum skuldarbindingum. Viðmerkingar Uppskotið byggir á, at ásannast má: – at seinastu árini er eitt støðugt vaksandi útboð av nýggjum lánsmøguleikum til privata nýtslu boðið út í samfelagnum frá peningastovnum og fyritøkum, sum kunnu skuldarbinda einstaklingar, familjur og børn teirra langt út um møguleikarnar at gjalda aftur í arbeiðsføra lívinum, og at fólk kunnu enda í sonevndum “skuldarfellum”, – at liberalisering av altjóða fíggjarmarknaðunum og vantandi lóggáva og regulering frá politiskum myndugleikum í sambandi við nýggju lánsmøguleikarnar hevur verið ein atvold til støðugt vaksandi skuldarbyrðu hjá einstaklingum og húsarhaldum, – at ongin ókeypis møguleiki er hjá einstaklingum og húsarhaldum at fáa óhefta ráðgeving og hjálp í sambandi við lántøku og í sambandi við skuldartrupulleikar, umleggingar ella saneringar. Enn eru fólk í Føroyum av ættarliðum, sum eru vaksin upp við setninginum um at gjalda hvørjum sítt og onki skylda. Og helst er skuldarbyrðan hjá hvørjum fólki sær væl minni og frívirðini í húsum helst væl størri enn í flestu av okkara grannalondum. Men sum Heðin Brú so meistarliga lýsir í meginskaldsøguni “Feðgar á Ferð”, tá Ketil setir seg í skuld til tess at keypa hvalin og noyðist at enda at selja kúnna til tess at borga lánið, so eru kollveltandi broytingar hendar í peningabúskapinum og fíggingarmøguleikunum seinastu øldina. At seta seg í skuld er í dag inngrógvin partur av nútímans lívinum hjá hvørjum einstøkum og familjum til tess at seta búgv, taka útbúgving, gera íløgur, økja um privatnýtsluna og útvega sær flutningstól, amboð og hentleikar í gerandisdegnum. Seinastu árini hevur økt peningaútboð skapt ein óhaldføran hákonjunktur. Tað hevur regnað niður yvir fólk við tilboðum um nýggjar lánsmøguleikar við avdráttarskáa, avdráttarfríum lánum, leinging av afturgjaldstíð, dýrum lánum frá handlum og fyritøkum til bilar og nýtsluvørur, sum tú tekur upp á ein seinnapart. Og eins og í øðrum londum, kann ein partur av fólkinum koma í ta støðu, at tey taka lán á seg, sum av egnum ella uttanhýsis ávum kunnu gerast so stór byrða fyri tann einstaka, børn og familjur, at tey rætt og slætt ikki eru bótafør. Fólk og familjur seta seg í sonevndar “skuldarfellur”. Hetta hevur sjálvsagt djúptøknar avleiðingar fyri lívsdygd og lívsmøguleikar hjá familjum og einstaklingum. Økt lánsbyrða rakar veikar inntøkubólkar harðast ella dregur fólk sosialt niður á røkurnar, serliga um skuld hópar seg upp við øktum rentum ella tá rentustøðið hækkar í samfelagnum. Hetta gerst eisini økt fíggjarbyrða hjá tí almenna gjøgnum sosialu skipanirnar ella um tørvur verður á serligum politiskum átøkum í búskapi og...
Les meiraUppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður aftaná § 13 sett inn nýggj § 13a, sum verður soljóðandi: “§ 13 a. Latin fiskirættindi skulu gagnnýtast. Stk. 2. 90% av tillutaðum fiskidøgum skulu vera nýttir til fiskiskap við tí í fiskiloyvinum nevnda fiskifarinum í einum 1 ára tíðarskeiði, gjørt upp við fiskiársins enda. Fyrsta 1 ára tíðarskeiðið byrjar 1. september 2009. Stk. 3. 90% av tillutaðum egnum kvotuparti, egnari árskvotu, egnum hjáveiðiparti og egnari hjáveiðikvotu, skal vera fiskað við tí í fiskiloyvinum nevnda fiskifarinum í einum 1 ára tíðarskeiði. Fyrsta 1 ára tíðarskeiðið byrjar 1. januar 2010. Stk. 4. Um minni enn 90% av tillutaðu fiskirættindunum eru nýtt sbrt. stk. 2 ella 3, verða fiskirættindini komandi fiskiár skerd í % við muninum millum nýtsluna hetta tíðarskeiðið og 90%. Hesi fiskirættindi fella aftur til landið. Stk. 5. Eru rættindi, sum eru tillutað í fiskiloyv,i ikki nýtt við tí í fiskiloyvinum nevnda fiskifarinum í einum 1 ára tíðarskeiði, fella rættindini aftur til landið. Stk. 6. Í serstøkum førum hevur landsstýrismaðurin heimild til at geva undantak fyri einstøk fiskifør frá ásetingini í stk. 4. § 13 b. Landsstýrismanninum verður heimilað at gera skipan fyri fiskirættinda¬marknað, ein sonevnd Tilfeingisbúð, herundir ásetingar um fyriskipan, gjøgnumskygni, atgongd og sølu- og keypstreytir. § 13 c. Landsstýrismaðurin kann avhenda egnar fiskidagar, egnar kvotupartar og egna hjáveiðikvotu, sum fella aftur til landið. Somuleiðis kann landsstýrismaðurin avhenda fiskirættindi, ið ikki eru latin sum egnir fiskidagar, egin kvotupartur og egin hjáveiðikvota. Avhendingin kann antin vera beinleiðis til fiskifar ella gjøgnum Tilfeingisbúðina, eftir nærri ásettum reglum. Stk. 2. Avhending eftir stk. 1 er fyri eitt fiskiár í senn. ” § 2 Henda løgtingslóg fær gildi tann 1. september 2009. Viðmerkingar: Ad. 4. Brúksskyldan: Tjóðveldi ásannar, at veiðirættindi verða latin út, sum tó í einstøkum førum ikki verða gagnnýtt. Talan kann vera um heil fiskiloyvi, sum ávís vinnufeløg ráða yvir í fleiri ár, men sum tó ikki verða gagnnýtt. Dømi eru eisini um útlutaðar kvotur og fiskidagar, ið ikki verða nýtt til fulnar. Fyri summar skipabólkar hevur støðan verið varandi yvir long tíðarskeið. Í uppskoti er at gera eina skipan við brúksskyldu, har kravið er, at 90% av tillutaðum rættindum skulu vera gagnnýtt seinasta 12-mánaða tíðarskeiðið. Verður gagnnýtslan undir hesum marki, verða framtíðar tillutað rættindi skerd við muninum millum 90% og gagnnýtsluprosentið. Verða tillutað rættindi als ikki nýtt í einum 1-ára tíðarskeiði, fella hesi aftur til landið fult og heilt. Brúksprosentið er allýst sum eginnýtsla hjá fiskifari í mun til tillutaðan part í byrjanini av árinum. Eginnýtslan er ikki umfatað av keypi og sølu, tá keyp og søla fer fram fyri eitt ár í senn. Endaligt keyp og endalig søla verða tikin við í eginnýtsluna. Yvirlitið niðanfyri lýsir, hvussu stórur partur av tillutaðu døgunum í fiskidagabólkunum hevur verið nýttur í tíðarskeiðinum 1997/98 til 2005/06. Brúksprosent av fiskdøgum, 97/98 til 05/06 Í meðal 97-98 98-99 99-00 00-01 01-02 02-03 03-04 04-05 05-06 Bólkur 2 87 86 94 88 82 74 76 77 81 83 Bólkur 3 95 88 85 94 98 100 89 101 87 93 Bólkur 4A 54 50 54 62 55 49 50 38 73 54 Bólkur 4B 88 86 90 100 98 115 120 108 83 99 Bólkur 5 73 60 61 109 92 97 81 66 66 78 Ad. 5. Rætturin hjá tí almenna at selja fiskirættindi: Hetta uppskot er beinleiðis tengt at uppskotinum um brúksskyldu. Tað fiskidagatal, sum Løgtingið á hvørjum ári samtykkir, og tær kvotur, sum annars verða ásettar, er tilfeingið hjá landinum, sum eigur at verða gagnnýtt. Ætlanin við hesum uppskoti er, at um rættindi fella til landið orsakað av,...
Les meiraUppskot til samtyktar um at søkja limaskap í EFTA og EBS
Løgtingið tekur undir við: • at landsstýrið tekur upp samráðingar um limaskap í EFTA og EBS fyri at gerast fulltikin partur í teim 4 frælsunum í ES • at landsstýrið í hesum sambandi fyrireikar lógaruppskot um at taka øll neyðug málsøki á føroyskar hendur, og • at landsstýrið innan 1 ár leggur frágreiðing fyri Løgtingið um neyðugu fortreytirnar fyri limaskapi. Viðmerkingar: Føroyar kunnu ikki liggja sum eitt avbyrgt heimastýri uttan lut í teimum samstarvsavtalum, sum binda londini í Evropa og heimsins lond saman. Føroyar kunnu heldur ikki bíða í óendaligum togaríi við danskar myndugleikar og við teir felagsskapir, ið taka avgerðirnar. Gjøgnum EFTA og EBS kunnu Føroyar taka lut í teimum fýra frælsunum umframt útbúgvingar- og granskingarsamstarvinum. Á henda hátt ber til at átaka sær tey rættindi og tær skyldur, sum føroyskari vinnu, myndugleikum og borgarum tørva, og samstundis hava ræði á náttúrutilfeingi og uttanríkisviðurskiftum, sum verða avgerandi fyri øll lond frameftir. Og hetta fer eisini at styrkja samstarvið millum londini í Útnorði. Greiða má sum skjótast fáast á støðuni, og tær leiðir mugu roynast, ið kunnu geva okkum svar og møguleikan at taka neyðugu avgerðirnar. Tjóðveldi hevur søguliga tikið støðu til ES-málið og annað samstarv í Evropa út frá tveimum høvuðsatlitum: 1. Tilfeingisumsiting – t.e. spurningurin um at hava ræði á náttúrutilfeinginum og á uttanríkispolitiskum avtalum hesum viðvíkjandi. 2. Fólkaræði og sjálvræði – t.e. spurningurin um, hvørt smátjóðir fólkaræðisliga hava nakra ávirkan á ES-skipanina, og spurningurin um, hvørt allar avgerðir verða lagdar til Brússel, og Føroyar gerast ein útjaðari í bæði Danmark og í Evropa uttan møguleika at taka fullveldi. Hesi atlit og mál hava verið avgerandi fyri, at Tjóðveldi hevur havt sum greitt mál, at Føroyar saman við hinum londunum í Útnorði (Noreg, Íslandi og Grønlandi) samstarva um at hava aðrar skipanir við ES enn limaskap. Onki avgerandi er sum so broytt í fortreytunum fyri hesum metingum, men meðan øll onnur lond flyta seg, standa Føroyar politiskt í stað uttan nakra avkláring av hvørki ríkisrættarligu ella altjóðarættarligu støðuni. Fastlæsta støðan Gongdin seinastu 20 árini hevur verið, at Evropeiska samveldið hevur sameint seg meira og meira og hevur fingið nýggj limalond. Noreg og Ísland hava sum sjálvstøðugar tjóðir verið limir í fríhandilsfelagsskapinum EFTA – og umvegis EFTA varð gjørd tann sonevnda EBS-skipanin, har Noreg, Ísland og Liechtenstein gjørdust partar av teirri evropeisku sameiningini, uttan at gerast limir í ES. EBS-skipanin merkir í stuttum, at Noreg, Ísland og Liechtenstein taka lut í teimum sonevndu fýra frælsunum – t.e. frælsi fyri kapital, vørur, tænestur og borgarar at virka frítt innan fyri ES. Hartil taka tey lut í útbúgvingar-, granskingar- og mentanarsamtarvinum við ES. Føroyar hava so staðið eftir sum eitt heimastýri við bert eini triðjalandsavtalu við ES. Málið frameftir Føroyar kunnu gerast partur av teimum fýra frælsunum, umframt útbúgvingar- og granskingarsamstarvinum hjá ES, uttan at gerast limur. Hetta fæst við, at Føroyar gerast limur í EFTA og EBS-avtaluni. Hetta eru tey praktisku mál, sum allir flokkar í Føroyum hava sagt seg ynskja – eisini teir, sum tosa fyri beinleiðis ES-limaskapi. Tí er eisini neyðugt, at tey, sum vilja ES-limaskap, svara uppá, hvørjir fyrimunir eru í tí út um teir, sum EFTA/EBS-skipanin gevur. Sum sjálvstøðugt land er ongin formlig forðing fyri hesum. Í núverandi ríkisrættarligu støðu krevst hinvegin ovurhonds stór vælvild, broyttar...
Les meiraUppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum
§ 1. Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 30. mars 2001, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 5 verður orðingin: "2003 og seinni: 40%" broytt til : 2003 – 2009 40% 2010 38% 2011 35% 2012 33% 2013 30% 2014 28% 2015 25% 2016 23% 2017 20% 2018 18% 2019 15% 2020 13% 2021 10% 2022 8% 2023 5% 2024 3% 2025 og seinni 0% 2) Í § 6 verður orðingin: 2003 og seinni: 27% 13% broytt til: 2003 – 2009 27% 13% 2010 25% 13% 2011 23% 12% 2012 22% 11% 2013 20% 10% 2014 19% 9% 2015 17% 8% 2016 16% 7% 2017 14% 6% 2018 13% 5% 2019 11% 4% 2020 10% 3% 2021 8% 2% 2022 7% 1% 2023 5% 0% 2024 3% 0% 2025 og seinni 0% 0% § 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2010. Almennar viðmerkingar: Tá ið skipanin við rentustuðli til sethúsalán varð skipað og sett í gildi, hevur tað verið hildið skilagott í politisku skipanini at lynna undir hjá teimum, sum settu búgv. Nógv er síðani broytt í samfelagnum og í individuellu sethúsafíggingunum. Broytingar eru eisini gjørdar í lógini, og nógv orðaskifti hevur hesi seinastu árini verið um hesa skipan, har m.a. Búskaparráðið hevur mælt til at laga skipanina niður, tí at hon við tíðini var farin at liva sítt egna lív í samfelagnum, og sum ein alt ov nógv vaksandi útreiðsla hjá landskassanum, ið lá sum eitt støðugt flow yvir í privata fíggjargeiran, sum í støðugt størri mun innroknaði rentustuðulin í lánsmøguleikan hjá tí einstaka. Eyðvitað er, at prísásetingin á sethúsamarknaðinum alt fyri eitt hevði lagað seg til eina niðurlaðing soleiðis, sum skotið verður upp í uppskotinum. Við tíðini hevði hetta minkað munandi um útreiðslurnar í landshúsarhaldinum, tá ið rentustuðulin hesi seinastu árini er vorðin ein støðugt vaksandi útreiðsla og ein av stóru postunum á fíggjarlógarinnar útreiðslusíðu. Lættast hevði verið at framt broytingar av hesum slagi, tá ið rentan er lág ella niðurgangandi. Royndir hava verið gjørdar hesum viðvíkjandi m.a. í fullveldislandsstýrinum frá 1998-2004, men málið vann ikki frama tá. 7. november 2003 legði Karsten Hansen, sum tá var landsstýrismaður í fíggjarmálum, uppskot fram um at lækka stuðulin úr 40% niður í 37%. Ein meiriluti í tásitandi Fíggjarnevnd (Óli Breckmann, Kristina Háfoss, Tórbjørn Jacobsen og Kári P. Højgaard) tók undir við uppskotinum. Kári P. Højgaard tók tó ikki undir við, at hetta var byrjanin til at laða stuðulin stigvíst niður á 0. Orsakað av løgtingsvalinum í 2004 datt málið burtur og kom ongantíð framaftur, eftir at nýggj borgarlig heimastýrisstjórn var skipað. Í uppskotinum frá 2003 verður sagt í viðmerkingunum, at: ”Rentustuðulin virkar órógvandi og avlagandi á fríu marknaðarkreftirnar. Hann ger, at húsaprísurin verður tillagaður á einum ov høgum støði, og tað eru tí fyrst og fremst peningastovnar, húsaseljarar og byggimeistarar, ið njóta gott av rentustuðlinum. Rentustuðulin er lækkaður stigvíst úr 48% í 1997 og niður í 40% í 2003. Skotið verður upp at lækka rentustuðulin niður í 37% í 2004, og ætlanin er, at rentustuðulin í framtíðini skal lækkast stigvíst, til hann fellur heilt burtur.” Hetta uppskotið miðar eftir tí sama, tó er skiftistíðin longd úr 10 árum upp í 15 ár. Rentan er fallandi í løtuni, eisini tí er tað skilagott at broyta hesa skipanina. Serligar viðmerkingar: Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar og fyrisitingarligar avleiðingar. Fíggjarligu avleiðingarnar eru, at landskassin yvir eina 15 ára skiftistíð sleppur undan eini støðugt vaksandi útreiðslu. Fyri móttakararnar av rentustuðlinum verður avleiðingin sjálvandi tann, sum uppskotið leggur upp til, at stuðulin...
Les meiraUppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslópg um stýrisskipan Føroya
§ 1 Í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 2 verður orðað soleiðis: ”§ 2. Løgtingið er ting við í mesta lagi 25 tingmonnum.” 2) § 6, stk. 2 og 3 verða orðað soleiðis: “Stk. 2. Løgtingið kann, nær ið vera skal, skriva út nýval, sum hevur við sær, at tey løgtingsumboð, ið verið hava, falla burtur, tá ið nývalda Løgtingið er sett. Stk 3. Løgmaður kann í tíðarskeiðinum frá, hann er tilnevndur, og fram til val hevur verið, skriva út nýval, sum hevur við sær, at tey løgtingsumboð, ið verið hava, falla burtur, tá ið nývalda Løgtingið er sett.” Stk. 3 og 4 verða hereftir stk. 4 og 5. 3) § 27, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Í landsstýrinum sita løgmaður og í minsta lagi tvey og í mesta lagi seks landsstýrisfólk.” 4) § 28, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Innan 10 yrkadagar eftir, at nýggjur løgtingsformaður er valdur eftir nýval, løgmaður er loystur úr embæti ella doyr, leggur løgtingsformaðurin uppskot um løgmansevni fyri Løgtingið. Løgtingsformaðurin heitir í fyrsta lagi á formannin í størsta flokkinum á tingi um at gera eina roynd at skipa landsstýri. Miseydnast tann royndin, gongur royndin skiftandi eftir stødd á flokkum.” § 2 Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. § 1, nr. 1 kemur tó ikki í virknað fyrr enn til næstkomandi val eftir, at lógin er staðfest og kunngjørd. Viðmerkingar: Broytingin í § 2 verður gjørd, tí talið av tingmonnum er blivið í hægra lagi. Mælt verður til, at í mesta lagi 25 tingmenn skulu vera í Løgtinginum. Av tí at broytingar í tingskipanini, eftir at tær eru samtyktar eina ferð, skulu samtykkjast aftur óbroyttar í fyrstu setu nývalda tingsins, áðrenn tær kunnu staðfestast og kunngerast, ber ikki til at geva broytingini í § 2 virknað fyrr enn til næstkomandi val eftir, at lógin er staðfest. Broytingin í § 6 verður sett inn við tí endamáli at forða fyri misnýtslu av heimild løgmans til at skriva út val beint eftir nýval, og áðrenn nýtt landsstýrið er skipað. Tað er ein andsøgn í heimildini at skriva út nýval beint eftir val, uttan at tað frammanundan er greitt, hvørt møguleiki er fyri at skipa eina nýggja samgongu, ella tí at løgmaður av sínum eintingum metir, at grundarlag ikki er fyri nøkrum politiskum samstarvi til skipan av nýggjum landsstýri. Tá orðingin í valskeiðinum verður nýtt, og fram til val hevur verið, so er hetta meint við tað valskeið, har løgmaður er valdur, og ikki fyri eftirkomandi valskeið, har val hevur verið ímillum. Broytingin í § 27 verður sett inn, tí at royndirnar hesi árini, síðani Stýrisskipan Føroya var sett í gildið, hava víst, at tað í alt størri mun eru partapolitiskar kabalir, sum vaksa um talið av landsstýrisfólkum og ráðum, tá ið heimastýrisstjórnir verða skipaðar. Ongin skipan forðar hesum, tí er vandi fyri, at hetta gerst ein vaksandi trupulleiki við árunum. Kabalirnar skulu,sum vera man, altíð ganga upp uppeftir. Við avmarkaða útinnandi valdinum, sum ein heimastýrisstjórn hevur, og hartil við avmarkaða lóggevandi valdinum, sum hennara parlamentariska grundarlag hevur, tykist tað rangvørt, at Føroyar hava eins nógvar ráðharrar, sum munandi størri fullveldisríki hava í starvi. Kostnaðurin av ov...
Les meiraUppskot til um ætlanir Tjóðveldisins í álitinum til fíggjarløgtingslógina fyri 2009
Løgtingið heitir á landsstýrið, um skjótast gjørligt at smíða og leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslógir soleiðis, at ætlanir Tjóðveldisins í álitinum til fíggjarløgtingslógina 2009 fult og heilt kunnu gerast veruleiki. Viðmerkingar: Umframt tann veruleika, at Fíggjarnevnd Løgtingsins gjørdi semju um stórar partar av rakstri samfelagsins í 2009, og hvussu íløgurnar skuldu raðfestast í hesum sama ári, settu umboð Tjóðveldisins í Fíggjarnevndini fram síni greiðu alternativu sjónarmið í álitinum, sum varð lagt fram til aðru viðgerð. Tá ið ein niðurskurður av útlendsku hjálandahjálpini á 77 mió. kr. er ítaldur, hevði hetta uppskotið bøtt um javnan á fíggjarløgtingslógini við 106 mió. kr. Í álitinum verða sett fram uppskot um bygnaðarbroytingar, sum politiska skipanin verður tvungin at taka støðu til, skal samfelagið framtíðartryggjast. Hartil eru stórir útbúgvingarligir, mentanarligir og sosialir batar, og hóast hetta gerst raksturin av samfelagnum bíligari. Uppskotið verður lagt fram, fyri at politiskt máls- og kynsleysa landsstýrið kann brúka eina løgtingssamtykt, til at skipa ein skilagóðan politikk á øllum økjum. Ein andstøðuflokkur eigur ikki ta fyrisitingar- og umsitingarligu orku, sum skal til, at sniðgeva uppskot samsvarandi hesum annars ítøkiliga idékatalogi, tí verður heitt á 9, at kalla visións-, hugsjónar- og arbeiðsleys stjórnarráð, og alla embætismannamegi teirra, um at taka táttin upp, at flyta politikkin í hesum uppskotinum yvir í løgtingslógaruppskot. Álitið var soljóðandi: Vit sum manna tingbólk Tjóðveldisins eru sannførd um, at fíggjar- og búskaparstøðan í landinum, heimsumfatandi kreppan og útlitini í verandi støðu, gera, at politiska skipanin í mest møguligan mun eigur at samstarva eftir besta førimuni, fyri at samfelagið kann verða flutt á skilabesta hátt ígjøgnum eitt væl lægri marknaðarsveip enn tað, sum verið hevur síðani kreppuna fyrst í nítiárunum. Hetta eigur at vera ein partur av tí tilbúgving, ið skal til, um vit skulu gera okkum vónir um at handfara eina møguliga kreppu so skynsamt sum yvirhøvur gjørligt. Hesar seinastu mánaðirnar er heimssamfelagið farið ígjøgnum eitt rættiligt illveður. Tað, ið byrjaði sum ein kreppa í fíggjargeiranum, er nú í holt við at taka seg upp sum ein umfatandi heimskreppa, har stígur kemur í allar skipanir, m.a. evnini hjá okkara keyparalondum at keypa framleiðsluna í høvuðsvinnuni fyri ein nøktandi prís. Handilin við virðisleysum pappírum, grádigheitin eftir dekningleysum virðum, turkatrúgvin á ein endaleysan búskaparvøkstur í kapitalistiska búskapinum hevur fyribils fingið ein enda, og er um at koma at teimum mørkum, har alt er fullkomin ruðuleiki og bábylonsk ørkemlan. Veiku statsskipanirnar hoyknaðu undir trýstinum frá fíggjargeiranum og dereguleraðu karmarnar samsvarandi aktuella áhuganum, girndini og lobbyini hjá kapitaláhugamálunum, sohvørt sum tumlarnir vóru settir alt longur niður í benið á útinnandi og lóggevandi valdinum. Útlit eru til, at fíggjarkreppan nú gerst ein búskaparkreppa, sum endurskipaðar statsskipanir og skattaborgararnir mega skipa og fíggja. Onki er nýtt undir sólini – søgan endurtekur seg. Í Føroyum er í fleiri ár rikin ein ábyrgdarleysur fíggjar- og búskaparpolitikkur. Hetta byrjaði í 2004 og helt fram til 2008. Monetaristiski skattapolitikkurin, eftirglóðin frá Reagan og Thatcher, undirmineraði búskapin í landsbúskapinum, sum nú í nógv størri mun varð ávirkaður av nýtsluni hjá fólki. Grundarlagið undir skattaðu inntøkunum fánaði, og í alt størri mun varð dúvað á MVG og avgjøld. Nú, táið stígur kemur í búskapin, rapa inntøkurnar, sum væntað. Hetta stendur í mun til alneyðugu vælferðartænasturnar, ið skulu fíggjast á útreiðslusíðuni. Sjálvsagda úrslitið, sum vit hava ávarað um frá byrjan, sum vit hava...
Les meiraUppskot til samtyktar um kringvarpsgjald
Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri tingið lógaruppskot, ið ásetir, at kringvarpsgjaldið verður kravt inn gjøgnum skattaskipanina Grundgevingar Síðani útvarpið og sjónvarpið vórðu løgd saman, og ein fjølmiðlasemja síðani varð gjørd í tinginum, hevur tann nýggi stovnurin, Kringvarp Føroya, hingið í leysum lofti. Eitt er, at avgerð landsstýrisins um at leggja stovnarnar saman og avgerð tingsins um at halda tíðindadeildirnar atskildar, toga hvør sín veg. At stovnurin á hendan hátt verður tvingaður í eina spagat-støðu, sum brøkurnar illa halda til, er avleiðing av ómetaliga klossutari framferð hjá undanfarna ABC-landsstýrið. Veruleikin hevur víst seg at vera, at landsstýrismaðurin handlaði fullkomiliga uttan mál og mið, tá sjónvarpið og útvarpið vórðu løgd saman. Annað er, at tann public service sáttmáli, sum gerast skuldi um uppgávur stovnsins, framvegis ikki er gjørdur. Uppskot um hann verður tó, sum skilst, lagdur fyri løgtingið í mars. Og alt verður ikki betri av, at fíggjarliga grundarlagið undir stovnunum er serstakliga ótrygt. Fjølmiðlasemjan sigur heilt greitt, at inntøkur frá lýsingum skulu niðurlagast. Hetta, tí atlit verða tikin til aðrar, privatar miðlar. Men samstundis sum stovninum verður noktað at fáa til vega egnar inntøkur, verður stovninum noktað at hækka kringvarpsgjaldið. Fjølmiðlar verða í dag mettir at hava minst líka stóran týdning fyri mentan og tjóðskaparligan samleika, sum skúlaskipanin. Allastaðni verður roynt at dubba landsins egnu miðlar til tess at menna, sameina, og styrkja tjóðarsamleikan, tí ein sterkur tjóðskaparligur samleiki, har øll hava á leið sama fatanarkring og kenna seg at hoyra saman, gagnar øllum samfelagslívi, frá vinnulívi til mentan og sosialt medvit. Men í Føroyum verður ikki dubbað. Ein ógvuliga stórur partur av tí, føroyingar síggja teir mongu dagligu tímarnar, tá sjónvarpið er frá, er tilfar, sum er framleitt í Danmark. Á donskum. Um Danmark. Av dønum. Til danir. Um talan ikki er um ensktmælt tilfar, sum málsliga er tillagað danska hyggjaranum. Sum sjónvarpshyggjarar hoyra føroyingar ein stóran part av tíðini til donsku hyggjarafjøldina. Hyggjarin í Kolding og hyggjarin í Kaldbak eru í júst somu støðu. Teir fáa sama fatanarkring og verða báðir partur av danskari tjóðarbygging. Hetta ávirkar alt alment kjak í landinum. Føroysk bløð, sum mugu skriva um tað, ið lesarin hevur áhuga fyri til tess at selja bløð, skriva dagliga um tær mongu donsku sjónvarpsrøðir, ið eru partar av danskari tjóðarbygging. Tey skriva um tað, sum fólk hava áhuga fyri – og flyta seg innanfyri tann fatanarkring, ið fólk hava. Og hann er í stóran mun skaptur av donskum sjónvarpi. Tað er eisini lítil ivi um, at tann ovurhonds ávirkanin frá donskum sjónvarpi er við til at gera, at nógvir føroyingar flyta til Danmarkar. Tí ikki fyrr enn teir eru har, er samsvar millum andaligu føðina og samfelagið kring teir. Vit fáa aldrin eina stóra føroyska sendiflatu – men sjónvarpið kann nýtast nógv meira enn nú til tess at menna samfelagsliga tilvitið í landinum. Og stóru hyggjaratølini og tann stóri áhugin fyri teimum føroysku sendingum, ið sjónvarpið / kingvarpið megnar at framleiða við verandi orku og verandi bygnaði, vísir, at fólkið hungrar eftir heimligum tilfari. Fyrsta stig á leiðini er ein public service sáttmáli, sum skal seta kringvarpinum strong og greið krøv um framleiðslu. Tá hesin sáttmáli kemur til viðgerðar, má allur bygnaðurin og øll skipanin takast upp til viðgerðar. Finnast má fram til, hvussu hyggjarin fær sum mest av...
Les meira