Lýsing

Tingmál

Uppskot til samtyktar um samsýning til rithøvundar og listafólk

, 04/03/2009

Løgtingið heitir á Landsstýrið um at leggja lógaruppskot fyri tingið, har tað verður skipað soleiðis fyri, at føroyskir rithøvundar, og listafólk annars, samsvarandi eini kvalifiseraðari dygdarmeting fáa samsýningarrætt frá teimum almennu Føroym. Viðmerkingar: Tað er helst eitt undur, at føroysk tunga er til í dag. Treiskni í fólkinum, tjóðskaparrørslan og rithøvundar okkara eiga stóran heiður fyri, at fólkið í dag kann tosa sítt egna mál, sum er evsti samleikin í tjóðini.   Leikluturin hjá skrivandi fólkinum er ein áhugaverd søga. Um allan heim. Hesi hava virkað sum varðhundar fyri fólkaræði, verið í broddi fylkingar sum varðveitarar og mennarnar av tjóðarmálum og ikki minst hevur framleiðslan úr hondum teirra verið brúkt sum undirvísingartilfar í lægri og hægri skúlum.   Føroyskir rithøvundar hava virkað undir sera trongum korum. Talið av teimum, sum tosa og skilja málið, er somikið lítið, at marknaðurin ongantíð kann gerast undirstøðukervi undir teirra virksemi. Hóast hetta, er tað undrunarsamt, at framleiðslan av føroyskum skaldskapi er lutfalsliga nógv størri enn í londum, vit annars kunnu samanbera okkum við. Hesi fólkini, sum skapa bókmentir og aðra list, leggja eina øgiliga orku í sítt verk. Sum oftast eru hesi tey einastu, sum ongan materiellan vinning fáa burturúr sínum verki, og sum frálíður kann tað hava við sær, at talentini torna upp av hesi orsøk. Táið forløg, bókhandlar, prentsmiðjur o.o. hava fingið sín part av eini bók, er sjáldan nakað eftir til fólkið, sum skapti allan møguleikan.   Tær almennu Føroyar hava skipað nakrar møguleikar, m.a. við Mentanargrunninum og nú Týðaragrunninum. Hetta er tó ikki nógmikið. Í politisku skipanini hevur eisini verið rímilig semja um, at fæið, ið Mentanargrunnurin fær á fíggjarløgtingslógini, ikki røkkur nóg langt, serstakliga ikki í mun til tað, sum ætlanin var, táið grunnurin varð umskipaður. Í øðrum londum er tað fatanin, at m.a. rithøvundar eru mentanararbeiðarar, sum eiga at fáa samfelagsins størstu viðurkenning og virðing. Tí hevur staturin skipað eitt undirstøðukervi, har kvalifiseraðar dygdarmetingar avgera, um listafólkini skulu fáa samsýningarrætt úr almenna kassanum.   Fleiri føroyingar hava fingið hendan rætt á donsku fíggjarlógini, síðani danir skipaðu hendan møguleikan. Tað hevur verið ein generøs viðurkenning til mentanararbeiðarar í øðrum landi, men hetta gevur samstundis eina greiða ábending á, at vit sjálvi eiga at fáa skil á hesum viðurskiftum heima hjá okkum sjálvum.   Vit hava brúk fyri at gera eitt alment undirstøðukervi, sum tryggjar hesum partinum av tjóðarbyggingini lívføri. Landsstýrið eigur at finna útvegir fyri, hvussu hesi viðurskifti á besta og tryggasta hátt verða skipað.   Á Løgtingi, 3. mars 2009 Tórbjørn Jacobsen               Bjørt Samuelsen                   Høgni Hoydal Heini O. Heinesen                Sjúrður Skaale                     Annita á Fríðriksmørk Hergeir Nielsen                    Bergtóra Høgnadóttir Joensen...

Les meira

Uppskot til samtyktar um list í sambandi við almenna bygging

,

Løgtingið heitir á landsstýriskvinnuna í mentamálum um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot, sum ásetir, at í hvørjum einstøkum føri, har tað almenna er byggiharri, ella varðar av nýbygging, umbygging ella uppíbygging, skulu í minsta lagi 2% av endaliga byggikostnaðinum brúkast til keyp og uppseting av list, sum føroysk listafólk hava skapað. Listin, ið skal brúkast í prýðingini av almennum bygningum, skal annaðhvørt vera skapt til høvið ella vera keypt samsvarandi skikkaðari meting hjá bólki, sum Mentamálaráðið setir at viðgera mál av hesum slagi í hvørjum einstøkum føri. Hartil eigur landsstýrið at skipa soleiðis fyri, at kommunali geirin eisini gerst partur av hesi áseting.   Viðmerkingar: Yvirhøvur hava tær almennu Føroyar verið pírnar í sínum stuðli til føroyska list. Onkuntíð hevur tað eydnast at víðka fíggjarkarmarnar fyri ávís øki í mentanarlívinum, men oftast er dragnað aftur, tá ið sveiggini í samfelagsbúskapinum eru farin skeiva vegin. Og tá hevur tað næstan verið vónleyst at ment fíggjarliga grundarlagið undir mentanarlívinum aftur. Fyri tað mesta hevur búskaparpolitikkurin og fíggjarlógargerðirnar verið soleiðis háttaðar, at natúrligi lønarvøksturin hevur fingið treytaleysa raðfesting, ímeðan stuðulsjáttanirnar, eitt nú til mentanarøkið, hava liðið undir hesum, orsakað av tí, at karmurin ikki rakk til eitt framtak á hesum øki, sum meira enn nakað hevur havt og hevur tørv á tí.   Hetta uppskotið snýr seg í mestan mun um myndlist. Myndlistin er lutfalsliga nýggj mentanargrein í Føroyum. Og tær almennu Føroyar, teir almennu kassarnir, hava ikki havt nakað skipað atlit til hennara. Í stóran mun hava myndlistafólkini við tógvið stríð og so dánt hórað undan materielt, besta dømið sóu vit í Listaskálanum fyri nakað síðani, har framsýning varð hildin um lívið og listina hjá úrmælinginum Ruth Smith, sum oftani var í troti fyri tað mest grundleggjandi hjá einum listafólki, nevniliga amboðini, ið eru treytin fyri, at tað í heila taki skal bera til at virka. Tey flestu mundu standa eftir við spurninginum, hvørji avrik hevði hendan myndlistakvinnan kunnað framt, høvdu møguleikar hennara verið optimalir, og hon stendur neyvan í einingi í so máta.   Tað stendur sjálvandi betur til í dag. Peningaumfarið í samfelagnum er rúgvusmeira, og tað dryppar sjálvandi í umfarið hjá listafólkunum. Nøkur kunna so dánt liva av sínum arbeiði, onkur betur annar verri, men yvirhøvur er støðan hon, at áhugin á privata marknaðinum, hjá fólki, vinnufyritøkum, fíggjarstovnum, útlendingum o.ø. er avgerandi fyri, at føroysk myndlist er í menning. Almenn íløga í føroyska list hendir bara so hissini, tá ið almenni myndugleikin heldur seg hava tørv á tí, og hesi viðuskifti hava á ongan hátt verið skipað eftir nøkrum ásettum leisti, hvørki í regluverki ella í áseting av fíggjarorku í mun til m.a. almenna bygging.   Tey viðurkendu nøvnini í listini skáksigla sær kanska onkursvegna ímillum skerini, ímeðan serliga yngru spírarnir standa ella falla við, at viðurskiftini kring myndlistina verða skipað. Nýggja løgtingshúsið og serliga umsitingarbygningurin eru gott dømi um, hvussuleiðis føroysk listafólk kunna broyta ein annars fýrhyrntan bygning avgerandi. Ingálvur av Reyni í tingsalinum og Hansina Iversen í umhvørvinum kring gamla telefonhúsið. Hetta er tó eitt einstakt dømi, har byggiharrin, arkitekturin og listafólkini hava tikið lógvatak saman. Nýggi skúlin í Runavík er annað dømið, har ein kommunalur myndugleiki hevur tikið stig av hesum sama jaliga slagi.   Í mongum øðrum londum varð fyri nógvum árum síðani farið til eina skipan, har lógásett er, hvussu myndlistin skal...

Les meira

Uppskot um hvussu vit minka um útlátið av CO2 á sjógvi og landi

,

Løgtingið heitir á landsstýrið um í hesi tingsetuni at leggja fyri Løgtingið frágreiðing við uppskoti um, hvussu vit minka um útlátið av CO2 á sjógvi og landi.   Frágreiðingin eigur at fevna um: – Mál fyri minking av CO2-útláti stuttskygt og fram til 2020 – Hvussu útlátið skal minkast á landi og í fiskivinnuni á sjógvi – Hvørji ítøkilig átøk skulu setast í verk alt fyri eitt og hvørji komandi árini – Nágreiniliga tíðarætlan fyri átøkini – Hvussu átøkini verða knýtt at vinnumenning – Hvørji búskaparátøk – tvs møguligar avgjalds- og stuðulsskipanir ætlanin er at fremja til tess at minka um CO2-útlát   Viðmerkingar Veðurlagsráðstevnan COP15 verður í Keypmannahavn í desember í ár. Her verður væntandi avtalan undirskrivað, sum skal avloysa Kyoto-frumskjalið. Væntandi fara londini at semjast um at minka um útlátið av veðurlagsgassum millum 20 og 30%. ES hevur longu bundið seg til at minka útlátið við 20% í miðal fram til 2020, og við upp til 30% alt eftir hvør altjóða semjan í Keypmannahavn verður. Minkingarnar eru settar í mun til 1990-útlátið. Krøvini til Føroyar eru gróthørð. Fyri at lúka treytirnar mugu vit minka okkara útlát við millum 30 og 40%. Hetta tí tað er vaksið við á leið 11% síðani 1990.  Tí er alneyðugt sum skjótast at fáa lagt eina politiska langtíðarætlan, ið hevur breiða politiska undirtøku. Realistisk mál mugu setast, og avgerðir takast um, hvussu málini skulu røkkast – stuttskygt og langskygt. Neyvar strategiir eru púra avgerandi, skulu vit hava nakran møguleika at røkka málunum.   Hugskotskatalog Í apríl 2008 setti CHE-landsstýrið við táverandi landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum ein arbeiðsbólk at gera eina virkisætlan, sum skuldi vísa á møguleikar at minka um CO2-útlátið. Arbeiðið varð gjørt í samstarvi millum Vinnumálaráðið, Fiski- og tilfeingismálaráðið, Fíggjarmálaráðið og stovnar undir hesum. Úrslitið er "Skjótt syftir seiðir og tunga takið”, sum varð lagt fram í desember 2008.   Virkisætlanin, sum hetta verður kallað, er meira at meta sum eitt hugskotskatalog, ið er frálíkur íblástur til at gera eina veruliga politiska langtíðarstrategi fyri økið.   Neyðugt av velja vegin Enn er eingin greið politisk ætlan stungin út í kortið. Hinvegin hava ymiskar útmeldingar verið. Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur talað fyri møguleikanum við kjarnorkuverki, og nógv tos hevur eisini verið um el-kaðal til Íslands – sum bæði eru ovurstórar íløgur. Samstundis eru einstakar granskingarverkætlanir í gongd viðvíkjandi sjóvarfallsorku, alduorku og sólorku. Ein ávís útbygging av vindorku fer fram, samstundis sum SEV fer undir vatnorkuútbygging í milliardaflokki.   Tað ber ikki til at ríða á øllum hestum samstundis, og tí er ómetaliga týdningarmikið, at funnið verður ein konsensus um, hvør rætta leiðin er at ganga. Nógv má leggjast fyri beinanvegin, skulu vit hava eina skjóta og dygdargóða menning av varandi orkukeldum. Sera gleðiligt er, at Løgtingið valdi at seta 20 milliónir krónur á Fíggjarlógina fyri 2009, fyrst og fremst til bjálving av almennum bygningum (15 mió. kr.), men eisini til verkætlanir viðvíkjandi alternativari orku (5 mió. kr.). Hesir pengar muna tó alt ov lítið, skal verulig ferð fáast á menningina av varandi orkukeldum.   Vinnumenning Stórar íløgur í menning av varandi orkukeldum og orkusparing eiga at vera partur av vinnupolitiskari ætlan. Átøk fyri skipaflotan, framleiðslu á landi, almennar bygningar, privatu húsarhaldini v.m. skulu skapa arbeiðspláss – og geva vinnuni menningar- og inntøkumøguleikar.    Búskaparstýringsátøk Eitt annað, sum tørvur er á, er, at landsstýrið kemur við einari ætlan fyri búskaparligari...

Les meira

Uppskot um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

,

Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður § 29, stk. 10 orðað soleiðis:   "Stk. 10. Fiskifør, ið hava fingið tillutað fiskidagar við heimild í hesi grein, skulu avreiða øll rogn og alla livur í sambandi við hesa veiðu. Fyri livur verður fram till 31. august 2012 avreitt samsvarandi hesum skiftisleisti:   Í fiskiárinum 1. september 2009 til 31. august 2010 er avreiðingarskyldan avmarkað til 25%.   Í fiskiárinum 1. september 2010 til 31. august 2011 er avreiðingarskyldan avmarkað til 50%.   Í fiskiárinum 1. september 2011 til 31. august 2012 er avreiðingarskyldan avmarkað til 75%.   Avmarkaða avreiðingarskyldan er galdandi samanlagt fyri alt viðkomandi fiskiárið."   § 2 Henda løgtingslóg fær gildi tann 1. september 2009. Viðmerkingar: Fyri nøkrum árum síðani varð avgjørt, at útlutast skulu eyka fiskidagar til teirra, sum taka livrina til lands. Úrslitið av hesum átaki prógvar, at lógarbroytingin ikki motiveraði vinnuna. Hetta sæst sjónliga aftur í nøgdini, sum síðani er komin til høldar og til virkingar. Hon minkar heldur enn veksur.   Táverandi minnilutin í Vinnunevndini (Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) mælti til at broyta uppskotið soleiðis, at tað við eini skiftistíð skuldi verða álagt øllum, sum fáa tillutað fiskidagar, at avreiða alla livur og øll rogn.   Minnilutin hevði tá soljóðandi viðmerkingar til broytingaruppskotið:   "Tað kennist eitt sindur løgið, at veiðiflotin skal premierast við øktum veiðitrýsti fyri at taka til lands tilfeingið, sum hesin hevur fingið frammíhjárættindi til ígjøgnum almennu fiski- & veiðiloyvini, sum hann hevur um hendi. Lógin um vinnuligan fiskiskap leggur upp til, at alt sum veitt verður, kemur til sættis og verður gagnnýtt, tí mátti tað verið skilabetri at lóggivið fyri hesum við eini skiftistíð soleiðis, at flotin fær høvi til at fáa sær ta útgerð, ið eru neyðug fyri, at hetta kann gerast i praksis. Minnilutin skjýtur tí upp, at lóggivið verður soleiðis, at skip og bátar í fiskiárinum 2005/2006 skula taka 25% av livrini og rognunum til lands, og at skipað verður soleiðis fyri frameftir, at talið veksur við øðrum 25%´um hvørt av komandi árum soleiðis, at øll livurin og øll rognini koma til høldar um 4 ár. Víst verður í hesum sambandi á, at tað í § 40, stk. 1, nr. 4 er ásett revsing við bót fyri tann, ið ikki fylgir treytum, knýttum at loyvum, latin eftir lógini um vinnuligan fiskiskap. Eisini ræður um, sum skjótast at skipa so fyri, at alt tað, sum veitt verður, kemur til lands og verður gagnnýtt. Bara haðani kann ein komandi virðisøking koma í okkara høvuðsvinnu í mun til tær nøgdir, vit í dag kenna. Hetta eru útlitini í øðrum fiskiveiðitjóðum, øðrvísi verður tað ikki her. Vantandi motivasjónin og munurin ímillum hugburðin á hesum øki landanna millum kemur kanska av tí sannroynd, at vit hava lættari atgongd til innspræningar av deyðum kapitali uttaneftir." Uppskotið vann ikki frama, og síðani er onki hent hesum viðvíkjandi. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum virkaði ítøkiliga við hesum í CHE-samgonguni, og tilgongdin var komin væl áleiðis, tá tann samgongan gekk sundur, og ein nýggjur politiskur veruleiki sá dagsins ljós. Tað eru mong ymisk sjónarmið um hetta mál, serliga um háttin og hvussu motivasjónin skal skipast. Meirilutin, sum feldi uppskotið á sinni, og mong onnur við honum halda, at lóggáva á økinum ikki er rætti vegurin at fara. Tingið...

Les meira

Uppskot til samtyktar um nýggja byggilóggávu

,

Løgtingið heitir á landsstýrið um sum skjótast at smíða og leggja fyri tingið  tíðarhóskandi lóggávu fyri alla bygging, umbygging og umvæling av bygningum. Viðmerkingar Eitt av yvirskipaðu endamálunum við lóggávuni skal vera at minka um orkunýtsluna í bygningum, umframt at fáa tryggar og dygdargóðar bygningar.   Eingin dagførd lóggáva er, sum skipar byggivirksemið her í landinum. Virkað verður eftir einari elligamlari byggilóg, sum er frá 1954 (lóg nr 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni dagføringum), umframt eftir kommunalum byggireglugerðum. Lógin snýr seg fyrst og fremst um fysisk krøv og planlegging í sambandi við bygging, men setir ikki sentral krøv til bygningarnar.    Ein tíðarhóskandi byggilóggáva má gerast fyri alla bygging – nýbygging eins væl og umbygging. Hetta er bráðneyðugt, ikki minst í mun til málið at minka um orkunýtsluna og við hesum eisini útlátið av CO2.   Neyðugt er at smíða eina rammulóg og gera reglugerðir, sum hóska til føroysk viðurskifti – eitt nú veðurlagið –  og sum seta krøv til orkunýtslu, konstruksjónir, innrætting, brunatrygd, inniluft/ventilasjón, innlegging av orkukeldum og so framvegis.   Málið við hesum uppskoti til samtyktar er at vísa vilja Løgtingsins til at fáa ferð á hetta arbeiðið, so ein dagførd lóggáva fyri føroyskt byggivirksemi verður raðfest so frammarlaga, sum yvirhøvur til ber. Í hesum liggur eisini, at um neyðugt, mugu umraðfestingar gerast fyri at fáa arbeiðsorku at fremja hetta lóggávuarbeiðið. Á Løgtingi, tann 3. mars 2009 Bjørt Samuelsen Annita á Fríðriksmørk Bergtóra Høgnadóttir Heini O Heinesen Hergeir Nielsen Høgni Hoydal Tórbjørn Jacobsen Sjúrður Skaale...

Les meira

Uppskot til samtyktar um arbeiðsmarknaðin fyri øll

,

• at gera ein “rúmligan arbeiðsmarknaðarpakka”  • at bøta lógarkarmin, so arbeiðsmarknaðurin veruliga gerst rúmligari • at seta krøv um, at almenn arbeiðspláss við minst 20 starvsfólkum skulu seta fólk við skerdum førleika í starv. Talan skal vera um fólk, sum í verandi løtu standa uttan fyri arbeiðsmarknaðin. • at seta krav um, at fólk, sum eru sjúkrameldað, skulu til samrøðu við arbeiðsgevara sín ella Almannastovuna seinast 8 vikur eftir, at tey eru vorðin sjúk.   At virka fyri, at mentorskipanir eisini fara at virka í Føroyum.   Viðmerkingar: Grundgevingin fyri uppskotinum er, at ásannast má, at: • Føroyski arbeiðsmarknaðurin ikki er nóg rúmligur. Føroyingar í hópatali, sum fáa sjúkradagpening, pensjón ella forsorgarhjálp, kundu hugsað sær eitt starv, sum tey megna, og har atlit verða tikin til skerda førleika teirra. • ST sáttmálin, sum verjir rætt teirra sum bera brek skal eftir ætlan eisini setast í gildi í Føroyum. Grein 27 í sáttmalanum, snýr seg um, at limalondini viðurkenna og virka fyri rættindunum hjá teimum sum bera brek at fáa útbúgving og starv. Grein 27 e sigur beinleiðis: “virka fyri starvsmøguleikum og framflyting í arbeiði fyri fólk, ið bera brek, á arbeiðsmarknaðinum at hjálpa teimum at finna, útvega sær, halda fast um og venda aftur til arbeiðið” • Tað er týdningarmiklari nú enn áður, at arbeiðsmarknaðurin veruliga gerst rúmligur. Føroyski arbeiðsmarknaðurin er í stóran mun skipaður, so at fólk antin arbeiða samsvarandi við fulla tíð ella eru pensjónistar – og bara tað. Rúmligi arbeiðsmarknaðurin er fyri øll, sum vilja vera á arbeiðsmarknaðinum. Almenn arbeiðspláss mugu ganga á odda og vera ein fyrimynd, um væntast skal, at privati arbeiðsmarknaðurin skal gerast rúmligari. Fleiri privat arbeiðspláss eru í dag nógv rúmligari í mun til fólk við skerdum førleika enn almenn arbeiðspláss. Tí er skilagott beinleiðis at lógarfesta, at almenn arbeiðspláss skulu seta fólk í starv við skerdum førleika. Orsøkin til, at talan skal verða um fólk, sum í dag standa uttan fyri arbeiðsmarknaðin, er, at royndir úr øðrum londum vísa, at um hetta er eitt krav, verður úrslitið, at arbeiðspláss seta fólk í vard størv, sum longu eru á arbeiðsplássinum. Hesi høvdu helst fingið vart starv undir øllum umstøðum.   Greitt er, at ein týdningarmikil háttur at fasthalda fólki á arbeiðsmarknaðinum hóast sjúku er,  at tey hava samband við arbeiðsgevaran undir sjúkraleguni, og at sjúkrasamrøður fara fram. Hetta kann fyribyrgja uppsøgn. Hugburðurin eigur at vera, at sjúkusamrøðan er umsorgan og ikki sneyt. Altavgerandi er tó, at leiðarar og fegin álitisfólk verða “ílatin” til hesa uppgávu. Tey skulu ikki hava ta fatan, at ætlanin er smoygd niður um høvdið á teimum, men í staðin finna ein frymil, sum hóskar væl til júst teirra arbeiðspláss – sjálvandi eiga tey eisini at fáa íblástur til, hvussu uppgávan kann skipast.   Ein mentorur er ein, sum hjálpir menniskjum  sum hava trupult við at koma inn á arbeiðsmarknaðin ella varðveita eitt starv. Mentorurin hjálpir persóninum við tí praktiska, fakliga ella sosiala partinum. Tað kann til dømis vera at hjálpa einum persóni, sum er heilaskaddur at minnast til, hvørjari røð uppgávurnar skulu losysat, ella at stuðla einum persóni við sosialum trupulleikum at finna seg til rættis á einum arbeiðsplássi. Kannast skal, um ALS, Almannastovan ella onnur skulu umsita skipanina. Mentorskipanin hevur víst seg at rigga sera væl í øðrum londum. Fá meir at vita á WWW.socialtengagement.dk Samgongan hevur gjørt greitt, at ætlanin er at samtykkja...

Les meira

Uppskot til løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka

, 06/10/2008

§ 1. Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 16. mai 2006 verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 1 verður strikað. 2) Í § 3, stk. 1 verður orðið ”rúsdrekka” broytt til ”rúsdrekka við meira enn 60 rúmprosentum av alkoholi”. 3) § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis: ”Stk. 2. Framleiðsla av rúsdrekka kann einans fara fram á góðkendum framleiðsluvirkjum. Landsstýrið fær heimild í kunngerð at áseta neyðugar treytir fyri góðkenning.” 4) Í § 3, stk. 3 verður orðið ”loyvinum” broytt til ”góðkenningini” og orðini ”slíkum øli” broytt til ”rúsdrekka”. 5) Í § 6 verða orðini ”øl, sum í sær hevur meira enn 5,8 rúmprosent av alkoholi, og annað” strikað. 6) Í § 7, stk. 2 verða orðini ”øl, bryggjað í Føroyum” broytt til ”rúsdrekka, framleitt í Føroyum”. 7) Í §§ 7, stk. 2 og 8, stk. 1 verða orðini ”smbr. § 3, stk. 2” strikað. 8) Í § 22, stk. 1, nr. 2 verður orðið ”loyvi” broytt til ”loyvi ella góðkenning”. § 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2009. Kap. 1. Almennar viðmerkingar Uppskotið til broyting í rúsdrekkalógini hevur til endamáls at geva bryggjarívinnuni møguleika at mennast og taka burtur tann missmun, sum henda vinna er fyri í egnum landi. Fyri at javnseta føroysk, íslendsk og onnur útlendsk bryggjarí eigur rúsdrekkalógin at verða broytt soleiðis, at til ber hjá føroyskum bryggjaríum at bryggja og útflyta øl, sum er sterkari enn 5,8 %. Eisini skal vera loyvt at bryggja annað enn øl. Í Føroyum er í dag ikki loyvt at bryggja øl, sum í sær hevur meiri enn 5,8 rúmprosent av alkoholi. Hinvegin er tað loyvt at innflyta, selja og drekka annað rúsdrekka – t.d vín og spiritus – sum er upp til 60 rúmprosent. Vit innflyta stórar mongdir – meira enn 100.000 litrar árliga – av útlendskum rúsdrekka, samstundis sum vit nokta okkara egnu bryggjarívinnu at bryggja sterkari enn 5,8%. Í løtuni er bert eitt bryggjarí í landinum eftir. Eingin ivi eru um, at føroyska bryggjarívinnan hevur trongt rásarúm og sera avmarkaðar møguleikar at vaksa – bæði á heimamarknaðinum og á útlendskum marknaðum. Ójavni í mun til Hoyvíkssáttmálan Hoyvíkssáttmálin letur upp fyri kapping, og meginreglan er, at somu kappingartreytir skulu galda fyri føroysk og íslendsk feløg. Íslendsk bryggjarí kunnu framleiða og selja á íslendska marknaðinum og útflyta til onnur lond bæði øl, sum er sterkari enn 5,8 prosent, og brennivín. (Íslendsk bryggjarí kunnu tó ikki innflyta sterkt øl til Føroya). Men føroysk bryggjarí hava als ikki somu menningarmøguleikar, tí teimum er noktað at bryggja og selja øl sterkari enn 5,8 %. Møguleikin at kappast á marknaðum uttan fyri Føroyar er tí sera avmarkaður. Hetta er ikki einans óheppið fyri bryggjarívinnuna, men missa vit sum land eisini møguleikan at gera vart við okkum við einari vøru, sum vit kunnu nýta at branda føroyska framleiðslu. Føroya Bjór hevur sum kunnugt vunnið fleiri kappingar uttanlands fyri gott øl. Men henda fyritøka er skerd frá at luttaka til átøk uttanlands, har ymisk bryggjarí kappast um heiðurin at vera tann besti framleiðarin av tí mest vælsmakkandi ølinum – um talan er um øl, sum er sterkari enn 5,8%. Hesi átøk í útlandinum hava stóran týdning fyri bryggjaríið, tí vinnarin gerst kendur og fær harvið økt um...

Les meira

Uppskot til løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

, 30/11/2007

Uppskot  til  samtyktar  Heitt verður á landsstýrið um at leggja fram løgtingslógaruppskot um broyting í løgtingslógini um almannapensjónir o.a., sum broytir veitingarnar fyri fyritíðarpensjón soleiðis, at veitingin fyri lægstu fyritíðarpensjón verður á sama støði sum fyri miðal fyritíðarpensjón.  Viðmerkingar Ein av teimum nógvu broytingunum, sum táverandi trivnaðarnevnd Løgtingsins ynskti í sambandi við, at nýggj pensjónslóg varð viðgjørd og samtykt í Løgtinginum í 1999, var at taka av lægstu fyritíðar(avlamis)pensjónina. Hetta tí mett varð, at lægsta fyritíðarpensjón var – og er framvegis – alt ov lág og í veruleikanum ein meiningsleys veiting. Upprunaliga var lægsta avlamispensjónin – nú fyritíðarpensjónin – mett sum eitt gott ískoyti. Hetta tí pensjónisturin sum oftast hevði møguleikan at finna onkra smávegis hjávinnu, so sum at hjálpa til hjá onkrum, egna e.a. Tá kostaðu føroysku húsarhaldini ikki nær námind av tí, tey gera í dag. Føroyska familjan hevur nógv fleiri og størri fastar útreiðslur nú enn fyrr.   Í dag er heldur ikki lætt, heldur at kalla ógjørligt, hjá einum, sum hevur mist helvtina av arbeiðsførleikanum, at fáa okkurt slag av lønandi vinnu. Og er støðan hjá teimum flestu, ið fáa lægstu fyritíðarpensjón, at tey hava ikki aðra inntøku. Og kunnu vit tí bæði ásanna og staðfesta, at tað hvørki er nøktandi ella virðiligt hjá familjufólki bara at hava eina inntøku, sum samsvarar við lægstu fyritíðarpensjón.   Tað er grundhugsanin í pensjónslógini, at pensjón er samsýning fyri mist arbeiðsevni, at fólk fáa pensjón, tí tey eru ikki før fyri at fara út á arbeiðsmarknaðin at vinna peningin. Hugsanin í lógini hevur verið, at tey, sum hava mist 50% av arbeiðsførleikanum, hava størri møguleikar at fara út á arbeiðsmarknaðin enn tey, sum hava mist 2/3 ella allan arbeiðsførleikan. Men soleiðis er ikki rættiliga í føroyska samfelagnum. Arbeiðsmarknaðurin er als ikki liðiligur ella rúmligur soleiðis, at fólk við skerdum arbeiðsevnum hava lætt við at sleppa inn. Tað almenna ger eisini alt ov lítið til tess at bøta um støðuna. Tað eru snøgt sagt alt ov fáir arbeiðsmøguleikar til teir føroyingar, sum so ella so hava fingið síni arbeiðsevni skerd. Tey, sum fáa lægstu fyritíðarpensjón, hava tí heldur ikki stórvegis møguleikar at forvinna nakað umframt sjálva pensjónina.   Tí verður skotið upp, at lógin um almennar pensjónir verður broytt soleiðis, at bert tvey sløg av fyritíðarpensjónum kunnu veitast. Nevniliga hægsta og lægsta. Tað áliggur landsstýrismanninum at skjóta upp, hvussu stórar pensjónsupphæddirnar skulu vera eftir broytingina. Tó metir uppskotsstillarin, at lægsta fyritíðarpensjónin í krónum og oyrum  í minsta lagi samsvarar við tað, vit í dag kalla miðal fyritíðarpensjón.   Tað áliggur eisini landsstýrismanninum at skjóta upp, um treytirnar fyri at fáa játtað fyritíðar­pensjón skulu vera tær somu, hetta tá hugsað verður um skerdan arbeiðsførleika. Tó metir uppskotsstillarin, at tað hevði verið bæði skeivt og meiningsleyst, um landsstýrismaðurin fer at skjóta upp ta broyting, at lægsta avlamispensjón bara verður játtað, um umsøkjarin hevur mist minst 2/3 av arbeiðsførleikanum. Uppskotsstillarin heldur, at markið fyri lægstu fyritíðarpensjón framvegis skal vera 50%, meðan tað kanska er vert at umhugsa at lækka markið fyri hægstu fyritíðarpensjón niður í 2/3.   Kostnaðurin av  teirri broyting, sum er beinleiðis skotin upp, fer at verða, at øll tey, sum í dag fáa lægstu fyritíðarpensjón, fara at fáa játtað tað, sum í dag samsvarar við miðal fyritíðarpensjón (í umroknaðum upphæddum). Umframt liggur ávísur kostnaður eisini í játtanum frameftir. Tað...

Les meira

Uppskot um stuðul til varðveitslu av føroyska mentanararvinum á sjónum

, 23/11/2007

      Uppskot til løgtingslóg um stuðul til varðveitslu av føroyska mentanararvinum á sjónum   § 1. Felagsskapir, sum á almenn­gagnligum grundarlagi reka og viðlíkahalda eldri føroysk skip og bátar og á tann hátt varðveita føroyska mentanararvin á sjónum, kunnu fáa almennan stuðul, tá tey lúka treytirnar í hesi lóg. Stk. 2. Skipini og/ella bátarnir skulu vera minst 50 ár fyri at hava rætt til stuðul, og skulu harumframt lúka nøkur serstøk krøv um siðsøgulig eyðkenni, sum verða nærri ásett við kunngerð.   § 2. Studningur verður veittur eftir umsókn. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur hesum viðvíkjandi, harundir hvussu og nær studningurin kann verða veittur.   § 3. Treytin fyri at søkja um stuðul er, at viðkomandi felagsskapur frammanundan hevur fingið góðkenning sum stuðulsøkjandi felagsskapur. Stk. 2. Í sambandi við umsókn um stuðul skal felagsskapurin senda viðtøkur sínar fyri stovnan og rakstri til góðkenningar Stk. 3. Í viðtøkunum skal m.a. verða lýst stjórnarskipan, virkisøki og virksemi hjá felagsskapinum. Stk. 4.  Møguligur roknskapur við rakstrarúrsliti og fíggjarstøðu skal somuleiðis sendast landsstýris­manninum til kunningar.   § 4. Landsantikvarurin hevur eftirlit við stuðulssøkjandi felagsskapunum, sum eiga og umsita eldri skip og bátar, og veitir teimum hjálp og leiðbeining. Stk. 2.  Stuðulssøkjandi felagsskapur sendir landsantikvarinum ársroknskap við frágreiðing um viðlíkahald, íløgur og ætlanir um keyp av bátum/skipum til fakliga góðkenning. Landsantikvar­urin sendir landsstýrinum tað til fíggjarligar góðkenningar við tilráðing síni, áðrenn studningur verður veittur eftir hesi lóg. Stk. 3. Gevst ein stuðulsmóttakandi felagsskapur sambært hesi lóg við virki sínum, ella ognir tess fella í órøkt, ger landsantikvarurin av, hvussu gripir tess skulu varðveitast, til annar felagsskap­ur aftur verður góðkendur innan avvarðandi virkisøki, og hvussu skyldur tess annars skulu røkjast. Stk. 4. Bátar, skip við tilhoyrandi reiðskapi og útgerð, sum góðkendur felagsskapur  eigur, mugu ikki verða latin av hondum aftur uttan góðkenn­ing. Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann treyta studning av, at landið fær veð í skipinum og/ella bátinum, sum trygd fyri afturgjaldi av studninginum, um so er, at skipið/báturin verður seldur í stríð við reglurnar í hesi lóg.   § 5. Landið letur góðkendum felagsskapi í studningi 75% av útreiðslum til viðlíkahald og ábøtur, umframt keyp av góðkendum skipi ella báti. Stk. 2. Rakstrarútreiðslur og aðrar útreiðslur, sum ikki koma undir studningsendurgjald, verða hildnar av avvarðandi felagsskapi sjálvum.   § 6. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2008.   Almennar viðmerkingar:       Í ásannani av, at Føroyar eru ein fiskiveiðitjóð, hvørs lívsgrundarlag hevur verið og framvegis er á sjónum, verður hildið avgjørt neyðugt at taka øll neyðug stig til tess eisini at fjálga um og varðveita henda part av okkara mentanararvi.   Ein týðandi partur av hesum mentanararvi eru tey skip og bátar, sum ymsir áhuga-felagsskapir kring landið hava tikið seg saman um at varðveita og viðlíkahalda. Sluppirnar Jóhanna og Westward Ho eru t.d. partur av hesum ómissandi arvi og okkara samleika sum fólk.   Tað eru eisini onnur skip og bátar, sum hava stórt siðsøguligt virði, sum  ósjálvsøknu eldsálirnar, sum mynda hesar felagsskapir í veruleikanum hava bjargað, til stóra gleði fyri bæði einstøku bygdirnar og samfelagið.   Hóast sjálvboðin arbeiðsmegi og offurvilji er til staðar, so hevur hetta til tíðir ikki verið nógmikið til at halda hesar flótandi forngripir viðlíka. Skip og bátar farast skjótt í tí harðrenda umhvørvi, har tey frá náttúrunnar hond mugu búleikast. Tískil er stórur tørvur á áhaldandi...

Les meira

Uppskot til samtyktar um Demokratia

, 04/10/2007

  Uppskot til samtyktar   Løgtingið heitir á landsstýrið um at skipa fyri, at Demokratia framhaldandi arbeiðir fyri, at kvinnur fáa øktan leiklut í at taka politiskar avgerðir.     Viðmerkingar Endamál  Endamálið við hesum uppskoti til samtyktar er, at Demokratia kann halda fram við at skipa fyri tvørpolitiskum tiltøkum til tess at økja um talið á kvinnum á Løgtingi og í kommunustýrunum kring landið. Vónandi kann eitt úrslit av hesum arbeiði verða, at umboðanin á leið verður í samsvari við umboðanina í hinum Norðurlondunum, sum er væl hægri enn í Føroyum. Í Landstinginum eru uml. 33 % konufólk, í Altinginum eru uml. 30 % konufólk, og í Fólkatinginum eru uml. 39 % konufólk.   Í Føroyum var kvinnuliga umboðanin á tingi eftir løgtingsvalið í 1998 12,5 %, eftir løgtingsvalið í 2000 var kvinnuliga umboðanin 12,5 %, og eftir løgtingsvalið í 2004 var kvinnuliga umboðanin 9,4 %.    Demokratia Fram til seinasta kommunuval sat ein bólkur av kvinnum við umboðum úr øllum politisku flokkunum og skipaði fyri tiltøkum til tess at seta fokus á týdningin av at fáa kvinnur virknar í føroyskum kommunal- og landspolitikki. Teir politisku flokkarnir játtaðu pening til útreiðslurnar av ymsu tiltøkunum, sum vóru kring landið. Peningurin var nýttur til lýsingar og leigu av hølum til tiltøkini.   Tá hetta arbeiðið var liðugt, sendi bólkurin umsókn um pening frá landsstýrinum til framhaldandi virksemi. Henda umsókn var ikki gingin á møti. Men landsstýrismaðurin legði uppskot til samtyktar fyri tingið at skipa nevnd, Demokratia, at halda fram við virkseminum. Trupulleikin við tí uppskotinum var, at nevndin bert skuldi arbeiða fram til ársskiftið 2007/2008. Við fyriliggjandi uppskoti skal nevndin halda fram við arbeiði sínum.   Tilmæli frá Útnorðurráðnum  Løgtingið samtykti hin 18. november 1999 eitt tilmæli frá Útnorðurráðnum, har heitt varð á tað grønlendska og tað føroyska landsstýrið um at seta eina nevnd við umboðum fyri politisku flokkarnar, Javnstøðunevnd og kvinnufelagsskapir, sum skuldi leggja til rættis tiltøk fyri at økja um leiklutin hjá kvinnum í politiskum avgerðum. Tiltøkini kundu vera útbúgving, lýsingarátøk og útgávuvirksemi.   Í tilmælinum frá Útnorðurráðnum varð víst til eitt átak í Íslandi, har Altingið setti eina nevnd við tí endamáli at leggja til rættis tvørpolitisk tiltøk fyri at økja um talið á kvinnum í politikki. Nevndin tók stig til lýsingarátøk, arbeiddi við upplýsing, og gav út kunnandi tilfar. Sambært tilmælinum var úrslitið av hesum arbeiði gott og hevði við sær, at talið á kvinnum í Altinginum øktist munandi.   Í tilmælinum frá Útnorðurráðnum varð mælt til, at nevndin fekk kr. 500.000,- um árið til virksemi sítt (Vestnordisk Råd. Rekommandation nr. 1/9 frá 1999).    Virksemið hjá nevndini  Nevndin skal framhaldandi arbeiða fyri, at kvinnur fáa ein øktan leiklut í at taka politiskar avgerðir. Nevndin arbeiðir støðugt við at fremja arbeiðssetningin, meðan hon er sett. Arbeiðið eigur at fevna um tiltøk, sum kunnu gera fólk varug við týdningin av, at fleiri kvinnur verða umboðaðar, har politiskar avgerðir verða tiknar. Virksemið kann vera upplýsing, lýsingarátøk, undirvísing og útgáva av ymsum kunnandi tilfari.    Á hvørjum ári handar nevndin landsstýrismanninum frágreiðing um virksemi sítt og tilmæli um, hvussu framhaldandi eigur at verða arbeitt fyri at fremja javnstøðu, har politiskar avgerðir verða tiknar.   Samansetan av nevnd  Í nevndini vera eitt umboð fyri hvønn politiskan flokk. Tað er av stórum týdningi, at allir teir politisku flokkarnir luttaka í hesum...

Les meira