Lýsing

Tingmál

Uppskot til løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

, 03/10/2007

Ár 2007, 3. oktober, løgdu tingmenninir Høgni Hoydal, Hergeir Nielsen, Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk, Heidi Petersen, Tórbjørn Jacobsen og Páll á Reynatúgvu, vegna Tjóðveldi fram soljóðandi Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 165 frá 22. desember 2005, verða gjørdar hesar broytingar: § 1. Í § 19, stk.1, 2 og 3 verður “60%” broytt til “30%” § 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2008. Almennar viðmerkingar: Uppskotið snýr seg um at broyta lóggávuna soleiðis, at fólkapensjónistar og fyritíðarpensjónistar kunnu verða longri á arbeiðsmarknaðinum og hava arbeiðsinntøku afturat pensjónini uttan at verða revsað fíggjarliga. Við uppskotinum verður markið fyri regulering av pensjón og viðbót, tá pensjónistar hava lønarinntøku afturat pensjónini, broytt soleiðis, at tað loysir seg fíggjarliga hjá fólkapensjónistum og fyritíðarpensjónistum at taka lut á arbeiðsmarknaðinum. Fyri Tjóðveldi er uppskotið ein liður í einum heilt øðrum politikki, tá ræður um aktiva luttøku á arbeiðsmarknaðinum. Við bøttari fólkaheilsu og longri livialdri er alneyðugt, at vit frameftir loyva og eggja fólki til at nýta sítt menniskjaliga tilfeingi innan arbeiðsmegina í Føroyum. Eitt tilfeingi, sum í dag ikki kemur til sín rætt, orsakað av stirvnum, almennum reglum. Harafturat kann uppskotið eisini bøta nakað um ta aktuellu støðu, har alstórur tørvur er á arbeiðsmegi innan flestu vinnugreinar. Tjóðveldi hevur nógv dømi um, at nógva staðni kring landið er væl skikkað arbeiðsmegi tøk millum pensjónistar, ið ikki kemur til sín rætt, orsakað av stirvnu reglunum á pensjónsøkinum. Skotið verður upp at lækka reguleringsprosentið, sum tikið verður av pensjón og viðbótum, tá onnur inntøka fer upp um ásetta markið. Uppskotsstillararnir meta, at við at lækka reguleringsprosentið úr 60% niður í 30%, røkka vit endamálinum við at geva fólki møguleika at arbeiða meira, hóast pensjónsstøðu. Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar Trupult er at meta nágreiniliga um fíggjarligu avleiðingarnar fyri landskassan av uppskotinum. Andstøðan hevur ikki møguleika at gera koyringar við ymsum metingum og tølum av pensjónistum. Leysliga verður mett, at landskassin á útreiðslusíðuni kann rokna við 12 mió. kr. árliga. Kortini fer landsskassin at fáa eykainntøkur av øktum arbeiði og A-inntøku frá pensjónistum, sum væl og virðiliga fara at viga upp ímóti útreiðslunum. Fyri landsbúskapin, vinnuna og ymisk øki í landinum og fyri sosialar bólkar fer uppskotið at hava beinleiðis jaligar avleiðingar. Serligar viðmerkingar § 1 Higartil hevur viðbótin til fólkapensjón, viðbótin til fyritíðarpensjón og grundupphæddin til fyritíðarpensjón verið lækkað við 60% av inntøkugrundarlagnum, við broytingini verða hesar veitingar nú lækkaðar við 30% av inntøkugrundarlagnum § 2 Lógin fær virknað frá 1. januar 2008....

Les meira

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan

,

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan. 12. september, legði Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna, vegna Tjóðveldisflokkin fram Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan. Endamálið við uppskotinum er at er at rætta upp á ein av skeivleikunum í barsilsskipanini. Í hesum føri snýr tað seg um ein mangul, sum hevur verið í skipanini, síðani hon kom í gildi í 2001 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan   § 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 163 frá 22. desember 2005, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1 verður sett inn nýtt stk. 5, ið verður soljóðandi: “Stk. 5. Hóast ásetingarnar í stk. 2 og 3, hevur faðirin rætt til barsilsfarloyvi í upp til og innan fyri 52 vikur eftir barnsburð, um mamman doyr, ella læknaváttan staðfestir, at mamman ikki er før fyri at taka sær av barninum.” 2) Í § 3, stk. 2 verður sett inn nýtt pkt. 2, ið verður soljóðandi: “Maður, sum er løntakari, og sum nýtir rætt sín til barsilsfarloyvi eftir § 1, stk. 5, skal innan 8 vikur eftir, at farloyvi er byrjað, boða arbeiðsgevara sínum frá, nær hann byrjar at arbeiða aftur.” 3) Í § 9 verður sett inn nýtt stk. 4, ið verður soljóðandi: “Stk. 4. Hóast ásetingingarnar í stk. 2 og 3, hevur faðirin rætt til barsilspening í upp til og innan fyri 24 vikur eftir barnsburð, um mamman doyr, ella læknaváttan staðfestir, at mamman ikki er før fyri at taka sær av barninum. Treytin fyri, at faðir at barni kann fáa barsilspening í hesum tíðarskeiðnum, er, at mamman ikki nýtir rætt sín at fáa barsilspening frá barsilsskipanini ávísa tíðarskeiðið.”   § 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2008.   Almennar viðmerkingar Endamálið við uppskotinum er at er at rætta upp á ein av skeivleikunum í barsilsskipanini. Í hesum føri snýr tað seg um ein mangul, sum hevur verið í skipanini, síðani hon kom í gildi í 2001.   Talan er um møguleikan hjá pápanum at fara í barsil tær fyrstu 14 vikurnar eftir føðing í teimum førum, tá ið tað berst mammuni frá. Sum støðan er nú, hevur pápin møguleika at fara í barsil við løn í 14 dagar saman við mammuni tær fyrstu 14 vikurnar. Við hesum verður skotið upp, at í teimum undantaksførum, tá tað berst mammuni frá at taka sær av barninum einsamøll, ella í ringasta føri als ikki, tá eigur rætturin at fella til pápan beinanvegin.   Í skrivi frá ALS til vinnunevndina, dagfest 03.11.2006, verður m.a. sagt, at: “vist verður í hesum sambandi á, at tað ræður ein ávísur ójavni í skipanini í teimum førum, tá mamman ikki kann fáa barsilspening frá fyrsta degi av, eitt nú um hon doyr, tá barnið verður føtt, tí í teimum førum kann pápin ikki fáa nakað fyrr enn eftir 14. viku.” Hetta vísir, at tað kemur fyri, at mamman fellur frá.   Hetta hevur eisini verið víst á fleiri ferðir í Løgtinginum, og skal uppskotið síggjast sum ein roynd at rætta uppá hendan feilin.   Fíggjarligar avleiðingar: Tað er ikki møguligt frammanundan at siga hvørjar fíggjarligar avleiðingar verða av uppskotinum. Tað velst fyrst og fremst um, í hvussu nógvum førum mamman fellur frá, og í øðrum lagi velst tað...

Les meira

Uppskot til løgtingslóg um almannapensjónir

,

  39 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um   Ár 2007, 3. oktober, løgdu tingmenninir Høgni Hoydal, Hergeir Nielsen, Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk, Heidi Petersen, Tórbjørn Jacobsen og Páll á Reynatúgvu, vegna Tjóðveldi fram soljóðandi Uppskot   til   løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.   Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 165 frá 22. desember 2005, verða gjørdar hesar broytingar:    § 1. Í § 19, stk.1, 2 og 3 verður “60%” broytt til “30%”   § 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2008.   Almennar viðmerkingar: Uppskotið snýr seg um at broyta lóggávuna soleiðis, at fólkapensjónistar og fyritíðarpensjónistar kunnu verða longri á arbeiðsmarknaðinum og hava arbeiðsinntøku afturat pensjónini uttan at verða revsað fíggjarliga.   Við uppskotinum verður markið fyri regulering av pensjón og viðbót, tá pensjónistar hava lønarinntøku afturat pensjónini, broytt soleiðis, at tað loysir seg fíggjarliga hjá  fólkapensjónistum og fyritíðarpensjónistum at taka lut á arbeiðsmarknaðinum.   Fyri Tjóðveldi er uppskotið ein liður í einum heilt øðrum politikki, tá ræður um aktiva luttøku á arbeiðsmarknaðinum.   Við bøttari fólkaheilsu og longri livialdri er alneyðugt, at vit frameftir loyva og eggja fólki til at nýta sítt menniskjaliga tilfeingi innan arbeiðsmegina í Føroyum. Eitt tilfeingi, sum í dag ikki kemur til sín rætt, orsakað av stirvnum, almennum reglum.   Harafturat kann uppskotið eisini bøta nakað um ta aktuellu støðu, har alstórur tørvur er á arbeiðsmegi innan flestu vinnugreinar. Tjóðveldi hevur nógv dømi um, at nógva staðni kring landið er væl skikkað arbeiðsmegi tøk millum pensjónistar, ið ikki kemur til sín rætt, orsakað av stirvnu reglunum á pensjónsøkinum.   Skotið verður upp at lækka reguleringsprosentið, sum tikið verður av pensjón og viðbótum, tá onnur inntøka fer upp um ásetta markið.   Uppskotsstillararnir meta, at við at lækka reguleringsprosentið úr 60% niður í 30%, røkka vit endamálinum við at geva fólki møguleika at arbeiða meira, hóast pensjónsstøðu.   Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar Trupult er at meta nágreiniliga um fíggjarligu avleiðingarnar fyri landskassan av uppskotinum. Andstøðan hevur ikki møguleika at gera koyringar við ymsum metingum og tølum av pensjónistum.   Leysliga verður mett, at landskassin á útreiðslusíðuni kann rokna við 12 mió. kr. árliga.   Kortini fer landsskassin at fáa eykainntøkur av øktum arbeiði og A-inntøku frá pensjónistum, sum væl og virðiliga fara at viga upp ímóti útreiðslunum.   Fyri landsbúskapin, vinnuna og ymisk øki í landinum og fyri sosialar bólkar fer uppskotið at hava beinleiðis jaligar avleiðingar.   Serligar viðmerkingar  § 1 Higartil hevur viðbótin til fólkapensjón, viðbótin til fyritíðarpensjón  og grundupphæddin til fyritíðarpensjón verið lækkað við 60% av inntøkugrundarlagnum, við broytingini verða hesar veitingar nú lækkaðar við 30% av inntøkugrundarlagnum   § 2 Lógin fær virknað frá 1. januar...

Les meira

Uppskot til løgtingslóg um broyting í revsilógini

, 28/09/2007

  35 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um   Ár 2007, 28. september, løgdu tingmenninir Annita á Fríðriksmørk, Høgni Hoydal, Hergeir Nielsen, Finnur Helmsdal, Tórbjørn Jacobsen, Páll á Reynatúgvu og Heidi Petersen, vegna Tjóðveldi fram soljóðandi U p p s k o t   til  ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (harðari revsing fyri neyðtøku og kynsliga misnýtslu av børnum)  Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi kongliga fyriskipan:   “Anordning om delvis ikrafttræden af lov om ændring af straffeloven, retsplejeloven og færdselsloven (Skærpelse af straffen for voldtægt, vold, uagtsomt manddrab, uagtsom betydelig legemsbeskadigelse, forsætlig fareforvoldelse, biltyveri, grov forstyrrelse af ro og orden, menneskesmugling og menneskehandel m.v.)”   I medfør af § 5 i lov nr. 380 af 6. juni 2002 om ændring af straffeloven, retsplejeloven og færdselsloven[1] sættes § 1 i kraft for Færøerne i følgende affattelse: § 1   I straffeloven, jf. lovbekendtgørelse nr. 215 af 24. juni 1939, som senest ændret ved anordning nr. 182 af 28. februar 2007, foretages følgende ændringer: 1. I § 216, stk. 1, ændres »6 år« til: »8 år«. 2. I § 216, stk. 2, ændres »10 år« til: »12 år«. 3. I § 222, stk. 1, ændres »6 år« til: »8 år«. 4. I § 222, stk. 2, ændres »10 år« til: »12 år«.  § 2   Anordningen træder i kraft dagen efter dens kundgørelse i Kunngerðablaðið.”   Viðmerkingar: Endamálið við uppskotinum er at hækka revsirammurnar fyri neyðtøku og kynsliga misnýtslu av børnum.   Revsiramman eigur at vísa serliga virðing fyri tí einstaka menniskjanum. At gera seg inn á onnur menniskju sálarliga ella kropsliga eigur tí at verða fatað sum meira revsivert í mun til, um onkur ger seg inn á materiellar lutir ella pengar.   Sambært uppskotinum hækkar revsiramman soleiðis:    fyri neyðtøku úr 6 í 8 ár. fyri neyðtøku av serliga farligum slagi úr 10 í 12 ár. fyri samlegu við barn, yngri enn 15 ár, úr 6 í 8 ár. fyri samlegu við barn, yngri enn 15 ár, og undir tyngjandi umstøðum úr 10 í 12 ár.   Endamálið við hesum broytingunum er at herða revsingina fyri neyðtøku og kynsliga misnýtslu av børnum við uml. 1 ári, tó við virðing fyri, at revsingin fyrst og fremst byggir á eina ítøkiliga meting hjá rættinum av umstøðunum í hvørjum einstøkum máli.   Broytingarnar í revisrammuni fyri kynsliga misnýtslu av børnum vóru ikki við í upprunaliga uppskotinum, men komu inn í sambandi við viðgerðina í Fólkatinginum. Grundgevingin fyri hesum broytingunum var at tryggja framhaldandi samsvar millum revsirammurnar fyri ávikavist neyðtøku og kynsliga misnýtslu av børnum.   Í sambandi við lógarbroytingina í Danmark í 2002 heitti Løgmálaráðið á Ríkisadvokatin um at fylgja við í, um revsingin fyri neyðtøku (§ 216) og kynsliga misnýtslu av børnum (§ 222) veruliga varð herd.   Sambært frágreiðing  frá Ríkisadvokatinum so hevur rætturin í allar flestu málunum hert revsingina í samsvari við endamálið við lógarbroytingini. Fyri neyðtøku eru dómarnir í dag uml. 1 ár hægri enn undan lógarbroytingini, og ríkisadvokaturin staðfestir somuleiðis, at revsingin fyri kynsliga misnýtslu av børnum í dag er hægri enn undan lógarbroytingini.   Meðan revsingin í Danmark er herd, síðan broytigin kom í gildi, verður linari revsing givin fyri somu lógarbrot í Føroyum. Løgtingið eigur tí at senda tað politiska signalið út til samfelagið, at neyðtøka og kynslig misnýtsla av børnum eru álvarsmál, sum...

Les meira

Uppskot til løgtingslóg um barnaumboðsmann

, 21/09/2007

  27 Uppskot til  løgtingslóg um barnaumboðsmann   Ár 2007, 21. september, løgdu tingmenninir Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu, vegna Tjóðveldi fram soljóðandi Uppskot   til   løgtingslóg um barnaumboðsmann   § 1. Ein umboðsstovnur, ið tænir børnum, bøtir um barnakor og tekur sær av teimum rættindum og tí tørvi, ið børn hava sambært hesari lóggávu, verður settur á stovn. Stk. 2. Børn eru í hesum føri einstaklingar yngri enn 18 ár.   § 2.  Landsstýrismaðurin setir barnaumboðsmannin í eitt 5 ára skeið. Barnaumboðsmaðurin kann bara loysast úr starvi eftir reglunum í løgtingslógini um tænastumenn § 25. Stk. 2. Um serligar umstøður gera seg galdandi, ber tó til at seta umboðsmannin av nýggjum í mesta lagi í 5 ár aftrat, uttan at starvið verður lýst leyst. Stk. 3. Barnaumboðsmaðurin skal hava lokið prógv við viðkomandi útbúgving. Er  barnaumboðsmaðurin ikki løgfrøðingur, verður løgfrøðingur settur í starv á barnaumboðsmansstovninum. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir løn og onnur setanarviðurskifti barnaumboðsmansins. Barnaumboðsmaðurin kann ikki vera í øðrum løntum starvi og kann ikki átaka sær uppgávur, sum órógva barnaumboðsmansstarvið.   § 3. Barnaumboðsmaðurin skal virka fyri, at landsstýrið, kommunur og stovnar skipaðir undir hesum, einstaklingar, feløg og einstaklingasamtøk virða rættindi, tørv og lógarrætt barna. Umboðsmaðurin skal haraftrat seta fram uppskot og koma við ábendingum um, hvussu børn kunnu fáa betri samfelagsligar sømdir. Stk. 2. Barnaumboðsmaðurin skal serliga leggja dent á: a)      at elva til samfelagskjak um barnaumstøður og barnakor, b)      at koma fram við og vísa á uppskot, ið gera børn løgfrøðiliga og stýrisskipanarliga betur fyri, c)      at arbeiða fyri, at altjóðareglugerðir um barnarættindi og barnavælferð, sum samtyktar eru at seta í verk í landinum, verða virdar, og minna á, at hesar reglugerðir eru galdandi, d)      at taka stig til hóskandi tiltøk, um mett verður, at tey, sum nevnd verða í fyrsta broti, hava gjørt seg inn á børn viðvíkjandi rættindum teirra, tørvi og samfelagskorum, annaðhvørt við sínum dagliga atburði ella við líkasælu og misrøkt, e)      at kunna fólk um lógir og rættarreglur, ið eru galdandi í sambandi við børn og ung, og birta upp undir gransking á hesum øki. Stk. 3. Um barnaumboðsmaðurin heldur, at seinni liður í stk. 2 d), hevur verið brotin, skal hann koma við hóskandi, próvgrundaðari frágreiðing til tey, sum varða av, og koma við uppskotum, ið kunnu bøta um hesi viðurskifti. Stk. 4.Í sambandi við byggimál, sum beinleiðis ella óbeinleiðis hýsa børnum og barnavirksemi, skal barnaumboðsmaðurin kunnast um byggingina, áðrenn bygt verður.   § 4. Barnaumboðsmaðurin er ráðgevi hjá barnaverndartænastunumsbr. reglunum íbarnaforsorgarlógini.   § 5. Øll kunnu koma við eini áheitan til barnaumboðsmannin. Stk. 2. Barnaumboðsmaðurin kann sjálvur taka mál upp til viðgerðar, og hann kann viðgera mál,  tá ið hann fær próvgrundaðar ábendingar av onkrum slagi. Hann ger sjálvur av, um ein ábending er verd at verða viðgjørd. Stk. 3. Barnaumboðsmaðurin viðger ikki ósemjur millum einstakar persónar, men tey, sum koma til hansara vegna ósemjur, fáa kunning um fyrisitingarlig og  løgfrøðilig rættindi og loysnir.   § 6. Tagnarskylda er galdandi, men kortini skal fyrisitingin veita barnaumboðsmanninum allar upplýsingar, ið hann heldur vera neyðugar. Á sama hátt skulu einstaklingar, feløg og einstaklingasamtøk geva barnaumboðsmanninum allar upplýsingar, ið hann metir at vera neyðugar, arbeiði hansara til frama, sbr. § 3 d) . Stk. 2. Barnaumboðsmaðurin skal haraftrat hava óskerda atgongd til allar stovnar, har børn búgva ella á ein...

Les meira

Uppskot til samtyktar um miðvísa gransking av javnstøðu

, 18/09/2007

  24 Uppskot til  samtyktar um miðvísa gransking av javnstøðu   Ár 2007, 18. september, løgdu tingmenninir Heidi Petersen, Annita á Fríðriksmørk, Finnur Helmsdal, Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen, Hergeir Nielsen og Páll á Reynatúgvu, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi Uppskot til samtyktar Løgtingið staðfestir: at neyðugt er við miðvísari gransking av javnstøðu millum kynini á øllum økjum í samfelagnum og at gransking skal fáa til vega hagtøl um støðuna og samanberingina hjá kvinnum og monnum innan økir sum eitt nú: ·        størv og lønarlag ·        útbúgvingarstøðu og útbúgvingarmøguleikar ·        eftirútbúgvingarmøguleikar ·        leiðslustørv ·        sosiala støðu ·        uppihalds- og forsyrgjaraskyldur ·        til- og fráflyting ·        politiska luttøku og ávirkan ·        luttøku í almennum orðaskifti ·        kynsbýtið í fjølmiðlaviðgerð og tíðindaflutningi ·        luttøku í sjálvbodnum arbeiði ·        uppgávu- og ábyrgdarbýti í gerandisdegnum ·        javnstøðu innan ymsu sektorarnar í samfelagnum   og somuleikiðs staðfestir Løgtingið, at hagtøl og onnur kunning um javnstøðuna skulu miðlast á einum almennum javnstøðuportali   Løgtingið heitir tí á landsstýrið um beinanvegin at leggja fram ætlan um slíka samskipaða gransking og at seta pening av til hetta endamál og til ein almennan javnstøðuportal.   Viðmerkingar: Gransking vísir, at manglandi javnstøða millum kynini er við til at halda vinnuligum vøkstri og búskaparvøkstri niðri. Hóast hetta, tykist tað sum, at vit framhaldandi eru eftirbátar á hesum øki, og er hetta m.a. eitt av okkara neiligu vørumerkjum uttanlands.   Flest øll framkomin lond hava sæð vakstrarpotentiali í javnstøðugongdini. Hetta verður ikki sæð sum ein háttur at taka vald ella sessir frá monnum og geva til kvinnur, men heldur ein háttur at gera køkuna størri, so pláss verður fyri fleiri og harvið fleiri møguleikar at økja um vøksturin av einum hvørjum slagi.   Tað, sum serliga hevur verið bitið merki í í kjakinum um støðuna hjá kvinnuna í landinum í seinastuni, er fólkasamansetingin – serliga í aldrinum 20 til 39 ár. Her búgva uml. 2000 færri kvinnur í Føroyum enn menn.  Onnur tøl er talið av kvinnum í landsstýrinum og í Løgtinginum. Talið av kvinnuligum stjórum, leiðarum og forkvinnum í tí privata og tí almenna.  Og inntøku­munurin millum kvinnur og menn o.s.fr.     Tað almenna eigur at virka fyri at fáa bøtt um hesi viðurskifti. Hetta kann m.a gerast við at landsstýrismaðurin í granskingarmálum fær orðað ein arbeiðssetning, sum hevur til endamáls at vísa á gongdar leiðir, sum vilja virka fyri at beina burtur manglandi javnstøðuna millum kynini. Og arbeiðssetningurin eigur tá at taka støði í tí, sum Løgtingið við hesum uppskoti staðfestir. Hetta fer, tá til stykkis kemur, at virka fyri at økja um vitanina innan økið, so manglandi vitan ikki framhald­andi verður høvuðsorsøk til hesa óhepnu støðu.   Tá manglandi javnstøða og manglandi vitan um evnið er størsta hóttanin móti búskaparvøkstri og vinnuligum framburði, umframt tað at tað kann hótta familju trivnað, eigur økt vitan um økið vera alra áhugi.   Í einum orðaskifti verður støðið nógv hægri um grundgevingar eru skjalprógvaðar og granskaðar. Fortreytin fyri at betra um umstøðurnar hjá eitt nú javnstøðuni gerast tí nógv betri, um vit hava nøkur granskingarúrslit at vísa á.   Almenn kvinnugransking er tí eitt øki, sum vit frá almennari síðu eiga at leggja okkum eftir at fáa framt og raðfest. Tí soljóðandi uppskot til samtyktar.   1. viðgerð 27. september 2007. Málið beint í...

Les meira

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar)

, 12/09/2007

   20 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar) Ár 2007, 12. september, løgdu tingmenninir Heidi Petersen, Annita á Fríðriksmørk, Finnur Helmsdal, Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen, Hergeir Nielsen og Páll á Reynatúgvu, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi Uppskot   til   løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar)   Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 4. apríl 2002, verður gjørd henda broyting:   § 1.   1) Í § 3 verður “Upphæddir fyri ár 2002” broytt til: “Burtursæð frá barnaískoytinum, eru upphæddirnar fyri ár 2002”.    2) Sum síðsta pkt. verður sett:   Barnaískoyti sbrt. § 19a 5.500 (2008)   § 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2008.   Kap. 1. Almennar viðmerkingar: Endamálið við lógaruppskotinum er at veita einsamøllum uppihaldarum eitt árligt barnaískoyti fyri hvørt barnið, sum er undir 18 ár.   Sambært løgtingsmáli 19/2007 verður skotið upp at rinda gjaldið hvønn ársfjórðing, soleiðis at gjaldið í 2008 er kr. 1.375 hvønn ársfjórðing.   Víst verður annars til viðmerkingarnar í løgtingsmáli 19/2007.   Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum   Fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan Eingi hagtøl eru um, hvussu nógvir einsamallir uppihaldarar eru, og hvussu nógv børn teir eiga. Tí ber ikki til neyvt at siga, hvør samlaði kostnaðurin er av uppskotinum. Fyri at fáa eina ábending kann hyggjast eftir, hvussu nógvir persónar fáa útgoldið barnapening í forskoti frá Almannastovuni. Barnapeningur í forskoti verður, sambært avgerð hjá Ríkisumboðnum, rindaður teimum, sum ikki búgva saman við pápanum/mammuni at barninum. Sambært fíggjarlógini fyri 2007 rindar Almannastovan 822 persónum barnapening í forskoti. Tað ber tó ikki til at gera ta niðurstøðu, at tað eru uml. 822 einsamallir uppihaldarar, tí barnapeningur í forskoti er ikki at treytaður av, at móttakarin er einsamallur uppihaldari.   Kap. 3. Serligar viðmerkingar til einstøku ásetingarnar:   Til § 1 Barnaískoyti í 2008 er íalt kr. 5.500, sum sambært lógini um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. verður útgoldið við kr. 1.375 hvønn ársfjórðing.   Til § 2 Gildiskomuáseting 1. viðgerð 18. september 2007. Tingmálini nr. 19 og 20 vórðu viðgjørd undir einum og beind í...

Les meira

Uppskot til samtyktar um at skipa Tjóðarlundir í Føroyum

, 07/09/2007

Uppskot til samtyktar um at skipa Tjóðarlundir í Føroyum. Heitt verður á 1andsstýrismannin í náttúru- og umhvørvismálum um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um at skipa Tjóðarlundir í Føroyum, sum hevur til endamáls at menna, tryggja og varðveita føroysku náttúruna Uppskot til samtyktar um at skipa Tjóðarlundir í Føroyum. Heitt verður á 1andsstýrismannin í náttúru- og umhvørvismálum um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um at skipa Tjóðarlundir í Føroyum, sum hevur til endamáls at menna, tryggja og varðveita føroysku náttúruna   Viðmerkingar: Í øllum framkomnum londum í heiminum verða stig tikin til tess at verja náttúru og umhvørvi í landinum, og verður hetta millum annað framt við at skipa serligar tjóðarlundir, har øll náttúran og tað ríkidømi hon rúmar, verður friða. Í Føroyum kenna vit væl til at friða økir á sjónum fyri allari fiskivinnu í ávísum tíðarskeiðum, fyri at verja fiskastovnarnar, og geva teimum frið at endurnýggja seg. Øll munna vera samd um at hetta hevur verði eitt neyðugt og skilagott átak fyri føroysku fiskastovnarnar, og fyri framhaldandi at kunna reka burðardygga fiskivinnu. Haldi at tíðin nú eisini er komin til at vit á sama hátt friða økir í landinum. Økir við serligum fugla- og djóralívi, eiga at verða skipa í Tjóðarlundir, somuleiðis øki við serlig náttúrueyðkennum so sum sjáldsamir fossar, eyðkendar syllar og grótsløg landslagnum. Upplagt er eisini at skipa friða øki har vatn, gjáir, fjøll við sjáldsomum og fjølbroyttum plantulívið er at finna. Hesar Tjóðarlundir eiga at vera vardar fyri øllum menniskjaskaptum ágangi sum ferðslu, óljóði, dálking og tí sum hugsast kann at órógva tað náttúrliga djóra- og plantulívið í økinum, t.v.s. at alt húsdjórahald skal bannast í økinum, sum merkir at hvørki seyður, neyt, ross ella gæs hjá fólki hava atgongd til øki. Einastu atgongd til tílík øki eiga fólk sum eru til gongu at hava, við tí treyt at tey fara væl um, ikki dálka og ikki gera óneyðugan gang í økinum. Helst skulu ikki av nógv fólk vitja slíka Tjóðarlund í senn, hetta fyri at órógva náttúruna, djór og fuglar sum minst, og altíð undir skipaðum viðurskiftum. Haldi tað er í tøkum tíma, meðan vit enn hava øki í Føroyum, sum eru rímiliga ómerkt av mannahondum, at vit fáa skipa slíkar lundir har alt fær frið at liva og mennast uttan uppíblanding av mannahond. Slíkar vælskipaðar Tjóðarlundir, kunnu í framtíðini gerast ein dýrgripur fyri Føroyar, bæði fyri okkara egnu eftirkomarar, men eisini fyri tey ferðafólk sum í framtíðini fara at vitja oyggjarnar. Uppruna, óspilt, rein, friðarlig náttúra verður helst sjáldsom í framtíðini, har heimurin á allan hátt troytir náttúruna í botn. At skipa slíkar Tjóðarlundir skuldi verið ein sjálvsøgd uppgáva eins og tað er skylda okkara sum sita við ábyrgd í Føroyum at hava ein virknan leiklut í arbeiðinum at verja og varðveita føroysku náttúruna, umhvørvi, fugla og djóralív, men harumframt er tað eisini ein altjóða skylda vit hava bundi okkum til við altjóða sáttmálanum frá 1993 um lívfrøðiligt margfeldi. Í øðrum londum er arbeiðið við at skipa Tjóðarlundir lagt til rættis í tøttum samstarvi ímillum land, kommunur, náttúru- og umhvørvisfelagsskapir, íbúgvar í økjunum og fakfólki av ymsum slag við útbúgving innan eitt nú, fuglafrøði, jarðfrøði, plantufrøði. Haldi eisini at man í Føroyum eigur at skipa hetta arbeiðið í einum breiðum høpi til tess at tryggja so gott og væl undirbygt tilfar sum...

Les meira

Uppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya

, 04/09/2007

  13 Uppskot til  løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya   Ár 2007, 4. september, løgdu tingmenninir Hergeir Nielsen, Heidi Petersen, Páll á Reynatúgvu, Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen, Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi Uppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya   Endamál § 1. Hendan lóg skipar Búskapargrunn Føroya, ið skal tryggja búskaparligu áhugamál Føroya fólks, tá ræður um at nýta serinntøkur landsins, og skal nýtast sum amboð at røkka einum sjálvberandi búskapi, við:   a)      at tálma sveiggjum í føroyska búskapinum, ið kunnu standast av ikki-varandi serinntøkum, b)      stigvíst at gera løgtingsfíggjarlógina óhefta av donsku ríkisveitingini, c)      at rinda uttanlandsskuld landskassans til danska statin, d)      at menna útbúgving og gransking í Føroyum.   Inntøkur grunsins § 2. Serinntøkur landsins verða settar til síðis á fíggjarlóg og roknskapi landsins, á serstaka konto nevnd Búskapargrunnur Føroya. Stk. 2. Serinntøkur, ið eru peningainntøkur frá ikki-varandi tilfeingi landins, eru:   a)      skattur sambært kolvetnisskattalógini, b)      avgjøld og ágávur sambært løgtingslóg um kolvetnisvirksemi, c)      heildarveitingin úr ríkiskassa Danmarkar frá og við ár 2008, d)      gjaldførisinntøkur til landskassan í sambandi við sølu og umskipan av fyritøkum og stovnum landsins. e)      rentur og avkast av grunsfænum.   Stk. 3. Gjaldføri landskassans, sum í ár 2008 og fylgjandi ár er oman fyri minstainnlán landskassans, sambært løgtingslóg hesum viðvíkjandi, kann við fíggjarlógini flytast Búskapargrunni Føroya.   Útgjaldskipan § 3. Úr Búskapargrunni Føroya verða skiftisgjøld flutt til løgtingsfíggjarlógina undir inntøkur. Skiftisgjaldið er ásett til 600 mió.  kr. í 2008 og verður síðani lækkað við 75 mió.  kr. árliga, til tað fellur burtur í ár 2016. Stk. 2. Allar gjaldførisinntøkur, ið Búskapargrunnur Føroya fær sambært § 2, stk. 2, pkt. d, skulu fylgjandi fíggjarár nýtast til at rinda uttanlandsskuld landskassans til danska statin. Stk. 3. Av skiftisgjaldinum, ið verður flutt til løgtingsfíggjarlógina sambært § 3, stk. 1, skal minst 1/4 verða nýttur til menning av útbúgving og gransking í Føroyum. Stk. 4. Tá ið samantaldu inntøkur grunsins sambært § 2, stk. 2, pkt. a-c og e og § 2, stk. 3 eru kr. 3,5 mia., leggur Føroya Landsstýri fram uppskot til løgtingslóg um nýtslu av realavkasti av íløgum grunsins, jbr. § 1. Stk. 5. Inntøkur grunsins sambært § 2, stk. 2, pkt. d gerast partur av samantaldu inntøkum grunsins í § 3, stk. 4, tá uttanlandsskuld landskassans til danska statin er rindað sambært § 3, stk. 2.   Umsitingarlig viðurskifti § 4. Grunsfæ verður sett í virðisbrøv á fíggjarmarknaðinum eftir almennum leiðreglum um størst møguligan vinning við atliti til spjaðing av váða. Stk. 2. Grunnurin kann hava arbeiðsgjaldføri á innlánskonti í sentralbankum, peningastovnum og øðrum fíggjarstovnum. Stk. 3. Altjóða keypiorka av peningi grunsins skal tryggjast á bestan hátt.   § 5. Landsstýrismaðurin í búskaparmálum stendur fyri og rindar umsiting av Búskapargrunni Føroya. Stk. 2. Landsstýrismaðurin í búskaparmálum tryggjar gjøgnumskygni í umsitingini av Búskapargrunni Føroya. Stk. 3. Greið frámerking av serinntøkum mótvegis øðrum inntøkum skal gerast í høvuðsyvirlitum til løgtingsfíggjarlóg og roknskap landskassans. Somuleiðis skulu greitt vísast úrslit áðrenn og eftir útgjald úr Búskapargrunni Føroya sambært § 3. Stk. 4. Landsstýrismaðurin í búskaparmálum fyriskipar neyðugar reglur, ið skulu lýsa, hvussu flytingar millum Búskapargrunn Føroya og løgtingsfíggjarlógina fara fram á løgtingsfíggjarlógini.   Gildiskoma § 6. Hendan lóg kemur í gildi dagin eftir,  hon er kunngjørd.   Lógarviðmerkingar    Kapittul 1. Almennar viðmerkingar   1.1              Grundarlagið fyri uppskotinum um Búskapargrunn...

Les meira

Uppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya

,

  13 Uppskot til  løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya   Ár 2007, 4. september, løgdu tingmenninir Hergeir Nielsen, Heidi Petersen, Páll á Reynatúgvu, Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen, Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi Uppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya   Endamál § 1. Hendan lóg skipar Búskapargrunn Føroya, ið skal tryggja búskaparligu áhugamál Føroya fólks, tá ræður um at nýta serinntøkur landsins, og skal nýtast sum amboð at røkka einum sjálvberandi búskapi, við:   a)      at tálma sveiggjum í føroyska búskapinum, ið kunnu standast av ikki-varandi serinntøkum, b)      stigvíst at gera løgtingsfíggjarlógina óhefta av donsku ríkisveitingini, c)      at rinda uttanlandsskuld landskassans til danska statin, d)      at menna útbúgving og gransking í Føroyum.   Inntøkur grunsins § 2. Serinntøkur landsins verða settar til síðis á fíggjarlóg og roknskapi landsins, á serstaka konto nevnd Búskapargrunnur Føroya. Stk. 2. Serinntøkur, ið eru peningainntøkur frá ikki-varandi tilfeingi landins, eru:   a)      skattur sambært kolvetnisskattalógini, b)      avgjøld og ágávur sambært løgtingslóg um kolvetnisvirksemi, c)      heildarveitingin úr ríkiskassa Danmarkar frá og við ár 2008, d)      gjaldførisinntøkur til landskassan í sambandi við sølu og umskipan av fyritøkum og stovnum landsins. e)      rentur og avkast av grunsfænum.   Stk. 3. Gjaldføri landskassans, sum í ár 2008 og fylgjandi ár er oman fyri minstainnlán landskassans, sambært løgtingslóg hesum viðvíkjandi, kann við fíggjarlógini flytast Búskapargrunni Føroya.   Útgjaldskipan § 3. Úr Búskapargrunni Føroya verða skiftisgjøld flutt til løgtingsfíggjarlógina undir inntøkur. Skiftisgjaldið er ásett til 600 mió.  kr. í 2008 og verður síðani lækkað við 75 mió.  kr. árliga, til tað fellur burtur í ár 2016. Stk. 2. Allar gjaldførisinntøkur, ið Búskapargrunnur Føroya fær sambært § 2, stk. 2, pkt. d, skulu fylgjandi fíggjarár nýtast til at rinda uttanlandsskuld landskassans til danska statin. Stk. 3. Av skiftisgjaldinum, ið verður flutt til løgtingsfíggjarlógina sambært § 3, stk. 1, skal minst 1/4 verða nýttur til menning av útbúgving og gransking í Føroyum. Stk. 4. Tá ið samantaldu inntøkur grunsins sambært § 2, stk. 2, pkt. a-c og e og § 2, stk. 3 eru kr. 3,5 mia., leggur Føroya Landsstýri fram uppskot til løgtingslóg um nýtslu av realavkasti av íløgum grunsins, jbr. § 1. Stk. 5. Inntøkur grunsins sambært § 2, stk. 2, pkt. d gerast partur av samantaldu inntøkum grunsins í § 3, stk. 4, tá uttanlandsskuld landskassans til danska statin er rindað sambært § 3, stk. 2.   Umsitingarlig viðurskifti § 4. Grunsfæ verður sett í virðisbrøv á fíggjarmarknaðinum eftir almennum leiðreglum um størst møguligan vinning við atliti til spjaðing av váða. Stk. 2. Grunnurin kann hava arbeiðsgjaldføri á innlánskonti í sentralbankum, peningastovnum og øðrum fíggjarstovnum. Stk. 3. Altjóða keypiorka av peningi grunsins skal tryggjast á bestan hátt.   § 5. Landsstýrismaðurin í búskaparmálum stendur fyri og rindar umsiting av Búskapargrunni Føroya. Stk. 2. Landsstýrismaðurin í búskaparmálum tryggjar gjøgnumskygni í umsitingini av Búskapargrunni Føroya. Stk. 3. Greið frámerking av serinntøkum mótvegis øðrum inntøkum skal gerast í høvuðsyvirlitum til løgtingsfíggjarlóg og roknskap landskassans. Somuleiðis skulu greitt vísast úrslit áðrenn og eftir útgjald úr Búskapargrunni Føroya sambært § 3. Stk. 4. Landsstýrismaðurin í búskaparmálum fyriskipar neyðugar reglur, ið skulu lýsa, hvussu flytingar millum Búskapargrunn Føroya og løgtingsfíggjarlógina fara fram á løgtingsfíggjarlógini.   Gildiskoma § 6. Hendan lóg kemur í gildi dagin eftir,  hon er kunngjørd.   Lógarviðmerkingar    Kapittul 1. Almennar viðmerkingar   1.1              Grundarlagið fyri uppskotinum um Búskapargrunn...

Les meira