Tingmál
Uppskot til samtyktar um EFTA og ræði á málum og málsøkjum
14 Uppskot til samtyktar um EFTA og ræði á málum og málsøkjum Ár 2007, 4. september, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi Uppskot til samtyktar Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið tekur upp samráðingar við EFTA um limaskap og fyrireikar lógaruppskot um at taka ræði á hesum 12 málsøkjum: 1. Flogferðsla 2. Fíggjarøkið, herundir fíggjareftirlit – tó ikki realkreditt- og tryggingarvirksemi og eftirlit við hesum 3. Ídnaðarhugverksrættur 4. Upphavsrættur 5. Útlendingaøkið og marknaeftirlit 6. Ársroknskaparøkið 7. Elektronisk undirritan 8. Felagsskapsrættur og grunsrættur 9. Fíggjarrættur 10. Mát og vekt 11. Sakførarastarvssemi 12. Sjórættur Viðmerkingar: Upplýst er av løgmanni í fyrispurningi 100-19/2005, at treytin fyri limaskapi í EFTA er, at vit hava málsræði á tólv ávísum málsøkjum: 1. Flogferðsla (frælsi fyri tænastur og løgfrøðiligar persónar) 2. Fíggjarøkið, herundir fíggjareftirlit – tó ikki realkreditt- og tryggingarvirksemi og eftirlit við hesum (frælsi fyri tænastur, kapital og løgfrøðiligar persónar) 3. Ídnaðarhugverksrættur (frælsi fyri vørur) 4. Upphavsrættur (frælsi fyri vørur) 5. Útlendingaøkið og marknaeftirlit (frælsi fyri likamligar persónar) 6. Ársroknskaparøkið (frælsi fyri tænastur og kapital) 7. Elektronisk undirritan (frælsi fyri vørur, tænastur, kapital, likamligar persónar og løgfrøðiligar persónar) 8. Felagsskapsrættur og grunsrættur (frælsi fyri tænastur, kapital og løgfrøðiligar persónar) 9. Fíggjarrættur (frælsi fyri tænastur, kapital og løgfrøðiligar persónar) 10. Mát og vekt (frælsi fyri vørur og tænastur) 11. Sakførarastarvssemi (frælsi fyri tænastur) 12. Sjórættur (frælsi fyri tænastur, kapital og løgfrøðiligar persónar) Málsræði á hesum økjum kostar okkum minni enn 20 mió. kr. sambært viðløgdu meting, ið er gjørd á Løgmansskrivstovuni. Uppskotið er, at Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið beinanvegin tekur upp samráðingar um limaskapi í EFTA, soleiðis at føroyska samfelagið fær ein munandi størri marknað, sum er ein av høvuðslyklunum til øktan búskaparvøkstur og størri vælferð. Málið er átókt tingmáli nr. 70/2005, sum fekk 1. viðgerð 20. mars 2006. Málið varð beint í uttanlandsnevndina, har samgongumeirilutin tann 4. mai 2006 noktaði at skriva álit í málinum og leggja tað aftur fyri tingið. Dagin eftir noktaði Løgtingið víðari viðgerð av løgtingsmálið nr. 70/2005 um at taka ræði á teimum 12 málsøkjunum sum treyt fyri EFTA-limaskapi. Sama dag, sum uttanlandsnevndin noktaði at leggja málið aftur til tingsins viðgerð, mælti ein samd uttanlandsnevnd løgmanni til at fara undir samráðingar við EFTA um limaskap. Nú 1½ ár seinni veit Løgtingið lítið og einki um samráðingarroyndir løgmans, eins og staðfest verður, at einki uttanríkispolitiskt orðaskifti hevur verið alt hetta samgonguskeiðið. Fylgiskjal: Meting frá Løgmansskrivstovuni 1. viðgerð 13. september 2007. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 28. september 2007 legði fram soljóðandi Álit Tjóðveldi hevur lagt málið fram tann 4. september 2007, og eftir 1. viðgerð tann 13. september 2007 er tað beint uttanlandsnevndini. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 18., 24., 25. og 26. september 2007. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Vinnuhúsið og løgmann. Ein meiriluti í nevndini (Johan Dahl, Poul Michelsen, Anfinn Kallsberg, John Johannessen og Kristian Magnussen) vísir á, at løgmaður á fundi við nevndina og eisini í løgmansrøðuni hevur upplýst, at: “Landsstýrið hevur sett sær fyri, at Føroyar skulu gerast samrunnin partur av evropeiska innmarknaðinum og skulu styrkja handilspolitisku sambondini víðari út í heim. Til tess at fremja málið er landsstýrið farið undir at kanna møguleikarnar hjá Føroyum...
Les meiraUppskot til samtyktar um vakstraravtalu fyri Suðuroynna
15 Uppskot til samtyktar um vakstraravtalu fyri Suðuroynna Ár 2007, 4. september, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi Uppskot til samtyktar Løgtingið tekur undir við, at vakstraravtalan fyri Suðuroynna verður sett í verk beinanvegin og fíggjað yvir fíggjarlógirnar 2008-2012. Viðmerkingar Undir fíggjarlógarviðgerðini 2006 setti Tjóðveldisflokkurin fram uppskot um játtan til eina vakstraravtalu fyri Suðuroynna, men varð uppskotið tíverri ikki gingið á møti tá. Í uppskoti til eykajáttanarlóg 1-11/2006 frá 2. mars 2006 skeyt Tjóðveldisflokkurin aftur upp at játta 250.000 kr. til at fara undir vakstraravtaluna. Tá tók landsstýrið av og setti fram sama uppskot ein mánað seinni í eykajáttanarlóg 1-13/2006 tann 4. apríl 2006, og samtykti Løgtingið tá at játta 250.000 kr. til at fara undir hesa ætlan. Hóast eitt greitt tekin um Løgtingsins vilja í hesum máli, hendi kortini einki víðari við málinum. Skrivligur fyrispurningur 100-31/2006 varð tí settur landsstýrismanninum í innlendismálum tann 9. mars 2007, har hann varð spurdur um gongdina í málinum. Landsstýrismaðurin kunnaði Løgtingið um, at ein fundur hevði verið við kommunurnar í Suðuroynni tann 16. oktober 2006, har allir borgarstjórarnir í oynni undirskrivaðu eitt viljunarskriv, har teir váttaðu kommununnar vilja til at fíggja 10 mió.kr. í grunn til Suðuroyaravtaluna, treytað av at landið var sinnað at rinda aðrar 40 mió.kr. Hóast allar kommunurnar góvu eina skrivliga váttan, og hóast allar kommunurnar framvegis stóðu við orð síni, helt landsstýrismaðurin í svari sínum til Løgtingið tann 10. apríl 2007 ikki málið vera búgvið til støðutakan. Henda ætlan um at menna Suðuroynna við støði í oynni sjálvari hevur síðan á vári 2005 ligið til viðgerðar úti í kommununum og í landsstýrinum, men tá landsstýrið ikki sæst sinnað at taka eina støðu í málinum, eigur Løgtingið at gera tað. Hóast ferðin á búskapinum eisini merkist í Suðuroynni, so bøtir hetta tó ikki um tann veruleikan, at oyggin hevur álvarsligar vinnuligar og demografiskar trupulleikar at dragast við. Gongdin í fólkatalinum og samansetingin í mun til aldur og kyn hevur gingið skeiva vegin í langa tíð, og tað er í tøkum tíma, at ítøkilig stig verða tikin til at bøta um henda trupulleika, skal ikki hendan meginoyggin við 10% av íbúgvunum gerast ein skuggi av sær sjálvari. Seinastu áttati árini hevur Suðuroyggin havt ein lægri vøkstur í fólkatalinum enn landið sum heild. Talan er um eina minking sæð í lutfalli til samlaða fólkatalið í landinum, og seinastu fimti árini hevur fólkatalið í Suðuroynni harafturat verið fyri eini árligari minking. Seinastu tjúgu árini eru 1.020 fólk flutt av oynni. Talan er um eitt meðaltal upp á fýra fólk, ella eina heila familju, sum er farin av oynni hvønn mánað í fleiri enn tjúgu ár. Seinastu tjúgu árini er fólkatalið í Suðuroynni minkað við 16% við lutfalsligari størri minking í yngru aldursbólkunum, meðan eldru aldursbólkarnir eru blivnir lutfalsliga størri. Aldursbólkurin av teimum, sum eru yngri enn 20 ár, er minkaður við 31,5%, og aldursbólkurin frá 20-39 ár er minkaður við 25%. Ein týðilig yvirvág er av kvinnum í burðarførum aldri í teimum yngru aldursbólkunum, sum fara av oynni, og verða tí lutfalsliga fá børn fødd. Um fimm til tíggju ár verður tí roknað við einum negativum burðaravlopi. Grundarlagið fyri at stovna nýggjar fyritøkur í Suðuroynni er veikt við avmarkaðari atgongd til váðafúsan...
Les meiraUppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar
11 Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar A. Upprunauppskot B. 1. viðgerð (Orðaskifti) Ár 2007, 4. september, løgdu tingmenninir Hergeir Nielsen, Heidi Petersen, Páll á Reynatúgvu, Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen, Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi Uppskot til samtyktar Løgtingið staðfestir: – at livilíkindini í Føroyum meiri enn í flestu øðrum londum eru treytað av eini reinari og óspiltari náttúru – at Føroyar eiga at taka egna ábyrgd í altjóða tiltøkum og sáttmálum, ið kunnu byrgja upp fyri dálking og ovurnýtslu av heimsins tilfeingi, – at Føroyar eru eftirbátur við egnum tiltøkum og altjóða bindingum, ið kunnu tálma útláti av evnum, sum eru vísindaliga staðfest at elva til veðurlagsbroytingar o.a. Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið beinanvegin tekur øll neyðug stig til at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar, herundir: – at samráða seg til eina eginkvotu, ið ásetir, hvussu nógv Føroyar skulu minka um sítt CO2 útlát – at leggja samráðingarúrslitið fyri Løgtingið til støðutakan í seinasta lagi um ársskiftið 2007/2008 – beinanvegin at seta ta neyðugu orkuna av til at kanna, hvørji tiltøk eru neyðug fyri, at Føroyar kunnu minka sítt CO2 útlát nóg mikið til at samsvara við Kyoto-frumskjalið Viðmerkingar Kyoto-sáttmálin – ella Kyoto-frumskjalið, ið er beinara navnið – hevur higartil fingið størri umrøðu í føroyskum fjølmiðlum umvegis fakfólk og onnur áhugað, enn hann hevur fingið í Løgtinginum. Tó hevur ávíst orðaskifti verið í sambandi við fyrispurningar á tingi, men enn eru ongi ítøkilig politisk stig tikin til, at Føroyar binda seg til Kyoto-frumskjalið. Nýliga hevur nógv umrøða verið í fjølmiðlum um tað, at Føroyar hava ikki tikið ábyrgd ella ítøkilig stig, tá ræður um altjóða átøk til tess at tálma útláti av evnum, sum eru vísindaliga staðfest at elva til veðurlagsbroytingar o.a. Og seinast hevur Sambandsflokkurin gjørt greitt, at hann ynskir Kyoto-frumskjalið sett í gildi í Føroyum. Tað er at fegnast um. Ongin flokkur ella politikari kann renna undan, at Føroyar eru eftirbátur á hesum øki, og at vit alt ov leingi hava skúgvað ábyrgdina frá okkum. Tí verður hetta uppskot lagt fram við vón um, at tingið stendur samt um at aksla síni skinn av nýggjum. Um vísindaliga støðið undir metingum av veðurlagsbroytingum og møguligu árinini Okkara landafrøðiliga støða á jarðarknøttinum, har vit so at siga liggja mitt í veðurmeldrinum. Okkara tilknýti og heftni at broyttum náttúruviðurskiftum sum fólk og samfelag. Og tann sannroynd, at vit hava granskarar á altjóða støði innan havgransking og veðurlagsbroytingar. – Alt tað átti at elvt til, at vit í Føroyum gingu undan í politiskari viðgerð og tiltøkum í sambandi við veðurlagsbroytingar. Seinastu mongu árini er í altjóða høpi bara lagst afturat tí vísindaliga støðinum og metingunum um veðurlagsbroytingar – og stjórnir og felagsskapir hava tikið málið í alt størri álvara. Nakrar høvuðsniðurstøður um veðurlagsbroytingar Veðurlagsbroytingar og árin teirra á náttúru og menniskju fevna um eitt ógvuliga breitt øki, og vísindafólk innan nógv ymisk fakøki mugu til fyri at lýsa spurningin í síni heild. Vísindalig úrslit um hesi viðurskifti verða tí kunngjørd í nógvum ymiskum vísindaligum tíðarritum, og nógvar vísindaligar greinir um evnið koma hvørt ár. Ymsar stjórnir og felagsskapir hava tí sett bólkar av serfrøðingum innan ymisk øki til saman at gera niðurstøður um verandi veðurlag, komandi broytingar...
Les meiraUppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)
12 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) A. Upprunauppskot B. 1. viðgerð (Orðaskiftið) Ár 2007, 4. september, løgdu tingmenninir Hergeir Nielsen, Heidi Petersen, Páll á Reynatúgvu, Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen, Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) § 1 Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti (ásetingarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 28. desember 2006 verður gjørd henda broyting: 1) Í § 1, stk. 1, nr. 1 verður orðingin “til 31. desember 2007” strikað. 2) Í § 1, stk. 1 verður nr. 2 strikað. § 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon verður kunngjørd. Almennar viðmerkingar Samgonguflokkarnir hava á Løgtingi samtykt skattalætta eisini fyri árið 2008, tá hetta Løgtingið leggur frá sær. Hetta er nú sjeynda royndin hjá Tjóðveldisflokkinum í hesum valskeiði at beina skattapolitikkin annan veg, og triðja royndin at strika skattalættan fyri 2008. Ávaringarnar um sosialu, fíggjarligu og búskaparligu avleiðingarnar av skattalættunum hjá landsstýrinum hava ikki trotið. Ikki bert andstøða og fakfeløg hava mótmælt, men bæði Búskaparráðið og aðrir búskaparfrøðingar hava víst á, at skattalættin hjá samgonguni hitar búskapin óneyðuga, og at sosiala byrðan í skatta- og avgjaldspolitikkinum verður løgd frá teimum sterkaru herðunum til tær veikaru – t.e. at progressiva skattaskipanin gerst meira proporsjonal. Og nýsetti landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur sjálvur gjørt greitt, at tiltøk mugu gerast beinanvegin til tess at tálma búskapinum og at rætta skeivleikarnar í skattapolitikkinum. Eisini løgmaður segði í løgmansrøðuni á ólavsøku í ár, at tað var neyvan rætt at samtykkja skattalættar í eitt longri tíðarskeið, tí búskapargongdin broytist so skjótt. Uttan mun til, at flokkarnir eru hugsjónarliga ósamdir um sosiala partin av skattalættunum, so hava allir flokkar eftirhondini viðurkent, at búskapurin er ovurhitaður, og at tiltøk mugu fremjast. Trot er á arbeiðsmegi. Prísvøkstur og hækkað kostnaðarstøði eru longu sjónsk og kunnu bert økjast. Stórt hall er á handilsjavnanum. Gjaldsjavnin vísir, sambært landsstýrisins egnu metingum, somuleiðis hall. Og javnvágin mótvegis útheiminum, har skuld hevur verið vend til stóra ogn seinnu árini, er nú vend, soleiðis at skuldin uttanlands økist. Skattalættin fyri 2008 fer tilsamans at senda minst 85 mió. kr. út í búskapin til eyka nýtslu í mun til 2007. Frá landskassanum verða 72 mió. kr. minni tiknar inn í skatti og fyri kommunurnar er talan um 13 mió. kr. – sambært landsstýrisins egnu útrokningum. Alt hetta gongur beint ímóti øllum politiskum tosi um at reka ein ábyrgdarfullan búskaparpolitikk, har endamálið er at tálma sveiggjum í búskapinum. Eingin haldgóð grundgeving finst fyri at halda fast um samtykta skattalættan, og tað er einfalt at gera broytingina. Tí verður skotið upp at strika tann skattalættan, ið er samtyktur at koma í gildi 1. januar 2008. Hetta kann bøta eitt sindur av skaðanum, ið longu er hendur – og hetta fer í minsta lagi: – at taka eitt sindur av ferðini av einum búskapi, ið er á veg móti heilt álvarsligum trupulleikum, – at spara landskassanum 72 mió. kr. og kommununum 13 mió. kr. árliga, – at minka eitt sindur um sosialu gjónna, – at bøta um grundarlagið fyri haldgóðum vælferðartænastum. ...
Les meiraUppskot til samtyktar um at taka fult ræði á umsiting av loftrúminum
Uppskot til samtyktar Løgtingið staðfestir: – at føroyska loftrúmið í dag er lagt til aðrar myndugleikar at umsita, – at føroyskir myndugleikar hava einki innlit í ella ávirkan á, hvat fyriferst í føroyskum loftrúmi – eitt nú við ólógligum flutningi – at stórar broytingar fara fram á loftferðslu- og loftrúmsøkinum í bæði Evropa og í Norðuratlantshavi, – at bæði arbeiðspláss, faklig og tøknilig menning, umframt møguligar inntøkur eru at vinna við at hava egið ræði á loftrúminum, og at gera avtalur við onnur lond og altjóða felagsskapir viðvíkjandi loftrúminum – at føroyskir myndugleikar eins væl sjálvir kunnu samráðast um samstarvsavtalur og byggja sær upp fakligan og tøkniligan førleika á økinum Løgtingið heitir á landsstýrið um beinanvegin at taka øll neyðug stig til at fáa umsitingina av føroyska loftrúminum á føroyskar hendur og sjálvt at samráðast við teir myndugleikar, sum í dag virka í føroyskum loftrúmi Almennar viðmerkingar Umsitingin av føroyska loftrúminum er í dag løgd til íslendskar myndugleikar at umsita. Eftir at radarin á Sornfelli er sløktur, hava samráðingar verið millum íslendskar og danskar myndugleikar um nýggja tøkni og aðrar spurningar viðvíkjandi umsitingini av loftrúminum. Samstundis eru stórar broytingar í ferð við at henda innan Evropasamveldið, har nýggjar navigerings- og samskiftisskipanir skulu setast í verk, og har ætlanir eru um, at samskipa umsitingina av loftrúmunum hjá einstøku londunum í Evropa. Lond sum Ísland og Noreg hava longu fyrireikað seg til nýggja veruleikan í Norðuratlantshavi og hava orðað ætlanir og strategiir fyri, hvussu tey kunnu fáa ein virknan leiklut í tí tómrúminum, sum hevur tikið seg upp, eftir at hernaðarligu samskiftis- og eftirlitsskipanirnar verða niðurlaðaðar. Sostatt verður nú beinagrindin sett saman, ið fer at binda saman alla umsiting, inntøkur og tøkniliga menning á loftferðsluøkinum og í loftrúminum í okkara parti av heiminum. Eingin orsøk er til, at Føroyar lata Danmark gera avtalur við onnur um okkara loftrúm. Danmark tykist als ikki at hugsa um føroysk áhugamál ella at hava nakra ætlan fyri leikluti Føroya í teimum samráðingum og broytingum, ið fara fram. Danski ráðharrin við ábyrgd fyri økinum hevur higartil enn ikki kunnað upplýst, hvussu nógv flogfør fara gjøgnum føroyskt loftrúm árliga, ella hvat gjald tey lata. Vit kunnu eins væl sjálvi taka ræði á økinum og síðani hava okkara egna leiklut við samráðingarborðið. Á henda hátt vinna vit okkum samtundis innlit og vitan um, hvussu loftrúmið kann gerast eitt fakligt, tøkniligt og møguliga fíggjarligt tilfeingi fyri Føroyar. Vit vinna okkum altjóða støðu og royndir sum áhugaverdur samráðingarpartur – og vit kunnu fara undir at velja okkara egnu strategiir og loysnir til frama fyri føroyska samfelagið. Metingar um gjøld o.a. Ógjørligt er í løtuni at fáa neyvar og haldgóðar upplýsingar um, hvat fyriferst í føroyskum loftrúmi – og trupult er at meta um, hvørji gjøld verða tikin og kunnu takast frá flogførum í føroyskum loftrúmi. Greitt er, at ICAO-sáttmálin ásetir, at gjøld skulu byggjast á rakstrar- og íløguútreiðslur fyri ta tøkni og tey starvsfólk, ið krevjast fyri at umsita lofrúmið og veita tænastur. Men greitt er ikki, hvat júst hetta fevnir um. Í hvussu er kann staðfestast, at ymiskt er, hvussu høg gjøld tey ymsu londini í Evropa taka fyri flúgving gjøgnum síni loftrúm. Eitt nú tekur Bretland eitt lutfalsliga høgt gjald, ið gevur rættiliga stórar inntøkur tilsamans. Inntøkur, ið tykjast vera væl størri enn kostnaðurin at hava eftirlit við...
Les meiraUppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógina) § 1 Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti (ásetingarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 28. desember 2006 verður gjørd henda broyting: 1) Í § 1, stk. 1, nr. 1 verður orðingin "til 31. desember 2007" strikað. 2) Í § 1, stk. 1, verður nr. 2 strikað. § 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon verður kunngjørd. Almennar viðmerkingar Ávaringarnar um sosialu, fíggjarligu og búskaparligu avleiðingarnar av skattalættanum hjá landsstýrinum hava ikki trotið. Ikki bert andstøða og fakfeløg hava mótmælt, men bæði Búskaparráðið og aðrir búskaparfrøðingar hava víst á, at skattalættin hjá samgonguni hitar búskapin óneyðuga, og at sosiala byrðan í skatta- og avgjaldspolitikkinum verður løgd frá teimum sterkaru herðunum til tær veikaru – t.e. at progressiva skattaskipanin gerst meira proporsjonal. Samgonguflokkarnir hava á Løgtingi samtykt skattalætta eisini fyri árið 2008, tá hetta Løgtingið leggur frá sær. Hesin skattalættin fer at geva hægri inntøkunum áleið 10.000 kr. árliga í lætta, meðan ein verkamannainntøka fer at fáa áleið ein túsundkrónuseðil í lætta um árið sambært tølunum frá landsstýrismanninum. Fyri 2008 verða inntøkurnar 72 mió. kr. minni og kommunurnar missa 13 mió. kr., sambært landsstýrisins útrokningum. Tjóðveldisflokkurin heldur, at skattapolitikkurin hjá landsstýrinum rætt og slætt er ábyrgdarleysur: – Hann er sosialt órættvísur og veksur um stættarmunin. – Hann útholar samhaldsføstu hugsjónina um, at tann, ið hevur ráð, letur lutfalsiga meira til felagsskapin. – Hann elvir til yvirhiting av búskapinum, hækkað kostnaðarstøði, inflasjón, versnandi handils- og gjaldsjavna og versnandi kappingarføri. – Hann undirgrevur eina trygga og samhaldsfasta fígging av vælferðartænastum hjá landi og kommunum, tí landskassin dúvar í størri mun upp á mvg- og avgjaldsinntøkur av privatum forbrúki – og tá forbrúkið stendur í stað ella minkar, er eingin fígging til vælferðartænastur. – Hann hevur elvt til, at vit ikki hava gjørt okkum leys av donsku heildarveitingini, ið nú hevði verið ein viðfáningur, um politikkur til frama fyri ein sjálvberandi búskap hevði verið førdur, heldur enn skattapolitisk eksperiment til frama fyri tey fáu. Tí verður skotið upp at strika tann skattalættan, ið er samtyktur at koma í gildi 1. januar 2008. Hetta kann bøta eitt sindur av skaðanum, ið longu er hendur – og hetta fer í minsta lagi: – at spara landskassanum 72 mió. kr. og kommununum 13 mió. kr. árliga, – at taka eitt sindur av ferðini av einum búskapi, ið er á veg móti heilt álvarsligum trupulleikum, – at minka eitt sindur um sosialu gjónna, – at bøta um grundarlagið fyri haldgóðum vælferðartænastum. Mettar avleiðingar: Fyri landið/lands- myndugleikar Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir Fyri vinnuna Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar Ja Ja Nei Ja Nei Fyrisitingarligar avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei Umhvørvisligar avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Nei Nei Nei Nei Nei Sosialar avleiðingar Ja Viðmerkingar til einstøku greinarnar Til § 1: Skattalættin, ið skuldi koma í gildi í 2008, verður strikaður Til § 2 Gildiskoman verður sett at verða beinanvegin. Á Løgtingi, tann 2. mars 2007 Høgni Hoydal Annita á Fríðriksmørk Hergeir Nielsen Páll á Reynatúgvu Heidi Petersen Finnur Helmsdal Tórbjørn Jacobsen...
Les meiraUppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
Ár 2007, 2. mars, løgdu tingmenninir Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Hergeir Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal og Tórbjørn Jacobsen, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógina) § 1 Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti (ásetingarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 28. desember 2006 verður gjørd henda broyting: 1) Í § 1, stk. 1, nr. 1 verður orðingin "til 31. desember 2007" strikað. 2) Í § 1, stk. 1, verður nr. 2 strikað. § 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon verður kunngjørd. Almennar viðmerkingar Ávaringarnar um sosialu, fíggjarligu og búskaparligu avleiðingarnar av skattalættanum hjá landsstýrinum hava ikki trotið. Ikki bert andstøða og fakfeløg hava mótmælt, men bæði Búskaparráðið og aðrir búskaparfrøðingar hava víst á, at skattalættin hjá samgonguni hitar búskapin óneyðuga, og at sosiala byrðan í skatta- og avgjaldspolitikkinum verður løgd frá teimum sterkaru herðunum til tær veikaru – t.e. at progressiva skattaskipanin gerst meira proporsjonal. Samgonguflokkarnir hava á Løgtingi samtykt skattalætta eisini fyri árið 2008, tá hetta Løgtingið leggur frá sær. Hesin skattalættin fer at geva hægri inntøkunum áleið 10.000 kr. árliga í lætta, meðan ein verkamannainntøka fer at fáa áleið ein túsundkrónuseðil í lætta um árið sambært tølunum frá landsstýrismanninum. Fyri 2008 verða inntøkurnar 72 mió. kr. minni og kommunurnar missa 13 mió. kr., sambært landsstýrisins útrokningum. Tjóðveldisflokkurin heldur, at skattapolitikkurin hjá landsstýrinum rætt og slætt er ábyrgdarleysur: – Hann er sosialt órættvísur og veksur um stættarmunin. – Hann útholar samhaldsføstu hugsjónina um, at tann, ið hevur ráð, letur lutfalsiga meira til felagsskapin. – Hann elvir til yvirhiting av búskapinum, hækkað kostnaðarstøði, inflasjón, versnandi handils- og gjaldsjavna og versnandi kappingarføri. – Hann undirgrevur eina trygga og samhaldsfasta fígging av vælferðartænastum hjá landi og kommunum, tí landskassin dúvar í størri mun upp á mvg- og avgjaldsinntøkur av privatum forbrúki – og tá forbrúkið stendur í stað ella minkar, er eingin fígging til vælferðartænastur. – Hann hevur elvt til, at vit ikki hava gjørt okkum leys av donsku heildarveitingini, ið nú hevði verið ein viðfáningur, um politikkur til frama fyri ein sjálvberandi búskap hevði verið førdur, heldur enn skattapolitisk eksperiment til frama fyri tey fáu. Tí verður skotið upp at strika tann skattalættan, ið er samtyktur at koma í gildi 1. januar 2008. Hetta kann bøta eitt sindur av skaðanum, ið longu er hendur – og hetta fer í minsta lagi: – at spara landskassanum 72 mió. kr. og kommununum 13 mió. kr. árliga, – at taka eitt sindur av ferðini av einum búskapi, ið er á veg móti heilt álvarsligum trupulleikum, – at minka eitt sindur um sosialu gjónna, – at bøta um grundarlagið fyri haldgóðum vælferðartænastum. Mettar avleiðingar: Fyri landið/lands- myndugleikar Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir Fyri vinnuna Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar Ja Ja Nei Ja Nei Fyrisitingarligar avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei Umhvørvisligar avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Nei Nei Nei Nei Nei Sosialar avleiðingar Ja Viðmerkingar til einstøku greinarnar Til § 1: Skattalættin, ið skuldi koma í gildi í 2008, verður strikaður Til § 2 Gildiskoman verður sett at verða beinanvegin....
Les meiraUppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya
Endamál § 1. Hendan lóg skipar Búskapargrunn Føroya, ið skal tryggja búskaparligu áhugamál Føroya fólks, tá ræður um at nýta serinntøkur landsins, og skal nýtast sum amboð at røkka einum sjálvberandi búskapi, við: a) at tálma sveiggjum í føroyska búskapinum, ið kunnu standast av ikki-varandi serinntøkum, b) stigvíst at gera løgtingsfíggjarlógina óhefta av donsku ríkisveitingini, c) at rinda uttanlandsskuld landskassans til danska statin, d) at menna útbúgving og gransking í Føroyum. Inntøkur grunsins § 2. Serinntøkur landsins verða settar til síðis á fíggjarlóg og roknskapi landsins, á serstaka konto nevnd Búskapargrunnur Føroya. Stk. 2. Serinntøkur, ið eru peningainntøkur frá ikki-varandi tilfeingi landins, eru: a) skattur sambært kolvetnisskattalógini, b) avgjøld og ágávur sambært løgtingslóg um kolvetnisvirksemi, c) heildarveitingin úr ríkiskassa Danmarkar frá og við ár 2008, d) gjaldførisinntøkur til landskassan í sambandi við sølu og umskipan av fyritøkum og stovnum landsins. e) rentur og avkast av grunsfænum. Stk. 3. Gjaldføri landskassans, sum í ár 2008 og fylgjandi ár er oman fyri minstainnlán landskassans, sambært løgtingslóg hesum viðvíkjandi, kann við fíggjarlógini flytast Búskapargrunni Føroya. Útgjaldskipan § 3. Úr Búskapargrunni Føroya verða skiftisgjøld flutt til løgtingsfíggjarlógina undir inntøkur. Skiftisgjaldið er ásett til 600 mió. kr. í 2008 og verður síðani lækkað við 75 mió. kr. árliga, til tað fellur burtur í ár 2016. Stk. 2. Allar gjaldførisinntøkur, ið Búskapargrunnur Føroya fær sambært § 2, stk. 2, pkt. d, skulu fylgjandi fíggjarár nýtast til at rinda uttanlandsskuld landskassans til danska statin. Stk. 3. Av skiftisgjaldinum, ið verður flutt til løgtingsfíggjarlógina sambært § 3, stk. 1, skal minst 1/4 verða nýttur til menning av útbúgving og gransking í Føroyum. Stk. 4. Tá ið samantaldu inntøkur grunsins sambært § 2, stk. 2, pkt. a-c og e og § 2, stk. 3 eru kr. 3,5 mia., leggur Føroya Landsstýri fram uppskot til løgtingslóg um nýtslu av realavkasti av íløgum grunsins, jbr. § 1. Stk. 5. Inntøkur grunsins sambært § 2, stk. 2, pkt. d gerast partur av samantaldu inntøkum grunsins í § 3, stk. 4, tá uttanlandsskuld landskassans til danska statin er rindað sambært § 3, stk. 2. Umsitingarlig viðurskifti § 4. Grunsfæ verður sett í virðisbrøv á fíggjarmarknaðinum eftir almennum leiðreglum um størst møguligan vinning við atliti til spjaðing av váða. Stk. 2. Grunnurin kann hava arbeiðsgjaldføri á innlánskonti í sentralbankum, peningastovnum og øðrum fíggjarstovnum. Stk. 3. Altjóða keypiorka av peningi grunsins skal tryggjast á bestan hátt. § 5. Landsstýrismaðurin í búskaparmálum stendur fyri og rindar umsiting av Búskapargrunni Føroya. Stk. 2. Landsstýrismaðurin í búskaparmálum tryggjar gjøgnumskygni í umsitingini av Búskapargrunni Føroya. Stk. 3. Greið frámerking av serinntøkum mótvegis øðrum inntøkum skal gerast í høvuðsyvirlitum til løgtingsfíggjarlóg og roknskap landskassans. Somuleiðis skulu greitt vísast úrslit áðrenn og eftir útgjald úr Búskapargrunni Føroya sambært § 3. Stk. 4. Landsstýrismaðurin í búskaparmálum fyriskipar neyðugar reglur, ið skulu lýsa, hvussu flytingar millum Búskapargrunn Føroya og løgtingsfíggjarlógina fara fram á løgtingsfíggjarlógini. Gildiskoma § 6. Hendan lóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. Lógarviðmerkingar Kapittul 1. Almennar viðmerkingar 1.1 Grundarlagið fyri uppskotinum um Búskapargrunn Føroya Føroyum tørva eina skipan og ítøkilig amboð, ið kunnu tryggja ein sjálvbjargnan føroyskan búskap. Eina skipan, ið tálmar sveiggjum í føroyska búskapinum. Eina skipan, ið tryggjar langtíðaráhugmál Føroya, eins væl og stutttíðaráhugamálini. Búskapargrunnur Føroya er eitt høvuðsamboð í eini slíkari skipan. Føroyski búskapurin hevur verið fyri søguliga stórum sveiggjum síðan 1980’ini. Orsøkirnar eru...
Les meiraUppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (barnafrdráttur)
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti § 1 Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 28. desember 2006, verður í § 2, stk. 1 orðingin "5.500 kr. treytað" broytt til "5.500 kr., fyri einsamallar upphaldarar tó 11.000 kr., treytað" § 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Viðmerkingar: Hetta uppskot verður lagt fram í eini roynd at fáa ítøkiligan fíggjarligan bata hjá einsamøllum uppihaldarum í Føroyum beinanvegin. Í desember 2005 legði Tjóðveldisflokkurin fram broytingaruppskot til fíggjarlógina, har skotið varð upp, at einsamallir uppihaldarar fáa dupultan barnafrádrátt í landsskattinum. Uppskotið fall á tingi, men verður nú sett fram aftur sum sjálvstøðugt uppskot. Tjóðveldisflokkurin heitir eisini á kommunurnar kring landið um at taka sama táttin upp og veita einsamøllum uppihaldarum dupultan barnafrádrátt. Uppskotið um dupultan barnafrádrátt rakar eftir Tjóðveldisfloksins hugsan bæði sosialt rætt og kann gera veruligan fíggjarligan mun hjá einsamøllum uppihaldarum. Er talan um einsamallan uppihaldara við lágari inntøku, verður krónuupphæddin í frádráttinum ein lutfalsliga stór broyting í tøku inntøkuni. Sum dømi kann nevnast, at einsamallur uppihaldari við tveimum børnum undir 18 ár fer at hava kr. 11.000 afturat, eftir at skattur er goldin. Um inntøkan er 180.000 kr. árliga, samsvarar hetta eini hækking í tøku inntøkuni á 8%. Á Løgtingi, tann 28. februar 2006 Finnur Helmsdal Annita á Fríðriksmørk Høgni Hoydal Páll á Reynatúgvu Hergeir Nielsen Tórbjørn Jacobsen Heidi Petersen...
Les meiraUppskot til samtyktar um Týðaragrunn Landsins
Uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrismannin í mentamálum um at leggja fram løgtingslógaruppskot um "Týðaragrunn Landsins", ið: • hevur sum endamál at flyta føroyskar bókmentir í fremmand mál og áhaldandi at flyta tað frægasta og mest aktuella í heimsbómentunum yvir á føroyska tungu • setir mark fyri, hvussu mikið av fíggjarorkuni skal brúkast hvønn vegin í flytingini av málum, tvs. hvussu mikið skal nýtast til at flyta føroyskar bókmentir í fremmand mál og øvut og at leggja fram uppskot fyri Løgtingið, sum tryggjar neyðuga játtan á fíggjarlógini 2008. Viðmerkingar: Tað kemur óvart á flestu fremmanda fólk, hvussu mong bókmentaverk vera skapt í Føroyum, av føroyingum. Onkur hevur lisið eldri týðingar hjá Williami Heinesen á øðrum tungumálum, og í nýggjari tíð ber til at siga, at mentakvinnan Ebba Hentze av berari idealismu og filantropiskari drívmegi eigur størsta, fyri ikki at siga allan heiðurin fyri, at fleiri av yngru yrkjarum okkara, eitt nú Jóanes Nielsen, Tóroddur Poulsen og Carl Jóhan Jensen eru fluttir í onnur mál, og soleiðis eru kendir og viðurkendir í grannalondum okkara. Fyri hetta fekk hon uppiborið M. A. Jacobsen´s virðislønina í fjør. Hetta er tó á ongan hátt ein haldbar loysn í longdini. Týðingin hinvegin, úr fremmandum málum í føroyskt mál, hevur verið uppaftur meira tilvildarlig. Alt eftir hvørjar eldsálir hava sitið í sínum egnu forløgum og brúkt vøddarnar í berum og blektaðum ósjálvsøkni fyri at fremja føroyskt mál, og at flyta sínum landsmonnum mergin í útlendskum bókmentum heim í egna tungu. Í øðrum londum liggur mál av hesum slagi í heilt øðrum kørmum, viðurskiftini eru skipað, tað stendur grelt upp í móti tilvildini í Føroyum í dag. Ein megintáttur í øllum málsligum menningararbeiði hjá eini tjóð er týðing. Allar tjóðir, ið hava virðing fyri síni egnu mentan, týða tað besta úr øðrum málum til sítt egna mál, soleiðis at borgarar landsins altíð kunnu lesa tann besta skaldskapin og kunna seg við gløggastu hugsanirnar, sum uppi eru í tíðini – á sínum egna máli. Sum við at kalla øllum øðrum mentanararbeiði í Føroyum, hava bøkur verið týddar av berum áhuga. Einstaklingar hava av egnum áhuga týtt bøkur, oftani til Útvarp Føroya, har mentafólk slóðaðu fyri, soleiðis, at eitt sløð fekst fyri arbeiðið. Sum skrivað, ongin politikkur hevur verið á hesum týdningarmikla øki, alt hevur verið stjórnað av tilvild og áhuganum hjá ósjálvsøknum einstaklingum. Bøkur hava verið týddar úr norðurlendskum málum til føroyskt mál seinnu árini, bara tí at norðurlendski týðaragrunnurin "Nordbok" hevur veitt stuðul til týðingar ímillum norðurlendsk mál. Bøkurnar vórðu ikki, als ikki, týddar til føroyskt mál, orsakað av tí, at føroyskur mentanarpolitikkur eggjaði til tað. Tí er eisini dastið av føroyskum bókum seinnu árini týðingar úr norðurlendskum tekstum. Íslendskum, norskum, svenskum og donskum fyri tað mesta. Føroyska samfelagið tekur ikki ábyrgdina av hesum arbeiði, hóast onki norðurlendskt mál hevur so stóran tørv á hesum menningartátti sum føroyskt. Broytingar eru nú gjørdar í norðurlendska samstarvinum, sum kunna hava tað við sær, at stuðulin verður lakari í framtíðini, enn higartil. Møguliga ongin. Føroyingar hava stuðlað hesum broytingum, og tað er spell, tí tær fara helst at darva okkum mest av øllum. At kalla ongin tekstur verður týddur úr stóru málunum til føroyskt. At kalla ongin av teim tíðarbæru høvundunum, sum fáa heiðursløn fyri síni verk, verða týddir til føroyskt, bara tí at ongin týðarastuðul er til...
Les meira