Tingmál
Uppskot til samtyktar um undirstøðukervi í Svínoy
Løgtingið heitir á landsstýrismannin í vinnumálum um at leggja fram løgtingslógaruppskot um heildarætlan fyri undirstøðukervi í Svínoy. Viðmerkingar: Støðan í útoyggjum Føroya er bara versnað. Er versnandi. Mangastaðni er støðan so úr lagi, at álvarslig átøk mega gerast, skal hugsingur vera um menning aftur. Landsstýrið frá 98-02 setti í verk greiningararbeiði, bæði viðvíkjandi økjunum uttan fyri meginøkið og fyri útoyggjarnar. Bóklingurin – útoyggjaálitið – var ein partur av hesum virksemi. Flestu staðni er fólkatalið komið at teimum mørkum, at lítil vón nú tykist vera fyri, at gongdin kann vendast. Skal hon tað, má politiska skipanin taka lógvatak saman fyri at venda støðugt hóttandi gongdini. Ymiskt er, hvussu oyggjarnar liggja fyri í mun til meginlandið, harvið er tað ymiskt, hvat ið er til ráða at taka í hvørjum einstøkum føri. Í Norðoyggjum er útoyggjaproblematikkurin loystur í stóran mun. Í fyrsta lagi er Borðoyggin knýtt upp í meginøkið ella øvut, og Kunoyggin og Viðoyggin eru aftur knýttar at natúrliga miðdeplinum í økinum Klaksvík – við byrgingum og tunlum. Kalsoyggin er bjargað, eftir at tær almennu Føroyar hava gjørt neyðugu íløgurnar í bergholini, og serliga eftir at ferjulegan á Syðradali varð veruleiki, og fólk og farmur kundu flytast soleiðis, sum nútíðarsamfelagið krevur tað. Sæð í hesum ljósinum eru Svínoy og Fugloy dragnaðar í mun til menningar-møguleikarnar í hinum oyggjunum, sum eru íkomnir, eftir at undirstøðukervið er vorðið so frægt, sum tað nú einaferð er. Og verður uppaftur betri, tá ið tunlarnir Norð um Fjall og Viðoyartunnilin einaferð verða skotnir ígjøgnum samsvarandi almennu raðfestingunum, sum nú liggja í kortunum. Landafrøðiliga kemur Fugloyggin altíð at hava tann trupulleikin, hon nú einaferð hevur frá náttúrunnar hond. Harfyri átti og burdi hon kunnað verðið ment í ferðavinnu og øðrum samanhangi, har ferðslan fyri tað mesta má vera loftvegis við tyrlu. Svínoyggin liggur øðrvísi fyri og kann á mangan hátt samanberast við Kalsoynna fyri vestan. Upplandið er stórt. Tað er áður prógvað, at vinnumøguleikar eru bæði í landbúnaði og aling. Trupulleikin er sambandið til og frá oynni. Øll hesi árini, fólkatalið er minkað, hava svínoyingar víst á, at tað finnast møguleikar fyri at venda gongdini, um almenni myndugleikin ger neyðugu íløgurnar í undirstøðukervið, sum við optimalu loysnini kundi broytt fyritreytirnar somikið, at hon í møguleikum var ájøvn Kalsoynni. Sum skilst eru forkanningarnar til hesa loysnina um at vera lidnar. Flestu eru samd um, at einasta leiðin at ganga er, at vegur og berghol verða gjørd úr bygdini og út í Havnir, har ferjulega samstundis verður gjørd, og fer hetta at hava við sær, at farleiðin millum Hvannasund og Svínoynna verður á leið 12 minuttir, og at lendingarviðurskiftini verða trygg í oynni. Harvið er tað bara ein raðfestur frekvensur, sum ávirkar menningarmøguleikarnar. Hetta uppskotið hevur til endamáls, táið tað er samtykt, at landsstýrismaðurin í vinnumálum, ella møguliga landsstýrismaðurin, sum til eina og hvørja tíð varar av útoyggjunum, ger eina heildarætlan fyri verkætlanina um undirstøðukervið viðvíkjandi Svínoy. Hugskotið, sum nú verður umrøtt, og sum øll halda vera skilabestu loysnina, er eftirhondini tríati ára gamalt, og eigur nú at vera sett á lunnar. Landsstýrismaðurin leggur ætlanina og fíggjarheimildina í eina verklagslóg, ið hann síðani leggur fyri tingið, so skjótt sum tað er verkligt møguligt. Á Løgtingi, 27. februar 2007 Høgni Hoydal Tórbjørn Jacobsen...
Les meiraUppskot til samtyktar um borghol millum bygdirnar Funning og Gjógv
Uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrismannin í vinnumálum um, at farið verður undir fyrireikingar at gera berghol millum bygdirnar Funning og Gjógv, og í tí sambandi at seta neyðugan pening av á fíggjarlógini 2008 ella í eykajáttanarlóg í 2007. Viðmerkingar: Allir føroyingar, sum lurta eftir útvarpinum í vetrarhálvuni, eiga at vita um trupulleikarnar, sum fólkið norðuri við Gjógv búleikast undir, tá ið tað ræður um flutning til og frá bygdini. Ávaring er um ring, vandamikil ella eingi koyrilíkindi næstan hvønn dag í hálendinum har norðuri. Á vári 2002 samtykti Løgtingið at gera forkanningar til bergholsgerð ímillum Funning og Gjógv og ímillum Øravík og Fámjin. Hálv millión varð sett av, men sambært roknskapi landsins fyri 2002 vóru bara brúktar kr. 211.000 til endamálið. Gjáar Kommuna (sum tá var sjálvstøðug kommuna) var á fundi við Landsverk á sumri 2003, har løgd varð fram ein fyribils ætlan og útkast til tunnilsføring ímillum grannabygdirnar báðar, Funning og Gjógv. Landsverk gjørdi á fundinum vart við, at nærri kanningar máttu gerast av lendinum, og hetta skuldi gerast við trimum kjarnuboringum, ið skuldu vísa dygdina í tilfarinum, har ætlanin var, at bergholið skuldi vera. Umboðini fyri táverandi Gjáar kommunu tóku fult undir við hesum, og avtalað varð síðani, at Landsverk skuldi heita á játtandi myndugleikarnar, at fáa neyðuga peningin (umleið kr. 300.000) settan av á fíggjarlógini til endamálið. Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004 varð einki sett av til endamálið, og í 2005 varð heldur einki sett av. Hartil er at siga, at andstøðutinglimir fleiri ferðir hava roynt at sett málið á skrá, eisini í fíggjarlógarhøpi, men higartil er tað fallið hvørja ferð. Tó við vaksandi undirtøku. Seinast, fyri jól 2006, fall tað knípið, við atkvøðunum 14-18. Hendan verkætlanin má og skal raðfestast. Hon er alneyðug, skal Gjáar bygd verða lív lagað. Ferðsluviðurskiftini eru ótolandi ein alt ov stóran part av árinum. Bygdin er annars, sum tey flestu vita, eitt støðugt vaksandi ferðamannamál, bæði fyri føroyingar og útlendingar, í so máta ein perla, bæði á sumri og vetri. Vandin og óttin, sum er um hesa farleið á vetrardegi, eru ikki hóskandi í nútíðarsamfelagnum, og ger tað næstan ómøguligt, at reka skipað vinnulív í bygdini, soleiðis sum gjáarfólk annars hava roynt tað á ymsum vinnumótum. Í skrivi til Gjáar kommunu skrivar Oyvindur Brimnes hin 15. desember 2004, at peningurin, sum varð ætlaður til forkanningarnar í 2002, ikki varð nýttur, harvið fall hann inn aftur í landskassan, tvs. at fyri hesa verkætlanina var hann burtur. Annars boðar hann í sama skrivi frá, at soleiðis sum hendan samgongan tá raðfesti, so vóru eingi útlit fyri nøkrum tey næstu 5 árini. Hvaðani hann hevur hesa raðfestingina, vita vit ikki, men hann staðfestir í hvussu er, at sambært hesi raðfesting verða ongar kanningar gjørdar í bergholslinjuni ímillum Funning og Gjógv. Sambært skitsuprosjektinum, sum gjørt er um sambandið ímillum grannabygdirnar, snýr verkætlanin seg um 960 metrar av vegi í Funningi, 1800 metrar av bergholi og 1150 metrar av vegi Heimi í Dal, gjáarmegin. Ætlanin er, at tunnilin verður tvísporaður, tað er einasta rætta loysnin í dag, og fyribilsmetingin um kostnað er umleið 90 – 110 milliónir krónur. Tá er hædd tikin fyri øllum galdandi trygdarkrøvum. Neyðugt er í fyrstu atløgu, at Løgtingið samtykkir hesa áheitanina á landsstýrismannin, soleiðis at hann fær sett neyðugu játtanina á fíggjarlógaruppskotið fyri 2008, ella fyri tað á eykajáttanarlóg,...
Les meiraUppskot til løgtingslóg um um at taka fult ræði á uttanríkis-, trygdar- og verjumálum
Uppskot til løgtingslóg um at taka fult ræði á uttanríkis-, trygdar- og verjumálum § 1. Føroya landsstýri tekur beinavegin stig til at fráboða altjóða samfelagnum (Sameindu Tjóðum) støðu føroyinga sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti sambært altjóða rætti, so sum samtykt av Føroya Løgtingi 20. apríl 2001 (løgtingsmál nr. 114/2000), og staðfest í yvirlýsing av Føroya Landsstýri og Danmarkar stjórn 4. apríl 2005. § 2. Við støði í rættindum føroyinga sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti taka føroyskir myndugleikar á seg at gera allar altjóðarættarligar sáttmálar fyri Føroyar, herundir í uttanríkis-, trygdar- og verjumálum. § 3. Henda lóg kemur í gildi 29. juli 2007, og samstundis fara úr gildi lóg nr. 80 frá 14. mai 2005 um altjóðarættarligar sáttmálar Føroya Landsstýris at gera og lóg nr 79 frá 12. mai 2005 um málsøki at yvirtaka (yvirtøkulógin). Almennar viðmerkingar Samstundis sum altjóðagerðin fer um heimin, og landamørkini verða løgd niður, verða garðar laðaðir upp um okkara leiðir, sum forða okkara kappingarføri og okkara menning sum tjóð úteftir. Øllum man standa greitt í dag, at tær nýggju donsku lóggávurnar, ið settar eru í verk fyri Føroyar, hava bundið enn meira fyri møguleikunum hjá føroyingum at virka millum onnur fólk í heiminum. Avmarkingarnar í nýggju lógunum Tá sonevnda "uttanríkispolitska heimildarlógin" og sonevnda "yvirtøkulógin" vórðu lagdar fram á ting og síðani samtykar av einum meiriluta, skortaði ikki við ávaringum um, at hetta fór at verða afturstig fyri føroysku tjóðina og fyri føroyskar myndugleikar. Tí nú varð fyri fyrstu ferð samtykt ein donsk fatan av einum donskum eindarríki, har Føroyar bert eru samrunnin lutur, og har føroyingar bara eru fulltrúar vegna Danmark á altjóða pallinum. Best er hetta lýst í heitinum "Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne", sum er tann formligi samleiki, ið vit nú skulu virka undir. Ført varð fram ímóti hesum, at eisini Heimastýrislógin er og var ein stór avmarking – og hesum kunnu sjálvsagt øll taka undir við. Men sjálvt undir heimastýrinum hava føroyskir myndugleikar ongantíð góðtikið avoldaðu fatanina av einum donskum eindarríki, og tískil hava føroyskir myndugleikar javnan sprongt ella sett hol á trongu karmarnar – eitt nú við at samráðast beinleiðis við onnur lond um fiskivinnu- og handilsavtalur og við at stovna NAMMCO, ið er einasti altjóða felagsskapur, har Føroyar eisini í ST eru viðurkendar sum sjálvstøðugur sáttmálapartur. Eingin ivast í dag um, at endamálið hjá donsku stjórnini við nýggju lógunum var at støðga hesi gongd, har ein meiriluti av føroyingum hevur viljað tikið seinastu restirnar av heimastýrisgørðunum niður og traðka út í heim sum eitt sjálvstøðugt land. Tí hava nýggju lógirnar stikað av av nýggjum og sett mørk upp, sum í veruleikanum vóru brotin niður – alt í eini roynd at halda saman upp á onkra ímynd av einum "moderniseraðum heimastýri". Grundgevingar hava verið skeivar Tá førdi landsstýrið somuleiðis fram, at vit við nýggju lógunum fóru: – at kunna skriva undir nýggjan fríhandilssáttmála við Ísland í egnum navni – at kunna gerast fullgildugur limur í norðurlendska samstarvinum – at kunna gerast limur í EFTA – at Føroyar kundu gera seg betur galdandi á altjóða pallinum – at vit skuldu fáa veruliga ávirkan og innlit í allar uttanríkispolitiskar avgerðir, ið hava týdning fyri Føroyar. Men nú skjótt tvey ár eru liðin, kann staðfestast, at ávaringarnar vóru rættar, og at talan hevur verið um júst øvugta gongd: – Fríhandilssáttmálin við Ísland kundi ikki...
Les meiraUppskot til samtyktar um alment listakeyp
Uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrismannin í mentamálum um at fyrireika og leggja fram lógaruppskot, sum ásetir, at í hvørjum einstøkum føri, har tað almenna er byggiharri, ella varðar av nýbygging, umbygging ella uppíbygging, skal í minsta lagi 1,5% av endaliga byggikostnaðinum brúkast til keyp og uppseting av list, sum føroysk listafólk hava skapað. Listin, ið skal brúkast í prýðingini av almennum bygningum, skal annaðhvørt vera skapt til høvið ella vera keypt samsvarandi skikkaðari meting hjá bólki, sum Mentamálaráðið setir at viðgera mál av hesum slagi í hvørjum einstøkum føri. Viðmerkingar: Yvirhøvur hava tær almennu Føroyar verið pírnar í sínum stuðli til føroyska list. Onkuntíð hevur tað eydnast at víðka fíggjarkarmarnar fyri ávís øki í mentanarlívinum, men oftast er dragnað aftur, tá ið sveiggini í samfelagsbúskapinum eru farin skeiva vegin. Og tá hevur tað næstan verið vónleyst at ment fíggjarliga grundarlagið undir mentanarlívinum aftur. Fyri tað mesta hevur búskaparpolitikkurin og fíggjarlógargerðirnar verið soleiðis háttaðar, at natúrligi lønarvøksturin hevur fingið treytaleysa raðfesting, ímeðan stuðulsjáttaninar, eitt nú til mentanarøkið, hava liðið undir hesum, orsakað av tí, at karmurin ikki rakk til eitt framtak á hesum øki, sum meira enn nakað hevur havt og hevur tørv á tí. Hetta uppskotið snýr seg í mestan mun um myndlist. Myndlistin er nýggj í Føroyum. Og tær almennu Føroyar, teir almennu kassarnir, hava ikki havt nakað skipað atlit til hennara. Í stóran mun hava myndlistafólkini við tógvið stríð hórað undan materielt, besta dømið sóu vit í Listaskálanum fyri kortum, har framsýning varð hildin um lívið og listina hjá úrmælinginum Ruth Smith, sum oftani var í troti fyri tað mest grundleggjandi hjá einum listafólki, nevniliga amboðini, ið eru treytin fyri, at tað í heila taki skal bera til at virka. Tey flestu mundu standa eftir við spurninginum, hvørji avrik Ruth hevði kunnað framt, høvdu møguleikar hennara verið optimalir, og hon stendur neyvan í einingi í so máta. Tað stendur sjálvandi betur til í dag. Peningaumfarið í samfelagnum er rúgvusmeira, og tað dryppar sjálvandi í umfarið hjá listafólkunum. Nøkur kunna so dánt liva av sínum arbeiði, onkur betur annar verri, men yvirhøvur er støðan hon, at áhugin á privata marknaðinum, hjá fólki, vinnufyritøkum, fíggjarstovnum, útlendingum o.ø. er avgerandi fyri, at føroysk myndlist er í menning. Almenn íløga í føroyska list hendir bara so hissini, tá ið almenni myndugleikin heldur seg hava tørv á tí, og hesi viðuskifti hava á ongan hátt verið skipað eftir nøkrum ásettum leisti, hvørki í regluverki ella í áseting av fíggjarorku í mun til m.a. almenna bygging. Tey viðurkendu nøvnini í listini skáksigla sær kanska onkursvegna ímillum skerini, ímeðan serliga yngru spírarnir standa ella falla við, at viðurskiftini kring myndlistina verða skipað. Nýggja løgtingshúsið og serliga umsitingarbygningurin eru gott dømi um, hvussuleiðis føroysk listafólk kunna broyta ein annars fýrhyrntan bygning avgerandi. Ingálvur av Reyni í tingsalinum og Hansina Iversen í umhvørvinum kring gamla telefonhúsið. Hetta er tó eitt einstakt dømi, har byggiharrin, arkitekturin og listafólkini hava tikið lógvatak saman. Í mongum øðrum londum varð fyri nógvum árum síðani farið til eina skipan, har lógásett er, hvussu myndlistin skal vera umboðað, tá ið almenni myndugleikin fer undir at byggja, umbyggja og at byggja uppí. Í flestu førum er ásett, hvussu stórur prosentpartur av samlaða byggingarkostnaðinum skal vera umboðaður í prýðingini við listarverkum. Eitt meðaltal er á leið 1,5% av samlaða byggikostnaðinum av hvørjum...
Les meiraUppskot til løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum § 1 Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 4. apríl 2002, verður gjørd henda broyting: Í § 3 verður grundupphæddin til viðbót til lægstu fyritíðarpensjón hækkað úr "15.852" til "49.284" fyri støk og úr "12.732" til "45.492" fyri gift hvør, og samstundis verða orðini "Upphæddir fyri ár 2002" broytt til "Burtursæð frá viðbót til lægstu fyritíðarpensjón støk og gift hvør, ið er fyri ár 2007, eru upphæddirnar fyri ár 2002." § 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Hækkingin í viðbót til lægstu fyritíðarpensjón støk og gift fær tó virknað, sum ásett í § 3. § 3 Frá og við útgjaldingini av veitingum fyri januar 2007 verður viðbótin til lægstu fyritíðarpensjón: fyri støk kr. 49.284 og fyri gift hvør kr. 45.492 Viðmerkingar: Ein av teimum nógvu broytingunum, sum táverandi trivnaðarnevnd Løgtingsins ynskti í sambandi við, at nýggj pensjónslóg varð viðgjørd og samtykt í Løgtinginum í 1999, var at taka av lægstu fyritíðar(avlamis)pensjónina. Hetta, tí mett varð, at lægsta fyritíðarpensjón var – og er framvegis – alt ov lág og í veruleikanum ein meiningsleys veiting. Upprunaliga var lægsta avlamispensjónin – nú fyritíðarpensjónin – mett sum eitt gott ískoyti. Hetta tí pensjónisturin sum oftast hevði møguleikan at finna onkra smávegis hjávinnu, so sum at hjálpa til hjá onkrum, egna e.a. Tá kostaðu føroysku húsarhaldini ikki nær námind av tí, tey gera í dag. Føroyska familjan hevur nógv fleiri og størri fastar útreiðslur nú enn fyrr. Í dag er heldur ikki lætt hjá einum, sum hevur mist helvtina av arbeiðsførleikanum, at fáa okkurt slag av lønandi vinnu. Og er støðan hjá nógvum, ið fáa lægstu fyritíðarpensjón, at tey hava ikki aðra inntøku. Og kunnu vit tí bæði ásanna og staðfesta, at tað hvørki er nøktandi ella virðiligt hjá familjufólki bara at hava eina inntøku, sum samsvarar við lægstu fyritíðarpensjón. Upphæddin er 6.882 krónur um mánaðin, ella 82.284 krónur um árið. Samanbera vit hesa upphæddina við tað, sum ein stakur fólkapensjónistur fær ídag, ið er 113.000 krónur árliga, síggja vit, at lægsta avlamispensjón er umleið 30.000 krónur lægri enn tað, ein stakur fólkapensjónistur fær. Tey, sum eru støk, og fáa meðal fyritíðarpensjón, fáa áleið tað sama, sum stakir fólkapensjónistar. Hetta er triðju ferð, at undirritaði leggur uppskot fram í hesum valskeiðnum um, at upphæddin til lægstu fyritíðarpensjón verður hækkað. Hini bæði uppskotini eru feld eftir ynski landsstýrismanna, og við hjálp frá meirilutanum í trivnaðarnevndini. Grundgevingarnar hava m.a. verið, at landsstýrismaðurin heldur vil royna at fáa fólk, sum fáa lægstu fyritíðarpensjón, út (aftur) á arbeiðsmarknaðin. Uppskotsstillarin heldur, at tað er bæði skilagott og neyðugt at royna at fáa fyritíðarpensjónistar út (aftur) á arbeiðsmarknaðin. Men støðan er nú eina ferð tann, at ein fittur partur av teimum, sum í dag fáa lægstu fyritíðarpensjón, als ikki eru før fyri at fara út á arbeiðsmarknaðin. Hetta, tí vit tosa um fólk, sum eru niðurslitin av arbeiði sínum sum verkafólk, fiskafólk ella fiskimenn. Tí vit tosa um fólk, sum eru illa fyri, orsakað av sálarligum trupulleikum, um fólk, ið hava psykosomatiskar sjúkur, ið eru torførar at áseta, og fólk, sum eru mest sum oyðiløgd av onkrum misbrúki. Nógv av hesum eru í teirri støðu,...
Les meiraUppskot til løgtingslóg um at taka fult ræði á útlendingamálum
Uppskot til løgtingslóg um at taka fult ræði á útlendingamálum § 1. Føroyskir myndugleikar taka á seg allan myndugleika og fyrisiting av útlendingamálum í Føroyum. § 2. Tær lógir, kunngerðir og reglur, sum eru í gildi á útlendingaøkinum, verða galdandi við tilvísing til javnbæran føroyskan myndugleika og føroyskan ráðharra. § 3. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2008. Almennar viðmerkingar Útlendingamál hava nú verið ein politisk, fyrisitingarlig og rættarlig fløkja í fleiri ár. Hóast tosað hevur verið seinastu 3 árini um at gera smávegis broytingar í donskum kunngerðum og reglum, so tykist semja vera um millum tey, ið hava royndir og innlit á útlendingaøkinum, at neyðugt er at fastleggja politisku og fyrisitingarliga ábyrgdina á einum staði. Endamálið við hesum uppskoti er at taka alla ábyrgd og myndugleika á økinum til Føroya. Málið klárt at taka undir føroyska ábyrgd Í andsøgn til tað, sum annars er komið fram fyri almenningin um útlendingamál, so vóru samráðingarnar og fyrireikingarnar til at taka útlendingøkið undir føroyska ábyrgd lidnar á embætismannastigi í desember 2003, tá val varð skrivað út í úrtíð. Sostatt varð politisk semja gjørd millum donsku stjórnina og landsstýrið um, at útlendingamálini skuldu á føroyskar hendur, og føroysk og donsk embætisfólk høvdu samráðst í eitt ár og gjørt drúgva frágreiðing, ið bert restaði rættlesturin, áðrenn hon varð handað landsstýrinum. Í frágreiðingini verður alt útlendingaøkið lýst niður í smálutir, og skotið verður upp, hvussu málið verður skipað undir føroyskan myndugleika. Eisini er mett um fyrisitingarligu orkuna og kostnaðin av økinum. Frágreiðingin er umvegis alment innlit útvegað frá Innlendismálaráðnum, og er løgd við hesum uppskoti sum fylgiskjal. Víst verður til upplýsingarnar og tilmælini í frágreiðingini sum grundarlag fyri lógaruppskotinum. Støðan á útlendingaøkinum seinastu árini Eingin man ivast í, at støðan á útlendingaøkinum, hevur verið út av lagi vánalig seinastu árini. Fyri tann einstaka umsøkjaran og avvarðandi hevur verið talan um persónligar og familjuligar sorgarleikir við bivan, ótta og vantandi møguleikum at virka sum vanligur samfelagsborgari. Óteljandi eru dømini um, at umsøkjarar hava bíðað í mánaðir og ár. Og óteljandi eru dømini um, at teir myndugleikar, ið hava ein leiklut í viðgerðini av umsóknum um uppihald, arbeiðsloyvi og familjusameining, siga seg bíða hvør eftir øðrum. Talan er um danska "Udlændingeservice" og danska ráðharran, ið hava formligu ábyrgdina, Landfútan í Føroyum, ið vegna danskar myndugleikar hevur við umsóknir at gera, og Innlendismálaráðið, ið gevur hoyringssvar um umsóknir. Kunningin til borgaran um mannagongdir og rættindi er nærum ikki til, hóast myndugleikarnir hvør í sínum lagi royna at upplýsa fólk um mannagongdirnar og viðgerðina í einum máli. Løgtingsins Umboðsmaður gjørdi á heysti m.a. hesar niðurstøður um viðgerðina av einum útlendingamáli, ið varð kært: "Eg skal í hesum sambandi eisini minna á, at so leingi mál ikki verða avgreidd, livir borgarin í einum løgfrøðiligum ongamannalandi, har hesin er meira ella minni "rættarleysur". (…) Og: "Eitt er, at eitt mál til fyrimuns fyri borgaran verður útsett, meðan arbeitt verður við einari "politiskari loysn", men tá tað framvegis ikki er greitt 2 ár seinni, hvønn og hvat henda loysnin fevnir um, haldi eg ikki, at hetta kann nýtast sum undanførsla longur. (sí www.lum.fo ) Fyri vinnu, stovnar, ítróttarfeløg og onnur hevur verið talan um ætlanir og avtalur, ið brádliga seinkast ella kollrennast av vantandi ella skiftandi avgerðum í útlendingamálum. Fyri umsiting og politiskan myndugleika hevur verið talan um ruðuleika, har...
Les meiraUppskot til samtyktar um at seta nevnd at endurskoða fólkaskúlalógina
Ár 2007, 23. februar, legði Heidi Petersen, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi Uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrismannin í mentamálum at seta nevnd at endurskoða fólkaskúlalógina. Aðaltátturin í endurskoðanini skal vera at styrkja um føroyska málið, søgu og mentan í føroyska fólkaskúlanum, at styrkja fakliga førleikan og fremja samstarv og skapanarevni hjá næmingunum. Eisini eigur lógin at endurskoðast við tí fyri eyga at raðfesta sernámsfrøðiligu ráðgevingina og undirvísingina í økjunum kring landið munandi. Nevndin handar landsstýrismanninum tilmæli innan 1. januar 2009. Viðmerkingar: Føroyski fólkaskúlin er grundarsteinurin undir einum framkomnum nútímansgjørdum samfelagi á altjóða støði. Skulu vit røkka hesum máli til fulnar, er allatíðina neyðugt at skoða og endurskoða innihaldið og skipanina í føroyska fólkaskúlanum. Við nýggju fólkaskúlalógini frá 1997 fingu vit eitt nýtt amboð at reka fólkaskúla við, bæði í innihaldi og arbeiðshættum. Hvussu lógin hevur eydnast, og um vit hava fingið ein betri fólkaskúla við tí nýggju lógini, er ikki staðfest, tí higartil er henda lóg ikki eftirmett. Hava vit betri frálæru, duga næmingarnir betur at samstarva, hava teir gott høvi at menna skapanarevni, er nýggj tøkni ein samrunnin partur av undirvísingini, hava føroyskir fólkaskúlanæmingar ment eitt høgt sjálvsvirði og sjálvsálit, duga teir væl at loysa ókendar spurdómar, hava teir ein høgan fakligan førleika, sum lýkur altjóða krøv, hava lærararnir nøktandi útbúgving og eftirútbúgving at starvast í einum nútímans skúla? Hesar og nógvar spurningar afturat eiga vit allatíðina at seta okkum sum ábyrgdarhavarar av føroyska skúlaverkinum. Eitt annað, sum eisini er týdningarmikið fyri hetta arbeiðið, er, at tað verður eitt so breitt forum sum gjørligt, ið verður sett at gera hetta arbeiðið, hugsi um, at fólkaskúlin er hjartatátturin í føroyska samfelagnum, og tí krevst, at tann bólkur, sum fær til uppgávu at endurskoða fólkaskúlalógina, eisini endurspeglar hesa breidd í samfelagnum, hugsi um næmingar, foreldur, lærarar, læraraútbúgvingina, miðnámsskúlaskipanina, kommunur, vinnulív, fyri at nevna nøkur, sum eiga at vera umboðað. Tað er greitt, at so hvørt sum heimurin, við nýggjari tøkni og samskiftismiðlum, ferðasambondum og møguleikum, gerst minni og minni fyri hvønn dag, sum gongur, er umráðandi, at føroyskir fólkaskúlanæmingar fáa so "gott í beinið" sum gjørligt. Hetta gerst best við hollari upplæring og undirvísing í føroyska málinum og mentan, har stórur dentur eigur at leggjast á føroyska søgu og siðir, tí hesi eru sjálvt grundarlagið undir einum sjálvstøðugum og sterkum samleika í fólkinum. At hava ein sjálvstøðugan og sterkan samleika hevur fingið størri týdning í dag enn fyri 100 árum síðani. Tann áhaldandi ávirkanin, ágangurin, tilboðini, møguleikarnir, ella hvat vit velja at kalla tað, ið kemur uttanífrá, er so ovurhonds stór og ógvuslig, at vandi er fyri at missa okkum sjálvi burtur í øllum meldrinum og harvið missa fótafestið sum fólk. Ikki tí at vit als ikki skulu ávirkast og taka til okkum av nýggjum íblástri og ávirkan aðrastaðni frá, men hinvegin kunnu vit bert við eini sterkari mentan og einum sterkum samleika sum fólk meta um og velja, hvat vit halda er gott, og hvat vit als ikki halda vera góður førningur at taka við á ferðini. Samstarv og skapanarevni eru lyklaorð til framtíðar vælferð. At menna hesi evni næminganna er fyritreyt fyri, at tey kunnu liva og virka í einum framkomnum samfelagi, og harvið eisini allatíðina at duga at gera tær neyðugu tillagingarnar, sum broyttu umstøðurnar í samfelagnum krevja. Haldi tíðin, vit liva í í dag, greitt...
Les meiraUppskot til samtyktar um inntøkujavningarskipan millum kommunurnar í Føroyum
Ár 2007, 13. februar, løgdu tingmenninir Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk, Heidi Petersen, Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen, Hergeir Nielsen og Meiken Krabenhøft vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi Uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið løgtingslógaruppskot um eina inntøkujavningarskipan millum kommunurnar í Føroyum. Viðmerkingar Seinastu nógvu árini hava kommunuviðurskifti eins og í grannalondum okkara verið ein týdningarmikið partur av politiska kjakinum manna millum, á tingi, í kommunum og fjølmiðlum. Kjakið hevur í stóran mun snúð seg um kommunala bygnaðin og um, hvørjar uppgávur, sum í dag eru landsuppgávur, kunnu ella skulu gerast kommunalar. Kjakið hevur í minni mun snúð seg um tann inntøkuójavna, sum hevur tikið seg upp í verandi kommunalu- og landafrøðiligu skipan. Renslið móti Havnini og miðstaðarøkinum er øgiligt, og byggiætlanirnar eru nú so stórar og fevnandi, at sjálvt býlingar sum miðalstórar bygdir í Føroyum skjóta seg upp eftir fáum árum. Móti styrkini hjá kapitalinum, miðsavnanini og ovurhonds stóru politisku styrkini hava ytru økini í landinum ikki orku til at stríðast móti yvirvaldinum. Hóast alt talar fyri, at tað eru nógvir fyrimunir í at varðveita Føroyar so víðar sum gjørligt við lívi og virksemi á øllum verandi búplássum, so gerst henda uppgávan tyngri og tyngri. Miðstaðurin dregur, og nú eru sjálvt økir sum Norðurstreymoy hótt økir, tá um miðsavnanina ræður. Drátturin móti tilboðunum til børn og ung, handilsmøguleikum og týdningarmest av øllum tryggum og støðugum inntøkugevandi arbeiðsplássum er øgiligur. Ein tann mest avgerandi fortreytin fyri staðbundnum trivnaði er fíggjarligi førleikin hjá kommununum til at skapa trivnaðarmøguleikar í bygdunum. Júst henda veruleika hava flestu grannalond okkara sæð og virkað fyri at broyta. Ikki minst tí at tey eisini hava sæð fylgjurnar av miðsavnanini, kanska serliga á sosiala økinum. Í einari roynd at menna og varðveita samfelagið sum eitt livandi bygda- og býarsamfelag hevur landspolitiski myndugleikin í næstralondum okkara sett millumkommunalar inntøkujavningar- skipanir í verk. Endamálið er fyrst og fremst at javna inntøkurnar hjá kommununum við teimum bestu fortreytunum, inntøkumøguleikunum, við inntøkurnar hjá teimum kommunum, sum hava verri fortreytir. Fortreytir kunnu í hesum føri vera: demografiskur ójavni alment tænastuútboð koncentratión av almennum fiskiloyvum fjarstøða til miðstaðin gomul skuldarbyrða landafrøðilig staðseting vinnumøguleikar Samvirkandi hava hesar ótamdu ella óskipaðu forteytir tær avleiðingar, at í Føroyum eru økir í dag, sum eru ógvuliga ymiskt fyri kommunubúskaparliga, hóast stutt er millum kommunumørkini. Tað er einki yvir at dylja, at ávísar kommunur kunnu bjóða sínum borgarum tænastur fyri tríggjar ferðir so nógvar kommunalar skattakrónur, sum aðrar kommunur, hóast væl lægri kommunalt skattatrýst. Lat tað vera sagt beinanvegin, at inntøkujavning ikki letur seg gera uttan at taka ella flyta frá teimum kommunum, sum hava mest, til tær, sum hava minst. Vil ein ikki viðurkenna tann veruleikan, er ikki annað at gera enn at staðfesta, at innihaldið í verandi kommunubygnaði verður meira og meira avskeplað við sera ymiskum tænastustøði til borgarar í sama landi. Alt annað er uttanumtos. At man samstundis varpar ljós á viðurskifti um, hvussu nógvar kommunurnar skulu vera í Føroyum, er natúrligt. Spurningurin um, hvussu samlaði kommunali búskapurin og búskaparpolitikkur landsins samvirka, er eisini týdningarmikil táttur í kjakinum. Við vón um, at Løgtingið ikki letur standa til í hesum fyri føroyska samfelagið og fyri føroysku bygdirnar sera týdningarmikla máli. 1. viðgerð 23. februar 2007. Málið beint í...
Les meiraTjóðveldisflokkurin leggur uppskot til samtyktar um Kyoto frumskjalið.
– at Føroyar eiga at taka egna ábyrgd í altjóða tiltøkum og sáttmálum, ið kunnu byrgja upp fyri dálking og ovurnýtslu av heimsins tilfeingi, – at Føroyar eru eftirbátur við egnum tiltøkum og altjóða bindingum, ið kunnu tálma útláti av evnum, sum eru vísindaliga staðfest at elva til veðurlagsbroytingar o.a. Løgtingið heitir á landsstýrið um beinanvegin at taka øll neyðug stig til at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar, herundir: – at samráða seg til eina eginkvotu, ið ásetir, hvussu nógv Føroyar skulu minka um sítt CO2 útlát – at leggja samráðingarúrslitið fyri Føroya Løgting til støðutakan í seinasta lagi á ólavssøku 2007 – beinanvegin at seta ta neyðugu orkuna av til at kanna, hvørji tiltøk eru neyðug fyri, at Føroyar kunnu minka sítt CO2 útlát nóg mikið til at samsvara við Kyoto-frumskjalið Viðmerkingar Kyoto-sáttmálin – ella Kyoto-frumskjalið, ið er beinari navnið – hevur higartil fingið størri umrøðu í føroyskum fjølmiðlum umvegis fakfólk og onnur áhugað, enn hann hevur fingið á Føroya Løgtingi. Tó hevur ávíst orðaskifti verið í sambandi við fyrispurningar á tingi, men enn eru ongi ítøkilig politisk stig tikin til, at Føroyar binda seg til Kyoto-frumskjalið. Nýliga hevur nógv umrøða verið í fjølmiðlum um tað, at Føroyar hava ikki tikið ábyrgd ella ítøkilig stig , tá ræður um altjóða átøk til tess at tálma útláti av evnum, sum eru vísindaliga staðfest at elva til veðurlagsbroytingar o.a. Og seinast hevur sambandsflokkurin gjørt greitt, at hann ynskir Kyoto-frumskjalið sett í gildi í Føroyum. Tað er at fegnast um. Ongin flokkur ella politikari kann renna undan, at Føroyar eru eftirbátur á hesum øki, og at vit alt ov leingi hava skúgvað ábyrgdina frá okkum. Tí verður hetta uppskot lagt fram við vón um, at tingið stendur samt um at aksla síni skinn av nýggjum. Um vísindaliga støðið undir metingum av veðurlagsbroytingum og møguligu árinini Okkara landafrøðiliga støða á jarðarknøttinum, har vit so at siga liggja mitt í veðurmeldrinum. Okkara tilknýti og heftni at broyttum náttúruviðurskiftum sum fólk og samfelag. Og tann sannroynd, at vit hava granskarar á altjóða støði innan havgransking og veðurlagsbroytingar. – Alt tað átti at elvt til, at vit í Føroyum gingu undan í politiskari viðgerð og tiltøkum í sambandi við veðurlagsbroytingar. Seinastu mongu árini er í altjóða høpi bara lagst afturat tí vísindaliga støðinum og metingunum um veðurlagsbroytingar – og stjórnir og felagsskapir hava tikið málið í alt størri álvara. Nakrar høvuðsniðurstøður um veðurlagsbroytingar Veðurlagsbroytingar og árin teirra á náttúru og menniskju fevna um eitt ógvuliga breitt øki, og vísindafólk innan nógv ymisk fakøki mugu til fyri at lýsa spurningin í síni heild. Vísindalig úrslit um hesi viðurskifti verða tí kunngjørd í nógvum ymiskum vísindaligum tíðarritum, og nógvar vísindaligar greinir um evnið koma hvørt ár. Ymsar stjórnir og felagsskapir hava tí sett bólkar av serfrøðingum innan ymisk øki til saman at gera niðurstøður um verandi veðurlag, komandi broytingar og teirra avleiðingar. Fremst av hesum er “Intergovernmental Panel on Climate Change” (IPCC), ið er stovnað av Heimsveðurstovninum (World Meteorological Organization) og Umhvørvisstovninum undir ST (UNEP). IPCC (http://www.ipcc.ch) ger eina heildarmeting umleið fimta hvørt ár. Tann seinasta kom í 2001, og millum niðurstøðurnar kann nevnast: · Innihaldið av CO2 og øðrum vakstrarhúsgassum í luftini er økt síðan íðnaðarmenningina av mannaávum. · Tað er ógvuliga trúligt, at tey seinastu 10 árini eru tað heitasta 10-ára tíðarskeiðið fyri jørðina...
Les meiraUppskot til samtyktar um fráboðan til Sameindu Tjóðir
Ár 2006, 31. januar, legði Høgni Hoydal, løgtingsmaður o.fl. vegnaTjóðveldisflokkin fram soljóðandi uppskot til samtyktar Løgtingið staðfestir: – at føroyingar eru tjóð við óskerdum tjóðarrættindum – at bert Føroya fólk kann taka avgerð um rættarstøðu Føroya og støðu Føroya í altjóða samfelagnum – at tað er ikki í samsvari við sjálvsavgerðarrætt og tjóðarrættindi føroyinga, at danskir myndugleikar hava sent einvísa fráboðan til Sameindu Tjóðir um danska fólkatingslóg og danska grundlóg Føroyum viðvíkjandi Løgtingið heitir á landsstýrið um beinanvegin at tryggja, at Sameindu Tjóðir fáa boð um støðu Løgtingsins. Viðmerkingar Danska Uttanríkisráðið hevur sent eina einvísa fráboðan til Sameindu Tjóðir (ST), dagfest 7. november 2005. Í henni verður fráboðað, at ein donsk fólkatingslóg um uttanríkispolitisku heimildir føroyinga er í samsvari við sjálvsavgerðarrætt føroyinga sambært altjóða rætti. Danska fólkatingslógin við viðmerkingum er partur av hesi fráboðan. Í fráboðanini verður m.a. sagt: – at føroyingar hava ikki sjálvstøðugar heimildir mótvegis øðrum tjóðum – at føroyingar bert kunnu gera avtalur við onnur lond sum samrunnin partur av Danmark undir heitinum “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne” – at danska grundlógin setir mørkini fyri, hvørji rættindi føroyingar og føroyskir myndugleikar hava – at ein donsk grundlógarbroyting er neyðug, um føroyingar skulu hava nakrar sjálvstøðugar heimildir – at føroyingar hava ongar heimildir viðvíkjandi verju- og trygdarpolitikki – at føroyingar kunnu ikki gera avtalur, ið ganga móti áhugamálunum hjá danska ríkinum – at føroyingar kunnu ikki gerast limir í altjóða felagsskapum, har Danmark frammanundan er limur. Hetta er gjørt, uttan at Føroya fólk er spurt, og tíansheldur er Løgtingið kunnað um hesa einvísu fráboðan. Kortini verður sagt í fráboðanini, at hetta er í samsvari við sjálvsavgerðarrætt føroyinga. Henda fráboðan stendur í andsøgn til alt tað, sum Løgtingið og allir flokkar á tingi hava hildið fast um viðvíkjandi tjóðarrættindum føroyinga – fram til 2005. Ein av fremstu serfrøðingum í altjóða rætti, Guðmundur Alfredsson, professari, hevur víst á, at hetta kann hava skaðiliga ávirkan og kann virka til at staðfesta danskt vald í Føroyum í enn størri mun enn áður. Hann mælir til, at føroyingar boða ST frá síni støðu. Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, og fyrrverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg, hava báðir sagt alment, at teir taka ikki undir við donsku sjónarmiðunum, sum send eru ST, men at avgerandi er at halda fast um føroysku fatanina av viðurskiftunum. Tískil verður mælt til at, Løgtingið beinanvegin ger støðuna greiða og tryggjar, at føroysku sjónarmiðini verða fráboðað ST. 1. viðgerð 8. februar 2006. Málð beint í...
Les meira