Tingmál
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at veita stuðul til infrakervið á útoyggj
Ár 2006, 31. januar, løgdu tingmenninir Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk, Høgni Hoydal, Páll á Reynatúgvu, Hergeir Nielsen, Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersen og Karsten Hansen vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at veita stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggjum § 1 Í løgtingslóg nr. 137 frá 13. december 2005 um at veita stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggjum verður gjørd hendan broyting: Í §1 verða orðini “og Stóru Dímun” broytt til ”Stóru Dímun, Nólsoy og Gásadali.” § 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Viðmerkingar: Tá Løgtingið í desember 2005 samtykti uppskotið frá landsstýrinum til løgtingslóg um stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggj, varð dentur lagdur á, at talan var um eitt lógartekniskt heimildarmál, har landsstýrismaðurin útvegaði sær materiella heimild til at gjalda stuðulin. Viðmerkingarnar hjá landsstýrinum til lógaruppskotið lýsa hetta sum eitt játtanar- og roknskapartekniskt mál, og álitið hjá vinnunevndini viðger hesar spurningar burturav. Men við løgtingslógini vóru bæði Nólsoy og Gásadalur strikað av listanum yvir bygdir, ið kunnu søkja um stuðul eftir lógini, og bæði vinnunevnd og tingið alt hava uttan iva roknað sum givið, at hetta varð gjørt eftir avtalu og samskifti millum Vinnumálaráðið og kommunalu myndugleikarnar. Nú er komið í ljós, at hvørki Tórshavnar ella Sørvágs kommunur – tíansheldur Kommunusamskipan Føroya ella Kommunufelag Føroya – eru eftirspurd og hoyrd í málinum. Tað er í fyrsta lagi átaluvert, og hesin spurningur átti sjálvsagt at havt fingið neyva umrøðu á tingi. Ì øðrum lagi er sera trupult at síggja nakra grundgeving fyri, at júst Gásadalur og Nólsoy verða strikað sum útjaðarapláss, ið hava tørv á at søkja um stuðul til íløgur í infrakervið. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið nevnir landsstýrið bert: “Mett verður ikki, at Gásadalur og Nólsoy eru útoyggjar sbrt. lógaruppskotinum, t.e útoyggjar, sum liggja avsíðis við avmarkaðum ferðasambandi og tænastum til borgaran.” Hetta eru sjálvsagt grundgevingar og metingar, sum ongin kann taka í álvara – og so als ikki nólsoyingar ella nakað gásadalsfólk Landsstýrið hevur helst hugsað, at Nólsoy er vorðin partur av Tórshavnar kommunu, og at tunnil er komin til Gásadals, og tí roknað við, at landskassin kann leggja hesi pláss burturímillum. Men heldur ikki hesar grundgevingar halda. Endamálið við lógini er at stuðla íløgur í infrakervið í breiðastu merking, eisini tí elektroniska – og tískil eru nýligar broytingar í ferðasambandinum ikki nøktandi grundgeving. Eisini aðrar bygdir, sum hava fingið innivist í lógini, hava fingið munandi betringar í ferðasambandinum seinastu árini, so her verður mismunur gjørdur í lógini. Um landsstýrið hevur hugsað um kommunusamanlegging sum grundgeving fyri at strika Nólsoy, so verður somuleiðis mismunur gjørdur. Eisini aðrar bygdir hava lagt saman við størri kommunum, men eru partar av lógini framvegis. Tí verður skotið upp, at Løgtingið beinanvegin rættar ójavnan, ið er samtyktur, og at avvarðandi kommunur, kommunalir felagsskapir og Útoyggjafelagið verða væl og virðiliga hoyrd undir nevndarviðgerðini. 1. viðgerð 9. februar 2006. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 2. mars 2006 legði fram soljóðandi Álit Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 31. januar 2006, og eftir 1. viðgerð tann 9. februar 2006 er tað beint vinnunevndini. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 23. februar og 2. mars 2006. Ein meiriluti í nevndini (Henrik Old, Alfred Olsen, Kjartan Joensen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg) tekur ikki undir við málinum og mælir...
Les meiraUppskot til samtyktar um at skipa løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya
Løgtingið heitir á landsstýrið um at skipa løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya og í hesum høpi: 1.) tryggja neyðuga játtan á fíggjarlógini 2007; 2.) skipa neyðugu karmarnar fyri ætlaðu meistaraútbúgvingina; 3.) skipa karmar fyri gransking innan føroyska løgfrøði; 4.) lata arbeiðið í stjórnarskipanarnevndini halda fram sum stjórnardepil; 5.) tryggja "Føroyskum Lógarriti" neyðugar og haldgóðar umstøður. Viðmerkingar : Felags fyri øll lond við vilja at menna seg stjórnarliga er, at tey fáa sær ræði á egnari løgfrøði. Bæði Noreg og Ísland fingu tíðliga í lag eina stjórnarskipan, egna løgfrøði og egnar dómstólar, sum altavgerandi lið í sjálvræðisstremban og stýri landanna. Ísland fer í 2008 at hatíðarhalda hundraðáradagin fyri stovnan lógskúlans. Tann dagin mega Føroyar kunna senda umboð fyri føroyska lógskúlan til hátíðarhaldið, soleiðis at støðan ikki verður líka frábreðgin sum í 1874, táið íslendingar fingu egna stjórnarskipan, ímeðan føroyingar sættaðust við og sessaðust um Kongaminnið. Valla gongur dagur, har vit varnast, at løgfrøðin ikki er ment soleiðsni, sum hon átti. Almenna kjakið verður sjáldan, fyri ikki at siga ongantíð, upplýst av óheftum greiningum, tingstarvið fær ikki íblástur frá samberandi frøðingum, fyrisitingin hevur ikki granskarar at heita á og lógaruppskot sakna úrslit av fakligum eftirmetingum av galdandi lógum og venju. Øll tjóðin, frá vintru til høgru, frá sambandi til tjóðveldi, hevði havt fyrimun av óheftari løgfrøðiligari gransking og undirvísing. Tørvurin kann eyðvitað bert nøktast, um løgfrøðin verður raðfest hægri. Stutt eftir at Grundlógarnevndin hevði tikið upp virkið sítt, varð hetta ítøkiliga málið viðgjørt í Mentamálastýrinum, sum tað róptist tá. Í 2000 og 2001 var málið serliga ovarlagað á breddanum, har nógv fundarvirksemi var við omanfyrinevndu nevnd og Fróðskaparsetrið, um at fáa í lag lógskúla á Debesartrøð. Politiski viljin var serstakliga sterkur. Hetta hevði við sær, at játtaninar til Setrið hækkaðu bæði hesi árini. Ávikavíst við hálvari aðru og góðum tveimum milliónum krónum. Onki kom tó burturúr hesum virksemi og játtanunum. Akademiski viljin hevur kanska ikki verið líka sterkur sum hin politiski viljin. Ella hava raðfestingarnar á Fróðskaparsetrinum verið øðrvísi enn tær hjá teimum, ið tá ráddu fyri borgum. Í hvussu er varð endin tann, at peningurin ikki varð brúktur, og harvið bíðar tjóðin framvegis eftir sínum neyðturviliga lógskúla. Tað hevur verið nógv kjakað um hendan spurningin síðani, í mongum fora, men á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2007 sæst ongin farvegur eftir lógskúlanum. Tað man vera nóg illa, at uppskotna játtanin liggur innanfyri vanligan lønarvøkstur. Tí er umráðandi, at Løgtingið tekur sær um reiggj, og hækkar játtanina soleiðsni, at møguligt verður at seta lógskúlan, ella eitt juridiskt fakultet, á stovn í komandi ári. Er lærustovnurin framvegis ikki sinnaður at skipa hesi viðurskifti samsvarandi politiska signalinum, eigur játtanin at setast á eginkontu undir Fróðskaparsetrinum. Fróðskaparsetur Føroya hevur tó gjørt ítøkiliga menningarætlan, harið føroysk løgfrøði hevur týðandi lut. Ætlingin er at skipa fyri útbúgving á meistarastigi (master). Lesandi kunna taka hesa útbúgving sum sjálvstøðuga útbúgving á hægri støði, men eisini skal bera til at taka fak sum stakgreinalestur. Hugsandi er, at fleiri bólkar av lesandi fara at taka nám innan løgfrøði, eitt nú: • lesandi við grundútbúgving (bachelor e.l.) ið vilja taka lóg sum yvirbygnað; • lesandi á útlendskum stovnum (oftast donskum cand.jur., cand.scient. e.l.), sum ígjøgnum NordPlus kunna taka hálvt ella heilt ár á Fróðskaparsetri Føroya, t.d. við at fáa vegleiðing til serritgerðir – avtalur um hetta samstarv sigast longu vera fingnar í lag; • lesandi,...
Les meiraUppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini
Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna "kynsliga orientering") Ár 2006, 17. oktober, løgdu tingmenninir Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk, vegna seg sjálvi fram soljóðandi Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna "kynsliga orientering") Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi kongliga fyriskipan: "Anordning om delvis ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af borgerlig straffelov og lov om forskelsbehandling på grund af race m.v. (Forbud mod diskrimination på grund af seksuel orientering) I medfør af § 4, stk. 1 i lov nr. 357 af 3. juni 1987 om ændring af borgerlig straffelov og lov om forbud mod forskelsbehandling på grund af race m.v.[1] sættes § 1 i kraft for Færøerne i følgende affattelse: § 1 I straffeloven, jf. lovbekendtgørelse nr. 215 af 24. juni 1939, som senest ændret ved anordning nr. 134 af 2. marts 2004, foretages følgende ændring: I § 266 b ændres ordene "eller tro" til: ",tro eller seksuelle orientering". § 2 Anordningen træder i kraft dagen efter dens kundgørelse i Kunngerðablaðið." Viðmerkingar: Í 1987 varð samtykt á Fólkatingi, at mannamunsgreinin (antidiskriminasjónsgreinin) 266 b skuldi víðkast soleiðis, at hon eisini fevndi um "kynsliga orientering". Tað var ikki fjalt fyri nøkrum, at høvuðsorsøkin til broytingaruppskotið var støðan hjá samkyndum í Danmark tá. Hóast nógvir fólkatingslimir um tað mundi søgdu seg ivast nógv í rættleikanum av at lóggeva á slíkan hátt, var ein meiriluti fyri. Bert táverandi Fremskridtspartiet og Kristiligt Folkeparti atkvøddu ímóti. Undir viðgerðini mest sum dystaðust fólkatingslimir um at finna upp á umberingar fyri ikki at atkvøða fyri uppskotinum. Onkur var ræddur fyri, at slúsan bleiv latin upp soleiðis, og at nú fóru so teir fyrstu 10-15 bólkarnir at koma aftaná fyri at sleppa upp í somu lógargreinina. Onkur nevndi tey brekaðu, onkur tey AIDS-raktu, onkur annar aðrar sjúkrabólkar o.s.fr. Tó tosaðu tey ivasomu mest um tað, at slík lógaráseting kundi fáa avmarkandi týdning í mun til tali- og skrivifrælsi. Og varð her hugsað mest um, at fjølmiðlarnir fóru at hava trupulleikar av at skriva og tosa um hesi viðurskifti, og kanska eina mest, tá tað snúði seg um at bera ymiskar útsagnir viðvíkjandi samkyndum víðari. Flestu, sum valdu at lata vera við at atkvøða í málinum, søgdu møguleikarnar fyri skerdum tali- og skrivifrælsi vera høvuðsorsøkina. Tó vóru so at siga øll fólkatingsumboðini hinvegin samd um, at tað skal ikki bera til at gera mannamun og happa nakran, heldur ikki tey samkyndu. Og tað var í veruleikanum tann hugsanin, sum vann í hesum máli. Tey, sum ikki atkvøddu fyri, tey atkvøddu heldur ikki ímóti, júst tí tey vóru grundleggjandi samd við uppskotsstillarunum. Bert fáu fólkatingslimirnir í Fremskridtspartiet og Kristeligt Folkeparti atkvøddu sum sagt ímóti. Heldur ikki tey vóru ósamd í grundhugsanini, men valdu at siga nei av øðrum orsøkum. Uppskotsstillararnir hava sjálvandi størstu virðing fyri skrivi– og talifrælsinum, hinvegin hevur tíðin síðan 1987 víst, at lógarbroytingin hevur ikki darvað donskum fjølmiðlum í at viðgera hesi viðurskifti á fullgóðan hátt. Uppskotsstillararnir eru fult greiðir yvir, at ein hvørki kann lóggeva ella revsa mannamun og happing úr føroyska samfelagnum. Hinvegin eru uppskotsstillararnir ivaleysir í, at almennu Føroyar eiga at koma við greiðum og ivaleysum boðum um, at mannamunur og happing als ikki verður góðtikið. Heldur ikki, tá...
Les meiraUppskot til samtyktar um broyting í løgtingslógini um almannapensjónir
Ár 2006, 6. oktober, løgdu tingmenninir Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk, Heidi Petersen, Páll á Reynatúgvu, Høgni Hoydal, Karsten Hansen, Hergeir Nielsen og Tórbjørn Jacobsen, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi Uppskot til samtyktar Heitt verður á landsstýrið um at leggja fram løgtingslógaruppskot um broyting í løgtingslógini um almannapensjónir o.a., sum broytir veitingarnar fyri fyritíðarpensjón. Viðmerkingar Ein av teimum nógvu broytingunum, sum táverandi trivnaðarnevnd Løgtingsins ynskti í sambandi við, at nýggj pensjónslóg varð viðgjørd og samtykt í Løgtinginum í 1999, var at taka av lægstu fyritíðar(avlamis)pensjónina. Hetta tí mett varð, at lægsta fyritíðarpensjón var – og er framvegis – alt ov lág og í veruleikanum ein meiningsleys veiting. Upprunaliga var lægsta avlamispensjónin – nú fyritíðarpensjónin – mett sum eitt gott ískoyti. Hetta tí pensjónisturin sum oftast hevði møguleikan at finna onkra smávegis hjávinnu, so sum at hjálpa til hjá onkrum, egna e.a. Tá kostaðu føroysku húsarhaldini ikki nær námind av tí, tey gera í dag. Føroyska familjan hevur nógv fleiri og størri fastar útreiðslur nú enn fyrr. Í dag er heldur ikki lætt, heldur at kalla ógjørligt, hjá einum, sum hevur mist helvtina av arbeiðsførleikanum, at fáa okkurt slag av lønandi vinnu. Og er støðan hjá teimum flestu, ið fáa lægstu fyritíðarpensjón, at tey hava ikki aðra inntøku. Og kunnu vit tí bæði ásanna og staðfesta, at tað hvørki er nøktandi ella virðiligt hjá familjufólki bara at hava eina inntøku, sum samsvarar við lægstu fyritíðarpensjón. Tað er grundhugsanin í pensjónslógini, at pensjón er samsýning fyri mist arbeiðsevni. At fólk fáa pensjón, tí tey eru ikki før fyri at fara út á arbeiðsmarknaðin at vinna peningin. Hugsanin í lógini hevur verið, at tey, sum hava mist 50% av arbeiðsførleikanum, hava størri møguleikar at fara út á arbeiðsmarknaðin enn tey, sum hava mist 2/3 ella allan arbeiðsførleikan. Men soleiðis er ikki rættiliga í føroyska samfelagnum. Arbeiðsmarknaðurin er als ikki liðiligur ella rúmligur soleiðis, at fólk við skerdum arbeiðsevnum hava lætt við at sleppa inn. Tað almenna ger eisini alt ov lítið til tess at bøta um støðuna. Tað eru snøgt sagt alt ov fáir arbeiðsmøguleikar til teir føroyingar, sum so ella so hava fingið síni arbeiðsevni skerd. Og hava tey, sum fáa lægstu fyritíðarpensjón tí heldur ikki stórvegis møguleikar at forvinna nakað umframt sjálva pensjónina. Tí verður skotið upp, at lógin um almennar pensjónir verður broytt soleiðis, at bert tvey sløg av fyritíðarpensjónum kunnu veitast. Nevniliga hægsta og lægsta. Tað áliggur landsstýrismanninum at skjóta upp, hvussu stórar pensjónsupphæddirnar skulu vera eftir broytingina. Tó metir uppskotsstillarin, at lægsta fyritíðarpensjónin í krónum og oyrum í minsta lagi samsvarar við tað, vit í dag kalla miðal fyritíðarpensjón. Tað áliggur eisini landsstýrismanninum at skjóta upp, um treytirnar fyri at fáa játtað fyritíðarpensjón skulu vera tær somu, hetta tá hugsað verður um skerdan arbeiðsførleika. Tó metir uppskotsstillarin, at tað hevði verið bæði skeivt og meiningsleyst, um landsstýrismaðurin fer at skjóta upp ta broyting, at lægsta avlamispensjón bara verður játtað, um umsøkjarin hevur mist minst 2/3 av arbeiðsførleikanum. Uppskotsstillarin heldur, at markið fyri lægstu fyritíðarpensjón framvegis skal vera 50%, meðan tað kanska er vert at umhugsa at lækka markið fyri hægstu fyritíðarpensjón niður í 2/3. Kostnaðurin av teirri broyting, sum er beinleiðis skotin upp, fer at verða, at øll tey, sum í dag fáa lægstu fyritíðarpensjón, fara at fáa játtað tað, sum í dag samsvarar við miðal fyritíðarpensjón (í...
Les meiraUppskot til løgtingslóg um fólka- og farmaflutning
Ár 2006, 4. oktober, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi Í § 2 í løgtingslóg nr. 82 frá 15. mai 2001 um fólka- og farmaflutning, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 6. mai 2003, verður aftaná stk. 2 sum nýtt stk. 3 sett inn soljóðandi áseting: "Stk. 3. Flutningskostnaðurin um Suðuroyar-. Skopunar- og Kallsoyarfjørð verður javnsettur við flutningskostnaðin undir Vestmannasundi og Leirvíksfirði tó so, at eingi flutningsgjøld á verandi leiðum hjá Strandfaraskipum Landsins hækka." Verandi stk. 3 verður hereftir stk. 4. § 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007. Kap 1. Almennar viðmerkingar Oyggjalandið Føroyar, so sum vit kendu tað, er burtur, nú landið er skipað í einum landføstum øki, har koyrandi er hjá 86% av føroyingum, meðan tvær størri og níggju smærri bygdar oyggjar liggja eftir við sjóvegis sambandi. Tá so stór, sterk og avgerandi framtøk verða framd av tí almenna, gerst kappingarførið í landfasta sambandinum munandi sterkari enn frammanundan, og munandi veikari gerst kappingarførið, har vinnan er darvað av sjóvegis sambandi. Bráðneyðugt er tí, at tað almenna, sum hevur skapt framtøkini, lagar karmarnir til, soleiðis at vinna og ferðandi fáa nøkulunda javnbjóðis umstøður at kappast undir. Avtala er gjørd millum Norðoyatunnilin p/f og Vágatunnilin p/f, soleiðis at tann, ið hevur hald hjá øðrum felagnum, kann ferðast gjøgnum hin tunnilin við sama kubba og sama avsláttri. Til ber at gera somu skipan um Suðuroyar-, Skopunar og Kallsoyarfjørð, so sum skotið verður upp í hesum máli. Flutningurin er vorðin tvørligari og dýrari í útjaðaraum, síðani Farmaleiðir vóru avtiknar, og flutningskostnaðurin við ferjunum er vorðin enn meira kappingaravlagandi. Harafturat gevur ekstremt lága túratalið um Suðuroyarfjørð hesum partinum av landinum enn størri avbjóðingar at dragast við, enn rímiligt er. Ótaldar ferðir yvir eitt longri áramál er eitthvørt tjak viðvíkjandi takstpolitikki hjá Strandfarskipum Landsins endað við, at skiftandi landsstýrismenn hava upplýst løgtinginum, at stovnurin arbeiðir við eini ætlan hesum viðvíkjandi. Henda ætlan er tíverri ongantíð komin á tingborð, og ongantíð er ein samlaður takstpolitikkur komin til tingsins viðger. Flutningskostnaðurin um Suðuroyar-, Skopunar og Kallsoyarfjørð er munandi hægri enn undir Vestmannasundi og Leirvíksfirði, og skotið verður tí upp at javnseta henda kostnað beinanvegin við hesi ájavnt eins stóru øki mótvegis miðstaðarøkinum. Sjálvsagt stendst ein ójavni ímillum, alt eftir hvussu tú ferðast, í bili ella stakur, men hesin ójavnin er eisini í verandi skipan við tunnlunum. Kortini verður dentur lagdur á, at eingi ferðaseðlagjøld á verandi leiðum hjá Strandfaraskipum Landsins hækkað. Allir ójavnar hjá ferðandi, pensionistum o.ø. eiga at verða tiknir upp til eftirmetingar við jøvnum millumbilum. Hjálagdu talvurnar vísa, at vit sum skjótast noyðast at sleppa verandi kostnaðarskipan. Tað er ein ræðandi stórur kostnaðarmunur í at flyta seg runt í Føroyum, og tað ber heilt einfalt ikki til at leggja árlig okursgjøld á ein part av Føroya fólki, meðan onnur so at siga sleppa heilt undan. Úr tveimum ferðum heilt upp í fimmogtjúgu ferðir dýrari er tað at ferðast yvir enn undir firðum og sundum. Bilur við førara og fýra ferðandi kostar fimm ferðir so nógv við Smyrli, og tríggjar ferðir so nógv við Teistanum og Sam sum gjøgnum tunlarnar. Við avslátri kostar bilur við førara og fýra ferðandi átjan ferðir so nógv við Smyrli og 10 ferðir so nógv við Teistanum og Sam sum gjøgnum tunlarnar. Bussur við 40 ferðandi kostar sjey ferðir so nógv við...
Les meiraUppskot til løgtingslóg um barsilsskipan
Ár 2006, 29. september, løgdu tingmenninir Annita á Fríðriksmørk, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal, Karsten Hansen, Tórbjørn Jacobsen, Høgni Hoydal, Hergeir Nielsen og Páll á Reynatúgvu, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan § 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 163 frá 22. desember 2005, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 9, stk. 1, 2. pkt. verður orðingin "í 24 vikur innan fyri fyrstu 24 vikurnar" frá 1. januar 2007 broytt til "í 26 vikur innan fyri fyrstu 26 vikurnar" og frá 1. januar 2008 broytt til "í 26 vikur innan fyri fyrstu 30 vikurnar". 2) Í § 9, stk. 2, 1. pkt. verður "10" hækkað til "12" frá 1. januar 2007 og til "16" frá 1. januar 2008. 3) Í § 13, stk. 1 verður sett inn nýtt 2. pkt., sum verður soljóðandi: "Mánaðarliga hámarksupphæddin verður tann 1. januar á hvørjum ári javnað við prosentvísu broytingini í brúkaraprístalinum fyri 1. januar inniverandi ár í mun til brúkaraprístalið fyri 1. januar undanfarna ár." 4) Í § 19, stk. 1 verða "0,62%" hækkað til "0,66%" frá 1. januar 2007 og til "0,73%" frá 1. januar 2008. § 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007. Stk. 2. Fyrsta javningin av mánaðarligu hámarksupphæddini, sambært ásetingini í § 1, nr. 3 verður tann 1. januar 2007. Tá verður hámarksupphæddin javnað við prosentvísu broytingini í brúkaraprístalinum fyri 1. januar 2007 í mun til brúkaraprístalið fyri 1. juli 2004. Almennar viðmerkingar Endamálið við uppskotinum er at leingja barsilstíðina í fyrstu atløgu upp til 26 vikur og í aðru atløgu upp til 30 vikur. Endamálið er eisini at tryggja, at bæði foreldrini við lóg fáa møguleika at vera heima hjá barninum. Í triðja lagi er endamálið at tryggja at hámarksútgjaldið, sum nú er 25.000,- kr., verður prístalsviðgjørt á hvørjum ári. Barsilsskipanin er millum tey fremstu frambrotini í nýggjari tíð. Hon tryggjar, at foreldur kunnu vera heima hjá nýføðingunum við løn ta fyrstu tíðina eftir føðing. Uppskotsstillararnir halda tað vera sera týdningarmikið, at nýføðingar okkara fáa eina góða byrjan í lívinum. Hetta gerst fyrst og fremst við, at tey fáa eitt tætt og kærleiksfult tilknýti til foreldur síni. Tá ið tað er mamman, sum gevur bróst, halda vit, at tað er serliga týdningarmikið, at mamman fær møguleika at vera heima hjá barninum, í øllum førum ta tíðina, tað verður tilmælt,at nýføðingurin fær bróstamjólk. Heilsumyndugleikarnir tilmæla, at nýføðingar fáa bróstamjólk burturav í 26 vikur. Barsilsskipan okkara gevur hinvegin mammum heimild at vera heima við løn í 24 vikur. Her resta tvær vikur í, um tær skulu geva børnunum bróst í 26 vikur. Hesar tvær vikurnar eru tryggjaðar í fyriliggjandi uppskoti. Í øðrum lagi leggur uppskotið upp til, at pápar fáa størri rætt til at vera heima hjá barninum við løn. Sum er, kunnu teir vera heima í tvær vikur saman við mammuni tær fyrstu 14 vikurnar, og kunnu harumframt saman við mammuni velja, hvør skal vera heima frá viku 15. til 24. viku, men tá ið tað er mamman, sum gevur bróst, er hetta ein av høvuðsorsøkunum til, at valið oftast fellur á mammuna. Vit halda, tað vera týdningarmikið, at páparnir við lóg fáa møguleika at velja at vera heima í minimum 4 vikur við løn. Verður uppskotið samtykt...
Les meirauppskot til løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur
Ár 2006, 19. september, legði Høgni Hoydal, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur § 1 Í løgtingslóg nr. 44 frá 19. juni 1972 um val til allar føroyskar kommunur, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 11. oktober 2004, verður gjørd henda broyting: 1) Í § 1, stk. 2 verður "hinum norðanlondunum" broytt til "øðrum londum". § 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Almennar viðmerkingar Endamálið við hesi lóg er at javnseta allar útlendskar ríkisborgarar í Føroyum, tá ræður um at taka lut í kommunala fólkaræðinum. Í mong ár hava norðurlendskir ríkisborgarar havt valrætt til kommunuval í Føroyum, tá teir hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu trý árini undan valinum. Í 2004 samtykti Løgtingið uppskot frá landsstýrismanninum í innlendismálum um, at norðurlendskir ríkisborgarar eisini hava valbæri til kommunuval eftir somu reglum. Men ríkisborgarar úr øðrum londum enn Norðurlondum hava hvørki rætt at velja ella at lata seg velja til kommunuval, hóast teir hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu trý árini undan valinum – ja, teir kunnu hava havt fastan bústað í Føroyum í tíggjutals ár, men hava ongan møguleika at taka lut í kommunala fólkaræðinum. Hesin mismunur hevur neyvan nakra sakliga grundgeving og er eftir hugsjón uppskotssetarans í andsøgn til grundleggjandi mannarættindi og mál floksins um javnvirðing av fólki uttan mun til uppruna, tjóðskap ella onnur eyðkenni. At veita útlendskum ríkisborgarum somu treytir at taka lut í kommunala fólkaræðinum kann bert hava gagnliga ávirkan á samfelagið og eggja til trivnað, javna luttøku og rættindi hjá øllum samfelagsborgarum, ið hava valt at geva sítt íkast til føroyska samfelagið. Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar Til § 1 Her verður ásett, at valrættur og valbæri til kommunval í Føroyum ikki bert eru galdandi fyri ríkisborgarar úr Norðurlondum, men fyri allar útlendskar ríkisborgarar, ið hava havt fastan bústað í Føroyum seinastu trý árini undan valinum. Til §2 Skotið verður upp, at lógin fær gildi beinanvegin, hon er lýst í Kunngerðablaðnum. 1. viðgerð 28. september 2006. Málið beint í...
Les meiraUppskot til løgtingslóg um túratal hjá Smyrli
Ár 2005, 15. september, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi uppskot til løgtingslóg um túratal hjá Smyrli § 1. Smyril siglir av Krambatanga til Havnar í minsta lagi tríggjar ferðir um dagin, og tænastustigið verður samsvarandi fortreytunum fyri stødd, ferð og siglingstíð. § 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi sama dag, sum nýggi Smyril kemur í sigling. Viðmerkingar til lógaruppskotið: Kap. 1: Almennar viðmerkingar Samgongan frá 1998 legði alstóran dent á at geva føroyska samfelagnum eitt so gott samband um Suðuroyarfjørð sum gjørligt, og nú vit fáa ein nýggjan Smyril, er upplagt at økja túratalið við einum túri um dagin. Smyril er størsta ferðamannaskipið hjá Strandfaraskipum Landsins og lívæðrin hjá suðringum á samferðsluøkinum. Sjálvandi skal hann brúkast eftir ætlan, og sjálvandi eigur hann at umsitast í Suðuroynni. Í 1996 varð annað suðuroyarskipið selt uttan orð ella tal, og lá suðuroyarleiðin í svartasta vónloysi, tá farið varð undir at dagføra hana, so skjótt sum samgongan tók við í 1998. Fleiri ábøtur vóru framdar hesi árini. Eitt nú hækkaði túratalið upp í tvær ferðir um dagin hvønn dag í vikuni, meðan vit nú við nýggja Smyrli kunnu røkka munandi longur fram á í setningi okkara frá 1998 um at dagføra siglingina um Suðuroyarfjørð. Upplýst er nú, at sitandi landsstýrið ikki ætlar sær at dagføra sambandið við fleiri túrum. Neyðugt er tí, at Løgtingið lóggevur um, at siglast skal í minsta lagi tríggjar ferðir um dagin hvønn dag í viku við teirri ferð, sum ætlað var at brúka, tá ið avgerð varð tikin um at byggja skipið. Tá nýggja suðuroyarferjan varð projekterað, varð dentur serliga lagdur á, at: tað skuldi vera møguligt at sigla 4 túrar aftur og fram til Suðuroyar um samdøgrið (16 tímars drift). ferjan skuldi taka 800 ferðafólk og 200 persónbilar ferjan skuldi designast, so dentur varð lagdur á: at ferjan varð sjógóð at lasting og lossing gjørdist effektivari fleksibla innrætting bíligan rakstur at ferjan so vítt møguligt var framtíðartryggjað at ferjan verður atkomilig fyri rørslutarnað Úrslitið er ein Smyril, sum kemur til landið um fáar dagar. Fortreytirnar fyri bygging, stødd, ferð og siglingstíð vóru ma., at hann skuldi hava eina arbeiðsferð upp á 21 míl um tíman við 85 % nýtslu av motorinum, og skuldi sigla túrin upp á 1 tíma og 37 min. § 1 í uppskotinum ásetir, at Smyril skal halda hetta tænastustig. Ein samanbering av verandi og komandi Smyrli sær annars soleiðis út: Strandfaraskip Landsins Nýggi Smyril Gamli Smyril Arbeiðsferð 21 míl/t 16,5 míl/t Siglingstíð 1 t 37 min 2 t 4 min Longd pp. (m) 123,0 87,5 Longd oa. (m) 135,0 92,7 Breidd (m) 22,7 16,5 Dýpd (m) 5,60 4,65 Tal á trailarum 30 15 Tal á persónbilum 200 110 Av- og áskipan, akfør Dupult hekkuportur Einkult hekkuportur Tal á ferðafólki 800/976 800 Effekt installerað (hk) 20.900 10.080 Undir viðgerðini fingu vit eina lýsing av fýra valkostum fyri sigling við ferjum við 18, 19, 20 og 21 míl um tíman. Fyri hvønn valkostin varð ein kostnaðarmeting og rakstrarætlan gjørd, so tað bar til at sammeta íløgukostnað og rakstrarkostnað. Í 1998 varð avtalað at dagføra sambandið um Suðuroyarfjørð, og avgjørt vað tí at byggja ferjuna, ið var optimerað til at sigla við 21 míla ferð. Sitandi landsstýri hevur nú slept hesum ætlanum okkara, ið undan fóru. Hugsað verður nú minni um, hvat kann...
Les meirauppskot til samtyktar um lívfrøðiligt margfeldi
Ár 2006, 15. august, legði Hergeir Nielsen, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi uppskot til samtyktar um lívfrøðiligt margfeldi Løgtingið heitir á landsstýrið um beinanvegin at taka stig til at lýsa margfelda lívið í føroysku náttúruni, soleiðis at altjóða sáttmálin um lívfrøðiligt margfeldi frá 1993 verður hildin. Viðmerkingar: Altjóða sáttmálabundnar skyldur at verja náttúruna og at tryggja fyrisitingarligar, skilagóðar og vælgrundaðar avgerðir náttúruni viðvíkjandi hvíla á Føroyum. Í 1993 samtykti Løgtingið sáttmálan um lívføðiligt margfeldi. Sáttmálin er sera víðfevndur. Nógvar ásetingar eru í honum, og ein teirra er 2010 málið um at støðga afturgongdini av lívfrøðiligum margfeldi. Innlendismálaráðið hevur ikki gloymt hesa avtalu, tí so seint sum í 2004 skrivaði Innlendismálaráðið "Miljøhandlingsplan 2005-2008" saman við øðrum Norðurlondum. Har stendur: "Det nordiske samarbejde skal indrettes på en sådan måde, at den negative udvikling, når det gælder tab af arter og bestande inklusive deres levesteder, stoppes med det formål, at tabet af biologisk mangfoldighed standses senest i 2010" og "Arbejdet med at standse tabet af biologisk mangfoldighed senest i år 2010 vil have høj prioritet". Lívfrøðingar í Føroyum halda gongdina í náttúruni sum heild vera sera negativa, og at ongar veruligar kanningar verða gjørdar, sum lýsa hesa afturgongd, ella hvat gerast skal fyri at støðga henni. Í Føroyum vita vit m.a.: – at 74 plantusløg og 54 fuglasløg eru møgulig evni til at koma á ein reyðlista fyri Føroyar, at reyð várhagasólja, leggstutt fransagras og lyngjavni eru útdeyð í Føroyum, at hiplingur og skógspurvur, hvítravnur og havørn eru horvin, men at bládúgvan í Føroyum verður roknað sum rein (ikki kynblandað) dúgva, og at 90% av heimsbúfjøldini av Drunnhvíta er í Nolsoy. Hesar og aðrar sermerktar reinar føroyskar stovnar er okkum sera umráðandi at verja. Umframt altjóða skyldur, so hevur Innlendismálaráðið eina fyrisitingarliga skyldu til at røkja náttúruna so væl sum gjørligt. Føroyska samfelagið, ið burturav livir av tí, sum náttúran kastar av sær, átti at verið undangonguland á hesum øki. Tíverri eru týðiligar ábendingar um, at einki røkist fyri, at vit í heila tikið ætla okkum at halda altjóða skyldur okkara á hesum øki. Tað tekur fleiri ár at savna neyðuga vitan hesum viðvíkjandi, og einki røkist fyri, at fakligur førleiki verður settur av til hetta arbeiðið. Náttúrugripasavnið fekk játtan frá Innlendismálaráðnum í fleiri ár til at savna inn viðkomandi taltilfar, men í 2006 støðgaði Innlendismálaráðið hesi játtan, og er tað neyðuga fyrireikandi arbeiðið tí støðgað. Í 2002 vóru 165.000,- kr. játtaðar til forkanningar til at fara undir at skráseta lívfrøðiliga margfeldið í Føroyum Frá 2003-2005 varð arbeitt við fylgjandi trimum punktum: Menning av dátustovni og GIS-skipan og harumframt skráseting av nýggjum dátum. Planlegging og feltarbeiði og royndarfeltarbeiði av fáum úrvaldum sløgum í sambandi við framleiðslu av reyðlista fyri plantur og fuglar. Framleiðsla av fyribils reyðlistum út frá verandi innsavningum hjá Náttúrugripasavninum. Í 2003 vórðu 320.000 kr. játtaðar, í 2004 vórðu 444.000 kr. játtaðar og í 2005 vórðu 350.000 kr. játtaðar, meðan søkt varð um 528.000 kr. Í 2006 varð als eingin játtan latin til hetta sáttmálabundna arbeiðið. Ein munnligur fyrispurningur á tingi til landsstýrismannin í innlendismálum varpaði ljós á málið í apríl 2006. Viðgingið varð, at tað gekk alt ov seint og var ein spurningur um fígging. Tað tekur fakkunnleikanum fleiri ár at lýsa málið og staðfesta, hvussu støðan er, og tástani kann farast undir at staðfesta afturgongdir. Hóast hesa niðurstøðu so...
Les meiraUppskot til samtyktar um málslig krøv til vørumerking, handilslýsingar, brúkaraupplýsing og telduforrit
Ár 2006, 3. mars, legði Høgni Hoydal, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi Uppskot til samtyktar um málslig krøv til vørumerking, handilslýsingar, brúkaraupplýsing og telduforrit Løgtingið heitir á landsstýrið um at legga fram lógaruppskot, ið seta sum krav: – at allar vørur, ið verða seldar í Føroyum, verða merktar við føroyskum teksti – at allar handilslýsingar, ið verða miðlaðar og bornar út sambært føroyskari lóg, skulu hava føroyskan tekst – at brúkaraupplýsingar til vørur, ið verða seldar í Føroyum, hava føroyskan tekst – at vanlig telduforrit, ið verða seld í Føroyum, hava føroyskan tekst til brúkaran Viðmerkingar Endamálið við hesum uppskoti er mentanar – og málpolitiskt – og verður lagt fram saman við uppskoti til broyting í løgtingslóg um matvørur, ið hevur sama endamál: At styrkja støðuna og menningina hjá føroyska málinum á týdningarmiklum økjum, har føroyskt mál ikki hevur rúmd í dag. Stóra avbjóðingin hjá føroysku tjóðini er at menna seg í altjóða samfelagnum á jøvnum føti við aðrar tjóðir – uttan at missa okkum sjálvi burtur sum mentan og tjóð. Til tess krevst ikki bert, at vit útbúgva okkum í øðrum málum og støðugt menna okkara altjóða førleikar. Til tess krevst, at vit dubba okkum mentanarliga og málsliga, so okkara egna mentan og mál støðugt kann mennast í altjóðagerðini, og vit kunnu taka lut í heiminum við egnum samleika. Megna vit ikki at styrkja okkara egnu mentan og mál í øllum nútímans samskifti og kenna okkum standa á tryggari grund, kann altjóðagerðin kennast sum ein hóttan heldur enn ein møguleiki. Stríðið fyri at menna føroyska málið, ið er grundarlagið undir okkara mentan og samleika sum tjóð, hevur tvær tær undanfarnu øldirnar snúð seg um at vinna føroyska málinum sess í skúla, kirkju, umsiting, rættinum, bløðum og fjølmiðlum, har tað varð útihýst. Avbjóðingin er í veruleikanum tann sama í dag, har týdningarmikil samfelagsøkir, ið vit øll samskifta við í gerandisdegnum, ikki hava føroyskt mál, sum samskiftismiðil. Okkara grannalond granska og viðgera í dag tað, tey rópa “økismiss” í málinum – t.e. at eitt nú svenskt, danskt, íslendskt og norskt verða trokað burtur innan ávis samskiftisøkir í málinum, tildømis innan ávísar lærugreinar, innan teldusamskifti og aðrastaðni við. Men í Føroyum hava vit altíð barst við at vinna føroyska málinum sess og menning á økjum, har tað ongantíð hevur havt sess, ella er dottið burtur. Seinastu 50-60 árini er gerandisdagurin hjá fólki í vesturheiminum alt meira merktur av keypi og sølu. Øll keypa vit helst onkra vøru hvønn dag – frá neyðsynjarvørum til marglætisvørur. Harafturat verða vit díkt undir í handilslýsingum umvegis postútborið tilfar og handilslýsingar í miðlum og á gøtuhornum, hvønn einasta dag. Men sum eitt av teimum fáu londunum í vesturheiminum, eru allar vørumerkingar á influttum vørum gjørdar á øðrum máli enn føroyskt. Og stórur partur av handilslýsingum, ið verða bornar út, eru ikki á føroyskum. Sostatt er ein partur av samfelagnum, har vit øll samskifta dagliga, nærum ruddaður fyri føroyskt mál. Í okkara grannalondum kemur hetta ikki fyri. Har verður avtala gjørd við framleiðslu- og sølufyritøkur um at merkja vørurnar við teksti á tjóðarmálinum. Tað sama er at siga um brúkaraupplýsingar av tyngri slagi – eitt nú brúkaravegleiðingar til ymsar brúkslutir. Annað øki, ið fyllir alt meira í gerandisdegnum, men har føroyskt mál als ikki eigur innivist, eru telduforritini, ið skjótt hvør føroyingur brúkar dagliga. Talan er sostatt...
Les meira