Lýsing

Tingmál

uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur.

, 03/03/2006

Ár 2006, 3. mars, legði Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldi fram soljóðandi uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til ferðaútreiðslur. Í løgtingslóg nr. 93 frá 6. juni 1997 um stuðul til ferðaútreiðslur, sum broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 30. mars 2001 verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 1 verður orðað soleiðis: ”§ 1. Rætt til stuðul eftir hesi lóg hevur hvør persónur, sum 1) er undir fullari skattskyldu í Føroyum, 2) er búsitandi í Føroyum, 3) hevur lønarinntøku, herundir fiski- og útróðrarpart, 4) hevur eina ferðaleið aftur og fram hvønn arbeiðsdag, sum er longri enn 15 kilometrar, og 5) hevur útreiðslur í sambandi við ferðing millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum.” 2) § 2 verður orðað soleiðis: ”§ 2. Stuðul verður veittur í mun til bíligastu almennu ferðaleið millum bústað og arbeiðsstað, tó soleiðis at stuðul ongantíð verður størri enn veruligar útreiðslur. Stk. 2. Landsstýrismanninum verður heimilað í kunngerð at áseta upphæddirnar eftir hesi grein umframt neyvari reglur um fyrisitingina av hesi lóg.” § 2 Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Kap. 1: Almennar viðmerkingar Endamálið við hesum lógaruppskoti er at dagføra og javnseta stuðulin, sum verður rindaður fólki, ið av arbeiðsávum hava regluliga farleið fyri hvønn arbeiðsdag, sum er longri enn 15 km. Allir borgarar landsins, sum hava ferðast til og frá arbeiði, hava ikki havt javnbjóðis stuðulsmøguleikar. T.d. er rættiliga stórur munur á endurgjaldinum/stuðlinum, sum borgarar fáa, um eitt nú fjørður skilir heim og arbeiðspláss, ella ikki. Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum Avleiðingin av uppskotinum verður eitt ørðvísi býti millum tey, sum til dagliga noyðast at ferðast til og frá arbeiðstaði. Landsstýrismaðurin ásetir innan fyri eitt hægstamark stuðulin í kunngerð, tað er tí hann, sum avger, hvussu stórar tær samlaðu útreiðslurnar verða. Kap. 3: Viðmerkingar til tær einstøku lógargreinarnar Til § 1: 1) Broytingin er bara ein avleiðing av, at stuðul nú ikki longur verður latin fyri hvønn km., sum ferðast verður, men í mun til hvat ferðin kostar við almennum flutningsfari. 2) Her verður ásett, at stuðulin skal ásetast í mun til veruligar útreiðslur við almennum flutningsfari. Áður var stuðul bara latin fyri tann part av ferðaleiðini, ið var meir enn 15. km. Um hetta framvegis skal verða soleiðis, so má landsstýrismaðurin heimilast at áseta ein frádrátt, sum samsvarar teimum fyrstu 15 km. Til § 2: Áseting um gildiskomu. 1. viðgerð 23. mars 2006. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 26. apríl 2006 legði fram soljóðandi Álit Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 3. mars 2006, og eftir 1. viðgerð 23. mars er tað beint fíggjarnevndini. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 18., 20. og 24. apríl 2006. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum. Landsstýrismaðurin hevur víst við fleiri dømum, at stórur munur er á stuðlinum til ferðaútreiðslur alt eftir, um farleiðin er yvir land ella sjóvegis. Stuðulin er munandi minni fyri tey, sum ferðast sjóvegis og gjøgnum tunnil, enn fyri tey, sum bara ferðast yvir land. Ein samd nevnd heldur, at rættari er, sum uppskotið eisini leggur upp til, at grunda stuðulin á útreiðslurnar í staðin fyri longdina av farleiðini. Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað. 2. viðgerð 2. mai 2006. §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til...

Les meira

Uppskot til samtyktar um málslig krøv til vørumerking, handilslýsingar, brúkaraupplýsing og telduforrit

,

Ár 2006, 3. mars, legði Høgni Hoydalæ, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrið um at legga fram lógaruppskot, ið seta sum krav: – at allar vørur, ið verða seldar í Føroyum, verða merktar við føroyskum teksti – at allar handilslýsingar, ið verða miðlaðar og bornar út sambært føroyskari lóg, skulu hava føroyskan tekst – at brúkaraupplýsingar til vørur, ið verða seldar í Føroyum, hava føroyskan tekst – at vanlig telduforrit, ið verða seld í Føroyum, hava føroyskan tekst til brúkaran Viðmerkingar Endamálið við hesum uppskoti er mentanar – og málpolitiskt – og verður lagt fram saman við uppskoti til broyting í løgtingslóg um matvørur, ið hevur sama endamál: At styrkja støðuna og menningina hjá føroyska málinum á týdningarmiklum økjum, har føroyskt mál ikki hevur rúmd í dag. Stóra avbjóðingin hjá føroysku tjóðini er at menna seg í altjóða samfelagnum á jøvnum føti við aðrar tjóðir – uttan at missa okkum sjálvi burtur sum mentan og tjóð. Til tess krevst ikki bert, at vit útbúgva okkum í øðrum málum og støðugt menna okkara altjóða førleikar. Til tess krevst, at vit dubba okkum mentanarliga og málsliga, so okkara egna mentan og mál støðugt kann mennast í altjóðagerðini, og vit kunnu taka lut í heiminum við egnum samleika. Megna vit ikki at styrkja okkara egnu mentan og mál í øllum nútímans samskifti og kenna okkum standa á tryggari grund, kann altjóðagerðin kennast sum ein hóttan heldur enn ein møguleiki. Stríðið fyri at menna føroyska málið, ið er grundarlagið undir okkara mentan og samleika sum tjóð, hevur tvær tær undanfarnu øldirnar snúð seg um at vinna føroyska málinum sess í skúla, kirkju, umsiting, rættinum, bløðum og fjølmiðlum, har tað varð útihýst. Avbjóðingin er í veruleikanum tann sama í dag, har týdningarmikil samfelagsøkir, ið vit øll samskifta við í gerandisdegnum, ikki hava føroyskt mál, sum samskiftismiðil. Okkara grannalond granska og viðgera í dag tað, tey rópa “økismiss” í málinum – t.e. at eitt nú svenskt, danskt, íslendskt og norskt verða trokað burtur innan ávis samskiftisøkir í málinum, tildømis innan ávísar lærugreinar, innan teldusamskifti og aðrastaðni við. Men í Føroyum hava vit altíð barst við at vinna føroyska málinum sess og menning á økjum, har tað ongantíð hevur havt sess, ella er dottið burtur. Seinastu 50-60 árini er gerandisdagurin hjá fólki í vesturheiminum alt meira merktur av keypi og sølu. Øll keypa vit helst onkra vøru hvønn dag – frá neyðsynjarvørum til marglætisvørur. Harafturat verða vit díkt undir í handilslýsingum umvegis postútborið tilfar og handilslýsingar í miðlum og á gøtuhornum, hvønn einasta dag. Men sum eitt av teimum fáu londunum í vesturheiminum, eru allar vørumerkingar á influttum vørum gjørdar á øðrum máli enn føroyskt. Og stórur partur av handilslýsingum, ið verða bornar út, eru ikki á føroyskum. Sostatt er ein partur av samfelagnum, har vit øll samskifta dagliga, nærum ruddaður fyri føroyskt mál. Í okkara grannalondum kemur hetta ikki fyri. Har verður avtala gjørd við framleiðslu- og sølufyritøkur um at merkja vørurnar við teksti á tjóðarmálinum. Tað sama er at siga um brúkaraupplýsingar av tyngri slagi – eitt nú brúkaravegleiðingar til ymsar brúkslutir. Annað øki, ið fyllir alt meira í gerandisdegnum, men har føroyskt mál als ikki eigur innivist, eru telduforritini, ið skjótt hvør føroyingur brúkar dagliga. Talan er sostatt um, at á týdningarmiklum nútímans samskiftisøkjum, verður føroyskt mál...

Les meira

Uppskot til samtyktar um einskiljingar av vinnufyritøkum hins almenna

,

Ár 2006, 3. mars, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi uppskot til samtyktar Løgtingið staðfestir, at høvuðsendamálini við at einskilja almennar vinnufyritøkur eru: – at skapa fortreytir fyri einum sjálvberandi búskapi – at seta greið mørk millum alment og privat virksemi, har tað almenna kann nýta sína orku og sítt fíggjarliga tilfeingi til samhaldsfastar skipanir og íløgur í neyðugar felags uppgávur, og har vinnulívið kann gerast kappingarført – at fáa avkast til landskassan og skattgjaldaran fyri kreppuloysnir og fyri virðir, ið tað almenna hevur bygt upp – at styrkja føroyskt vinnulív til at standa seg í altjóða kappingini og at fáa størri avkast og virðisøking til føroyska samfelagið – at skapa fortreytir fyri, at føroyskar íløgur og føroyskt vinnulív kunnu samstarva og eiga part í virksemi og fyritøkum uttan fyri Føroyar – at eggja til íløguhug í føroyskt vinnulív – ikki minst hjá føroyskum kapitali, sum í dag er bundin uttanlands – at skapa javnar kappingarmøguleikar í føroyskum vinnulívi – at byggja upp føroyska virðisbrævamarknaðin – at forða fyri politiskari stýring í vinnulívinum, og at áhugabólkar stýra politisku avgerðunum Tí heitir Løgtingið á landsstýrið um, áðrenn aðrar almennar fyritøkur heilt ella partvíst verða bjóðaðar til sølu, at leggja lógaruppskot fram: – um Búskapargrunn, har greitt verður ásett, hvussu peningur frá einskiljingum skal nýtast – um at fáa yvirskotskapitalin í Føroya Banka førdan til tað almenna (at niðurkapitalisera bankan) – um at bjóða partabrøvini í Føroya Banka út á Virðisbrævamarknaði Føroya í hóskandi stigum – ið tryggja, at Føroya Banki framvegis verður eitt sjálvstøðugt móðurfelag og hevur høvuðsstøð í Føroyum – ið tryggja, at einstakur eigari ikki kann eiga meira enn ein fimting av partabrøvunum í Føroya Banka – at tryggja professionalismu í søluni við hollari ráðgeving Viðmerkingar: Einskiljingar av almennum fyritøkum hava verið á politisku dagsskránni í rúma tíð. At kalla onki er tó higartil komið burturúr, og orsøkin kann í stuttum sigast at vera vantandi politisk fyrireiking og vantandi politisk viðgerð og semja um endamálini við einskiljingum. Semja tykist tó vera millum politisku flokkarnar um, at neyðugt er at fáa greiðan skilnað millum alment og privat virksemi og at avrigga kreppuloysnirnar frá 90’unum. Men síðani er ilt at síggja, hvar politiska semjan finst: Onkur flokkur tosar um einskiljingar sum partur av eini borgarligari hugsjón. Annar tosar um at fáa pening til landskassan. Og ein triði tosar um kapping og altjóðagerð. Tá einskiljingarætlanir fyri ávísar fyritøkur og ávíst virksemi kemur á borðið, gerst tó skjótt greitt, at semjan er lítið ítøkilig – heldur ikki í teimum flokkum, ið nýta einskiljingar sum hugsjónarligt amboð. Tá einstakar fyritøkur verða viðgjørdar, skal semja finnast um politisku málini, atlitini og treytirnar fyri júst tað slagið av fyritøku og virksemi – og tá kunnu allir hugsandi smálutir gerast avgerandi, um ikki væl er lagt til rættis. Er ikki neyv politisk fyrireiking gjørd, so mynda bert persónlig atlit og lokal atlit – umframt trýst frá áhugabólkum – viðgerðina. Úrslitið gerst skjótt uppskot um tilvildarligar politiskar loysnir og neyðsemjur, har ongin kann hava álit á, at samfelagslig mál verða rokkin – og har vandi er fyri, at almenn virðir verða søplað burtur ella ivasamir handlar verða gjørdir. Tey virðir, sum í dag eru bundin í almennum fyritøkum, eru so mikið stór í mun til samlaðu ognirnar í Føroyum, at óneyv fyrireiking og tilvildarligar avgerðir...

Les meira

Uppskot til samtyktar um fólkaskúlalógina

,

Ár 2006, 3. mars, legði Heidi Petersen, løgtingsmaður, vegna Tjóveldisflokkin fram soljóðandi uppskot itl samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrismannin í mentamálum um at kanna og leggja frágreiðing fyri Løgtingið um, hvussu undirvísingin í fólkaskúlanum kann uppraðfestast: Í føroyskum máli og mentan Í skapandi lærugreinunum og samstarvi millum næmingarnar Í fjøltáttaðum arbeiðshættum og tøkni, so fakligi førleikin styrkist og kann liva upp til altjóða krøv Um økjast skal munandi um sernámsfrøðiligu ráðgevingina og undirvísingina kring landið Løgtingið tekur undir við, at frágreiðingin verður løgd fyri tingið innan 15. september 2006. Viðmerkingar Føroyski fólkaskúlin er grundarsteinurin undir einum framkomnum nútímansgjørdum samfelagi á altjóða støði. Skulu vit røkka hesum máli til fulnar, er støðugt neyðugt at skoða og endurskoða innihaldið og skipanina í fólkaskúlanum. Við nýggju lógini frá 1997 fingu vit eitt nýtt amboð at reka fólkaskúla við, bæði í innihaldi og arbeiðshættum. Hvussu lógin hevur eydnast, og um vit hava fingið ein betri fólkaskúla við tí nýggju lógini, er ikki staðfest, tí higartil er lógin ikki eftirmett. Hava vit betri frálæru, duga næmingarnir betur at samstarva, hava teir gott høvi at menna skapanarevni, er nýggja tøknin ein samrunnin partur av undirvísingini, hava føroyskir fólkaskúlanæmingar ment eitt høgt sjálvsvirði og sjálvsálit, duga teir væl at loysa ókendar spurdómar, hava teir ein høgan fakligan førleika, sum lýkur altjóða krøv, hava lærararnir nøktandi útbúgving og eftirútbúgving at starvast í einum framkomnum skúla? Hesar og nógvar aðrar spurningar eiga vit, sum sita við ábyrgdini av føroyska skúlaverkinum at seta okkum. Umráðandi er, at føroyskir fólkaskúlanæmingar fáa gott í beinið, so hvørt sum heimurin við nýggjari tøkni og samskiftismiðlum, ferðasambondum og margføldum møguleikum gerst minni og minni fyri hvønn dag, sum gongur. Hetta gerst best við hollari upplæring og undirvísing í máli og mentan, har stórur dentur skal leggjast á landins søgu og siðir, tí hesi eru sjálvt grundarlagið undir einum sjálvstøðugum og sterkum samleika í føroyska fólkinum. Sjálvstøðugur og sterkur samleiki hevur munandi størri týdning í dag enn fyri 100 árum síðani. Áhaldandi ávirkanin, ágangurin, tilboðini, møguleikarnir, og alt annað, ið kemur uttaneftir, er so ovurhonds stór og ógvuslig, at vandi er fyri, at vit missa okkum burtur í øllum meldrinum og eisini missa fótafesti sum fólk. Íblástur og ávirkan uttaneftir er av stórum týdningi fyri eina tjóð, sum við sterkari mentan og sterkum samleika kann velja og vraka millum tann førning, sum bera skal uppi á ferðini frameftir. Samstarv og skapanarevni eru lyklaorð til framtíðar vælferð. Umráðandi er at menna hesi evni næminganna, sum eru ein fortreytin fyri at kunna liva og virka í einum framkomnum samfelagi, og harvið eisini duga og gera tær neyðugu tillagingar, sum broyttu umstøðurnar í samfelagnum krevja. Okkara tíð sýnir tíverri manglandi evni til nóg skjótt og í nóg stóran mun at broyta fortreytir og umstøður í skúla og samfelag sum heild. Nútímansgerð av lærugreinum og arbeiðshættir eiga at vera verkevni, sum støðugt skal arbeiðast við í føroyska fólkaskúlanum. Málið eigur greitt at vera at styrkja um fakliga førleikan, so hann lýkur altjóða krøv og harvið ger okkum betur brynjaði til kappingina á altjóða pallinum. Atlit eiga at takast til nútímans føroyskt undirvísingartilfar til næmingar á øllum aldursstigum. Málið er, at allir næmingar fáa hóskandi frálærutilfar á góðum føroyskum máli í øllum lærugreinum innan tvey ár, og at munandi størri fíggjarorka skal setast av til endamálið á fíggjarlógunum 2007...

Les meira

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging

,

Ár 2006, 3. mars, legði Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um umskipan av Føroya Lívstrygging   § 1 Í løgtingslóg nr. 105 frá 22. desember 1999 um umskipan av Føroya Lívstrygging, verður gjørd hendan broyting: 1) § 1, stk. 1, 2. pkt. verður orðað soleiðis: ”Helvtin av partapeninginum er ogn landsins, hin helvtin ogn tryggingartakaranna." 2) § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis: "Helvtin av partabrøvunum verður latin felagnum hjá tryggingartakarunum, Ognarfelagið Lív, sum er felag við avmarkaðari ábyrgd, stovnað tann 28. oktober 2005.", og stk. 2 verður hereftir stk. 3. § 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Viðmerkingar: Tá ið Løgtingið í desember 1999 samtykti uppskot frá Føroya Landsstýri um at umskipa Føroya Lívstrygging til alment partafelag, var sera ivasamt, um Føroya Landsstýri hevði ognarrættin til Føroya Lívstrygging. Fyri í mest møguligan mun at verja rættindini hjá tryggingartakarunum í Føroya Lívstrygging, fyri at kunna skapa tryggar karmar um neyðug framstig á eftirlønarøkinum og fyri at umganga ognartøku, mæla uppskotsstillararnir Løgtinginum til at samtykkja hetta uppskot. Samstundis fær Føroya Landsstýri hildið sínar avtalaðuskyldur um at geva tryggingartakarunum og teim feløgum, sum umboða hesar, neyðuga ávirkan og innlit. Í sambandi við at Føroya Lívstrygging bleiv stovnað í 1966, legði lógarnevndin fram álit, har greitt var frá, at endamálið við upprættanini av Føroya Lívstrygging var at gagna uppsparingini í landinum. Eisini verður sagt í álitinum, at Føroya Lívstrygging skuldi vera ein sjálveigandi stovnur. Úrslitið bleiv, at Føroya Lívstrygging bleiv stovnað við løgtingslóg nr. 64 frá 10 oktober 1966 og kom at virka frá 1. januar 1967. Føroya Landsstýri rindaði ongan pening til Føroya Lívstrygging í sambandi við stovnanina. Gjøgnum øll árini hevur Føroya Lívstrygging selt sínar tryggingar til fólk og mótvegis fakfeløgum m.a. við tí grundgeving, at tað vóru tryggingartakararnir, sum áttu allar ognirnar í Føroya Lívstrygging. Eftir gerðarrættardóm tann 25. juni 1991 í einum gerðarrættarmáli millum BLF o.o. feløg í móti Føroya Landsstýri tók Føroya Landsstýri til eftirtektar, at limirnir hjá fakfeløgunum hava fullan ognarrætt til eftirlønina, sum sambært sáttmálunum verður goldin av teimum og Føroya Landsstýri. Í semju millum Føroya Landsstýri og Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara frá 15. februar 1993 hevur Føroya Landsstýri bundið seg til at virka fyri, at lóg um Lívstrygging fær slíkt skap, at felagið fær innlit og ávirkan. Hetta er ongantíð gjørt. Í drúgvum skrivi til Føroya Landsstýri, dagfest 31. oktober 1997, hevur Føroya Lívstrygging boðað frá, at hon og advokatur tess eru komin til ta niðurstøðu, at Føroya Lívstrygging er ein sjálveigandi stovnur, og at tryggingartakarin hevur rætt til øll aktiv, sum eru í Føroya Lívstrygging. Men í sambandi við umskipan av Føroya Lívstrygging í desembur 1999 fekk Løgtingið ongantíð upplýsingar um hetta skriv. Tvørturímóti boðar Vinnumálastýrið frá, at løgfrøðisligar kanningar eru gjørdar, og at niðurstøðan er greið, nevniliga, at Føroya Landsstýri eigur Føroya Lívstrygging. Í sambandi við umskipanina av Føroya Lívstrygging í desember 1999 framdi Føroya Landsstýri onga hoyring av fakfeløgunum ella tryggingartakarunum. M.a. vísandi til, at tað er sera ivasamt, um Føroya Landsstýri hevur ognarrættin til Føroya Lívstrygging, er tað alneyðugt at gera framstig á eftirlønarøkinum soleiðis, at fólk taka undir við og taka til sín eftirlønarskipanir í Føroyum, og fyri at umganga ognartøku og annars í mest møguligan mun at verja rættindini hjá tryggingartakarunum í Føroya...

Les meira

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslógini um ferðslu

, 02/03/2006

Ár 2006, 2. mars, legði Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi uppskot til samtyktar   Løgtingið tekur undir við, at nevndin, sum arbeiðir við broytingum í ferðslulógini, fer undir at kanna skipanir við klippikortum fyri brot á ferðslulógina við tí fyri eyga at seta eina slíka skipan í verk í Føroyum. Heitt verður á landsstýrið um síðani at leggja frágreiðing fyri Løgtingið við uppskoti til broyting í løgtingslógini um ferðslu, sum setir í verk eina slíka skipan. Viðmerkingar Seinastu tíðina hevur nógv verið at hoyrt, sæð og lisið um skipanina við klippikorti í ferðsluni, sum m.a. danir hava sett ígildi. Royndirnar við hesi nýggju og rættiliga øðrvísi skipan eru so gott sum bara positivar. Tað halda tey, sum umsita hana, og tey, sum skipanin verður nýtt í mun til, nevniliga tey, sum koyra dagliga á vegunum. Hildið verður, at skipanin virkar fyribyrgjandi soleiðis at skilja, at fólk yvirhøvur hava fingið eitt nógv meira og betri ment medvit um ferðsluvandarnar, og at fólk eisini hava fingið størri virðing fyri hesum. Uppskotsstillarin bað her fyri umsitingina hjá Løgtinginum um at tilevna uppskot um løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu, hetta við atliti at seta skipan við klippikorti í ferðsluni í gildi í Føroyum. Men eftir at hava kannað málið, boðaði sama umsiting frá, at hetta kundi ikki lata seg gera soleiðis í eini handavending. Eitt slíkt uppskot er so kollveltandi, at tað ávirkar so nógvar tættir í lógini og hugburðin annars, at lógarsmíðið verður víðfevnt, orku- og tíðarkrevjandi. Hóast tað, heldur uppskotsstillarin, at vit eiga at fremja slíka lógarbroyting, og heiti tí við hesum á landsstýrismannin í vinnumálum um at taka avgerandi stig hesum viðvíkjandi. Hetta sum eitt stig á leiðini móti 0-loysnini, ið vit hava sett okkum sum høvuðsmál, hvat ferðslutrygd viðvíkur. Uppskotsstillarin er vitandi um, at danir hava ikki brot á regluna um at nýta trygdarseðlar við í teirra klippikortskipan. Hetta av ymsum orsøkum. Tó heitir uppskotsstillarin á landsstýrismannin um at hava trygdarseðlarnar í huga, tá eitt føroyskt uppskot skal tilevnast. Hetta tí trygdarseðlar tykjast hava ein rættiliga avgerandi týdning í ferðsluni, og ikki minst tí, at tað ferð eftir ferð hevur verið víst á, at vantandi nýtsla av trygdarseðlum í føroysku ferðsluni, hevur elvt til álvarsamar løstir og fleiri deyðsføll. 1. viðgerð 15. mars 2006. Tingmálini nr. 85 og 73/2005 vórðu viðgjørd undir einum og beind í...

Les meira

Uppskot til samtyktar um einskiljingar av vinnufyritøkum hins almenna

, 01/03/2006

Løgtingið staðfestir, at høvuðsendamálini við at einskilja almennar vinnufyritøkur eru: – at skapa fortreytir fyri einum sjálvberandi búskapi – at seta greið mørk millum alment og privat virksemi, har tað almenna kann nýta sína orku og sítt fíggjarliga tilfeingi til samhaldsfastar skipanir og íløgur í neyðugar felags uppgávur, og har vinnulívið kann gerast kappingarført – at fáa avkast til landskassan og skattgjaldaran fyri kreppuloysnir og fyri virðir, ið tað almenna hevur bygt upp – at styrkja føroyskt vinnulív til at standa seg í altjóða kappingini og at fáa størri avkast og virðisøking til føroyska samfelagið – at skapa fortreytir fyri, at føroyskar íløgur og føroyskt vinnulív kunnu samstarva og eiga part í virksemi og fyritøkum uttan fyri Føroyar – at eggja til íløguhug í føroyskt vinnulív – ikki minst hjá føroyskum kapitali, sum í dag er bundin uttanlands – at skapa javnar kappingarmøguleikar í føroyskum vinnulívi – at byggja upp føroyska virðisbrævamarknaðin – at forða fyri politiskari stýring í vinnulívinum, og at áhugabólkar stýra politisku avgerðunum Tí heitir Løgtingið á landsstýrið um, áðrenn aðrar almennar fyritøkur heilt ella partvíst verða bjóðaðar til sølu, at leggja lógaruppskot fram: – um Búskapargrunn, har greitt verður ásett, hvussu peningur frá einskiljingum skal nýtast – um at fáa yvirskotskapitalin í Føroya Banka førdan til tað almenna (at niðurkapitalisera bankan) – um at bjóða partabrøvini í Føroya Banka út á Virðisbrævamarknaði Føroya í hóskandi stigum – ið tryggja, at Føroya Banki framvegis verður eitt sjálvstøðugt móðurfelag og hevur høvuðsstøð í Føroyum – ið tryggja, at einstakur eigari ikki kann eiga meira enn ein fimting av partabrøvunum í Føroya Banka – at tryggja professionalismu í søluni við hollari ráðgeving Viðmerkingar: Einskiljingar av almennum fyritøkum hava verið á politisku dagsskránni í rúma tíð. At kalla onki er tó higartil komið burturúr, og orsøkin kann í stuttum sigast at vera vantandi politisk fyrireiking og vantandi politisk viðgerð og semja um endamálini við einskiljingum. Semja tykist tó vera millum politisku flokkarnar um, at neyðugt er at fáa greiðan skilnað millum alment og privat virksemi og at avrigga kreppuloysnirnar frá 90’unum. Men síðani er ilt at síggja, hvar politiska semjan finst: Onkur flokkur tosar um einskiljingar sum partur av eini borgarligari hugsjón. Annar tosar um at fáa pening til landskassan. Og ein triði tosar um kapping og altjóðagerð. Tá einskiljingarætlanir fyri ávísar fyritøkur og ávíst virksemi kemur á borðið, gerst tó skjótt greitt, at semjan er lítið ítøkilig – heldur ikki í teimum flokkum, ið nýta einskiljingar sum hugsjónarligt amboð. Tá einstakar fyritøkur verða viðgjørdar, skal semja finnast um politisku málini, atlitini og treytirnar fyri júst tað slagið av fyritøku og virksemi – og tá kunnu allir hugsandi smálutir gerast avgerandi, um ikki væl er lagt til rættis. Er ikki neyv politisk fyrireiking gjørd, so mynda bert persónlig atlit og lokal atlit – umframt trýst frá áhugabólkum – viðgerðina. Úrslitið gerst skjótt uppskot um tilvildarligar politiskar loysnir og neyðsemjur, har ongin kann hava álit á, at samfelagslig mál verða rokkin – og har vandi er fyri, at almenn virðir verða søplað burtur ella ivasamir handlar verða gjørdir. Tey virðir, sum í dag eru bundin í almennum fyritøkum, eru so mikið stór í mun til samlaðu ognirnar í Føroyum, at óneyv fyrireiking og tilvildarligar avgerðir kunnu flyta virðir og skipanir á fáar hendur og kunnu ávirka alt føroyskt vinnuvirksemi, føroyskan...

Les meira

Uppskot til samtyktar um EFTA og ræði á málum og málsøkjum

, 28/02/2006

Ár 2006, 28. februar, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi uppskot til samtyktar Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið tekur upp samráðingar við EFTA um limaskap og fyrireikar lógaruppskot um at taka ræði á hesum 12 málsøkjum: 1. Flogferðsla 2. Fíggjarøkið, herundir fíggjareftirlit – tó ikki realkreditt- og tryggingarvirksemi og eftirlit við hesum 3. Ídnaðarhugverksrættur 4. Upphavsrættur 5. Útlendingaøkið og marknaeftirlit 6. Ársroknskaparøkið 7. Elektronisk undirritan 8. Felagsskapsrættur og grunsrættur 9. Fíggjarrættur 10. Mát og vekt 11. Sakførarastarvssemi 12. Sjórættur Viðmerkingar: Upplýst er av løgmanni í fyrispurningi 100-19/2005, at treytin fyri limaskapi í EFTA er, at vit hava málsræði á tólv ávísum málsøkjum: 1. Flogferðsla (frælsi fyri tænastur og løgfrøðiligar persónar) 2. Fíggjarøkið, herundir fíggjareftirlit – tó ikki realkreditt- og tryggingarvirksemi og eftirlit við hesum (frælsi fyri tænastur, kapital og løgfrøðiligar persónar) 3. Ídnaðarhugverksrættur (frælsi fyri vørur) 4. Upphavsrættur (frælsi fyri vørur) 5. Útlendingaøkið og marknaeftirlit (frælsi fyri likamligar persónar) 6. Ársroknskaparøkið (frælsi fyri tænastur og kapital) 7. Elektronisk undirritan (frælsi fyri vørur, tænastur, kapital, likamligar persónar og løgfrøðiligar persónar) 8. Felagsskapsrættur og grunsrættur (frælsi fyri tænastur, kapital og løgfrøðiligar persónar) 9. Fíggjarrættur (frælsi fyri tænastur, kapital og løgfrøðiligar persónar) 10. Mát og vekt (frælsi fyri vørur og tænastur) 11. Sakførarastarvssemi (frælsi fyri tænastur) 12. Sjórættur (frælsi fyri tænastur, kapital og løgfrøðiligar persónar) Málsræði á hesum økjum kostar okkum minni enn 20 mió. kr. sambært viðløgdu meting, ið er gjørd á Løgmansskrivstovuni. Uppskotið er, at Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið beinanvegin tekur upp samráðingar um limaskapi í EFTA, soleiðis at føroyska samfelagið fær ein munandi størri marknað, sum er ein av høvuðslyklunum til øktan búskaparvøkstur og størri vælferð. Fylgiskjal: Meting frá...

Les meira

Uppskot til samtyktar um EFTA og ræði á málum og málsøkjum .

, 22/02/2006

Tjóðveldisflokkurin leggur soljóðandi uppskot til samtyktar um EFTA limaskap og ræði á 12 málsøkjum. Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið tekur upp samráðingar við EFTA um limaskap og fyrireikar lógaruppskot um at taka ræði á hesum 12 málsøkjum: 1. Flogferðsla 2. Fíggjarøkið, herundir fíggjareftirlit – tó ikki realkreditt- og tryggingarvirksemi og eftirlit við hesum 3. Ídnaðarhugverksrættur 4. Upphavsrættur 5. Útlendingaøkið og marknaeftirlit 6. Ársroknskaparøkið 7. Elektronisk undirritan 8. Felagsskapsrættur og grunsrættur 9. Fíggjarrættur 10. Mát og vekt 11. Sakførarastarvssemi 12. Sjórættur Viðmerkingar: Upplýst er av løgmanni í fyrispurningi 100-19/2005, at treytin fyri limaskapi í EFTA er, at vit hava málsræði á tólv ávísum málsøkjum: 1. Flogferðsla (frælsi fyri tænastur og løgfrøðiligar persónar) 2. Fíggjarøkið, herundir fíggjareftirlit – tó ikki realkreditt- og tryggingarvirksemi og eftirlit við hesum (frælsi fyri tænastur, kapital og løgfrøðiligar persónar) 3. Ídnaðarhugverksrættur (frælsi fyri vørur) 4. Upphavsrættur (frælsi fyri vørur) 5. Útlendingaøkið og marknaeftirlit (frælsi fyri likamligar persónar) 6. Ársroknskaparøkið (frælsi fyri tænastur og kapital) 7. Elektronisk undirritan (frælsi fyri vørur, tænastur, kapital, likamligar persónar og løgfrøðiligar persónar) 8. Felagsskapsrættur og grunsrættur (frælsi fyri tænastur, kapital og løgfrøðiligar persónar) 9. Fíggjarrættur (frælsi fyri tænastur, kapital og løgfrøðiligar persónar) 10. Mát og vekt (frælsi fyri vørur og tænastur) 11. Sakførarastarvssemi (frælsi fyri tænastur) 12. Sjórættur (frælsi fyri tænastur, kapital og løgfrøðiligar persónar) Málsræði á hesum økjum kostar okkum minni enn 20 mió. kr. sambært viðløgdu meting, ið er gjørd á Løgmansskrivstovuni. Uppskotið er, at Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið beinanvegin tekur upp samráðingar um limaskapi í EFTA, soleiðis at føroyska samfelagið fær ein munandi størri marknað, sum er ein av høvuðslyklunum til øktan búskaparvøkstur og størri vælferð. Á Løgtingi, tann 22. februar 2006 Hergeir Nielsen...

Les meira

Uppskot til samtyktar um einsamallar uppihaldarar

, 14/02/2006

Ár 2006, 14. februar, løgdu tingmenninir Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk, Høgni Hoydal, Páll á Reynatúgvu, Hergeir Nielsen, Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersen og Karsten Hansen vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi uppskot til samtyktar Løgtingið heitir á landsstýrið um at greina livikorini og fremja tiltøk at bøta um støðuna hjá familjum við einsamøllum uppihaldarum við: – beinanvegin at seta í verk eina kanning av livikorunum hjá einsamøllum uppihaldarum í Føroyum – eitt nú tá ræður um fastar útreiðslur, nýtslumøguleikar, útbúgvingarmøguleikar, sosialt netverk, forsyrgjaraskyldur og møguleikar hjá børnunum sum heild, og – við støði í kanningini at skjóta upp neyðugar lógarbroytingar og tiltøk til tess at bøta um fíggjarligu og sosialu møguleikarnar hjá teimum familjum, ið eru fyri vanbýti Viðmerkingar Tjóðveldisflokkurin vil politiskt raðfesta sosialu korini hjá teimum samfelagsbólkum, ið detta burturímíllum í sosial- og fíggjarpolitikki landsins og í samfelagsgongdini sum heild. Talan er um sosialar bólkar, ið fáa øktar fíggjarligar byrður av fíggjar- og búskaparpolitikki landsstýrisins, og ikki eru millum tey, ið kunnu taka lut í nýggjum lánitilboðum, avdráttarskáum, partabrævaíløgum og mongum øðrum tilboðum, sum floyma í almenna miðlaheiminum í løtuni. Nevnast kunnu tildømis: – familjur við lágum inntøkum kring landið (ið hava reallønarlækking í løtuni) – pensjónistar, ið bert hava fólkapensjónina at dúva uppá – fólk við lægstu fyritíðarpensjón – fólk við skerdum førleika – og familjur og einstaklingar við sosialum trupulleikum sum heild. Ein av hesum gloymdu bólkum, ið er í vanda fyri at gerast enn meira marginaliseraður, er uttan iva einsamallir uppihaldarar. Í desember 2005 legði Tjóðveldisflokkurin fram broytingaruppskot til fíggjarlógina, har skotið varð upp, at einsamallir uppihaldarar fáa dupultan barnafrádrátt í landsskattinum. Uppskotið fall á tingi, men er nú sett fram aftur sum sjálvstøðugt uppskot. Samstundis vil Tjóðveldisflokkurin seta ljóskastaran á sosialu og fíggjarligu støðuna sum heild hjá einsamøllum uppihaldarum, og heitir tí á landsstýrið um beinanvegin um at gera eina neyva livikorskanning av hesum samfelagsbólki og at skjóta upp ítøkiligar lógarbroytingar og tiltøk, ið kunnu bøta um sosialu og fíggjarligu møguleikarnar Ongi hagtøl um sosialu støðuna Tey vantandi sosialu hagtølini í Føroyum gera, at tað er nærum ógjørligt at siga nakað greitt um sosialu og fíggjarligu støðuna hjá einsamøllum uppihaldarum. Ein bólkur av lesandi á Roskilde Universtitetscenter hevur sambært Sosialinum 3. februar 2006 gjørt eina sonevnda kvalitativa kanning (gjøgnum samrøður) av støðuni hjá sjey einsamøllum mammum í Tórshavn Teirra niðurstøða er greið: At hesar familju liva undir fátækramarkinum, hava vónleys bústaðarútlit, fáa ónøktandi málsviðgerð frá sosialu myndugleikunum og eru undir sálarligum trýsti, orsakað av sosialu støðuni. Víst verður eisini á, at familjan hjá kvinnunum er sera týdningarmikið sosialt trygdarnet. Eisini er vert at nevna, at ein sjálvboðin arbeiðsbólkur hevur skotið upp at stovna serliga ráðgeving fyri einsamallar uppihaldarar út frá royndum, ið siga, at tørvurin er alstórur. Hvat eigur ein livikorskanning at fevna um? Uttan iva er skeivt at tosa um ein einsháttaðan sosialan bólk. Inntøkugrundarlagið er sjálvsagt ymiskt eins og aldur, útbúgvingarstøða, netverk, barnatal, bústaðarmøguleikar, bústaður í landinum og sosial støða annars. Enn er ongin “kvantitativ” kanning gjørd av støðuni hjá einsamøllum uppihaldarum í Føroyum, og tí eigur ein livikorskannning í minsta lagi at fevna um hesar spurningar: – Hvussu nógv fólk er talan um? – Hvat er aldurs- og kynsbýtið? – Hvar búgva tey í landinum? – Hvussu kunnu tey bólkast sosialt – t.e.hvørji støðu eru tey í fíggjarliga, og hvussu eru tey býtt...

Les meira