Tingmál
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
Ár 2006, 14. februar, løgdu tingmenninir Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk, Høgni Hoydal, Páll á Reynatúgvu, Hergeir Nielsen, Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersen og Karsten Hansen vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi uppskot til samtyktar § 1 Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 15. desember 2005, verður í § 2, stk. 1 orðingin ”5.500 kr. treytað” broytt til ”5.500 kr., fyri einsamallar upphaldarar tó 11.000 kr., treytað” § 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Viðmerkingar: Viðmerkingar til broytingar í løgtingslóg um landsskatt um dupultan barnafrádrátt til einsamallar uppihaldarar Hetta uppskot verður lagt fram í eini roynd at fáa ítøkiligan fíggjarligan bata hjá einsamøllum uppihaldarum í Føroyum beinanvegin. Samstundis leggur Tjóðveldisflokkurin fram uppskot til samtyktar, har heitt verður á landsstýrið um at greina livikorini hjá einsamøllum uppihaldarum sum heild og at skjóta upp lógarbroytingar og onnur tiltøk, ið kunnu bøta um fíggjarligu møguleikarnar og sosialu støðuna hjá hesum samfelagsbólki. Í desember 2005 legði Tjóðveldisflokkurin fram broytingaruppskot til fíggjarlógina, har skotið varð upp, at einsamallir uppihaldarar fáa dupultan barnafrádrátt í landsskattinum. Uppskotið fall á tingi, men verður nú sett fram aftur sum sjálvstøðugt uppskot. Tjóðveldisflokkurin heitir eisini á kommunurnar kring landið um at taka sama táttin upp og veita einsamøllum uppihaldarum dupultan barnafrádrátt. Uppskotið um dupultan barnafrádrátt rakar eftir Tjóðveldisfloksins hugsan bæði sosialt rætt og kann gera veruligan fíggjarligan mun hjá einsamøllum uppihaldarum. Er talan um einsamallan uppihaldara við lágari inntøku, verður krónuupphæddin í frádráttinum ein lutfalsliga stór broyting í tøku inntøkuni. Sum dømi kann nevnast, at einsamallur uppihaldari við tveimum børnum undir 18 ár fer at hava kr. 11.000 afturat, eftir at skattur er goldin. Um inntøkan er 180.000 kr. árliga, samsvarar hetta eini hækking í tøku inntøkuni á 8%. 1. viðgerð 23. februar 2006. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 15. mars 2006 legði fram soljóðandi Álit Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 14. februar 2006, og eftir 1. viðgerð tann 23. februar er tað beint fíggjarnevndini. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 2. og 9. mars 2006. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Føroya Kommunufelag, Kommunusamskipan Føroya, Hagstovnuna, Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, og Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmann. Uppskotið er ætlað at geva støkum uppihaldarum dupultan barnafrádrátt. Hetta hugtak er ikki allýst í uppskotinum. Upplýst fyri nevndini er, at umleið 53% av nýføðingum hava ógift foreldur. Øll, sum Fíggjarnevndin undir viðgerðini hevur havt fund við, hava víst á, at tað ikki tykist møguligt við hjálp av verandi almennum skráum at fáa hugtakið ’stakir uppihaldarar’ allýst. Verandi skipan við barnafrádrátti verður givin við atliti til børn undir 18 ár. Hetta er ein skipan, sum stórt sæð koyrir sjálvvirkandi uttan nakra umsiting. Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta. Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen og Lisbeth L. Petersen) heldur, at óansæð hvussu trupulleikin viðvíkjandi áseting um, hvør skal verða umfataður av hesum uppskoti um dupultan barnafrádrátt, verður loystur, so fer hetta at krevja munandi umsiting. Hóast meirilutin ikki vil avvísa, at nógvar góðar grundir eru fyri at gera tiltøk fyri summar stakar upphaldarar, heldur meirilutin seg ikki kunna taka undir við eini skipan, sum fer at áleggja skattavaldinum ein munandi vøkstur av umsiting, serliga tá...
Les meiraUppskot til samtyktar um fráboðan til Sameindu Tjóðir
Ár 2006, 31. januar, legði Høgni Hoydal, løgtingsmaður o.fl. vegnaTjóðveldisflokkin fram soljóðandi uppskot til samtyktar Løgtingið staðfestir: – at føroyingar eru tjóð við óskerdum tjóðarrættindum – at bert Føroya fólk kann taka avgerð um rættarstøðu Føroya og støðu Føroya í altjóða samfelagnum – at tað er ikki í samsvari við sjálvsavgerðarrætt og tjóðarrættindi føroyinga, at danskir myndugleikar hava sent einvísa fráboðan til Sameindu Tjóðir um danska fólkatingslóg og danska grundlóg Føroyum viðvíkjandi Løgtingið heitir á landsstýrið um beinanvegin at tryggja, at Sameindu Tjóðir fáa boð um støðu Løgtingsins. Viðmerkingar Danska Uttanríkisráðið hevur sent eina einvísa fráboðan til Sameindu Tjóðir (ST), dagfest 7. november 2005. Í henni verður fráboðað, at ein donsk fólkatingslóg um uttanríkispolitisku heimildir føroyinga er í samsvari við sjálvsavgerðarrætt føroyinga sambært altjóða rætti. Danska fólkatingslógin við viðmerkingum er partur av hesi fráboðan. Í fráboðanini verður m.a. sagt: – at føroyingar hava ikki sjálvstøðugar heimildir mótvegis øðrum tjóðum – at føroyingar bert kunnu gera avtalur við onnur lond sum samrunnin partur av Danmark undir heitinum “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne” – at danska grundlógin setir mørkini fyri, hvørji rættindi føroyingar og føroyskir myndugleikar hava – at ein donsk grundlógarbroyting er neyðug, um føroyingar skulu hava nakrar sjálvstøðugar heimildir – at føroyingar hava ongar heimildir viðvíkjandi verju- og trygdarpolitikki – at føroyingar kunnu ikki gera avtalur, ið ganga móti áhugamálunum hjá danska ríkinum – at føroyingar kunnu ikki gerast limir í altjóða felagsskapum, har Danmark frammanundan er limur. Hetta er gjørt, uttan at Føroya fólk er spurt, og tíansheldur er Løgtingið kunnað um hesa einvísu fráboðan. Kortini verður sagt í fráboðanini, at hetta er í samsvari við sjálvsavgerðarrætt føroyinga. Henda fráboðan stendur í andsøgn til alt tað, sum Løgtingið og allir flokkar á tingi hava hildið fast um viðvíkjandi tjóðarrættindum føroyinga – fram til 2005. Ein av fremstu serfrøðingum í altjóða rætti, Guðmundur Alfredsson, professari, hevur víst á, at hetta kann hava skaðiliga ávirkan og kann virka til at staðfesta danskt vald í Føroyum í enn størri mun enn áður. Hann mælir til, at føroyingar boða ST frá síni støðu. Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, og fyrrverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg, hava báðir sagt alment, at teir taka ikki undir við donsku sjónarmiðunum, sum send eru ST, men at avgerandi er at halda fast um føroysku fatanina av viðurskiftunum. Tískil verður mælt til at, Løgtingið beinanvegin ger støðuna greiða og tryggjar, at føroysku sjónarmiðini verða fráboðað ST. 1. viðgerð 8. februar 2006. Málð beint í...
Les meiraUppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at veita stuðul til infrakervið á útoyggj
Ár 2006, 31. januar, løgdu tingmenninir Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk, Høgni Hoydal, Páll á Reynatúgvu, Hergeir Nielsen, Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersen og Karsten Hansen vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at veita stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggjum § 1 Í løgtingslóg nr. 137 frá 13. december 2005 um at veita stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggjum verður gjørd hendan broyting: Í §1 verða orðini “og Stóru Dímun” broytt til ”Stóru Dímun, Nólsoy og Gásadali.” § 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Viðmerkingar: Tá Løgtingið í desember 2005 samtykti uppskotið frá landsstýrinum til løgtingslóg um stuðul til íløgur í infrakervið á útoyggj, varð dentur lagdur á, at talan var um eitt lógartekniskt heimildarmál, har landsstýrismaðurin útvegaði sær materiella heimild til at gjalda stuðulin. Viðmerkingarnar hjá landsstýrinum til lógaruppskotið lýsa hetta sum eitt játtanar- og roknskapartekniskt mál, og álitið hjá vinnunevndini viðger hesar spurningar burturav. Men við løgtingslógini vóru bæði Nólsoy og Gásadalur strikað av listanum yvir bygdir, ið kunnu søkja um stuðul eftir lógini, og bæði vinnunevnd og tingið alt hava uttan iva roknað sum givið, at hetta varð gjørt eftir avtalu og samskifti millum Vinnumálaráðið og kommunalu myndugleikarnar. Nú er komið í ljós, at hvørki Tórshavnar ella Sørvágs kommunur – tíansheldur Kommunusamskipan Føroya ella Kommunufelag Føroya – eru eftirspurd og hoyrd í málinum. Tað er í fyrsta lagi átaluvert, og hesin spurningur átti sjálvsagt at havt fingið neyva umrøðu á tingi. Ì øðrum lagi er sera trupult at síggja nakra grundgeving fyri, at júst Gásadalur og Nólsoy verða strikað sum útjaðarapláss, ið hava tørv á at søkja um stuðul til íløgur í infrakervið. Í viðmerkingunum til lógaruppskotið nevnir landsstýrið bert: “Mett verður ikki, at Gásadalur og Nólsoy eru útoyggjar sbrt. lógaruppskotinum, t.e útoyggjar, sum liggja avsíðis við avmarkaðum ferðasambandi og tænastum til borgaran.” Hetta eru sjálvsagt grundgevingar og metingar, sum ongin kann taka í álvara – og so als ikki nólsoyingar ella nakað gásadalsfólk Landsstýrið hevur helst hugsað, at Nólsoy er vorðin partur av Tórshavnar kommunu, og at tunnil er komin til Gásadals, og tí roknað við, at landskassin kann leggja hesi pláss burturímillum. Men heldur ikki hesar grundgevingar halda. Endamálið við lógini er at stuðla íløgur í infrakervið í breiðastu merking, eisini tí elektroniska – og tískil eru nýligar broytingar í ferðasambandinum ikki nøktandi grundgeving. Eisini aðrar bygdir, sum hava fingið innivist í lógini, hava fingið munandi betringar í ferðasambandinum seinastu árini, so her verður mismunur gjørdur í lógini. Um landsstýrið hevur hugsað um kommunusamanlegging sum grundgeving fyri at strika Nólsoy, so verður somuleiðis mismunur gjørdur. Eisini aðrar bygdir hava lagt saman við størri kommunum, men eru partar av lógini framvegis. Tí verður skotið upp, at Løgtingið beinanvegin rættar ójavnan, ið er samtyktur, og at avvarðandi kommunur, kommunalir felagsskapir og Útoyggjafelagið verða væl og virðiliga hoyrd undir nevndarviðgerðini. 1. viðgerð 9. februar 2006. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 2. mars 2006 legði fram soljóðandi Álit Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 31. januar 2006, og eftir 1. viðgerð tann 9. februar 2006 er tað beint vinnunevndini. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 23. februar og 2. mars 2006. Ein meiriluti í nevndini (Henrik Old, Alfred Olsen, Kjartan Joensen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg) tekur ikki undir við málinum og mælir...
Les meiraUppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna "kynsliga orientering"
Ár 2005, 2. november, løgdu tingmenninir Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk, vegna seg sjálvi fram soljóðandi uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (Forboð móti at gera mun á fólki vegna ”kynsliga orientering”) Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi kongliga fyriskipan: “Anordning om delvis ikrafttræden af lov om ændring af borgerlig straffelov og lov om forskelsbehandling på grund af race m.v. (Forbud mod diskrimination på grund af seksuel orientering) § 1 I henhold til § 4, stk. 1 i lov nr. 357 af 3. juni 1987 om ændring af borgerlig straffelov og lov om forbud mod forskelsbehandling på grund af race m.v. sættes § 1 i kraft for Færøerne i følgende affattelse: I § 266 b ændres ordene “eller tro” til: “,tro eller seksuelle orientering”. § 2 Anordningen træder i kraft dagen efter dens kundgørelse i Kunngerðablaðið.” Viðmerkingar: Í 1987 varð samtykt á Fólkatingi, at mannamunsgreinin (antidiskriminasjónsgreinin) 226 b skuldi víðkast soleiðis, at hon eisini fevndi um “kynsliga orientering”. Tað var ikki fjalt fyri nøkrum, at høvuðsorsøkin til broytingaruppskotið var støðan hjá samkyndum í Danmark tá. Hóast nógvir fólkatingslimir um tað mundi søgdu seg ivast nógv í rættleikanum av at lóggeva á slíkan hátt, var ein meiriluti fyri. Bert táverandi Fremskridtspartiet og Kristiligt Folkeparti atkvøddu ímóti. Undir viðgerðini mest sum dystaðust fólkatingslimir um at finna upp á umberingar fyri ikki at atkvøða fyri uppskotinum. Onkur var ræddur fyri, at slúsan bleiv latin upp soleiðis, og at nú fóru so teir fyrstu 10-15 bólkarnir at koma aftaná fyri at sleppa upp í somu lógargreinina. Onkur nevndi tey brekaðu, onkur tey AIDS-raktu, onkur annar aðrar sjúkrabólkar o.s.fr. Tó tosaðu tey ivasomu mest um tað, at slík lógaráseting kundi fáa avmarkandi týdning í mun til tali- og skrivifrælsi. Og varð her hugsað mest um, at fjølmiðlarnir fóru at hava trupulleikar av at skriva og tosa um hesi viðurskifti, og kanska eina mest, tá tað snúði seg um at bera ymiskar útsagnir viðvíkjandi samkyndum víðari. Flestu, sum valdu at lata vera við at atkvøða í málinum, søgdu møguleikarnar fyri skerdum tali- og skrivifrælsi vera høvuðsorsøkina. Tó vóru so at siga øll fólkatingsumboðini hinvegin samd um, at tað skal ikki bera til at gera mannamun og happa nakran, heldur ikki tey samkyndu. Og tað var í veruleikanum tann hugsanin, sum vann í hesum máli. Tey, sum ikki atkvøddu fyri, tey atkvøddu heldur ikki ímóti, júst tí tey vóru grundleggjandi samd við uppskotsstillarunum. Bert fáu fólkatingslimirnir í Fremskridtspartiet og Kristeligt Folkeparti atkvøddu sum sagt ímóti. Heldur ikki tey vóru ósamd í grundhugsanini, men valdu at siga nei av øðrum orsøkum. Uppskotsstillararnir hava sjálvandi størstu virðing fyri skrivi – og talifrælsinum, hinvegin hevur tíðin síðan 1987 víst, at lógarbroytingin hevur ikki darvað donskum fjølmiðlum í at viðgera hesi viðurskifti á fullgóðan hátt. Uppskotsstillararnir eru fult greiðir yvir, at ein hvørki kann lóggeva ella revsa mannamun og happing úr føroyska samfelagnum. Hinvegin eru uppskotsstillararnir ivaleysir í, at almennu Føroyar eiga at koma við greiðum og ivaleysum boðum um, at mannamunur og happing als ikki verður góðtikið. Heldur ikki, tá tað snýr seg um samkynd. Uppskotsstillararnir halda í einum og øllum við tí fólkatingsliminum, sum 1987 segði soleiðis: ”Vit kunnu ikki lóggeva okkum burtur úr mannamuni og happing. Vit kunnu ikki revsa okkum burtur úr mannamuni og happing. Eg haldi, at...
Les meiraUppskot til samtyktar um broyting í løgtingslógini um almannapensjónir o.a.
Ár 2005, 7. oktober, legði Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, vegna Tjóðvedisflokkin fram soljóðandi uppskot til samtyktar Heitt verður á landsstýrið um at leggja fram løgtingslógaruppskot um broyting í løgtingslógini um almannapensjónir o.a., sum broytir veitingarnar fyri fyritíðarpensjón. Viðmerkingar Ein av teimum nógvu broytingunum, sum táverandi trivnaðarnevnd Løgtingsins ynskti í sambandi við, at nýggj pensjiónslóg varð viðgjørd og samtykt í Løgtinginum í 1999, var at taka av lægstu fyritíðar(avlamis)pensjónina. Hetta tí mett varð, at lægsta fyritíðarpensjón var – og er framvegis – alt ov lág og í veruleikanum ein meiningsleys veiting. Upprunaliga varð lægsta avlamispensjón – nú fyritíðarpensjón – mett sum eitt gott ískoyti. Hetta tí pensjónisturin sum oftast hevði møguleikan at finna onkra smávegis hjávinnu, so sum at hjálpa til hjá onkrum, egna e.a. Tá kostaðu føroysku húsarhaldini ikki nær námind av tí, tey gera í dag. Føroyska familjan hevur nógv fleiri og størri fastar útreiðslur nú enn fyrr. Í dag er heldur ikki lætt, heldur at kalla ógjørligt, hjá einum, sum hevur mist helvtina av arbeiðsførleikanum, at fáa okkurt slag av lønandi vinnu. Og er støðan hjá teimum flestu, ið fáa lægstu fyritíðarpensjón, at tey hava ikki aðra inntøku. Og kunnu vit tí bæði ásanna og staðfesta, at tað hvørki er nøktandi ella virðiligt hjá familjufólki bara at hava eina inntøku, sum svarar til lægstu fyritíðarpensjón. Tað er grundhugsanin í pensjónslógini, at pensjón er samsýning fyri mist arbeiðsevni. At fólk fáa pensjón, tí tey eru ikki før fyri at fara út á arbeiðsmarknaðin at vinna peningin. Hugsanin í lógini hevur verið, at tey, sum hava mist 50% av arbeiðsførleikanum, hava størri møguleikar at fara út á arbeiðsmarknaðin enn tey, sum hava mist 2/3 ella allan arbeiðsførleikan. Men soleiðis er ikki rættiliga í føroyska samfelagnum. Arbeiðsmarknaðurin er als ikki liðiligur ella rúmligur soleiðis, at fólk við skerdum arbeiðsevnum hava lætt við at sleppa inn. Tað almenna ger eisini alt ov lítið til tess at bøta um støðuna. Tað eru snøgt sagt alt ov fáir arbeiðsmøguleikar til teir føroyingar, sum so ella so hava fingið síni arbeiðsevni skerd. Og hava tey, sum fáa lægstu fyritíðarpensjón tí heldur ikki stórvegis møguleikar at forvinna nakað umframt sjálva pensjónina. Tí verður skotið upp, at lógin um almennar pensjónir verður broytt soleiðis, at bert tvey sløg av fyritíðarpensjónum kunnu veitast. Nevniliga hægsta og lægsta. Tað áliggur landsstýrismanninum at skjóta upp, hvussu stórar pensjónsupphæddirnar skulu vera eftir broytingina. Tó metir uppskotsstillarin, at lægsta fyritíðarpensjónin, í krónum og oyrum, í minsta lagi svarar til tað, vit í dag kalla miðal fyritíðarpensjón. Tað áliggur eisini landsstýrismanninum at skjóta upp, um treytirnar fyri at fáa játtað fyritíðarpensjón skulu vera tær somu, hetta tá hugsað verður um skerdan arbeiðsførleika. Tó metir uppskotsstillarin, at tað hevði verið bæði skeivt og meiningsleyst, um landsstýrismaðurin fer at skjóta upp ta broyting, at lægsta avlamispensjón bara verður játtað, um umsøkjarin hevur mist minst 2/3 av arbeiðsførleikanum. Uppskotsstillarin heldur, at markið fyri lægstu fyritíðarpensjón framvegis skal vera 50%, meðan tað kanska er vert at umhugsa at lækka markið fyri hægstu fyritíðarpensjón niður í 2/3. Kostnaðurin av teirri broyting, sum er beinleiðis skotin upp, fer at verða, at øll tey, sum í dag fáa lægstu fyritíðarpensjón, fara at fáa játtað tað, sum í dag samsvarar við miðal fyritíðarpensjón (í umroknaðum upphæddum). Umframt liggur ávísur kostnaður eisini í játtanum frameftir. Tað fer at kosta umleið 18 milliónir...
Les meiraUppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni
Upprunauppskot Ár 2005, 14. september, legði Hergeir Nielsen, løgtingmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi Uppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepil í Suðuroynni § 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri, at skúladepil verður bygdur í Vági í Suðuroy. Byggiútreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi vera 60 mió. kr. § 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2005 um at byggja skúladepil í Suðuroy. Viðmerkingar Endamálið við uppskotinum er at geva ungdóminum í Suðuroynni og øðrum skúlasøkjandi skjótastu og best møguligu umstøður til miðnáms- og almanna og heilsuútbúgvingar á so fíggjarliga skilagóðan hátt sum gjørligt. Løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2005 um at flyta miðnámsskúlan úr Vági fevnir eisini um at flyta almanna- og heilsuútbúgvingina av Tvøroyri. Lógin hevur ein fíggjarkarm, sum er 15 mió. kr. hægri, enn lógin um miðnámsskúlan í Vági hevði, og hon er grundgivin við, at almanna- og heilsuskúli skal byggjast uppí miðnámsskúlan. Av hesi 15 mió. kr. hægru játtanini verða tær fyrstu 10 mió. kr. brúktar til at gera alt lendisarbeiðið umaftur. Skúlin í Vági varð roknaður at kosta 45 mió. kr., og hesin úti í haganum í Porkeri/Hovi er uttan nakrar kanningar yvirhøvur settur til ein mestakostnað upp á 60 mió. kr. Útgrevstur, vegur, vatn, kloakk, byggibúgving og projektering skal nú alt gerast av nýggjum, og endaliga úrslitið er, at vit fáa ikki stórt fleiri fermetrar til skúlahøli, hóast vit fáa 15 mió. kr. hægri játtan. Einastu raðfestingarnar eru, hvat skúlin í mesta lagi skal kosta, nær hann skal vera liðugur, og at hann undir ongum umstøðum má liggja í Vági. Tað eru bert tey allar ríkastu samfeløgini í heiminum, sum hava ráð til at skrotta arkitektateknaðar almennar bygningar og áralangar kostnaðarmiklar almennar fyrireikingar, tá ið tær eru komnar undir land. Nú føroyski búskapurin er í fríum falli, heldur Føroya Landsstýri seg hava hesi ráðini. Sami byggiharri, sum hevur lagt alstóran dent á eitt lokkandi lestrarumhvørvi til ungdómin í Suðuroynni, er nú í ferð við at tveita hesum sama ungdómi ein skúlabygning, sum verður átøkur teimum, vit kendu afturi í trýssunum. Har alt verður stúvað saman á bíligasta hátt við felags fasilitetum til fimleik, sang, tónleik, bókasavn, samkomuhøll vm. Har vit miðaðu eftir einum meginbókasavnið, sum saman við eini væl skipaðari samkomuhøll kundi slóðað fyri mentanarligum ávøkstri, fáa vit nú eina hálvvánaliga fimleikarhøll, sum eisini kann brúkast sum ein líka so hálvvánalig samkomuhøll. Umstøður, ljóðgóðska, hugni og trivnaður, sum alstórur dentur varð lagdur á inni í Vági, fer fyri skeyti úti í haganum í Porkeri. Ungdóminum í Suðuroynni verður tveittur ein lagurbygningur at húsast í, samstundis sum ungdómurin aðrastaðni fær arkitektateknaðar nýbygningar at húsast í. Hóast vit høvdu landsins bestu møguleikar fyri frálæru í ítrótti á vølli, í høll og í svimjihyli ókeypis á staðnum, so vóru hesir møguleikar lagdir á ís, tí trongskygni, hatur og øvund forðaði skilagóðum framtøkum. Har sakkunnleikin var við í arbeiðinum suðuri í Vági, og bygginevndin var mannað við fleiri byggifrøðingum, hevur landsstýrismaðurin nú sett eina nýggja bygginevnd við ongum byggifrøðingi. Í staðin fyri eina framúr serkøna bygginevnd fara nú landsstýrismansins egnu embætisfólk at samskifta við onkran verkfrøðing á Landsverki um, hvussu farast skal fram í hesum fyri ungdómin so viðkvæma máli. Har er einki umboð fyri brúkaran, og har...
Les meiraUppskot til løgtingslóg um at byggja skúladepil í Marknagili
Ár 2005, 16. august, løgdu tingmenninir Annita á Fríðriksmørk, Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi § 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at byggja skúladepil í Marknagili í Havn. Skúladepilin skal fevna um Føroya Studentaskúla & HF-skeið, Tekniska Skúla Tórshavn og Føroya Handilsskúla. Byggiútreiðslurnar í hesum sambandi kunnu í mesta lagi verða 297 mió. kr. § 2. Henda løgtingslóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Viðmerkingar til lógaruppskotið Kap. 1: Almennar viðmerkingar 1. Endamálið við lógini Endamálið er at fáa eina breiða viðgerð av málinum og síðan røkka eitt politiskt støðufesti, áðrenn nýggjur skúladepil í Marknagili verður bygdur. Harumframt at tryggja, at teir tríggir skúlarnir, Tekniski Skúli Tórshavn, Føroya Studentaskúli & HF-Skeið og Føroya Handilsskúli, fáa góðar og tíðarhóskandi karmar um virki skúlanna. Víst verður til ásetingarnar í játtanarskipanini um, at serstakt lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið um íløgur, ið fevna yvir fleiri fíggjarár. Við tílíkari lóg ber til hjá landsstýrismanninum at leggja til rættis virksemið fyri fleiri fíggjarár. Sambært lógaruppskotinum fæst heimild fyri at byggja felags skúladepil til teir tríggjar útbúgvingarstovnarnar. Útreiðslur landskassans í sambandi við byggingina verða í mesta lagi 297 mió kr. Innan henda lógarásetta karm kann landsstýrismaðurin gera avtalur, sum hava við sær útreiðslur komandi fíggjarár. Hetta verður gjørt í tann mun, tað er neyðugt fyri at fáa so góðar sáttmálar um bygging sum til ber. Gerst sáttmálakostnaðurin dýrari, enn lógin ásetir, má lógarbroyting gerast, um tað almenna undirskrivar sáttmála við arbeiðstakara. Tó eru útlit fyri, at byggingin kann fara fram innan ásetta fíggjarkarmin. Viðurskftini í sambandi við byggingina taka støði í tí arbeiði, sum áður er gjørt innan bygging í Marknagili og frágreiðing við skipanarverkætlan, sum bygginenvdin hevur latið landstýrismanninum 28. november 2003. 2. Gongdin í málinum Teir tríggir skúlarnir hava leingi havt trongar og ótíðarhóskandi hølisumstøður, og tey seinnu árini hevur verið arbeitt við fleiri ymiskum uppskotum til at bøta um viðurskiftini hjá skúlunum. Í 1998 kom landsstýrismaðurin til ta niðurstøðu, at byggiætlanirnar áttu at verðið samskipaðar í ein felags skúladepil, og á heysti í 1999 varð útskrivað hugskotskapping um tílíka bygging við Marknagilsvegin í Havn. Fyrireikingarnar steðgaðu í eina tíð, men á løgtingsfíggjarlógini fyri 2003 vórðu settar av 500 tús. kr. til tað framhaldandi arbeiðið, og landsstýrismaðurin setti síðani bygginevnd við umboðum fyri teir tríggjar skúlarnar við tí arbeiðssetningi at leggja til rættis yvirskipaðu karmarnar fyri skúladeplinum og hava eftirlit við projektering og bygging. Bygginevndin hevur tann 28. november 2003 latið úr hondum frágreiðing við tilmæli og niðurstøðum. Saman við frágreiðingini er uppskot til skipanarverkætlan. 3. Um byggingina Í frágreiðingini hjá bygginevndini er uppskot til skipan av øki og bygningum. Uppskotið er grundarlagið undir framhaldandi fyrireiking og projektering, og byggir á ætlaða næmingatalið og tann hølistørv, sum skúlarnir hava sett upp hvør sær. Gólvvíddin í skúladeplinum er mettur at verða umleið 16.900 fermetrar, og kostnaðarmetingin hjá bygginevndini var 290 mió. kr. Tá hendan kostnaðarmeting hevur nærum tvey ár á baki, og generelli prísvøksturin síðani er 2,364 er metta kostnaðarmetingin nú 297 mió. kr. 4. Tíðarætlan Miðað verður ímóti at leggja projekteringina soleiðis til rættis, at skúlarnir skulu kunna taka teir fyrstu partarnar av byggingini í nýtslu í skúlaárinum 2007-2008. Tíðarætlan er gjørd, sum metir, at byggingin kann standa liðug við skúlaársbyrjan 2009, um alt gongur eftir vild. Um hetta uppskotið verður samtykt í seinnu helvt av 2005, kann væntast,...
Les meiraUppskot um løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya
Ár 2005, ólavsøkudag, løgdu , tingmenninir Páll á Reynatúgvu og Karsten Hansen, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi Endamál § 1. Hendan lóg skipar Búskapargrunn Føroya, ið skal tryggja búskaparligu áhugamál Føroya fólks tá ræður um at nýta serinntøkur landsins, og nýtast sum amboð at røkka einum sjálvberandi búskapi, við: a) at tálma sveiggjum í føroyska búskapinum, ið kunnu standast av ikki-varandi serinntøkum, b) stigvíst at gera løgtingsfíggjarlógina óhefta av donsku ríkisveitingini, c) at rinda uttanlandsskuld landskassans til danska statin, d) at menna útbúgving og gransking í Føroyum. Inntøkur grunsins § 2. Serinntøkur landsins verða settar til síðis á fíggjarlóg og roknskapi landsins, á serstaka konto nevnd Búskapargrunnur Føroya. Stk. 2. Serinntøkur, ið eru peningainntøkur frá ikki-varandi tilfeingi landins, eru: a) skattur sambært kolvetnisskattalógini, b) avgjøld og ágávur sambært løgtingslóg um kolvetnisvirksemi, c) heildarveitingin úr ríkiskassa Danmarkar frá og við ár 2006, d) gjaldførisinntøkur til landskassan í sambandi við sølu og umskipan av fyritøkum og stovnum landsins. e) rentur og avkast av grunsfænum. Stk. 3. Gjaldføri landskassans, sum í ár 2006 og fylgjandi ár er oman fyri minstainnlán landskassans, sambært løgtingslóg hesum viðvíkjandi, kann við fíggjarlógini flytast Búskapargrunni Føroya. Útgjaldskipan § 3. Úr Búskapargrunni Føroya verða skiftisgjøld flutt til løgtingsfíggjarlógina undir inntøkur. Skiftisgjaldið er ásett til kr. 600 mió. í 2006 og verður síðani lækkað við kr. 75 mió. árliga, til tað fellur burtur í ár 2014. Stk. 2. Allar gjaldførisinntøkur, ið Búskapargrunnur Føroya fær sambært § 2, stk. 2, pkt. d, skulu fylgjandi fíggjarár nýtast til at rinda uttanlandsskuld landskassans til danska statin. Stk. 3. Av skiftisgjaldinum, ið verður flutt til løgtingsfíggjarlógina, sambært § 3, stk. 1, skal minst 1/4 verða nýttur til menning av útbúgving og gransking í Føroyum. Stk. 4. Tá ið samantaldu inntøkur grunsins, sambært § 2, stk. 2, pkt. a-c og e og § 2, stk. 3, eru kr. 3,5 mia., leggur Føroya Landsstýri fram uppskot til løgtingslóg um nýtslu av realavkasti av íløgum grunsins, jbr. § 1. Stk. 5. Inntøkur grunsins, sambært § 2, stk. 2, pkt. d gerast partur av samantaldu inntøkum grunsins í § 3, stk. 4, tá uttanlandsskuld landskassans til danska statin er rindað sambært § 3, stk. 2. Umsitingarlig viðurskifti § 4. Grunsfæ verður sett í virðisbrøv á fíggjarmarknaðinum eftir almennum leiðreglum um størst møguligan vinning við atliti til spjaðing av vága. Stk. 2. Grunnurin kann hava arbeiðsgjaldføri á innlánskonti í sentralbankum, peningastovnum og øðrum fíggjarstovnum. Stk. 3. Altjóða keypiorka av peningi grunsins skal tryggjast á bestan hátt. § 5. Landsstýrismaðurin í búskaparmálum stendur fyri og rindar umsiting av Búskapargrunni Føroya. Stk. 2. Landsstýrismaðurin í búskaparmálum tryggjar gjøgnumskygni í umsitingini av Búskapargrunni Føroya. Stk. 3. Greið frámerking av serinntøkum mótvegis øðrum inntøkum skal gerast í høvuðsyvirlitum til løgtingsfíggjarlóg og roknskap landskassans. Somuleiðis skulu greitt vísast úrslit áðrenn og eftir útgjald úr Búskapargrunni Føroya, sambært § 3. Stk. 4. Landsstýrismaðurin í búskaparmálum fyriskipar neyðugar reglur, ið skulu lýsa, hvussu flytingar millum Búskapargrunn Føroya og løgtingsfíggjarlógina fara fram á løgtingsfíggjarlógini. Gildiskoma § 6. Hendan lóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. Lógarviðmerkingar Kapittul 1. Almennar viðmerkingar 1.1 Grundarlagið fyri uppskotinum um Búskapargrunn Føroya Føroyum tørva eina skipan og ítøkilig amboð, ið kunnu tryggja ein sjálvbjargnan føroyskan búskap. Eina skipan, ið tálmar sveiggjum í føroyska búskapinum. Eina skipan, ið tryggjar langtíðaráhugmál Føroya, eins væl og stutttíðaráhugamálini. Búskapargrunnur Føroya er eitt høvuðsamboð í...
Les meirauppskot um misálitisváttan
Ár 2005, 14. mai, løgdu tingmenninir Annita á Fríðriksmørk, Finnur Helmsdal, Heidi Petersen, Høgni Hoydal, Páll á Reynatúgvu, Hergeir Nielsen, Tórbjørn Jacobsen og Karsten Hansen vegna seg sjálvar fram soljóðandi Vísandi til grein 30 í løgtingslóg um Stýrisskipan Føroya og til grein 47 í Tingskipan Føroya Løgtings samtykkir Løgtingið, at Løgtingið ikki longur hevur álit á Jóannes Eidesgaard, løgmanni. Viðmerkingar: Hetta er fyrstu ferð uppskot um misálitisváttan á løgmann er lagt fram á Løgtingi. Og tað er eitt grundleggjandi mál, ið hevur týdning fyri alla okkara politisku skipan og fyri fólkaræðið í Føroyum, sum er orsøkin til hetta fyrsta uppskotið um misálitisváttan. Misálitisváttanin er grundað á handfaringina hjá løgmanni av samráðingunum, avtalunum og lógaruppskotunum í sambandi við ríkisrættarligu støðu Føroya. Løgmaður hevur í hesi gongd sett grundleggjandi tjóðarrættindi føroyinga í vanda, og allar vanligar mannagongdir eru settar til viks í royndini at skunda týdningarmiklar broytingar gjøgnum Løgtingið. Hetta uppskotið um misálit er tískil eitt uppskot um misálit á landsins stjórn og ábyrgd løgmans fyri hesum. Løgtingið hevur valt løgmann sum leiðara fyri útinnandi valdið í Føroyum og hann hevur evstu politisku og rættarligu ábyrgd mótvegis Løgtinginum og Føroya fólki fyri øllum, ið landsstýrið ger. Løgmaður situr somuleiðis fyri samskifti, samráðingum og avtalum Føroya við onnur lond. Ein tann týdningarmesta uppgávan hjá løgmanni er at tryggja álit á landsins politisku leiðslu og landsins politisku skipan og at verja grundleggjandi fólkaræðisligu skipanirnar og rættindini hjá fólkinum í landinum. Tað kunnu bæði vera politiskar og rættarligar grundgevingar fyri at leggja fram uppskot um misálit á eina stjórn. Síðani hetta landsstýrið tók við í februar 2004, eru ein røð av ivasomum hendingum og mannagongdum farnar fram, sum hava máað burtur av álitinum á landsins politisku leiðslu. Nevnast kunnu: – Málið um at seta leiðara á frítíðarskúlanum á Tvøroyri, har landsstýrismaðurin hevur havt ábyrgdina av teimum skeivu avgerðunum, ið Løgtingsins Umboðsmaður hevur átalað harðliga – Málið um Miðnámsskúlan í Suðuroynni, har løgmaður hevur verið beinleiðis partur í málsøkjunum hjá landsstýrismonnum – Fíggjarstýringin hjá landsstýrismonnum hevur verið sera ivasom, har meirnýtsla er staðfest – Landsstýrið boðar frá felags avgerðum í málum, sum ávísir landsstýrismenn sita fyri, so ábyrgd landsstýrismanna kámast og kollegialstýri tykist verða sett í verk aftur Talan er her um mál, ið hava við vanligu og dagligu fyrisitingina og eftirlitsskylduna at gera, og tey eru nóg álvarsom í sjálvum sær. Men seinastu mánaðirnar er álitið á sjálvt grundarlagið undir føroyska fólkaræðinum sett í vanda. Avtalur eru gjørdar, sum seta grundleggjandi og vunnin rættindi hjá Føroya fólki í vanda, og sum kunnu avmarka heimildirnar hjá Løgtinginum. Talan er um avtalurnar og uppskotini um yvirtøkulógir og altjóðarrættarligar heimildir føroyinga (Løgtingsmál nr. 91, 92, 95 og 96/2004) Hetta eru mál av slíkum týdningi, at høvdu føroyingar havt samtykt sína egnu grundlóg, var talan um mál, ið kravdu serliga viðgerð frá fleiri tingum, drúgva viðgerð í almenninginum, og sum høvdu verið løgd til fólkaatkvøðu. Í øðrum londum hevði verið talan um eina drúgva fólkaræðisliga viðgerð sambært galdandi stjórnarskipan. Upplýsing hevði verið væl fyriskipað og allir politiskir flokkar høvdu tikið lut í viðgerðini av málunum. Og allar hugsandi metingar og serfrøði høvdu verið tikin við upp á ráð, áðrenn ein slík avgerð varð tikin. Vísast kann eitt nú til mannagongdirnar, tá ES-lond lata fullveldi frá sær, og vísast kann eisini til mannagongdirnar, tá Føroya landsstýri frá 1998 til...
Les meirauppskot til løgtingslóg um at byggja umsitingarbygning á Krambatanga á Trongisvágsfirði
Ár 2005, 26. januar, legði Hergeir Nielsen , løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi § 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri, at umsitingarbygningur verður bygdur saman við farstøð, landgongd og pakkhúsi á Krambatanga á Trongisvágsfirði. Byggiútreiðslurnar til samlaðu verkætlanina kunnu í mesta lagi vera 8 mió. kr. § 2. Í løgtingslóg nr. 83 frá 8. mai 2003 um at byggja samferðsluhavn á Trongisvágsfirði verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1 verða orðini “við landgongd og farstøð” strikað. 2) Í § 1 verður “60” broytt til “ 57”. § 3. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Viðmerkingar: Í løgtingslóg nr. 83 frá 8. mai 2003 um samferðsluhavn á Trongisvágsfirði játtaði Løgtingið 60 mió. kr. til bygging av samferðsluhavn við landgongd og farstøð á Trongisvágsfirði. Mett var tá, at kostnaðurin til at byggja farstøð og landgongd fór at verða 5 mió. kr. Havnagerðin er nú liðug, men arbeiðið upp á farstøð og landgongd er ikki byrjað enn. Í eykajáttanarlóg 1-4 /2004 játtaði Løgtingið 1 mió. kr. til at byrja arbeiðið upp á farstøðina í 2004, men framvegis sæst bara ein gomul bingja vera flutt av Drelnesi út á Krambatanga. Á fíggjarlógini fyri 2005 er á triðja sinni játtaður peningur, hesaferð 3 mió. kr., til bygging av farstøð. Henda upphædd røkkur ongan veg, og ætlanin er tí at víðka játtanina seinni. Grein 1 í verklagslógini um bygging av samferðslustøð á Trongisvágsfirði sigur: “Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri, at samferðsluhavn við landgongd og farstøð verður bygd eystan fyri Drelnes á Trongisvágsfirði. Byggiútreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi vera 60 mió kr.” § 1 í verklagslógini um bygging av farstøð á Trongisvágsfirði er sostatt ikki hildin, og lítil tørvur sæst hava verið á eykajáttanini, 1-4/2004. Tá eingin verklig ætlan enn er komin undir land, er eitt upplagt høvi nú til at víðka verkætlanina, so sum hetta uppskot mælir til, so kostnaðarleyst sum til ber. Í apríl mánaði verður nýggi Smyril settur í sigling, og í sambandi við viðgerðina av løgtingsmáli nr. 22/2004: Uppskot til samtyktar um støðutakan til sølu av Smyrli hevur Løgtingið umrøtt at seta gamla ella nýggja Smyril í sigling millum Skotland og Suðuroynna. Fráboðað er, at Farmaleiðir verða einskildar í komandi ári, men at Farmaleiðir í Suðuroynni framvegis verða verandi á almennum hondum. Í komandi ári verður siglingin um Leirvíksfjørð niðurløgd, tá undirsjóvartunnilin verður tikin í nýtslu. Hesar ætlaðu broytingar fara at hava við sær stórar umleggingar av umsitingini av Strandfaraskipum Landsins, har øll tann umsitingarliga tyngdin fer at viðvíkja Suðuroynni. Ein meiriluti í vinnunevndini upplýsti í tingmáli nr. 29/2003: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning, at avleiðingarnar av at flyta funksjónir ella deildir hjá Strandferðsluni til Suðuroyar vóru, at: – dupultfunksjónir skuldu upprættast, – nýggj fólk skuldu setast, – dagliga samskiftið og samstarvið gjørdist nógv truplari og kostnaðarmiklari, – heildaratlit fóru at hvørva, – umsitingaruppgávur verða fluttar frá yvirskipaðu leiðsluni til skipararnar at umsita. Ein eftirmeting av forsagnunum hjá vinnunevndini hevði í dag sagt okkum, hvussu víðfevndar hesar broytingar hava verið. Leiga, viðlíkahald og skattir til felags fyrisiting av Strandfaraskipum Landsins liggja millum 1½ og 2 mió. kr. árliga. Ein samanbygging av umsitingarhølum, farstøð, pakkhúsi og landgongd á Krambatanga kemur so sjálvandi at strika leiguútreiðslurnar av felags fyrisitingini í Havn, og verður fyrisitingin tá flutt til Suðuroyar....
Les meira