Tingmál
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 1, stk. 1, nr. 2) verður orðað soleiðis: "2) Galdandi frá 1. januar 2005: Er inntøkan minni enn kr. 22.000,00, verður latið 0% Lógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Kapittul 1: Almennar viðmerkingar Skotið verður í hesum lógaruppskoti upp at lækka øll stig á landsskattastiganum við 0,9 prosentstigum. Orsøkirnar til hesa lækking eru tvinnar: Ein orsøk er, at Tjóðveldisflokkurin hevur lagt fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um barnavernd. Eftir hesum uppskoti verður ábyrgd og umsiting av barnaverndarøkinum flutt frá landi til kommunur frá 1. januar 2005 at rokna. Uppskotið merkir eftir útroknungum frá Almannamálaráðnum við metingum fyri 2004 sum grundarlagi, at kommurnar samanlagt fáa eina meiraútreiðslu upp á 47,8 mió krónur, meðan landið sparir eina samsvarandi upphædd. Fyri at rætta hetta uppaftur verða lækkingar gjørdar í landsskattastiganum soleiðis, at kommunur kunnu gera samsvarandi hækkingar í kommunuskattaprosentunum Hin orsøkin er, at í samband við at viðbótin til fólkapensjonistar varð hækkað í 2002, varð eisini skattalætti veittur pensjónistum. Skattalættin varð veittur á tann hátt, at pensiónsfrádrátturin, sum var í skattinum, varð tikin burtur, og grundupphæddin í fólkapensjónini bleiv gjørd skattafrí. Henda broyting kostaði kommununum skattainntøku, og varð tí avgjørt at kommunurnar skuldu fáa eina kompensatión upp á 5,5 mió. kr. Henda kompensatión var í fyrsta umfari givin við at broyta býtislutfallið millum land og kommunur í FAS- skipanini, men orsakað av at FAS-skipanini ikki er serliga væl egnað til endamálið, verður ístaðin skotið upp at gera lækkingar í skattastiganum soleiðis, at kommunurnar kunnu gera samsvarandi hækkingar í sínum skattaprosentum. Útrokningar hjá Toll- og Skattstovu Føroya vísa, at verða øll stig á landsskattastiganum lækkað við 0,9 prosentstigi, og hækka allar kommunur sín skatt við 0,9 prosentstigi, gevur hetta landinum eina minniinntøku upp á uml. 53 mió. kr. og kommununum eina meirainntøku upp á 53 mió. kr. Fyri einstaka borgaran merkir hetta onga broyting í samlaða skattinum. Kapittul 2: Avleiðingar av uppskotinum Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar umsitingarliga, umhvørvisliga ella í mun til altjóða avtalur og reglur, fyri landið, kommunur, ávísar samfelagsbólkar ella vinnuna. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar. Fíggjarligu avleiðingarnar av at lækka øll stig á landsskattastiganum við 0,9 prosentstigi og hækka øll kommunuskattaprosent samsvarandi verða, sambært útrokningum hjá Toll- og Skattstovu Føroya, at landið í 2005 fær eina minniinntøku upp á uml. 53 mió. kr., ímeðan kommunurnar í 2005 fáa eina samsvarandi meirinntøku. Lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri einstaka borgaran ella vinnuna. Kapittul 3. Serligar viðmerkingar Nr. 1 Í § 1, stk. 1, nr. 2) verður broyting gjørd soleiðis, at øll prosenttøl fyri inntøkur frá kr. 22.000,00 og uppeftir verða lækka við 0,9 prosentstigi. Tað vil siga at: 7,0 % verður broytt til 6,1 %, 19,0 % verður broytt til 18,1 %, 23,0 % verður broytt til 22,1 %, og 36,0 % verður broytt til 35,1 %. Broytingin kemur í gildi 1. januar...
Les meiraUppskot til løgtingslóg um at byggja lista- og ítróttaskúla við Meginskúlan í Sandoynni
§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at byggja skúla, ítróttarhøll og næmingaheim við Meginskúlan í Sandoynni til Føroya Lista og ítróttarskúla. Byggiútreiðslurnar í hesum sambandi kunnu í mesta lagi vera 39 mió. kr. § 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Viðmerkingar til lógaruppskotið Kap. 1. Almennar viðmerkingar 1. Endamálið við lógini Endamálið er at fáa eina breiða viðgerð av málinum, og síðan at fáa staðfest undirtøku tingsins fyri at fremja ætlanina at byggja nýggjan skúla, ítróttahøll og tilhoyrandi næmingaheim til 40 næmingar, við Meginskúlan í Sandoynni til Føroya Lista og ítróttarskúla. Víst verður eisini til ásetingarnar í játtanarskipanini um, at serstakt lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið um íløgur, ið fevna um fleiri fíggjarár. Við eini slíkari verklagslóg ber til hjá landsstýrismanninum at tilrættaleggja virksemið fyri fleiri fíggjarár. Sambært lógaruppskotinum fæst heimild fyri at byggja nýggjan skúla við øðrum tilhoyrandi hølum við Meginskúlan í Sandoynni til Føroya Lista og ítróttaskúla. Útreiðslurnar hjá landskassanum kunnu í mesta lagi vera 39 mió. kr. Í 2004 4 mió. kr., í 2005 19 mió. kr. og í 2006 16 mió.kr. Í farna uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg 2004 eru settar av 4 mió. kr. til projektering og aðrar fyrireikingar, og er tað eitt týðandi stig á leiðini til, at verkætlanin verður framd í verki. 2. Gongdin í málinum Í Ll. nr. 62 frá 9. juni 1988 um ávísar skúlar, sum seinast broytt við Ll. nr. 49 frá 3. apríl 2001, er sambært § 1, stk. 2, punkt 8 ásett, at sonevndur skeiðháskúli skal byggjast á Sandi í Sandoy. Í 2001 setti landsstýrismaðurin í mentamálum arbeiðsbólk at gera álit um skipan og innihald fyri einum listaskúla á Sandi. Álitið um Føroya Listaskúla varð handað landsstýrismanninum á heysti 2001. Álitið viðger í stuttum ta undirvísingarinnihald, ið hugsast at verða á skúlanum. Mælt varð til fimm ymsar listabreytir, nevniliga myndlist, tónlist, leiklist, tóvirki og margmiðlalist. Skúlin skuldi vera ein grundskúli fyri tey, ið vilja menna síni listaligu evni. Talan var um skúlaskipan, ið kundi sammetast við háskúlastøði, tvs. skal ikki enda við próvtøku. Til skúlan skuldi eisini byggjast eitt næmingaheim til 40 næmingar umframt læraraíbúðir. Frá Mentamálaráðnum er givin tilsøgn um stuðul til bygging av ítróttarhøll í Sandoynni, og á fundi í novembur mánaði 2003 millum avvarðandi landsstýrismann og kommunurnar í Sandoynni gjørdist greitt, at allar kommunurnar í Sandoynni, eru sinnaðar at fara inn í eina felags verkætlan millum Føroya lista- og ítróttaskúla um bygging og rakstur av einari ítróttahøll við tilknýti til skúlan. Í kjalarvørrinum av álitinum vórðu tí á fíggjarlógunum 2002 og 2003 játtaðar ávikavist 2 mió kr. og 0,5 mió. kr. til at fyrireika bygging av lista- og tónlistaskúla, men hevur játtanin ikki verið brúkt. Við góðum og nýggjum karmum við Meginskúlan í Sandoynni kann Føroya lista- og ítróttaskúli geva eitt fjølbroytt og atdráttarmikið undirvísingartilboð innan føroyska mentan, list og listahandverk, ítrótt v.m. Skúlin skal sum skeiðsdepil eisini kunna hýsa øðrum skeiðstilboðum, ið ikki beinleiðis eru partar av undirvísingarinnihaldinum. Umráðandi er, at skúlin skal hava ein altjóða profil, so at hann kann fáa útlendskt næmingagrundarlag eisini. Føroya lista- og ítróttaskúli verður á henda hátt ein sterkari mentanardepil ikki bara fyri Sandoynna og Føroyar sum heild, men eisini fyri teir mentanartættir, sum í dag sóknast eftir fleiri skúlatilboðum í Føroyum. 3. Um skipan av lista- og ítróttaskúlanum og byggingina Landsstýrismaðurin setur í...
Les meiraUppskot til løgtingslóg um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna
Uppskot til løgtingslóg um at byggja fiskivinnuskúla í Vestmanna §1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri, at fiskivinnuskúli verður bygdur í Vestmanna. Byggiútreiðslurnar skulu í mesta lagi verða 22 mió. kr. § 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Viðmerkingar til lógaruppskotið Kap. 1 Almennar viðmerkingar 1. Endamál við lógini Endamálið við lógini er at fáa eina breiða viðgerð av málinum og síðani at fáa staðfest undirtøku tingsins at fremja ætlaniana av 1. byggistigi av nýggjum fiskivinnuskúla í Vestmanna. Víst verður eisini til ásetingarnar í játtanarskipanini um, at serstakt lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið um íløgur, ið fevna um fleiri fíggjarár.Við eini slíkari verklagslóg ber til hjá landsstýrismanninum at tilrættaleggja virksemið fyri fleiri fíggjarár. Sambært lógaruppskotinum fæst heimild fyri at byggja nýggjan fiskivinnuskúla í Vestmanna. Útreiðslurnar hjá landskassanum kunnu í mesta lagi verða 22. mió. kr. Fiskivinnuskúlin er skipaður sambært løgtingslóg nr. 42 frá 26. mars 2002 um útbúgvingar innan fiskiídnað og havbúnað. Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2003 hevur Løgtingið játtað 1,2 mió. kr. til at fyrireika hesa verkætlan og er neyðugt eisini at játta pening fyri 2004 sum næsta stig fyri at fáa verkætlanina framda í verki. 2. Gongdin í málinum Nýggjar útbúgvingar Á sumri 2002 varð ein nýggj lærlingaútbúgving sett á stovn til fiskiídnaðar- og alivinnuna, og ætlanir eru eisini um at seta á stovn eina lærlingaútbúgving innan landbúnað. Støðisárið í hesum útbúgvingum skal vera á Fiskivinnuskúlanum. Roknast kann við, at komandi summar verður byrjað við einum lærlingaflokki og einum yrkisgymnasium flokki. Hetta setir krøv til fleiri flokshøli. Í álitinum um útbúgvingar innan fiskivinuna frá 2001 verður eisini mælt til, at næmingarnir í yrkisgymnasialu útbúgvingini kunnu velja millum eina fiskiídnaðar- ella alibreyt. Verða allar hesar ætlanir, ella partar av teimum, settar í verk, hevur Fiskivinnuskúlin ov fáar skúlastovur til næmingarnar. Skúlin hevur, sum er, heldur ikki umstøður at geva næmingunum nøktandi undirvísing í yrkislærugreinum og í lærugreinum, har starvsstovuroyndir er kravdur partur av undirvísingini. Tørvurin á hølum er serliga sjónskur, um Fiskivinnuskúlin í framtíðini skal geva næmingunum verkliga frálæru innan fiskiídnað og aling, sum er vanligt á líknandi skúlin í grannalondunum (t.d. í Hetlandi og í Noregi). Hølistørvurin Virksemið og hølistørvurin á skúlanum í dag eru kend. Tað er hesin hølistørvurin, ið eigur at verða loystur í einum 1. byggistigi, eins og at lagt verður upp fyri øðrum virksemi og broyttum undirvísingarhættum. Hetta merkir, at skúlin eigur at hava rúmd fyri uml. 100 fulltíðar næmingum og einum øktum skeiðsvirksemi í mun til í dag. Mett verur, at skúlin hevur tørv á uml. 1200 fermetrum til hesi endamál. Í fyrstu syftu kunnu teir 1200 fermetrarnir útgreinast soleiðis: Undirvísingarhøli Starvsstova og royndarhøli Goymslurúm og tøknirúm Starvsfólkarúm WC og umklæðing Umsiting Matar- og felagshøll Gongir, trappur o.l. Tilsamans 350 200 100 50 50 100 100 250 1200 fermetrar Arbeiðsbólkurin hevur gjørt eina fyribils kostnaðarmeting av 1. byggistigi, og er hon grundað á ein byggiprís upp á kr. 15.000 fyri fermeturin. Samlaða íløgan fer tí at liggja um 22 mió. kr. Staðsetingarspurningurin Vestmanna kommuna hevur boðið Mentamálaráðnum øki í bygdini at byggja Fiskivinnuskúla og sjódepil á. Talan er um øki við ferjuleguna Inni á Fjørð. 2. byggistig Tá ið fiskivinnuskúlin er bygdur, er ætlanin at fara undir eitt 2. byggistig, sum fevnir um ein komandi Sjódepil. Viðvíkjandi virkseminum hjá Sjódeplinum hevur arbeiðsbólkurin ikki kunnað sett eitt nágreiniligt...
Les meirauppskot til samtyktar
Ár 2004, 16. november, legði Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi Heitt verður á landsstýrið um at kanna og leggja fram frágreiðing fyri Løgtingið sum grundarlag fyri støðutakan til sølu av Smyrli. Viðmerkingar: Samgongan boðar í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2005 frá, at hon fer at selja Smyril fyri 1 mió. $, t.e. uml. 6,75 mió.kr., tá ið nýggja Suðuroyarskipið er komið. Havandi í huga at eitt nýtt skip skal til eftirlit, og havandi í huga, at eitt nýtt skip kann hava ymisk brek, sum gera tað neyðugt at taka skipið úr sigling í styttri ella longri tíðarskeið, verður tað ikki hildið ráðiligt í bráðskundi at selja einasta skipið, ið kann sigla um Suðuroyarfjørð sum avloysaraskip. Ófriður valdar á skipasmiðjuni, har nýggi Smyril verður bygdur, og tað liggur á ljóði, at alt er ikki so væl frágingið, sum tað eigur at vera. Hesi tíðindi eiga at elva til serligt umhugsni og varsemi í arbeiðslagnum hjá einum reiðaríði, sum ábyrgdast fyri einum tryggum og regluligum rakstri um Suðuroyarfjørð. Siglingin um Suðuroyarfjørð kann ikki leggjast still ein einasta dag, og ivasamt er, hvørja trygd vit hava fyri, at finna rætta avloysaraskipið røttu løtuna. Smyril er ikki kostnaðartungur at hava liggjandi. Honum tørvar ein maskinmann til eftirlits, meðan hann liggur, og stórvegis aðrar útreiðslur standast ikki av hesum. Hugsandi er, at tá Smyril hevur søluvirði, so hevur hann eisini útleigingarvirði, og ber tað tá eisini til at vinna Strandfarskipum Landsins inntøkur og arbeiðspláss á hendan hátt. Tá størru skipini eru keypt til Strandfarskip Landsins, hevur Løgtingið viðgjørt hesi mál og síðani tikið støðu. Líka so sjálvsagt er tað, at ein viðgerð og ein samtykt fer fram, áðrenn somu skip verða seld aftur. Løgtingið hevur ræði á landskassanum, og aktiv hjá landskassanum kunnu tí ikki avhendast uttan Løgtingsins viðgerð og vilja. Tá Teistin varð seldur, fór sølan fram í heimildarloysi, tí Løgtingið hevði ikki givið loyvi til at selja hetta aktiv hjá landskassanum. Um landsstýrið ger av at selja eitt aktiv hjá landskassanum, má hetta verða sambært heimild frá Løgtinginum, og verður henda heimild vanliga givin sum ein játtan, so sum ætlanin nú er at gera við søluni av Smyrli, sum er inntøkuførd við 6,75 mió.kr. á konto 15.38.2.11. Hildið verður hinvegin ikki, at rætta løtan at selja út er samstundis, sum nýtt og ókent skip kemur inn. Samferðslan um Suðuroyarfjørð er alt avgerandi fyri vinnulívið og virksemið í Suðuroynni, og tolir lokalsamfelagið har ikki ein einasta dag, har eingin samferðsla er. Fekk sambandsflokkurin soleiðis sín vilja, tá ið vit keyptu Smyril, ella tá ið vit keyptu Teistan, høvdu vinnuligu karmarnir verið so trongir, at als einki lívføri hevði verið í Suðuroynni í dag. Tíbetur vunnu hesar afturhaldskreftir ikki á framburðinum, men máttu tær lúta, soleiðis at Suðuroyggin fekk teir neyðugu karmarnar at virka undir. Kortini eyðnaðist teimum at avhenda Teistan (Moby Ale) til útlandið fyri lítið og lætt, og uttan at Løgtingið slapp at taka støðu. Sama vanlukkan má ikki henda í hesum umfari, nú samgongan boðar frá, at hon ætlar sær at selja Smyril uttan aðra viðgerð, enn eina inntøkuføring í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2005. Formaðurin fyri størsta flokki í samgonguni hevur havt fyri munni, at um fíggjarlig trongstøða tekur seg upp, er hugsandi at selja nýggja Smyril. Fíggjarlig trongstøða hevur tikið seg upp, og rímiligt er tí, at...
Les meirauppskot til samtyktar um miðvís framtøk fyri gransking, tøkni og menning í Føroyum
Ár 2004, 8. september, legði Høgni Hoydal, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi Løgtingið staðfestir: At miðvísur politikkur fyri gransking, tøkni og menning er alneyðugur, um Føroyar skulu fóta sær og mennast sum eitt nútímans og sjálvbjargið vælferðarsamfelag í 21. øld. At tørvur er á at samskipa framtøk fyri gransking, tøkni og menning millum almennar myndugleikar og vinnu. At mál mugu setast, ið til dømis skulu røkkast yvir eitt 10-ára skeið Løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna og leggja frágreiðing fyri Løgtingið um, hvussu vit náa hesum málum: Samstarv kann fáast við vinnulívið (arbeiðsgevarafeløg, fakfeløg o.o.) um at økja realvirðið á tí tilfeingi, sum verður nýtt til gransking, tøkni og menning við 10 % um árið næsta 10 ára skeiðið. Har landsins íkast at røkka málinum verður við: At økja um játtanir á fíggjarlógini til grundgransking, endamálsgransking og menningarætlanir. At bøta um møguleikarnar hjá feløgum og einstaklingum at gera íløgur í gransking og nýskapan. At umskipa Framtaksgrunnin soleiðis, at hann kemur undir føroyska lóggávu, og at minst helvtin av stovnsfænum verður markað til gransking, tøkni og menning. Landsstýrið innanhýsis kann samskipa hetta arbeiðið millum stovnar, sum liggja undir ymiskum aðalstýrum. Undirvísing við denti á gransking, tøkni og menning kann verða styrkt bæði í fólkaskúla, miðnámsskúla og hægri lestri. Upplæring av granskarum kann verða styrkt við eftirútbúgving av granskarum og við øktum stuðli til hægri lestur. Luttøka í millumlanda og altjóða vísindaligum samstarvi kann stuðlast eftir raðfestari ætlan. Bygnaðurin í Granskingarráðnum kann endurskoðast, so ráðið verður ført fyri at loysa hesar uppgávur: Meta um støðið í vísindum og tøkni í Føroyum, nágreiniliga at fylgja við tørvinum á gransking, menning og útbúgving innan nýggjar greinir í Føroyum og at tryggja, at úrslitini av føroyskari og altjóða gransking røkka teimum røttu brúkarunum ígjøgnum vitanardeplar. Gera uppskot um, hvussu øktar játtanir skulu býtast millum verkætlanir í framtíðini innan útvald øki og eisini gera uppskot um meira bráðfeingis raðfestingar og býti av árligum játtanum. Gera uppskot um, hvussu vinnulívið og onnur uttan fyri hitt almenna kunnu bera ein størri part av fíggingini og stuðla upp undir nýskapan í føroyskum vinnulívi. Gera metingar um, hvussu fíggjar- og mannatilfeingi verður nýtt, og gera uppskot til at økja um gagnið av játtanum. Regluligir hálvárligir ella fleiri fundir kunnu fáast í lag millum landsstýrið, umboð fyri politisku flokkarnar og granskingarráðið saman við umboðum fyri arbeiðsgevara- og arbeiðstakarafeløgini, har endamálið skal vera: at Granskingarráðið hvørt ár á tí fyrsta av hesum fundum leggur fram eina støðumeting av arbeiðnum innan gransking og menning, og úrslitinum av tí politikki, sum er lagdur út, at Granskingaráðið hvørt ár á tí næsta fundinum leggur fram uppskot um, hvussu játtanirnar á fíggjarlógini skulu býtast. Viðmerkingar Hetta uppskotið varð lagt fram á ting í mars mánaði 2004, og fekk góða undirtøku á tingi. Ein samd Mentanarnevnd mælti til at samtykkja uppskotið við ávísum broytingum. Nakrar av hesum broytingum eru framdar í fyriliggjandi uppskoti. Málið varð undir 2. viðgerð beint aftur í nevnd, har tað ikki kom aftur á tingborð og fall tískil burtur. Innihaldið í uppskotinum er tó av alstórum týdningi fyri føroyska samfelagið, og tí verður uppskotið við teimum tilmæltu broytingunum lagt fram aftur til tingsins viðgerð. Uppskotið er við ávísum broytingum og uppískoytum tikið burtur úr frágreiðingini "Føroyskur førleiki", sum sonevnda Útbúgvingarpolitikknevndin læt úr hondum í 1999. Menningin frá ídnaðarsamfelag til vitanarsamfelag hevur...
Les meiraUppskot til løgtingslóg um at útbyggja Tekniska Skúlan í Klaksvík
§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri, at útbyggja Tekniska Skúlan í Klaksvík við hølum til HT-útbúgvingina. Byggiútreiðslur í hesum sambandi kunnu í mesta lagi verða 11 mió. kr. § 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Viðmerkingar til lógaruppskotið Kap. 1: Almennar viðmerkingar 1. Endamálið við lógini Endamálið við lógini er at fáa eina breiða viðgerð av málinum, og síðan at fáa staðfest undirtøku tingsins at fremja ætlanina við at útbyggja Tekniska Skúlan í Klaksvík. Víst verður eisini til ásetingar í játtanarskipanini um, at serstakt lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið um íløgur, ið fevna yvir fleiri fíggjarár. Við eini slíkari verklagslóg ber til hjá landsstýrismanninum at tilrættaleggja virksemið fyri fleiri fíggjarár. Sambært lógaruppskotinum fæst heimild fyri at útbyggja Tekniska Skúla í Klaksvík. Útreiðslurnar hjá landskassanum kunnu í mesta lagi vera 11 mio kr. Skúlin, ið er ein sjálvsognarstovnur, er skipaður sambært løgtingslóg nr. 106 frá 29. desember 1998 um Yrkisskúlar við seinni broytingum. Sambært §11, stk. 3 í lógini um Yrkisskúlar, kann landsstýrismaðurin útvega góðkendum sjálvsognarstovni stuðul til ný- ella umbygging av skúla. Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2003 hevur Løgtingið játtað 1 mió. kr. til at fyrireika hesa verkætlan, og er tað eitt stig á leiðini til, at verkætlanin verður framd í verki. 2. Gongdin í málinum Í 1989 var Tekniski Skúlin í Klaksvík útbygdur við el, maskin- og timburdeild, so skúlin betur kundi nøkta tørvin innan hesar handverksútbúgvingar. Kreppan í 90´unum viðførdi, at lærlingatalið í landinum minkaði niður í onki. Fyri at ungdómurin, hóast kreppuna, skuldi hava nøkur tøknilig útbúgvingartilboð, varð SIT-útbúgvingin sett á stovn. Útbúgvingin kundi takast á Tekniska Skúla í Klaksvík og í Havn. Sum framhald av SIT-útbúgvingini fór Tekniski Skúlin í Klaksvík í 1993 undir eina 3 ára tøkniliga gymnasiala útbúgving. Í dag verður undirvíst sambært løgtingslóg nr. 42 frá 23. apríl 1999 um Hægri Tøkniliga próvtøku, stytt HT útbúgvingin. HT útbúgvingin hevur húsast ymsa staðni. Tekniski Skúlin við Borðoyarvík hevur eingi serhølir til tílíka útbúgving og útbúgvingin hevur flutt ymsastaðni á sjálvum skúlanum. Eitt tíðarskeið helt øll útbúgving til í gamla Tekniska Skúla, men flutti síðan aftur í skúlan við Borðoyarvík vegna plásstrot. Tó hevur gamli Tekniski Skúlin alla tíðina verið nýttur til sergreinina Matvøra og framleiðsla. Skúlin hevur javnan gjørt vart við hølistrupulleikarnar seinast í skrivi til Mentamálaráðið í november 2001. Stýri skúlans hevur leingi gjørt vart við hølistrupulleikarnar á Tekniska Skúla í Klaksvík. 25. apríl 2002 læt ein arbeiðsbólkur, settur av landsstýrismanninum, eitt álit úr hondum, sum lýsti hølistørvin nærri. Tjóðveldisflokkurin er av tí fatan, at hølistørvurin skal loysast í tráð við útbyggingarætlanina, ið er lýst í frágreiðingini frá 25. apríl 2002. 3. Um byggingina Frágreiðingin um hølistørvin vísir á tveir møguleikar í sambandi við stødd á útbyggingini. Annar møguleikin er 560 fermetrar í vídd, meðan hin er ein vídd á umleið 610 fermetrar. Munurin er, at ein hevur 6 skúlastovur í tí størra uppskotinum. Mett verður, at rættast er at leggja upp fyri eini varandi loysn, nú útbyggingin verður framd, og tí verður mælt til at fremja útbyggingina, so hon hevur eina vídd á umleið 610 fermetrar. Byggingin fer at fata um serhølir til alis-, evna- og lívfrøði og hølir til sergreinirnar Miðlar og samskifti og Matvøru og framleiðslu. Sergreinin Framleiðsla og formlist fer framvegis at halda til á el-, maskin- og timburverkstøðum skúlans. Harumframt...
Les meira