Tingmál
Tjóðveldi: Blokkurin kann verða burtur í 2030
Tjóðveldi hevur latið Løgtinginum uppskot um eina væl skipaða minking av danska blokkstuðulinum, so hann er burtur í 2030. Sum Tjóðveldisflokkur er tað ein av uppgávum okkara, at vísa á, hvussu vit koma av við blokkstuðulinum og fáa ein tryggan, rættvísan og sjálvberandi búskap. Vit skjóta upp eina greiða og einfalda skipan: Ríkisveitingin verður við lóg ásett at minka burtur eftir 7 árum. Hetta svarar til góðar 90 mió. kr. um árið á fíggjarlógini. Ítøkiliga merkir hetta, at væl meira enn helvtin av vøkstrinum í okkara samfelag enn kann nýtast til at útbyggja okkara samfelag og vælferðartænastur. Sostatt setir uppskotið onga vælferð í vanda, sum so ofta verður sagt um blokkniðurskurð. Rík lond tørva ikki blokkstuðul Føroyar eru millum ríkastu lond í heiminum. Ítøkiliga er føroyski búskapurin væl størri enn hin danski. Seinastu tølini siga, at føroyski búskapurin per íbúgva var 420.000 kr. í 2019, meðan samsvarandi í Danmark var 400.000 kr. Ongin kann moralskt verja ta støðu, at vit sum eitt so ríkt land biðja um pengar frá øðrum landi, ið lutfalsliga hevur minni inntøku pr. íbúgva enn vit sjálvi. Hetta merkir als ikki, at øll fólk í Føroyum eru væl fyri fíggjarliga ella hava somu møguleikar. Men tað prógvar, at vit í Føroyum hava ovmikið av ríkidømi til at skapa góð og sømulig livikor fyri øll – við góðum vælferðartænastum og sosialari trygd. Tað snýr seg bert um viljan, at býta virðini javnari. Blokkurin er smápengar í føroyska samfelagnum Av hvørjum 100 krónuseðili, vit sjálvi skapa í búskapinum, er blokkurin bert 3 krónur. Í 1997 svaraði blokkurin til 45% av fíggjarlógini. Í 2019 var hetta 10%. Vit hava ongantíð í nýggjari tíð verið nærri at gera okkum heilt óheft av blokkinum. Føroyski búskapurin er nærum trífaldaður síðani vit seinast skerdu ríkisveitingina í 2001. Var blokkurin ikki skerdur tá, hevði hann verið minst 1,5 mia. árliga. Í undanfarnu samgongu bleiv blokkurin fastfrystur. Høvdu vit ikki gjørt tað, var blokkurin væl omanfyri 700 mió. kr. í dag. Øll søgan prógvar, at hvørjaferð vit hava tikið ábyrgd og bygt upp í felag, so hevur tað ment okkara samfelag og livikorini hjá øllum. Mong ivaðust, tá ið vit skerdu ríkisvetingina í 2001. Men føroyski búskapurin og okkara livikor og vælferðartænastur til sosiala trygd, heilsuverk, skúlar, dagsstovnar og infrakervi hava bara verið styrkt og betrað við okkara egnu skapan og framleiðslu. Tí vóna vit í Tjóðveldi, at hetta uppskotið kann seta eina nýggja dagsskrá í føroyskum politikki, har allir flokkar verða hildnir til svars um, hvat teir vilja við búskapinum og hvønn búskaparpolitikk teir vilja reka. Í uppskotinum verður dentur lagdur á, at um politisku flokkarnir melda greitt út undir viðgerðini av hesum uppskoti um, hvørja loysn og hvat áramál, flokkarnir vilja fremja, so ber til at finna semjur um at taka tey veruligu stigini. Alt uppskotið kann lesast her: Uppskot til løgtingslóg um at minka burtur donsku ríkisveitingina til Føroya...
Les meiraTjóðveldi: Uppskot um stórhøll til ítróttin lagt fyri Løgtingið
Tjóðveldi hevur sent Løgtinginum uppskot, har landsstýrið verður biðið um beinanvegin at kalla inn kommunur og privatar íleggjarar til tess at gera avtalu um at fíggja og byggja eina tjóðarhøll til ítrótt og størri mentanartiltøk. Í langa tíð hevur politiski myndugleikin haltað aftaná, meðan okkara ítróttarfólk hava skapt so einastandandi úrslit í altjóða ítrótti. Seinast hava bæði kvinnur og menn í hondbólti prógvað, at tað ber til hjá 53.000 fólkum í Norðuratlantshavi at spæla seg millum fremstu lond í heiminum við at seta sær stór mál og trúgva á egnan mátt, megi og samanhald. Sum so ofta er hetta framt av undangongufólki í feløgum og sersambondum undir kørgum fíggjarligum og materiellum umstøðum, har landspolitikkur haltar aftaná og vantar visjónir og atgerðarmegi. Hóast kommunur og land seinastu árini hava gjørt stórar íløgur í nýggjar skúlar og hallir til ítrótt, eiga Føroyar onga høll, ið lýkur øll krøvini til landsdystir og altjóða ítróttakappingar. Føroyar sjálvsagt eiga at hava eina veruliga stórhøll, ið lýkur øll altjóða krøv. Kommunur, ítróttafeløg og privatir íleggjarar hava í seinastuni umrøtt og tikið ymisk stig til tess at byggja eina stórhøll og marghøll til innandura ítrótt, ið lýkur øll altjóða krøv og eisini kann hýsa størri mentanartiltøkum, konsertum o.a. Tað er at fegnast um, men landið má eisini taka ábyrgd av at menna eina veruliga tjóðarhøll, ið lýkur øll altjóða krøv og kann hýsa altjóða kappingum, sum Føroyar kunnu bjóða sær at hýsa. Tí eigur Løgtingið at biðja landsstýrið um at kalla kommunur og privatar íleggjara saman um at gera eina avtalu um at land, kommunur og privat í felag byggja og fíggja høllina. Hvar í landinum, hon verður bygd, er ikki avgerandi, men at hon verður bygd sum skjótast. Uppskotið kann lesast her: Uppskot til samtyktar um stórhøll...
Les meiraEgið loftrúm og egnan radara
Í 60’unum og 70’unum tóku vit ræði á havinum kring okkum. Í 90’unum tóku vit ræði á tí, sum er undir okkum – undirgrundina; nú eiga vit eisini at yvirtaka tað, ið er yvir okkum – loftrúmið. Í dag eru vit í teirri margháttligu støðu, at loftrúmið yvir okkum ikki er á føroyskum hondum. Her hava vit eitt málsøki, sum danir hava ábyrgd av, men sum er latið íslendarum at umsita. Eftir sita vit bert sum triðji partur uttan ávirkan. Hetta átti at fingið okkum øll at vakna við. Men tað er ikki bara sum at siga tað, at yvirtaka loftrúmið; har fylgja altjóða skyldur við. M.a. krevst lofteftirlit, radarmyndir og radarasamskifti. Nú ætlanir fyriliggja um at byggja radarastøð á Sornfelli, er hetta eitt gylt høvi hjá okkum at taka ábyrgd og sjálvi byggja hendan radara, og harvið liva upp til tær skyldur, sum krevjast, skulu vit yvirtaka loftrúmið. Hetta hevði eisini gjørt okkum til áhugaverdan samráðingarpart og givið okkum góðar samráðingarmøguleikar úti í heimi, millum teir partar, ið eru áhugaðir í radaranum í Føroyum. Samstundis kann hetta skapa vitanartung størv og útbyggja teir førleikar, sum okkara egna flogvinna longu hava prógvað virðið á. Tað er komið fram, at stórir menningarmøguleikar eru fyri føroyska samfelagið, at taka loftrúmið undir føroyskt ræði. Vit missa 70-270 mió. kr. árliga Hetta kemur sjálvsagt at kosta, men har eru samstundis stórir inntøkumøguleikar í at yvirtaka loftrúmið. Hvørjaferð eitt flogfar flýgur í føroyskum loftrúmið, rinda tey eina ávísa upphædd. Føroyska loftrúmið er sera nógv brúkt, tí vit liggja so væl fyri, orsakað av jetstreymunum kring okkum, ið gera tað fíggjarliga áhugavert hjá flogfeløgum at flúgva yvir Føroyum. Sambært serkønum liggur hendan upphæddin á 70-270 mió. kr. Í dag fella 60% av hesum til íslendarar, ið umsita loftrúmið, og 40% til danir. Hendan upphæddin kundi verið nýtt til at bygt okkara egnu førleikar upp og skapt fleiri arbeiðspláss í teimum økjum, ið krevjast fyri at umsita loftrúmið; T.e. omanfyrinevnda radaraeftirlit, veðurtænasta, search and rescue, o.s.fr....
Les meiraTað snýr seg um eitt alternativ til bankarnar
Nógv umrøða hevur verið um uppskotið hjá mær og Beintu Løwe, um at fólk skulu hava møguleikan at velja eina almenna lønarkonto. Endamálið við uppskotinum er at veita fólki eitt alternativ til bankarnar, nú gjøldini bara hækka og blíva alsamt fleiri, samstundis sum tænastustøðið versnar. Fleiri deildir og kassar kring landið eru niðurlagdir, upplatingartíðirnar gerast órímuligari. Samstundis er negativ renta áløgd fleiri – gott nokk er markið fyri nær tú rindar negativa rentu í dag nokkso høgt, men hetta fer allarhelst bara at lækka, sum tíðin frálíður. Tað síggja vit longu. Og tað er ongin ivi um, at negativa rentan eisini hevur stórar avleiðingar fyri bústaðarmarknaðin. Eg haldi, vit eru komin at mørkum. Eg skilji væl, at tað kann ljóða fremmant við eini almennari bankaloysn, men hetta er ikki nakað nýtt. Tað er ikki langt síðan, at vit høvdu giro-stovuna hjá Postverki Føroya, og fleiri lond í Evropa hava almennar bankaloysnir. Í Týsklandi er hetta heilt vanligt. Í øðrum londum eru eisini ymsir samvinnubankar, har endamálið ikki er avlop, men at veita tryggar, dyggar og ódýrar tænastur. Coop handlarnir eru farnir undir slíkt virksemi fyri tíð síðan, og fakfelagsbankar eru eisini í okkara grannalondum. Men her í Føroyum hava vit onki alternativ til bankarnar. Bankarnir hava so at siga monopol uppá okkum føroyingar, tí tað er ásett, at øll skulu hava eina lønarkonto í einum góðkendum skattaavrokningarstaði, og higartil eru tað bert bankarnir, ið hava verið góðkendir. Orsøkin til, at eg og Beinta løgdu uppskotið fram er tí, at vit meta at bankarnir taka seg væl betaltar, fyri at goyma lønirnar fyri okkum. Gjøldini til løntakaran eru alt ov høg! Tað sær tó ikki út til, at nakar politiskur vilji er, at gera nakað við hetta. Vit hava sum land álagt fólki at hava lønarkonto, men ongin ynskir at seta seg upp ímóti ella seta krøv til bankarnar afturfyri. Og løntakarin betalir! Sirið...
Les meiraEin útrætt hond um blokkniðurskurð
Tíðin er væl og virðiliga búgvin at finna semju um búskaparligt sjálvbjargni í Føroyum. Allir flokkar siga seg vilja ein sjálvberandi búskap, uttan mun til, hvønn hugburð flokkarnir hava um Føroyar sum sjálvstøðugt ríki. Tí legði Tjóðveldi fram uppskot um at útslúsa blokkin eftir 6 árum. Uppskotið legði seg eftir, at fáa semju um hetta. Mælt verður til eina skipan, ið eisini gongur teimum á møti, ið vísa á, at nýggjar inntøkur skulu koma ístaðin fyri blokkin. Uppskotið snýr seg um, at so hvørt inntøkur landsins vaksa, so verður helvitn av vøkstrinum nýttur til at minka um ríkisveitingina, meðan hin helvtin enn kann nýtast til vælferð o.a. “Tað er ongin loyna, at stóð tað til Tjóðveldi, so skuldi blokkurin burtur skjótast til ber. Vit virka fyri einum samfelag sum byggir á inntøkur vunnar úr teirri vitan, tí tilfeingi og tí arbeiðsførleika, sum er fallið okkum føroyingum í lut. Sum borgarar í einum av heimsins bestu blettum. Men í politikki er tørvur á semjum, sum kunnu ganga tvørturum valskeið,” sigur Páll á Reynatúgvu. Kortini velur samgongan at vísa útrættu hondini frá sær og at mæla til at fella uppskotið, uttan konstruktivari grundgeving. “Búskaparliga gongdin hevur annars verið týðilig, síðani heildarveitingin varð lækkað og fastfryst fyri knøppum tjúgu árum síðani. Ongantíð í Føroya søgu hava vit sum samfelag lyft so stórum og mennandi verkætlanum. Havt so stóran og áhaldandi búskaparvøkstur. Og so nógv vaksandi fólkatal. Júst tað øvugta av tí, sum allar myrkar afturhaldskreftir spáddu, tá heildarveitingin varð lækkað. Greiðar tilsipingar um, at við viljanum til sjálvbjargni fylgir eisini vøkstur. Við ábyrgd fylgir eisini framburður,” sigur Páll á Reynatúgvu. Við fastfrystingini av blokkinum í 2016 eru vit vorðin enn meira sjálvberandi. Uttan fastfrysting hevði blokkurin í dag ligið á umleið 700 mió. kr. Í dag er blokkurin bert áleið 3 krónur av hvørjum 100 krónuseðilii vit sjálvi framleiða. Í 1997 var blokkurin 45% av fíggjarlógini – í dag er talið 11%. Livistøðið í Føroyum er farið uppum tað í Danmark, og grundarlagið fyri framhaldandi at hava danska rakstrarinnspræning í føroyska samfelagið er tí ógrundað. Tíðin er væl og virðiliga búgvin at finna semju um búskaparligt sjálvbjargni í Føroyum....
Les meiraTíðin hjá føroysku tjóðini sum danskt bróstabarn eigur at vera farin.
Vit, sum hava vitjað stuttleikagarðar í fremmandum londum, hava mangan stuttleika okkum yvir hesar smáu hvítu mýsnar, sum inni í eini lokaðari kringekju – karrusel – úr glasi – liva eitt sorgleyst lív, við at fáa kvørnina at mala eitt vet, tá tær halda seg taka næsta fetið við frammbeinunum, fyri kortini at enda í sama stað hvørja ferð – niðast í skipanini. Trupulleiki teirra er, at tær liva av náðini frá øðrum. Onnur fóðra og stjórna teimum, og nóg mettar eru tær eru bert til undirhalds hjá okkum vitjandi. Soleiðis skapa skipanir livandi verur. Sovjet skipanin skapti homo sovjeticus, danska heimastýrið í Føroyum hevur skapt eitt slag av homo danicus – og atferðin hjá hesum líkist henni hjá mýsnum. Viljin til frælsi gerst proportionalur við mettuna, sum ráðandi høpið sprænir inn í svanga magasekkin, til tess at fáa frið fyri órógvandi elementum, og sum vit øll vita: Kátt lær høvur av fullum maga. Uttanríkispolitiska frágreiðingin hjá landsstýrinum er ein endurspegling av hesi armóðsstøðu, sum er, at føroyingar framvegis mala viljaleysir runt í eini lokaðari danskari kringekju. Vit rópa okkum uppá, ikki minst ein dag sum í gjár, flaggdagin, næstan euforiskt, at vit eru partar av tí demokratiska vesturlendska heiminum. Tað ynskja vit at vera, men hvussu demokratisk er skipan okkara, táið fremmant vald burturav stjórnar dómsvaldinum, pørtum av lóggevandi- og útinnandi valdinum umvegis danskar lógir, valutapolitikkinum, hernaðarpolitikkinum og ikki minst uttanríkispolitikkinum, har danir forða fyri sjálvt tí evarska lítla fetinum, at vit gerast limir í Norðurlandaráðnum ? Tá er føroyskur «uttanríkispolitikkur» ikki annað enn pseudopolitikkur, í so máta líkjast vit mest veingjaskerdu snjóugluni í stuttsøguni – essaynum – hjá Nobelvinnaranum Heinrich Böll, “Weggeflogen sind sie nicht”, hóast veingjaskerd og sloppin úr búrinum rakk snjóuglan ikki upp um høga stikið. Hon slapp ikki á flog. Tí hevur hendan frágreiðingin hjá landsstýrismanninum onga kós yvirhøvur. Og sum Cicero gamli segði á sinni: Hevur tú onga kós, fær tú ikki undanvind á nakrari ætt. Frágreiðingin er fyri tað mesta ein undanførsla, eitt neyðarróp út í oyðimørkina, um, at vit onki fáa gjørt soleiðis, sum stjórnarrættarligu viðurskifti okkara nú eru vorðin. Ístaðin fyri at leggja fram eina proklamatión, eitt herróp, um, hvørja leið vit ætla at fara á altjóða pallinum, í politiskari sigling millum aðrar sjálvstøðugar tjóðir, sigur landsstýrismaðurin, at: “Frágreiðingin leggur seg eftir í størri mun at reisa spurningar og lýsa avleiðingar við støði í føroyskum uttanríkispolitiskum áhugamálum enn at gera eina heildarlýsing av uttanríkispolitiska virksemi Føroyar.” Hetta er ein staðfesting av, at allur uttanríkispolitikkur hjá føroyingum verður stýrdur úr Keypmannahavn. Har liggur ræðið. Har liggur veruliga skeytið til matrikkulin Føroyar. Nøkur kustaskáp á donskum á ambassadum kring um heimin, har onkur føroyingur av náði sleppur at spæla sendimaður ella kvinna, broytir ikki hesa støðu. Margháttligt, at politiska skipanin í einum so múgvandi landi, og einum landi sum eftir øllum at døma aftur er komið í eina ógviliga strategiska serstøðu í mun arktis, ikki tekur sær um reiggj, og tveitir stjórnarpolitisku forðingarnar av sínum akslum. Sigi sum yrkjarin Jóanes Nielsen: Eg eri ein føroyskur nasjonalistur, og tað sum pínir, er at føroyingar sjálvir tola ikki gronina á sínum frælsu landsmonnum. Vit stórtrívast sum ein landafrøðilig bagatell. Okkum dámar at halda veitslu í nassaraklæðum. Vit hava ikki brúsandi blóð í æðrunum. Vit eru ikki tann serstaka tjóð, sum Poul F. yrkti um. Eitt...
Les meiraBara vit skulu taka avgerðirnar um hernaðarmál í okkara landi
Í morgin skal Løgtingið taka støðu til uppskotið hjá Tjóðveldi, um at einans Føroya fólk og Løgtingið kunnu taka avgerðir um hernaðarmál í okkara egna landi. Einfalt snýr málið seg um, hvør ræður í Føroyum; Eru tað vit sjálvi, ið her búgva, ella kunnu onnur taka avgerðir yvir høvdið á okkum. “Løgtingið hevur fleiri ferð áður staðið saman um slík uppskot. Tað er tí als ikki óhoyrt at flokkar og tingfólk, tvørturum andstøðu og samgongu, hava staðið saman um okkara rættindi sum fólk og land. Tí høvdu vit veruliga væntað, at uppskotið fór at verða samtykt, men nú siga samgonguumboðini seg fara at atkvøða ímóti,” sigur Hervør Pálsdóttir. Mann kann seta einfalda spurningin til hesi tingfólk: Hví tekur mann ikki undir við hesum uppskotinum? Er tað tí, mann ikki heldur, at Føroya fólk skal hava avgerðarrættin í Føroyum? Oftani verður grundgivið, at samgongan kann ikki taka undir við andstøðuuppskotum, tí tey kosta ella tílíkt, men hetta uppskotið kostar ikki eina krónu. Hetta uppskotið staðfestir bara, at fólkið í Føroyum skal avgerða, hvat fer fram í Føroyum. “Fólkaræði merkir, at tað er fólkið í landinum, sum hevur ræðið. Tað átti tí verið sjálvsagt, at øll stóðu saman um hetta mál. Enn hava tingfólk tíð at umhugsa og broyta støðu sína,” sigur Hervør Pálsdóttir. Uppskotið gjørdist alt meira aktuelt, eftir at danska stjórnin kunngjørdi, at hernaðarradari skal setast upp í Føroyum. Danski statsministarin kunnaði NATO um hesa ætlan í december 2019 og í februar í ár kunngjørdi Fólkatingið á tíðindafundi, at donsk semja var gjørd um at seta radaran upp í Føroyum. Løgtingið, okkara fólkavaldu, fingu einki at vita um hesar ætlanirnar í okkara egna landi fyrr enn eftir hesar fundir. Tað mugu vit ikki góðtaka, og tað hevur Løgtingið heldur ikki góðtikið...
Les meiraSirið spyr um bíðitíðirnar í barnapsykiatriini
Spyrjari: Sirið Stenberg Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen Evni: Langar bíðitíðir í barnapsykiatriini Spurningar: Hvussu langar eru bíðitíðirnar í barnaspykiatriini ? Eru bíðitíðirnar ymiskar fyri ymisku bólkarnar av børnum ? Hvussu ætlar landsstýrismaðurin ítøkiliga at fáa bíðitíðina niður ? Og hvussu nógv væntar landsstýrismaðurin, at bíðitíðin kann minka í ár ? Er tað í kørmunum fyri 2020 lagt upp fyri raðfesting av barnapsykiatriini ? Viðmerkingar: Langar bíðitíðir Í seinastu samgongu bleiv barnapsykiatriin raðfest munandi. Tað eydnaðist í stóran mun at fáa bíðilistarnar langt niður, og í ávísan mun so gott sum burtur. Nú frættist, at bíðitíðin aftur er longd til langt yvir eitt ár, og at talið av ávísingum veksur alsamt. Skjót hjálp er góð hjálp Tað er sera álvarsamt við bíðilistum í barnapsykiatriini. Barnalívið er stutt, og ein bíðitíð, sum kann koma upp móti tveimum árum, kann gera, at støður, sum møguliga kundu verið hjálptar, um hjálpin kom í góðari tíð, kunnu elva til álvarsama sjúku, sum kann blíva varandi. Tí má alt setast til fyri at fáa bíðitíðina niður. Barnalívið má ikki brúkast til at vera á bíðlista. Tað skapar líðing har tíðin skuldi fari til trivnað og...
Les meiraTrýstið riggar: Útlendingar fara ikki at sleppa at uppkeypa fastogn
Tjóðveldi hevur roynt tvær ferð at seta reglur fyri útlendingar, ið ætla sær at keypa jørð, hús og ognir í Føroyum – skjótt verður hetta veruleiki. Fyri einum ári síðan legði Tjóðveldi uppskot fram á tingi, sum skuldi forða útlendingum at keypa upp hús, jørð og ognir í Føroyum. Tað uppskotið bleiv felt av samgonguni, tí samgongan segði seg vera grundleggjandi ímóti hesum. Sagt var m.a. tá, at: “Meirilutin (samgongan) heldur tað vera í andsøgn við eitt opið og liberalt samfelag ikki at geva øðrum enn fastbúgvandi loyvi at keypa ognir í Føroyum… Tað vil vera at diskriminera okkara grannar og útlendingar sum heild, um vit ikki loyva hesum at keypa sær ognir her.” Nú er tónin ein annar. Nú kemur samgongan við sínum egna uppskoti, sum skal seta greiðar reglur og forðingar fyri uppkeyp av fastogn í Føroyum. Hetta uppskotið kemur væntandi á Ólavsøku. Hóast vit ikki kenna endaliga uppskotið, eru hetta gleðilig tíðindi. Føroysk hús, jørð og lendi liggja í dag víðopin fyri útlendingum at keypa. Hetta kann gera tað so, at møguleikarnir hjá fólki her at útvega sær bústað fyri rímiligan kostnað verður tikin burtur. Tað er gleðiligt, at samgongan nú tekur undir við Tjóðveldi, tí vit hava áhaldandi víst á, at neyðugt er at gera okkurt við hendan trupuleikan áðrenn ov seint er....
Les meiraSOS frá ferðavinnuni!
Búskaparráðið mælir í várfrágreiðing síni púra greitt til at “hjálparpakki verður veittur ferðavinnuni, so vinnan og vitanin í ferðavinnuni ikki fer fyri skeyti”. Júst tað hava vit áhaldandi víst á. Tí ferðavinnan klárar ikki enn eitt summar í lægsta gearið, og lítið bendir á, at henda vinna aftur kann virka eftir vanligum treytum, fyrr enn komið er út í 2022. Fari tí enn einaferð at seta landsstýrismanninum í ferðavinnumálum ein fyrispurning um, hvørt landsstýrið ætlar at hjálpa tí partinum av vinnuni, sum er so serstakliga hart raktur av koronu? Sum hevur mist bróðurpartin av inntøkugrundarlagnum, orsakað av smittufyribyrgjandi tiltøkunum kring allan heim. Ætlar landsstýrið at lurta eftir Búskaparráðnum, og koma við einum hart tiltrongdum hjálparpakka. Og um so verður, nær, kemur ein hjálpin, og hvussu kann “pakkin” væntast at síggja út? Hvørjar avleiðingar kann tað fáa fyri búskapin, fyri ferðavinnuna og í mun til arbeiðspláss har, eisini í longri høpi, um fyritøkur, sum framvegis liggja lamnar av korona, ikki fáa eina hjálpandi hond til at yvirliva? Setti í vetur landsstýrismanninum fyrispurning um sera álvarsomu støðuna í størstu pørtunum av ferðavinnuni, og um hann ætlaði at hjálpa neyðstøddu vinnuni, nú hjálparpakkarnir fóru úr gildi hin 31.august, fyri nærum 8 mánaðum síðani. Í svari uppá fyrispurning 52-40/2020 segði landsstýrismaðurin, at hann fylgdi støðini, men at “tað er ikki gjørd nøkur ítøkilig ætlan um at hjálpa ferðavinnuni, men tað verða áhaldandi gjørdar metingar av, hvørt neyðugt er við tiltøkum.” Somuleiðis vísti hann á at “ … at umsetningurin í ferðavinnuni er fallin munandi samanborið við 2019, hjá ferðaskrivstovunum uml. 90%, hjá gistingarhúsunum millum 60-80%, matstovur uml. 40-50%, bussfeløg uml. 85 -95 %, upplivingar uml. 60% og bilútleigarar uml. 95%”, sambært upplýsingum frá Ferðavinnufelagnum. Í gjár segði landssýrismaðurin so, at ein hjálparpakki møguliga er klárur, men sum skilst ivast landsstýrið í, hvørt tørvur er á honum. Samstundis segði fíggjarmálaráðharrin, at tað ikki er teirra uppgáva at oysa pengar út til vinnuna. Havi sent landsstýrismanninum spurningar um hetta, tí signalini úr landsstýrinum eru rættuliga ógreið, og vinnan hevur uppiborið greið boð um, hvørt landstýrið fer at hjálpa ferðavinnuni, ella ikki. Endamálið við hjálparpakkunum í vár var at tryggja arbeiðspláss, og binda fyri, at fyritøkur fóru á heysin. At tryggja einari vinnu, sum hevur ment seg við rúkandi ferð senastu árini, kann hava stóran búskaparligan týdning. Eingin kann ivast í, at ferðavinnan hevur verið og er serliga ábær í mun til koronaódnina. Stórur partar av ferðavinnuni hevur í longri tíð rópt neyðarróp. Nú Búskaparráðið hevur talað, lurtar landsstýrið vónandi. Bjørt Samuelsen tingkvinna fyri...
Les meira