Lýsing

Tingmál

400 fleiri heim og møguleika at byggja í bygdum og býum

, 04/09/2020

400 fleiri heim og møguleika at byggja í bygdum og býum

Øll skulu kunna velja Føroyar til, flyta heim, og trívast. Men tað er torført í hesum døgum, tí tað er so torført at finna nakað at flyta inn í. Tíverri eru fólk longu komin í ta støðu, at tey eru noydd at flyta av landinum, tí onki er at búgva í. Hetta eiga vit ikki at góðtaka. Tjóðveldi hevur latið Løgtinginum uppskot, sum loyvir Bústøðum at byggja 400 fleiri heim kring landið og sum loyvir Bústøðum at vera við í at javnseta Føroyar og veita lán til bygging uttanfyri størru býirnar. 400 fleiri heim Uppskotið leggur upp til, at hesir 400 bústaðirnir skulu vera av ymsum slag; t.e. leigu-, luta-, lestrar- og vardar bústaðir. Bústaðir fáa eisini loyvi til at byggja lutabústaðir. Harvið kann Bústaðir byggja og selja part av leigubústøðunum til lutabústaðir. Hetta skapar ein fjølbroyttan bústaðarmarknað. Hetta gevur eisini inntøkur, ið Bústaðir aftur kunnu nýta at byggja enn fleiri heim fyri. “Okkara bústaður er okkara heim. Tað er ómetaliga týdningarmikið, at hava eitt gott heim. Tíverri eru tað fleiri í dag, ið ikki liva í nøktandi bústøðum. Bústaðartrotið er ein av størstu avbjóðingum okkara – og hetta mugu vit loysa sum skjótast. Prísirnir eru hækkandi og ov lítil hjálp er at fáa, um tú brádliga stendur uttan heim. Hetta uppskotið kann vera partur av loysnini,” sigur Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi Hetta verður gjørligt við at víðka um fíggjarmøguleikarnir og heimilar Bústøðum at útskriva lánsbrøv á 500 mió. kr. Møguleika at búgva og byggja í øllum Føroyum Í dag er so at siga ógjørligt at byggja hús á bygd, tí bankarnir eru ikki sinnaðir at veita lán til hetta. Við okkara uppskoti kann Bústaðir veita tann partin av láninum, ið bankarnir ikki vilja. “Hetta snýr seg um vit vilja eitt samfelag, har øll búgva í miðstaðnum, ella um vit vilja einar fjølbroyttar Føroyar, har fólk búgva kring alt landið. Fyri okkum er tað greitt; tað skal vera hugurin hjá fólki, ið avger hvar tey vilja búgva – bankarnir skulu ikki taka hesa avgerð fyri okkum,” sigur Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi Dømi eru um fólk, ið hava fingið noktað lán til at byggja hús á bygd, men hava fingið eitt uppaftur hægri lán til hús í Havn. Tískil eru tað ikki gjaldsevnini hjá teimum, ið vilja byggja, ið er forðingin. Fólk hava ikki sama møguleika at byggja hús á bygd, sum í størru býunum, og hetta trýstir eisini húsaprísirnar uppaftur meira í miðstaðarøkinum.  Hetta má broytast, so at Bústaðir kann veita tann partin, ið bankarnir ikki kunnu ella vilja. Hetta er sjálvandi treytað av, at tey, ið søkja lán, hava gjaldsevnini til at rinda lánið aftur....

Les meira

Føroyar skulu stýra føroysku landamørkunum

, 01/09/2020

Ongin nýggjur korona tilburður er staðfestur í eina viku, tí ræður nú um at steðga smittuni við markið, sigur serfrøðin. Men Føroyar hava onki ræði á okkara landamørkum – okkara landamørk eru í dag mørkini hjá danska ríkinum, og fara tískil heilt suður til Suðurjútland. Tað merkir, at avgerðin um nær okkara landamørk skulu vera opin ella afturlatin, liggur hjá donsku stjórnini og er sostatt ikki grundað á okkara smittustøðu. Men sjálvsagt eigur avgerðin at liggja í Føroyum og má byggja á okkara støðu. Tað líkist ongum, at Føroyar skulu hava fyri neyðini, at spyrja donsku stjórnina, um at lata okkara egnu dyr upp. Tað, at vit sjálvi gera av, nær vit skulu lata upp og fyri hvørjum, kann bera okkum skjótt og væl ígjøgnum kreppuna. Tjóðveldi hevur í tí sambandi, lagt uppskot fyri tingi, um at heimtaka okkara egnu landamørk og marknaeftirlit, saman við løgreglu, ákæruvaldi og brotsmálaumsorgan. Hetta snýr seg einfalt og praktiskt um, at fáa tey smittubasandi amboðini, sum allar aðrar tjóðir hava og...

Les meira

Verða borgarar og vinnufyritøkur í Føroyum avlurtað?

, 28/08/2020

Verða borgarar og vinnufyritøkur í Føroyum avlurtað?

Munnligur fyrispurningur til løgmann um møguliga avlurting av føroyskum borgarum og vinnufyritøkum Hevur danska fregnartænastan atgongd til talgilt samskifti hjá føroyskum borgarum ella vinnufyritøkum í Føroyum? Er partur av teimum avlurtingum, ið danska fregnartænastan hevur latið amerikansku fregnartænastuni, samskiftisupplýsingar hjá føroyskum borgarum ella vinnufyritøkum? Hevur løgmaður spurt – ella fer løgmaður at spyrja – danskar myndugleikar, um danska fregnartænastan avlurtar føroyskar borgarar ella vinnufyritøkur? Hvat ger landsstýrið fyri at tryggja, at føroyskir borgarar og vinnufyritøkur ikki verða avlurtað av donsku fregnartænastuni ella øðrum? Viðmerkingar Greitt er, at danska fregnartænastan hevur latið amerikonsku fregnartænastuni (NSA) samskiftisupplýsingar um danskar borgarar. Samstundis hava núverandi landsstýrið og samgongan samtykt nýggja lóggávu, ið gevur donsku fregnartænastuni víttfevnandi heimildir av avlurta føroyskar borgarar. Í undanfarna valskeiði, vórðu vit landsstýrisfólk hartil kunnað um, at tekin vóru um, at onkur avlurtaði okkara fartelefonir, men tað var ikki greitt, hvør møguliga avlurtaði hesar. Fyri at fáa staðfest, um føroyskir borgarar ella vinnufyritøkur verða avlurtað av donsku fregnartænastuni, og fyri at fáa lýst, um føroyskar samskiftisupplýsingar eru latnar amerikonsku fregnartænastuni, verða hesir spurningar settir løgmanni. Á Løgtingi, 28. august 2020 Kristina Háfoss...

Les meira

Samgongan fyri tey fáu – ikki tey smáu

, 18/08/2020

Samgongan fyri tey fáu – ikki tey smáu

Røða hjá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, í sambandi við Ólavsøkurøðu løgmans 2020 2020 verður eitt ár, vit ongantíð koma at gloyma. Árið, tá Korona kollvelti lívið hjá okkum í Føroyum, og hjá fólki kring allan heim. Men samstundis sum allar kreppur geva avbjóðingar – so geva tær eisini møguleikar. Møguleikar at umhugsa, umskipa og umraðfesta – um vit vilja. Hevði vónað at løgmansrøðan í ár vísti á, hvørja framskygda kós vit sum land og fólk nú skuldu seta, men so varð tíverri ikki. Alt gongur í aldum. Í okkara lívi, í heiminum og í okkara samfelag. Stór framgongd hevur verið í okkara Føroyum í mong ár, serliga síðan 2013 og frameftir. Tí ávaraðu vit eisini undanfarnu 4 árini um, at neyðugt var, at vit fyrireikaðu okkum – sum land og fólk – til, at heystið og veturin fóru at koma eftir at vit høvdu havt búskaparligt og samfelagsligt vár og summar í áravís. 2020 skuldi vísa seg at vera árið, tá rákið skiftið – tá farið var av aldutindinum. Eftir 7 ár við framgongd – stendur ein øðrvísi tíð nú fyri framman. Men vit eru til reiðar. Hetta er fyrsta Ólavsøkurøðan síðan valið. Á løgtingsvalinum í 2019 fingu núverandi samgonguflokkara 50,2% av atkvøðunum. Vit – allir hinir flokkarnar – fingu stuðul frá 49,8% av fólkinum.   Eftir 4 ár við minnilutastjórn, ið kravdi semjur tvørturum samgongu og andstøðu í øllum málum, og eftir at hava arbeitt við nýskipanum – pensjón, heilsuverk og fiskivinnu – ið høvdu ligið á láni í áravís, men sum vit valdu at fremja – so varð hetta prísurin, ið rindast mátti. Tað er ofta ópopulert at fremja broytingar, ið eru samfelagsgagnligar og neyðugar yvir tíð – ikki minst í eini ”hvat fái eg burturúr, her og nú”-tíð.  Vit kundu lættliga lagt okkum afturá, og gjørt sum minst seinastu 4 árini. Tá høvdu vit helst sitið í landsins stjórn í dag – men hetta er ikki gagnligt fyri okkara samfelag. Tí valdu vit at fara til verka, og at fremja stór tøk. Hóast vit altíð kunnu gera nógv betri og meira, so er nógv at fegnast um. Fegin um, at vit – eftir 4 ár í landsins leiðslu – kundu handa víðari ein sterkan búskap og ein munandi styrktan landskassa. Met stór avlop í vinnuni, met nógv størv skapt og met stórur fólkavøkstur. 4 ár við stórum landskassaavlopum á samanlagt 1,5 milliard, landskassaskuldin minkað 1,5 milliard, meira enn hálv milliard í Búskapargrunninum, og Landsbanki Føroya endurstovnaður. Alt hetta skapar eitt fíggjarligt trygdarnet, ið vit hava gleði av, ikki minst nú korona hevur rakt okkum. Kunnu staðfesta, at tá núverandi løgmaður og fíggjarmálaráðharri – í 4 ár aftur og aftur søgdu, at vinnan og búskapurin stóðu fyri hóttafalli vegna førda politikkin – so vóru hetta ósannindi – og hetta staðfestir løgmaður eisini í Ólavsøkurøðuni: at búskapurin, landskassin, almennir grunnar og vinnan eru sera væl fyri. Takk fyri, at sannleikin nú verður staðfestur.  Fegin um, at vit seinastu 4 árini fingu býtt virðini javnari. Stóran skattalætta til lág- og miðallønt Flati pensjónsskatturin avtikin, og lægri pensjónsskatt til láglønt. Familjuískoytið sett í verk til barnafamiljur við fíggjarliga trongum korum. Lesandi, stakir uppihaldarar, fyritíðarpensjónistar hægri veitingar og meira at liva av. Men meira skal gerast – og tað sum samgongan hevur gjørt higartil, hevur tíverri økt ójavnan – millum pensjónistar, millum...

Les meira

Løntakarin er gloymdur, men stendur fremst tá gjaldast skal

, 14/08/2020

Í løtuni eru fleiri enn 1000 fólk í sóttarhaldi og 137 fólk eru smittað. Tað er tí gleðiligt, at hesi verða fevnd av dagpeningaskipanini, sum vit eisini vístu á fyri eini viku síðani. Men arbeiðið hjá landsstýrinum er ikki nóg væl fyrireikað og ber týðiliga brá av stuttíðar hugsan og manglandi atliti til løntakaran. Uppskotið er bert galdandi fram til 31. august og fer sostatt úr gildi longu um 18 dagar. Tað er at halda løntakaran fyri spott.  Eisini eru tað nógvir løntakarar, ið enn ikki eru fevndir av nakrari skipan. Um arbeiðsplássið er rakt av korona og má stongja, ella um ongin barnaansing er, so er onki, ið loftar løntakaran. Covid-19 skipanin hjá ALS er farin úr gildi, so ongin sleppur uppí hana longur. “Tað sum hendir nú er, at løntakarir verða sera ymiskt settir. Serliga eru tað tey í privatu vinnuni og tímalønt, sum koma at verða við sviðið soð. Tað er ongin skipan sum loftar teimum. Har er heldur ikki nakað boð frá landsstýrinum, um hvat hendir um 18 dagar.” sigur Sirið Stenberg. Og sum vit skilja, so verður als ikki arbeitt í landsstýrinum fyri at fáa hetta í rættlag. Vit eru tí stúrin um, at tey á privata arbeiðsmarknaðinum, kunnu fara at standa á berum, nú ongin skipan loftar. Vit stúra fyri, at løntakarar kunnu koma í sera trupul fíggjarlig kor, nú støðan er sum hon er. Vit skilja einfalt ikki, at løntakarin ikki er betur vardur. Fólk mugu og eiga at kenna seg trygg, um teirra arbeiðspláss verður rakt. Hetta uppskotið frá samgonguni í dag, tekur ikki hædd fyri teimum fólkum, sum koma í klemmu. Samgongan bað samstundis um 13,5 milliónir afturat til koronakanningar av útlendskum ferðafólki. Skattgjaldarin hevur longu rindað 10 milliónir, so tilsamans eru 23,5 milliónir játtaðar, so at ferðafólk fáa ókeypis koronakanningar fyri skattgjaldarans rokning. Eiheildur er nakað, ið bendir á, at ALS fær útreiðslurnar av serligu covid-19 skipanini endurrindaðar. Løntakarin tykist at vera heilt gloymdur, tá trygdarnet skulu gerast, men stendur allar fremst, tá gjaldast skal....

Les meira

Bara vit, fólkið í Føroyum, skulu taka avgerðirnar um hernaðarmál í okkara landi

, 06/08/2020

Bara vit, fólkið í Føroyum, skulu taka avgerðirnar um hernaðarmál í okkara landi

Mitt ímillum øll koronatíðindini, sum vit øll hugsa um við størsta álvara, var landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jenis av Rana, í Útvarpinum á middegi í dag. Eisini um eitt álvarsmál, hóast tað mest kundi ljóða sum skemt.   Landsstýrismaðurin fortaldi Føroya fólki, at danski verjumálaráðharrin, Tine Bramsen, hevði ringt til hansara í morgun og givið boð um, at Danmark fer at seta ein hernaðarligan radara upp í Føroyum.   Landsstýrismaðurin tóktist sera fegin um hesi harraboð úr Danmark. Hann segði seg millum annað hava spurt Tine Bramsen, um vit føroyingar ikki eisini onkuntíð kundu sleppa at síggja okkurt á hesum hernaðarliga radaranum – til dømis okkurt um fiskarí (!).   Ja, skulu vit gráta ella flenna? Soleiðis verða vit sum fólk við eini telefonsamrøðu bakkaði aftur í amtstíðina og viðfarin sum ein donsk provins.   Ígjøgnum alt tað kalda kríggið frá 50’unum og til 90’ini var okkara land og fólk brúkt sum ein finna í einum stórpolitiskum talvi. Uttan at spyrja føroyingar eftir – og hóast eitt samt Løgting og allir føroyskir flokkar mótmæltu – so gav Danmark boð um at byggja hernaðarligan radara á Sornfelli.   30 millardir í yvirskoti til Danmarkar av hernaðarmálum Hetta gjørdi Føroyar til bumbumál í einum møguligum kríggi, sum staðfest er í søguligum skjølum úr Russlandi. Og hetta gav Danmark fíggjarligar fyrimunir, ið bert í árunum frá 1962 til 1989 gav Danmark minst 30 milliardir krónur í avlopi, tá ið blokkstuðul og annað er drigið frá. (Sambært eini formligari frágreiðing til landsstýrið).   Men nú fegnast landsstýrið um, at Danmark aftur vil seta hernaðarradara upp í Føroyum. Hetta er meira sambandskt enn sjálvt teir gomlu sambandstingmenninir og sambandsløgmenninir høvdu funnið seg í. Teir mótmæltu hóast alt.   Føroya fólk er ikki eftirspurt. Løgtingið er ikki eftirspurt. Landsstýrið hevur ikki ráðført seg við Løgtingsins Uttanlandsnevnd um avgerðir av stórum týdningi, soleiðis sum stýrisskipanarlógin ásetur. Her er ongin virðing fyri fólkaræði, lógum og reglum.   Vit skulu sjálv Vit eiga sjálvandi – uttan mun til partapolitikk og flokkar – at standa saman um hesar fólkaræðisligu grundreglur:   Bara vit, fólkið í Føroyum, kunnu taka avgerðir um, hvat okkara land skal brúkast til, og hvat skal gerast í hernaðarligum málum í okkara egna landi. Bara Føroya Løgting kann viðgera og góðkenna avtalur um hernaðarmál í Føroyum. Føroyar skulu sjálvar samráðast við stórveldini og við Nato, um tær ætlanir tey hava um okkara leiðir og í okkara landi, sjógvi og í luftini.   Vit í Tjóðveldi vilja, at vit taka fult ræði á okkara landi og okkara loftrúmi. At vit sjálv reka radaravirksemi úr Føroyum, sum kann gerast góð inntøkukelda og skapa nógv vitanarstørv og tænastur til bæði sivila og hernaðarliga ferðslu á sjógvi og í luftini.   Okkara støða í miðjum Norðuratlantshavi og sum partur av og portur til Arktis, er ikki ein orsøk til undirbrotligheit og at lata onnur flyta okkum sum finna í einum talvi. Okkara støða er ein einastandandi møguleiki til at taka egna ábyrgd og at menna okkara land og tjóð í beinleiðis sambandi við heimsins lond.   Høgni...

Les meira

So óseriøsur er fíggjarmálaráðharrin um Atlantsflog

, 04/08/2020

So óseriøsur er fíggjarmálaráðharrin um Atlantsflog

Landsins fíggjarmálaráðharri svarar nú loksins undirritaða um støðuna hjá starvsfólkunum hjá Atlantsflogi. Men svarið er sum vanligt púra óseriøst og bygt á ósannindi og uttanumtos. Fíggjarmálaráðharrin leggur nú Tjóðveldi undir at koyra Atlantsflog á heysin. Ja, eg meini tað! Tjóðveldisflokkurin hevur frá fyrsta degi sagt, at vit standa 100% aftanfyri Atlantsflog og at fíggja tey tap, ið felagið fær av koronu. Fíggjarmálaráðharrin vil vera við, at tað er ólógligt hjá landsstýrinum at blanda seg uppí støðuna hjá landsins egna felag og korunum hjá starvsfólkinum. Tað passar ikki. Landsstýrið átti sjálvsagt at havt sett leiðsluna og umboð fyri fakfeløgini hjá starvsfólkunum saman at funnið eina skilagóða loysn – og vátta, at landið stendur 100% aftanfyri. Tað er hvørki ólógligt ella nakað annað. Bert sunt skil. Og soleiðis hava allar stjórnir gjørt í londunum kring okkum. Fíggjarmálaráðharrin vil vera við, at Tjóðveldi vil ikki loyva Atlantsflogi at tillaga seg til umstøðurnar og taka fíggjarligar avgerðir. Tað er ósatt. Vit hava bert víst á, at ímeðan hjálparpakkar eru galdandi, eiga fólk ikki at verða uppsøgd av korona-ávum. Og hetta kostar ikki Atlantsflogi nakað, meðan hjálparpakkarnir eru galdandi.  Vit hava víst á, at fólk verða uppsøgd – og síðani verða tey trýst at fara niður í løn og treytum, um tey skulu setast aftur. Tað er ikki í lagi. Tá ið føroyskur politikkur er vorðin so óseriøsur, at landsins ráðharrar svara soleiðis um týdningarmikil mál, er lítil munur til Donald Trump.  Vit í Tjóðveldi eru von við tað, og onkur kann kanska fáa undirhald burturúr.   Men starvsfólkini hjá Atlantsflog og okkara tjóðarflogfelag hava betri uppiborið enn slíkt fjant. Høgni...

Les meira

Jørgen Niclasen háðar starvsfólkini hjá Atlantsflogi

,

Jørgen Niclasen háðar starvsfólkini hjá Atlantsflogi

“Atlantsflog skal ikki vera eitt sosialkontór hjá Tjóðveldi”, segði Jørgen Niclasen í Løgtinginum mánadagin “Undir viðgerðini av løgmansrøðuni á tingi í gjár, reisti eg ann einaferð málið um syndarligu støðuna hjá teimum mongu dugnaligu starvsfólkunum hjá Atlantsflog, ið eru uppsøgd og send til hús, hóast hjálparpakkar eru tøkir. Eg vísti á, at hesi starvsfólkini – flogskiparar, flogternur, mekanikarar, sølufólk, skrivstovufólk, vaskifólk, trygdarfólk o.m.o. – hava bygt okkara tjóðarflogfelag upp síðani 1988, og hava vunnið sær starvs- og lønartreytir í samráðingum gjøgnum árini.  Nú verða tey og familjur teirra slept uppá fjall. Og vit kunnu sum tjóð missa tey fólk og teir ótrúligu førleikar, ið tey hava bygt upp til tess at gera okkum til ein miðdepil í Norðuratlantshavi við sambandi til allan heim. Loysnin er sjálvsøgd: Landsstýrið átti beinanvegin at sligið fast, at so leingi hjálparpakkar eru. Og til vit vita, hvussu koronafarsóttin tørnar út í heyst, so verða starvsfólkini ikki uppsøgd. Men landsstýrið ger hvørki eitt ella annað, hóast landsstýrið og vit øll eiga felagið 100%. Og leiðslan á Atlantsflogi brúkar tí nú støðuna til at siga starvsfólkunum upp, og síðani kroysta starvsfólkini og teirra fakfeløg til at trýsta vunnar lønar- og starvstreytir niður. – Tit kunnu kanska fáa starv aftur seinni, men so skulu tit fara niður í løn og rættindum!  Hetta síggja vit – og fara at síggja – um allan heim.  Eg vísti Jørgeni Niclasen á í tinginum, at sjálvt ekstrema høgravenda stjórnin í Bretlandi – sum Fólkaflokkurin sigur seg hava sum fyrimynd – hevur sagt við British Airways undir koronakreppuni: At um tit brúka syndarligu støðuna til at kroysta flogfólkini niður í løn og rættindum, so fær tað avleiðingar fyri felagið frameftir. Men hvat var svarið frá Jørgeni Niclasen? Ja, tað var: “Vit gera onki. Atlantsflog skal ikki vera eitt sosialkontór hjá Tjóðveldi!” Eitt er, at Jørgen Niclasen hevur gjørt tað til sítt vørumerki at spilla Tjóðveldi út. Ja, tað er svarið hjá honum til alt, tá ið hann skal standa til svars fyri sínar egnu avgerðir og kolsvarta politikk. Men hetta er ein djúp háðan frá einum landsstýrismanni ímóti starvsfólkunum hjá Atlantsflogi, ið hava skapt so nógv – og nú frá degi til dags mistu sítt starv og grundarlag.  Vit undrast. Og harmast staðiliga um, at hetta er støðið í landsins leiðslu. Men fara sanniliga ikki at sleppa málinum. Høgni...

Les meira

Hollendska samgongan

,

Hollendska samgongan

Í føroyskum politikki hava vit nú fingið eitt hugtak, ið eitur hollendska samgongan.  Hollendska samgongan millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin. Hollendska samgongan, sum avreiddi meginpartin av ogn Føroya fólks til útlendingar. Hollendska samgongan, ið ætlar at halda fram at avreiða alt til útlendingar og nøkur fá í Føroyum. Á henda hátt er hollendska samgongan við til at gera føroyingar til gestir í egnum landi. Skjótt mugu vit spyrja útlendskar fyritøkur hvussu vit kunnu liva í Føroyum. Tað er ikki í lagi. Vit í Løgtinginum skulu tæna Føroyum og øllum Føroya fólki. Tað eru bara vit í Føroyum, ið kunnu tæna føroyskum áhugamálum. Løgmaður sigur í løgmansrøðuni “Vit skulu sjálvandi røkja okkara egnu áhugamál. Tí er neyðugt at beina burtur allar uttanríkispolitiskar forðingar í viðurskiftunum við Danmark.”  Eg fegnist um, at løgmaður nú sær, at ríkisfelagsskapurin er eitt haft um beinið. Tí vit mugu ásanna, at tað eru bara vit, ið kunnu røkja okkara egnu áhugamál. Danir fara ongantíð at røkja okkara áhugamál, danir fara altíð at verja síni egnu áhugamál. Vit hava sæð fleiri dømi, m.a., tá Danmark saman við ES boykottaði Føroyar. Tað kann ikki vera rætt, at Føroyar skulu spyrja ein danskan forsætisráðharra, hvussu vit skulu stýra í Føroyum. Vit hava fleiri ferðir seinasta árið hoyrt løgmann siga, at hann hevur viðgjørt eitthvørt við danska forsætisráðharran, at hann hevur spurt danska forsætisráðharran um eitthvørt. Og soleiðis er eisini í hesi løgmansrøðuni.  Løgmaður sigur, at hann hevur samskift við danska forsætisráðharran, og at tey í felag fara at fyrireika nýggju lóggávuna, sum skal seta teimum, ið veita 5G, treytir. Men hví skal danski forsætisráðharrin blandast uppí hetta? Ja, vit skulu seta treytir, men tað eru Føroya landsstýrið og Føroya Løgting, ið skulu seta hesar treytir, ikki ein danskur forsætisráðharri. Løgmaður nevnir gerðandishetjurnar, og tað er gleðiligt. Tí gerðandishetjurnar hava verið nógvar í korona-tíðini. Reyði Krossur og aðrir sjálvbodnir felagsskapir gjørdu stórt arbeiði. Men eisini fólk á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum –tey, ið sita við kassan í matvøruhandlum, tey, ið arbeiða á Heilsufrøðiligu, tey í heilsuverkinum, tey á eldraøkinum, osfr. Men júst hesi starvsfólk eru tey somu, sum nú verða biðin um at vísa hógv og ikki krevja meira í løn. Samgongan hevur biðið Starvsmannafelagið um at strika eina avtalaða lønarhækking, henda var milllum annað til teirra, ið arbeiða á Heilsufrøðiligu,hon er millum annað til læknaskrivarar, ja-hon er til fleiri, sum hava gjørt eitt stórt arbeiði undir koronu-tíðini. Sjúkrasystrarar skulu skjótt hava nýggjan sáttmála. Skulu tær so heldur ikki krevja meira í løn, hóast tær hava staðið á odda undir koronu-tíðini? Vit skulu minnast til, at júst hesir lønarbólkar eru teir somu, sum at kalla ongan flatskatt fingu. Vit hava ikki tørv á einari hollendskari samgongu. Vit hava tørv á einari samgongu, sum arbeiðir fyri føroyskum áhugamálum, vit hava tørv á einari samgongu, sum arbeiðir fyri Føroya fólk. Takk fyri. Beinta Løwe, tingkvinna fyri...

Les meira

Manglandi heilsupolitisk kós!

, 24/07/2020

Manglandi heilsupolitisk kós!

Tað vóru ring tíðindi at frætta í kvøld, at læknar kenna seg noyddar at flyta úr Føroyum, tí ov fá útbúgvingarstørv eru tøk. Slíkt eigur als ikki at koma fyri og er tekin um manglandi heilsupolitiska kós. Ikki tí, tað var tíverri væntandi. Longu tá ið fíggjarlógin var fyri til jólar, var løgtingið kunnað um, at játtanin til útbúgvingarkontuna var ov lág. Vit løgdu uppskot fram um at hækka játtanina, men tað fall tíverri. Landsstýrismaðurin og løgtingið eru sostatt fult upplýst um støðuna og hava latið tað koma so vítt, at ungu læknarnar nú allarhelst flyta. Tað er onki minni enn ein gøla. Vit raðfestu heilsuverkið søguliga høgt og løgdu m.a. serliga dent á rekrutering av heilsustarvsfólkum. Og tað eydnaðist at hækka serlæknatalið søguligt. Hetta bleiv gjørt við serligari játtan til eina serlæknapulju. Somuleiðis fingu vit í lag, at KBU (tað sum vit kenna sum turnus) kundi takast í Føroyum. Eitt áralangt ynski hjá bæði læknalesandi og sjúkrahúsverkinum. Alt fyri at halda læknunum til, tí heilsuverkið og føroya fólk hava tørv á teimum. Tað sigur seg sjálvt, at KBU skipanin má fylgjast upp við fleiri útbúgvingarstørvum ella verður tøppur í systeminum. Og tað er har, trupulleikin er nú. Verandi landsstýrið hevur ikki fylgt upp og tryggja, at góða gongdin við at útvega nokk av læknum kundi halda fram, tí útbúgvingarkontan hevur ikki fylgt við KBU skipanini. Tað líkist ongum ! Landsstýrið má alt fyri eitt fáa hetta í rættlag. Vit hava ikki ráð at lata vera. Menningin av heilsuverkinum, sum vit arbeiddu miðvíst við, má og skal halda fram. Tað er okkara trygd, okkara tilbúgving og ein hornasteinur í menningini av samfelagnum, tað snýr seg um. Tað ber ikki til at tosa um viðgerðartrygd og stuttar bíðilistar, um neyðugu starvsfólkini ikki eru tøk. Tað er ótrúligt at fara til val uppá viðgerðartrygd, og so lata tað koma so vítt, at læknar flyta av landinum. Tað er bara eitt at gera, og tað er at fáa loyst hetta mál við hægri játtan. Vit skulu ikki aftur til tíðina við ótolandi læknamangli, minkandi starvsfólkatali og manglandi heilsupolitiskari kós. Sirið Stenberg...

Les meira