Lýsing

Tingmál

Tað stóra ránið av fólksins dýrastu ogn

, 26/06/2020

Tað stóra ránið av fólksins dýrastu ogn

  Meðan landsstýrið krevur hógv og afturhald frá vanliga løntakarunum í Føroyum. Og samfelagssinni og samanhald frá øllum fólkinum undir koronastongslinum… So trumla tey uppskot ígjøgnum Løgtingið, sum lata alt á víðan vegg til tey fáu at spekulera við fólksins ogn – eisini til útlendingar. Samgongan hevur bara í ár latið fimm teimum størstu reiðaríunum virðir afturat fyri 500 mió. um árið.  Tað kundi fíggjað ein skattalætta til øll lág- og miðallønt í Føroyum uppá 5000 krónur um mánaðin. Og tingmenn fremja lóggivna korrupsjón við at gera serstakar lógargreinar til feløg og einstaklingar, ið standa teimum nær. Í hesi grein verða tveir teirra nevndir við navni og dømum. Tá ið hugsjónir, virðir og moralur fyri tjóð og fólk verða kveistrað burtur av politiska pallinum, er bert grammleikin, egingirndin og valdið hjá tí sterkasta og frekasta eftir. Og alt rotnar innanífrá. Ongantíð hevur tað verið so eyðsýnt, sum beint nú. Um allan heim. Og á Føroya Løgtingi. Vit eru í einum moralskum, politiskum og fólkaræðisligum forfalli.   Frumskógarlóg og fólkaræði Fólkaræði er ikki sum ein frumskógarlóg, har tann sterkasti og ríkasti vinnur, og tekur alt til sín og síni, ið takast kann. Men tvørturímóti skal eitt fólkaræði og eitt rættarsamfelag byggjast á at verja tey veikastu og tey, ið ikki hava fingið framíhjárættindi – og at verja minnilutar móti valdinum hjá meirilutanum.   Men eg hoyri fleiri og fleiri siga: ”Júmen ha,ha,ha! Tit taptu valið og nú kunnu tríggir flokkar, sum hava meirilutan bara háa tykkum og teir kunnu gera júst teimum lystir við alla lóg, allan rætt og øll landsins virðir. Tit eru í skammikróki – og vøi, vøi, vøi!” Hetta er tað, ið vit læra okkara uppvaksandi ættarlið. Og avleiðingarnar eru ófatiligar. Hetta brýtur niður virðir, ið tað hevur tikið øldir at byggja upp.   Fyrsta stóra ránið Fýra nætur fyri jól í 2019 varð lóg um sjófeingi samtykt á løgtingi.  Talan var um lóggávu so grova til frama fyri einstakar fyritøkur, einstaklingar og útlendingar í føroyskari fiskivinnu, at hon ikki hevur sæð sín líka í nýggjari politiskari søgu í Føroyum. Henda lóggáva rullaði tíðina langt afturum 2007, tá ið øll fiskirættindi vórðu uppsøgd, og gav nøkrum fáum reiðaríum fullkomin framíhjárættindi til tey ómetaligu virðini av tí livandi fiskiríkidømi, sum náttúran skapar í føroyskum sjógvi.  Lógin ásetti, at útlendingar – sum annars vóru lóggivnir út úr ognarskapi í føroyskum fiskiveiðirættindum – nú kunnu keypa seg inn í einhvørji fiskirættindi og feløg komandi 12 árini. Og kunnu leggja óteljandi sakir móti landinum, tá ið vit fara at broyta tað aftur. Frá tí at lógin fekk gildi 1. januar 2020, vóru fyrstu avleiðingarnar m.a. hesar: Av norðhavssild, makreli og svartkjafti fingu tey fýra størstu reiðaríini afturat minst 400-500 mió. árliga í fyrstahondsvirði. Sum 12 ára loyvi er talan um 6 milliardir krónur. Hetta kundi fíggjað lág- og miðalløntum ein skattalætta fyri 5.000 kr. um mánaðin. Trý reiðarí í Barentshavinum fingu minst 80 mió. kr. árliga í fyrstahondsvirði av botnfiski afturat. Lógin ásetti hartil, at tá ið Føroyar samráða seg fram til hækkaða kvotu í Barentshavinum, fer øll hækkingin til somu reiðarí. Sum 12 ára loyvi, er talan um minst eina milliard krónur. Hækkar kvotan, er talan um mangt slíkt. Uppboðssølan varð avtikin, og kvoturnar latnar aftur til tey stóru reiðaríini og annars til landsstýrismannin at ráða yvir. Hesar hava eitt...

Les meira

Broytingaruppskot hjá Høgni Hoydal

, 24/06/2020

Broytingaruppskot hjá Høgni Hoydal

Tjóðveldi Broytingaruppskot til 2. viðgerð av løgtingsmáli nr. 142/2019 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Vinnuligar royndir og verkætlanir, endalig avhending av rættindum, samanlegging av bólkunum 4 A og 4 B, tillagingar, rættingar og fylgibroytingar) Broytingaruppskot   Í § 1 verða broytingarnar: Nr. 1, 2, 3, 4, 5, 6, 7, 8, 9, 10, 11, 12, 13, 14, 15, 16, 17, 18, 20, 22 og 23 strikaðar.    § 2 verður orðað soleiðis: § 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Almennar viðmerkingar  Fýra dagar fyri jól í 2019 varð lóg um sjófeingi samtykt á løgtingi.  Talan var um lóggávu so grova til frama fyri einstakar fyritøkur, einstaklingar og útlendingar í føroyskari fiskivinnu, at hon ikki hevur sæð sín líka í nýggjari politiskari søgu í Føroyum. Í einum høggi varð farið langt afturum tíðina, tá ið eitt samt løgting valdi at siga øll fiskirættindi upp til tess at tryggja fólkins ogn í Føroyum og eina rættvísa fiskivinnulóggábu fyri landsins borgarar og tey, ið reka og vilja bjóða seg fram at reka fiskivinnu í Føroyum.  Henda lóggáva gav nøkrum fáum reiðaríum framíhjárættindi til meginpartin av virðunum av tí livandi fiskiríkidømi, sum náttúran skapar í føroyskum sjógvi, og av teimum virðum av fiskirættindum hjá føroysku tjóðini, sum landsins fólkavaldu myndugleikar samráða seg fram til við onnur lond og í altjóða felagsskapum á hvørjum ári. Lóggávan gav einum landsstýrismanni heimildir at býta út fiskirættindi til úrvald feløg og borgarar eftir egnari meting – uttan nakað alment útboð ella nakrar lógarfestar reglur yvirhøvur. Lógin ásetti, at útlendingar – sum annars vóru lóggivnir út úr ognarskapi í føroyskum fiskiveiðirættindum – nú kunnu keypa seg inn í einhvørji fiskirættindi og feløg komandi 12 árini. Hartil var talan í fleiri førum um sonevnda ”singulera lóggávu”, har lógarásetingar og kunngerðarreglur til landsstýrismannin beinleiðis góvu landsins virðir til einstakar privatar fyritøkur og persónar, uttan at aðrar fyritøkur í fiskivinnuni – og tíansheldur landsins borgarar – hava somu rættindi ella kunnu bjóða seg fram eftir somu reglum og rættartrygd. Lógin tók eisini burtur grundarlagið fyri tí semju, sum varð gjørd millum Havstovunu, myndugleikarnar og feløgini, ið umboða reiðarí, virkir, sølufeløg og manningar um umsitingarætlan fyri høvuðsfiskastovnarnar og burðardygga veiði, tí veiðitrýstið hjá ymsum bólkum varð økt við lógini. Frá tí at lógin fekk gildi 1. januar 2020 hendi vórðu fyrstu avleiðingarnar m.a. hesar: Fiskirættindi gjørdust rullandi 12-ára loyvi hjá privatum feløgum og einstaklingum.   Trý reiðarí í Barentshavinum fingu minst 80 mió. kr. árliga í fyrstahondsvirði av botnfiski afturat. Lógin ásetti hartil, at tá ið Føroyar samráða seg fram til hækkaða kvotu í Barentshavinum, fer øll hækkingin til somu reiðarí. Sum 12 ára loyvi, er talan um eina milliard krónur. Av norðhavssild, makreli og svartkjafti fingu tey fýra størstu reiðaríini afturat 400-500 mió. árliga í fyrstahondsvirði. Sum 12 ára loyvi er talan um 6 milliardir. Hetta kundi fíggjað lág- og miðalløntum ein skattalætta fyri 5.000 kr. um mánaðin. Uppboðssølan varð avtikin, og kvoturnar latnar aftur til tey stóru reiðaríini og annars til landsstýrismannin at ráða yvir. Hesar hava eitt fyrstahondsvirði á minst 8-10 milliardir komandi 12 árini.  Tað kundi fíggjað stóran part av sjúkrahúsverkinum hesi árini. Millum aðru og triðju viðgerð varð samtykt, at landsstýrismaðurin skuldi býta út millum 5000 og 6000 tons av makreli árliga til reiðarí í einum skipabólki...

Les meira

Løgmaður skal svara um privatar koronakanningar

, 22/06/2020

Løgmaður skal svara um privatar koronakanningar

Høgni Hoydal vil nú hava løgmann at standa til svars fyri avgerðunum um privatar koronakanningar av ferðafólki. Á tingfundinum seinasta fríggjadag kravdi Høgni svar frá løgmanni um hesi viðurskifti. Men hóast orðaskiftið um hetta vardi í meira enn ein tíma, so metti Høgni, at løgmaður als ikki svaraði spurningunum. Tí er nú ein sonevndur §52a-fyrispurningur settur løgmanni, har løgmaður skal svara skrivliga.   Spurningurin er soljóðandi: Fyrispurningur um avtalur við privatar fyritøkur um at kanna ferðafólk fyri Covid-19, lógarheimild, kostnað, ognarviðurskifti v.m., settur løgmanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)     1.      Hvør hevur samráðst og gjørt avtalur við tvær privatar fyritøkur um at áleggja ferðafólki at lata seg kanna fyri Covid-19 á flogvøllinum og við havnir?   2.      Hvør hevur undirskrivað sáttmálarnar, hvør landsmyndugleiki ella heilsufakligur myndugleiki hevur góðkent teir – og kann løgmaður senda løgtingsfólki avrit av øllum viðkomandi skjølum og upplýsingum í málinum?   3.      Hvørjar fyritøkur er talan um, hvør eigur fyritøkurnar, hvør situr í nevndunum fyri hesar fyritøkur, hvørji læknafaklig/heilsufaklig fólk eru knýtt at fyritøkunum og hava fakliga ábyrgd?   4.      Nær, hvar og hvussu er arbeiðið boðið út?   5.      Hvør er lógarheimildin fyri hesum avtalum og hvør er lógarheimildin fyri at krevja fólk at taka royndirnar?   6.      Hvør hevur ásett kostnaðin – og hvat verður mett, at ferðafólk koma at gjalda tilsamans í milliónum krónum fyri royndirnar, um kravið til dømis verður galdandi frá 27. juni 2020 til 1. oktober 2020?   7.      Hvussu stórur er vinningurin hjá fyritøkunum fyri hvørja roynd – og hvussu nógv verður vinningurin mettur at verða tilsamans hjá fyritøkunum fram til 1. oktober 2020?   8.      Hvør heilsumyndugleiki hevur góðkenning, eftirlit við trygdini hjá borgarum um persónsupplýsingar, uppfylging mótvegis borgarum – og hvørjar avtalur og skjøl eru gjørd um hetta og nær?   9.      Hvør er støðan hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og sjúkrahúsmyndugleikunum til hesar avtalur, og um Heilsufrøðiliga Starvsstovan og sjúkrahúsini fingu tann pening, ið nú skal til privatar fyritøkur, hvussu kundu tey tá ment og staðið fyri kanningunum?   10.  Ætlar løgmaður at fremja fráboðaðu ætlanina og hvør hevur landsstýrismannaábyrgd fyri avgerðunum?     Viðmerkingar: Løgmaður hevur alment boðað frá, at ferðafólki verður álagt at brúka tvær privatar fyritøkur til at kanna seg fyri Covid-19.   Løgtingið hevur ikki sæð nakað skjal ella hevur fingið upplýst nakað um hesar avtalur. M.a. um hvør hevur samráðst og gjørt avtalurnar, lógarheimild, kostnað, støðuna hjá heilsumyndugleikum, hvør eigur feløgini, v.m.   Tí verður fyrispurningurin settur løgmanni.   Á Løgtingi, 22. juni 2020 Høgni Hoydal  ...

Les meira

HVAR ER FÍGGJARMÁLARÁÐHARRIN?

,

HVAR ER FÍGGJARMÁLARÁÐHARRIN?

Fríggjakvøldið varð søguliga stór eykajáttan samtykt á Løgtingi. Talan var um 2-300 mió. kr. í fleiri útreiðslum, harav bert umleið ein fjórðingur var orsakað av átøkum, ið hava við Korona at gera. Undir viðgerðini varð eftirlýst, hvar fíggjarmálaráðharrin var. Fyrst og fremst tí alt bendir á, at ongin fíggjarstýring er í landinum í løtuni – og hartil var landsstýrismaðurin ikki til staðar undir viðgerðini. Í mjørkatáminum av Korona gerst tíverri greiðari fyri hvønn dag, at landsstýrið hevur slept øllum, sum hevur nakað við ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk at gera. Eykajáttanin, sum varð samtykt fríggjakvøldið, var bert eitt av fleiri dømum um hetta. LANDSKASSIN HALL Í 2020 – UTTAN KORONA Undan valinum ávaraðu vit um, at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin fóru at tøma landskassan. Men at tað skuldi ganga so skjótt, var óvæntað. Frá at hava stórt landskassaavlop á 4-500 mió. kr. í 2019, so er eydnast landsstýrinum og samgonguni at venda hetta til hall í 2020 – enntá uttan broytingarnar orsakað av Korona.  Samtykta fíggjarlógin, saman við eykajáttanum, ið eru samtyktar og tøkar íløgujáttanir, vísa, at landskassin í 2020 longu hevur hall á 45 mió. kr.  Tá verður enntá sæð burtur frá øllum meirútreiðslum og minniinntøkum orsakað av koronastøðuni. Verða hesar tiknar við, væntast hall á 5-800 mió. kr. í ár. At venda úrsliti landskassan hálva milliard skeiva vegin eftir 9 mánaðum – má vera met. Hetta er tíverri eisini greitt tekin um, at ongin kennir ábyrgd av fíggjar- og búskaparpolitikki landsins. Hetta má og skal broytast.  MET STÓRUR RAKSTRARVØKSTUR Tað er neyðugt, at landið setur pening av til tey átøk, ið hava við hjálparpakkar og Korona støðuna at gera. Hesum taka vit fult undir við. Men av tí, at landsstýrið og samgongan, áðrenn Covid-19 virusið kom til Føroyar, hava samtykt eina fíggjarlóg fyri 2020 við metstórum vøkstri í landsins rakstri – ein vøkstur á uml. 330 mió. kr., svarandi til 7% vøkstur eftir einum ári, gerst tað enn meira týðandi at byrja at fremja ein skynsaman fíggjarpolitikk, skal alt tamarhald á landsins útreiðslum ikki missast. Tí má ansast serliga eftir teimum útreiðslum, ið ikki hava við Korona støðuna at gera. Við samtyktum eykajáttanunum vaksa rakstrarútreiðslur landsins í 2020 nú við nærum hálvari milliard, svarandi til minst 10%.  Hetta samsvarar við tað, ið rakstrarútreiðslur landsins hava vaksið samanlagt yvir 3 ár undanfarnu árini. MUGU VERA TIL REIÐAR TIL NÆSTU ALDUNA Tað er eisini týðandi, at hugt verður longur fram enn til 30. juni. Samtykta eykajáttanin fevnir fyrst og fremst um mettar meirútreiðslur fram til 30. juni. Samstundis má landsstýrið fyrireika seg til, at neyðugt kann verða, at føroyska samfelagið fer aftur niður í ferð seinni í ár, og møguliga eisini komandi ár. Hetta veldst alt um gongdina við Korona smittuni, og nær koppingarevni verður veruleiki. Hetta ger tað enn meira neyðugt, at landsstýrið fremur skilagóða fíggjarstýring, soleiðis at vit eisini hava styrki og møguleika at veita hjálparpakkar og fremja serlig átøk seinni, um hetta gerst neyðugt. LANDSKASSIN VÆL BJÁLVAÐUR FRÁ UNDANFANU ÁRUM Vit kunnu tó fegnast um, at landskassin var væl fyri, tá núverandi landsstýri tók við.  Landskassin hevði stór avlop á íalt 1,5 milliard árini 2016-2019, og hetta varð brúkt til at minka landsins skuld og at spara upp í Búskapargrunni Føroya. Eisini var úrslit landskassans í fjør eitt avlop á 4-500 mió. kr. Hetta ger okkum væl fyri at taka...

Les meira

ALS-Koronaskipanin – hvat hendir tann 30. juni?

, 15/06/2020

ALS-Koronaskipanin – hvat hendir tann 30. juni?

Koronaskipanin í ALS eigur at leingjast nakað fyri at tryggja arbeiðspláss, og landið eigur at gjalda. Men fremst av øllum mugu løntakarar og vinna fáa greitt at vita, hvat landsstýrið ætlar, nú skipanin fer úr gildi um bert tvær vikur. 1700 fólk vita hvørki, um tey eru keypt ella seld.   Um 14 dagar gongur serliga koronaskipanin hjá ALS út. Í dag eru fleiri enn 1700 fólk knýtt at hesi skipan, umframt alskyns fyritøkur og arbeiðsgevarir kring alt landið. Hesi verða sett í tað ótolandi støðu, at tey slett ikki vita, hvat fer at henda um tvær vikur. Signalini frá landsstýri og samgongu ganga í allar ættir. Landsstýrið er komið við einum lógaruppskoti, har landsstýrismaðurin í vinnumálum, Helgi Abrahamsen, biðjur um heimild til at leingja skipanina. Men hann sigur seg vera ímóti at nýta hesa heimildina, uttan so, at stýrið fyri ALS sigur ja. Men stýrið hevur longu sagt nei. Tískil biður landsstýrismaðurin um heimild, hann ikki ætlar sær at brúka.  Alt bendir sosatt á, at landsstýrismaðurin er komin í Løgtingið við uppskotinum fyri at keypa sær frið í samgonguni. Fleiri samgonguumboð funnist í dag eins nógv at hesum, sum umboð fyri andsstøðuna. Tí sjálvandi eigur landsstýrismaðurin ikki at leggja fyri tingið eitt uppskot, hann sjálvur er ímóti. Enn einaferð.    ALS-stýrið mælir greitt frá at leingja koronaskipanina. Hetta er væl skilligt, tí ALS verður álagt at rinda allan kostnaðin. Og tað er ikki rímiligt, tí arbeiðsloysisskipanin er sett á stovn fyri at tryggja tey arbeiðsleysu, og stýrið má sjálvandi tryggja, at fíggjarorka er til at lofta einum longri arbeiðsloysi, sum kann fara at vaksa munandi. Tjóðveldi heldur tað vera rætt at leingja koronaskipanina í ALS, til dømis tveir mánaðir afturat, so arbeiðsplássini koma trygg gjøgnum koronakreppuna. Men, landið eigur at bera kostnaðin.  “Hetta snýr seg um at tryggja arbeiðspláss. Hetta snýr seg um at bera arbeiðsplássini og løntakararnar ígjøgnum koronakreppuna – tað er løntakarin, sum má vera í fokus.    Øll tey, ið eru í koronaskipanini, mugu fáa at vita, hvat hendir um 14 dagar. Fer skipanin úr gildi og gerast tey arbeiðsleys? Arbeiðsgevarar mugu vita, hvat hendir um 14 dagar. Og Løgtingið má vita, hvat hendir við skipanini um 14 dagar.    At biðja um eina heimild, sum landsstýrismaðurin kortini ikki ætlar at brúka, er at halda bæði løntakaran, vinnuna og Løgtingið fyri gjøldur!” sigur Bjørt Samuelsen, framsøgukvinna fyri Tjóðveldi. ...

Les meira

Reint fupp frá bankunum

,

Reint fupp frá bankunum

Bara uppá 10 ár, hevur tað kostað minst 350 milliónir og 25 størv av landinum at bankarnir sluppu at flyta allar okkara peningaskipanir burtur   Í dag svaraði landsstýrismaðurin fyrispurningi á tingi um kostnaðin fyri føroyska brúkaran og mist størv í KT-vinnuni av, at bankarnir sluppu at flyta sínar skipanir av landinum eftir ómetaligt trýst og lobbyvirksemi móti løgtingsfólki.   Landsstýrismaðurin hevði biðið um upplýsingar og svar frá bankunum. Og sum ikki einaferð royna teir at billa fólki inn, at vit hava spart pening og fingið betri tænastu av at flyta skipanirnar av landinum.   Men hetta er – sum heitið var á eini danskari sjónvarpssending fyri nøkrum árum síðani – ”Reint fupp!”   Hóast bankarnir gloyma at nevna tann kostnaðin, sum peningastovnar, brúkarin og føroyskar vinnufyritøkur máttu rinda í ovurmát í tí ruðuleika, sum hendi í 2010, har skipanirnar vórðu fluttar. Við yvirtíðararbeiði hjá øllum fyritøkum og nógv verri tænastu.   Og hóast bankarnir royna at pakka veruligu tølini inn og tosa uttanum, so stendur nú svart uppá hvítt, at kostnaðurin fyri brúkarar, fyri samfelagið og fyri menningina av føroyskari KT-vinnu, hevur verið ovurstórur:   Tað hevur kostað føroyska brúkaranum minst 350 mió. kr. eyka uppá 10 ár. Tað hevur kostað minst 25 størv á Elektron – ein fjórðing av starvsfólkatalinum – hóast bankarnir billaðu Løgtinginum inn, at hetta fór at geva fleiri størv. Tað kostar føroyska brúkaranum 55 mió. kr. um árið út av landinum til útlendskar veitarar at hava bankaskipanirnar uttanlands. Føroyskir KT-mennarar kunnu siga okkum, at fyri henda pening kundu vit ment og rikið nógv betri og tryggari skipanir í Føroyum. Sum ikki verða keyptar av altjóða fíggjarfyritøkum, ið fáa vinningin hvørja ferð vit skulu brúka av okkara egna peningi.   Tí ber væl til hjá Løgtinginum at samtykkja, at peningaskipanirnar koma aftur til Føroya. Uppskot frá okkum í Tjóðveldi um hetta varð felt fyri 14 døgum síðani. Men vit royna sjálvandi aftur beint eftir ólavsøku.   Spurningur og svar kunnu lesast her: https://logting.fo/casewritten/view.gebs?caseWritten.id=1153&menuChanged=17   Høgni...

Les meira

Korona-kanna øll, ið koma til Føroyar – Sjálvandi!

, 12/06/2020

Korona-kanna øll, ið koma til Føroyar – Sjálvandi!

Hví lata landamørkini upp uttan Covid-19 kanningar av øllum, ið koma til Føroyar?  Landsstýrið hevur fráboðað, at 15. juni verða landamørkini í Føroyum latin upp mótvegis Íslandi, Grønlandi og Danmark. Eftir 15. juni verður ikki neyðugt við sóttarhaldi fyri borgarar úr hesum londum.  Tá Danmark boðaði frá, at nú fór Danmark at lata upp fyri borgarum úr Týsklandi og Noregi, varð fráboðað frá landsstýrinum, at nú vóru borgarar úr Týsklandi og Noregi eisini vælkomnir til Føroya, uttan sóttarhald, 15. juni.  Í gjár fráboðaði Finnland, at tey lata upp mótvegis Norðurlondum og Baltisku londunum – tó ikki Svøríki. ES hevur eisini fráboðað at ynskt verður at øll ES lond lata upp mótvegis hvørjum øðrum 15. juni. Sjálvt Spania hevur fingið áheitan um, at lata teirra mørk upp mótvegis øðrum ES londum 15. juni. Sum kunnugt er Danmark eitt ES land, og verður tí væntandi opið til Danmarkar úr flestu europeisku londunum fyrsta dagin. Harvið verður eisini opið til Føroyar – um landsstýrið heldur somu kós sum higartil. Samstundis hevur landsstýrið onki lógaruppskot lagt fyri Løgtingið um, at krevja, at øll, ið koma til Føroyar skulu Covid-19 kannast. Hinvegin verður lagt lógaruppskot um heimild, at kunna stongja matstøð og skeinkistøð. Undarlig raðfesting, um ætlanin er, at avmarka smittuvandan fyri fólk í Føroyum. Sum skilst hevur landsstýrið enn onga loysn, tá umræður at fremja Covid-19 kanningar av øllum, ið koma til Føroyar. Fráboðað er eisini, at latið verður upp 15. juni uttan at kanna øll, ið koma til Føroyar. Hetta er ein váði fyri okkara fólk og samfelag. Kostnaðurin kann gerast stórur bæði menniskjaliga og búskaparliga.  Vit hava annars kanningarstovur, starvsfólk og vitan í Føroyum. Umframt Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, hava eisini privat feløg víst á, at tey eru til reiðar at fremja Covid-19 kanningar av øllum, ið koma til Føroyar, um hetta verður umbiðið. Hví ikki gagnnýta hetta og harvið minka um váðan fyri okkara fólk? Fyri at fáa lýst málið eru hesir spurningar settir løgmanni sambært §52a í tingskipanini: Hví verða landamørkini latin upp 15. juni uttan at Covid-19 kanna øll, ið koma til Føroyar? Er ætlanin ikki at seta lógarkrav um, at øll sum koma til Føroyar skulu Covid-19 kannast? Um valt verður at kanna øll, ið koma til Føroyar, hvussu skjótt kann hetta vera klárt – og hvussu nógv skulu ferðafólk vænta at rinda fyri tílíka kanning? Hví verður latið upp fyri somu londum sum Danmark – heldur enn at landsstýrið sjálvt tekur støðu til, hvørji lond latið verður upp fyri? Í juni mánaða lata flest øll ES-lond mørkini upp hvør fyri øðrum – ætlar løgmaður, at allir borgarar í ES eisini tá eisini kunnu koma til Føroyar? Hvat hevur løgmaður gjørt fyri at tryggja, at føroyskir myndugleikar sjálvir taka avgerð um, hvørji lond Føroyar lata upp fyri? Helst eru tað fleiri, ið ynskja svar uppá hesar spurningar, áðrenn landamørkini verða latin upp mánadagin 15. juni, so vónin er, at til ber at fáa svar skjótast tilber.  Undrist stórliga um, at landsstýrið velur, at lata mørkini upp, uttan samstundis at byrja at Covid-19 kanna øll, ið koma til Føroyar. Hvussu trupult kann tað vera? Vit hava starvsfólkini. Vit hava kanningarstovur. Vit hava vitanina.  At lata mørkini upp – uttan at kanna øll, ið koma til landið, og fylgja hesum upp eftir nakrar dagar í Føroyum – er stórur váði fyri...

Les meira

Vit vilja eina føroyska løgreglu!

, 05/06/2020

Vit vilja eina føroyska løgreglu!

Tjóðveldi hevur lagt uppskot fyri tingið um at taka løgregluna undir føroyskt ræði Í skugganum av koronakreppuni hava landsstýrið og samgongan tíverri valt at trýsta eina røð av stórum prinsippiellum málum gjøgnum Løgtingið. Ongin verulig viðgerð er farin fram av hesum – hvørki í Løgtinginum, í fjølmiðlunum ella í almenninginum annars. Flestu føroyingar munnu vita lítið og onki um, hvat fer fram. Tvær av hesum lógum, eru danska politilógin og ein donsk lóg um fregnartænastuna hjá danska politinum – PET. Føroya Løgting hevur ongantíð áður samtykt at geva einum útlendskum valdi heimildir til slík víðfevnd og ógvuslig inntriv mótvegis føroyskum borgarum. Vápn, avlurting og danskt hervald móti føroyskum borgarum Nýggju lógirnar geva donskum myndugleikum heimildir til millum annað: At nýta skotvápn, stavar, hundar, gass og piparspray móti fólki í Føroyum – eisini hóast tey bert gera passiva mótstøðu, so sum eitt mótmælistiltak kann vera. At danski fútin og politileiðslan í Keypmannahavn kann senda boð eftir danska herinum og donskum hermonnum við vápnum at koma til Føroya at nýta vald og handtaka føroyingar í Føroyum. At danski løgmálaráðharrin kann gera politiviðtøkur fyri hvørja einstøku kommunu í Føroyum uttan at spyrja løgting ella landsstýri eftir. At danska fregnartænastan PET kann avlurta og skráseta virksemi hjá øllum føroyskum borgarum og hjá øllum føroyskum myndugleikum – eisini sum tað verður nevnt í §16, at skráseta og avlurta lógligt politiskt virksemi. At PET kann enntá við lógini eisini avlurta og skráseta alt virksemi og samskifti hjá Landsstýrinum, Løgtinginum og øllum almennum stovnum í Føroyum. At danskir myndugleikar kunnu avlurta, skráseta og handtaka fólk ella felagsskapir, ið eru ein hóttan ímóti áhugamálunum og suverenitetinum hjá danska statinum. Tað vil siga eisini hjá øllum okkum, ið vilja einar sjálvstøðugar Føroyar. Fólkaræði og vald Ongin ivi er um, at danskir myndugleikar longu higartil av sínum eintingum hava tilskilað sær rættin til at gera júst sum teir vilja í øllum politimálum, í hernaðarmálum og viðvíkjandi avlurting í Føroyum. Tað er eisini skilligt, at Politistafelag Føroya hevur sagt seg vilja hava eini politilóg, ið greitt tilskilar, hvat løgreglufólk hava heimildir til í sínum starvi. Men nú hevur so ein stórur meiriluti á Føroya Løgting – tingfólk, sum eru vald av Føroya fólki at umboða teirra rættindi og áhugamál – á fyrsta sinni samtykt tvær lógir, ið geva útlendskum myndugleikum hesar ógvusligu heimildir mótvegis okkara egnu borgarum. Uttan nakra viðgerð. Uttan nakra viðmerking. Uttan nakað broytingaruppskot um føroysk viðurskifti ella møguleikan hjá føroyskum myndugleikum at hava avgerðarrætt ella ávirkan. Í dag hava føroyingar onki fólkaræðisligt amboð mótvegis virkseminum hjá løgregluni. Øll embæti og allar avgerðir eru undir donskum ráðharrum og leiðarum. Og ein øgilig miðsavning av valdinum er farin fram, síðani sonevndi “politireformurin” varð trýstur ígjøgnum í 2005. Føroyar gjørdar til danskan “politikreds” Søguliga varð løgreglan skipað undir kommununum og undir føroyskum málsræði við sýslumonnum úti í økjunum. Í fimmtiárunum gjørdu Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin av at flyta málsøkið til Danmarkar. Framvegis vóru tó sýslumenninir lokalir leiðarar fyri løgregluna úti um landið. Teir høvdu bæði løgregluuppgávurnar og aðrar uppgávur sambært gamlari føroyskari lóg og siðvenju – tildømis við grindaskifti, grannastevnum, landbúnaðar- og friðingarmálum, at gifta fólk borgarliga o.s.fr. Við politireforminum og nýggju lógunum nú, eru Føroyar gjørdar til ein danskan “politikreds”, stýrdur úr Keypmannahavn – eins og Sønderjylland ella Bornholm. Leikluturin hjá sýslumonnunum er ruddaður burtur í løgregluarbeiðinum, og føroysk løgreglufólk...

Les meira

Samgongan feldi uppskotið um FLEXBARSIL

, 03/06/2020

Samgongan feldi uppskotið um FLEXBARSIL

Familjur eru ymiskar. Tær liva ymiskt. Eru ymisk samansettar, og tær raðfesta ymiskt. Tí skal barsilsskipanin eisini vera liðilig, so tit sum familja kunnu brúka hana, sum tað hóskar til júst tykkara tørv.  Tí hevur Tjóðveldi smíðað eitt uppskot, sum ger júst tað. Flexbarsil er ein klippikortsskipan, har foreldrini kunnu velja at brúka barsilsfarloyvið yvir trý ár. Fleiri aðrir batar eru í uppskotinum, eitt nú fyri fólk, sum flyta av landinum í útbúgvingar- ella arbeiðsørindum og fyri ov tíðliga fødd børn. Tíverri feldi samgongumeirilutin í Løgtinginum uppskotið til 2. viðgerð í Løgtinginum í dag.  Foreldrini kunnu í samstarvi við arbeiðsgevaran velja, at varveita lutvíst samband við arbeiðsmarknaðin og so drýggja løntu barsilsvikurnar yvir eitt longri tíðarskeið. Tey kunnu soleiðis standa betri í mun til menningarmøguleikar í starvinum, meðan arbeiðsgevarin sleppur undan, at arbeiðsplássið missir eitt dugnaligt starvsfólk í langa samanhangandi tíð. Og barnið fær betri høvi at knýta seg til bæði foreldur. Flexbarsin kann tí vera ein vinn-vinn støða fyri allar partar.  “Barsilsskipnanin skal hóska til føroysku barnafamiljuna anno 2020. Flexbarsil tekur atlit til, at familjur eru samansettar og ymiskar! Men allar hava tær eitt felags ynski: At geva barninum best møguliga byrjan uppá lívið. Og at fáa familju- og arbeiðslív at hanga væl saman”, sigur Bjørt Samuelsen, uppskotssetari vegna Tjóðveldi. Øll ynskja vit, at nýføðingar okkara fáa eina góða byrjan í lívinum, við tøttum og kærleiksfullum tilknýti til foreldrini. Málið má verða, at fáa longt skipanina upp í 52 løntar barsilsvikur, men skipanin skal eisini gerast munandi meira liðilig, so foreldur í størri mun kunnu skraddaraseyma farloyvið til teirra egna tørv og tørvinum hjá barninum. Hetta er til fyrimuns fyri foreldrini, arbeiðsgevaran, og ikki minst fyri barnið, sum fær ágóðan av, at foreldrini betur kunnu leggja tíðina til rættis. Ein góð og smidlig barsilsskipan er avgerandi táttur, tá ræður um at eggja familjum at virka, liva og eiga børn síni heima í Føroyum. “Tíðin saman við pinkubarninum er ein hin dýrmætasta yvirhøvur. Fyri barnið og fyri foreldrini. Tað eigur at vera ein sjálvfylgja, at barnið fyrstu árini av lívi sínum fær møguleika at vera nógv saman við báðum foreldrum sínum. Tað er hesa tíðina, tryggleikin og tøttu bondini fyri restina av lívinum verða knýtt.” sigur Bjørt Samuelsen, sum, hóast at uppskotið varð felt, vónar, at samgongan fer at taka til sín fleiri av hugskotum um eina betri og smidligari...

Les meira

Føroyskt rættarmál!

,

Føroyskt rættarmál!

Á tiltikna jólafundinum í 1888 settu tjóðskaparfólk sær fyri, at vinna føroyska málið tann heiður, tað hevur uppiborið. Í 1938 varð kravið um danskr skúlamál avtikið, og vit fingu føroyskt skúlamál. Árið eftir, í 1939, fingu vit føroyskt kirkjumál.  Føroyska málið hevur tó enn ikki vunnið sær ta viðurkenning, sum tað eigur, í rættarskipanini. Hetta hevur stak óhepnar avleiðingar fyri málið, rættartrygdina og fólkaræðið. Tí hava vit lagt uppskot fyri tingið, um at føroyskt skal vera rættarmál burturav. Nógv kjak er um økismiss. Økismissur er ikki bert hóttanin móti føroyskum av útlendskum máli, men ger seg eisini galdandi, tá ið vit hava øki í landinum, har móðurmálið ikki verður brúkt. “Tá ið fólk skulu fyri rættin, eru tey í sera veikari støðu. Tað er sjálvsagt ein fyrimunur at kunna málbera seg á móðurmálinum tá. Tað eigur at vera ein sjálvsagdur rættur. Tað kann kennast eyðmýkjandi at biðja um tulk, serliga havandi í huga, at tann, tú biður um hjálp frá, seinni skal fella dóm yvir teg. Tá gerst málsliga avbjóðingin ein trupuleiki fyri rættartrygdina.” sigur Sirið Stenberg, framsøgukvinna. Eisini fyri vanliga føroyingin kann tað vera trupult at skula greiða frá støðum, orðum og fatanum, ið eru søgd og upplivað á føroyskum, á fremmandum máli. Í eini møguligari umseting kunnu týdningarmiklar upplýsingar bæði hvørva og broyta innihald. Tann vandin er altíð til staðar. Føroyskt sum rættarmál kann vera við at bøta um eitt føroyskt løgfrøðimál. Hetta fellur sera væl saman við, at vit í løtuni eru við at uppbyggja eina útbúgving í løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Føroyskt løgfrøðimál verður best røkt og ment í eini samanrenning millum fakfólk, myndugleika og almenningin. Somuleiðis kann føroyskt rættarmál styrkja um støðuna hjá føroyskum í Føroyum. Nú má tíðin vera komin til, at Løgtingið stendur saman um at fáa føroyskt sum rættarmál....

Les meira