Lýsing

Tingmál

Hví fremja øvugta yvirtøku – og flyta føroyskan ræðisrætt til danskar myndugleikar?

, 20/05/2020

Hví fremja øvugta yvirtøku – og flyta føroyskan ræðisrætt til danskar myndugleikar?

13. mai 2020 sendið Føroya løgmaður út alment tíðindaskriv, ið bar boð um, at: ”fjarskifti í framtíðini verður ein inngrógvin partur av trygdarpolitikki.” Víðari fráboðar løgmaður, at: ”Hetta merkir ítøkiliga, at undirstøðukervið á fjarskiftisøkinum í størri mun verður tengt at trygdar- og verjumálum.” Samstundis varð fráboðað, at løgmaður arbeiðir saman við donsku stjórnini um lóggávu, ið skal leggjast fyri Løgtingið. Hetta vóru óvanlig boð, og bar boð um, at fyri fyrstu ferð síðan Heimastýrisskipanina frá 1948 fara málsøki, ið eru undir føroyskum málsræði, at verða flutt partvíst til danskar myndugleikar. Hetta er á ein hátt ein øvugt yvirtøku – og kann sjálvandi ikki góðtakast. Í undanfarna valskeiði varð hol set á innleiðandi, fyrireikandi arbeiðið at gera føroyska nettrygdarlóg. Danska stjórnin royndi at fáa føroyskar myndugleikar at góðtaka, at nettrygd var danskt málsøki, men sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum – og við ábyrgd av talgilding – varð aftur og aftur víst á, at talan er um føroyskt málsøki, og at vit fóru at gera føroyska løgtingslóg um nettrygd. Niðurstøðan varð, at føroyskir myndugleikar skuldu fara undir at gera føroyska nettrygdarlóg. Vónandi arbeiðir núverandi landsstýri víðari við hesum máli. Tað var tí ikki sørt undrunarvert at lesa tíðindaskrivið frá løgmanni. Eisini undrar, at ein so prinsippiell og týðandi avgerð verður tikin og fráboðað mitt í eini av størstu heilsukreppum nakrantíð. Fráboðanin varð hartil send út sama dag, sum landsstýrið legði fram á Løgtingi lóg um, at loyva endaliga avhending og privatari sølu av fiskirættindum. Samstundis kemur varaløgmaður út beint eftir og avsannar, at ætlanin, ið løgmaður hevur fráboðað, verður framd. Var henda fráboðanini frá løgmanni og landsstýrinum bert ein roynd at flyta fokus frá øðrum stórmálum? Fyri at fáa lýst málið, verða hesir spurningar settir løgmanni. 1. Hví hevur Løgmaður fráboðað, at undirstøðukervið á fjarskiftisøkinum, ið er føroyskt málsøki frameftir ”í størri mun verður tengt at trygdar- og verjumálum”, ið er danskt málsøki? 2. Hví valdið løgmaður, at senda út tíðindaskriv um fráboðan um avhending av ræðisrætti til danskar myndugleikar, sama dag sum lóg um endaliga avhending av fiskirættindum varð løgd fram á Løgtingi? 3. Er løgmaður samdur í, at telesamskifti, KT og netrygd í Føroyum eru føroysk málsøki og ábyrgd? 4. Heldur løgmaður at í Føroyum skulu føroyskir myndugleikar ráða og lóggeva á teimum økjum, har føroyingar hava ábyrgd? 5. Ætlar landsstýrið at leggja føroyska lóggávu um nettrygd fyri Løgtingið í komandi tingsetu? Spurningarnir verða svaraðir á Løgtingi í dag. Vóni at fáa góð og greið svar – og vóni, at løgmaður sleppur hesi ætlan, og heldur virkar fyri, at vinna Føroyum og føroyingum størri sjálvræði og meira...

Les meira

Hvør ger av, hvør, ið sleppur inn í land okkara?

, 18/05/2020

Hvør ger av, hvør, ið sleppur inn í land okkara?

Hava føroysku myndugleikarnir fulla heimild at leggja sína egnu ætlan fyri, hvørjum londum latast kann upp fyri, nú koronasmittan hasar av nógvastaðni. Ella, hvør ger av, hvørjum londum Føroyar kann lata mørkini upp fyri – eru tað danskir ella føroyskir myndugleikar?  Útmeldingar frá myndugleikunum geva ta fatan, at tað ikki einans eru føroyskir myndugleikar, ið gera av, á hvønn hátt og mótvegis hvørjum londum, Føroyar kunnu lata upp mørkini. At henda avgerð í størri mun liggur hjá danska forsætisráðharranum heldur enn hjá Føroya løgmanni. Vónandi er hetta ikki so.  Tá landamørkini vórðu stongd fyri fólki, ið ikki hava góðkend ørindi í Føroyum, varð hetta gjørt eftir sama leisti, sum Danmark stongdi síni landamørk, og soleiðis, at opið framvegis var og er fyri ferðslu til og úr Danmark.  Støðan í mun til korona hevur ikki verið og er framvegis ikki eins í Danmark og í Føroyum. Her heima er smittan bast fyri fleiri vikum síðani. Í Danmark verða framvegis nýggir tilburðir staðfestir dagliga, men landið hevur tamarhald á smittuni. Og vit liva fínt við tí opinleika, sum er millum londini bæði. Hinvegin eru fleiri onnur lond, sum hava somu ella á leið somu smittustøðu sum Føroyar. Í grannalandinum Íslandi,  eru eingir nýggir tilburðir staðfestir seinastu dagarnar, og fult tamarhald tykist verða á koronasmittuni. Tíðin er búgvin at lata upp fyri ferðing millum Føroyar og tey lond, har eingin ella so gott sum eingin smittuvandi er. Og tað gevur lítla meining at halda mørkini stongd fyri londum, sum eru í áleið somu smittustøðu sum vit, og fremri støðu enn Danmark.   Løgmaður verður spurdur um hesi viðurskifti, tá munnligir fyrispurningar verða í tinginum mikudagin. Um, hvørjar ætlanirnar hann hevur, í mun til at lata uppaftur mørkini – eitt nú fyri londum sum eru sloppin av við, ella so gott sum sloppin av við korona.  Tað er avgerandi neyðugt, at føroyingar sjálvir hava henda myndugleika, so latið verður upp so forsvarligt sum gjørligt, men samstundis uttan, at tað tekur longri tíð enn neyðugt. Ikki minst við atliti at ferðavinnuni.  Eisini verður løgmaður spurdur um, hvørt avgerðir í Danmark um at lata upp í mun til ávís onnur lond, eisini av sær sjálvum verður galdandi fyri Føroyar. Ynskið er at fáa greitt svar uppá, hvør, ið ræður yvir føroysku landamørkunum.  Bjørt Samuelsen  tingkvinna...

Les meira

Samgongan feldi okkara uppskot um at útbúgva fleiri røktarstarvsfólk

, 13/05/2020

Samgongan feldi okkara uppskot um at útbúgva fleiri røktarstarvsfólk

Hóast ovurstóra tørvin á at útbúgva fleir røktarstarvsfólk, so slapp uppskotið tíverri ikki ígjøgnum samgongunálareygað. Og tað er veruliga at undrast á.  Røktarstarvsfólkini hava júst staðið í fremstu røð og tikið stór tøk í samband við koronusmittuna. Og herðaklappini hava ikki trotið.  Tó kunnu vit gleðast um, at viðgerðin av hesum uppskoti elvdi til gott og gevandi alment kjak um stóra tørvin á røktarstarvsfólkum. Eisini hevur nevndarviðgerðin greitt víst á, at tað er stórur tørvur á at fáa útbúgvið fleiri røktarstarvstarvsfólk.  Bæði í sjúkrahúsverkinum og í kommununalu eldra- og heilsutænastunum.  Í seinastu samgongu løgdu vit stóran dent á at fáa útvegað nóg mikið av serlæknum og kommunulæknum. Hetta hevur tíbetur í stóran mun eydnast. Tíðin er nú komin til at gera ætlan fyri, hvussu vit tryggja okkum, at vit eru før fyri at møta framtíðar avbjóðingum á røktarøkinum.  Góða gongdin í samfelagnum, har vit gerast alsamt fleiri, samstundis sum miðalaldurin hækkar, og nýggj viðgerðartilboð leggjast til, er eitt stórt tilfeingi, sum eisini setir krøv til okkara framtíðar sjúkrahúsverk og til kommunalu eldraøkini. Krøv, sum vit eru før fyri at møta útbúgvingarliga, tí vit hava útbúgvingarstovnarnar í Føroyum.  Aktuella støðan við koronasmittuni hevur eisini greitt víst, hvussu týdningarmikið tað er við væl skikkaðum starvsfólkum, og hvussu trupult tað í ávísum støðum er at hava nokk av fólki. Upplýsingar frá avvarðandi fakfeløgum vísa, at tørvur longu nú er á starvsfólkum. Tað er heldur ikki óhugsandi, at koronastøðan kann føra til, at fleiri fara at velja at útbúgva seg, nú ungdómsarbeiðsloysi kann vaksa.  Heilsuhjálparafelag Føroya kann vísa á eitt lutfalsliga høgt tal av ófaklærdum starvsfólkum í eldrarøktini. Tað hevur verið nógv frammi alment, at tað serliga í feriutíð er ómetaliga trupult at hava nóg mikið av starvsfólkum at røkja neyðugu uppgávurnar.  Eisini í sjúkrahúsverkinum merkjast trupulleikar við manglandi sjúkrarøktarfrøðingum, sum m.a. ger tað trupult at hava allar sengur tøkar í feriutíð. Tað er eisini trupult í fleiri førum at fáa nóg mikið av heilsurøktarum til at røkja størvini úti í kommununum.  Viðgerðin av málinum hevur víst, at trupulleikin við at útvega nokk av starvsfólkum eisini er knýttur at truplum arbeiðsumstøðum, lutfalsliga lágari løn, trupulleikum við at fáa fulltíðarstørv, skeivum arbeiðstíðum og øðrum, sum upplivist sum tvørrandi virðing fyri starvsøkinum. Eisini hesi viðurskifti krevja batar og politiskt uppmerksemi.   Góðskan í teimum røktartilboðum vit veita, er í stóran mun treytað av, hvussu væl starvsfólkini eru fakliga skikkað. Tað er mangar ferðir staðfest, at hægri fakligu førleikarnir hjá starvsfólkunum eru, størri eru sanníkindini fyri yvirlivilsi, og færri komplikatiónir eru hjá sjúklingunum. Tí eiga vit altíð at stíla eftir hægstu fakligu góðsku til okkara borgarar.  Landið eigur tí at taka øll neyðug stig til at tryggja, at vit hava nokk av væl skikkaðum starvsfólkum at taka sær av teimum uppgávum, sum vit sum samfelag tørva.  Tí er tað óskiljandi, at samgongan ikki tók undir við uppskotinum.  Sirið Stenberg...

Les meira

Kemur hjálp til ferðavinnuna og trygging av arbeiðsplássum?

,

Kemur hjálp til ferðavinnuna og trygging av arbeiðsplássum?

Enn ein av stóru fyritøkunum í ferðavinnuni hevur sagt hópin av starvsfólki upp. Hesaferð Atlantsflog, ið sigur 90 fólkum úr starvi, orsaka av koronaátøkunum. Fleiri fyritøkur í ferðavinnuni hava longu sagt hópin av starvsfólki upp.  Vinnufyritøkur, sum liggja lamnar orsaka av koronakreppuni, vita ikki, um tær eru keyptar ella seldar. Tí enn eru eingi greið boð komin frá landsstýrinum um, hvørjar ætlanirnar eru frameftir. Í fyrsta lagi fyri at forða fyri hópuppsøgnum og í ringasta føri húsagangi, og í øðrum lagi fyri at fáa vinnuna á føtur aftur.   Fyrstu hjálparpakkarnir tóku broddin av akutta hjálpartørvinum hjá vinnuni. Men, fyri tær vinnur, sum hava mist meginpartin av inntøkugrundarlagnum orsaka av korona, munar hjálpin langt ífrá nóg væl.  Serskipanin í ALS er bert galandi til 30. juni, og heldur ikki fyri rakstrarstuðulsskipanina vita vit, hvussu leingi hon verður í gildi.  Vinnan má sum skjótast fáa greið boð um, hvat hon kann vænta sær. Um ætlanin er at leingja hesar skipanir ella ikki.  Verður rætt ikki atborið beint nú, so er vandi fyri, at partur av teimum, sum í løtuni eru loftaði í koronaskipanini í ALS verða veruliga arbeiðsleys. Talið av arbeiðsleysum er spakuliga byrjað at vaksa, samstundis, sum talið av fólki í koronaskipanini minkar.  Í longri tíð hevur verið sagt, at landsstýrið arbeiddi við einum hjálparpakka fyri ferðavinnuna. Hetta segði løgmaður eisini, tá undirritaða í tinginum fyri tveimum vikum síðani spurdi um hjálp til vinnur, sum eru serliga hart raktar av koronaátøkunum.  Enn hevur eingin fundur verið við flokkarnar á tingi, og tíðin er meira enn búgvin at fáa fram, hvørjar ætlanir landsstýrisins eru. Okkum tørvar at fáa svar uppá, nær og um meira hjálp kemur til ferðavinnuna og aðrar sperdar vinnur, og hvørjar ætlanirnar eru fyri at tryggja, at fleiri hópuppsagnir ikki verða.  Landsstýrið má sum skjótast koma við ætlanum, sum effektivt forða fyri vaksandi arbeiðsloysi. Og langstíðarætlanum fyri, hvussu tryggjast kann, at fyritøkur ikki fara á húsagang.  Er ætlanin at gera, sum summi lond hava gjørt, at veita endurgjald fyri part av mistari inntøku ella serliga lagalig “koronakreppulán”, til fyritøkur, sum hava mist stóran part ella alt inntøkugrundarlagið í rúma tíð orsaka av korona? Ella, hvussu skal ein effektiv hjálpandi hond síggja út? Vit hava stóran tørv á, at fólkavalda parlamentið fær høvi at viðgera tað, nú – og tíðin er meira enn búgvin at fáa fram, hvørjar ætlanir landsstýrisins eru.  Ferðavinnan er allar meinast rakt, men eisini onnur hava stórar avbjóðingar, eitt nú fiskivinnan landi, ið ikki er fevnd av hjálparpakka 2. Fáa sperdu vinnurnar ikki møguleikan at fóta sær skjótt, so fer tað at kosta hundraðtals arbeiðspláss. Og sum ferðavinnan eisini hevur víst á, kemur tað at raka ungu arbeiðsmegina serliga meint. Fyrispurningur um hesi tingini er sendur løgmanni í dag.  Bjørt Samuelsen...

Les meira

Børnini missa barnadeildina

, 10/05/2020

Børnini missa barnadeildina

Tað hevur verið alment frammi, at Barnadeildin verður flutt inn á aðra deild, har vaksnir sjúklingar liggja, og at deildin minkar niður í tvær seingjastovur. Ætlanin er ásett at vara í fleiri mánaðir. Í roynd og veru merkir hetta, at vit onga Barnadeild hava.  Tað hevur í áravís verið hildið sera fast í, at børn og vaksin ikki eiga at vera innløgd saman, og at rætturin hjá børnum til serstakar deildir er eyðsýndur. Millum annað hetta var grundarlagið undir at gera serstaka barnapsykiatriska dagdeild, sum var eitt nýbrot, sum seinasta samgonga fekk sett í verk. Barnaumboðsmaðurin átalaði eisini ónøktandi viðurskiftini á barnapsykiatriskua økinum frammanundan. Tí kann tað undra stórliga, at tað nú vera gjørdar so stórar broytingar, at einasta somatiska barnadeild í landinum ikki er tøk í fleiri mánar. Gjøgnumgangandi fyri allan barnarættindarsáttmálan er, at avgerðir hjá myndugleikum skulu vera til barnsins besta. Støðan við Koronu er serstøk og krevur nógv. Ongin ivi um tað. Men er tað rætt at ofra Barnadeildina, og er onki alternativ til ætlanina er viðkomandi at spyrja. Tað er sjálvsagt trupult at leggja tilrættis í krepputíð, men kanska serliga tá er neyðugt at tryggja, at kreppuloysnir ikki gera seg inn á grundleggjandi rættindi. Tíverri sæst meira enn so, at kreppuloysnir blíva partur av varnadi loysnum.  Vit vita øll, at virksemið í sjúkrahúsverkinum hevur verið sera nógv skert vegna Koronu. Nú virksemið letur uppaftur, eru uttan iva mangir bíðilistar at fáa avgreiddir. Spurningurin er tí eisini, hvussu bíðilistin hjá børnum kann minkast niður aftur, tá ið seingjaplássini eru so skerd. Kemur hetta at merkja, at børnini fáa óneyðuga langa bíðitíð ? Tað er upplýst, at sjúkrarøktarfrøðingar á Barnadeildini als ikki taka undir við ætlanini, og at sjúkrarøktarfrøðingar frásiga sær fakliga ábyrgd. Tí skapar verandi støða stóran ótryggleika.  Tað er ikki óhugsandi, at tørvur kann vera á at innleggja børn við Koronu. Tí er eisini neyðugt at fáa greiðu á hvat hendir, um so er, og eisini at fáa greiðu á um børnini í so fall slett ongi pláss hava í sjúkrahúsverkinum, sum eru markaði til børn.  Tí havi eg sett landsstýrismanninum í heilsumálinum hesar spurningar. 1 Hvat heldur landsstýrismaðurin um, at børnini missa Barnadeildina og verða innløgd saman við vaksnum ?  2. Metir landsstýrismaðurin, at broytingin á pædiatriska økinum er til barnsins besta, og í samsvari við sáttmálan um barnarættindini ?  3. Eru starvsfólkini á Barnadeildini tikin við í avgerðina at flyta Barnadeildina ?  4. Hvørja ávirkan fer tað at hava á innleggingar hjá børnum, at Barnadeildin verður flutt ?  5. Hvat fer at mangla á deildini, har børnini vera flutt til, í mun til tær umstøður, sum eru á Barnadeildini ?  6. Hvørja ávirkan fer tað at hava á virksemið nú og komandi mánðirnar, at seingjatalið er minka so nógv ?  7. Kann tað roknast við, at Barnadeildin frameftir kann flytast og minkast t.d í feriutíð ?  8. Sjúkrarøktarfrøðingarnar á Barnadeildini hava frásagt sær fakliga ábyrgd av pædiatriini. Hvat merkir hetta í praksis og hvør hevur so ábyrgd ?  Sirið Stenberg...

Les meira

Herðaklapp eru ikki nóg mikið

, 01/05/2020

Herðaklapp eru ikki nóg mikið

Í dag er 1. mai og altjóða arbeiðaradagur. Korona-kreppan hevur víst okkum, at tey starvsfólk, ið typiskt hava lága løn og ikki nøktandi arbeiðksor, nú eru tey, ið eru á frontlinjuni á m.a. sjúkrahúsum, í barnagørðum, í eldrarøktini og starvsfólk í almannaverkinum og í matvøruhandlum annars. Altjóða arbeiðaradagurin er minst líka týdningarmikil at markera í dag, sum áður – um ikki uppaftur týdningarmiklari. Seinastu tíðina eru arbeiðsumstøðurnar og samfelagið broytt. Summi arbeiða sum vanligt, summi arbeiða heimanifrá, summi eru koyrd í serligu koronaskipanina hjá ALS og so eru tað summi, sum eru søgd úr starvi. Sum fleiri onnur við mær hava sagt, so hevur tað stóran týdning, at hendan heilsukreppan ikki gerst ein búskaparkreppa. Øll politiska skipanin hevur traðkað inn og hjálpt bæði arbeiðarum og fyritøkum. Til dømis kunnu allir arbeiðarar fáa løn sína, upp til 20.000kr, goldna úr ALS. Eisini hevur mann valt at givið serliga fíggjarliga skerdum fyritøkum upp til 80.000kr. í stuðuli til fastar útreiðslur. Hetta hevur mann gjørt fyrst og fremst við tí endamáli, at forða fyri hópuppsøgnum. Hesum tiltøkum stuðlaði Tjóðveldi. Men tíverri eru fleiri uppsøgd, m.a. tí tey hava 3 mánaðarsuppsagnartíð, hóast tey kundu fingið stuðul goldnan úr serligu ALS skipanini fram til 30. Juni – møguliga longri um hjálparpakkin verður longdur. Tá starvsfólk verða uppsøgd nú, so skulu tey úr korona-skipanini hjá ALS og kunnu harvið koma undir vanligu ALS skipanina. Tó er stórur munur á skipanunum og tey undir vanligu ALS skipanini eru fyri mismun, tí útgjaldið har er lægri. Eisini eru tey lesandi, á miðnámi ella á hægri lesnaði, fyri mismuni, tí tey hava ikki rætt til útgjald úr vanligu ALS-skipanini, og standa tey nú á berum. Ung starvsfólk eru eisini ofta tey mest útsettu á starvsplássum, tí tey eru tey nýggjastu starvsfólkini og hava oftani stytst útbúgvingar. Tí fella tey fyrst frá. Tað má ikki henda. Tað eru eisini tey ungu – ofta undir lesnaði – sum serliga mynda arbeiðsmarknaðin í tænastuvinnuni, sum nú er øgiliga hart rakt. Fleiri teirra eru uppsøgd og koma tí at missa stóran part av lønini. Tað er ikki rættvíst.  Sum øll onnur, hava ung og lesandi eisini fastar útreiðslur, sum tey ikki kunnu rinda, verða tey uppsøgd. Leiga tey eina íbúð ber illa til at gjalda allan leigukostnaðin bert við studningi Hava tey t.d. eina leiguíbúð, so ber illa til í flestu førum at rinda allan leigukostnaðin bert við studningi. Harumframt má mann eisini hava hita, streym og ikki minst mat.  Tí havi eg sett Helga Abrahamsen, landstýrismanni í arbeiðsmarknaðarmálum, spurningar um júst hetta við uppsøgnum. Kunnu til dømis fyritøkur, ið hava fingið hjálp frá hjálparpakkunum siga síni starvsfólk upp, í sama tíðarskeiði, sum tey fáa hesa almennu hjálpina? Tað haldi eg ikki vera rætt, og tí havi eg eisini spurt um landstýrismaðurin heldur tað vera í lagi. Eru hjálparpakkarnir ikki nøktandi, og starvsfólk verða uppsøgd, so má landsstýrið leingja hjálparpakka 1 og um neyðugt seta onnur átøk í verk.  Samstundis sum, at koronakreppan kemur við ymsu avbjóðingunum, so eru eisini nakrir lærdómar at finna. Til dømis, so vísir tað seg, at millum tey allar týdningarmiklastu størvini í samfelagnum, eru tey, ið arbeiða við fólki; t.e. sjúkrarrøktarfrøðingur, heilsustarvsfólk, námsfrøðingar, eldrarøktin, starvsfólk í almannaverkinum. Hesi størv eru myndað serliga av kvinnum, og var tað tí óluksáliga undrunarvert at síggja eina yvirskrift á tíðindastubba, at...

Les meira

Størv kring alt landið

, 27/04/2020

Størv kring alt landið

Í dag viðger Løgtingið uppskot frá Tjóðveldi um at almenn størv í nógv størri mun skulu kunna verða sett sum fjarstørv kring landið. Tað merkir, at øll nýggj almenn størv, har tað yvirhøvur ber til, eiga at verða sett soleiðis, at møguleiki er fyri at arbeiða í heimbygdini ella í oynni, tá høvuðssætið hjá stovninum er á meginlandinum.  “Góð arbeiðspláss eru ein grundleggjandi fyritreyt fyri fólkavøkstri, og at familjur velja at seta búgv í einari bygd ella eini oyggj. Henda tíðin við korona hevur greitt víst okkum, at tað væl ber til at nýta framkona tøkni fyri at vera til arbeiðis, hóast øll ikki eru savnaði í sama bygningi ella rúmi,” sigur Bjørt Samuelsen, framsøgukvinna.  Tjóðveldi vil, at tað almenna gongur á odda soleiðis, at tá lýst verður eftir fólki til ávís størv, eiga hesi at verða lýst við møguleikanum fyri fjarstarvi, skilt á tann hátt, at møguleiki er fyri – partíð ella fulla tíð – at arbeiða heimanífrá ella í hølum, ið eru gjørd til endamálið, og sum eru í bygdini ella oynni. Fleiri kommunur hava longu hølisumstøður til skrivstovur ella vinnufelagsskapir av ymiskum slagi. Mælt verður til, at landið eigur at fara í samstarv við kommunurnar um at útbyggja hesar møguleikar og á ymiskan hátt stuðla kommunum, sum ynskja tað. Hvørja ferð eitt alment starv verður tøkt, ella nýggj størv verða stovnað, eigur ein meting at verða gjørd av, hvørt hetta starvið er egnað til at lýsast sum fjarstarv.   Í Føroyum eru tað ikki einans vegir, tunlar og brýr, sum knýta oyggjarnar saman. Alnetið er ein snarvegur út í hvønn krós, og hetta mugu vit brúka.  “Framkomna tøknin ger, at tað í mun til mong størv er minni munur á, hvørt tú arbeiðir í Skúvoy, Sandvík, Bø ella í Tórshavn, Runavík ella Klaksvík. Atkoman til teldutøkt tilfar og til at samskifta við starvsfelagar umvegis framkomna mynda- og ljóðtøkni gevur møguleikar at skipa arbeiðspláss á heilt annan hátt enn áður. Henda møguleika eiga vit at brúka og leggja ætlan fyri, hvussu framkomna tøknin kann hjálpa okkum at spjaða almenn arbeiðspláss betur kring landið,” sigur Bjørt Samuelsen. Føroyar vaksa, men øki minka  Tað gongur við rúkandi ferð í Føroyum, og omanfyri 32.000 fólk eru í arbeiði. Har sum ríkiligt av arbeiði er, er lætt at fáa fólk at flyta til, tí veksur fólkatalið í størsta partinum av landinum, men tað er eisini partur av landinum, sum ikki fær sín lutfalsliga part av framgongdini, og har tað er átrokandi neyðugt at skapa fleiri arbeiðspláss, ikki minst til fólk við útbúgving. Hagtølini fyri minkandi tal av børnum og vaksandi tal av eldri í hesum pørtum av landinum tala sína álvarsomu talu. Arbeiðspláss eru ein fyritreyt, skal yngra ættarliðið, sum fer av oynni í útbúgvingarørindum, hava møguleika og hug at venda aftur.   Tað ber til at leggja eina miðvísa ætlan fyri fleiri bæði almenn og privat størv kring landið. Møguleiki fyri góðum størvum og smidligum sambandi er altavgerandi, um vit meina nakað við orðini um at tryggja búseting og trivnað kring alt landið.  Uppskotið fekk 1. viðgerð í tinginum í dag, og verður nú víðari viðgjørt í Rættarnevndini.  Les alt uppskotið her:...

Les meira

Lat samfelagið upp á tryggum grundarlagi

,

Lat samfelagið upp á tryggum grundarlagi

Nú samfelagið spakuliga verður latið upp aftur er týdningarmikið, at umstøðurnar eru so tryggar sum gjørligt. Í Føroyum hava vit umstøður, at kanna umleið 600 fólk dagliga. Hetta merkir, at vit kunnu kanna øll fólk í Føroyum eftir lutfalsligari stuttari tíð. Um vit gagnnýttu hetta, hevði tað givið heilsumynduleikunum og landsstýrinum eitt óvanliga gott innlit í, hvør smittustøðan er í Føroyum. Tískil átti hetta at gjørt tað lættari, at latið samfelagið upp á tryggum grundarlagi.  Tí hevur Kristina Háfoss sett Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismann í heilsumálum fyrispurning um at kanna so nógv fólk sum gjørligt í Føroyum. “Føroyar hava verið fremsta land í heiminum, tá umræður kanningar av Covid-19 koronavirusi fyri hvønn íbúgva. Um 12% av fólkinum í Føroyum eru kannaði. Men nú eru lutfalsliga fleiri kannað í Ísland. Eisini hava fleiri onnur lond sett sær fyri, at bjóða alsamt fleiri at verða kannað, tí tey hava staðfest, at hetta er besti mátin at tálma spjaðingini av virusinum, og at venda aftur til ein meira vanligan gerandisdag sum skjótast.” sigur Kristina Háfoss Samstundis sum stórar avmarkingar eru á gerandisdegnum hjá føroyingum, so koma nógv fólk til Føroya úr útlandinum vikuliga. Tilmælt verður hesum, at fara í sóttarhald, men onki krav er. ”Ein máti at tálma smittuvanda frá fólki, ið koma til Føroyar úr útlondum, er við lóg at krevja at tey fara í sóttarhald, og at tey verða kannað fyri Covid-19 smittu, hví verður hetta ikki gjørt”, spyr Kristina Háfoss eisini landsstýrismannin. So leingi vit í Føroyum ikki nýta alla okkara kanningarútgerð, kundu vit hartil bjóðað okkum fram, at hjálpt grannatjóðum okkara og gjørt kanningar fyri tey. Hetta hevði styrkt um vitanar- og granskingarstøðið í Føroyum og hevði veruliga gjørt Føroyar til undangonguland, tá umræður Covid-19 kanningar.  Eitt nú hava skotsk umboð úr bretska tinginum, víst á, at tey ikki hava havt møguleika at framt neyðugu kanningarnar á skotsku oyggjunum. Og hevði tað verið gleðiligt, kundu vit hjálpt teimum við...

Les meira

Føroyski Talgildi Samleikin er nær – Set ikki krav um danskt NemID

, 22/04/2020

Føroyski Talgildi Samleikin er nær – Set ikki krav um danskt NemID

Nýggi, føroyski Talgildi Samleikin er nú nær – og verður hesin eitt stórt framstig fyri Føroyar og føroyingar.  Men júst nú vit eru so nær at fáa føroyska Talgilda Samleikan tiknan í nýtslu, hevur Felagið Føroyskir Peningastovnar alment fráboðað, at fólk í Føroyum, ið ynskja at hava atgongd til netbanka og lønarportal eftir 29. mai 2020, skulu nýta danska NemID. Tí hevur Kristina Háfoss sett Jørgeni Niclasen fyrispurning um hann m.a. fer at taka stig til at fáa semju við føroysku peningastovnarnar um at sleppa kravinum um danska NemID. Talgildi Samleikin skal gera gerandisdagin lættari hjá fólki í Føroyum, og fer m.a. at  kunna nýtast til at avgreiða eina røð av almennum og privatum tænastum, og fer eisini at kunna nýtast til netbankan um stutta tíð. Harvið sleppa fólk í Føroyum undan at hava fleiri lyklar og samleikar, men kunnu nýta tann eina Talgilda Samleikan til at avgreiða flest allar talgildar tænastur. “Talgildi Samleikin er eitt úrslit av stórum arbeiði frá nógvum síðum í nógv ár – har eisini peningastovnarnir hava luttikið – og verður talan um enn eitt framstig fyri Føroyar og føroyingar. Tá vit vita, at nýggi føroyski Talgildi Samleikin verður tøkur seinni í ár, hví tá seta krav um, at allir føroyingar skulu nýta danska NemID í mai-juni í ár?” sigur Kristina Háfoss. “Eg skilji væl, at føroysku peniningastovnarnir eru ótolnir, men hetta merkir, at fólk, ið ynskja at kunna nýta netbankan ella lønarportalin í Føroyum, fyrst skulu flyta yvir á NemID í mai-juni, fyri síðan aftur at taka støðu til, um flytast skal yvir á Talgilda Samleikan seinni í ár. Tá er sannlíkt, at færri velja at flyta einaferð enn. Hetta er ikki til fyrimuns fyri fólk í Føroyum og heldur ikki fyri gagnnýtsluna av føroyska Talgilda Samleikanum.” leggur hon avtrat. Landsstýrið og peningastovnarnir áttu heldur at gjørt semju um, at krav ikki verður sett til føroyingar um at flyta yvir á danska NemID, men heldur at nýta tíð og orku til at fáa føroyska Talgilda Samleikan í nýtslu til netbankan og aðrar tænastur í Føroyum sum skjótast. Hetta er og verður til fyrimuns fyri allar partar. Skrivligu fyrispurningarnir frá Kristinu Háfoss til Jørgen Niclasen kunnu lesast her:...

Les meira

Betri trygd fyri arbeiðstøk og vinnuna

, 27/03/2020

Betri trygd fyri arbeiðstøk og vinnuna

Fólk, sum eru rakt av arbeiðsloysi, mugu fáa betri trygd í ALS. Tey eiga at verða javnsett við tey, sum nú fáa útgjald eftir nýggju koronaserreglunum. Og enn eitt trygdarnet má spennanst undir vinnuna, so gjaldførið ikki svíkir og harvið møguleikin, at svara hvørjum sítt og koma igjøgnum koronakreppuna. NEYÐUGT TRYGDARNET Fyri lítlari viku síðani vóru vit við til at lyfta ein hjálparpakka frá landsstýrinum gjøgnum Løgtingið, hvørs mál var at binda fyri hópuppsøgnum av starvsfólki í privatu vinnuni, og at lofta smáum sum stórum vinnufyritøkum her og nú. Vit stuðlaðu landsstýrinum, tí neyðugt var at bera skjótt at. Og neyðugt verður eisini at standa saman um fleiri hjálparátøk. At javnseta tey, sum hava mist og missa starv sítt, og at tryggja fíggjarliga grundarlagið undir privatu vinnuni, og harvið arbeiðspláss í túsundatali, má vera millum næstu stigini. FÓLK Í ARBEIÐSLOYSI MUGU FÁA EINS GÓÐA TRYGD Í stuttum førir broytingin í ALS við sær, at tey, sum nú koma í skipanina, kunnu fáa upp til 20 000 kr um mánaðin, um tey kunnu vísa á, at tey missa inntøku orsaka av Korona. Hetta fevnir um tey, sum eru í starvi hjá privatum arbeiðsgevara, og verða heilt ella lutvíst send heim í eina tíð. Hetta er eisini galdandi fyri sjálvstøðugt vinnurekandi, einmansfyritøkur og íverksetarafyritøkur, sum eitt nú virka í ferðavinnuni, og sum kunnu vísa á, at tey missa inntøku. Tey “vanliga” arbeiðsleysu eru eins hart, um ikki enn harðari, rakt av koronakreppuni. Tað er ikki lætt, fyri ikki at siga ógjørligt, at finna nýtt starv í løtuni. Og fíggjarliga grundarlagið hjá hesum samfelagsbólki er longu munandi skert. Tey, sum vóru so óheppin at koma í ALS, áðrenn broytingina, ella sum nú verða uppsøgd og fara í ALS, eru ikki fevnd av nýggju serreglunum og hægra útgjaldinum í ALS, men mugu fylgja gomlu reglunum. Hetta merkir eitt inntøkuloft uppá 17 500 kr um mánaðin. Tað er ikki “bara” 2500 kr minni um mánaðin. Tí hjá hesum verður útgjaldið roknað beinleiðis eftir miðal inntøku í undanfarna árið (tað verður ikki gjørt eftir eftir serreglunum), og trekt verður fyri halgidagar. Ein stórur partur av teimum, sum eru uttan arbeiði, fáa munandi minni enn tær 17 500 kr um mánaðin. Summi kanska bert 8000 ella 10 000 kr um mánaðin – tað er snøgt sagt ikki gjørligt at liva fyri, hevur tú hús og familju at forsyrgja. Tað er neyðugt, at hesi, sum eru arbeiðssleys, fáa javnsett rættindini, og at tey hava nokk at liva av. Tey kunnu koma til at verða uttan arbeiði øðiliga nógv longri, enn upprunaliga væntað. Hetta er ein av fleiri tættum, sum landsstýrið má fylgja upp nú, sum skjótast. FLEIRI ÁTØK í SAMSTARVI Tað er avgerandi og neyðugt, at landsstýrið frameftir arbeiðir sera tætt saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum – fakfeløgunum, vinnuni, bankunum – um komandi trygdarskipanir fyri samfelag og búskap okkara. Og landsstýrið eigur beinanvegin at taka allar flokkar við í hetta arbeiði. Koronakreppan er heimsfevnandi, og tí er tað ikki bara ein spurningum um, hvussu leingi koronvirusið herjar og verið-heima-sóttarreglurnar eru galdandi. Tað er ein spurningur um, hvussu drúgv tíð gongur, til búskaparligu brotasjógvarnir, í einum sínamillum tengdum heimi, leggja seg. Í sambandi við viðgerðina av ALS-málinum, ásannaði vinnunevndin at fleiri ivamál vóru, og heitti í álitinum á landsstýrið um “í tøttum samstarvi við allar flokkar á tingi...

Les meira