Altjóða samstarv
Tjóðveldi hevur frá byrjan lagt stóran dent á altjóða samstarv við flokkar og felagsskapir – serstakliga í norðurlendskum høpi og í Útnorði.
Tað var táverandi formaður floksins – Erlendur Patursson – ið á fyrsta sinni legði uppskot fram í Norðurlandaráðnum í 1976 um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í øllum norðurlendskum samstarvi.
Eisini tók Erlendur Patursson stigið til at seta á stovn Útnorðurráðið í 1985 millum Føroyar Ísland og Grønland, sum tá hevði heitið “Tingmannaráð Útnorðurs”.
Í dag samstarvar Tjóðveldi formliga í hesum altjóða samstørvum:
- Ein samstarvsavtala varð í 1999 undirskrivað millum politisku flokkarnar Tjóðveldi úr Føroyum, IA (Inuit Ataqatigiit) úr Grønlandi og VG (Vinstrigrøna flokkin) í Íslandi. Flokkarnir samstarva um felags mál og taka lut í landsfundum hvør hjá øðrum.
Heimasíða hjá IA úr Grønlandi: http://ia.gl/
Heimasíða hjá VG úr Íslandi: http://vg.is/
- Í 2008 fekk Tjóðveldi limaskap í tí norðurlendska felagsskapinum NGLA (Nordic Green Left Alliance), har flokkar úr øllum norðurlondum taka lut.
- Tjóðveldi samstarvar við skotska tjóðskaparflokkin SNP (Scottish National Party)
Heimasíða hjá SNP: http://www.snp.org/
- Tjóðveldi tekur ávísan lut í ráðstevnum og tiltøkum hjá felagsskapinum EFA – European Free Alliance. Hetta er felagsskapur samstarv millum demokratiskar flokkar, ið virka fyri fullveldi hjá tjóðum í Evropa, ið enn ikki hava skipað seg sum sjálvstøðug ríki.
Heimasíða hjá EFA: http://www.e-f-a.org/home/
(Mynd frá Norðurlandaráðsfundi í Stockhólmi. Myndaeigari: Norðurlendska Ráðharraráðið)