Lýsing

Stevnumið

Um stevnumiðini hjá Tjóðveldi

Tjóðveldishugsjónin og tjóðveldismálini skulu útinnast støðugt á teimum ymsu mótunum í samfelagnum:


Í stjórnmálum, landspolitikki og altjóða sam­starvi. Í kommunalum og lokalum arbeiði. Í fakfeløgum, vinnufeløgum, áhuga­fel­øgum og felagsskapum. Í mentanararbeiði, í orðaskifti og í gerandislívinum sum heild.


Stevnan hjá flokkinum er hugsjónarliga grundarlagið og høvuðsmálini, ið ikki verða broytt. Stevnumiðini eru ítøkiligi politikkurin, sum skal fremja stevn­una og málini í verki í dagsins samfelag.

Stevnumiðini verða tí dagførd og endurskoðað við jøvnum millumbilum. Ein røð av fólki og bólkum hava sambært samtykt á flokstingi í Tórshavn 2013 arb­eitt við at orða og viðgera stevnumiðini. Síðan hevur uppskot verið viðgjørt á eykafloks­tingi í Haraldssundi í november 2013, og aðalstjórnin í flokkinum hevur valt eina ritstjórn.

Eftir framløgu á flokstingi í Sandavági 28. og 29. mars 2014 hevur uppskotið verið sent øllum økisfeløgum floksins. Allir partar í flokkinum og øll tjóð­veldis­áhug­að hava havt møguleika viðgera og viðmerkja uppskotið. Á eykaflokstingi 10. mai 2014 vórðu viðmerkingar, broytingaruppskot og uppískoyti frá feløgum og tjóð­veldisáhugaðum samtykt og viðmerkt til hesa endaligu útgávuna.

Stevnumiðini verða sett upp í 11 partar:

  1. Tjóðveldishugsjónin
  2. Frælsar Føroyar – frælst fólk
  3. Varandi virðir í sjálvberandi búskapi
  4. Fjøltáttað og nýskapandi vinnulív
  5. Somu rættindi – somu møguleikar
  6. Ein lærandi og vitandi tjóð
  7. Skapandi mentan og list
  8. Burðardyggar Føroyar
  9. Størri og samanbundnar Føroyar
  10. Altjóða miðdepil í Norðuratlantshavi
  11. Vit byggja land